5 minute read

Álvarsligir vansar við uppboðssølu av fiskirættindum

Advertisement

Størsti trupulleikin við ov stórari uppboðssølu av fiskirættindum er at allur dentur verður lagdur á at fáa mest møguligt burturúr fyrsta liði, veiðiliðnum, meðan alt ov lítil dentur verður lagdur á at fáa ta samlaðu virðisskapanina í allari fiskivinnuni so stóra sum gjørligt — fiskavirkingin og søluliðið verða gloymd í eini uppboðssølu av rættindum.

Magni Laksáfoss

FRÁ FLEIRI búskaparfrøðingum og politikarum verður upp boðssøla av fiskirætt ind um sædd sum tann for krom aða loysnin, ið skal loysa allar trupul leikarnar í samfelagnum, við tað at fiskivinnan verður optimerað, samstundis sum tað almenna fær tað ið tað skal hava.

So einfaldur er veruleikin ikki. Uppboðssøla av rætt indum hevur, eins og øll onnur am boð, sínar avmarkingar, fyri munir og vansar.

Tá vit skulu meta um virðið í eini slíkari uppboðssølu er størsti feilurin vit kunnu gera, einans at fokusera upp á veiðiliðið í fiskivinnuni og gloyma at hyggja eftir tí samlaðu heildini.

OV STÓRT FOKUS Á VEIÐILIÐIÐ

Ein uppboðssøla av fiski rættind um setir alt fokusið á veiðilið ið, við tað at reiðaríini vilja bjóða so høgt tey kunnu fyri at fáa hendur á rættindunum, og harvið verður allur dentur lagdur á fáa fiskin effektivt upp úr sjónum, meðan alt ov lítil dentur verður lagdur á at meirvirka fiskin og harvið fáa mest møguligt burtur úr samlaðu virðisketuni.

Ein stór uppboðssøla vil skapa ótryggleika um rættind ini til fiskin og harvið til grundarlagið til virksemið hjá bæði skipum og virkjum.

Fyritreytin fyri høgari dygd og meirvirking av fiskinum er at vinnan hevur hóskiligt avlop til at fremja nýhugsan og til at gera neyðugar íløgur.

Fyritreytin fyri at hava tryggar langtíðaravtalur um veiting av fiskavørum til keyparar úti í heimi, er at framleiðarin hevur ræði á rávøruni í tí tíðarskeiðnum sum avtalan fevnir um.

Ein uppboðssøla við stutttíðar rættindum vil bæði taka avlopið burtur og taka grundarlagið undir langtíðar avtalum burtur.

Uppboðssølan vil harvið ikki vera samfelagsgagnlig, tí hon minkar um tað samlaða virk semið í samfelagnum og minkar um útflutningsvirðið hjá Føroyum.

FISKIVINNAN MÁ HAVA AVLOP

Ofta verður sagt at uppboðssølan er tað magiska amboðið, sum júst tekur tað rætta gjaldið frá vinnuni, soleiðis at vinnan verður optimerað og tað almenna fær sín rætta part.

Tað kann tykjast torført at skilja hvønn part av fiski vinnuni tað almenna hevur rætt til og hvat aktørarnir í fiskivinnuni eiga rætt til.

Búskaparfrøðin skilir soleiðis millum fýra ymisk sløg av avlopum í fiskivinnuni:

1. Normalavkastið — sum er tann vanligi profitturin ið ein vinna skal hava fyri at kunna endurnýggja og menna seg;

2. Intramarginal renta — sum er eitt dugnaligheits avlop ið eitt einstakt virki fær fyri at duga betur enn onnur virki í somu vinnugrein;

3. Monopolrenta — sum er eitt avlop ið stavar frá at tann almenna lóggávan skapar eina monopollíknandi støðu í fiskivinnuni;

4. Tilfeingisrenta — sum stav ar frá virðinum á til feingin um — í hesum føri fiskinum í havinum.

Ein vælvirkandi fiskivinna, eins og til dømis tann pelag­iska vinnan, hevur øll fýra sløgini av avlopi.

Av teimum fýra omanfyri nevndu avlopum, eru tvey tey fyrstu skapt av fyritøkunum, tað triðja er skapt av tí almennu lóggávuni, og tað fjórða er skapt av natúruni sum vit øll eiga.

Tí eiga fyritøkurnar og sjófólkið fullan rætt til normal avkastið og ta intramarginalu rentuna, meðan tað almenna eigur fullan rætt til monopolrentuna og tilfeingisrentuna.

Trupulleikin er at áseta rætt gjald, soleiðis at virðini verða býtt rættvíst millum vinnu og tað almenna.

Her pástanda summi at ein uppboðssøla av fiskirættindum vil tryggja at rætta gjaldið verður ásett, tí reiðarar og fiskimenn vilja aldrin bjóða meiri enn so at normal avkastið og dugnaligheits avlopið verða verandi í vinnuni.

Her er tað at tað lekur millum teori og praksis, tí royndirnar hava víst okkum at hetta als ikki er soleiðis í veruleikanum. Her kunnu vit vísa á bæði royndirnar frá uppboðssølunum ið longu hava verið, og frá úrslitinum í fiskiflotanum síðan 1985, at øll tekin eru um at vinnan bjóðar allan profittin inn í uppboðssøluna fyri at fáa hendur á rættindunum.

