Sjógvur & Fólk — #5

Page 16

16

SJÓGVUR & FÓLK — #5

Í eygsjón: Fríhandilsavtala… (framhald av s. 15) í mun til onnur lond ið hava somu á­ huga­ m ál sum vit á tí russiska markn­að­in­um.” Hákun Djurhuus metir at um vit ikki hava tryggjað okk­a ra serstøðu við einum frí­handils­sáttmála til ta tíð, kann tað ganga eins skjótt nið­ ur­aftur sum tað hevur ging­ið upp tey seinnu árini. “Í eini broyttari støðu kunn­u summi av okk ­a ra granna ­lond­u m skjótt ger­ast kappingarneytar hjá Før­oy­um á tí russiska markn­að­in­um,” við­merkti hann. “Íslend­ingar, ið vóru við á tí sein­asta búskaparforumin­um í St. Pætursborg, fara helst at vera til reiðar at selja makrel til russar. Skotar ala nógv­an laks, og hjá teimum er tann russ­iski marknaðurin utt­an iva áhugaverdur. Og norð­menn kunnu veita bæði makrel og laks. Yvirhøvur eru lond í Vest­u r Europa sera virk­ in í Russlandi og royna at optim­era síni handilsviðurskifti við Russ­land hóast handilsstongs­u lin hjá ES—tí møguleikarnir í Russlandi og EABS eru ómeta­liga stórir.” Eitt annað er at tá handils­bann­ið hjá ES ímóti Russlandi einaferð er av, kann spurning­u rin um toll á fiska­ vørur til tann russiska marknaðin, ella EABS, gerast viðkomandi. Og í hes­um sambandi kem­ur eisini spurn­ ing­urin um virðis­øktar fiskavørur, tí tað kann hugsandi gerast áhugavert fyri føroyar í størri mun enn nú at útflyta hágóðskaðar vørur til Russ­ lands og onnur EABS lond. So eis­ ini av hes­a ri orsøk hevur tað týdn­ ing at Før­oyar fáa fríhandilsavtalu við EABS, meðan vit enn hava eina fyri­munarliga støðu í Russlandi sum veitari av dygdargóðum fiskavørum. Ein fríhandilsavtala kann við øðrum orðum tryggja at Før­oyar framhald­ andi liggja eitt fet framman fyri eitt nú kapping­ar­neytarnar í Norður Atl­ant­inum. BÁÐAR VEGIR Samhandil og samstarv er ein spurn­ ingur um bæði at lata og at fáa. Tá tað kemur til sjálvan fiski­skapin, hava føroyingar og russarar leingi havt avtal­ur um kvotur hjá hvørjum øðr­um, og um ein fríhandils sátt­máli kemur, verður tað ein spurningur um í størri mun at lata upp fyri vørum og tænast­um frá hinum partinum. Tað verður spennandi at síggja hvørjar EABS vørur og tænastur kunnu gera seg gald­andi í Føroyum, og har­a ft ­u r­at tykist bøurin at vera tað­aður fyri øðrum enn før­oysk­um fiska­út ­flutn ­i ngi til Russ­l ands. Tí, sum Hákun Djurhuus sigur, Før­ oy­a r eru eitt gott brand, ið er kent manna mill­um bæði fyri fisk og tón­ leik. Fyri stutt­um hevði Eivør eina sera væl mót­tikna konsert í Russ­ landi, og aðrir føroyskir tón­leik­a r­ ar hava eisini spælt har við góðari móttøku, um­framt tað at før­oysk­a r

bøk­u r og filmir gera vart við seg í Russ­l andi. “Yvirhøvur vita fólk í Moskva og St. Pætursborg rætti­l­iga nógv um Føroyar, og tek­in eru um at ferðavinn­an í Russlandi er farin undir at markn­að­ar­føra Føroyar sum ferða­mál,” legði Hákun Djur­huus aft­urat. So umframt at trygg­ja ver­a ndi støðu, liggur eitt stórt pot­entiali í einum frí­handils­sátt­mála fyri víðari menn­ing av handilssamband­in­u m og ment­a narligum sam­starvi land­ anna millum. Og higartil hava vit at kalla bara havt handils­samband við Russ­land, umframt eitt sindur við Hvíta­r uss­land, men eingin veit hvat kann spyrjast burtur úr størri sam­ starvi við hini fýra EABS londini. HURÐ TIL KINA Tað hevur tey seinnu árini í Europa og aðrastaðni verið stórur áhugi fyri øktum samhandli við Kina, og her eru Føroyar eisini við. Sølutølini fyri tey seinnu árini siga sína týðu­ ligu søgu. Í 2017 var tann føroyski útflutningurin til Kina omanfyri 460 milliónir krónur, og í fjør út­ fluttu vit fyri nærum 650 mió. kr. til Ríkið í Miðjuni, sum kinesarar hava kall­að sítt land frá gamlari tíð. Kina var í fjør fimt størsti útflutnings­ marknaður hjá Føroyum, og í vár tók landstýrismaðurin í Uttan­r íkis- og Vinnumálum stig til at seta á stovn eina føroyska sendistovu í Beijing. Tilnevndur sendimaður har er Sig­ mundur Ísfeld, ið hevur arbeitt við at fáa í lag handilsavtalur við lond í fjareystri. Tann føroyska sendistovan í Kina læt upp tann 1. august í ár. Men eisini í sambandi við ein fríhandils­sátt­mála við EABS kunn­u liggja møgu­leik­a r fyri atgongd til Kina. Sum helst heimsins størsti bú­ skap­ur er Kina ein veldigur markn­ aður við einari vaks­andi, keypisterk­ ari miðalstætt. Eitt sum er vert at hygg­ja nærr­i at í hesum høpi, er at EABS landið Kazakhstan, ið er stórt og hevur felags landa­mark við Kina, hevur eitt tollfrítt øki sam­a n við Kina. Kazakhstan roynir at lokka fleiri íleggj­a rar til hetta øki, sum kann vera áhugavert fyri føroy­ing­ ar—økið hevur beinleiðis at­gongd inn á tann kinesiska markn­a ðin. Sambært Hákun Djur­huus fara um­ boð fyri almennu Før­oyar og før­ oyska vinnu at vitja nevndu frízonu nú í heyst. Samanumtikið er tað virksemi sum í løtuni fer fram mill­um Føroyar og EABS lond­ini við til at leggja lunn­a r undir okkara støðu í fram­ tíðini. Sambandið mill­um Føroyar og hesi lond­ini eystan­fyri er á gátt­ ini til eitt nýtt skeið við vaksandi samstarvi og samhandli, og hetta eru sera spennandi útlit fyri bæði tað føroyska vinnu­lívið og samfelagið sum heild. []

‘Vit mugu smíðja   Tað ræður um fyri føroyingar at ikki endurtaka mistakið við koltrolarunum sum komu í 1950unum—eitt skifti hendir í løtuni innan maskintøkni á skipum, og tað er neyðugt at endurnýggja fiskiflotan meðan høvi er, sigur stjórin á Thor. Búi Tyril

R

EIÐARÍIÐ Thor ætlar at byggja ein nýggj­ an frysti­trol­ara til at veiða botnfisk, rækjur og uppsjóvarfisk, upplýsir stjór­in í felagnum, Hans Andr­ias Kelduberg. Sam­stund­is ávarar hann um støð­una í tí stóra eldri partinum av tí føroyska fiskiflotanum, sum í vaksandi mun er við at gerast aftur­úr­sigldur í mun til fiskiflotar í londum vit kappast við. Tann ætlaði nýbygn­ing­urin, sum skal avloysa fyrr­ver­andi Ran og Kappan, fer sambært met­ ing­a r at kosta góðar 300 milliónir krónur, og Thor er í løtuni í sam­ráð­ingum við skipa­smiðjur um møguligan sáttmála at bygg­ja ein fjøl­táttað­ an, 86 metur langan trolara. Endalig avgerð um bygg­ingina var ikki tikin enn sambært Hans Andrias Kelduberg, tá vit tosaðu við hann um mán­aðar­skiftið juli-august. Hans Andrias Kelduberg, Eins og fyrrverandi Ran, sum herfyri varð stjóri og høvuðseigari í Thor, seldur til Nigeria, er Kappin frá 1970unum, á høvuðsskrivstovuni í Hósvík. dýrur í rakstri og viðlíkahaldi og tískil ikki serliga effektivur. Sum skilst er ætl­an­in at selja Kappan eisini. “At byggja ein nýggjan frysti­trolara meta vit sum hósk­­andi loysn,” segði Hans Andrias Kelduberg. “Her er tó neyðugt við langtíðar fiski­rættindum, tí tað ber ikki til at gera eina sovorðna íløgu við støði í rættindum sum sku­ lu keypast á upp­boðs­sølu fyri ikki at tala um menning­ar­k votur. Váðin er í hesum høpi rætti­ liga stórur, so íløg­an kann ikki hava ov stutta tíð til avskriving og skal forrentast yvir eitt longi áramál. Men tann lága rentan í løtuni ger at fígg­ingin verður ikki so dýr, og hetta kann

TofTagjógv 3, fo-650 TofTir www.fmf.fo • fmf@fmf.fo Tel.: +298 414141

… r u k s fi r u ð ó g r Her e


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.