NámXtíðindi 2011/2012 nr. 2

Page 1

HEIMASÍÐUKEYP

NámXtíðindi Miðlabreytin • Nám X í Tórshavnar kommunu • mars 2012 • www.namx.fo

Síða 18-19

Skúla FM: Ungir íverksetarar úr Nám X vunnu

Eldhugaður ungdómur úr Nám X í løgtinginum Ungdómstingið 2012 hevur verið í hesum døgum. Her hevur ungdómurin havt møguleika at bera rødd sína fram. Ymisk uppskot og lógir vórðu viðgjørd. Síða 8

Síða 14-15

Í starvsvenjing í Íslandi: Ása Maria og Rebekka á rossagarði í Akureyri


2

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Miðlabreytin í Nám X gevur longu sítt triðja blað út Eftir at Nám X byrjaði sum sjálvstøðugt skúlatilboð í Tórshavnar kommunu í august 2010, og Miðlabreytin – ið er eitt av breytatilboðunum í Nám X – sostatt virkar á einans øðrum ári, gevur Miðlabreytin longu sítt triðja blað út. Blaðið, tygum sita við, er skrivað og sett upp av næmingum í føroyska fólkaskúlanum. Og so seint

sum 1. mars sóu vit enn eitt framúr avrik av næmingum í Nám X, tá tær báðar Gunvør Hvalsrætt og Laila Sofie Midjord úr íverksetingarbreytini í Nám X vunnu FM í íverkseting, ið Íverksetarahúsið skipar fyri. Annar partur av skúlaárinum er starvsvenjing, og vit hava prátað við lestrarvegleiðaran í Eysturskúlanum.

Lestrarvegleiðarin noyðist at hava nótina úti alt árið - Tá tú skalt fáa uml. 200 næmingar úr 10. flokki – Nám X – og uml. 60 næmingar úr 9. flokki út í starvsvenjing krevst, at tú hevur gott samband við vinnulív og stovnar, sigur lestrarvegleiðarin í Eysturskúlanum, Geyr Gilsteinsson. Nú næmingarnir eru komnir aftur í skúla eftir tvær vikur í starvsvenjing kann staðfestast, at alt hevur gingið sum eftir ánni. Longu í oktobur byrjar Geyr sínar fyrireikingar. Hann hevur uml. 200 næmingar úr Nám X í Eysturskúlanum, og uml. 60 næmingar úr 9. flokki, ið skulu í starvsvenjing í hesum skúlaárinum. Og hesar fyrireikingar hava givið afturljóð í afturmeldingum,

hann og næmingarnir hava fingið frá virkjum og stovnum, ið hava hýst næmingum starvsvenjingarrúm. - Øll hava verið væl nøgd við næminganna avrik, eins og næmingarnir hava sagt frá, hvussu væl fyrireikaði stovnar og virki hava verið. - Hóast strævið til tíðir, fegnist eg um úrslitið, sigur Geyr at enda í stuttum práti. Geyr Gilsteinsson, lestrarvegleiðari

www.namx.fo Miðlabreytin Útgevari: Miðlabreytin í Námi X 2011/12.

Snið og uppseting: Edit, Sverri Egholm. www.edit.fo.

Eintøk: 7.500 í hvørt hús í Tórshavn.

Samband: namx@namx.fo www.namx.fo

Prent: Prentmiðstøðin


NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Saman við okkum røkkur tú longri www.banknordik.fo

3


4

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Nám X í Berlin við Smyril Line Longu, tá Nám X var úti í ymsu skúlunum og bjóðaði seg fram tíðliga á vári 2010, varð greitt frá, at námsferð var partur av skúlaárinum í Námi X. Arbeitt varð síðani við fyrireikingunum til ferðina. Ferðamálið var Berlin – søguligi høvuðsstaður Týsklands. Hósdagin 17. mars 2011 setti Norrøna kós ímóti Hirtshals í Danmark við uml. 150 næmingum og 13 lærarum. Ferðin við Norrønu var góð við góðum veðri og góðari tænastu umborð. Martin Dam Joensen, ið starvast hjá Smyril Line var við hópinum á ferðini, og royndi ótroyttiligur at skapa rammurnar fyri næmingum og lærarum. Ikki var neyðugt hjá næmingum at keða seg umborð. Góður tónleikur, kapp-ingar og máltíðir myndaðu ferðina. Eftir ferðina við Norrønu, stóð drúgv bussferð fyri framman.

Granskingarferð í grannalagnum Sunnumorgunin fór hópurin at spáka í grannalanum

rundanum Amstel House, har vit búðu. Veðrið var sera gott, og várið setti dagsskránna. Áin ’Der Spree’, ið rennur ígjøgnum Berlin, Otto von Bismarck o.o. bjóðaðu okkum vælkomnum.

Berlin on bike Berlin á súkklu. Ein sera forvitnisligur háttur at síggja ein bý. Ein túrur, ið vardi einar 3-4 tímar, og sum veruliga gav okkum eina fatan av søguliga býnum. Vit súkklaðu so at siga á leivdunum av Berlin-múrinum, ið jú sum kunnugt býtti Berlin í tveir partar í stívliga 30 ár. Nám X til OL Nám X var á sama leikvølli, sum Jesse Owens gjørdi bart í 1936. Søguliga lotið fór yvir vøllin, tá vit trinu inn á áskoðaraplássini. Hesin leikvøllur varð endurbygdur eftir kríggið, men hóast hann nú stendur í nýggjum líki, er hann minnið um valdsmisnýtslu Hitlers í roynd hansara at hevja arisku rasuna yvir aðrar rasur.

Mannaættin týnir seg sjálva Týningarlegan Sachsenhausen liggur sum ein ímynd av ræðuleikunum frá seinna veraldarbardaga, og minnir mannaættina á sína egnu samvitsku. Næmingarnir vórðu týðiliga merktir av knappliga skiftinum frá pulserandi býarlívinum í nýmótans metropolinum Berlin til dundrandi tøgnina, ið møtti okkum við portrið inn til Sachsenhausen. Savnsvitjanir Hósdagin 24. mars spákaðu vit inn í miðbýin. Veðrið var frálíkt, og vit sóu mangt forvitnisligt á leiðini. Stutt sagt alt tað, ið kundi væntast av einum stórbýi – einum høvuðsstaði. Komin inn í miðbýin vitjaðu vit fyrst ’Checkpoint Charlie’ – ið var eitt tað kendasta marknaðarliðið millum Eystur- og Vesturberlin. Ein framsýning inni í savninum vísti okkum m.a. allar rýmingarvegirnar, ið serliga eysturtýskarar høvdu roynt. Sum heild sera áhugaverdar myndir og frásagnir. Síðani vitjaðu vit Jødiska

minnissavnið, ið umframt sína søgu – eisini stendur sum ein arkitektonisk perla. Dagurin endaði heima á vallaraheiminum við karaoke kapping millum bæði næmingar og lærarar.

Seinastu myndirnar av Berlin Seinasti dagurin var fríggjadagur, har næmingarnir sjálvir kundu rannsaka býin eina seinastu ferð. Avtalað varð at hittast aftur á vallaraheiminum til nátturða – grillaðan búff. Síðani var felagssangur og føroyskur dansur á skránni, og á henda hátt gjørdist klokkan skjótt 23.00 – tá heimferðin byrjaði við bussferðini aftur til Hirtshals. Nám X vitjar aftur á gamlar gøtur Tíðin nærkast… 19. apríl í ár fara 140 Nám X næmingarog lærarar við Smyril Line til Berlin. Heimkoma verður 10 dagar seinni, og verða vit heima aftur 29. apríl. Vit gleða okkum aftur at uppliva tær gyltu løturnar umborð á Norrønnu við góðum

uppihaldi, blíðskapi og góðum mati. Væntandi stendur Otto von Bismarck í sama várhýri við ánna Der Spree og ynskir okkum vælkomnum. Bismarck var ríkiskanslari í Týsklandi, og umboðaði ein samfelagsskipan og eina mentan, ið hevur fostrað manga glæsiliga hugmyndafrøði og mangt glæsiligt mentanarligt avrik. Mentanin er jú mátistokkur av samfelagnum – og hesin mátistokkur sigur okkum m.a., hvussu samfelagsins harrar fara við mentanarfólkum sínum. Ein spegilsmynd av yvirvøldini so at siga. Hesar ferðir burtur í onnur lond hava í allar tíðir havt týdning fyri menningini og sannkenningini av einum samfelagi. Tískil síggja vit í Námi X tílíka ferð sum sera týðandi tátt í skúlatilboði okkara. Sjónarringurin verður víðkaður og vinarbond verða knýtt. Komin aftur av slíkari ferð, eru næmingar okkara nú heimsborgarar – til reiðar at taka við avbjóðingum. Vit gleða okkum!


