Page 1

www.namx.fo

NámXtíðindi

Miðla- og samfelagsbreytin Nám X í Tórshavnar kommunu desembur 2012 • www.namx.fo

Síða 15

Jólauppskriftir: Jólabakstur fremur jólafriðin

Gleðilig jól

Síða 18

Spøl: Kunnu jólagávur vera vandamiklar?


2

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Øll hava uppiborið eini gleðilig jól Nú allar fyrireikingar gerast sjónligar og minna okkum á, at jólini nærkast, er tíðin komin at steðga á og geva okkum far um gerandisdagin rundan um okkum. Lukturin av grann trøum, bleiktrandi ljósglæmurnar og ’Roses’ karamellurnar siga okkum, at jólahøgtíðin fremur innrás. Høgtíðin, ið er størsta átrúnaðarliga hending nakrantíð.

Jesus loysti menniskjuna frá øllum syndum – menniskjuna alla – t.v.s. øll menniskju – og júst tí kunnu vit taka undir við yvirskriftini ’Øll hava uppiborið eini gleðilig jól’. Øll menniskju eru borin í heim við viti, og hava vit tí ábyrgd fyri okkum sjálvum og fyri øllum øðrum. Tey, ið nú einaferð av ymsum ávum ikki megna at lyfta hesa sjálvs-

ábyrgd, eiga at fáa sína søgu fortalda. Hví er tað nú so hjá hesum menniskjum, og kunnu vit hjálpa? Og hvør skal fortelja hesa søgu? Og hvussu skal henda søgan forteljast? Og fyri hvørjum skal henda søgan forteljast? Henda forteljing er ein av uppgávunum, ið miðlar taka sær av – ella eiga at taka

sær av. Og tílík forteljing er partur av læruinnihaldinum í miðlabreytini í Nám X, ið hevur staðið fyri blaðútgávuni, tú situr við í hondunum. Har læra vit, at tíðindafólk nærum geva líknandi lyfti, ið læknar geva, og at vera trúgv mótvegis givna lyftinum, ið snýr seg um at fortelja søguna hjá minna manninum – so at almenningurin gerst

varugur við støðuna – og kann hjálpa hesum, at eisini hesi fáa eini gleðillig jól. Og at hesin leiklutur er týdningarmikil í gerandisdegnum – hjá tíðinda- og ritstjórum kring landið. Líka mikið, um tú ert partur av almennum ella privat fíggjaðum miðili. Miðlabreytin takkar fyri stuðulin, ið ger útgávuna møguliga – og ynskir øllum eini gleðilig jól!

www.namx.fo Miðla- og samfelagsbreytin Útgevari: Miðla- og samfelagsbreytin í Námi X 2012/13.

Snið og uppseting: Edit, Sverri Egholm. www.edit.fo.

Eintøk: 6.000 eintøk borðið út í Tórshavn.

Samband: namx@namx.fo www.namx.fo

Prent: Prentmiðstøðin


NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Oyruni á fartelefonina Við Eik Netbanka app’ini kanst tú altíð tjekka hvussu nógvir pengar eru á kontuni og síggja hvar og nær tú hevur brúkt pengar. Harafturat kanst tú t. d. finna nærmastu deild ella sjálvtøku – alt í einum lekrum og brúkaravinarligum sniði.

www.13-17.fo

3


4

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólini eru serlig

Skrivað hevur

Karin Kristina Dahl, miðlanæmingur

Nú jólini stunda til, hava vit tosað við nakrar Nám X’arar um jólini og jólahald. Ester Lognberg

Hvat heldur tú um jólini, Ester? - Eg haldi, at tey eru sera hugnalig. Tú hugnar tær saman við familjuni og fært gávur. Hvat er tað besta við jólunum? - Jólamaturin er altíð góður, og so dámar mær eisini sera væl at fáa gávur. Hvat eta tit á jólum? - Vit plaga at fáa skerpikjøt og eplir við nógvum góðum afturvið. Rís a la mande fáa vit sjálvandi omaná, har mandlugáva verður givin til tann, ið fær mandluna. Hvussu nógvan pening plagar tú at brúka til jólagávur? - Tað er ymiskt, hvat eg brúki - men eg haldi, at tað liggur um 1.500 kr. Hvat er títt størsta jólagávuynski? - Eg kundi gott hugsað mær eitt gávukort frá handlinum The

Juliett Nattestad

Hvat heldur tú um jólini, Juliett? - Eg haldi, at tey eru sera hugnalig. Tú situr inni saman við familjuni og hugnar tær. Og vónandi verður kavi.

Pier, tí eg ætli at keypa mær eina hornasofu. Eisini kundi eg hugsað mær at fingið eina nýggja linsu til mítt myndatól.

Fríði Weyhe

Hvat heldur tú um jólini, Fríði? - Tey eru fín, tí man fær gávur og góðan mat.

gávur? - Mamma gevur mær eitt sindur av peningi til jólagávurnar, so eg brúki ongar pengar.

Hvat er tað besta við jólunum? - Maturin. Tú fært jú dunnu, og tað er ikki ofta.

Hvat er títt størsta jólagávuynski? - Ein stóran flatskerm inn í kamarið.

Hvat eta tit á jólum? Vit fáa dunnu, epli og heimsins bestu sós. Allan góðan mat.

Vónar tú, at tað verða eini hvít jól? - Nei, tí mær dámar ikki kava. Kavin er kaldur, tað er hált, og so síggi eg ikki serliga væl í kavanum.

Hvussu nógvan pening plagar tú at brúka til jóla-

Vónar tú, at tað verða eini hvít jól? - Ja, tí tað ger jólini hugnaligari, og tú kemur lættari í jólahýr.

Ólavur Joensen

Hvat heldur tú um jólini, Ólavur? - Tey eru fantastisk, tí tú fært góðan mat og gávur. Hvat er tað besta við jólunum? Uttan iva døgurðin, hann er altíð góður!

Hvat er tað besta við jólunum? - Mær dámar allarbest matin og gávurnar. Hvat eta tit á jólum? - Vit eta ofta gás ella dunnu við nógvum góðum afturvið. Omaná fáa vit rís a la mande og leskiligar jólakøkur. Hvørt ár fær onkur mandluna, og tann, ið fær mandluna, fær sjálvandi eisini eina

mandlugávu.

Hvussu nógvan pening plagar tú at brúka til jólagávur? - Eg eri ikki heilt vís, men eg haldi, at tað liggur um 1.000 kr. Mamma rindar eisini summar gávur fyri meg. Hvat er títt størsta jólagávuynski? Mítt størsta ynski er at fáa eina nýggja teldu. Vónar tú, at tað verða eini hvít jól? - Ja. Tað hoyrir til og betrar um jólahýrin, og tað er sera hugnaligt.

Hvat eta tit á jólum? - Vit eta eina góða gás við brúnkaðum eplum. Tá verður tað ikki nógv betur.

Hvat er títt størsta jólagávuynski? - Eg havi eingi serlig ynski. Verði glaður fyri alt.

Hvussu nógvan pening plagar tú at brúka til jólagávur? - Ikki eitt oyra. Mamma rindar.

Vónar tú, at tað verða eini hvít jól? - Ja, tað hoyrir til jólini, og tað ger tey so sera hugnalig.


NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

5


6

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jól á Landssjúkrahúsinum Skrivað hevur

Lív R. Gjógvará, miðlanæmingur Myndirnar tók

Karin Kristina Dahl, miðlanæmingur

Nú jólini lúra spent um hornið, sita vit flestu í flógvu stovunum har heima prýddum við jólaligum hugna. Vit práta og flenna fró, men tó eru nøkur, ið ikki megna at halda jól heima við hús. Hetta eru sjúklingar. Tey halda jól á Landssjúkrahúsinum ístaðin – eisini børn. Helst hugsar tú, at hetta er heldur keðiligt. Henda spurning fara vit at kanna. Vit fara nú oman at práta við eina sjúkrasystir og ein pedagog á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Desembur mánaður Starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum gera alt fyri, at jólini eru hugnalig og minnisrík eisini har. Eitt sindur líkt flestu skúlum, hava tey jólaveitslu, har Musikkskúlin spælir nøkur løg, og tey ganga Santa Lucia og dansa um jólatræið. Og jólamaðurin kemur við góðgætisposum, og drekkamuður og alt annað gott er at fáa. ”Er onkur so illa fyri, at viðkomandi ikki fær tikið lut, verður hurðin sett á glopp, so jólatónleikurin hoyrist inn á kamarið. Eisini kagar jólamaðurin inn.” Pyntað verður í allar ættir, og bæði familja og vinir hava møguleika at taka lut í jólastásinum.

Jólaaftan ”Vant er, at kanska eitt til tvey børn liggja innløgd. Onkuntíð er eingin. Um barnið er nóg væl fyri, ber til at fara heim hetta kvøldið, og síðani koma aftur”. Tá børn liggja á deildini, fáa tey jólatræ inn á stovuna, og saman við mongu pakkunum frá familjuni plaga starvsfólkini at leggja ein afturat. Borðreitt verður við góðum mati, so hetta, hóast sjúku og annað, á bestan hátt líknar einum vanligum jólum. Enn tá vín verður borið oman. Tað er ymiskt frá fólki til fólk, hvussu væl tey klára at tillaga seg til støðuna, at barn teirra er sjúkt. Børnini hava tað við at taka tað sum tað er – meir ella minni sjálvandi.

Starvsfólkini Tað er kanska ikki altíð líka

stuttligt at noyðast at vera burturi heimanífrá jólaaftan, men eftirsum hetta er so líkt einum vanligum jólaaftan, har familjan hevur møguleikan at koma við oman at halda jól, og har leiðslan gevur teimum, ið arbeiða hetta kvøldið, eina gávu, er tað ikki so galið. Vit

hava ofta fylgt barninum frá barnsburði, og kenna tað tí væl. ”Flestu børnunum dáma væl at vera her, og tey vilja ikki avstað aftur. Og tó ...”


NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

7


8

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólabýurin Skrivað hevur

Hanna Egholm, miðlanæmingur

Dagarnir gerast myrkari, og í tí samanhangi verður jólapynt í miðbýnum tendrað.

Alt gerst hugnaligari Jólabýurin verður settur upp, og har byrja tey at selja kakao og annað leskiligt, ið hjálpir ímóti tí køldu luftini, ið bítur fast og ger kjálkarnar ljósareyðar. Á hvørjum ári í desembur mánaða hoyrist jólatónleikur í býnum, og fólk síggjast spákandi um jólabýin. Ung sum gomul og barnafamiljur hugna sær. Úti á Reyni, í Bringsnagøtu, er eisini ein hugnaligur býarpartur pyntaður til jólini. Inni í miðdeplinum kemur tú inn í eitt gamalt og lágt hús, ið er úr træi innan. Har eru smá borð við stólum og við stearinljósum. Í einum horni sita nakrir tónleikarar og spæla ymiskan tónleik; alt frá jazzi til fólkatónleik. Teir spæla hvørt kvøld fyri áskoðarunum, sum metta seg við kaffi og smákøkum.

Uttanfyri hoyrist tann livandi tónleikurin, og tað gevur eina sjarmu til vakurt prýddu gøtuna. Longri uppi kemur man fram til gamla handilin hjá Katrinu Christiansen, sum er serliga prýddur til at vísa aftur á teir gomlu dagarnar á jólum; alt frá blómutapetinum til porcelen búnýtið inni hjá Katrinu Christiansen. Tey selja ymiskt jólaprýði, fínar pelsfrakkar á næstu hædd og flottan húsbúnað ovast á loftinum. Í miðjuni av Bringsnagøtu stendur eitt flott jólatræ umgyrt av hugnaligum handlum, gomlu politistøðini og Havnar Kirkju. Hvørt kvøld fram til 25. desembur er okkurt hugnaligt tiltak, og fólk verða smittað av hugnanum, og gerast í góðum lag. Støkk innar og far aftur í tíðina, sum slettis ikki líkist okkara nýmótans útgávu av jólum frá í dag. Fólk tykjast blíðari og meiri takksom á hesi høgtíð.

Jólagávuhugskot til hennara

Skrivað hevur

Hanna Egholm, miðlanæmingur

Einki sigur meira enn ein persónlig heimagjørd háls-

keta, eitt armband ella ein fótleinkja, sum ger gávuna meira serliga. Vakurt og prýðiligt.

Stuttligt og kreativt – bæði fyri tann, sum gevur, og tann, sum fær.

Pakka tær inn og gev tær til vinkonurnar og familjuna.

Keyp ella ger ketuna sjálvur úr góðum tilfari.

Smykkulutirnir kunnu keypast í pakkum, so at tú fært gjørt fleiri smykkur til tín sjálvs og tíni nærmastu. 2x3 hevur eitt flott og bíligt úr-

val av ymiskum prýði. - Koyr lidnu gávuna í eina lítla gávueskju.


9

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Heimsins besta yrking – er ikki skrivað! Skrivað hevur

Kristian O. Andreasen, miðlanæmingur

Heðin M. Klein hevur júst latið nýtt yrkingasavn út, tað eitur ’Vatnskorpur fyri tøgnina’. Heðin sigur sjálvur, at hann hevur skrivað, alt tað hann minnist. Vit hittu Heðin í Eysturskúlanum, har hann starvast. Vit spurdu hann um upprunan til nýggja savnið, ið er hansara sætta – við egnum yrkingum – og um yrkingalist yvirhøvur.

Hví hevur tú givið hetta savnið út? - Tað er tí, at eg altíð havi fingist við at skriva yrkingar; frá tí, eg havi dugað at skrivað. Men tá eg skrivi, tekur tað tíð. Onkrir yrkjarar lata eitt savn út á hvørjum ári, men mítt seinasta savn kom út fyri átta árum síðan, og tí valdi eg at fara at hyggja eftir, hvat eg hevði liggjandi, og valdi tí at fáa hetta savnið gjørt og givið út. Hvør var tín íblástur til savnið? - Tað er kanska undarligt at siga við tykkum, sum eru so ung; men eg haldi, at mín íblástur til savnið er elli, at lívið fær ein enda. Hetta haldi eg gongur sum ein reyður tráður í gjøgnum savnið. Har eru onnur evni, men eg haldi, at tey seta júst hetta evnið í brenni -depilin. Og at tú missir fólk, tú hevur kent; og tú hugsar kanska, at nær verður tað eg. Hví nýtir tú yrkingina fram um t.d. skald- ella stuttsøguformin? - Tað hevur altíð fallið mær natúrligt at yrkja. Eg eri uppvaksin úti á bygd, og har varð sera nógv tosað um m.a. skjaldur og sálmar, kvæðini ikki at forgloyma, pápi mín kvað altíð, og áðrenn eg dugdi at skriva, hoyrdi eg sangir, sálmar, kvæðir og skjaldur fyri mær. Og eg eri nokk í so ótolin til at skriva longri tekstir; kanska tað verður, um lív og heilsa verður. Hvønn yrkingarhátt dámar tær best? Rím, orðaspæl …

- Eg haldi ikki, at eg havi nakran einstakan yrkingarhátt. Eg royni at hava tað fjølbroytt. Er eri uppvaksin við rími, men tá eg fór at lesa útlendskar yrkingar, fann eg útav, at tað eru sera nógvir hættir at skriva uppá. Men eg royni at halda tað fjølbroytt. Tað besta er, tá man kemur til eina byrjan, og so kemur tað bara av sær sjálvum, hvønn form yrkingin fær; men innihaldið ger eisini av formin.

Kunnu yrkingar vera tíðarleysar – ella eiga tær at spegla tíðina, tær eru yrktar í? - Bæði og ... mær dámar væl at lesa tíðarleysar yrkingar, eysturlendskar og japanskar yrkingar, men sum kortini kunnu lesast við sama lag. Men mær dámar eisini, at yrkingin sigur nakað um tíðina, hon er skrivað í, og at hon eisini sigur okkurt um mína tíð. Eg sannføri meg sjálvan um, at tað ger hon óbeinleðis, altíð, sjálvt um tað ikki sæst við fyrsta eygnakast. Hava yrkingar – ella bókmentir í sínum breiða týdningi – nakran leiklut í samfelagnum og samfelagskjakinum ? - Tað skuldi ein ikki trúð, at tær hava, tá vit hyggja rundan um okkum, men eg sannføri meg sjálvan um, at tað hava tær kortini. Har hevur skaldsøgan ein fyrimun fram um yrkingina. Hvørja yrking dámar tær best? - Tað eru so ónatúrliga nógvar góðar yrkingar til, so hatta er trupult at svara. Men í hesum savninum er ein yrking eftir Paul Celan, ið kallast ’Deyðsfluga’, sum er ein yrking, ið hevur gjørt ómetaliga stórt árin, ikki bara á meg, men á nógvar aðrar yrkjarar eisini; tað er ein sera góð yrking, har sum tað ljóðliga fagra og tað óhugnaliga er sett saman á ein tølandi hátt, soleiðis sum eitt høvuðseyðkenni við nasismuni var. Hvørja yrking dámar tær best av tínum egnu? - Ein yrkjari sannførir altíð seg sjálvan um, at hann ikki hevur yrkt sína bestu yrking enn.

Eg haldi ikki, at nakar yrkjari sjálvur skal gera av, hvør yrking hjá honum er góð ella verri. Tí tá yrkarin hevur latið yrkingina av hondum, er tað upp til tann einstaka lesaran at meta um dygdina. Men í hesum savninum er ein yrking, ’Skapið tykkum!’, sum eg haldi hevur onkrar dygdir.

Hvør av føroyskum yrkjarum er tín fyrimynd? - Tá eg var ungur, hevði eg mínar fyrimyndir, men tað er uppgávan hjá einum yrkjara at koma úr skugganum av síni fyrimynd. Sjálvandi eri eg ávirkaður av teimum, hvørs yrkingar eg havi lisið, men eg royni at skriva sum ongin annar hevur skrivað fyrr á føroyskum. Tað er tí, sum ein og hvør, sum fæst við bókmetir ella list, altíð eigur at stremba eftir; at finna sína egnu rødd – ella sín egna stíl; at gerast sín egin. Hvør er tín útlendska fyrimynd? - Svarið verður nakað tað sama. Tað eru so nógvir rithøvundar til. Summar av teimum hevur tú lisið heilt frá tí, tú varnaðist teir, og vendir aftur til teirra. Men nú eri eg vorðin so gamal, at nú royni eg at lesa okkurt nýtt. Í løtuni lesi eg yrkingar eftir sjáldsama russiska rithøvundin Velimir Khlebnikov, sum doyði ungur í 1922. Er heimsins besta yrking skrivað? - Eg ivist í, um nakað eitur so: heimsins besta yrking, tí at tað veldst um eyguni, sum síggja. Vónandi verða eisini góðar yrkingar skrivaðar í framtíðini. Eisini so góðar, at onkur sigur, at hendan ella handan er heimsins

Skapið tykkum!

Skrivað til heystlistaframsýning 26. Septembur 2010

Í fyrstani vóru bognandi brestirnir og gapini vóru sprungurnar og skapini í upphavi var orðið hjá Guði og var Guð áðrenn strikurnar vóru fjallarøðir og havsbrúgv vóru s k r i f t og litirnir sum fullrokaða sansalopið vóru skvatlið og trokið var gosið sum sprakk og støkk og aftur var nýtt og var aftur øðrvísi aftur øðrvísi ”skrift” sum var Skap II Sólin rennur upp úr havsbrúnni á morgni árla Tann fyrsti geislin slær í blóðreyðu eystursíðuna á Láargarði sum svarar aftur í klædningunum í Tórsbyrgi tendrar eldreyða glóð í rútarnar sólarmegin og leggur altsamt eina bleika ljósareyða hinnu á grasið í brekkuni so sum eg síggi tað úr køki mínum sum aftur fær meg at hugsað Karsten mintist heimasandsóvitan síggjandi húsini á hásumri í bønum í sól havandi tá á munni tenjandi grøn eru grá hús III Ja grøn eru grá hús hin rádni Jú Grøna grasið roðandi áðrenn tað bleikist og bliknar Áðrenn heyststormarnir kollrenna og gøllhalda og sópa áðrenn skuggarnir bráðvaksa á miðjum degi (sum tjóvur á nátt!) so at svørt verða sólskin (sum áður var spátt) So at áirnar steðga og stadna og torna á veg í tann sjógv sum er uppturkað glopur áðrenn foldin flusnar og fúnar og fýkur sum fon so at heystið er blint og ikki fær heystað tað sum fyrr var summar og so ikki so

besta yrking.

Hvat heldur tú um føroyska listaumhvørvið – tá verður serliga hugsað um yrkjarar? - Eg haldi, at føroyska listaumhvørvið er avbera ríkt, fjølbroytt, serliga innan fyri tónleik, myndlist – ikki at tosa um

film og filmsgerð. Eisini innan yrkingar eru tað summi fólk, ið hava hug og hegni, og hava dirvi og gávur at yrkja um nakað, sum ongantíð fyrr hevur verið yrkt um á føroyskum. Tað gevur góðar vónir fyri framtíðina.


10

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólini hjá ommu og abba Rannvá K. Jakobsen, miðlanæmingur, greiðir frá um jólini hjá ommu og abba

Omma mín - Marna K. Jakobsen – sigur frá: Eg eri fødd í 1954, so eg rokni við, at tey fyrstu jólini, eg minnist, munnu vera seinast í 50´unum ella fyrst í 60´unum. Vit høvdu altíð jólatræ, men av tí, at húsini vóru gomul og lítil, so stóð træið í einum horni í stovuni. Vit dansaðu ongantíð jólatræ, sungu ikki og lósu heldur ikki jólaevangeliið. Pápi mín plagdi at vera í kirkju jólaaftan, meðan mamma gjørdi døgurða. Træið varð pyntað við hjørtum og kramarhúsum, og so var eisini ein ‘guirlanda’ við føroyskum fløggum á trænum, og henda góða guirlandan hevur fylgt mær alt lívið og hongur á mínum jólatræi hvørji jól. Træið hevði elektrisk ljós, helst tí, at tað var so trongt inni, at tað var hildið vera ov vandamikið við livandi ljósum; ella kanska hava foreldrini bara hildið, at tað var ordiliga nýmótans við elektriskum ljósperum. Vit fýra børn fingu sjálvandi jólagávur, men eg minnist ikki eina einastu, so tær munnu hava verið ógvuliga skávuligar. Harafturímóti minnist eg, at eg plagdi at ganga við posti, tá eg var stór smágenta, og tí fekk eg eitt sindur av peningi afturfyri og kundi keypa jólagávur. Tær fyrstu jólagávurnar, eg keypti til mammu og pápa mín fyri mínar egnu pengar, minnist eg øgiliga væl. Eg keypti mammu eina mynd av tí góða hirðanum, Jesusi. Myndin var úr plasti og keypt í bókhandlinum í Sørvági. Pápa keypti eg ein pakka við rakiknívi og rakisápu úr Løðuhandlinum í Sørvági. Báðir hesir handlarnir eru ikki til meira. Myndin av Jesupápa varð hongd upp á veggin og hekk har, til tey bæði vóru deyð, og hon er til enn, hóast hon ikki hongur á vegginum longur. Tá ið eg sigi, at eg ikki minnist jólagávur, so má eg siga, at eg harafturímóti minnist sera væl, at eg og systir mín fingu nýggjan kjóla hvørji jól –

jólakjóla kallaðu vit hann. Onkuntíð var hann seymaður, og tá noyddist man at passa og standa og verða stungin av nálum, og tað var als onki stuttligt, men onkuntíð vóru kjólarnir ‘bestiltir’, sum vit kallaðu tað – úr Daells. Daells var eitt vøruhús í Keypmannahavn, har vit fingu ‘príslistar’ at bíleggja úr. Og spennandi var, tá ið pakkin kom við postinum. Tá ið vit høvdu etið og fingið jólagávur, vórðu vit koyrd í song. So skuldu vit fáa hosurnar upp at hanga, og máttu leggja okkum at sova, so jólamaðurin slapp framat at fylla hosuna við frukt og góðgæti. Stuttligt var at vakna jólamorgun og eta góðgæti heldur enn morgunmat.

Abbi mín - Jens Marius Hentze – sigur frá: Eg var føddur í 1940 og búði í Skopun. Fyrstu jól, eg minnist, munnu hava verið í 1943/44 undir seinna veraldarbardaga. Tað var ringt at fáa vørur. Alt, sum varð kallað luksusvørur, var vekk. Tað eru allar “óneyðugar” vørur. Té, kaffi, sukur, margarin o.s.fr. Man hevði ‘kuponir’ at keypa við, og um man heldur vildi hava té enn kaffi, kundi man býta um við fólk, ið heldur vildu hava kaffi. Jólini vóru ikki sama høgtíðin, sum tey eru nú. Jólaaftan var arbeiðsdagur til klokkan 18:00, og tað var ikki siður tá, at kirkjugongd var tann dagin. Men kirkjuklokkurnar plagdu at ringja millum 18 -19 fyri at seta jólini í gongd. Jóladag hevði man steik og reyðkál, um tað fekst fatur í tí. Onkur einstakur ræstan fisk og sperðil. Pápi gjørdi jólatrø. Hann hevði ein stav, sum hann boraði nøkur hol í - og so koyrdi hann nakrar pinnar í tey holini. Síðan vavdi hann lyng og mosa um og legði ljós á, so kundi man gera kramarhús úr litríkum pappíri og pynta træið við tí. Tá gjørdist tað flott. Hetta jólatræ var tað einasta í bygdini. Mamma var von at bjóða børnum inn at dansa um jólatræ. Tey fingu pipar-

nøtur, ið mamma hevði spart sær mjøl saman til at gera. Tíggju dagar undan jólum sendu føroyingar niðri í Danmark jólaheilsur til vinir og familju. Tað var sent beinleiðis, og í tí tíðini vóru hesar jólaheilsur einasta samband – ella tað einasta, man hoyrdi frá teimum. Hetta setti ein dám á jólahaldið, og vanligt var, at húskið settist at lurta, tá sent var. Handlarnir plagdu ikki at vera pyntaðir, men Búrhandilin hevði ein jólamann úr pappi frá 1920, og eitt sindur av litaðum pappíri – allarhelst stjørnum. Jóladagur var stóri høgtíðsdagurin í Skopun. Kirkjutíð var tvær ferðir um dagin; einaferð klokkan 12 og einaferð klokkan 19. Aftaná kom øll familjan til okkum at eta nátturða. Tað var einaferð, at vit fingu gás, ið vit sjálvi

høvdu alt upp til jóla; og eg var vorðin so góður við gásina, at tað var ringt at sleppa sær av við hana. Annars var vanligt, at vit fingu stokt lambs- ella neytakjøt. Jólagávurnar vóru ikki nógvar; okkurt lítið plagg – annars var einki. Tey fyrstu árini aftaná kríggið var lítið at fáa í handlunum. Sum frá leið kom meir, sum ferðasambandið gjørdist betur, men tað var aldrin tann yvirflóð, sum tað er nú. Hvørji jól fingu vit ein kassa av góðum súreplum, ið hálvsystir mín hevði heintað úr garðinum, og eitt jólatræ sendandi úr Danmark. Tá byrjaðu vit at fáa nakrar jólagávur. Tað fyrsta, eg minnist av leikum, sum vit fingu, vóru lastbilar. Teir vórðu gjørdir í Havn og síðan

seldir ymsastaðni runt um í landinum. Vanligt var annars, at pápar, ið høvdu tíð, gjørdu holabátar til synir og dukkuvøggu til døtur. Onkur heppin fekk heimagjørt dukkuhús. Aftaná kríggið fingu vit ein pakka hvør úr Danmark. Pápi plagdi at fáa eina bók og var so forvitin, at hann ikki kundi bíða til jóla við at pakka upp. Tá børnini vóru løgst, fór hann og pakkaði alt upp, tí hann mátti vita, hvat var í hesum pakkunum. Einaferð vaknaði mamma av einum ljóði úti í køkinum; tá var tað pápi, sum var farin upp og hevði sett seg at spæla við bilar á køks-gólvinum. Hann var jú ikki vanur við gávur. Børnini tá vóru ikki minni fegin um gávurnar enn nú, hóast tær vóru fáar og smáar.

www.namx.fo


11

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jóladámurin hevur lagt seg yvir býin.

Jól í Havn Kom við aftur í eina farna øld við blómandi handilslívi, mentanartiltøkum og upplivingum fyri børn og vaksin.

Brot úr skránni Ísvøllurin Opið er soleiðis: mán.-ley. kl. 10.00-22.00 sunnu- og halgidagar kl. 14.00-22.00 Tónleikur í Havnar kirkju 12. des. er Luciagonga við børnum frá Havnar Fimleikarafelag 17. des. framføra Nám X kór og bólkar Undir Bryggjubakka & Vágsbotni Karavella Marionett-Teatur, søgulesnaður og sølubásur Søla av dygdargóðum jólagávum og handgjørdum pløggum Framsýning av myndum og lutum hjá Tórshavnar sløkkiliði Jól í gomlu Havnini Jólabakaríð, vintagehandil, vafluhjørn og siðsøguligt posthús

Les meira á www.torshavn.fo


12

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólamótin 2012 Vit tríggjar Bjørk, Brynhild og Jóhild, ið eru í miðlabreytini í Nám X, hava verið í SMS og prátað við starvsfólk í Gelluni, Events og Skálki og fingið tey at seta klæðir saman, ið tey halda fara at hóska væl til jólamótan í ár.

Eftir

Jóhild Sørensen, miðlanæmingi Bjørk Tórsdóttir, miðlanæmingi Myndirnar tók

Brynhild Haraldsen, miðlanæmingur

Vit hava verið úti í trimum handlum í Havnini og spurt eitt sindur um jólamótan. Handlarnir eru sera ymiskir, tí kvinnumótin broytist jú hvørt ár, meðan mannfólkamótin ikki broytist nakað serligt. Men tó er okkurt í kvinnumótanum, ið sæst aftur á næstan hvørjum ári – t.d. glimmur og paliettir, ið hóska sera væl til, tá farið verður til jólaborð o.a. Í bæði kvinnu- og mannfólkamótanum eru teir myrku litirnir sera væl umtóktir. Vínreytt og armygrønt sæst nógv í Events í ár. Gellan selir harafturímóti litir sum silvur, myrkt silvur/metal, eitt sindur av gulli, og nógv vínreytt er eisini frammi her. Eisini selja báðir handlarnir nógv av heilum draktum, har tú kast prýða tær við stórum smykkum og skóm. Í Skálki er mótin sera myrkur. Litirnir, ið eru mest at síggja har, er grønt, myrkt vínreytt, svart, grátt og hvítt. Soleiðis sær jólamótin út til men á hvøjum ári.

Jakki: G-star 999 ,-

Húgva: Label by Boutique 149,95 ,-

Turriklæði: Dixie 249 ,-

T-blusa: Diesel 449 ,-

Jakki: Sisters point 699,95 ,-

Buksur: 5-units 699 ,-

Buksur: Diesel 1.499 ,-

Taska: Move & moda 299,95 ,-

Hálsketa: Just female 199 ,-

Turriklæði: Mads Nørgaard 699 ,-

Skógvar: Duffy 549,95 ,-

Skógvar: Dixie 499 ,-

Skógvar: Nike 1.099 ,-

Troyggja: Katsumi 449,95 ,-

Jakki: Gestuz 2.399 ,-

Skjúrta: Sisters point 349,95 ,-

T-blusa: Just female 299 ,-

Samlaður prísur: 4.745 kr.

Buksur: Sisters point 299,95 ,Samlaður prísur: 2.800 kr.

Samlaður prísur: 4.843 kr.


13

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Benjamin í klæðum frá Skálki

Jóhild í klæðum frá

Gelluni

Bjørk í klæðum frá Events


14

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólaklumma:

Er í okkum føroyingum góður tokki? Skrivað hevur

Árni Neshamar, Nám X næmingur

Vit menniskju ynskja øll at leika, sum okkum lystir, uttan at verða tarnað, men skerdi fuglurin fær ikki flogið sum hinir. Eingin av okkum er fullkomin á nakran hátt, og øll hava vit okkara at stríðast við. Tó kunnu flestu okkara liva framtíðardreymarnir út. Men fleiri eru, ið ikki kunnu síggja málaðu myndina, ælabogan, ymiskleikan millum dag og nátt, stjørnurnar og mánan, ei heldur renna, smílast og flenna. Hesi eru øll skerd av samfelagnum á onkran hátt. Áttu vit ikki at givið okkum far um, at dygdirnar hjá okkum eru givnar ymsar í lut, tá Harrin býtti út gávurnar? Er tað ikki eitt fjølbroytni, ið myndar

eitt samfelag, eiga vit ikki at vera ymisk? Eitt samfelag er jú ein heild, ið fremur endamálið hjá meirilutanum, men ynskir at verja minnilutan. Ynskja vit í okkara landi at verja minnilutan? Eg haldi, at hetta er ein rannsakandi spurningur, ið vit øll áttu at sett okkum sjálvum. Nú verður tosað nógv í fjølmiðlunum um tað almenna rúmið, har pláss er fyri øllum. Sjálvur meti eg ikki, at Føroyar eru fyri øll. Tá vit sum skúlanæmingar taka býarbussin, haldi eg ofta, at tað verður sæð niður á tey ‘brekaðu’, sum vit kalla tey. Eisini meti eg, at ‘tey brekaðu’ er eitt niður-setandi orð; fólk, ið bera brek, rørslutarnað, fjølbrekað... Ja, eg haldi, at føroyska málið verjir minnilutan. Menniskjan er ónd av náttúru

og hugsar tí næstan altíð um seg sjálva fyrst. Geva vit okkum far um tey við skerdum førleikum, ella lata vit sum einki? Rúma vit teimum í okkara samfelagi? Vit liva í einum meldri hvønn dag og hava í flestu førum meiri enn nóg mikið við okkum sjálvum. Tað er sera trupult at megna at fylgja við ferðini í gerandisdegnum. Gerandisdagurin hevur sína egnu gongd, og hann stendur ikki í stað. Eg veit ikki, hvør hevur av fyrstan tíð sagt hesi orðini, men eina ferð varð tikið til, at Vælferðarsamfelagið er ikki sterkari enn veikasta liðið. Hesum taki eg undir við. Føroyar siga seg vera eitt vælferðarsamfelag, og tí eiga tær at tryggja øllum borgarum virðilig kor. Men hetta virðisgrundarlagið verður myndað av borgarunum sjálvum, tí

vit eru eitt demokratiskt land. Vit velja fólk fyri at svara fyri okkum, tá avgerðir skulu takast. Sjálvsagt eru røddirnar fleiri í tali, ið svara fyri meirilutan – heldur enn fyri minnilutan. Fleiri av teimum førleikaskerdu fáa ikki so frægt sum farið á val, og tí kveikist hesin spurningurin í mær, um rødd teirra fjølbrekaðu er tagnað. Vælferðarsamfelagið hjá okkum hevur eitt avmarkað fíggjarligt tilfeingi, og tíverri verður ofta spart á teimum mest viðkvomu økjunum. Vit mugu vera tey, sum krevja minni, fyri at tey, sum tørva, kunnu fáa meir. Hetta er okkara uppgáva. John D. Rockefeller Jr. segði einaferð soleiðis: Hugsa, tá tú gevur, at tað ikki er ein skylda, men ein framíhjá-

rættur. At geva er ikki bara at geva pengar, men t.d. kunnu foreldrini hjá okkum geva sína atkvøðu til frama fyri tey veiku, vit kunnu geva teimum rúm at vera tey, sum tey eru í okkara samfelagi. Eitt smíl er eisini nógv at geva Eg vóni, at korini hjá hesum minnilutabólki gerast betur við tíðini. Eg vóni eisini, at gerandisdagurin hjá teimum veiku í framtíðini ikki verður eins raktur av manglandi atkomumøguleikum, hjálpartólum og øðrum grundleggjandi krøvum sum í dag. Ein áheitan til allar politikarar í Føroyum um ikki at skerja meiri við sparingum hjá hesum minnilutabólkum. Við vón um, at tey førleikaskerdu fáa eitt virðiligt lív við stimbrandi avbjóðingum. Eisini um jólahøgtíðina!


15

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Jólabakstur fremur jólafriðin

Skrivað hava

Juliett Nattestad og Andrea I.Heinesen, miðlanæmingar

Næmingar úr Miðlabreytini hava staðið kring borðið og roynt ymsan jólabakstur. Her á síðuni eru tríggjar uppskriftir – hunangshjørtu, jólamuffins og jólahús. Her eru uppskriftirnar við myndum av bakstri teirra:

Køkuhús

Dagur 1: Hunangurin, smørið og rørsukrið kókast saman. Síðani skal tað kølast aftur. Upploys pottøskuna í vatnið og rør tað. Blanda mjølið og kryddaríini væl saman. Elt flótandi blandingina saman við mjølblandingini. Lat tað hvíla til næsta dag, í køliskápinum í einum lufttøttum posa. Klipp formar út í pappír. Mát á húsinum: 2x Síður: 18,8 cm breiðar og 6,3 cm høgar. 2x Tak: 20 cm breitt og 12 cm høgt. 2x Galvar: 15 cm breiðir, 6,3 cm høgir (úti við kantin) og frá niðast í miðjuni til ovast í tromini eru 14,5 cm. Dagur 2: Deiggið hitast eitt sindur upp (t.d. í mikroovni) og rullast út, uml. 0,50 cm tjúkt. Legg formarnar á deiggið og sker tað við einum hvøssum knívi. Minst til at skera hurð og vindeygu í veggirnar. Pensla húsið við vatni. (Hetta er ikki

Hunangshjørtu

Smelta hunangin í einari grýtu. Blanda mjølið, kryddaríirnar og hjartarsaltið. Rør tað í hunangin. Rør gerið, eggjablommurnar, og pottøskuna saman við eitt sindur av vatni. Rør síðani alt saman og lat deiggið hvíla í 1-2 tímar í stovuhita. Rulla deiggi út, uml. 1 cm tjúkt, og sker hjørtu út. Baka tey við 180°C í uml. 10min. Pensla/smyr hjørtuni við

Tilfar: 200 gr. 100 gr. 100 gr. 150 gr. 100 gr. 50 gr. 1 dl. 1

Margarin Mjøl Havragrýn Sukur Cornflakes Kakao Mjólk Egg

eru sera leskiligar og jólaligar

neyðugt, men tað ger pettini blonk) Pettini bakast í ovninum við 200°C í uml. 8 min. Halt eyga við at tey ikki verða svørt! Tá pettini eru kólnaði aftur, pyntast tey við glasuri og øðrum. Tá glasururin er tornaður, límast alt saman við øgiliga heitari karamel (smeltaðum sukri). Til pynt hava vit skorið jólatrø út.

Glasur (til pynt og kava) Uml. 800 gr. Flormelis 4 Eggjahvítar 2 tsk. Citrónsaft Sukurkúlur, smarties ella annað til pynt

smeltaðari sjókulátu. Hunangshjørtuni kunnu skerast sundur, og leggjast saman við abrikos- ella appilsinsúltutoyi. Ein góður máti at fáa hjørtuni eins uppá, er at nýta ein siropskøkuform. Men eisini ber til at klippa eitt hjarta úr bakipappíri og leggja tað á deiggið og skera við einum knívi.

Píska hvítarnar til teir eru stívir. Píska eitt sindur av flormelisinum við í. Koyr citrónsaft í. Halt fram við at píska flormelis í, til glasururin er tjúkkur og kann gera stívar toppar.

Tilfar: 400 gr. 235 gr. 235 gr. 10 gr. 2 spsk. 1 kg. 2 tsk. 1 tsk. 1 tsk.

Flótandi hunang Rørsukur Smør Pottøsku Vatn Hveitimjøl Kanel, fínt malið Nelikar, fínt malið Ingifer, fínt malið

Tilfar: 450 gr. 450 gr. 1 tsk. 1 tsk. 2 tsk. 2 tsk. 2 10 gr. 2 tsk. 1 tsk.

Hunang Hveitimjøl Nelikar, fínt malið Kardamummur, fínt malið Kanel, fínt malið Hjartarsalt Eggjablommur Ger Pottøska Vatn

Pynt: 200 gr.

Kókisjokoláta

Jólakaka – Thuesen- Stilund muffins Ert tú komin í jólahýr og ert svangur eftir onkrum leskiligum, so kanst tú eisini baka hesar frálíku Muffins, sum

Øll fyllan verður blandað væl saman, og koyrd í ‘muffins formar’. Hita ovnin til 200 stig, og koyr so køkurnar í ovnin. Lat køkurnar standa í ovninum í 10 til 15 min. Vælgagnist


16

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Eitt jólaævintýr Skrivað hevur

Lív R. Gjógvará, miðlanæmingur

Í einari lítlari bygd búðu tvey børn heima hjá mammuni og pápanum. Ein genta og ein drongur. Gentan æt Sára, og var 8 ár, og drongurin æt Magnus og var 13 ár. Tað var vorðin fyrsti desembur, og Magnus og Sára vóru so spent til jóla. Tey vóru longu byrjað at stákast til jóla. Jólatræið var eisini komið upp inni í stovuni. Familjur sóust hugna sær saman í øllum húsunum í bygdini og pynta til jóla. Bygdin var vorðin til ein hugnaligan jólabý. Ein morgun, tá ið Magnus og Sára vaknaðu, var nógvur kavi komin niður. Tey skundaðu sær út í kavan at spæla. Nógv onnur børn komu eisini; tey spældu kavakríggj og bygdu kavamenn. Nú var tað byrjað at gerast

myrkt. Magnus og Sára vóru eisini vorðin so køld, so tey fóru inn. Tá ið tey komu inn í køkin, fingu tey heitt kakao og bollar, sum mamman hevði gjørt. Tey hugnaðu sær øll og prátaðu um jólini. Sára vildi so fegin síggja jólamannin, men Magnus segði, at jólamaðurin var ikki til, men Sára trúði kortini uppá jólamannin. Sára spurdi mammuna, um hon kundi sova í stovuni lítla jólaaftan, um nú jólamaðurin fór at koma. Tey vóru so spent, at tey næstan ikki kundu bíða meira til jólini.

Dagarnir gingu ordiliga skjótt. Nú var bara ein lúka eftir at opna, so var jólaaftan. Allir pakkarnir lógu undir trænum. Magnus og Sára høvdu úr at gera við at hjálpa mammuni og pápanum, so alt var klárt til í morgin. Sára var farin at sova í stovuni; hon royndi at halda eyguni opin, men fekk ikki, tí hon var bara so móð. Mitt í tí

heila, meðan hon lá og svav, hoyrdi hon okkurt, skundaði sær at hyggja og sá okkurt reytt koma undan kaminuni. Hon hugdi og sá jólamannin. Hon varð so glað og skundaði sær yvir til hann; ”eg visti, at tú vart til.” Jólamaðurin flenti. Sára spurdi so beinanvegin jólamannin, um hon kundi koma við honum. Jú, tað kundi hon gott; hon hevði verið ein røsk genta, og jólamaðurin visti, at hon hevði ein raskan beiggja, sum eisini kundi koma við. Sára gjørdist so ovurfegin og skundaði sær inn í kamarið hjá Magnusi. ”Magnus, vakna, vit fara til Norðpólin við jólamanninum.” ”Sára, eg tími ikki nú, hann er ikki til”. ”Men eg meini tað, jólamaðurin er her”, ”ja, ja, eg komi nú”. Magnus fór við og gjørdist kløkkur, tá hann sá jólamannin og tey 7 reinsdjórini standa har. Jólamaðurin hjálpti teimum

upp í sletuna, so flugu tey avstað og komu til Norðpólin. Tá ið tey komu inn í verkstaðin og sóu allar nissurnar, segði Magnus orsakað við Sáru, ”eg trúði sjálvur uppá jólamannin, tá eg var lítil, men slapp bara ongantíð at síggja hann sjálvur”. ”Tað bilar ikki”, segði Sára, ”nú hevur tú sæð hann við mær”. Sára fór rennandi aftaná jólamanninum, meðan Magnus langt síðani var farin at hyggja at øllum jólagávunum, sum nissurnar pakkaðu inn. Sára spurdi so jólamannin: ”Kann eg sleppa at síggja ta stóru kavakúluna”? Jólamaðurin segði einki eina løtu og hugsaði: ”Jú, tað kanst tú gott, men bara, um tú megnar eina lítla uppgávu”. Sára fór so við jólamanninum, og tey komu inn í eitt rúm, har tríggir lyklar lógu á borðinum. Sára skuldi finna tann rætta lykilin fyri at koma inn til ta stóru kavakúluna, og hon slapp bara at velja einaferð. Sára

valdi so tann í miðjuni. Hon rann yvir til hurðina og vitaði, um hann passaði til, snaraði varisliga á, og hurðin fór upp. Hon sá ta stóru kavakúluna standa beint framman fyri sær. Sára var púra vekk í kavakúluni. So hoyrdi hon Magnus og jólamannin koma inn og siga, at nú máttu tey fara heim aftur. Tey settust í sletuna, og tey sjey reinsdjórini vóru til reiðar at flúgva tey heim aftur. Tá ið tey vóru komin heim, segði jólamaðurin: ”Hetta skal verða okkara loyndarmál”, og ynskti teimum eini góð jól. Sára og Magnus skundaðu sær undir dýnuna, áðrenn nakar vaknaði. Tey vóru samd um, at hetta var tað besta, tey høvdu upplivað, og at tað skuldi vera teirra loyndarmál. Hetta vóru teirra bestu jól nakrantíð...


17

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

sansir.fo

Vit knýta føroyingar saman

Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru 85% av føroyingum knýttir saman. Við tunlunum kanst tú koyra líka úr Gásadali til Viðareiðis - í einum.

Hoyvíksvegur 65, Postrúm 1010, FO-110 Tórshavn, Tel 350200, Faks 350201, www.tunnil.fo

Virðing

Menning

Trivnaður


18

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Kunnu jólagávur vera vandamiklar? Skrivað hevur

Benjamin Heinesen, miðlanæmingur

Hvussu ávirka spøl okkum? Hvat hendir í heilanum, tá vit fáa eitt fullkomið headshot í “Counter Strike”, ella tá tú teabaggar ein mótleikara í “World Of Warcraft”? Tað er í veruleikanum sera einfalt: Tú vinnur, og heilin gevur kroppinum eina virðisløn. Tá tín heili vil løna tær, út-

loysir hann dopamin evni, ið fær teg at kenna teg væl. T.d., tá tú hjálpir einum vini ella vinnur á einum javngóðum kappingarneyta. Men somu spøl kunnu eisini misnýtast. Líka síðan 1970 hava granskarar, foreldur og námsfrøðingar kjakast um, hvussu spøl ávirka okkara gerðir, og um tey somu spølini heilavaska okkum ella venja okkum í at hava harðliga tankagongd. Tað er

galdandi fyri flestu harðligu spølini sum t.d. “Hitman”, “Manhunt” og “Grand Theft Auto”. Men dopamin-kjakið hevur altíð tvær síður, tá sama mekanisma eisini kann brúkast til at skapa otrúlig spøl, og spøl, ið als ikki eru harðlig.

Hví eru spøl so undirhaldandi? Eg fekk eitt lítið prát við seriøsa gamaran Kristian Oliversson. “Tað, sum mær dámar við at

spæla telduspøl er, at tá tað gongst væl, fært tú eitt sús í kroppin, ið ger, at tú bara vilt spæla meir og meir. Tá tað gongur illa, er tað longsulin eftir hesum súsi, ið ger, at tú verður sitandi við telduna/ sjónvarpið og spælir. Eitt annað, sum mær dámar væl við telduspølum er, at tað er sera gott samanhald og samstarv. Og at tú vilt hjálpa hvørjum øðrum.

Hvørji spøl spælir tú?

- Eg spæli mest “Call of Duty: Black Ops 2”. Men onnur spøl, ið mær dámar at spæla eru Modern Warfare 3, Counter Strike, DotA, WOW og Fifa.

Hvussu nógvar tímar um dagin spælir tú telduspøl? - Eg kann sita leingi, um eg orki. Men dagliga spæli eg ikki so nógv. Eg vildi mett einar tríggjar-fýra tímar um dagin.


19

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Akt-lærari, Gitte Klein svarar spurningum Gitte Klein starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Eisini er Gitte Akt-lærari (atferð, kontakt og trivnaður). Í løtuni tekur Gitte eina Master í positivari sálarfrøði. Gitte hevur sett seg inn í, hvussu telduspøl og teldunýtsla ávirka børn og ung. Í tí sambandi hevur hon hildið nógvar fyrilestrar kring landið.

Vit hava sett henni nakrar spurningar: Broyta spøl atburð okkara? Børn skilja ikki imillum, hvat er heilaspuni, og hvat er veruleiki. Ein kanning varð gjørd við 6 ára gomlum børnum. Í kanningini sóu børnini ein film, har ein kona fór inn í eitt rúm. Í rúminum var ein bamsa. Konan byrjaði at sláa og skelda bamsuna, og tað sóu børnini. Aftaná vórðu børnini koyrd inn í rúmið við bamsuni. Børnini gjørdu júst tað sama sum konan, og

byrjaðu at sláa og skelda bamsuna. Kanningin vísir, at børn taka ting, sum tey síggja onnur gera, til sín, og gera tað sama. Tá dreingir tapa í spølum, vera teir illsintir og áleypandi. Dreingir eru illsintir og áleypandi leingi aftaná, teir hava spælt spøl sum t.d. World of Warcraft og Call of Duty.

Eru børn, sum spæla spøl sum Sims, Fifa og Minecraft meir skapandi enn børn, ið spæla spøl sum Grand Theft Auto, World of Warcraft og Call of Duty? Fifa sum dømið. Tað, sum eyðkennir spælið er, at tú spælir ein ella tveir dystir, og so er tað liðugt. Spæl sum WOW (World of Warcraft) endar aldrin, og tí nýtir tú eisini meiri tíð at spæla tað. Tá tú nýtir nógva tíð til eitt spæl, hevur tú ikki tíð til at vera úti, og ikki tíð til at vera skapandi. Kanning varð gjørd, har Fifa og Call of Duty vórðu sett

upp ímóti hvør øðrum. Nakrir dreingir vórðu settir at spæla Call of Duty í 30 minuttir, og nakrir at spæla Fifa í 30 minuttir. Tá teir høvdu spælt, vórðu teir tiknir inn í eitt rúm til eina samrøðu. Ímeðan samrøðan var, skumpaði onkur eitt glas við blýantum á gólvið. Fifa dreingirnir skundaðu sær at hjálpa og taka glasið upp aftur. Call of Duty dreingirnir gjørdu einki.

Hvat heldur tú um, at børn á 10 ára aldri spæla spøl sum Grand Theft Auto, WOW og Call of Duty? Tað er ótrúliga langt úti. Eg haldi, at foreldur skulu byrja at hugsa seg um og fylgja betur við, hvat børn teirra gera. Børn hava als ikki brúk fyri at fylla seg við tingunum, sum tey fáa av harðligum spølum. Nógv onnur ting skulu fáast uppá pláss, tá tú ert 10 ár. Foreldur skulu avmarka, hvussu nógva tíð børnini sleppa at brúka til spøl.

Hvat heldur tú um, at foreldur keypa børnum sínum spøl í jólagávu? Um tey keypa skapandi spøl, og um tey samstundis hugsa sum foreldur, og ikki lata barnið sita leingi og spæla, er tað í lagi. Men um tey lata barnið sita leingi, gongur tað út yvir vinir, skúla og annað. Um barnið t.d. situr á kamarinum allan dagin og spælir spøl. At foreldur keypa børnum sínum ótespilig spøl í jólagávu, hoyrir ongastaðni heima. Børnini skulu nokk uppliva ógvislig og ótespilig ting, tá tey gerast eldri. Tað skulu tey ikki, tá tey eru ung! Tað fer nokk ikki at broytast, at børn spæla telduspøl. Men um eitt foreldur hevur ætlanir um at keypa barni sínum eitt telduspæl í jólagávu, hvat spæl hevði tú so viðmælt viðkomandi at keypt barni sínum? Um barnið er undir skúlaaldur, skalt tú ikki keypa tí eitt

spæl í jólagávu, tí spøl órógva innlæringina hjá barninum. Um eg hevði keypt eitt spæl, hevði tað verið eitt spæl sum Fifa, har tú spælir eina løtu, og so fer út t.d. at royna onkra fintu, sum tú hevur gjørt í spælinum. Tá hevur barnið eisini tíð at vera skapandi.

Hvørji ráð gevur tú foreldrum/børnum á foreldrafundum og í skúlahøpi? Eg haldi, tað er umráðandi, at foreldrini fylgja við, hvat børnini gera á alnótini. So míni ráð til foreldur eru hesi: 1. Børn skulu ikki hava teldu og sjónvarp á kamarinum; so latið heldur telduna standa í køkinum/stovuni, soleiðis at tit síggja, hvat børnini gera. 2. Avmarkið tíðina, sum barnið sleppur at sita um dagin. Í mesta lagi ein tíma um dagin. 3. Virðið aldursmørkini, sum spølini hava. Tey eru har av eini orsøk.


20

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Hugleiðing um jólini Tølini á kalendaraljósinum brenna spakuliga niður, grann dekoratiónir við stearinljósum pynta borðini, og piparnøtur og mandarinir standa í hvørjum króki. Jólaangin byrjar av álvara at breiða seg kring vøkru oyggjarnar, og hús á hvørjum horni standa so bjørt og lýsa yvir gøtuna. Vit eru komin inn í desembur, og kavin er bæði komin og farin, men leggur seg vónandi aftur jólaaftan. Skrivað hevur

Hildur Egilsdóttir, miðlanæmingur

Eg gangi her í tí bítandi kuldanum og ynski so inniliga, at jólagleðin kemur til mín í ár. Mær leingist eftir hitanum. Eg gangi framvið einum húsi og síggi tey kátu jólaljósini lýsa gjøgnum vindeyguni. Eg síggi familjuna inni í húsinum. Har sita tey, ein maður, ein kona, ein smádrongur og tvær smágentur. Tey sita við borðið og klippa jólapynt. Smádrongurin situr grammur og etur úr eini skál, sum ivaleyst hevur verið full av smákøkum fyri løtu síðani, men sum nú er hálvtóm. Samrøðan innanfyri sær út til at vera skemtingarsom, og øll tykjast at vera í góðum lag. Tað kennist løgið. Har sær ikki út til at vera nakað kegl, einki klandur og eingin ófriður. Einans gleði og hiti. Húsið man vera avbyrgt móti øllum heimsins óndskapi og ruðu-leika. Men hvat? Konan reisist,

sigur okkurt og peikar harðliga afturum seg. Smádrongurin skundar sær frá borðinum og rennur tann vegin, konan peikaði. Friðurin er úti. Við smádronginum fór gleðin úr rúminum. Kanska var familjan ikki so eydnurík, sum eg í fyrstani helt. Eg skundi mær víðari, áðrenn eg verði ov døpur í huga. Eg gangi framvið fleiri húsum afturat, summi ljósari enn onnur, tá eg brádliga steðgi á. Eg standi á gongugøtuni og síggi inn í vindeygað. Uttanfyri húsið eru fleiri jólaljós enn í teimum flestu húsunum, og sæð uttanífrá vildi eg trúð, at inni í húsinum búði heimsins mest eydnuríka familja, men innanfyri veggirnar er annað skil. Har síggi eg tvey vaksin fólk standa og skeldast. Ein kona og ein maður. Tað tykist vera maðurin, ið skeldar konuna. Konan tekur hendurnar upp fyri eyguni. Tað sær so ógvusligt út, at eg fái næstan hug

at fara inn og steðga teimum, tá maðurin brádliga fer yvir og leggur armarnar rundan um konuna. Hann klemmar hana, og eg kenni á mær, hvussu góð, tey eru við hvørt annað. Eg standi eftir á gøtuni við blandaðum kenslum. Eg veit ikki, hvat eg skal hugsa um familjuna, men einum eri eg vís í, og tað er, at hatta í øllum førum er ein familja, ið byggir á kærleika. Tað er jólaaftan, og eg fór út fyri at sleppa undan keglinum, men nú leingist mær heim aftur. Eg haldi, at mín jólaaftansgongutúrur hevur fingið meg at skilja tað, at eingin familja er fullkomin. Eg haldi, at hóast vit ikki altíð vísa okkara kærleika fyri hvør øðrum, so merkir tað ikki, at hann ikki er har. Hóast vit deilast og klandrast, so eru vit ein familja.


21

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

Bestu filmarnir í 2012

Skrivað hava

Julian Thomsen og Janus Ljósheim, miðlanæmingar

Vit hava spurt nøkur fólk um, hvør teirra yndisfilmur er í 2012. Her eru so úrslitini av okkara kanning, og ein stuttur samandráttur um filmarnar. Top 5 filmar 2012 1. 2. 3. 4. 5.

Atkvøður

Skyfall 36 Taken 2 31 The Hunger Games 20 Twilight Breaking Dawn 2 10 The Avengers 2

3. The Hunger Games 20 atkvøður

1. Skyfall

36 atkvøður

Uppgávan hjá James Bond er at verja ein harðdisk, sum inniheldur ein lista av øllum teimum bretsku njósnarunum. Hann jagstrar ein mann, sum hevur harðdiskin, og teir berjast á takinum á einum toki. Ein hjálparnjósnari hjá Bond, Eve, hevur teir í siktinum, men hon ivast í, um hon skal skjóta, tí kanska rakar hon Bond. Men M sigur,

2. Taken 2 31 atkvøður

Bryan Mills, ið er fyrrverandi CSI maður, og sum bjargaði dóttrini, Kim, frá nøkrum Albanarum, sum høvdu rænt hana, verður nú álopin av familjuni hjá monnunum, sum hann drap. Tá hann fer til Istanbul í arbeiðsørindum, bjóðar hann Kim og mammu hennara, Leonor, við. Tá Albanarnir frætta, at tey eru í Istanbul, royna teir at taka tey. Tey taka Bryan og Leonor, men Bryan nær at

at hon skal skjóta. Tað ger hon so og rakar Bond, sum dettur niður í eina stóra á, og verður hildin at vera deyður. Tá M er á veg til høvuðssætið M16, er ein stór spreinging har. Bond fær at vita, hvat er áfatt, og fer aftur til London. M gevur honum uppgávuna at finna tann, sum hevur upplýsingarnar. Hann finnur síðani útav, at tað er ein fyrrverandi njósnari hjá M, sum nú vil drepa hana.

ávara Kim, og hon rýmir frá monnunum. Seinni ringir hann til hana og biður hana fara til ta amerikonsku sendi-stovuna, men hon heldur fast við, at hon skal hjálpa teimum. Bryan biður hana so taka kassan hjá honum, sum er fullur við vápnum, og við tí finnur hon tey og gevur honum eitt vápn. Hann flýggjar síðani út frá fangastaðnum og hevur eina ætlan um at koma aftur eftir Leonor, men mótstøðumenninir eru ov nógvir. So hann lítur á sítt minni fyri at finna Leonor aftur.

Í einari framtíð verður einaræðisveldið Panem býtt í 12 økir og eitt ‘kapitol’. Hvørt ár verða tvey av teimum ungu vald við einum lutakasti, har ið tey skulu umboða hvørt av teimum 12 økjunum í The Hunger Games. Vegna undirhald og álvarsliga revsing fyri ein farnan uppreistur verður leikirnir vístir í sjónvarpinum í Panem. Tey 24 luttakandi verða tvungin til at vinna á sínum mótstøðumonnum, meðan borgararnir í Panem verða noyddir at hyggja at. Tá ið tann 16 ára gamla systirin hjá Katniss, Prim, verður vald sum tað kvinnuliga omboðið fyri

Øki 12, tekur Katniss yvir og fer við í leikirnar sum sjálvboðin. Hon og hennara mannfólkaumboð fyri sama øki, Peeta, verða illa rakt av teimum størru og sterkaru mótstøðumonnunum, har ið nøkur av teimum hava vant alt sítt lív.

4. Twilight Breaking Dawn 2 10 atkvøður

Bella nýtur sítt nýggja lív og ta nýggju styrkina eftir føðingina av teirra dóttur, Renesmee. Teirra eydnusæla familja verður hótt av einum nýggjum vanda. Vampýrurin Irina heldur, at eitt barn sum Renesmee kann bjóða av tær núverandi kreftirnar frá Volturi. Ímeðan Irina heldur, at Volturin kann oyðileggja møguliga vandan, gera Bella og Cullens - saman við einum og hvørjum tey kunnu - klárt til eitt endaligt stríð fyri at verja teirra familju.

5. The Avengers 2 atkvøður

Nick Fury er leiðari av S.H.I.E.L.D, ið er ein deild, ið arbeiðir fyri altjóða friði. Tá alheimstrygdin verður hótt av Loka og hansara herdeild, fær Nick

Fury brúk fyri allari hjálp, hann kann fáa frá Marvel Super Heroes, sum er Iron Man, The Incredible Hulk, Thor, Captain America, Hawkeye og Black Widow. Teir royna síðani at bjarga heiminum frá einari vanlukku.


22

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

‘Gerandisdagurin lættari við positivum lyndi’ Samrøða við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn Skrivað hava

Kristian O.Andreasen, miðlanæmingur Neli Heldarskarð, miðlanæmingur

Lýs teg sjálvan við trimum orðum? - Arbeiðssamur, hjálpsamur og altíð í góðum lag. Eg havi altíð verið soleiðis. Eg haldi sjálvur, at tað eru nakrir góðir eginleikar. Gerandisdagurin gerst lættari við einum positivum lyndi. Hvat dámar tær best við at vera borgarstjóri? - At hava møguleika at fremja nøkur ting, sum eru neyðug fyri komununa. Mær dámar væl at arbeiða saman við nógvum fólki, og tí dámar mær væl at fáa framt nøkur ting, ið gera mun. Hvat er tað versta við at vera borgarstjóri? - Eg haldi ikki, at tað er nakað. Sjálvandi eru tað nakrir dagar, har tað er tungt. T.d. tá ið tað eru mál í býráðnum, har tað eru nógvar ymsar meiningar, og tað kanska er ringt at fáa nakra semju. So politiskt ragnarok kann vera eitt sindur tungt. Ein skal hava góða psyku fyri at vera í slíkum starvi. Hvør er tín besta uppliving sum borgarstjóri? - Tá ið tað gongur býnum og øllum borgarum væl. Men eisini, tá ið stór mál koma at enda. T.d. nýggj ellisheim og nýggir skúlar. Tað vísir framburð. Øll í felag gleðast um hetta, og so kunnu vit fara víðari til nýggj mál. Mær dámar allarbest, tá ið alt er gingið, sum tað skal viðvíkjandi tíðar- og kostnaðarætlan Hvat heldur tú sjálvur er tín besta gerð sum borgarstjóri? - Eg veit ikki heilt, men eg sigi altíð, at einhvør borgarstjóri ikki kann gera nakað einsamallur. Eg havi nógv góð fólk rundanum meg. Eg royni bara at gera mítt besta sum borgar-

stjóri. Eg vil serliga gera nakað fyri fólk, sum eru illa fyri. Tað meti eg vera eina stóra gerð. Tað hevur stóran týdning fyri meg, at øll í samfelagnum hava tað gott, bæði tey lægstu og tey hægstu.

Hvat stressar teg? - Eg verði ongantíð stressaður av at hava nógv at gera. Meira eg geri, betri havi eg tað. Tað, sum kann stressa meg er, tá ið tíðarætlanir ikki verða hildnar. Bæði um tað eru stór og minni mál. Men vanliga verði eg ikki stressaður. Nógv spyrja meg, um eg verði stressaður av mínum arbeiði, men tað verði eg ikki. Um nakað, so verði eg kanska stressaður av tingum, sum ikki verða framd. Hvat gleðir teg? - Tað er, at vit øll hava tað gott. At fólk hava tað gott, og vit ikki eru útsett fyri øðrum, sum er aðrastaðni. T.d. uppreistur, kríggj og tílíkt. Tað gleðir meg, at vit hava eitt gott samfelag, tí tað hava vit avgjørt. Sum heild eri eg glaður, tá ið onnur eru glað.

til, at tað kemur ein dagur, har ein skal leggja frá sær. Eg ætli kanska at geva pláss til nýggjar ungar kreftir skjótt. Eg ætli at brúka hesi 4 árini positivt. Eg havi nógv frítíðarítriv, so tað er ongin trupulleiki at gevast á toppinum.

Hvar sært tú teg sjálvan um 10 ár? - Meðan tey flestu sova, renni eg á rennibeytini hvønn morgun klokkan 6. Eg vóni, at eg eisini kann renna har tá. Eg vóni, at eg eri frískur og havi góða heilsu. Eg ætli at gera mær dælt av góðu tilboðunum í Havnargøtum og njóta lívið. Ert tú komin í jólahýr? - Ja, spakuliga. Eg havi nógv hugskot til alt møguligt. Havnin skal vera tipp topp í jólahýri hvørt ár. Beint nú

til jólini er ein ymsastaðni. Jólaaftan vitji eg sjúkrahúsið, herbergið og á ellisheiminum og fái eitt prát við fólkini, ið eru har. Um 17-18 tíðina eri eg liðugur við hetta, og síðani fari eg heim at halda jól saman við familjuni. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at øll hava tað gott og hugna sær jólaaftan. Eg brúki nógva orku allar jóladagarnar

Hvat dámar tær best við jólunum? - Mær dámar væl at hoyra góðan jólasang. Og serstaka jólafriðin dámar mær eisini væl. Helst skal tað vera eitt sindur av kava uttanfyri. So dámar mær bara væl at sita inni og hugna mær. Hyggja út og bara slappa av.

vøllinum, enn tað er nú. Meg minnist, at sum barn sær ein jólini á ein ørðvísi hátt. Tað var nakað, sum eg altíð gleddi meg til. Umstøðurnar vóru nakrar heilt aðrar tá í tíðini. Eg havi altíð havt tað gott á jólum, og umhvørvið hevur altíð verið gott. Men barnajólini eru altíð fremst í huganum. Tað eru góð og dýrabar minnir.

Hvør er tín besta jólagáva nakrantíð? - Tú ert glaður fyri nógv, ið tú fært. Hvat skal ein so velja framum? Ringt at svara hasum spurninginum. Men um eg skal velja, haldi eg, at bestu gávurnar eru, at næstan øll børnini hjá mær eru fødd um jóltíðir. Eg havi eina góða familju og børn og abbabørn. Ein onnur góð jólagáva er, tá ið øll hava tað gott.

Hvat orð ella hvønn setning sigur tú oftast? - ,,Kom í gongd!” Ikki tosa, tosa og tosa. Kom í gongd við arbeiðnum. Hvat er títt besta heimaráð? - At vera postitivur, glaður og hjálpsamur. Tað dekkar nokk so nógv. Hevði tú nakrantíð væntað, at tú fórt at fáa so nógvar persónligar atkvøður? - Nei, tað hevði eg ikki. Eg visti frammanundan, at eg fekk eitt gott val. Í 2008 fekk eg 2200 atkvøður, og tað var stórt met. At sláa sítt egna met er næstan óhoyrt. Eg hevði als ikki væntað at sligið mítt egna met aftur. Ætlar tú at stilla upp aftur um 4 ár? - Hatta er ein góður spurningur. Vit fáa at síggja, hvussu komandi tíðin verður. Men eg haldi, at ein skal eisini minnast

Borgarstjórin saman við miðlanæmingum

verður skoytibreytin sett upp, og 1. desembur skal alt vera klárt. Perur, jólatræ og alt tað, sum har til hoyrir. Eitt, sum eg gleði meg nógv til er, tá ið børn míni koma heim at halda jól. Eg eigi ein son, sum er búsitandi í Írlandi, og eina dóttir, ið er búsitandi í Aalborg. Tey koma bæði heim, og so er øll familjan samlað. Eg havi eisini 10 gæs, ið skulu slaktast, og tað geri eg á hvørjum ári.

Hvar og hvørjum heldur tú jól saman við? - Eg havi eina fasta skrá. Upp

Hvat ynskir tú tær í jólagávu? - Onki serligt ynski. Tað eru altíð ymsar jólagávur á hvørjum ári. Mítt størsta jólagávuynski er, at øll hava tað gott. At ongin gongur svangur, og øll hava góða heilsu. Hvørji jól minnist tú best? Og hví? - Tá ið ein kemur upp í árini, hugsar ein altíð aftur á tær gomlu tíðirnar. Tey jólini, sum eg minnist best, eru jólini, tá ið eg var barn. Tá var tað t.d. nógv meira serligt, tá ið jólatræið varð tendrað á Løgtings-

Hvussu sær borgarstjórin høvuðsstaðin í 2020 í mun til nú? - Eg hugleiði, at Havnin verður ein miðdepil fyri alt landið, har ungdómurin lesur og er virkin. Eg vóni, at tað verður granskað í Tórshavn, og at tað eru nógv arbeiði til allar hendur í kommununi. Eg vóni eisini, at vit hava funnið olju, so vit hava eitt alternativ til fiskivinnuna, tó at fiskivinnan ikki skal burtur á nakran hátt. Tó haldi eg ikki, at oljan skal takast á land í Føroyum. Vit eiga heldur at leggja okkum eftir at fáa


23

NámXtíðindi nr. 05 | www.namx.fo | 2012 | 3. árgangur

sum mest av øðrum virksemi í sambandi við eina framtíðar oljuvinnu til Føroyar, sum ikki er so krevjandi í mun til tørv á arbeiðsmegi, tí tað kann skjótt verða meira, enn okkara lítla samfelag klárar at taka ímóti. T.d. hendi tað tað í Hetlandi, og tá saman um kom, lá ikki so nógv eftir í landinum, hóast teir høvdu funnið olju. Vit eiga tí heldur at fáa avtalu við ein av vinarbýum okkara Stavanger ella Aberdeen, og so

heldur satsa uppá annað virksemið her. Gjøgnum tíðina hevur kommunan klárað eina og hvørja torføra støðu, og tað vænti eg eisini, at hon fer í framtíðini. Eg vænti ein livandi og dynamiskan høvuðsstað. Har tryggleikin er í hásæti. Tá ið Havnin hevur tað gott, so hava allar Føroyar tað gott. Um Havnin ikki hevur tað gott, so er støðan heldur ikki góð í Føroyum.

Ungdómurin skal sleppa út at uppliva okkurt, men hann skal eisini koma aftur og gera landið betri. Tí skulu tey hava góðar møguleikar at koma heim aftur aftaná lidna útbúgving. Tað skal vera okkurt gott at koma heim til. Alt er ov negativt í dag. Tað verður næstan bara lagt til merkis trupulleikar. Heldur skal spyrjast, hvat vit kunnu gera við trupulleikarnar? Vit fáa onki burturúr bara at síggja trupulleikar. Tað

er altíð ein loysn og møguleikar í øllum støðum. Ungdómur landsins fer til Havnar, tí at Tórshavn hevur nógv teir bestu karmarnar í øllum landinum. Havnin er sentrum. Vit hava ein lítlan miðdepil, men vit mugu gera tað betur. Gera býin til ein meira nýmótans og vakran bý. Tórshavnar Kommuna hevur nýliga bygt tveir nýggjar og flottar skúlar. Hetta vísir, at vit standa saman og finna útav

at gera tingini. Í løtuni haldi eg, at tað er ov nógvur klandur í løgtinginum. Tey áttu at hildið seg til eitt í senn. T.d. hava tey enn ikki funnið útav, hvussu tað verður við deplinum í Marknagili, sum er alneyðugur. Neyðugt er, at vit standa meira saman og fáa eitt stórt mál framt, áðrenn vit fara til okkurt nýtt.


NámXtíðindi 2012/2013 nr. 2  

Útgevari: Miðla- og samfelagsbreytin, Námx, Eysturskúlin, Tórshavnar kommuna