Page 1

NámXtíðindi

Miðlabreytin og Íverksetarabreytin • Nám X í Tórshavnar kommunu • okt. 2011 • www.namx.fo

NÁM X “THE PLACE TO BE”


2

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

MIÐLABREYTIN OG ÍVERKSETARABREYTIN Í NÁM X GEVA BLAÐ ÚT Miðlabreytin og Íverksetarabreytin í Nám X geva blað út. Miðlabreytin og íverksetarabreytin eru gingin saman um at geva eitt blað út, sum kemur í hvørt húsarhald í Suðurstreymoy. Miðlabreytin hevur tikið sær av temum greinum, sum eru tøkar í hesum blaði. Miðlanæmingar hugleiða, skriva stuttsøgur og hava samrøður o.a. Íverksetarabreytin hevur tikið sær av lýsingum og innsendum greinum.

Um Miðla-og samfelagsbreytina: Endamálið við hesi breyt er, at næmingurin fær innlit í samfelagsviðurskifti gjøgnum ymsu miðlarnar. Næmingurin lærir at arbeiða við keldutilfari og at gera kanningar við atliti at samfelagsviðurskiftum. Innihald: Journalistikkur og samskifti (útvarp, sjónvarp, bløð, internet) • Heimasíðusmíð og layout. • Undankanningar og framløguhættir. (research

og formidling) • Munurin millum undirhaldssendingar og dokumentarsendingar. • Ungdómur og politikkur • Vinna og útbúgvingarmøguleikar. • Útbúgvingar í Føroyum og uttanlands. Starvsleið: Breytin er fyri tey, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, tíðindaflutningi og at arbeiða við kunningartøkni. Um íverksetarabreytina:

Endamálið við breytini er at geva næmingunum avbjóðingar, ið gera hugskot til veruleika. Breytin er fyri tey, ið hugsa um at arbeiða sjálvstøðugt og kanska stovna egna fyritøku. Innihald: Við grundarlagi undir føroyska vinnulívinum arbeiðir breytin við verkætlanum, sum gera tykkum sjálvstøðugan og ábyrgdarfullan. Næmingarnir fáa m.a at vita um:

Miðlabreytin og Íverksetarabreytin Útgevari: Miðlabreytin og Íverksetarabreytin í Námi X 2011/12.

Snið og uppseting: Edit, Sverri Egholm. www.edit.fo

Eintøk: 7.500 í hvørt hús í Suðurstreymoy.

• Hvussu ein stovnar egna fyritøku • Føroyskt vinnulív • Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk • Kundarøkt • Fíggjarstýring • Marknaðarføring /sølulýsing • At bjóða fram • Brævskriving/mál Starvsleið: Breytin er fyri næmingar, ið eru áhugaðir í at stovna egna fyritøku, áhugaður í sølu- og tænastuvinnu og framleiðslu.

www.namx.fo Samband: namx@namx.fo www.namx.fo

Prent: Prentmiðstøðin


3

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

HE IM

HEIM Á JÓLUM

17 .D ES .

H 17. D EIM – NIÐ ESEMBER URAF TU 5. JAN UAR R

Á jólum siglir Norröna seinasta túr undan jólum úr Hirtshals 17. desember. So tá er lag á manni at fylla kuffertini og njóta ein hugnaligan túr heim við Norrönu. Tá ið jólini og nýggjársskiftið eru farin væl afturum, liggur Norröna klár at loysa úr Havnini tann 5. januar kl. 21.00.

1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. Aftur og fram í couchettu og uttan bil

1 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . .kr. Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari

2 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . .kr. Aftur og fram í 2-koyggjukamari

2 vaksin + 2 børn v/bili. . . . . . . . . .kr.

Hugna tær í okkara nýggju Saga Café

Aftur og fram í 4-koyggjukamari

995,2.635,4.990,5.990,-

FONN FLOG, TEL 47 63 63 · FAROE TRAVEL, TEL 34 26 00 · 62ºN, TEL 34 00 00

TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO


4

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

NÁTTÚRU- OG DJÓRABREYTIN – KOMANDI ÆTTARLIÐIÐ AV FESTARUM Á náttúru- og djórabreytini í Nám X verður stórur dentur lagdur á, at teori og praksis verða flættað saman. Oftast er undirvísingin soleiðis, at fyrst er ein stutt innleiðandi frágreiðing um evnið. Síðani uppliva vit - royna, síggja, lukta og nerta. Hetta vekir áhugan fyri teoriini aftanfyri. Á breytini verður arbeitt á trimum økjum. Samstarv við Búnaðartovuna, samstarv við Onnu Louisu Joensen og onnur undirvísing. Samstarv við Búnaðarstovuna Náttúru- og djórabreytin hevur eitt spennandi og læruríkt samstarv við Búnaðarstovuna í Kollafirði. Hesin parturin av undirvísingini verður lagdur til rættis í samráð við Búnaðarstovuna. Evnini fyri dagarnar eru altíð viðkomandi fyri árstíðina og eru ofta partur av granskingarætlanum, sum BST ger. Higartil í ár hevur breytin verið við at taka grasroyndir og at taka epli upp á Sandi og í Kollafirði. Breytin hevur eisini verið inni á Sundi, har BST er við í áhugaverdari verkætlan at kanna vakstrarlíkindi fyri ymiskum sløgum av jarðberjum og hindberjum. Og í seinastu viku vóru vit saman við Júst Rubeksen, sum fletti 6 seyðir saman við okkum. Á skránni í novembur er landsseyðasýningin og haruveiða.

Tað verður fylgt upp á øll evnini. Um eplini verða tikin sum dømi, so er hetta ein gransking, sum hevur fleiri ár á baki. Tað er Peder Haahr, sum í nógv ár hevur granskað og gjørt royndir við ymiskum eplasløgum. Breytin hevur verið við at taka epli upp nú í heyst. Peder greiddi nógv frá, meðan vit arbeiddu. Síðani kemur Peder at vitja okkum áðrenn jól og greiðir nærri frá um epli og granskingina. Til várs fáa vit innlit í partin at seta epli niður – og sjálvandi fáa vit smakkiroynd eisini. Føroysk og íslendsk ross Annað høvuðsøkið er í tøttum samstarvi við Onnu Louisu Joensen, sum arbeiðir við at varðveita føroyska rossið. Her læra næmingarnir alt, sum hugsast kann, um ross og rossahald. Í august og septembur var undirvísingin í Sandágerði. Her fingu næmingarnir lært hestarøkt og sluppu frálíkar ríðitúrar. Tann eina dagin skuldi frálæran snúgva seg um kropsbygnað og sereyðkenni fyri ymisk rossasløg . Av tí, at næmingur á breytini eigur íslendskt ross, var lagamanni at hava hetta rossið við í Sandágerð tann dagin at tosa um líkheitir og munir á eitt nú føroyska og íslendska rossinum. Soleiðis gjørdist tann undirvísingin nógv meira viðkomandi og ítøkilig fyri næmingarnar.

Nú heystið stendur fyri durðum, verða rossini flutt tætt við ríðihøllina (gamla drívhúsið millum Kirkjubø og Velbastað). Næmingarnir eru eisini við í hesum fyrireikingunum. Inni í høllini er ein sera hugnalig træsmátta, sum verður brúkt til tjak og undirvísing. Meðan ríðingin alt eftir veðrinum kann vera inni ella úti. Vitjanir til serlig tiltøk/upplivingar Umframt undirvísingina í samstarvi við BST og Onnu Louisu er annað á skránni. Eitt nú regluligir gongutúrar at fylgja árligu gongdini hjá plantum og djórum í føroysku nátturuni. Lærarar og næmingar, tosa um tað, vit síggja. Næmingarnir føra loggbók. Síðani verða upplivingarnar viðgjørdar, so lívfrøðilig teori og hugtøk koma upp á pláss. Nevnast kann, at breytin hevur verið á drunnhvítatúri í Nólsoy saman við Jens Kjeld. Ein annan dagin var breytin á Norðlýsinum og fingu moskusoksasúpan frá Birgiri Enni. Í báðum førum varð teori flættað upp í upplivingina. Tað var ikki eiti á fangandi frágreiðingum vit fingu, bæði frá Jens Kjeld og Birgiri Enni. Tað serliga við slíkari undirvísing er, at næmingarnir kunnu spyrja so nógv teimum hóva, og teir serkønu eru fúsir at svara. Hetta eru bert tvey dømi av fleiri.


5

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

PENSJÓN

Áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her Tosa við okkum um tína pensjón í dag

Skjótt skulu allir føroyingar gjalda til egna pensjón, og við tíðini fara minst 15 % av tíni løn til pensjón. Vit geva tær møguleika at velja millum fleiri sløg av pensjónum. Vel millum: Kapitalpensjón - tá fært tú pensjónina goldna út í einum Lutapensjón - tá fært tú pensjónina goldna út í lutum yvir í minsta lagi 10 ár Lívrentu – tá tryggjar tú tær eitt mánaðarligt útgjald, so leingi tú livir

Á heimasíðu okkara finnur tú meira kunning um pensjón. Sum pensjónskundi hjá okkum hevur tú fult gjøgnumskygni og mánaðarligt yvirlit, hvussu nógv av tínum pensjónsinngjaldi fer til samansparing, tryggingar og umsiting, og hvørja rentu tú hevur fingið av samansparing tíni. Hevur tú tínar tryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og tína pensjón hjá Betri pensjón, fært tú harumframt heilt upp til 32 % í avsláttri av inngjaldinum til Tryggingarfelagið Føroyar.

Set teg í samband við okkum í dag og tekna pensjón, tí áðrenn tú hevur vent tær, er framtíðin her.

Vit samstarva fyri at veita tær eina enn betri tænastu


6

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

RINGT VIÐ AT SOVNA? Guðrið Hentze Miðlanæmingur

aftaná føðingina, tá tær ofta mugu upp á hálvari nátt, tá ið barnið grætur.

-Tað eru umleið 10-15 % av øllum fólkum, ið hava trupulleikar við at sova. Serliga er hetta galdandi fyri kvinnurnar. Á leið dupult so nógvar kvinnur sum menn hava ikki lætt við at sovna um kvøldarnar. Fleiri halda orsøkina vera, at kvinnur hava allan heimin á herðunum, ímeðan menn bara taka tað, sum tað kemur. Læknarnir eru tó ikki heilt samdir; serliga skyldast hesin munur eisini av menstruatión; tá kvinnur eru við barn, og

Tað veldst heilt um aldursbólkin. Smábørn hava brúk fyri nógv meira svøvni enn tey eldru, men við tíðini javnast hesin munurin, og teirra tørvur minkar. Tørvurin hjá vaksnum er 7½ tímar um døgnið. Vanliga verður sagt, at um fólk ikki kenna seg troytt, sum dagurin líður, so hava tey fingið nokk av svøvni. Tó er tað ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógvan svøvn teimum tørvar um

- Hvussu nógvum svøvni hava vit tørv á?

náttina. Summi fólk kunnu klára seg við at sova einans 6 tímar ella minni um náttina, ímeðan onnur mugu sova heilt upp til 9 tímar ella meir. Báðir partar sigast at vera púra normalur fyri eitt vanligt menniskja, uttan tú hevur nøkur sjúkutekin. Samanumtikið eigur ein persónur at sova hvørja nátt, og ikki innheinta svøvn í vikuskiftinum. - Hvat kanst tú gera?

-Lat heilan hvíla. Far ikki og hugsa um alt tað keðiliga. Hvat tú ikki fekst tíð at gera o.s.fr. Hugsa um okkurt avslappandi ella

okkurt gott í tínum lívi. -Um tú hevur nógv at gera í gerandisdegnum, bæði innan arbeiði og heima – at tú snøgt sagt kennir teg strongan; skriva so alt tað, sum tú skalt gera -ella minnast tiltann næsta dagin, niður á ein pappírslepa. Tað kann hjálpa tær við ikki at hugsa líka nógv um tað, og so hevur tú kanska lættari við at sovna, tá tú fert til songar. - Tú tekur tað úr høvdinum og setir tað til síðis. -Tá tú skalt sova, lat so vera við at taka arbeiði hjá tær - við í songina. Songin er til at sova í, og

www.renovent.fo

Reno-Vent loysir størri og smærri HVS uppgávur Reno-Vent leggur stóran dent á grønar orkuloysnir. Felagið hevur eisini umboða og selt hitapumpur síðan 2005 og er harvið fyrsta felagi við hitapumpuloysnum í Føroyum Onnur øki: Ný- og umbygging (skúlar, stovnar o.a.). Vanligt rør og blikkarbeiði. Søla av HVS tilfari. Termografering. Slangukagi – Rørinspektión v/ kamera.Viðlíkahald av ventilatión

Reno-Vent Sp/f // Bryggjan 1 // 420 Hósvík // Tel 66 11 00 // Fax 66 11 01 renovenT@renovenT.Fo // www.renovenT.Fo

ikki til at arbeiða í. -Tú skalt ikki halda, at um tú leggur teg í songina, so sovnar tú automatiskt. Gert okkurt avslappandi áðrenn; fá tær eitt heitt bað áðrenn, ella drekk ein kopp av te. Okkurt, sum fært teg at slappa av - sum fær strongdina úr kroppinum. -Lat vera við at drekk kaffi ella aðrar koffeinvørur um kvøldið. -Lurta eftir róligum tónleiki - klassiskum tónleiki ella sissandi náttúruljóði. Royn at fara til songar umleið somu tíð um kvøldarnar og uppaftur umleið somu tíð um

morgnarnar, eisini sjálvt um tað er vikuskiftið! Kroppurin hjá tær má venja seg við, nær hann skal sova, og nær hann skal vera vakin. -Um tú oftari enn tríggjar ferðir í einari viku hevur havt trupulleikar við at sovna í einum tíðarskeiði, átti tú at farið til kanningar hjá læknanum. Tað er tó ikki vist, at nakað er áfatt, men tað kann t.d. vera ASTMA, ov høgt blóðtrýst o.a., sum kann vera vandamikið.


7

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Nú útisiglarar, handverkarar og vinnan skulu rinda gildið! Er ætlanin at skattajagstra fólk av landinum, so verður skjótt øskukalt í Føroyum.

Farnu mánaðirnar er ljósið varpað á ovurhonds skattatrýstið í Føroyum. Og tað er sjálvsagt. Marginalskattatrýst omanfyri 60% er køvandi fyri virkishug og liviumstøður.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður www.djurholm.fo

Men hví hava vit hetta skatta ok? Er støðan ikki hon, at almennu útreiðslurnar ikki samsvara við framleiðsuorkuna í landinum? At vit liva omanfyri inntøkuevnini, so landið í dag má læna út við 2 mio kr. um dagin fyri at

dekka ovurforbrúkið? Drena borgararnar

Hesin veruleikin er tagdur burtur. Ístaðin verður tosað um at breiðka skattagrundarlagið, at drena fleiri krónur úr borgarunum fyri at rinda almennu útreiðslurnar. Eykaskattur

Og seinasta útspælið frá javnaðarflokkinum er, umframt at meirskatta vinnuna, at skatta allar føroyingar, sum er farnir í onnur lond at vinna til dagin og vegin. Hesir skulu nú gjalda eykaskatt uppá 10%. Hetta ljóðar tilforlátiligt og

Fiskivinnan eisini gerast heimsmeistari Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Hin lagaliga løtan er nú komin hjá fiskivinnuni at gera, sum alivinnan gjørdi.

Frá at vera ein vinna á ivakós, er alivinnan vorðin ein mynsturvinna - heimsmeistari, sum er vorðin fyrimynd í alheimshøpi. Hetta er úrslitið av umleggingini frá 2003 til 2005, ið undirritaði sum landsstýrismaður hevði ábyrgdina av. Hesum eiga vit at læra av, nú nógvar broytingar eru í veiðimynstrinum, og raksturin er tungur hjá heimavinnuni. Tí er løtan lagalig, har vinnan og tað almenna sessast at endurskoða karmarnar fyri framtíðar fiskivinnuna.

Grundarlagið undir nýggja fiskivinnupolitikkinum eigur m.a. at byggja á meginreglurnar um, at • Fiskiskapurin skal verða skipaður á einum burðardyggum grundarlagið, búskapar- og lívfrøðiliga, • Greiður ræðisrættur skal verða knýttur at kvotum og fiskidøgum og størri umsetiligheit, bólkur 5 verður hildin uttanfyri fiskidagaskipanina, • Í útgangsstøði verður allur fiskur veiddur úr føroyskum fiskidøgum landaður í Føroyum, men annars verða ongar avmarkingar um fiskurin verður virkaður umborð ella á landi, • Í samstarvi millum tað almenna og vinnuna, verða skipanir gjørdar fyri at tryggja góðskuna á feskum fiski

landaður í Føroyum, • Allur stuðul burtur úr vinnuni og • Sjómannafrádrátturin eigur at verða kappingarførur við grannatjóðirnar. Málið er at menna fiskivinnu fyri at skapa avkast, spennandi arbeiðspláss og í síðsta enda at tryggja vinnuni og samfelagnum dyggar inntøkur. Uppgávan skal ikki vera at útvega pengar til landskassan við tilfeingis- ella øðrum gjøldum, har útlendingar sum frálíður fara avstað við føroyska tilfeinginum. Tvørturímóti. Tí liggur tað júst til høgrabeinið nú at gera sum alivinnan gjørdi fyri nøkrum árum síðani. At gera fiskivinnuna til enn ein føroyskan heimsmeistara.

tølandi. Konsekvensútrokningar eru tó ongar, og hvat sigur javnaðurin, tá somu persónar sum úrslit flyta av landinum? Men útspælið er politiskt smart og fylgir meginregluni um, at einki er so lætt í politikki sum at seta samfelagsbólkar upp móti hvørjum øðrum, og soleiðis hála atkvøður í kassan. Noyðast burtur

Nei, heldur enn at leggja eftir einum verjuleysum bólki, sum ikki kann fáa sína gerandisúrtøku í Føroyum, men sum kortini velur at verða búgvandi her og ríkiliga brúkar sínar inntøkur í landinum, so átti

javnaðurin at lagt seg í seðlarnar at reformera, spara og rationalisera. Samstundis skuldi orka verið nýtt í samráðingum við grannalondini um nýggjar dupultskattasáttmálar, so ruddað bleiv upp í órímiliga partinum av skattingini av útisiglarum og handverkarum, sum velja at verða búgvandi í Føroyum, men sum troyta allar leiðir uttanlands at fáa inntøku til seg, síni og samfelagið. Verða hesi eisini skattajagstrað av landinum verður enn truplari at fáa skil á landsbúskapinum.

Hægri lesnaður og fjarlestur Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Útbúgving er íløga í framtíðina. Tí skal dentur leggjast á viðkomandi hægri útbúgvingar, sum kunnu vera grundarlagið undir framtíðar menningini av samfelagnum. Tað er avgerandi, at útbúgvingarverkið fyrireikar næmingar og lesandi til alsamt meira altjóðagjørda heimin. Tí er styrkt undirvísing í fremmandamáli, serliga enskum, ein fortreyt fyri, at vit ikki gerast eftirbátar sum tjóð. Umframt, at Fróðskaparsetrið áhaldandi skal bjóða fleiri lestrarmøguleikar, so eiga vit tilvitað at virka fyri, • At altjóðagerðin gerst nátúrligur partur av undirvísingini, • At hægri merkantilar útbúgvingar verða styrktar og knýttar at Fróðskaparsetrinum, • At størri dentur verður lag-

dur á Ph.D og vinnu-Ph.D í samstarvi við vinnulívið, • At merkantili og samfelagsligi parturin av maritimu útbúgvingunum verður styrktur og • At Fróðskaparsetrið fer í samstarv við eina komandi Granskaralund. Fjarlestur

Sum partur av útbúgvingarmøguleikunum eigur Fróðskaparsetrið at fyrireika og skipa fyri møguleikum fyri fjarlestri. Hetta skal gerast undir skipaðum og góðkendum viðurskiftum, har avtalur vera við útlendskar lærustovnar innan øll viðkomandi útbúgvingarøki. Fróðskaparsetrið skal hava møguleikar fyri at skipa so fyri, at fjarlesandi í Føroyum, umvegis e-learning, í so stóran mun sum gjørligt sleppa frá at ferðast burtur í onnur lond fyri at fylgja undirvísingini. Eisini eigur Fróðskaparsetrið, har tað ber til, tryggja sær heimild at gjøgnumføra próvtøkur fyri fjarlesandi.


8

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

HVUSSU NÓGV FYLLIR LØGTINGSVALIÐ Í TÍNUM HUGAHEIMI? FRÁ 1-10 LØGTINGSVALIÐ FYLLIR LÍTIÐ Í GERANDISDEGI TEIRRA UNGU:

Rúni Dybczak

Nám X næmin

gur

1

Nám X næmingur

Sarita H. Thomsen

Nám X

2

Rebekka McBirnie

Nám X næmingur

r Old Petugu Jens næ min r

1

Jógvan R. Samuelsen

Nám X næmingur

Laila S. Midjord Nám X næmingur

7

8

8


9

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

MEGA TILBOÐ

MILK SHAKE

39,-

10,-

THE BURGER Original


10

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

FØROYSK FILMSFRAMLEIÐSLA Sarita Thomsen Miðlanæmingur Føroyar. Á, tað undurfulla land. Eitt einastandandi listarverk, ið er vert at goyma. So hví ikki fáa alt á film? Tað er tað, henda greinin fer at snúgva seg um. Hóast Føroyar er eitt lítið land, so eru vit gott ávegis ímóti nøkrum størri enn væntað. Nógvir spælifilmar og stuttfilmar eru komnir burturúr, bæði til álvara og gaman. Nakrir av teimum kendastu filmunum eru ’Barbara’, ’Karrybollarnir’, ’Rannvá’ og ’Trøllapætur’. Dýrasti spælifilmurin, ið nakrantíð hevur hevur verið gjørdur í tí danska kongaríkinum er ’Barbara’(1997). Hóast filmurin er danskur, gongur alt fyri seg í Føroyum. Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyski leikstjórin. Hon fór til Danmarkar og var fyrsti føroyingur at koma inn á filmsskúlan í Keypmannahavn. Hon var eisini fyrsti føroyingur

at fáa eina virðisløn fyri film sín ’Bye bye bluebird,(1999). Sum tit skilja, so eru fleiri filmar komnir burturúr í hesum lítla landi, hóast tað kanska ikki eru so øgiliga nógvir. Men fyri at gera film, noyðist man eisini at vita bæði eitt og annað um tað áðrenn, og eftirsum Føroyar aldrin hevur havt ein rættan filmsskúla, er tað ikki so lætt. Men tað vil Nóllywood broyta. Nóllywood er fyrsti filmsskúli fyri ung í Føroyum. Hann varð stovnaður á sumri 2010 og hevur sostatt verið tvær ferðir. Filmsskúlin er bert fyri ung, ið hava stóran áhuga fyri filmsgerð, og tað hevur einki at siga, um ein hevur gjørt nógv við film áðrenn, ella um ein bara hevur hugt at filmum. Fyrstu ferð varð Nóllywood í eina viku í summarferiuni 2010 í Nólsoy, tí er navnið “Nóllywood”, og aðru ferð í heystferiuni 2011 í háskúlanum í Havn. Á skeiðinum fáa 12 ung (hóast tað bert hava verið 9) møgulei-

kan at læra at gera film og at kenna onnur, ið hava sama áhuga. Fyrst snýr tað seg um at læra tað grundleggjandi í filmsgerð. Man lærir um alt, ið skal brúkast í eini films-framleiðslu, so sum at filma, seta ljós, taka ljóð upp, klippa o.s.fr. Tað endar við, at tey sleppa at vísa tað, tey hava lært fram við einum stuttfilmi, ið næmingarnir sjálvir hava gjørt. Fyrsta árið gjørdu øll ein film saman og fingu tveir dagar at filma, har tað í ár vóru tveir bólkar, og tey fingu bert ein dag at filma í. Stuttfilmarnir vórðu vístir seinasta dagin fyri familju og vinum - saman við ‘Behind the Scenes’ filmi eisini. Hetta er næstan einasti møguleikin hjá ungum at fáa undirvísing í filmsgerð, eftir sum at Føroyar ongan rættan filmsskúla hevur. Talan er eisini um at hava tvey skeið, eitt fyri roynd og eitt fyri nýbyrjarar. Ungdómur er í størri mun byrjaður at gera smáfilmar og leggja teir út á Youtube. Nógv

ung hava lagt allar møguligar filmar út á netið, - har ímillum eru ungu dreingirnir frá ’Tað-filmar’. Tað varð stovnað í 2010, eftir at dreingirnir høvdu verið á filmsskúlanum ’Nóllywood’. Teir hava gjørt uml. 10 filmar, og hava fingið sera nógv góð ummæli og nógv ’hits’ á Youtube. Nakað, ið eisini líkist ’Tað’, eru dreingirnir frá ’The Random Show’, ið eisini líknandi smáfilmar, har teir bara tvætla runt og eru totalt ’random’. Men tað eru jú ikki bara tey ungu, ið eru áhugað í filmi. Vit hava eisini fleiri professionel fólk innan filmsgerð í Føroyum. Bjarki Thomsen, 46, starvast í løtuni hjá 3-2, men í frítíðini hevur hann fingist við at gera film. Nýggjasti filmurin eitur ”Ongin Konflikt”, og hann varð upptikin í septemburoktobur 2011, og er væntandi liðug í januar-februar 2012. ”Ongin Konflikt” er ein krimi-filmur, ið gongur fyri seg í 1930’unum í forboðstíðini.

Hann varir uml. 25 min, men hann ætlar kanska eisini at gera ein tvey’ara. Hann hevur eisini gjørt ein film, ið var eitt skúla-projekt, ið eitur “En Dårlig Dag“, har hann burtursæð frá sjónleikarunum og tveimum øðrum monnum, var alt filmsliðið sjálvur; kamera, ljós, leikstjóri o.s.fr. Hann segði, at tað var øgiliga spennandi, tí at man skal taka avgerð alla tíðina, hvønn fimta minutt, og hann hevði bert tríggjar dagar at filma í. Hann sigur, at meingið er at gera film í Føroyum, man skal bara hugsa um tann útlendska marknaðin, um man vil selja hann. Tað er keðiligt, at vit ongan films-politikk hava í Føroyum, sigur hann, tí at tá ið einki er í Føroyum, so er tað ringt at fara i gongd og byrja nakað nýtt. Hansara orð til tey ungu, ið vilja koma inn í filmsídnaðin er, at tey skulu elska tað. Tað er gott, at fólk royna at gera film og brenna fyri tí.


Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

11


12

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Ta! skal loysa seg at búgva í Føroyum Inntøkuskatturin skal lækkast. Ikki fleiri byr!ar á vinnulívi!. Hjálp til tey, i! veruliga hava tørv.

Annika Olsen

Listakvinna meira sjónlig Harriet Poulsen Vágadal hevur gjørt sær eina heimasíðu: www.123hjemmeside.dk/Harriet. Harriet er útbúgvin listakvinna á Tel-Hai Art Academy í Ísrael.

Paturssonar gøtu 79. List hennara umfatar tulkingar av djórum og fólki. Súmbolskar nátturúlýsingar eru eisini ein partur av tí, ið Harriet skapar.

Harriet hevur sítt egna studio, Gallarí/studio, úti í Jóannesar

Krabbameinsætlanin setast í verk

Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Vit eiga at leggja alla orku at geva krabbameinssjúklingunum so dygga og góða viðgerð sum gjørligt, tað verið seg her ella í útlondunum.

Krabbamein er tíverri sjúka, ið alt ov mong kenna til. Umleið 150 nýggir tilburðir av krabbameini verða staðfestir í Føroyum um árið, og enn eru tað framvegis mong, sum tíverri mugu víkja fyri sjúkuni. At so nógv verða rakt av krabbameini ger, at vit eiga at leggja alla orku í, at heilsuverkið ger sum mest fyri at tryggja sjúklingunum so góða viðgerð sum møguligt, umframt at ráðgevingin og stuðulin til sjúklingarnar og tey avvarandi eigur at vera so holl sum tilber. Fyri at røkka besta úrslitinum

eigur ein samlað strategi at verða gjørd fyri fyribyrging, diagnostikk, kanningar og viðgerð. Harumframt eiga tilboð um rehabilitering at vera líka sjálvsøgd sum sjúkuviðgerðin. Bestu røntgendeild

Ein screeningseind eigur at samskipa og hava ábyrgd av verandi og komandi screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum. Í tí sambandi skal landsumfatandi mammografiscreening verða sett í verk, allarhelst fyri allar aldursbólkar. Eisini eiga

aðrar krabbameinsscreeningar at verða settar í verk fyri tær mest vanligu krabbasjúkurnar. Fyri at kunna gera dyggastu og bestu diagnosurnar, eigur Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum at vera útgjørd við mest framkomnu kanningar- og skanningartólum, bæði fyri at geva sjúklingunum bestu álítandi sjúkugreiningina, men eisini fyri at kunna bjóða evnaríkum læknum avbjóðandi starv sum røntgenlæknar. Skjót hjálp

Í krabbameinsætlanini, sum

var almannakunnug í fjør, er holl tilmæli um framtíðar krabbameinsviðgerð og eisini fyribyrging. Politiskt eiga vit at seta tilmælini í verk so skjótt sum tilber. Ofta verður tikið til, at skjót hjálp er dupult hjálp. Hesi sannleiksorð eru ein royndur lutur í sambandi við krabbamein. Tí eiga vit at leggja alla orku at geva okkara krabbameinsraktu so dygga og góða viðgerð sum gjørligt, tað verið seg her ella í útlondunum.


Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

13


14

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

NÁM X

“THE PLACE TO BE” Ingibjørg C. Petersen Miðlanæmingur Margreta Samuelsen Miðlanæmingur

Tað kann staðfestast, at Nám

X nú hevur roynt seg í eitt skúlaár og er farið í holtur við nýtt. Hetta hevur riggað avbera væl. Undirtøkan hevur verið stak góð, og umleið 220 næmingar hava valt at taka við avbjóðingini hetta skúlaárið. Í árinum sum fór, hevur Nám

X aftur og aftur víst á dygdargóð úrslit, og hevur sjónligi leikluturin hjá Nám X verið viðvirkandi til, at aftur í ár eru so nógv, sum hava valt Nám X. Hetta er samstundis ein staðfesting av, at frá at vera endin á fólkaskúlanum, er 10.

flokkur nú byrjanin til framhaldandi lestur og læru. Nógvar ymiskar breytir eru á Nám X, og allar hava tær ymiskar starvsleiðir í sær. Soleiðis ber til hjá næmingunum at velja eftir starvsleið og áhuga, alt eftir hvørja lívsleið,

ein ynskir sær.

Breytirnar eru hesar: - Sjóvinnubreyt - Snið- og stílbreyt - Kost-og heilsubreyt - Handverksbreyt - Ítrótta-og likamsbreyt - Tónleikabreyt - Íverksetara-og vinnubreyt - Miðlabreyt

- Tilverubreyt - Films- og dramabreyt - Náttúru-og djórabreyt - Listabreyt - Vísindabreyt - Málbreyt 1 - Málbreyt 2

Hetta skúlaárið hevur Nám X 16 ymiskar breytir at bjóða, verkligar sum bókligar. Hetta ber boð um ein virknan og sjónligan ungdóm í einum komandi samfelag.


Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

15


16

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Fakta: Navn: Elinborg Pálsdóttir Aldur: 14 ár Bústaður: Syðrugøta Parlagstøða: Støk Yrki: 9. flokkur í Fuglafjarðar skúla

ENN EIN SANGFUGLUR ÚR GØTU Hervør Pálsdóttir Miðlanæmingur

Guðrið í Skorðastovu Miðlanæmingur Elinborg Pálsdóttir er 14 ára gomul og býr í Syðrugøtu saman við mammu síni, Sædis og systir síni, Elisabet Mariu. Í frítíðini skrivar hon tónleik og er saman við vinfólki. Tú kennir nokk systir hennara, Eivør Pálsdóttir, men visti tú, at Elinborg eisini vil vera tónleikari? Hví syngur tú? Eg syngi, tí

mær dámar sera væl at syngja, og tað er mín dreymur. Ætlar tú eina yrkisleið innanfyri tónleik? Ja, dreymurin er at sleppa kring heimin at spæla og gera tónleik. Hvaðani fært tú íblástur? Eg fái íblástur frá systir míni, Eivør, og so eisini tónleikarum runt í heiminum. Nakar serligur tónleikari? Tað eru so nógvir, men til dømis John Mayer. Skrivar tú sjálv sangir? Ja. Hvussu nógvar sangir hevur tú skrivað? Eg havi skrivað umleið 7 sangir higartil. Er nakar, tær dámar best av øllum teimum, tú hevur skrivað? Ja, har er ein, sum ei-

tur ‘Stars Falling’. Hvat er hann um? Hann er um kærleika. Um eina gentu, sum ikki klárar at vera saman við einum dreingi. Ætlar tú nakrantíð at geva fløgu út? Ja, tað er dreymurin. Vónandi kemur ein EP fløga út í desembur. Hvat slag av tónleiki dámar tær? Eg kann gott vera til stillan / friðaligan tónleik, men eisini kann tað fara hinvegin til villari sangir. Hvussu er tað at vera systir Eivør? Verður tú samanborin við hana sum tónleikari? Ja, har koma ofta fólk yvir til mín og spyrja, um eg ætli mær at vera líka sum systir mín, men

eg haldi ikki, at vit gera sama slag av tónleiki. Ætlar tú tær at vera líka sum Eivør? Nei, ikki sum nú er, tí vit gera ikki sama slag av tónleiki. Nú er tað umleið eitt hálvt ár, síðan pápi tín doyði. Hevur henda hending broytt tína sangskriving? Ja, tað broytti meg ógvuliga nógv í byrjanini. Eg steðgaði at skriva tónleik. Men so nakrar mánaðir aftaná byrjaði eg aftur. Tú kanst fylgja við, hvat hendir við Elinborg og tónleikaheimi hennara á síðuni hjá henni á Facebook. Leita eftir ”Elinborg Pálsdóttir” á leiti-teiginum.


Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

17


18

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

HVAR ERU VIT? - ER UNGDÓMUR TANNLEYSUR? Sverri Skaalum Miðlanæmingur

“Eru evnini hjá okkum til t.d. at koma upp við áhugaverdum evnum ávirkað av vaksandi tøknini? Eru vit - í myndamáli - vorðin tannleys? “Tannloysið”, er myndamál fyri “manglandi eginleikan” hjá ungum at koma við hugskotum ella áhugaverdum evnum (til kjak/støðutakan í gerandisdegnum - tað veri seg í familjunum, skúlunum, á abeiðsplássunum) – og eftir mínari meining er tannloysið júst orðið, ið kann nýtast at lýsa okkum, ið eru hitt “uppvaksandi ættarliðið”. Orsøkin er, sum ikki einaferð, tøknin í dag. Í hesum døgum, tá ið samskiftismiðlarnir eru so mangir, kann ein lættliga nýta netið til ymisk endamál. Ein kann savna sær vitan, leggja eitthvørt út, ella nýta nótina til t.d. skemt. ---Á, er tað ikki gott at vera “við” uppá nýggjastu tøknina í 21. øld? Jú, tað haldi eg, at flestøll mugu vera samd við mær í. Men, (og tað er jú altíð eitt “men”) sum við so mongum øðrum, hevur alnótin eisini sínar vansar. M.a. tí hava evni sum t.d. misnýtsla av kjatt/films/mynda-síðum á alnótini verið nógv frammi tey seinastu árini. Uttan at fara ov langt inná tað heldur drúgva evnið, sum eitur happing umvegis alnótina, kann ein í stuttum nevna tað sum eitt dømi uppá grovastu misnýtsluna av alnótini. Men hetta er langt frá allari tí ávirkan, ið miðlarnir á alnótini hava á vanliga nýtaran (og kanska enntá mest hitt uppvaksandi ættarliði). Tað eru fleiri meira “duldir” vansar við at nýta nútímans tøkni enn “bara”, hvat ein av fyrstuni kann fáa eygað á. Við hesum komi eg inná evnið: “Hvussu tøknin ávirkar okkara gerðir/ tankar í gerandisdegnum”, og hóast hetta eisini er eitt nógv umrøtt evni í dag, so haldi eg tað framvegis vera áhugavert. Hitt býttasta ættarliðið

“Í mínari avmarkaðari tíð sum lærari, havi eg lagt til merkis, at

næmingarnir ikki eru vorðnir minni klókir, ella minni ídnir innanfyri tey seinastu 10 árini, men at tað allíkavæl eru tveir stórir munir; hugurin at lesa er minkaður, og almenna vitanin er minkað – tit kunnu citera meg: “Tit vita einki.” – Mark Bauerlein. Mark Bauerlein gjørdist granskari í 1988. Hann hevur síðani 1989 starvast á Emory fróðskaparsetrinum í Onglandi. Hann hevur arbeitt fyri “Research and Analysis at the National Endowment for the Arts”, har hann var partur av einum granskingarliði, ið hevði til uppgávu at gera eitt avrik um Amerikansa mentan og gerandisdag. Í 2008 gjørdist hann kendur fyri sína bók: “Hitt býttasta ættarliðið – hvussu tøkniliga øldin ger ungar amerikanarar býttari, og gravar niður okkara framtíð.” Til próvtøkuna í 9. flokki í donskum kundi eg m.a. velja at skriva um evnið. Teir skelkandi veruleikar, bauerlein kom við, bergtóku meg, umframt hansara háttur at greiða frá. Eitt nú tók hann dømi um eina kanning, ið var framd millum ungar skúlanæmingar í U.S.A –. Kanningin vísti m.a, at meira enn ein triðingur av teimum spurdu ikki vistu, hvat Cuba kreppan snúði seg um. Mark Bauerlein slær fast tíðliga í bókini hjá sær, at trupulleikin ikki beinleiðis er nýtslan av alnótini, men heldur misnýtslan. Eftir hansara tykki virkar misnýtslan av alnótini t.d. við, at vit venja okkum til at fáa fatur í “skjótari vitan”, í staðin fyri t.d. at savna okkum vitan við bókum. Teldan gevur jú einans teir upplýsingar, vit biðja um ! Vit samskifta ikki við telduna. Har er ongin móttakari; vit síggja onki eygnabrá ella likamsmál ! Tað er mangan einsæris og einstáttaður háttur at søkja sær vitan . Ein annar trupulleiki, ið hann vísir á, er ávirkanin, ið kjattsíður hava á uppvaksandi ættarliðið. Hann heldur, at tað finnast góð prógv fyri, at “kjattmentanin” tekur burt nakrar av teimum mest týdningarmiklu eginleikunum, ið ein eigur at

læra ígjøgnum vanligt prát, t.d. likamsmál. Ein flýggjan frá veruleikanum? Vit kjatta, senda boð, hyggja eftir filmum, lurta eftir tónleiki o.s.fr. Ongantíð áður hevur tað verið møguligt at gjørt so nógv við einum miðili. Men t.d. tað, at vit hava ein skerm ímillum okkum og tann, ið vit kjatta við, er eftir mínum tykki ein ósunnur og ikki sørt veruleikafjarur háttur at samskifta uppá. Tað er lættari at tosa við fólk umvegis nótina. Tað, ið tú vanliga ikki hevði kunnað sagt við onkran ávísan persón, er nú møguligt, og er hetta í grundini ikki eitt slag av flýggjan frá veruleikanum? Um tað er ótryggleiki, ið ræður yvir samskiftistmiðlinum á alnótini, so haldi eg, at tað er “rætt” at lýsa ótryggleikan sum okkurt, ið hevur so stórt vald á uppvaksandi ættarliðinum, at tað nærmast ger tað málleyst! Nú seti eg hetta ógvuliga hvast upp, og eg veit, at tað sjálvsagt eru nøkur, ið megna at forða “nýtslu” frá at gerast “misnýtsla”, men eftir mínum tykki og mínum persónligu royndum haldi eg, at alnótin hevur fingið ræðið á einum heilum ættarliði - við tí úrsliti, at vit hava minni sjálvsálit, og, at vit missa eginleikan til at samskifta á vanligan hátt. Vit gerast mest sum málleys. Egnar royndir

Var við Nám X á íverksetaraskeiði í Klaksvík, og eg haldi sjálvur, at hetta er eitt gott dømi uppá mín egna “manglandi eginleika” at koma við hugskotum. Vit vóru býtt upp í bólkar, og skuldu síðani koma upp við so nógvum slóðbrótandi hugskotum sum gjørligt. Seinni skuldu vit so viðgera hugskotini og leggja tey fram. Sjálvur var eg í fyrstuni við uppá hetta, men sum frá leið tóktist glóðin at slókna. Eg kendi á mær, at eg rætt og slætt onki hugflog hevði... Kjattsíður sum t.d. Facebook eru lokkandi miðlar. Ein kann lýsa teir sum persónligar bloggir, men samstundis eru teir eisini tól, ið bæði “hjálpa” okkum at samskifta, og kunna okkum um “støðuna” hjá øðrum. Jú meira eg hugsi um hetta, jú

meira komi eg at seta spurnartekin við, júst hvussu nógv er “nokk” í hesum føri. Er tað neyðugt at hava ein persónligan blogg til umheimin at skoða og døma? Ymiskt er, hvussu fólk nýta hetta (ella, tað haldi eg meg hava skilt á lagnum). Nøkur seta høgar treytir fyri, júst hvat er “vert” at verða sett á - eitt nú teirra facebook-síðu. Onnur eru heldur líkaglað við “dygdina” – men tey skulu hava okkurt á, tí at miðilin er teirra tøkniliga andlit. Sjálvur haldi eg, at eg eri ansin við, hvussu eg nýti teir samskiftismiðlarnar, ið havi skrásett meg á. Eg eri ikki serliga aktivur á t.d Facebook – eg var leingi í iva um, um tað veruliga var gott fyri meg at fáa mær eina konto, men endaði við at stovnseta eina. Eg eri - lukkutíð - ikki nakar aktivur “facebook-bloggari”, haldi ikki, at hetta er nakar sunnur máti at siga umheiminum frá støðu sínari.

Niðurstøða

Ein av mest áhugaverdu spurningunum, ið eg kann koma í tankar um er, hvørja ávirkan hendan teldu-tøkni mentanin hevur á samfelagið. Mark Bauerlein kallaði tey ungu fyri “internet-freaks” í bók síni, og hóast hetta sjálvandi er ein rættiliga ógvusligur háttur at seta hetta upp, so haldi eg, at lýsingin av teimum ungu “heldur í einum bita av sannleikanum”. Vit vaksa upp við alnótini, so tað liggur allarhelst í okkum, at vit nýta hesa til okkara sosiala lív, men sum eg sjálvur havi nevnt fleiri ferðir í greinini, so er tað ivasamt, hvørja ávirkan hetta kemur at hava á tey ungu - og tískil okkara framtíðar samfelag. Fyri mær kennist tað sum um, at samfelagskjakið liggur flestu av okkum ungu fjart. Mark Bauerlein leggur í bók sínari nógvan dent á, at hann heldur, at tey ungu misnýta alnótina meira enn hvat tey nýta hana til “góð


19

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

endamál”. Eg haldi sjálvur, at hetta er ein partur av “sannleikanum”--- tað er vorðið týdningarmiklari at leita sær okkurt undirhaldandi fram, enn tað er at leita eftir onkrari hentari vitan til heimarbeiði --- ella, soleiðis kennist tað mær sjálvum í øllum førum. Verður hetta framhaldandi soleiðis hjá teimum flestu— ella mongu—av okkum ungu, ja, so fer tað at standa alsamt verri og verri til við terri breiðu

vitanini, og ikki minst við okkara evnum til at samskifta á ein gevandi og mennandi hátt við onnur menniskju, og til at gera okkara sjónarmið galdandi bæði í privatum og almennum høpi. Hetta seinna er so ikki til gagns fyri eitt nú fólkaræðið. Eg haldi fast við sjónarmiðið um, at samstundis, sum vit hava ein vøkstur í tøkni, hava vit eisini eina afturgongd í teimum eginleikunum, ið eiga

at vera sera hentir í “veruliga lívinum”. Hátturin, vit samskifta á, savna okkum vitan, ella undirhalda okkum sjálvum við, er beinleiðis stýrdur av tøknini í dag, og tí kann tað fyri mær tykjast, sum um hini menniskjuni gerast minni týdningarmikil --- ein kann klikkja á nakrar knøttar, og so spælir ein á telduni ímóti einum robotti, ið vikarierar fyri onnur menniskju. Framtíðin fer at vísa okkum,

hvussu eitt ættarlið, ið er vaksið upp framman fyri telduni og tískil nýtir teir miðlar, ið eru hentir á alnótini til hvønndags nýtslu, fer at roynast sum tey, ið ábyrgdina hava av samfelagnum. Granskarar sum t.d Mark Bauerlein hava longu í áravís havt á lofti, at teldumentanin, ið alsamt gerst størri partur av gerandisdegnum hjá –-- ikki bert teimum ungu, men so gott sum øllum, ið (ovur)nýta alnótina

--- fer at hava ringa ávirkan á hesi menniskju og í ringasta føri kann koma at hava eina neiliga ávirkan á samfelagið alt - sum fylgja av tí ávirkan, henda mentanin hevur á tey, ið ein vakran dag arva og reka framtíðarinnar samfelagið. Fer hetta ættarliðið, sum granskarar sum t.d. Mark Bauerlein rópa hitt býttasta í søguni, at megna at lyfta eitt heilt samfelag við børnum, sjúkum og gomlum fólki?


20

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Føroyar fremst innan útbúgving – nú! 12 mánaðar lestrarstuðul Neyðugt er at lesandi hava trygt inntøkugrundarlag allar mánaðarnar í árinum. Ikki bert 11/12 av árinum. Tí skal stuðul veitast 12 mánaðar um árið. Neyðugt er eisini at hækka stuðul til stakar uppihaldarar, ið eru lesandi, soleiðis at hesir í størri mun enn í dag hava ráð og møguleika at nema sær útbúgving. Útbúgvingarnýskipan samanhangandi útbúgvingarætlan

Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi Altjóða kanningar vísa, at tey lond, ið gera íløgur í útbúgving og vitan, eru tey lond, ið hava størst búskaparliga framgongd. Hetta er eisini galdandi fyri Føroyar. Enn nýta vit lutfalsli-

ga færri útreiðslur til útbúgving og lutfalsliga færri fáa sær eisini víðari útbúgving eftir fólkaskúlan - í mun til grannalond okkara. Hetta skulu vit gera nakað við. Fleiri átøk skulu fremjast, og skulu vit røkka fylgjandi málum í komandi valskeiði:

Samanhangandi útbúgvingarætlan úr dagstovni til hægri útbúgving. Málið skal vera at fáa so nógvar føroyingar sum møguligt at nema sær minst 12 ára útbúgving (fólkaskúli og miðnám). Fólkaskúlanýskipan

Nútímansgera og menna útbúgvingina, útbúgvingartilfar, læraraútbúgving og eftirútbúgving hjá lærarum. Hartil samskipa væl millum eindirnar til gagns fyri næmingar og

lærarar. Avmarka fyrisitingarligt arbeiði hjá lærarum mest møguligt. Tilboð til børn við serligum tørvi skulu samskipast og skipast kring landið. Miðnámsskúlanýskipan Lesandi skulu kunna samanseta eina útbúgving sum hóskar til teirra. Hetta við í stóran mun at kunna velja fak tvørturum ymsar miðnámsútbúgvingar. Skapa miðnámsdeplar kring landið – Suðuroy, Kambsdalur/Klaksvík og Marknagil. Fróðskaparsetur Føroya mennast

Stovna nýggjar málrættaðar útbúgvingar. Uppstíga maritimu útbúgvingarnar til eisini at verða hægri útbúgvingar. Seta okkum sum mál at fáa Føroyar til at gerast førandi í heiminum innan hægri maritimar og havfrøðiligar útbúgvingar – og gransking innan hetta økið. M.a. í tøttum samstarvi við fiski- og alivinnuna. Menna fjarlestrarmøguleikar í samstarvi við útlendsk fróðskaparsetur.

Breiða politiska langtíðarsemju

Semja skal gerast, millum so nógvar flokkar á Løgtingi sum møguligt, um eina útbúgvingarnýskipan og -ætlan fyri Føroyar, ið røkkur tvørturum fleiri valskeið. Nýskipanir fremjast fyri at fáa Føroyar framá

Íløgur í okkara útbúgvingar og vitan er fyritreyt fyri, at skapa búskaparvøkstur, trivna, nýggjar inntøkur og at fáa fleiri ung at velja Føroyar sum teirra framtíðar heim. Ábyrgdin er okkara og vit skulu fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá – nú. Les meira um hjartamál, meiningar og mangt annað á www. kristinahafoss.fo.


21

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Guðrið í Skorðastovu Miðlanæmingur

”Protestera móti tí, sum er...”

Hví stillar tú upp til løgtingsvalið? Tí at eg havi hug til tað. Eg haldi, at løgtinginum tørvar nýtt fólk - ikki bara hasar breyðpolitikararnar, sum hava sitið á løgtinginum so leingi og einki gjørt til nyttu. Eg vil hava, at fólk trívast í Føroyum. Hvørji eru tíni hjartamál? Trivnaður, bíligar almennar íbúðir og kreativitetur.­ Hvørji trý orð lýsa teg best sum politikara? Ikki bangin fyri nøkrum, erligur og kreativur. Hvussu nógv fyllir politikkur í tínum gerandisdegi? Tað fyllir so nógv, at man verður irriterðaur inná, at einki

Fakta

hendir, og tá okkurt so hendir, so vilja allir hava heiðurin. Hvat hevur týdning fyri teg beint nú? Tað hevur stóran týdning fyri meg at vísa føroyingum og útlendingum tann vakra havbotnin, vit eiga í Føroyum. Og at marknaðarføra Føroyar. Hví skulu fólk seta sín kross við teg til næsta val? Fyri at fáa ein persón, sum torir at protestera móti tí, sum er. Eina nýggja eldsál á ting. Tey fáa ein erligan persón, sum torir at siga sína meining og ein, sum ikki prædikar á tingsins / fólksins røðarapalli. Og so 5 skjótar til Inga: Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði verið við í Talent 2012? Eg hevði spælt eina feita guitarsolo, tó hevði eg ikki sungið til. (spældi eina lítla guitar solo fyri okkum fýra) Um ein skjaldbøka missir skelina, er hon so heimleys ella nakin? Nakin, hehe! Hvar hevði tú heldur viljað búð? Hestur ella Koltur? Ha? Hestur ella Koltur? Tað veit Gud, eg veit ikki, nokk Koltur!

Navn: Ingi Sørensen, 51 ár Parlag: Í parlagi Yrki: Kavari Flokkur: Tjóðveldi

Hvør var tann fyrsti persónurin, tú hevði gott eygað á? Tað var ein genta, sum eg gekk í fyrsta flokki saman við. Hon æt Tina! Allir hinir dreingirnir í flokkinum vóru eisini ordiliga forelskaðir í henni. Eg minnist serliga, at hon hevði gular buksur. Hvat heldur tú um Anniku Olsen? Hon sær gott út! Umráðandi at hava eina kvinnu, sum sær gott út á tingi ímillum allar hasar gomlu menninar. Hvat heldur tú um ungdómin í Føroyum? Eg haldi alt gott um ungdómin í Føroyum. Tey skulu hava óavmarkaðar møguleikar, og tað hava tey ikki her í Føroyum. So um tey fara uttanlands at lesa, so skal okkurt vera her heima, sum ger, at tey gleða seg at koma aftur. Eg haldi ikki, at tey eldru taka ungdómin serliga nógv í álvara. Og valrætturin kundi sagtans verðið lækkaður til 16 ár. Hevði tú luttikið í Fólksins Rødd umaftur, um tú hevði sloppið? Ja, avgjørt! Men man verður stemplaður, tá man stillar upp, so eg hevði nokk ikki kunnað verið við aftur, nú eg stilli upp.

”Man eggjar fólki at flyta av landinum...” Hervør Pálsdóttir Miðlanæmingur Hví stillar tú upp til løgtingsvalið og hvørji eru tíni hjartamál? Eg havi stillað upp til løgtingsvalið, tí at tað er ein máti at koma fram við tí, sum ein hevur uppá hjarta. Serliga leggi eg dent á skattapolitikkin, ið ikki er serliga skynsamur. Vit hava ov høgan skatt, og hetta eggjar fólki til at flyta av landinum. Fólkið skal hava nakað at liva fyri, tá dagurin er liðugur. Umframt skattamál, eru míni hjartamál umhvørvismál og rættarmál. - Umhvørvisliga skulu vit flyta okkum frá olju til varandi orku, og vit skulu hava eina burðardygga fyrisiting av okkara náttúru. - Vit skulu hava eina harðari revsing fyri siðamisbrot ímóti børnum og ungum. Hvørji trý orð lýsa teg best sum politikara? Arbeiðssom, tollynt og toli at rúma øðrum hugsanum. Hvat er tín besta uppliving sum politikari?

-At fáa breiða undirtøku um veðurlagssemju Føroya. Tá ið eg var í Danmark við donsku stjørnuna og samráddist um veðurlagsbroytingarnar. Hvat er tín ringasta uppliving sum politikari? Tá tað ikki eydnaðist mær at fáa kommunumálini ígjøgnum. Hvussu nógv fyllir politikkur í tínum gerandisdegi? Politikkur fyllir alt! Tað er mítt arbeiði og mín frítíð. Nær byrjaði tín áhugi fyri politikki? Nokk í 7-8 flokki, tá eg fekk samtíðarfak sum lærugrein. Eg eri eisini uppvaksin í einum politiskum heimi. Tá eg kom heim aftur í 2001, aftaná at hava verið í Danmark og lisið, byrjaði eg av álvara at fara upp í politikk. Eg varð vald inn í býráðið í 2004, og løgtingið og landstýrið í 2008. Hvat hevur týdning fyri teg beint nú? Tað, sum er týdningarmiklast fyri meg beint nú, er, at Fólkaflokkurin fær eitt gott val, og at eg sjálvandi eisini fái høvi aftur at umboða Fólkaflokkin á ting. Hví skulu fólk seta sín kross

við teg til næsta val? Eg havi góðar langtíðarætlanir fyri hetta samfelagið og góð boð um, hvat kann broytast. 5 skjótir til Anniku: 1. Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði verið við í Talent 2012? Eg hevði spælt violin. 2. Um ein skjaldbøka missur skelina, er hon so heimleys ella nakin? Góður spurningir! Heimleys, haldi eg. 3. Hvar hevði tú heldur viljað búð – Hesti ella Koltri? Har hevði eg nokk valt Koltur. 4. Hvør var tann fyrsti persónurin, tú hevði gott eygað á? Tað var ein, eg gekk í flokki við. 5. Hvat heldur tú um ungdómin í Føroyum? Vit hava ein avbera virknan og dugnaligan ungdóm í Føroyum, og vit hava ikki ráð at missa hann. Vit hava nógv dugnalig tónleikafólk og ítróttafólk, sum klára seg væl bæði her heima og uttanlands. 6. Hvat heldur tú um Inga Sørensen? Hann er rættiliga fresh og setur kulør á gerandisdagin.

Fakta

Navn : Annika J. Olsen Aldur : 36 Parlag: Gift við Jacob Horn Nielsen Børn: Markus, 8 og Bjarni, 6 Yrki : Løgtingskvinna og lærari á Handilsskúlanum Flokkur : Fólkaflokkurin


22

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Frískt sjúkrahús Langtíðarætlan

Teitur Vágadal , sjúkrarøktarfrøðislesandi valevni Sjálvstýrisfloksins

og

Eitt av mínum hjartamálum er: Eitt frískt heilsuverk - Har ein langtíðarfíggjarætlan fyriliggur - Har fyribyrging er í hásæti - Har allar deildir eru opnar alt árið - Har starvsfólk ikki vera slitin upp av sparingum

Heilsuverk og sjúkrahús eru grundleggjandi tænastir, sum tað føroyska samfelagið hevur valt at veita. Hetta er ein stórur partur av okkara vælferð og skal hetta eisini varðveitast. Men. Altíð eitt men. Seinastu árini hava vit verið vitni til skilaleysar sparingar. Seinasti stjórin á sjúkrahúsinum varð koyrdur, tí at hann bað um meira pening. Og beint aftaná fór so landsstýrismaðurin, og bað um meira pening. Logikkur fyri perluhøsn. Okkum nýtist at fáa skil á, hvussu nógvur peningur er tørvur á. At avgera ár fyri ár, ber ikki til. Eingin stjóri kann virðiliga arbeiða stuttsiktað. Tí SKAL ein langtíðarætlan gerast fyri heilsuverk og sjúkrahúsini. Fyribyrging

At fyribyrgja er ein íløga. Íløgur kosta at byrja við, men so vinna tær seg innaftur. Við

at hava ein greiðan heilsupolitikk, kunnu vit fyribyrgja. Við at fyribyrgja, kunnu vit basa sjúkum í at útvikla seg ógvusligari, við at fyribyrgja kunnu vit økja um lívsgóðskuna hjá so nógvum føroyingum. Ein háttur at fyribyrgja er satsningur á starvsfólkini á sjúkrahúsunum. Starvsfólkum tørvar góðar treytir. Ì núverandi støðu mugu starvsfólkini renna skjótari, vegna sparingar. Onkur fínur harri, heldur seg hava funnið eitt øki at spara í. Eg sigi harri, tí at flestu leiðslur hava tíanverri harrar. Vit hava brúk fyri at spyrja deildarleiðarar kring alt landið, hvat tørvurin er, og hvat ein ikki kan loyva sær. Við at spyrja deildarleiðarnar finna vit útav, hvat fyri støðu vit hava sett sjúklingar og eldru í, orsaka sparingar. Sjúkrarøktarfrøðingar hava etiskar leiðreglur at fylgja. Lógarásettar enntá. Hesar leiðre-

glur vera hóttar vegna sparingar. Stórur partur av sjúkrarøkt er fyribyrging, tískil mugu vit uppraðfesta fyribyrging. “Summarfrí

til starvsfólkini! Sjálvandi skulu starvsfólk hava summerfrí, summarfrí er møguleikin fyri at lada upp, og slappa av.” Nú skuldi ein trúð, at hetta var einans galdandi fyri starvsfólk. Nei, okkurt klókt høvd hevur funnið uppá, at deildir í sjúkrhúsunum skulu hava summarferiu. Sum um sjúkir hava summarfrí. Eisini er heystfrí, jólafrí, og ja, hvat annað eisini er. Deild 1 hevði summarferiu í 12 vikur. Longri enn tey fólkavaldu. Hetta er púrasta hol í høvdið, og hoyrir ikki heima nakrastaðni. Uppslíting

Kanningar vísa, at sparingar geva slit. Starvsfólk sum vera biðin/tvungin at renna skjó-

tari, vera skjótari niðurslitin. Um kroppurin verður útsettur fyri ov stórum trýsti, so fær tað fylgjur. Og fylgjurnar eru ikki bíligar, skal heilsast og sigast. Hetta eru starvsfólk í tí føroyska heilsuverkinum útsett fyri. Tann týðningarmikla køkshjálpin á kvøldi verður spard burtur, og røktarfólk mugu syrgja fyri matinum. Vasking verður spard burtur, og náttarvaktin skal vaska. Alt hetta er veruleiki og prógv um skilaleysar sparingar. At spara skilaleyst í heilsuverkinum, er at niðurslíta starvsfólk, og at lækka tí alstóru røktina. Vit mugu ikki spara røkt burtur! Úrslitið av stuttíðarsparing fer altíð at vera langtíðarútreiðslur. Vilt tú heilsuverkinum væl, vel Teit.


23

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

nýtt í vøgguni

navnastemplið

Tað vælkenda navnastemplið er nú at fáa í vøgguni. Tú kanst bíleggja í handlinum ella ringja og vit gera tað fyri teg.upp til 14 dagar levering.

Prísur: 300,-

fyri stempul við pútu. Eyka púta kostar 75 kr. Stemplið er víst fram í Vøgguni.

Eisini eru fleiri nýggjar bæðileikur komnar í handilin

Hjartapútan

eitt sera gott hjálpi amboð til smábørn frá 0 mðr. til 4 mðr., ið hava fingið skeivt høvd. Hevur fingið sera góð ummæli frá brúkarum og heilsuverkinum í danmark

Pútan kostar 249,-

Heykavegur 3 | á Hálsi | Tórshavn | Tel. 319088 | voggan@post.olivant.fo | www.voggan.fo


24

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

SO NÆR OG FJAR Marjun Egholm Miðlanæmingur Kenslan av, at eg onga tíð hevði eftir, var um at kvala meg nú. Eg fekk einki gjørt fyri hesi kensluni, hon doyvdi meg. Eg fekk ikki gjørt nakað av tí, eg skuldi gera, og eg fekk ikki skrivað eitt orð av stílinum ella so mikið sum roknað tað lættasta stykkið í rokniuppgávuni. Eg fekk ikki hugsað klárt. Tankarnir hjá mær riggaðu ikki, teir vóru bara vendir móti spinat og øllum øðrum tingum, sum einki høvdu at gera við mín stíl. Eg sat sum eitt smábarn og græt, tí eg var ov móð og bangin fyri ikki at blíva liðug til tíðina. Eg sat leingi og royndi at taka meg so mikið saman, at eg sá telduskermin aftur. Hetta mátti alt samalt gerast, so eg var bara noydd at bíta tað í meg. Og tað royndi eg, men eg fekk ikki, eg fekk ikki savnað meg sjálva aftur. Eg fekk ikki sissað meg sjálva so mikið. Eg var noydd at hoyra onkran siga mær, at alt nokk skuldi ganga, at tingini ikki vóru so illa stødd, sum eg helt. Eg leitaði hjálparleys runt eftir telefonini hjá mær og ringdi til Sámal. Tað tók langa tíð, áðrenn hann svaraði, so langa tíð, at eg var um at leggja á aftur, men so var eitt klikk, og

ein kend rødd hoyrdist úr telefonini. “Elin, nú hvat er? Hvørjum skyldi eg hesa æru, at tú ringir til mín?” Hann ljóðaði øgiliga glaður. Eg steðgaði á eina løtu, árðenn eg segði nakað, eg vildi ikki oyðileggja hansara góða hýr við mínum hjálparloysi. Eg steðgaði á eitt sindur ov leingi, tí Sámal skilti, at okkurt var galið. “Góða, hvat bagir?” Gleðin hjá honum bleiv til undran og stúran . Eg bíðaði eina løtu aftur bara fyri at fáa skil á orðini hjá mær, og júst hvat tað var, sum var galið, og hann bíðaði tolin eftir mær. “Eg havi ein stíl og eina rokniinnlating til í morgin, men hvørgin av teimum kemur nakran veg. Rokniinnlatingina havi eg roynt at rokna nú í eina viku, og tað sama við stílinum, men einki riggar. Eg standi í stað, eg veit ikki, hvat eg skal gera.” Røddin á mær gjørdist óklár og at endanum var hon bert eitt hvín. Men eg visti, at Sámal skilti meg, og eg visti, at hann fór at gera alt gott aftur. “Jamen góðasta, tað gongur. Tú dugir ótrúliga væl at skriva, og um tað skal vera, so eri eg heima hjá tær um 10 minuttir fyri at hjálpa tær við at rokna. Eingin trupulleiki, eg eri her.” Bara

at hoyra málið á honum sissaði meg. Hansara orð góvu mær tryggleika. Eg skuldi nokk klára tað, eg dugdi. “Heldur tú, at tú hevði kunnað komið her?” Spurdi eg við eitt sindur meira tamarhaldi á røddini hjá mær.” Altso bara um tú hevur tíð.” legði eg afturat. “Eg eri har um eina lítla løtu.” Tað hoyrdist eitt lítið klikk, og samrøðan endaði. Sámal visti altíð, hvat hann skuldi gera fyri, at eg skuldi fáa tað betur. Sjálvt um eg visti, at hann slepti øllum tí, hann sjálvur hevði í hondunum fyri meg, so lat eg hann gera tað. Eg hevði brúk fyri, at hann gjørdi tað fyri meg. Sum lovað var Sámal har aftaná eina lítla løtu, og við hansara hjálp gekk alt sum smurt. Stílurin og rokniinnlatingin vóru bæði liðug uppá onga tíð, og restina av kvøldinum hugnaðu vit okkum. Eg lá hjá honum, meðan vit hugdu eftir onkrum av hansara actionfilmum. Onkutíð helt eg, at vit lógu eitt sindur ov tætt til bara at vera vinir, men tað sýntist bara vanligt. Eg lat glað rokniinnlatingina og stílin til lærararnar, og setti meg aftast í stovuna á mítt pláss. Tað var so

strævið at sita aftast. Tú sá ikki rættiliga á talvuna, og tað var altíð so øgiliga heitt inni í stovuni. Men í dag gjørdi hetta mær einki. Eg fylgdi slett ikki við í tí, sum gekk fyri seg uppi á talvuni, og hitin, eg merkti, hevði einki við hitan í stovuni at gera. Eg lá aftur í føvninginum hjá Sámali og hugdi eftir hansara vánaliga filmi. Hann hugdi meg djúpt inn í eyguni og... NEI! Eg skuldi ikki yvirhøvur droyma meg til sovorðið. Hví hugsaði eg yvirhøvur soleiðis; hann var mín vinmaður. Eg dámdi hann ikki soleiðis. Slíkir tankar kundu oyðilagt vinarlag okkara. Hann hevði bara hildið um meg sum vanligt. Eg hevði oftani hoyrt hann siga, at hann var troyttur av, at hansara vinkonur dámdu hann, tí tað bara oyðilegði alt. Eg hevði skilt hann og tikið undir við honum. Eg hevði heldur ikki tímað, um ein góður vinmaður dámdi meg. Var eg nú bara sum allar hinar vinkonurnar, ein av teimum mongu, sum dámdu hann? Var eg nú ikki longur tann serliga vinkonan, hann altíð hevði sagt, eg var? Í høvdinum hjá mær fleyg eg ímillum at droyma um at liggja í ørmum hansara, og at eg ikki skuldi droyma um

tað. Eg mátti goyma kensluna burtur aftur, grava hana so djúpt niður í eitt hol, sum eg fekk. Annars kundi eg missa Sámal. Sama dagin sótu vit aftur heima hjá mær og spældu Matador, og alt var vanligt. Eg hevði fingið gravað tað so djúpt niður í eitt hol, at hann ikki legði merki til tað, og tað gjørdi eg heldur ikki. Tann hitin sum eg vanliga merkti, tá eg var saman við Sámali, var har sum vanligt. Alt var vanligt. “Tú snýtir Sámal! Tað er altso ikki skeg, um tú skal snýta so nógv. Altso alt við máta!” Flenti eg og royndi at fáa hendur á pengunum hjá honum. Eg hevði bara 5000 kr, og hann hevði restina av peninginum í øllum spælinum. “Nei, nei. Eg snýti ikki, eg dugi bara so væl at spæla Matador.” Hann rætti ryggin og klappaði sær stoltur á bringuna. “JA, SUM UM!” Eg leyp yvir um Matadorspæli og skuldi taka pengarnar aftur, sum hann hevði stolið frá mær. Hann loftaði mær og helt mær fastari, so eg ikki fekk flutt meg. Eg royndi at vríggja meg leysa, men einki hjálpti. Eg slóg og sparkaði, men hann slepti mær ikki. Hann plagdi at sleppa mær


25

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

aftaná ein løtu, men hann slepti ikki. Eg steðgaði við at berjast. Hann helt enn um meg, men ikki á sama hátt sum fyrr. Hann helt mær ikki fastari, men hann helt um meg, hann klemmaði meg. Spakuliga legði eg armarnar um hann og klemmaði hann aftur. Vit sótu soleiðis leingi. Tað var, sum um hetta var nakað, vit bæði høvdu bíðað eftir í langa tíð. Sum um vit endiliga sluppu nøkrum út, sum hevði verið fangað innan í okkum. Tað føldist so rætt, eg vildi ongantíð sleppa honum aftur. Eg var bangin fyri, at so fór hann at hvørva. Vit sótu í tøgn í øldir, áðrenn hon varð brotin. “Eg má fara nú Elin,” segði hann syrgin og hugdi meg djúpt inn í eyguni. Hann mátti ikki fara frá mær. Eg føldi, at tárini vóru á veg, men eg gjørdi, hvat eg kundi fyri at halda teimum aftur. Móti mínum vilja slepti eg honum. Hann streyk hárið úr andlitinum á mær og kysti meg á pannuna. Tað føldist alt so sjálvsagt, at eg ikki legði stórvegis merki til tað. Eg fylgdi honum út í gongina, og hann gav mær eitt farvæl klemm. Tað var her, hann burdi mussað meg, um hetta altso hevði verið ein filmur. Tað var tað bara ikki. Hann fór uttan at siga eitt orð afturat.

Restina av degnum sat eg í songini, og lat sum um eg las eina bók. Hann hevði klemmað meg og mussað meg á pannuna. Tað gav onga meining nú. Hann vildi ikki, at vinkonur hansara dámdu hann, so hví gjørdi hann slíkt? Mítt høvd var um at bresta av spurningum, sum einki svar fingu. Eg var um at gerast svøk av hesum. Einki gav meining. Fyri at goyma tað burtur aftur fór eg dagin eftir ein túr í SMS við einari vinkonu at hyggja eftir klæðum. Sjálvt um tað var vónleyst at hyggja eftir klæðum til mín, tí mær dámdi ongantíð nakað av tí, sum var. Vinkonan hjá mær, Fía, rann út og inn úr skiftingarrúminum og royndi øll klæðini í handlinum, meðan eg físti eftir øllum uttan sokkunum. Tað var nú heldur ikki so nógv, man kundi finnast at við sokkum. Beint sum eg stóð og kritiseraði klæðini hjá Fíu, komu Petur og Sámal spákandi inn í Gelluna. Fía rann beint yvir til teir og byrjaði at tosa um øll tey klæðini, hon helt vera so øgiliga lekkur, og av tí, at Petur var komin í SMS fyri at finna eina gávu til damuna hjá sær, bjóðai Fía sær til at hjálpa honum. Eg og Sámal stóðu eftir í

handlinum og vistu ikki, hvat vit skuldu gera av okkum sjálvum. Eingin tordi at hyggja at hvør øðrum. Eg føldi, hvussu vinarlagið hjá okkum fór í smildur. Vit høvdu ongantíð verið so smæðin, tá vit høvdu verið saman. Vanliga, tá vit vóru og hugdu at klæðum, hevði hann funnið tey merkiligastu klæðini fram, sum hann vildi hava meg at royna. Men nú var tað als ikki vanligt longur. Eingin segði eitt orð. Vit hildu bæði øllum kenslum inni aftur. Allar kenslur, hann í gjár hevði lagt í sítt klemm, hevði hann nú goymt burtur aftur. Eg hevði hug at siga so nógv, men eg fekk ikki skil á, hvat tað var, eg vildi siga honum. So nógvir spurningar, eg vildi spyrja, - at um eg hevði lati munnin upp, hevði allir floymt út í senn og mist týdning. So ístaðin fyri at siga tað, eg vildi, stamaði eg: “Skulu vit fara at keypa ein ís, meðan tey bæði finna onkur klæðir?” Hann nikkaði bara og gekk út úr handlinum við mær í hølunum. Hann gekk upp til diskin, ramsaði tað upp, vit altíð keyptu og rindaði fyri báðar ísarnar. “Altso, eg kann væl gjalda

mín sjálv,” royndi eg, men einki var at gera. Hann var tvørur sum altíð. So var tað altíð okkurt, sum ikki var broytt. Orðastreymurin floymdi, men ongin nevndi eitt orð um í gjár. Vit tosaðu um alt frá veðri til bindpakkar og sokkar til lampur. Øll tey merkiligu tingini, sum vit vanliga tosaðu um, men hann var enn fjarur, og hann hevði tað nokk á sama hátt við mær. Onkur av okkum mátti gera okkurt, men ongin gjørdi nakað. Eg tordi heldur ikki. Lívið hjá okkum helt á, sum tað plagdi, men hann klemmaði meg ikki farvæl longur, tá hann hevði verið og vitjað, og vit beistaðust heldur ikki sum fyrr. Tað gjørdist verri og verri fyri hvønn dag. Eg kláraði tað ikki lognur, tað var ikki til at halda út. “Men so síggjast vit bara í morgin,” segði hann og lat hurðina aftur. Eg vendi mær frá hurðini og skríggjaði. Eg var so súr inn á meg sjálva, tí eg ikki fekk gjørt nakað við hetta, og inn á hann, tí hann hevði klemmað meg og bara latið tað blíva uppá hendan mátan aftaná. Eg setti meg á gólvið í gongini og royndi at lata vera við at gráta. Eg vildi ikki missa hann. Eg hevði brúk fyri

honum. Hvør skuldi annars troysta meg, tá eg hevði tað uppá henda mátan, sum eg hevði tað nú? Eg hvakk við, tá eg hoyrdi onkran uttan fyri. Eingin átti at koma heim fyrr enn minst um ein tíma. Hurðin fór upp, og Sámal kom inn. Hann rætti armarnar ímóti mær, og eg leyp í fangið á honum. Hann helt mær so fast, at tað næstan gjørdi ilt, men eg vildi ikki, at hann skuli sleppa. Eg andaði angan av honum djúpt inn. Eg elskaði hendan angan; hann var so sissandi, so tryggur. Alt við Sámali fekk meg at føla meg trygga. “Orsaka, Elin. Eg visti bara ikki, hvat eg skuldi gera aftaná tað, sum hendi. Sjálvt um tað ikki var nakað, so merkti tað ómetaliga nógv fyri meg. Bara at sleppa at halda um teg.” Hann steðgaði á eina løtu. “Elin, eg havi altíð elskað teg sum ein vin, men eg haldi, at tað nú er broytt til eitt annað slag av kærleika. Eg elski, at tú altíð skalt kritisera klæðini í handlinum, og at tú altíð ringir til mín, tá tú situr og grætur óstýriligt, tí tú ikki klárar at gera tíni skúlating. At tú ert so taparslig, at tú leypir á meg, tá eg eg snýti ov oftani í spølum. Eg elski alt við tær er.” Hann streyk hárið frá andlitinum á mær aftur, men hesaferð kysti hann meg á varrarnar.


26

Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Er bilurin vetrarklárur

Nú Er tíð at gEra biliN vEtrarkláraN Vit hava bæði lamell- og píkadekk. Javnvigan og áseting fylgja við í dekkprísinum. Vit skifta dekkini, ímeðan tú fær tær ein góðan drekkamunn.

tel. 35 30 40 - www.reyniservice.fo

Nú er eisini tíð at fáa viskarabløðini, sprinklara- og kølaravesku kannað. Kanska tú saknar ein bilhitara. Tað er eisini eitt gott hugskot við eini undirvognsviðgerð. Spyr okkum, og vit hjálpa tær!


Námstíðindi nr. 02 | Oktobur 2011 | 2. árgangur

Set krossin við lista E, – tí Eg havi royndir úr bygd og bý

Marin Katrina Frýdal Eg fari at føra ein reiðiligan politikk, har alt landið er við, og eg fari at arbeiða fyri: • a t hjúkla um sereyðkennini í máli, mentan, fólki og náttúru • a t varandi orkukeldur verða útbygdar í samljóð við náttúruna • náttúruvernd og reinum umhvørvi • betri korum fyri stakar uppihaldarar • betri, bíligari og tryggari íbúðarmøguleikum • a t heimatænastan verður styrkt undir einum og sama myndugleika • a t børn við sálar- og sinnisfrávikum fáa bøttar umstøður fyri serkønari viðgerð • a t fólkaskúlin verður mentur, at hann ikki fer út til kommunurnar, og at skúlin fær tvørfakliga styrki • a t tað verður bíligari at keypa og brúka el-bilar • b etri ferðslutrygd, betri gongu- og súkkluleiðum

www.tjodveldi.fo/marinkatrina

27


NámXtíðindi 2011/2012 nr. 1  

Blaðið er útgivið av Miðlabreytini í Nám X í Eysturskúlanum, Tórshavnar Kommuna.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you