5

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

BÍLIGAR BÓLKAFERÐIR VIÐ NORRÖNU Vit hava hópin av góðum tilboðum til bólkar. Góðu karmarnir umborð á Norrönu gera, at frítíðin byrjar longu tá tit eru komin umborð.

TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO

MI PRÍSDLØIN ÚR TIL BER

0 7 6 . 3 VØNN H I R Y F

Írokna ð við No : Ferð r bussur rönu + 1 vika til Berlin + áv við mo allarheimi rgunm ati

BERLIN BERLIN ER VERT EINA VITJAN Býurin er á tremur við mentan og søgu frá 2. heimsbardaga og kalda krígnum. Vitjið m.a. Check Point Charlie, Sachsenhausen týningarleguna, Olympiastadion, Reichstag og Brandenburger Tor. Berlin er eisini nýmótans og spennandi, við øllum hentleikum ein kann hugsa sær. Farið t.d. á shoppingtúr í Berlin Mitte, sum bjóðar alt tað nýggjasta nýggja – harumframt eru prísirnir enntá betri enn í Danmark. Líkamikið hvørji áhugamálini eru, hevur Berlin heilt víst okkurt at bjóða øllum. SMYRIL LINE, TEL 34 59 00 · WWW.SMYRILLINE.FO


6

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Trygd hugsar um teg - Barba Ákadóttir Poulsen, ið hevur verið í starvsvenjing í tryggingarfelagnum Trygd sigur, at slagorðið hjá Trygd hóskar væl til upplivingina, hon hevði í starvsvenjingartíð hennara. So kom tann áhugaverda tíðin aftur, har vit næmingar skuldu velja okkum eitt stað, vit vildu sleppa í starvsvenjing teir 14 dagarnar, starvsvenjingin er. Vit fingu eitt pappír, har vit skuldu skriva okkara ynski á.

Trupult at velja starvsvenjingarstað Eg hugsaði meg sera væl um, og leingi. Nógv pláss vóru longu farin, og tí var tað ringt at finna nakað. Tá kom mær brádliga til hugs “Trygd”. Hvussu gongur teirra arbeiði fyri seg niðri í Trygd, og hvat er Trygd í heila tikið? Eg ivaðist ikki eina løtu í, at hatta var tað, eg vildi royna. Vit gjørdu so eina roynd og ringdu oman til Trygd og spurdu, um tað var ein møguleiki at fáa ein næming oman í starvsvenjing í 14 dagar. Tað gekk ikki leingi, til vit fingu svar, at tað vildu tey gjarna og vóru tey sera spent at fáa meg oman har. Eg var sera fegin um tey góðu boð, og spenningurin gjørdist sjálvandi størri. Eg møtti Trygd Mánamorgunin 6. februar skuldi eg møta niðri í Trygd. Tann móttøkan, eg fekk, tá

eg kom oman har kundi ikki verið betur. Øll vóru líka fitt, blíð, fyrikomandi og smílandi, og eg fekk beinanvegin eina góða kenslu at vera har. Tey greiddu mær fyrst frá, hvat Trygd veruliga var og hvat tey gjørdu. Síðani vístu tey mær runt í teirra vakra bygningi. Áðrenn farið varð til verka, fekk eg góðan morgunmat, og soleiðis var tað hvønn morgun. Á døgurða fingu vit eisini góðan mat hvønn dag. Av tí, at øll vóru savnaði á døgurða, var tað lættari at koma at kenna fólkini, ið arbeiddu har. Har fekk man eitt prát við tey, og eg kundi greiða teimum frá, hvør eg var og hvat eg gjørdi til gerandis, o.s.fr.

Mín arbeiðsdagur í Trygd var fjølbroyttur Eg byrjaði á skaðadeildini, har eg var alla fyrstu vikuna, umframt nakrar dagar næstu vikuna. Har vístu tey mær, hvussu tey arbeiddu og hvat tey arbeiddu við. Uppi á skaðadeildini ringja fólk um skaðar, onkur vil stovna ein skaða, meðan onnur ringja og spyrja ymiskt um sínar skaðar. Har kemur postur, ið skal skiljast, skráseting bæði av

inn – og útgjøldum, o.s.fr. Eg lærdi meira fyri hvønn dag, og eg dugdi meira fyri hvønn dag, og slapp at royna meg sjálva. Tað var ikki leingi, so var eg eisini ein partur av tí dagliga arbeiðinum. Arbeiðið var eisini fjølbroytt, sat við telduna og aftaná døgurða var eg og arbeiddi í goymsluni. Uppi á skaðadeildini arbeiða sýnsmenninir eisini. Sýnsmenninir fara út at kanna skaða. Eg var so heppin at sleppa út við heili tvær ferðir. Fyrstu ferð fóru vit at hyggja eftir nøkrum bilskaðum. Aðru ferð fóru vit út at hyggja eftir einum kjallara, ið var brendur niður. Næstu vikuna var eg nakrar dagar á privatdeildini. Har vístu tey mær, hvat tey arbeiddu við, og eg slapp beinanvegin at arbeiða sjálvstøðugt. Har skuldi postur eisini skiljast, postur skuldi gerast klárur at senda, og arbeiði skuldi gerast á telduni. Hóast nógv telduarbeiði var, var tað sera fjølbroytt, og tí var tað ikki keðiligt, og hvør arbeiðsdagur hevði altíð okkurt nýtt at bjóða.

Takk til Trygd Tað hevur nógv at siga fyri

næmingin, at hann merkir seg vera við í arbeiðinum, og at hann sleppur at royna ymiskt. Eisini er tað týdningarmikið at hava góð fólk rundan um seg, ið gera arbeiðsdagin góðan. Eg eri sera glað fyri mítt val at fara í starvsvenjing hjá Trygd. Eg var við í arbeiðinum,

slapp at royna ymiskt og hevði sera góð fólk rundan um meg, ið gjørdu mínar dagar til dagar, eg fari hyggja aftur á við einum stórum smíli. Eg vil takka Trygd fyri tvær sera góðar, áhugaverdar, gevandi og læruríkar vikur.


7

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Ferðatrygd um allan heim

www.trygd.fo


8

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Virgar við tingsins røðarapall

Næmingarnir taka eitt prát við Bjørn Kalsø

Eldhugaður ungdómur úr Nám X í løgtinginum Ungdómstingið 2012 hevur verið í hesum døgum. Her hevur ungdómurin havt møguleika at bera rødd sína fram. Ymisk uppskot og lógir vórðu endavend í løgtinginum. Nevndararbeiði og viðgerðir av innkomnum málum vóru, og síðani skuldi álit skrivast um tey uppskot, sum vunnu frama. Atkvøðugreiðsla var týsdagin 7.februar um uppskotini. Eisini var møguleiki hjá ungdómspolitikarunum at seta landsstýrismonnunum ófráboðaðar spurningar. Úr Nám X vóru 9 luttakarar, sum allir hava fakið samtíð í Nám X hetta skúlaárið. Uppskotsstillarar vóru Hervør Pálsdóttir og Jógvan Højgaard. Ein framúr væl eydnað framløga við sera góðum grundgevingum frá teimum báðum Nám X-arunum.

Ungdómstingið og mótmælisgonga Nevndarviðgerðir, álit, atkvøðugreiðsla, mótmælisfólk, landsstýrisfólk og móttøka. Hetta vóru bert nøkur av lyklaorðunum, sum ungdómspolitikararnir úr Nám X upplivdu í løgtingium. Vit skriva 7. februar 2012-

tryggari internetdagurin, har ljós varð varpað á tryggari internet í øllum heiminum – og har námsfrøðingar í Føroyum bardust fyri størri virðing og sømiligari korum í arbeiði teirra. Tey hertóku Vaglið við sangi og rungandi røðum. Nám X-luttakararnir vóru frá byrjan av sera ídnir og ágrýtnir og varpaðu sanniliga sterkt ljós á ungdómstingið henda dagin. Níggju álit skuldu skrivast í teimum ymisku nevndunum til tey 9 innkomnu uppskotini, sum umboðaðu ungdómstingið anno 2012. Níggju sera ymisk uppskot - frá prutlkoyring til fjarlestur í Føroyum. Atkvøtt varð og trý uppskot vórðu vrakað. Annað av uppskotunum hjá Nám X, um at skipa fjarlestur í Føroyum, kom ígjøgnum nálareygað við 17 atkøðum fyri og 15 ímóti. Hitt uppskotið, um broyting í fólkaskúlalógini um at fáa heimsátrúna/mannarættindi inn í framhaldsdeildina sum sjálvstøðuga lærugrein, fall. Úrslitið gjørdist 16 atkvøður fyri og 16 ímóti. Landsstýrisfólk svara fyri seg Eftir døgurða kom hin spennandi løtan. Landsins hægstu skuldu svara

“ófráboðaðum” spurningum frá teimum 32 ungdómspolitikarunum. Spurningarnir fevndu víða - frá tunnilsgjaldi til pensjónir og verkfall. Spurningar, settir landsins ráðandi, alt ímeðan mótmælisgongan hjá námsfrøðingum í verkfalli setti dám á Vaglið uttanfyri løgtingshúsið.

Ungdómurin sjónligari At enda fingu fjølmiðlarnir høvi at møta ungu politikarunum. Her fingu tey høvi at bera sjónarmið síni fram í einum almennum rásarúmi. Einki er at taka seg aftur í, at ungdómurin er vorðin ein sjónligari bólkur í samfelagnum; hann hoyrist og sæst.

Tey atkvøða

At skilja, hvussu hann hugsar, hvørjar dreymar hann hevur, hvørjar myndir hann hevur av sínum landi, av sær sjálvum og hvørjar hugsanir hann hevur um framtíðina, er vorðið ein størri leiklutur í gerandisdegi teirra ungu.

Styttri millum ungdómin og tey ráðandi ? Tey luttakandi vóru øll á einum máli um, at dagarnir í løgtinginum høvdu givið teimum størri kunnleika og innliving í gerandisdagin hjá teimum ráðandi. Samanumtikið, nakrar sera spennandi og avbjóðandi løtur fyri tey ungu hesar dagarnar í ungdómstinginum 6. og 7. februar 2012.

Hervør leggur uppskot fram


9

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

t.d. Clarion CZ101E

Clarion CZ201E

Clarion CZ501E

999,-

1499,-

2199,-

Bluetooth: 8

USB: MP3: AUX: iPod-stýring:

200W

399,-

350W

499,-

Nú umboða vit eisini nógv ymisk sløg av bilanleggum og tilhoyr so sum, Hátalarar - ISO stik - Forsterkarar og Subwoofarar.

J.C. Svabosgøta 60 100 Tórshavn

Tel: 250 000


10

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Ungur Nám X-ari við skaldargávum Rebekka Petersen er 17 ára gomul, og gongur í Nám X. Hon hevur stóran áhuga fyri skaldskapi og tónleiki. Hon hevur skrivað yrkingar og skrivað løg, sum hon og onnur hava sungið.

Rebekka hevur, hóast ungan aldur, framleitt nógv ymiskt innan listaheimin. Rebekka er sera evnaríkur tónleikari, og hevur m.a verið við á nýggju fløgunum hjá Guðrið Hansdóttir og Petur Pólsyni. Rebekka hevur skrivað ungdómsleikin ‘Kennir Tú Margar?’, sum fekk stóra undirtøku, tá hann varð leiktur fyri fullum húsum. Rebekka hugleiðir her um ungdóm og framtíðardreymar. Øll droyma. Vit droyma nógv; í øllum førum hvørja nátt, og so nakrar ferðir um dagin eisini. Eg havi ofta hugsað, at vit kanska eru á einum øðrum staði, tá ið vit droyma, men eg veit ikki. Tá ið eg sovi, droymi eg næstan altíð dreymar, sum ikki høvdu kunna verið í veruleikanum. Tó ikki heilt framtíðardreymar. Eg veit ikki heilt,

um vit droyma so nógv um hana longur - framtíðina. Eg geri í øllum førum ikki. Eg minnist, tá ið eg var yngri, at eg droymdi um at gerast sangari, løgreglufólk, sjónleikari og so framvegis. Eg minnist eisini, at tað vóru nógvar gentur, ið vildu verða prinsessur. Men so gjørdust vit eldri og meira veruleikakendar. Mínir framtíðardreymar í dag eru ikki nógvir. Tónleikur og at skriva er heilt avgjørt tað, ið fær mítt hjarta at sláa. Tó er tað soleiðis, at heimurin er bygdur so, at hetta er rættiliga torført at liva av. Av hesi orsøk verði eg næstan noydd at fáa mær eina útbúgving og seinni eitt starv, so eg kann vinna mær pening. Eg hevði væl tímað at verið fólkaskúlalærari ella at lisið guðfrøði. Tó talar lærarin meira til mín - av einari ella aðrari orsøk. Kanska tí, at útbúgvingin til guðfrøðing tekur

heili 6 ár. Nei, eg veit ikki. Hóast alt dugi eg at síggja, at eg verði ongantíð lærari. Eg tími ikki at fáa mær eina útbúgving. Eg tími ikki í skúla fyri at fáa mær eina miðnáms útbúgving og síðani á læraraskúla. Alt ov nógvur skúli. Tíðin er beint her. Eisini framtíðin. Vit liva í tíðini, allatíð. Fyrr ella seinni rokni eg við, at eg verði ov sein, og tíðin er uppi. Men tú kanst altíð droyma. Ella kanst tú? Eg haldi, tað er tað, vit nýta tíðina til; at droyma. Hugsa og droyma. Vit gloyma, at tað ræður um at fáa tankarnar út í lívið eisini. Hví hugsaðu vit ikki tað? Tað gjørdi eg, og geri tað enn. Men tað er ikki so lætt, sum tað átti at verið. Vit áttu altíð at droymt í svøvni, í allar ævir. Men so hevði kanska eingin meining verið við lívinum, um tað nú er tað.

Um hetta tíðarskeiðið í lívinum verða vit spurd dag og dagliga, hvar vit fara aftaná fólkaskúlan og so framvegis. Eg veit ikki, hvar eg skal fara. Eg verði bara verandi her onkustaðni. Eg hevði ynskt, at vit altíð høvdu verið børn. So høvdu vit sloppið undan lívsins stóru spurningum og avgerðum. So høvdu vit kanska als ikki droymt, tí vit vistu, at tíðin fór ongan veg, og vit høvdu spælt øll heimsins spøl í allar ævir. So eru tað foreldrini. Foreldur eru sum Guð. Guð yvir tí, sum tey hava skapt. Børnini, hasi neyðars børnini. Vit skulu akta, gera tað, sum tey siga, og næstan altíð tað, sum tey halda. So byrja vit at siga, halda, og ikki akta. Tá kemur fellan. Freistingin. Vit eta tað súra eplið. Vit byrja at duga at hugsa. Men Guð ræður líka til

dagin, vit hava livað í 18 ár. Tað, sum undrar meg mest er, hví vaksin mest av øllum ikki skilja hetta her, tí tey hava sjálvi verið í somu støðu einaferð. Vit skulu til arbeiðis, ganga í skúla, vaska upp og turka av. Eg tími ikki. Eg orki ikki. Men nei. Guð skal gera av. Í gjár var í dag í morgin. Í dag er her. Onkran dagin fer í dag ikki at verða til, og í morgin fer ikki at koma. Kanska verður tað í morgin, og kanska verða allir dreymarnir og allar ætlanirnar aldrin til nakað annað enn tankar, sum tá fara at verða einki. Øll hava gloymt tankarnar, sum einaferð vóru. Framtíðin kom aldrin, og tíðin gavst at anda. Eg átti at droymt nú, tá tíðin enn er til. Tá eg eri til.


11

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Ferðafrælsi Bon jour, hello, guten tag, hallo, ciao, hola, davs!! Ferðast í Evropa við Frælsi talutíð vodafone.fo

Allir Frælsi talutíðarkundar hjá Vodafone hava Ferðafrælsi, sum merkir at tú kanst brúka talutíðina uttanlands.. Ferðafrælsi kann nýtast í flestu evropeisku londum. Tú rindar vanligt reikingargjald við Ferðafrælsi. Áfyllingin kann gerast á vodafone.fo.


12

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Frá bakara til lærara

Sum 16 ára gamal fór hann til London at venja við Arsenal. Síðani hevur hann eisini spælt við m.ø. Birmingham City. Nú er hann aftur í Føroyum og leikar fyri barndómsfelagið B36, eins og hann eisini lesur á Føroya Læraraskúla. Navnið er Ingi Højsted.

Skrivað hevur Sverri Skaalum, miðlanæmingur

Ingi endurgivin: “Ein og hvør lærari eigur at vita, at tað at “læra” er ein tilgongd ímillum menniskju, og at hann tískil fer við næmingunum sum slík – sum menniskju”. Ingi endurgivin: “Mær dámar nokkso væl tann mentanarstovn, sum skúlin er - og teir karmarnar, ið eru í einum skúla. Og so tað, at arbeitt verður við nøkrum fakligum - sjálvur dámar mær væl rokning og alis- og evnafrøði”. Miðlabreytin hevur prátað við Inga Højsted, sum vit best kenna sum fótbóltsleikara. Men visti tú, at hann einaferð droymdi um at gerast bakari? Hann lesur nú til lærara á Føroya Læraraskúla.

Hví valdi tú at lesa til lærara? - Tað var kanska eitt sindur tilvildarligt, at eg valdi at lesa til lærara, sigur Ingi. - Tá ið eg var eini 12 ár, spurdu fólk meg altíð, hvat eg fór at vera, tá ið eg gjørdist stórur. Eg gekk altíð við hesari ætlanini um at gerast bakari, men fann seinni útav, at tað nokk ikki hevði

verið nakað fyri meg kortini. Eg tók studentaskúlaútbúgvingina í Havn, men aftaná at hava verið so leingi uttanlands, gongur tað veruliga upp fyri einum, hvussu fáir møguleikar eru í Føroyum, tá ið tað ræður um víðari lesnað. Tilboðini á Fróðskaparsetrinum talaðu ikki til mín, og eg endaði so við at velja at lesa til lærara, og eg haldi, at eg valdi rætt. Tá ið eg eri liðugur, kann eg fyri so vítt undirvísa í øllum fakunum í fólkaskúlanum, men úti á læraraskúlanum er tað býtt upp á tann hátt, at tú velur tvey “høvuðsfak”, sum tú so hevur 3. og 4. árið.

Hvat er ein góður lærari? - Tað er ikki nakað einfalt svar til spurningin. - Tað at “læra” er ein tilgongd ímillum menniskju - læraran og næmingarnar. Tað er umráðandi, at lærarin tekur atlit at júst hesum - nevnliga, at tilgongdin fer fram ímillum menniskju, og at lærarin tískil fer væl við børnunum, og børnini við læraranum. Hetta skal til, fyri at tilgongdin skal rigga, og at næmingarnir fáa nakað burturúr undirvísingini. So eru tað eisini nakrir fakligir spurningar. Tað

er umráðandi, at lærarin ikki bert dugir sítt fak, men eisini dugir tað nóg mikið væl, so at hann er førur fyri at koma við ymiskum vinklum. Eftir mínum tykki er hetta altumráðandi, um tú hevur næmingar, ið hava trupult við at skilja eitt ella annað - at lýsa fakið/evnið á fleiri ymsar hættir, og á tann hátt royna at gera fakið meira skilligt samstundis sum tú skapar áhuga hjá næminginum. Tað er týdningarmikið at tala til tann einstaka næmingin. Tað at seta seg inní sannroyndarheimin hjá tí einstaka, og á tann hátt at gera fakið áhugavert fyri persónin. Hetta er sjálvandi ein avbjóðing, tí at ikki allir næmingarnir hava sama útgangsstøðið - onkur hevur kanska verið happaður, ímeðan onkur kanska hevur betri hug at órógva í tímanum. - Ein lærari, sum eg hevði á HF er eitt gott dømi uppá hendan mátan at læra frá sær. Heldur enn at ganga “ov” høgt uppí ummælini, ella tað, at uppgávurnar vóru rættar, gekk hann uppí, at næmingarnir fingu áhuga í evninum. Kanska dugdi tú ikki alt, sum tú skuldi, nóg væl, men í mun til, hvar tú vart, tá ið tú byrjaði, hevði tú

flutt teg nógv. Sum 16 ára gamal royndi Ingi skúlaskipanina í Onglandi. Hann sigur, at hann sum næmingur hevur góðar royndir úr ensku skúlaskipanini.

Skúlagongdin í Onglandi Ingi skrivaði undir eina “Scholarship Contract” við Arsenal, og fór til Ongland at venja við U17 liðnum í 2002. - Í Onglandi er ikki loyvt at skriva sáttmála, fyrrenn ein er myndugur, so eg gjørdist “Scholar”, og skuldi ganga í skúla í Onglandi í 1½ ár. Tó skuldi eg bara ganga í skúla 1½ dag um vikuna fyri eisini at passa allar venjingarnar. Eg gekk í skúla mikudag, og mánamorgun høvdu vit so eisini onkra undirvísing. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at eg møtti kl. 9 inni í London, og hevði síðani undirvísing til kl. 15-16 mikudag. Eg fekk ein privatlærara, sum sjálvandi dugdi øll fakini, sum eg hevði. Hetta var eitt slag av skúlagongd, sum eg ikki var vanur við. Eg kundi t.d. ikki leggja meg niður at “sova”, tá ið eg var troyttur. Hinvegin kundi lærarin altíð hjálpa mær, um

tað var onkrum, eg ivaðist í, so vit vóru altíð í gongd. Skúlagongdin var annars nokkso rólig/avslappað - . Ingi steðgar á – Tað er nokk rættari at siga, at hon var meira smidlig, tí eg hevði ikki nakra tímatalvu, men heldur tóku vit tey fakini upp, sum eg hevði hug til at arbeiða við. Støðið var uml. tað sama sum í Studentaskúlanum, men eg gjørdist sum so ikki liðugur við nakað, tá ið eg vandi har niðri. Eg fekk eitt prógv fyri eina próvtøku, sum eg tók í Eysturskúlanum, ímeðan eg var heima. (Enski skúlin sendi papírini). Tá ið eg so kom heim, noyddist eg at taka HF - men góða undirvísingin, sum eg fekk í Onglandi, hjálpti mær allíkavæl væl. Kanska serstakliga innanfyri alis- og evnafrøði og rokning. Tað at læra er annars nakað, ið hevur stóran týdning fyri meg skúlin er so mikið týdningarmikil, og tað at røkja sítt vit og sínar gávur haldi eg vera nakað heilt grundleggjandi og sera týdningarmikið.


NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Vanlukkutrygging

Fyrivarin heldur

enn eftirsnarin Ein vanlukkutrygging er ein trygdarnót fyri teg og tíni. Onki er so virðismikið sum lívið og ein góð heilsa. Við eini vanlukkutrygging kanst tú tryggja teg fíggjarliga, skuldi tað óhugsandi hent – bæði til gamans og álvara.

trygging.fo

13


14

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Rebekka og Brynhildur

Í starvsvenjing í Íslandi

- Eg og ein vinkona hava verið í starvsvenjing í Íslandi. Vit vóru á einum rossagarði beint uttanfyri Akureyr, og talan gjørdist um eina fantastiska uppliving fyri okkum báðar.

Skrivað hevur Rebekka Dahl McBirnie, miðlanæmingur

Tvørtur um Ísland í minibussi Vit høvdu báðar hugsað nógv um, hvar vit skuldu fara í starvsvenjing. Vit høvdu ikki hug at royna nakað ‘vanligt’ stað so sum barnagarðar, Nørrøna ella líknandi. So kom eg at hugsa um at senda ein teldupost til tey, ið eg keypti rossið hjá mær frá seinasta ár, og spyrja, um tað var møguligt at koma har í starvsvenjing í tvær vikur. Tað var alt í fínasta lagi, og tað endaði so við, at vinkona mín Ása Maria eisini kom við. Vit fóru við flogfari úr Føroyum fríggjadagin 3. februar, og høvdu eina langa ferð fyri framman. Vit lendu jú í Reykjavík, og skuldu við bussi til Akureyrar. Tá ið vit fingu eygað á bussin, sum skuldi koyra okkum næstu 6 tímarnar, gjørdust vit báðar líka bilsnar. Tað var ein lítil minibussur - og nú vit ikki hildu, at tað kundi gerast verri, sóu vit tríggjar lítlar, skríggjandi smágentur aftanfyri okkum í bussinum, sum skrálaðu allan vegin og sparkaðu í setrini hjá okkum. At enda komu vit so til Akureyrar, har fólkini, vit skuldu búgva hjá, bíðaðu eftir

okkum á bussstøðini. klokkan var nú 23. Vit koyrdu heim til garðin, sum liggur umleið 15 minuttir uttanfyri Akureyr. Vit fingu okkurt at eta, og so var tað annars beint í song.

Gerandisdagurin á garðinum Teir fyrstu dagarnar nýttu vit til at laga okkum til mannagongdirnar á garðinum og royna at læra okkum tað grundleggjandi í íslendskum. Vit lærdu øll rossini at kenna, hundarnar Tinni og Kolla og fólkini, sum vóru har á garðinum. Á garðinum búðu familja hjá bæði Viðar og Ollu, umframt at vinir høvdu ross á garðinum. Tað tók eina løtu at laga seg til lívið á garðinum. Vit skuldu tíðliga upp hvønn morgun at sópa 17 boksir, og so at ríða. Vit riðu í 1-2 tímar, og so var tíð at geva rossunum hoyggj, og at fara inn í húsið at eta. Aftaná var tað útaftur í fjósið at ríða, og annars gera ymiskt fyrifallandi arbeiði í fjósinum. Fyrstu vikuna vóru vit til tvær kappingar. Eina innandura, har Viðar og ryssa hansara, Björg, endaðu á 2. plássi við flottum karakterum, og eina uttandura á frysta vatninum í Ólavsfirði, har kappast varð í tölvt. Har endaðu Viðar og sama ryssa hansara á 7. plássi - eisini við flottum karakterum.

Eftir fyrstu vikuna vóru vit báðar vorðnar sterkari í íslendska málinum, og høvdu tillagað okkum lívið á garð-inum, men arbeiðið gjørdist ikki lættari. Heldur arbeiddu vit enn harðari, og fingu ábyrgd av øllum garðinum og øllum rossunum, um tey skuldu inn til Akureyrar um dagin. Vit komu at kenna fleiri fólk, og fóru eisini saman við Fanndis, ið er dóttur Viðar, heim til vinkonur hjá henni, og eisini inn til Akureyrar í vikuskiftinum.

Óhapp í kjallaranum Ein av teimum seinastu døgunum hendi nakað ræðuligt. Vit skuldu inn til Akureyrar, og tí vóru vit á veg yvir í húsið at skifta klæðir. Tá vit komu nærri, hoyrdu vit roykalarmin ýla, og roykur kom út ígjøgnum vindeyguni í kjallaranum, har okkara kamar var. Fyrsta hugsanin hjá okkum

báðum var, at nú var eldur í, og vit runnu yvir til hurðina og duttu næstan afturav av hita og royki, sum kom út ígjøgnum hurðina. Stoppkranin til undirgrundsvatnið var loysnaður, so har var kókandi heitt vatn upp til øklarnar allastaðni. Eg rann yvir í fjósið at siga tað við Viðar og Ollu, og tey vóru skjót yvir og fingu steðgað vatninum. Men skaðin var hendur. Alt var gjøgnumbloytt - alt innbúgv í kjallaranum, og vatn var farið undir parkettgólvið, og so sjálvandi eisini øll tingini hjá okkum, sum lógu á gólvinum í kamarinum. Klæðini vóru gjøgnumbloytt, teldan hjá Ásu Mariu var oyðiløgd, og annað, sum hevði ligið á gólvinum var eisini oyðilagt ella gjøgnumbloytt. So allur dagurin varð nýttur at fáa alt út úr kjallaranum, og at pumpa vatn burtur og at turka klæðir. Aftaná óhappið við

vatninum var alt sum vanligt aftur, og arbeiðið í fjósinum skuldi gerast. Vit fluttu upp í sovisofuna í stovuni, og svóvu har seinastu 3 dagarnar. Seinasta dagin fingu vit loyvi at royna bestu ryssuna á garðinum, Björg, sum var toppstjørnan og ein kend ryssa í Akureyri. Vit riðu hana báðar tvær, og fingu góðar myndir av okkum og ryssuni.

Heimferð So var tíðin komin til, at vit skuldu koyrast inn aftur til busstøðina í Akureyri og siga farvæl við øll rossini og fólkini. Sjálvt um vit báðar høvdu kunnað verið har nógv longri, so var tað eisini deiligt at vita, at um nakrar tímar, so var man heima aftur hjá familju og vinum. Vit søgdu farvæl við Viðar og Ollu á bussstøðini, og fóru avstað við bussinum. Hesaferð var tað tíbetur ein stórur bussur. Vit yvirnáttaðu eina nátt í Reykjavík hjá familju hjá Ásu Mariu, og fóru síðani heim við flogfarinum næsta dagin og veittraðu farvæl til Íslands. Tað var ein fantastisk og lærurík ferð, sjálvt um vit vóru troyttar og veikar í kroppinum til endans. Vit fara heilt vist aftur á sama garð einaferð í framtíðini.


15

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Fjósini

Àsa Maria og Geisli

Rebekka og Björg

Rebekka og Ása Maria á Perlu og Villingi

Rebekka uttanfyri garðin Viðar og Björg nummar 1 í fjórgongd

Aftaná vatnskaðan

Viðar og Olla, eigarar av garðinum Rebekka og Ása Maria


16

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Í starvsvenjing í Tjóðpallinum - Tað verður helst ikki í mínari tíð sum stjóri, at Tjóðpallurin fær nýggjar og betri karmar at virka undir, sigur Jenny Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya Skrivað hevur Sarita Holm Thomsen, miðlanæmingur

Tjóðpallur Føroya Í viku 6 og 7 vóru næmingarnir í Nám X í starvslæru runt um í Føroyum. Í hesi tíðini var eg á Tjóðpalli Føroya í Havn. Tjóðpallurin fór undir sítt virksemi í 2005 – hetta hóast lógin um Tjóðpall Føroya varð samtykt í 2003. Sìðani tá eru nógvir ymiskir leikir framførdir, ið røkka út til bæði ung og gomul. Nakrir av teimum leikunum, ið hava verið sera væl umtóktir, eru: ”Sellofan”, ”Í Geyma”, ”Meðan vit bíða eftir Godot”, ”Reinsan” o.m.a. Tjóðpallurin í skrivandi løtu Í løtuni eru tey í ferð við ein nýggjan leik, ”Breaking the Waves”. Hann snýr seg um tí óseku Bess, ið er uppvaksin í einum strangum átrúnaðarligum heimi í eini bygd – og sum so giftist við Jan, ið arbeiðir á boripalli – og sum hevur heilt onnur lívsvirði. Tá ið hann so fær skaða og verður lamin í øllum kroppinum, veit Bess sær eingi onnur ráð enn at venda sær til Guð. ”Breaking the Waves” er eftir filminum hjá danska leikstjóranum Lars von Trier. Frumframførslan av leikinum verður 24 mars.

Mínar upplivingar á Tjóðpallinum Fyrsta dagin eg var, var ætlanin, at leikstjórin, Gudjón Pedersen, skuldi koma, men hann var tíverri veðurfastur. So fyrsti dagurin hjá mær gekk uttan stórvegis arbeiði. Men tá ið hann so var komin, og allir leikararnir høvdu fingið handrit, fóru tey at venja. Men ein leikur er ikki fullfíggjaður, tá tú hevur søguna

og leikarar. Afturat tí skal pallurin gerast, leikgripir og búnar skulu finnast o.s.fr. Vit fóru so niðan í Sjónleikarhúsið, eftirsum at tey hava eitt sindur størri úrval í búnum, enn Tjóðpallurin hevur. Tað er ikki bara at siga tað, og tá ið vit vóru liðug, høvdu vit nógv meira klæðir, enn neyðugt var. Men man kann aldrin vera ov varin. Meðan eg var har, slapp eg

eisini at práta eitt sindur við Útvarpið. Føstulávint var um hesa tíðina, og sostatt eisini grýluhald, og tískil var grýlutema í barnaútvarpinum. Jensina Olsen kom so oman til Tjóðpallin at spyrja um búnar, og hvat, ið hevði verið stuttligt at latið seg í. Jensina royndi nakrar av mongu búnunum, ið eru har og royndi eisini at smakka uppá tað ‘falska’ blóðið.

Eg fekk heitið ‘Triðja-val’ har niðri í Tjóðpallinum, tí eg segði teimum, at eg hevði valt Tjóðpallin sum triðja val. Men eg eri so glað fyri, at eg endaði har. Øll fólkini vóru so vinarlig. Ein vinkona hjá mær hevði verið har fyrr, og hon hevði havt tað so stuttligt, at eg helt, at eg mátti royna tað. Og eg havi altíð havt áhuga fyri sjónleiki, so tað passaði so væl til.


17

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Superlág renta

Útgjaldið er einans 25%

Dømi:

Nýggi Auris 1.6 T2 kr. 244.850,Útgjald kr. 61.250,-

Mðr. gjald kr.2.774,Vit taka gjarna tín bil í býti


18

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

FM í íverkseting í føroyska fólkaskúlanum

Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur aftur í ár skipað fyri íverksetarakapping fyri allar framhaldsdeildir í Føroyum. Hendan kappingin er sera væl umtókt, og seks skúlar høvdu meldað seg til kappingina í ár. Tað var ein sera hørð og spennandi kapping, og støðið var eisini høgt. Nám X, ið vunnu í fjør, fóru aftur í ár avstað við sigrinum.

FM-dagurin 1. mars - byrjaði við, at øll fingu morgunmat og hugnaðu sær saman í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Tá tosaðu vit við Lailu Sofíu Midjord og Gunvør Hvalsrætt úr Nám X, áðrenn tær skuldu á pallin at leggja fram. Tær vóru eitt sindur fjálturstungnar, men eisini vóru tær sera spentar. Vónirnar vóru góðar, og tær vónaðu at vinna við teirra uppskoti - tó vóru tær samdar í, at tað fór at vera ein hørð kapping. Sjálvsálitið er ein umráðandi partur av kappingini, men tað hildu tær var uppá pláss hjá teimum. Tær vóru uppsettar til kappingina og vónaðu, at alt fór at ganga væl - ella ‘’smooth’’, sum Gunvør segði. Aftaná morgunmatin fóru øll oman í stóra salin í Norðurlandahúsinum. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, setti dagin og bjóðaði øllum vælkomnum. Uni Arge var frásøgumaður í kappingini, og Nám X orkestrið spældi nakrar sangir. Síðani var tíðin komin at byrja kappingina. Nógv góð uppskot vórðu løgd fram, og ymisk vóru tey eisini. Tað gjørdi kappingina fjølbroytna og spennandi. Har var alt frá móta til endurnýtslu, frá grønmeti til ferðavinnu og frá upplivingum til heilivág. Tað var ógvuliga áhugavert at síggja, hvussu góðar framløgurnar vóru, og hvussu væl, tey dugdu at føra sítt virki fram. Nakrir flokkar høvdu longu funnið onkran, sum vildi

hjálpa teimum at framleiða vøruna saman við teimum.

Vit bíða eftir dómarunum Eftir framløgurnar var ein lítil steðgur, har dómararnir skuldu finna vinnaran. Tá fingu vit okkum eitt prát við Rana Nolsø, leiðara í Íverksetarahúsinum, ið hevur skipað fyri hesi kapping – nú longu tvær ferðir. Seinasta ár koyrdi hann eina pilot verkætlan í gongd, har tey bert høvdu spurt fýra skúlar, meðan í ár hava tey bjóðað øllum framhaldsdeildum í Føroyum at luttaka. Tað vóru seks skúlar, ið teknaðu seg til kappingina, so hetta er fyrsta finalan, sum er galdandi fyri alt landið. Tað vil siga, at vinnarin í dag er ársins íverksetaraskúli. - Kappingin hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí at fleiri ung síggja íverkseting sum ein møguleika. Fleiri ung fólk, sum hava áhuga fyri íverkseting fara at leita eftir íverksetingar-møguleikum, og tey fara at hugsa um at vera sjálvstøðug og vilja gera okkurt gott og nýtt fyri samfelagið. Skapa arbeiðspláss og vinnulív, sigur Rani Nolsø. - Tað var sera høgt støði, og tey dugdu sera væl. Rani Nosløe takkar skúlunum og næmingunum, sum hava tímað at tikið lut og teimum, sum hava arbeitt saman við Íverksetarahúsinum og hjálpt teimum. Rani Nolsøe var sera væl nøgdur við framførslurnar, og var glaður yvir, at tað hevði eydnast so væl. - Vinnararnir, sum vit fingu í dag, høvdu tað uppiborið. Tær vóru góðar, og høvdu eitt spennandi hugskot.

Hvat siga lærararnir? Vit tosaðu eisini við Inga á Smið, annan læraran í íverksetarabreytini í Nám X. Hann helt, at tað hevði gingið sera væl hjá øllum, og støðið var væl hægri enn í fjør. Um vit bara taka Nám X, so gekk tað ógvuliga væl hjá teimum - gott huskot, og næmingarnir dugdu væl at leggja sítt uppskot fram. Ingi er heilt vísur í, at komandi ár fer NámX aftur at tekna seg til kappingina, tí hetta kann vera framtíðin hjá teimum ungu, so vónandi fara nógv at velja íverksetarabreytina komandi ár, sigur hann við einum smíli. Ingi var saman við Peter Hentze Niclasen - hinum læraranum á íverksetarabreytini sera væl nøgdur við úrslitið. Teir hildu, at tað var ein hørð og spennandi kapping, og vistu tí ikki, hvønn veg tað kundi fara, men stoltir vóru teir, at tað var NámX, sum aftur vann í ár.

Fakta Íverkseting er at koma við hugskotum um nýggja framleiðslu. Dómarar vóru: Tór Verland Johansen frá Bank Nordik, Jónhild Rasmussen frá Føroya Tele og Kitty May Ellefsen umboðandi Íverksetarahúsið.

Dómsnevndin tikið avgerð Øll fóru inn aftur í salin, har dómsnevndin skuldi kunngera vinnaran. FM vinnarin av íverksetarakappingini var NámX í Eysturskúlanum. Vinnararnir vóru Laila Sofía Midjord og Gunvør Hvalsrætt, ið høvdu fyritøkuna LSG, sum hevði

verkætlan um at framleiða betri, blóðtynnandi heilivág, ið skuldi hjálpa fólki, ið hava havt ein blóðtøpp. Tær kallaðu heilivágin fyri Heparin, ið er gjørt úr laksaslógvi. Av tí, at nógv av laksaslógvinum fer burtur, sóu tær ein gyltan møguleika í hesum. Tær vóru sera nøgdar við úrslitið, og fáa tær íleggjarar til uppskotið, ætla tær at arbeiða víðari við hesum og vóna, at hetta uppskotið fer at gerast veruleiki. Á øðrum plássi var tað Stranda skúli. Tær høvdu eitt uppskot um ferðavinnu-upplivingar, so at ferðafólk, ið koma til Føroya, sleppa at uppliva føroysku mentanina - til dømis at royta og reka seyð, royna føroyska matin og gera prýðislutir úr føroyskum uppruna. Hetta fer at fara fram hjá einum bónda. - Ein góður møguleiki at fáa ferðafólk til Føroyar, og ein góð uppliving hjá teimum at royna ta føroysku mentanina, søgdu tær frá Stranda skúla at enda. Triðja pláss fekk Fuglafjarðar skúli. Teirra uppskot var eitt føroyskt grønmetisvirki. Eitt virki, ið selur og framleiðir føroyskt vistfrøðiligt grønmeti. Tær vóru ’fínasta slag’ nøgdar við úrslitið, og høvdu lært nógv av hesum. Hetta hevði heilt klárt verið ein møguleiki, og tær høvdu væl hugsað sær at arbeitt víðari við hesum, um tær fingu høli og fígging til tað.

Familja og vinfólk eisini í Norðurlandahúsinum Vit tosaðu eftir kappingina við ein stoltan pápa at Gunvør Hvalsrætt, ið sjálv on-

nur var vinnari. Arnold Hvalsrætt fortelur okkum, at hann og konan Eydna, vóru sera spent, tá ið tey kunngjørdu vinnaran. - Gunvør – dóttirin - hevur verið sera avslappað og málrættað hesa tíðina og hevur spurt pápan um hugskot til framløguna, og hann hevur roynt at hjálpt sum frægast. Hann ivast onga løtu í, at hon fer at klára seg sum sjálvstøðug. Hann er heilt vísur í, at uppskotið átti at komið út, tí nú eru so nógv fólk, sum liva so ósunt og tískil fáa blóðtøpp. Vit hoyra javnan í fjølmiðlunum um æðrasjúkur, og um hetta her kann gerast ískoytisheilivágur til tann ídnaðin, so eru tað stórir menningarmøguleikar í hasum.

www.namx.fo

Skrivað hava Birita Jacobsen og Óluva Dam Jarnfoss úr Málbreyt 1 í Nám X


19

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Stoltir lærarar og vinnararnir

Soleiðis sær roknistykkið út

Laila og Gunvør leggja uppskotið fram Dómararnir

Rani Nolsøe, fyriskipari

Vinnandi uppskotið Ungir tónleikaspírar úr Nám X seta dám á


20

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Netbankin sum app Avgreið tey flestu bankaviðurskiftini tá tað passar tær Við Netbanka sum app kanst tú m.a. • síggja salduyvirlit • síggja IBAN nummar • gera flytingar • gjalda rokningar • rokna gjaldoyra • fáa samband við bankan


21

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Í starvsvenjing á Sjóndeplinum Skrivað hevur Elin Mørkøre Dalberg, miðlanæmingur

Hvat er Sjóndepilin? Sjóndepilin er ein stovnur, har blind og sjónveik kunnu koma. Bygnaðurin er í trimum sjálvstøðugum eindum: 1) Ráðgevingin, sum er fyri alt landið, 2) eitt Dagtilhald, har blind og sjónveik koma ymsastaðni frá at gera ymiskt handaligt arbeiði s.s. at veva, binda, gera ymiskt úr træi og horni og ymisk sosial tiltøk og 3) Verkstaðurin á Traðabrekku, har blind og sjónveik, ið eru lættari seinment, eru virkin. Á Ráðgevingini arbeiða tveir ergoterapeutar. Tær fara út á heimavitjanir um alt landið við ymsum hjálpartólum, og eisini ber til at koma á Sjóndepilin at royna hjálpartól, til vegleiðing og somuleiðis til ymisk skeið. Á Dagtilhaldinum arbeiða ein ítrívsvegleiðari og ein vevari. Á Verkstaðnum eru ein snikkari og ein pedagogur, og starvsfólk frá dagtilhaldinum koma einstakar dagar. Á Íslandsvegnum er ein matmóðir, sum ger góðan mat til brúkararnar. Tel-

dufrálæra er eisini av og á. Har undirvísir ein blindur maður ein blindan mann við forritum, sum kunnu tosa. Leiðarin á stovninum er ergoterapeutur við serútbúgving sum vegleiðari fyri blind og sjónveik.

Hví í starvsvenjing á Sjóndeplinum? Eg var tvær vikur í starvsvenjing á Sjóndeplinum og slapp at fylgja við á øllum økjum. Tá fólk spyrja meg, hví eg valdi at fara á Sjóndepilin, má eg viðganga, at eg veit slett ikki hví, eg valdi júst tað. Eg helt, at tað ljóðaði sera áhugavert, og eg visti næstan einki um tað. Tí vildi eg fegin royna tað. Fyrsta dagin, eg møtti, fekk eg eitt prát við dagliga leiðaran, sum segði mær eitt sindur um stovnin, hvørjar uppgávur tey hava, og so greiddi hon stutt frá um nakrar eygnasjúkur. Hon var sera fitt, og eg visti beinan vegin, at hetta fóru at vera tvær spennandi vikur. Síðani varð eg blakað út í tað og skuldi ganga oman gjøgnum býin til ein annan verkstað fyri sjónveik við einum

brillum, so eg næstan ikki sá nakað. Tað var nógv verri, enn eg helt, tað fór at vera. Leiðarin á Sjóndeplinum var fylgisfólk, sum tað eitur millum tey blindu, har tann blindi heldur í arminum hjá fylgjaranum, so eg ikki rendi á nakað ella datt um nakað. Men tað, sum eg haldi var tað ringasta var, at eg ikki sá fólkini, sum gingu beint við og heldur ikki bilarnar – alt var kámt.

Tænasturnar á Sjóndeplinum Í starvslærutíðini var eg eisini runt í dagtilhaldinum, har eg slapp at royna nógv ymiskt handaligt, sum til dømis at veva og pussa lutir av horni. Eisini á verkstaðnum hjálpti eg starvsfólkunum at gera virknu lutirnar til, sum kravdu sjónina. Eg var eisini á nøkrum heimavitjanum við ergoterapeutunum. Tað var spennandi at síggja, hvussu tær arbeiða, og hvørji hjálpartól, tær hava. Hvønn einasta dag gjørdi eg okkurt spennandi, og eg keddi meg ongantíð. Seinasta dagin var eisini ein

ætlan løgd. Tá eg møtti um morgunin, fekk eg morgunmat saman við tveimum av starvsfólkunum. Men eg skuldi hava bind fyri eyguni. Alt var nógv torførari enn eg helt, at tað fór at vera. Tað var ringt at vita, nær koppurin var fullur, og eg dugdi illa at smyrja súltutoy á breyðið hjá mær. Men eg haldi, at eg lærdi nógv av tí, tí tær báðar, eg át saman við, fóru við mær sum við einum blindum. Tær søgdu mær, hvat var á borðinum, og hvar tað lá. Tosað varð út frá tallerkinum sum ein klokka – t.d. út frá kl.1 stendur glasið. Tær hjálptu mær eitt sindur, men eg skuldi royna at gera tað mesta sjálv.

Samanumtøka Síðsta dagin fekk eg eisini eitt prát við leiðaran Karin Kass, har vit tóku samanum, og eg kundi spyrja hana spurningar. Sum hon sjálv segði, so var tað gott, at eg nú hevði verið saman við teimum sjónveiku í tvær vikur, so var eitt sindur lættari at spyrja, tí nú hevði eg sæð, hvussu tey høvdu tað, og so fann eg kanska okkurt, sum eg undraðist á. Samanumtøkan

seinasta dagin var góður háttur at enda starvslæruna, tí tá merkti eg rættliga, at eg hevði fingið okkurt burtur úr. Hesar báðar vikurnar á Sjóndeplinum vóru ómetaliga góðar og spennandi. Eg haldi, at tey dugdu sera væl at taka ímóti praktikantum, og eg føldi, at eg slapp at síggja eitt sindur av vanliga arbeiðsdegnum hjá ymsu fólkunum. Øll vóru sera blíð, og eg føldi meg sera vælkomna. Tey virkaðu eisini sjálvi væl fyrireikað. Tey søgdu ikki bara: ”Set tú teg her, so skal eg finna uppá okkurt, sum tú kanst gera.” Tey høvdu harafturímóti gjørt mær eina ætlan fyri, hvat eg skuldi gera hvønn dag. Eg sat ikki og gjørdi einki, men eg hevði heldur ikki ov nógv at gera. Alt í alt eri eg sera væl nøgd við starvslæruna hjá mær á Sjóndeplinum, og eg vil takka øllum somlum á stovninum við Íslandsvegin og á verkstaðnum á Traðarbrekku fyri hesar báðar vikurnar.


22

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

www.renovent.fo

Reno-Vent loysir størri og smærri HVS uppgávur Reno-Vent leggur stóran dent á grønar orkuloysnir. Felagið hevur eisini umboða og selt hitapumpur síðan 2005 og er harvið fyrsta felagi við hitapumpuloysnum í Føroyum Onnur øki: Ný- og umbygging (skúlar, stovnar o.a.). Vanligt rør og blikkarbeiði. Søla av HVS tilfari. Termografering. Slangukagi – Rørinspektión v/ kamera.Viðlíkahald av ventilatión

Reno-Vent Sp/f // Bryggjan 1 // 420 Hósvík // Tel 66 11 00 // Fax 66 11 01 renovenT@renovenT.Fo // www.renovenT.Fo


NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

23


24

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Foreldur eru varug við vansarnar á netinum - Miðlabreytin í Nám X hevur prátað við Áka Andreasen, ið er pápi at tvíburðargentum um 16 ára aldur. Skrivað hevur Sigvør Jensen, miðlanæmingur

Vit spyrja Áka, hvussu foreldur tryggja sær, at børn teirra ikki ovurnýta internetið? - Við tí ferð, internetið og atgongd til netið spjaðir seg, avmarkast møguleikarnir hjá okkum foreldrum at tryggja okkum ímóti møguligari ovurnýtslu hjá børnum okkara. Vit mugu taka útgangsstøðið í tí veruleika, at internetið er nærum allastaðni. Her hugsi eg um, at hóast nýtslan heima lættliga kann avmarkast, so má ásannast, at netið er allastaðni, og tí røkkur hesin avmarkingarmøguleikin ikki longur enn til sjálvan matrikkulin. Tí eri eg sannførdur um, at upplýsing, álit og opinleiki millum børn og foreldur er vegurin fram. Eg tosi nógv við mínar døtur um, hvussu netið kann nýtast

- bæði á ein góðan og rættan hátt. Eisini tosa vit saman um, hvørjir vandar liggja í møguleikunum við internetinum. Um spurningin, hvussu foreldur tryggja sær, at børn teirra ferðast trygt á netinum, sigur Áki: - Sum foreldur kast tú ongantíð tryggja tær heilt, at børnini ferðast trygt á netinum. Men tú kanst hjálpa teimum at skilja vandarnar, sum liggja í internetnýtslu. Umframt tøkniligu trygdina, er eisini trygdin hjá sjálvum brúkaranum. Aftur her er lykilin upplýsing, álit og opinleiki um vandar og møguleikar við netinum. Eg plagi at nevna nakrar meginreglur, sum kunnu viðvirka til, at míni børn ferðast trygt á netinum: - Tað, sum verður lagt út – t.d. myndir og tað, sum

verður skrivað, kann ikki slettast aftur. Í tí løtu, nakað er farið á netið, er tað alment, og kann brúkast og misbrúkast av øllum. - Haldið tykkum burtur frá persónum, sum tit ikki kenna ella eru trygg við. Tað eru ótald dømi um syrgiligar hendingar, sum eru íkomnar av sambandi millum persónar á netinum. - Hugsið um, at tit hava sjálvi ræði á øllum, tit gera á netinum, og kunnu sostatt sjálvi seta avmarkingarnar. - Landsins lógir røkka eisini til virksemi á netinum. Hugsið eisini um tað, tá tit ferðast á internetinum. Vit foreldur eiga at sýna áhuga í møguleikanum hjá okkara børnum at nýta internetið. Eg haldi, tað hevur týdning, at okkara børn merkja, at vit hava henda áhuga, og at vit eisini eru fús at umrøða evni, tey hava sæð ella lisið um á

netinum. Hvat heldur Áki so sum foreldur um vakmyndatól á almennum støðum, t.d. á Vaglinum? - Tað er ilt at siga, hvørja støðu foreldur hava til vakmyndatól á almennum støðum. Sjálvur haldi eg, at landsins myndugleikar eiga at hava heilt greiðar ásetingar og heimildir til nýtslu av vakmyndatólum, og at revsingin at nýta vakmyndatól uttan loyvi skal vera hørð. Útfrá greiðum mannagongdum sum fyritreyt, havi eg sum foreldur ikki nakað ímóti nýtslu av vakmyndatólum. Tó meti eg ikki, at vit skulu avmynda hvønn krók og hvørja gøtu, men t.d. almenn støð, soleiðis sum vit kenna tey í dag. Ein kanning hjá GALLUP, sum er avdúkað herfyri, vísti, at ein meiriluti av teimum spurdu hildu tað vera í lagi, at

vakmyndatól avmyndaðu t.d. gongugøtur. Hvørja hugsan hevur tú um myndir o.a. á netinum – er tað í lagi t.d. at leggja út á Facebook o.s.fr.? - Eg haldi, at myndir á netinum kunnu vera eitt tvíeggjað svørð, um útlegging av myndum ikki verður gjørd við umhugsni. Aftur her eru fyrimunir og vansar við netinum. Eg haldi avgjørt ikki, tað er í lagi at leggja myndir á netið, sum kunnu skaða persónar og hava keðiligar avleiðingar fyri tann ella tey, sum eru á myndini. Hinvegin kann tað vera viðkomandi og upplýsandi í øðrum førum at leggja myndir á netið. Í øllum førum skulu trygd, avleiðingar og framtíðin hjá persóni havast í huga, tá myndir verða lagdar út.

