Sjógvur & Fólk — #4

Page 1

SJOGVURogFOLK.com

#4 • DESEMBER 2017

Kunningar- og kjakblað um fisk og sjóvinnu.

Til øll húski og allar postsmogur hjá virkjum og stovnum.

Toska- og hýsustovnar undir Føroyum ferðast óvæntað út um landgrunnin og ‘hvørva’ fyri síðani at koma afturíaftur, og eru nú við at venda aftur eins og í 1993—ein møguleiki ið Eyðun Hansen vil hava fiskifrøðingar at umhugsa.

Rokna nú við roki Les á síðu 39

Tema: • Fiskivinnuskipan • Útlendskur kapitalur Tvøroyri: Varðin Pelagic skjótt uppi aftur 3 Anfinn Olsen um millumtjóða samstarv 4-5 Hollendingar vístu vegin fyri uppsjóvarvinnu í Føroyum 6-8 Góður fiskur í Leirvík 10-11

MARIA OLSEN

So nógvur kapitalur krevst til at reka og menna upp­sjóvar­vinnu Við fiskirættindum einans galdandi í styttri tíð verður uppsjóvarflotin hvørki endur­ nýggjaður ella mentur—og uttan framkomin skip fæst hvørki hægsta vørudygd ella hægsta útflutnings­v irði, sigur Tórheðin Jensen. Búi Tyril & Edmund Jacobsen

F

ØROYINGAR eru vítt og breitt samdir um at okk­ a ra fiskatilfeingi, ikki minst makrel­ u r og annar upp­sjóvarfisk­u r, skal virkast

í Føroyum og seljast fyri so høg­an prís sum til ber fyri at skapa størst møgu­liga virði fyri samfelagið. Men eitt er flott­ar og mergjaðar orðingar, eitt annað praksis—hvussu tann føroyska uppsjóvar­v inn­

MARIA OLSEN

an, skip og virkir, megnar at gera henda málsetning til veru­leika. ĺ hesum høpi eru mong ør­k ymlað av ymiskum pør­ um av verandi uppskoti hjá Lands­stýrinum til nýggjan fiski­v innu­p olitikk—har er nevni­l iga eingin viður­k enn­ ing av tí týdningi sum góð og fram­komin skip hava fyri dygd­ina á fiskinum og har­ við fyri søluvirðið á veiðini og teimum fiskavørum sum koma burtur úr henni. Tann nýggi politikkurin setir ístað­ in forðingar í vegin, og fer tí sann­líkt at óbeinleiðis ella bein­leiðis mótvirka málsetn­ ing­in­um um at fáa besta virðið úr tilfeinginum.

“Fleiri ymiskir tættir gera seg galdandi í sambandi við stýr­ing av vørudygd,” segði Tór­heðin Jensen, um­sit­i ng­ ar­leið­a ri á Varðanum. “Men fyrst av øllum eru tað skip­ini sum fiska, og fólkið sum er við, ið eru avgerandi. Tá ið tað snýr seg um at fáa best hugs­ andi prís fyri eitt nú makrel­in, so hava vit staðfest við okk­ ara royndum at góður prísur stendur og fellur við góðum og nýmótans skipum. Skipini mugu tískil vera so nýggj og góð sum møguligt, og inn­ rættað og útgjørd soleiðis at høvuðsfokus er á høga vøru­ dygd; eisini er umráðandi at fisk­urin verður veiddur rætta tíð á árinum soleiðis at góðsk­

Faroe Ship kollvelti farmaflutningin 12-13 ‘Vónin verður verandi Vonin’ 20-23 FAS skal mennast enn meira 32, 33 Sjóvinna: Veldigir møguleikar 32-33 an kan vera optimal. Hetta er grund­leggjandi fyri at virkini á landi yvirhøvur kunnu fáa fyrsta­floks rávøru, sum aftur er ein fortreyt fyri at út­flutn­ ings­ vør­ a n kann fáa góðan prís.” FÍGGING MÁ TIL Framkomin køliútgerð um­ borð—og manning við bæði før­ l eika og servitan til at hand­fara útgerðina—spælir her ein avgerandi leiklut, legði Tór­heðin Jensen afturat. “Royndir hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri vísa at tey skip sum landa tann besta fisk­in eru tey nýggjastu og størru, nýmótans skipini við tí nýgg j­ (Framhald á s. 38)


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.