24
SJÓGVUR & FÓLK — #4
Frá studningi í fiskivinnuni til tilfeingisgjald:
Ein søga um vald í fiskivinnu V
Jógvan Mørkøre
tá ið tað verður togast um skipan av fiskivinnuni og hvussu hon skal stýrast. Men tað hevur so sanniliga ikki bert verið eitt kegl um orð, men eisini eitt stundum rættuliga innetið stríð um stór samfelagsvirði og arbeiðspláss. Eitt stríð millum samfelagsbólkar um tey røttu orðini, eitt stríð millum sam felagsbólkar um samfelagsvirði og arb eiðspláss. Stríðið er hart og miskunnar leyst í hesum døgum, og allir partar vita at her er nógv upp á spæl. Tað er ikki bert onkur partur í hesum stríði sum kann verða við sviðisoð men—tað vita vit av ringum royndum—alt sam felagið kann enn einaferð verða fyri bakkasti, bera vit okkum ikki rætt at. STUDNINGSVINNAN Tað minniliga útróðrarverkfallið í juni 1975, har útróðrarflotin stevndi til Havnar og blokeraði bæði kaikant og innkomuvegin eftir oyggj, hevði við sær at Ráfiskagrunnurin varð stovn aður við løgtingslóg stutt eftir, sama ár. Sum so var Ráfiskagrunnurin ikki ætlaður sum stovnur at veita studning ígjøgnum; hann skuldi vera ein prís javningarg runnur: Tá ið prísirnir á útróðrarfiski vóru góðir, skuldu prís irnir útróðrarmenn fingu lækkast;
afturfyri skuldu teir so fáa pening úr grunninum tá ið prísirnir vóru lakir. Ráfi skag runnurin var eitt úrslit av trýsti frá Meginfelag Útróðrarmanna, ið var stovnað við ársbyrjan hetta roka liga árið 1975. Eftir trýsti frá flakavinnuni bleiv tað tó so at skipanin gjørdist heldur eitt slag av studningsskipan fyri flaka virkini, við tað at talan bleiv um tveir prísir. Ein prísur sum eitt meðal flaka virki hevði ráð at gjalda, ‘avrokningar prísurin’ kallaður, og so ein prísur ið veiðifarið fekk, ‘avreiðingarprísurin’, sum kundi liggja oman fyri men eis ini niðan fyri avrokningarprísin hjá f lakav irkju num. Prísirnir vóru fyri hvørt fiskaslag sær. Við hesum varð ein konflikt bygd inn í skipanina frá byrjan millum rá fiskak eypa rar og útróðrarmenn (rá fiskaseljarar). Tað merktist tó ikki stór vegis til hana tey fyrstu nógvu árini, tí útróðrarmenn høvdu sín sjálvsagda áhuga í at virki vóru um alt landið at taka ímóti útróðrarfiski, og mangan vóru útróðrarfeløg uppií at stovna og reka flakavirki í teimum minni bygdunum. Politiskt varð hetta eisini stuðlað uttan nakran tvídrátt millum flokka rnar á tingi, tí tað at fremja bygdamenning varð hildið at vera ein hin týdningarmesta uppgávan hjá tí
1986: Framlei sluvir i og studningur fyri ymsar vei ibólkar, mió. kr. 160
157,9 133
120
113,9
80 40 0
51,7
46,1 -83,8
-42,4
-22,2
-26,6
satn pv r a r Djútrola
sa Up la ra r tro
áir Sm la ra r tro
lStáskip línu
Studningur Nettotjó arúrtøka -57,4
-40 -80
-120 Djúpvatnstrolarar
Smáir trolarar (<1000 HK)
ra r ró ð r Ú t b át a
Útró rarbátar
MARIA OLSEN
IÐ FISKIMARKS ÚTFLYTINGINI í 1977 byrjaði eitt skeið har stýring av fiskivinnuni kom at vera fremsta mál í føroyskum politikki tað mesta av tíðini fram til dagin í dag. Nýggj hugtøk og orð so sum ‘studningur’ og ‘bygdamenning’ sóu dagsins ljós fyri síðani at hvørva og verða avloyst av nýggjum hugtøkum og orðum. Í hesari øldini eru tað orð og fyribrigdi sum ‘tilfeingisrenta’, ‘burðar dygd’ og ‘fólksins ogn’, ið standa ovast á breddanum
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
politisku skipanini. ‘Bygdamenning’ gjørdist tað dýra gandaorðið tað sum eftir var av sjeyti-árunum og fram til búskaparskrædlið í byrjanini av níti-árunum—dýrt í meira enn einari merking. Men harðar konfliktir komu sum frá leið. Tað var serliga áftaná at fiski markið í 1977 varð flutt út, at prís ásetingin á sonevndum útróðrarfiski mótvegis trolarafiski elvdi til stríð. Eitt stríð sum kom at standa mill um útróðrarmenn øðrumegin ímóti teimum stóru ráfiska k eyparunum, saman við trolarunum, ið nú vuksu í tali á Føroyaleiðini, og so søluliðinum, Føroya Fiskasøla, sum miðsavnaði tey Kelda: Karl Andreassen. Búskaparlig lýsing av feskfiskaflotanum við atliti til útróðurin, handrit til fyrilestur (mai 1988). Viðmerkingar: 1) Uppbýtið er ikki strangt eftir stødd tá ið talan er um trolarar, men eisini eftir høvuðsveiði. Djúpvatnstrolarar: Kongafiskur og blálonga minst 70 prosent av veiðini. Upsatrolarar > 1000 HK: Upsi minst 62 pst. av veiðini. Smáir trolarar < 1000 HK: Toskur og hýsa minst 56 pst. av veiðini, upsi 38 pst. Stállínuskip: Toskur og hýsa 47 pst., brosma og longa 46 pst. Útróðrarbátar < 100 BRT: Toskur og hýsa 75 pst. 2) Virðisøkingin í virkisframleiðsluni er innroknað.
størstu flakavirkini í eitt monopol. Í hesum stríði gjørdist útróðurin hin minni parturin; valdið kom at liggja hjá einum agglomerati, fevnandi um tey størstu flakavirkini og størstu reiða ríini, umframt fiskasølu mono polið—ja, og um tann størsta føroyska bankan, Sjóv innubankan, sum umveg is ognarpartar hjá millum annað Før oya Fiskasølu var undir valdinum og ein partur av nevnda agglomerati. At henda samanrenning av valdmiklum stjórum og reiðarum ikki bert hevði vald, men eisini tign, sást aftur í at, tá ið leið út á gamlaárskvøld, har fyrst drotningin og síðani løgmaður fluttu fram sínar nýggjársrøður, var í mong ár ein triðja røða beint aftan á røðuna hjá løgmanni. Hesa triðju røðuna í røð ini átti tann valdmikli og karismatiski stjórin á Fiskasøluni, Birgir Daniel sen, ið slapp framat at tala til fólkið á mest sum jøvnum føti við drotning og løgmann. Birgir Danielsen var eisini nevnda rformaður í Sjóvinnubankan um. Fiskimarks útflytingin út á 200 fjórðingar í 1977 innibar ikki bert at bretskir og týskir trolarar vórðu sjúgv aðir út, men eisini at tey stóru føroysku reiðaríini, ið mest sum burturav høvdu dúvað uppá fiskileiðir aðra s taðni, vórðu noydd at leita sær heim til tað víðkaða føroyska sjóøkið; tí hini lond ini í Norðuratlantshavi fluttu eisini út síni fiskimørk. Bretskir og týskir trol arar fóru út, og í staðin komu føroyskir