www.namx.fo


NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

25


26

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

40"

LED

4444 LC40LE510E. Flottur 40” FULL HD LED Flatskermur frá SHARP, snotiligt snið og orkusparandi við LED Tøkni. Hevur USB Multiplayer í kann avspæla bæði videofilmar & myndir frá harddisk ella geyma. Møguleika til innbygt televarp. Sera tunnur einans 3,6 cm.

ELRISIN Hoyvíksvegur 65 – 100 Tórshavn – Tlf: 359 000 Stangavegur 8 – 700 Klaksvík – Tlf: 350 800

Opið er soleiðis Mánadag til hósdag ....... kl. 06.30 - 21.00 Fríggjadag ...................... kl. 06.30 - 19.00 Leygardag ...................... kl. 09.00 - 15.00 Sunnudag ....................... kl. 14.00 - 18.00

Ð O B L I T R A G N I J VEN i r y f g n i j n e v . r Keyp 1 mð

Djóna í Geilsgøta 5 100 Tórshavn Tel. 317100 Far. 51 71 00 faroefitness@gmail.com www.faroefitness.fo

ta Vit verianti prísga

, 9 9 1 . r k t ber Tilboðið er galdandi til og við 31. mars 2012 Bert 1 mðr. pr. kunda

Technogym útgerð Faroe Fitness hevur, sum einasta venjingarmiðstøð í Føroyum, útgerð frá Technogym. Hetta er útgerð í heimsklassa við bæði innbygdum sjónvarpi, iPod, USB og interneti.


27

NámXtíðindi nr. 03 | www.namx.fo | Mars 2012 | 2. árgangur

Teitur í starvsvenjing á Tryggingarfelagnum Føroyar Skrivað hevur Teitur Horn Baldvinson, miðlanæmingur

- Eg helt, at tað var ordiliga spennandi, og eg lærdi nógv um vinnuna, sum eg slettis ikki visti nakað um áðrenn.

Teitur gerst ein partur av føroyska vinnnulívinum Teitur Horn hevði glett seg leingi, til hann skuldi í starvsvenjing. Tað var nú, at hann kundi royna seg í vinnulívinum. Tá ið Teitur steig inn í húsið, varð hann væl móttikin. Starvfólkini á Tryggingar-

felagnum høvdu gjørt klárt til hann at vera í starvsvenjing. Tey høvdu gjørt soleiðis, at Teitur fór til ymisku deildirnar, so hann kundi læra um øll tey ymisku økini, sum tey fáast við í tryggingarfelagnum. Tann fyrsta dagin, sum var mikudagin 8. februar, var hann á privatdeildini, har ið hann hjálpti til við at flokka brøv, sum skuldu sendast út í sambandi við komandi umboðsval í Tryggingarfelagnum Føroyum. Eisini fekk hann ein rundtúr í flotta bygninginum, har tey vístu honum, hvat

Tryggingarfelagið tókst við. Síðani fór hann við sýnisfólkunum. Hósdagin skuldi hann fyrst hyggja at einum húsum. Har skuldu tey kanna húsini, tí at har vóru stormskaðar, og har lærdi hann um, hvussu mett verður um skaðar, og hvat ið gerst, tá ið ein skaði er hendur. Og tað er ikki bara sum at siga tað. Man skal duga at meta, um skaðin er lítil ella stórur - og júst tí hava tey ymisk starvsfólk til tær ymisku deildirnar. Á Tryggingarfelagnum hava tey so býtt tað upp í ymiskar deildir. Hann lærdi nógv á hesum ymisku deild-

unum, og fekk nógv við um, hvussu tað gongur fyri seg hjá sýnisfólkunum. Eisini var hann hjá KT-deildini, og so var hann eisini og hugdi at bilum og bátum. Tá ið næsta vikan byrjaði, kundi hann fylgja við og síggja, hvat gekk fyri seg á skrivstovunum. Hann var á marknaðardeildini, og so sá hann eisini, hvussu ein trygging fór fram. Og hann slapp eisini sjálvur at royna seg við forritinum, sum tey brúka. Tó var tað onkuntíð, har ið hann ikki kundi vera við á

skrivstovunum, tí Tryggingarfelagið fær ofta uppgávur, sum skulu vera duldar.

Teitur fegin um tíðina á Tryggingarfelagnum - Tryggingarfelagið var eitt gott stað at vera í starvsvenjing. Eg fekk nógv burturúr, og sá, hvussu tað gekk fyri seg. Tað besta við at vera har var, at eg varð sera væl móttikin. Øll vóru so blíð, og tey dugdu væl at hava ein næming á arbeiðsplássinum.

Listin dregur Skrivað hevur Marjun Egholm, miðlanæmingur

Tá eg skrivaði Steinrprent í tann lítla teigin á umsóknarskjalinum í sambandi við val av praktikkplássi, hevði eg ikki varhugan av, hvat veruliga fór fram har. Eg hevði bara hoyrt frá einari vinkonu, at har var sera hugnaligt og læruríkt at vera. Steinprent ein ótrúlig prentsmiðja Eg veit ikki, hvussu eg skal seta hol á frágreiðingina, ið lýsir starvsvenjing mína í Steinprent. Eg havi ongantíð roynt nakað líknandi. Longu áðrenn mín praktikktíð var byrjað, varð eg biðin um at koma oman í grafiska verkstaðin Steinprent at heilsa uppá, og fyri at seta meg eitt sindur inn í, hvat tað var, tey gjørdu har, og hvat eg kom at gera. Bara tað at koma inn har var nakað serligt - huglagið í

prentsmiðjuni er heilt ótrúliga inspirerandi. Steinprent er eitt slag av miðsavningarstaði, har listafólk koma á vitjan ella til miðmála – og tosa saman sum listafólk. Eg fekk beinanvegin at vita, at eg ikki kom at gera alt tað keðiliga arbeiði, so sum at vaska upp - tó tað ongan skaða hevði gjørt, um eg vaskaði eitt sindur upp.

Listin í Steinprent Eg havi lært alt møguligt, líka frá, hvussu ein kroystir vætuna úr einum svampi ella heldur í einum pappíri til, hvussu ein ger eitt prent - og tilgongdina til tað. Eisini slapp eg sjálv at gera eitt steinprent, og eg má siga, at tað er nakað av tí stuttligasta, eg nakrantíð havi gjørt. Eg gjørdi alt tað, eg kundi sjálv. Eg fann mær ein stein og slípaði hann beinan, tí steinurin má vera beinur, um prentið skal rigga. Eg teknaði

eina mynd av uppvaski stáplað uppá hvørt annað - á steinin, og um eg sjálv skal siga tað, so haldi eg altso, at myndin gjørdist nokk so góð. Ætlandi skuldi eg eisini gera eitt linoleumsprent, men grundað av sjúku hevði eg ikki tíð til hetta. Meðan eg var á Steinprent, var listamaðurin Bjarne Werner Sørensen har og prentaði eina rúgvu av prentum, og eg var við til at prenta partar av linoleumsprentunum til eina framsýning í Norðurlandarhúsinum. Tað var sera stuttligt at prenta prentini, men at vaska pláturnar reinar aftur krevur sítt, tí pláturnar eru eitt sindur skitnar. Eg má siga, at eg veruliga setti prís á hesa uppliving, og hetta verður nakað, eg fari at minnast restina av lívinum. Og Jan Andersson og Fríða Matras Brekku eru nøkur av teimum fittastu og kulastu fólkunum, eg nakrantíð havi møtt.


Oyruni á fartelefonina Við Eik Netbanka app’ini kanst tú altíð tjekka hvussu nógvir pengar eru á kontuni og síggja hvar og nær tú hevur brúkt pengar. Harafturat kanst tú t. d. finna nærmastu deild ella sjálvtøku – alt í einum lekrum og brúkaravinarligum sniði.

www.13-17.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.