Also við uppboðssøluni missir vinnan normalavkastið og tann intramarginala profitttin sum hon annars eigur at hava.

TRYGG RÆTTINDI, MEIRVIRKING OG SAMFELAGSGAGN

Fiskivinnan er ídag í flestu londum rundan um okkum eins og í Føroyum, samlað við vertikalari integratión, har fiskifør og virkir eru samlað í eindir við somu eigarum. Hetta ger tað møguligt at seta góðsku stýr ingina í hásæti heilt frá tí at fiskurin kemur upp úr sjónum, til hann verður seld ur av landinum. Harnæst er møguligt at leggja framleiðsluna væl til rættis, soleiðis at virkini og fiskiførini kunnu avtala nær fiskurin skal fiskast, fyri at virkini kunnu leggja sítt virksemi optimalt til rættis.

At enda kann søluliðið gera góðar langtíðar avtalur við keypararnar úti í heimi, tá bæði leveransa og vørudygd eru rímiliga trygg gjøgnum góða stýring av framleiðsluni.

Fyritreytin fyri at hetta skal lata seg gera, er at vinnan hevur møguleika fyri at leggja tað samlaða virksemið til rættis, tvs. stýra framleiðslu flowinum í allari virðisketuni.

Hetta merkir at trygg rættindi til at fiska ávísar nøgdir av fiski og skilagóð tilrættalegging av framleiðsluni eru við til at geva størri inntøkur til tað føroyska samfelagið burtur úr somu nøgdini av fiski.

Hetta merkir ikki at øll skip og øll virkir í Føroyum skulu samlast í vertikalari integratión, tí hetta kann skapa eina ov stirvna skipan, har eingin kapping er millum aktørarnar á marknaðinum. Men royndir úr bæði Føroyum og øðrum londum vísa okkum at vertikal integratión er ein skilagóður máti at tryggja góða virðisskapan.

EIN HÓSKILIG UPPBOÐSSØLA ER GÓÐ

Hóast ein ov stór uppboðssøla er skaðilig, merkir hetta ikki at man als ikki skal hava eina uppboðssølu.

Í USA hevur man ávísa uppboðssølu, uml. 10 prosent, í summari fiskivinnu, fyri at fiskivinnan skal kunna keypa og selja ávísan part av rættindun um og harvið leggja virksemið betur til rættis.

Summi fiskifør kunnu hava trupulleikar av at einhvør kvota av einum fiskaslagi ikki kann fiskast upp uttan at hava einhvørja kvotu av øðrum fiskaslagi, tí fiskiskapurin er blandaður. T.d. kann hýsukvotan ikki fiskast upp, tí toskur er uppíblandaður í fiskiskapinum. Við at hava ávísa uppboðssølu kann reiðaríið keypa ella selja rættindi og harvið tryggja at samsvar er millum kvoturnar.

Somuleiðis kann eitt skip hava trupulleikar eitt árið, t.d. við maskinuni, og tískil hava brúk fyri at selja kvotur til annað reiðarí, sum kanska hevur avlopsorku.

Ein ávís uppboðssøla kann sostatt brúkast til at tryggja samsvar millum tørv og rættindi. Ídag verður hetta samsvar tryggjað við at reiðaríini gera sínámillum avtalur, men hetta kann eins væl skipast á almennum marknað.

Ein upp boðssøla eigur sostatt ikki at hava fokus á at taka tilfeingisgjaldið inn frá vinnuni, men heldur á at tryggja at fiskivinnan kann leggja sítt virksemi smidliga til rættis.

TILFEINGISGJALD HELDUR ENN UPPBOÐSSØLU

Ein nógv betur loysn enn ein stór uppboðssøla av stutttíðar fiskirættindum, er at áseta eitt til feingis gjald sum tekur tað úr vinnuni ið tað almenna eigur at fáa, men sum samstundis letur vinnuna hava tað eftir sum vinnan eigur at hava.

Hetta er tann loysnin sum eg og onnur vegna Sambandsflokkin settu fram í einum uppskoti frá november 2016.

Øll nýggj rættindi skulu sjálvsagt bjóðast út sum langtíðar rættindi, soleiðis at eingin politisk útluting eigur at fara fram.

Samgongan eigur at leggja seg eftir at fáa skilagóðar loysnir fyri vinnuna og fyri samfelagið. []

Eitt dømi omanfyri um uppboð av fiskirættindum, har ein fyri tøka hevur bjóðað mun andi meiri enn til feing isrentuna fyri rættindini til at fiska — her er boðið so nógv at tað ikki er nokk til sjálvt deknings bidragið. Harvið er als ikki nokk til fastan konstnað, normalprofitt og intramarginalan vinning, soleiðis sum teoriin annars sigur at fyritøkur bjóða. Her er tað at tað lekur millum teori og praksis. Henda uppboðssølan er ikki nakað eindømi. Hervið tømir vinnan seg sjálva fyri arbeiðskapitalin, sum er alneyðugur fyri at gera neyðugu íløgurnar til endurnýggjan av fiskiflotanum og til at gera íløgur í meirvirking á landi.

This article is from: