NámXtíðindi

Page 1

NámXtíðindi Miðlabreytin • Nám X í Tórshavnar kommunu • apríl 2013 • www.namx.fo

Síða

16

Eru bøkur neyðugar? - Ein upplagdur møguleiki hjá okkum føroyingum at menna KT innan skúlagátt


2

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

NámXtíðindi

Síða

22

Samband: namx@namx.fo www.namx.fo Útgevari: Miðlabreytin í Námi X 2012/13. Snið og uppseting: Edit, Sverri Egholm. www.edit.fo. Útbreiðsla: Tórshavn. Prent: Prentmiðstøðin

Eg kundi búð á gøtuni Síða

Síða

10

Í starvsvenjing hjá løgregluni

6

Síða

8

Ingi hevur nú aðrar Eitt náttúrubóltar í luftini frøðiligt breytaval

Oddagrein:

Spírum tørva føðslu Í hesum døgum, tá tosað verður um framtíðarinnar fólkaskúla, hevði verið ynskiligt, at landsins valdsharrar lósu yrkingina hjá Piet Hein: ‘Du skal plante et træ’. Í yvirførdum týdningi. Og ikki tykkum at siga, so tørvar vøksturi føðslu til tess at menna seg og vaksa seg. Men tá hetta er sagt, má samsvar vera millum ætlanina við fólkaskúlanum og ætlan-ina við samfelagnum, ið tekur ímóti spírunum úr fólkaskúlanum. Og her haltar jú í stóran mun, tí í skrivandi løtu útflytur Føroyar spírar.

Miðlabreytin skrivar eisini tíðindi á www.namx.fo

Og júst her, tá ósamsvar er millum ætlanir og gerðir eiga miðlarnir at fyrihalda valdinum hesi ósamsvar. Tá miðlarnir síggja, at tað t.d.

verður sagt, at skúlin er fyri øll – og tímar til serligan tørv samstundis verða færri – ja, tá eiga miðlarnir at hugsa: Er ikki onkur andsøgn í hesum? Ella tá landsstýrismaðurin í mentamálum sigur, at framhaldsdeildirnar skulu styrkjast – og í somu løtu sigur, at fólkaskúlans landakort ikki skal broytast – jú, tá eiga miðlarnir aftur at hugsa: Er ikki onkur andsøgn í hesum? Og júst slíkar miðla-hugsanir eiga at liggja til grunds í undirvísingini á einari miðlabreyt, sum hevur evnað blaðútgávuna, tygum sita við. So í hesum førinum gjørdist altso føðslugevin føðslan … Tú undrast …?


3

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

trygging.fo

SETHÚSA- & INNBÚGVSTRYGGING

TRYGGAR kARmAR

um heimið Við Sethúsa- og innbúgvstrygging frá okkum stendur tú trygg/ur og verður ikki tikin av fótum, skuldi tað óhugsandi hent.

Sethúsatrygging Heimið er karmurin um ein virðismiklan part av lívinum. Við eini Sethúsatrygging, hevur tú eina góða og umfatandi trygging at verja hesar karmar.

innbúgvstrygging Heimið er eisini fult av hentleikum, innbúgvi og lutum, sum vit illa kunnu vera fyriuttan. Við Innbúgvstrygging hevur tú eina fíggjarliga trygdarnót, skuldi skaðin hent.

Harumframt ber til at tekna Ársferða- og Avlýsingartrygging sum tilval til Innbúgvstryggingina.

Høvuðssamstarvsfelagi hjá ÍSF

Oyggjaleikir 2013


4

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Breytamøguleikar í Nám X Skrivað hevur Jóhanna M. Niclassen , miðlanæmingur

Næmingar, ið melda til í Nám X, hava víðfevndar møguleikar í breytavali teirra. Henda serliga skúlaskipan fyri 10. flokk er m.a. bygd um breytir, har næmingar kunnu velja eftir áhuga og evnum. Talan er um 7 valmøguleikar á breyt 1, og sjey valmøguleikar á breyt 2. Hvør næmingur hevur sostatt 2 breytir, umframt vanligar lærugreinar, sum vit kenna tær – t.d. støddfrøði, føroyskt o.s.fr. Vit hava vitjað nakrar teirra á breyt 1 – og hava tosað við lærarar og næmingar um innihald og arbeiði á breytunum.

Kost- og heilsubreytin Kost- og heilsubreytin leggur dent á kost og heilsu. Á hesi breytini læra tey sera nógv um kost, og eisini sleppa tey at royna seg í matgerð. Tað er umráðandi at hava góða heilsu, og tað er ein stórur partur av

læruni í hesi breyt. Á Kost- og heilsubreytini lærir tú ikki bert at gerast sunnari kropsliga, men eisini likamliga. Tú lærir eisini føðslulæru, og um reinførið. Vit hava prátað við Marionnu Holm Jacobsen, næming á Kostog heilsubreytini.

Marianna H. Jacobsen, kost- og heilsu næmingur

Hví valdi tú kost- og heilsubreytina? - Tí mær dámar væl at gera ymiskan ítrótt og havi altíð dámað at stákast í køkinum við mati og ymiskum øðrum. Hvussu dámar tær undirvísingina? - Sera væl. Tað er rættiliga ymiskt, hvat vit gera, og tað

er gott. Aðru hvørja viku hevur mín bólkur undirvísing og ítrótt, og aðru hvørja viku gera vit ymiskan mat.

Hugsar tú nógv um kost og heilsu? - Ja, eg royni. Men hóast eg hugsi nógv um sunnan mat, so megni eg ikki at halda meg burtur frá ósunnum. Og eg royni at venja so nógv, sum tilber. Er hugburður tín broyttur, síðan tú byrjaði í kost- og heilsubreytini? - Nei, faktiskt ikki. Havi altíð dámað at gera mat og venja, so tað haldi eg bara áfram við. Hvussu dámar tær at ganga á Nám X? - Jú, tað er fínasta slag. Eri komin at kenna nógv nýggj og fitt fólk. Ikki so øgiliga nógv skúlating, men tað er akkurát fyri. Og tað er umráðandi at velja sær breytir, ið tú ert áhugaður í. So skal árið í Nám X nokk gerast gott.

Hvat ætlar tú tær aftaná Nám X? - Vænti, eg fari á matematisku deild í studentaskúlanum, men eri tó ikki vís í tí enn. Jacoba Lervig, lærari prátar her um kost- og heilsubreytina

Jacoba Lervig, lærari

Hvat dámar tær at undirvísa á kost- og heilsubreytini? - Mær dámar sera væl at undirvtísa í Námi X, og ikki minst á kost- og heilsubreyt. Tað er ein breyt, ið er ment nógv. Fyrr æt hon húsarhaldsbreyt og hevði mest við húsarhald at gera. Nú er hon útbygd, so hon fevnir um allan kost, matmentanir, heilsu og rørslu. Næmingarnir eru sera ídnir og hugagóðir. Haldi, at vit

hava tað sera gott og sosialt á breytini.Tað er sera hugaligt fyri næmingarnar, at tey fáa gjørt verkætlan á breytini, so tey veruliga fáa nýtt teirra vitan, hegni og førleikar, ið tey hava ognað sær gjøgnum undirvísingarárið á breytini. Tað er líkasum próvtøkan.

Hvat ætla tit at fáa burturúr einum ári á kost- og heilsubreytini? - Vit hava í hyggju at fáa sum best burturúr. Arbeiða við føðsluevnum, mineralum og vitaminum. Gera føroyskan og útlendskan mat, og venja kynstrið í allari matgerð yvirhøvur. Vit íðka ítrótt javnan, so vit fáa eina sunna sál í einum sunnum likami. Hvat heldur tú um Nám X? - Eg haldi, at Nám X er eitt avbera gott tilboð. Næmingar, ið hava eitt gott arbeiðslag og jaligan hugburð fáa veruliga ment seg og fáa eina ørgrynnu burturúr.


NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

5


6

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Ingi højsted

Ingi hevur nú aðrar bóltar í luftini Skrivað hava Neli Heldarskarð og Benjamin Heinesen, miðlanæmingar

17. mars 2012 var hann fyri seinastu ferð at síggja á einum fótbóltsvølli. EB/Streymur og B36 leiktu stórsteypadyst hendan dagin. Ingi Højsted var enn eina ferð óheppin og gjørdist skaddur í einum hendiligum nærdysti. Krossbandið slitnaði, og aftaná nógv ár, har skaðar høvdu plágað hann, valdi hann at steðga. Hetta var triðju ferð, at krossbandið slitnaði, og tað var nokk fyri tann tá 26 ára gamla havnarmannin. Nøkur ár frammanundan hevði Ingi Højsted annars verið helst størsta talentið í føroyskum fótbólti, og tað var sannlíkt, at ein blómandi yrkisleið lá fyri framman. Hann fekk sáttmála frá enska stórfelagnum, Arsenal. Tey árini, har Ingi var í Arsenal, frá 2001 til 2004, var Arsenal saman við Manchester United einaráðandi í enskum fótbólti. Í tíðini hjá Arsenal upplivdi Ingi eitt heilt annað fótbóltsumhvørvi, ið føroyingar avgjørt kunnu læra okkurt av. Ingi fortelur, at tað var aftaná NM-kappingina, sum var í Føroyum í 2001, at Arsenal sýnti honum áhuga. Tað var tó eitt annað útlendskt felag, sum hann royndi seg hjá áðrenn, nevniliga hollendska felagið PSV Eindhoven. ,,Tað gekk ógvuliga væl hjá mær til NM-kappingina í Føroyum. Ein rúgva av feløgum vóru áhugað í mær. M.a. PSV, Arsenal og Bayern Múnchen. Umboðsmaður mín, Jákup Í Stórustovu, ráddi mær fyrst ár royna hjá PSV, tí at niðurlendingar eru tiltiknir fyri at hava góðar ungdómsdeildir. Eg var eisini har í einar tveir mánaðar. Men mær dámdi ikki serliga væl, serliga tí, at eg ikki dugdi at tosa hollendskt. Seinni fór eg til Arsenal, og har dámdi mær nógv betri beinanvegin. Bæði PSV og Arsenal bjóðaðu mær

sáttmála, men eg var ikki í iva um, at eg skuldi velja Arsenal.” Ingi var í sera góðari venjing, tá ið hann kom til Arsenal, og renniorkan var ein av hansara stóru styrkjum. Hann setti met í ymsum renniog reflekstestum. Leikarar sum Sebastian Larsson, Justin Hoyte og Jermaine Pennant vóru við í hesum testum. Teir eru allir yrkisleikarar í dag. At Ingi flutti til Onglands, broytti avgjørt eisini upp á skúladagin hjá honum. Hann var bara í skúla ein dag um vikuna. Aftaná hetta var venjing á skránni. ,,Eg gekk bert í skúla mikudag. Hinar dagarnar møttu vit klokkan 9, og so var venjing frá klokkan 10 til 11.30. Síðani fingu vit at eta, og so var tað sum oftast ein nýggj venjing. Vit yngru hildu tað vera nakað irriterandi, at vit altíð skuldu venja tvær ferðir sama dag, meðan teir á besta liðnum altoftast bert vandu eina ferð. Men tað var helst við vilja, at venjararnir í felagnum vóru harðir við okkum.” Ingi greiðir víðari frá, at honum dámdi illa, at dystirnir hjá teimum altíð skuldu leikast so tíðliga. Klokkan 10 var vanliga dystartíðspunktið hjá táverandi ungdómsleikarunum á liðnum hjá Arsenal. ,,Í Føroyum eru dystirnir sum oftast klokkan 15.00 ella harum. Tá er ein vaknaður og er væl fyri. Tá ið spælt verður so tíðliga um morgunin, er ein ofta ikki klárur kropsliga. Í Arsenal var venjingin sjálvandi á einum heilt øðrum støði enn í Føroyum, og hetta lærdi Ingi sera nógv av. ,,Venjararnir vóru sera góðir. Tað var sera nógv venjing við bólti og hørð kropslig venjing. Eitt, sum venjararnir gjørdu nógv við í Arsenal var, at teir ofta steðgaðu okkum, meðan vit spældu, so at vit sóu, hvat vit gjørdu skeivt. Í longdini hevði hetta við sær, at vit lærdu uml. 50 fótbólsreglar

uttanat. Tá ið ein venur so ofta, 7 ferðir um vikuna, so verða nógv færri feilir gjørdir. Tað koma næstan ongir steðgir í spælið, í mun til í Føroyum, tá ið tað nærum altíð kemur steðgur í, meðan tannáringar venja. “ Venjarar um tað mundið vóru Neil Banfield, sum í dag er venjari hjá eykaliðnum hjá Arsenal, og so eisini ein eldri harri, sum æt Don Howe. Ingi minnist, at hann var ein stórur fjeppari av Don Howe. ,,Don Howe var fantastiskur. Hann plagdi at taka okkum til videofundir, har hann vísti okkum á, hvat vit gjørdu rætt, og hvat vit gjørdu skeivt. Eg helt tað vera ógvuliga inspirerandi og moti-

verandi at vera til videofundirnar hjá honum. Sum heild lærdi eg ótrúliga nógv. Venjararnir vóru tó eisini rættiliga harðir av og á. Eg haldi ikki, at tað vóru allir á liðnum, sum toldu at fáa so nógvan ágang, tá ið teir gjørdu okkurt skeivt”, sigur Ingi avgjørdur. Ingi fekk eisini einstaklingavenjing, tí at hansara renningarlag var so øðrvísi enn hjá hinum. Hetta hjálpti nógv upp á manglandi ferðina hjá føroyinginum, sum venjararnir hjá Arsenal høvdu lagt til merkis. Arsenal var sum sagt einaráðandi saman við Manchester United í enskum fótbólti hesi árini. Ingi hevði eisini

nøkur prát við onkrar av leikarunum á besta liðnum. Ingi minnist serliga eina hending saman við táverandi Arsenal-liðskiparanum, Patrick Vieira. ,,Vit á ungdómsliðinum fingu 2 atgongumerkir til hvønn heimadyst. Nakrir føroyingar vóru komnir á vitjan, og vit ætlaðu at hyggja at dystinum ímillum Arsenal og Manchester United. At enda manglaði eg 1 atgongumerki. Eg tosaði við ein um hetta, og

Framhald

>


7

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

FSF:

Tørvur á dómarum Skrivað hevur Kristian O. Andreasen, miðlanæmingur

Miðlabreytin hevur fingið orðið á dómaraeygleiðaran hjá FSF, Lassin Isaksen. Lassin hevur eina fortíð sum altjóða dómari, og vit hava sett honum nakrar spurningar. Hvussu gongur at fáa ung at taka dómaraprógv? - Tað gongur ikki so væl, sum vit vildu ynskt. Tað er kanska tí, at vit ikki røkka nóg væl út til ungdómin, hóast vit royna at fáa fatur á fólki, ið vilja sleppa at døma. Vit royna at fara út til feløgini og fáa tey at finna persónar, sum vit kunnu útbúgva. Tí tað er ikki lætt hjá okkum í FSF at koma runt um alt landið og fáa fatur í teimum, sum hava hug at taka dómaraprógv. Teir royndu dómararnir hjálpa eisini til við at fáa fatur á fólki, sum hava áhuga í døming. Tá vit hava funnið tey, ið hava hug, tá gongur betri, tí at nógv tey flestu, sum taka royndina, klára hana. So okkara avbjóðing er at fáa fatur í teimum, sum hava hug.

Eisini hava vit fyrr verið runt í skúlunum og roynt at fingið fólk at døma, og eg havi sjálvur verið ein partur av hesum. Men tað vísti seg, at øll orkan, ið vit brúktu í skúlunum, gav ongar nýggjar dómarar. Tað eina árið var eg úti á umleið 7 skúlum og undirvísti ímillum 100 og 150 skúlanæmingum, men eg haldi ikki, at nakar av hesum meldaði seg til dómaraskeið.

Er tað stórur tørvur á at fáa nýggjar dómarar? - Ja, tað er tað avgjørt. Vit hava stóran tørv á at fáa nýggjar dómarar, tí at hvørt vikuskifti hava vit brúk fyri heili 75 dómarum runt um landið. Eg havi umleið 100 dómarar, sum eg kann brúka, og tá ið allir dómararnir ikki altíð eru tøkir, so standi eg av og á og mangli dómarar, og tí kann tað verða ringt at samskipa. Tá kann tað gerast strævið hjá teimum, ið eru tøk at døma, tí at tað er so stór byrða hjá teimum at døma fleiri dystir sama vikuskifti. Um onkur hevur hug at gerast dómari, so verður dómaraskeið fyri nýggjar dómarar í næstum, og eg vóni, at fleiri tekna seg.

Hvat ger FSF fyri at fáa nýggjar dómarar? - Ein tann besti hátturin er at tosa við fólk. Feløgini hava eitt dómaraumboð, sum vísir okkum á onkran, ið hevur hug at royna seg sum dómara. Vit lýsa í bløðum, hanga plakatir upp úti í feløgunum, og vit eru av og á úti hjá feløgunum.

Hvat heldur tú vera tað besta við at vera dómari? - Tað er spenningurin og upplivingin. Tað er nokk ymiskt frá persóni til persón, men fyri meg var tað týdningarmikið at royna at gera mítt besta til hvønn dyst, og gera tað betur ella

av berari tilvild hoyrdi Vieira meg og segði, at eg kundi fáa eitt atgongumerki frá honum. Aftaná tíðina hjá Arsenal, spældu vit landsdyst útí ímóti Fraklandi, og tá kendi Vieira meg aftur, og vit prátaðu saman eftir dystin.” Venjingin í einum stórfelagi er nakað heilt annað enn tað, ið vit eru von við í Føroyum. Ingi upplivdi eitt nógv ørðvísi venjingarumhvørvið, sum menti hann nógv. Um teir bestu føroysku fótbóltsleikararnir skulu gerast enn betri, mugu teir fara uttanlands. ,,Tá ið ein spælir í Arsenal er tað so intenst, at allir

gerast betri. Allir eru góðir fótbóltsleikarar, og allir koma á eitt hægri støði við at venja saman. Føroyingar á 13 ára aldri eru ofta líka góðir sum útlending-arnir tá. Men tey næstu árini hendir ein nógv størri menning hjá teimum útlendsku, tí at teir venja nógv meir. Teir bestu útlendsku venja eini 7 ferðir um vikuna, meðan føroyingar bara venja 4 ferðir um vikuna. Um teir hittast aftur sum 17 ára gamlir, so eru teir útlendsku so nógv betri. Tann intensa venjingin manglar í Føroyum. Men nú er hesin fótbóltsflokkurin komin, og eg trúgvi, at

minst líka gott til næsta dyst. Tað var drívmegin.

Er nakar peningarligur fyrimunur við at vera dómari? - Tað var tað ikki fyrr, men í dag loysir tað seg hjá ungdóminum at døma - eitt fíggjarligt íkast. Um ein hevur dómaraprógv, fær viðkomandi 500 krónur fyri hvønn dyst, ið hann dømir, og viðkomandi fær nakað meir, jú longri upp, ein kemur.

- Tú skalt sjálvandi hava dómaraútbúgving og nóg góðar royndir innan døming. Tú skalt hava verið gjøgnum C, B og A útbúgvingina hjá FSF og fingið heitið ,,Úrmælingur”. Tað er tað sama sum at vera roknaður sum dómari á hægsta stigi. Eisini er tað týdningarmikið at hava gott fótbóltsskil. Og afturat tí skal ein dómari vera kropsliga væl fyri og klára allar royndir, sum FSF ger til dómarar.

Hvørjar eru treytirnar fyri at døma í bestu deildini?

Hvat heldur tú um dómara-støðið í Føroyum?

ein sovorðin skipan kann hjálpa okkum á eitt hægri støði. Sum flestu fótbóltsáhugaðir føroyingar vita, so vóru tað skaðar, sum oyðiløgdu yrkisleiðina hjá Inga Højsted. Skaðarnir byrjaðu at ávirka, tá ið Ingi var farin til Arsenal. ,,Teir fyrstu mánaðirnir hjá Arsenal gingu ógvuliga væl, men so byrjaði eg at fáa skaðar. Summarið aftaná spældi eg aftur NM, og tá var eg so óheppin at bróta fótin. So var eg skaddur í eitt hálvt ár. Tá ið eg kom fyri meg frá hesum skaðanum, fekk eg trupul-leikar í baklærinum, og teir trupulleikarnir fylgdu mær

restini av tíðina í Arsenal. Eg var eisini í Birmingham í 2006, og tá eg kom heim aftur til B36 aftaná at hava spælt við teimum, sleit eg krossbandið, og eg havi í roynd og veru verið skaddur síðani.” Ingi er ivasamur um, hvussu langt hann hevði kunnað komið, men hann trýr uppá, at hann kundi verið komin langt. ,,Tað er ilt at siga, hvussu langt eg hevði kunnað komið, men eg trúgvi avgjørt uppá, at eg hevði kunnað komið langt. Skaðarnir hava havt sítt at siga, men tað er ikki víst, at eg var komin langt uttan skaðar. Tó kann eg staðfesta,

- Eg vil siga, at dómarastøðið er gott, tað er umleið á sama støði sum kappingin, teir døma í. Um vit samanbera við onnur lond, so haldi eg, at vit eru væl við, men tá tit spyrja um støði í mun til t.d. eitt land sum Ongland, so fáa teir ensku Premier leaguedómararnir størri avbjóðingar, og tí meira royndir til tær avbjóðingar, sum ein so stór kapping gevur. Tað kemur nokk teimum til góðar; men okkara dómarar eru góðir ikki at “forsmáa”.

at skaðar ikki hava hjálpt. Nú tað er meira enn eitt ár fráliðið, síðani Ingi síðst var at síggja á fótbóltsvøllinum, staðfestir Ingi, at hann er komin víðari frá fótbóltslívinum. ,,Nei, eg sakni ikki at spæla fótbólt. Tað er kanska tí, at tað hevur verið so keðiligt hjá mær tey seinastu árini, har eg havi verið skaddur javnan. Tað hevur eisini ávirkað mítt støði.” Hetta vóru seinastu orðini frá fryntliga havnarmanninum á hesum sinni. Í dag gongur hann á læraraskúla og starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Fótbóltsyrkisleiðin er liðug.


8

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Sjóvinnubreytin eftir náta

Sjóvinnubreytin

Eitt náttúrufrøðiligt breytaval Sjóvinnubreytin í Nám X er nógv úti í frísku nátturuni, á rekandi sjónum læra næmingarnir bæði at viðfara snøri, snellu, og tosk og kalva og mangt annað. Eisini verður lært, hvussu fiskurin verður hagreiddur eftir, at hann er fiskaður. Tá verður farið á fiskavirkir. Skrivað hevur Jóhanna M. Niclassen , miðlanæmingur

Prát við næmingar á sjóvinnubreytini:

Hvat gera tit á Sjóvinnubreytini? - Læra at lesa kort av, læra um navigatións-ljós, dorgir, at knýta upp í og alt við sjógvin at gera. Vit læra um streym, kumpass og at seta kós. Vit læra at knýta knútar m.a. nylonknútar, so vit kunnu gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol.

Hvussu dámar tykkum breytina? - Okkum dámar bara væl breytina, hetta er júst okkara áhugi. Hvat kunnu tit brúka hana til í framtíðini? -Vit vistu nógv, áðrenn vit komu á breytina, men altíð er gott at læra meira, um man nú fer víðari við tí seinni í framtíðini. Prát við Evald Rasmussen, lærara á sjóvinnubreytini:

Hvør er ætlanin við breytini?

Á Sjóvinnubreytini fært tú eisini lívbjargara- og fyrstuhjálparaskeið. Endamálið við sjóvinnu-breytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin og taka røttu avgerðina á sjónum. Vit hava prátað við næmingar og lærara á sjóvinnubreytini í Nám X.

- Fyrst og fremst læra næmingarnar um sjómansskap, hvussu man ber seg at á sjónum, læra góðan sjómansskap og alt tað, sum hevur við fiskiskap, sjómansskap og viðlíkahald av báti at gera, so sum veður og vind, at seta kós og rokna streym út.

Hvat dáma næmingarnir best við breytini? - Næmingunum dáma best at sleppa á flot, tað eru vit so hvønn týsdag. Vit hava tríggjar bátar; Jupiter, ið er ein 28 fót plastbátur, Fríggjarin, eitt føroyskt 8 mannafar og

eitt 6 mannafar við páhangara – t.v.s. leysum motori uppií. Annars dámar teimum ikki nakað serligt at læra um fiskin og ástøði í mun til rokanina á teimum ymisku fiskileiðunum.

Hvat er ein førur fyri eftir eitt ár? - Helst eiga teir at fara trygt á fjørðin, seta kós, avlesa kumpas, rokna streym út, binda eina rúgvu av ymsun knútum, bøta trol, lært sjóreglur og væl saktans gerast skilagóðir sjómenn. Teir læra at hugsa sum sjómenn; ikki er lætt at læra alt

eftir einum ári, men duga at hugsa sum skilagóðir útróðrarmenn/sjómenn. Næmingarnir taka eisini trygdarskeið. Sostatt kunnu teir mynstra inn á ein og hvønn bát. Teir fáa eisini læknakanning. Næmingarnir eru eisini við til at halda bátarnar - halda teir við at mála, skifta leidningar og alt sovorðið. Teir fáa eina breiða vitan um at vera útrórarmaður ella sjómaður.


NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Fá Netbankan sum app Hvar tú ert, hvat tú gert, hav Netbankan við tær allastaðni.

www.banknordik.fo

SMS er opið hvønn LEYGARDAG

til klokkan

18.00

9


10

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Skrivað hevur Bjørk Tórsdóttir, miðlanæmingutr

Starvsvenjing

Á myndini: Bjørk Tórsdóttir og Stefan á Smið

Í starvsvenjing hjá løgregluni Eg gjørdist sera fegin, tá eg fekk at vita, at eg var sloppin í starvsvenjing hjá løgregluni í Havn. Eg gleddi meg nógv, og hevði væntanir um, at hetta fór at verða ótrúliga áhugavert at royna. Tað, at fara í starvsvenjing hjá løgregluni, man vera sera spennandi, hugsaði eg. Hvussu man løgreglan í Føroyum virka, og hvussu er hon skipað? Og hvat er tað í roynd og veru, løgreglufólkini her heima takast við? Tá eg og Stefan, hin starvsvenjingarnæmingurin úr NámX, komu oman á løg-

reglustøðina mikumorgunin, vórðu vit sera væl móttikin. Øll inni á støðini vóru blíð og fyrikomandi, og heilsaðu høvisliga uppá okkum. Góði hýrurin millum fólkið fekk meg beinanvegin at hugsa, at hesar báðar vikunar høvdu nógv gott, læruríkt og mennandi at bjóða. Løgreglan er skipað soleiðis, at ymiskar deildir eru. Ein kann arbeiða innan ymisk fjølbroytt øki, eitt nú innan narko ella ferðslu. Vegleiðarar okkara vístu okkum runt inni á løgreglustøðini, og vit fingu innilit í, hvørjum tú kanst arbeiða við, og hvat tú kanst

koma út fyri sum løgreglufólk. Hesar báðar vikunar hava verið ótrúliga góðar, og vit hava upplivað og verið við til nógvar ymiskar hendingar. Vit hava millum annað brúkt ein heilan dag saman við hundapatruljuni. Her høvdu vit ymiskar hundavenjingar til løgregluhundarnar, og bæði eg og Stefan vóru bergtikin av, hvat hundurin er førur fyri og megnar. Vit hava eisini verið nógv við ferðslupatruljuni og skrivað bøtur til tey, ið á ein hvønn hátt hava brotið ferðslulógina,

til dømis við at koyra ov skjótt ella tosa í fartelefon, meðan tey hava koyrt. Eisini hava vit verið við í eini rannsókn í einum húsum við narkoløgregluni; og vit hava sitið hjá vakthavandi í alarm centralinum. Sera ymiskt er, hvussu dagurin hjá einum løgreglufólki gongur. Eingin dagur er tann sami, og tí er hetta eitt sera spennandi og avbjóðandi starv. Tú kanst sum løgreglufólk koma út fyri sera keðiligum hendingum og vanlukkum, og tí er gott við góðum saman-

haldi millum løgreglufólkið, so dagarnir ikki verða ov daprir. Bæði eg og Stefan eru áhugaði í at fara á løgregluskúla niðri í Danmark, tá vit gerast eldri. Samanumtikið vil eg siga, at við teimum væntanum, eg hevði, hevur starvsvenjingin verið nógv frægari enn væntað. Tvær framúr góðar, læruríkar, mennandi og avbjóðandi vikur, sum eg eri sera glað og takksom fyri.

Rannvá Jakobsen í starvsvenjing hjá Amnesty Vit endurprenta her samrøðu, ið Amnesty Føroya deild hevði við starvsnæmingin, ið hevur verið hjá teimum tvær tær seinastu vikurnar. Samrøðan stóð at lesa á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

vita, um eg kundi koma við ískoytið til nakað. Eg havi leingi hugsað at funnið mær eitt arbeiði, ið hevur við javnrættindi at gera, og strembar eftir rættvísi; so tí søkti eg til Amnesty.

Amnesty hevur seinastu Nú hevur tú verið her í eina dagarnar havt Rannvá viku - hvat hevur tú lært? Jakobsen frá Nám X í Eg havi lært nógv um Roma Eysturskúlanum í starvs- folk – eisini kend sum læru. Nú onnur vika so smátt sigoynarar – og flóttafólk. er farin at halla, hava vit sett Eg visti ikki, at tað framhenni nakrar spurningar um vegis eru so nógv Roma-fólk í dagarnar niðri á Kongabrúnni dag, og ei heldur, hvussu umstøðurnar hjá flóttafólki eru. Hví valdi tú at gerast starvs- Eg veit eisini meiri um ST næmingur í Amnesty? og mannarættinda-sáttmálan. Eg havi altíð gingið nógv inn fyri javnstøðu viðvíkjandi Hvat hevur verið mest øllum, sum manna- spennandi? rættindasáttmálin kemur inná. Sum so hevur alt verið líka So eri eg eisini áhugað í spennandi. Mær dámar Amnesty, og vildi gjarna vita øgiliga væl tað, at man ikki meiri um, hvat tey gjørdu situr og ger tað sama allan fyri at náa teirra málum, og dagin, tí so verður man jú ikki

troytt av tí. Men um eg skuldi valt okkurt, so haldi eg tað vera spennandi at arbeiða við spurnarkanningum, koyra runt um landið við spurnarbløðum og at hjálpa til við at sniðgeva músamáttu. Hvat ætlar tú at gera seinastu vikuna? Eg fari at fylgja við, meðan tey seta politikarum spurningar um flóttafólk. Tveir dagar eru settir av til at koyra runt í Føroyum við spurnarbløðum, og so mást tú sjálvandi fáa svarini skrivaði inn eisini. So er at vóna, at eg eisini fái fleiri at umhugsa at verða sjálvboðin. Ætlar tú at halda fram við at arbeiða fyri mannarættindum? Ja, einki at ivast í. Í løtuni kann eg vera sjálvboðin, men eg dugi eisini væl at síggja meg arbeiða við hesum seinni.


11

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Bíligar bólkaferðir við Norrönu Vit hava ha ava hóp hópin av góðum tilboðum til b ólkar. Gó bólkar. Góðu karmarnir umborð á Norrönu ge gera, at frítíðin byrjar longu tá tit e eru komin umborð.

mi Prísdø n úr li til Ber

0 9 4 . 3 ønn fyri hv

Írokna ð við No : Ferð r bussur rönu + 1 v i ka t i l B e r l i n + áv við mo allarheimi rgunm at i

Berlin er vert eina vitjan Býurin er á tremur við mentan og søgu frá 2. heimsbardaga og kalda krígnum. Vitjið m.a. Check Point Charlie, Sachsenhausen týningarleguna, Olympiastadion, Reichstag og Brandenburger Tor. Berlin er eisini nýmótans og spennandi, við øllum hentleikum ein kann hugsa sær. Farið t.d. á shoppingtúr í Berlin Mitte, sum bjóðar alt tað nýggjasta nýggja – harumframt eru prísirnir enntá betri enn í Danmark. Líkamikið hvørji áhugamálini eru, hevur Berlin heilt víst okkurt at bjóða øllum.

Les meira á www.smyrilline.fo ella ring 345900


12

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Við ánna der Spree

Ferðafrásøgn

Sjónarringurin skal víðkast, og forvitnið hvessast Alheimsgerðin setur síni krøv, og neyðugt er eisini hjá føroyskum ungdómi at leita handan sjónarringin fyri at gerast gyldigur limur av heimssamfelagnum. Næmingar í Nám X fara nú á triðja sinni til Berlin, og bæði undanfarnu árini hava næmingarnir skrivað stuttar bitar til ferðafrásagnir á ferðini.

Berlinfararar góða byrjan Teir umleið 140 næmingarnir úr Námi X og lærarar teirra eru nú ávegis til Berlin. Ferðin byrjaði hóskvøld, tá hópurin trein umborð á Norrønu. Eftir at hava siglt eitt samdøgur í góðum veðri, kann sigast, at næmingarnir hava trivist væl umborð og verið fyrimyndarlig umboð fyri Nám X. Starvsfólkið umborð á Norrønu hevur spent seg út, og veitt hópinum góða tænastu við einum smíli. Martin Dam Joensen, ið starvast hjá Smyri Line og er við hópinum á ferðini, hevur ótroyttiliga skapað rammurnar fyri næmingum og lærarum. Ikki hevur verið neyðugt hjá næmingum at keða seg. Góður tónleikur, kapppingar og máltíðir hava myndað ferðina higartil, sum myndirnar niðanfyri eisini bera boð um. Berlin on bike Í fagrasta veðri fóru næmingar og lærarar úr Nám X út á gøturnar í Berlin í dag – mánadag. Saman við ferðaleiðara upplivdu vit Berlin úr saðilinum á súkkluni. Ein frálíkur háttur at gera seg kunnugan við

ein stórbý. Í 16-17 hitastigum søgdu vitugir ferðaleiðarar frá um býarinnar søgu – og søguliga lotið tóktist okkum serliga nærverandi í dag, tá ið vit hoyrdu um Brandenburger Tor – býarportur Berlins – um, hvussu der Reichstag brendi niður í 1930’árunum – og um hópskrúðgongur hjá nazistunum á gøtuni Unter den Linden, har Hitler heilsaði fólkinum og hermonnum sínum. Hvør veit, um vit ikki í summar hava ein ferðavinnumøguleika í Tórshavn, ið kallast Tórshavn on bike.

Berlin í bussi Á skránni í dag – týsdag – var bussferð í Berlin – og vitjan á OL-leikvøllinum. Ferðaleiðari okkara í bussinum var úr Danmørk, og hevur búð í Berlin seinastu 35 árini. Hon byrjaði við nøkrum upplýsingum um Berlin – m.a., at Berlin við umráði er á stødd við Bornholm til støddar – at høvuðsjarnbreytastøðin í Berlin er tann størsta í Evropa, bygd í 2006. Berlin hevur annars gamla søgu sum handilsbýur. Áin Der Spree – ið rennur ígjøgnum Berlin – var flutningsfarleiðin m.a. út í Norðsjógvin – haðani tey sjey høvini liggja opin. Vit vita jú frá søguni um ídnaðarkollveltingina í Evropa í 18. og 19. øld, at farleiðir sum t.d. áirnar høvdu stóran týdning fyri serliga londini í Miðevropa. Sjálvandi var Berlinmúrurin

eisini á skránni. Múrurin, ið býtti Berlin í tvey – eins og Týskland í Eystur- og Vesturtýskland, og sum var ímyndin av kalda krígnum, ið herjaði í Evropa millum 1945 og 1989. Nakrir upplýsingar um Múrin: - múrurin ígjøgnum Berlin var uml. 145 km – og tilsamans umleið 1.100 km ígjøgnum Týskland. Hann var 3,5 m høgur. Berlinmúrurin var atvoldin til, at fólk serliga eystanfyri múrin royndu at flýggja. 130 fólk í Berlin og 1.100 fólk í Týsklandi doyðu í royndini at flýggja yvirum múrin. Eftir rundferðina í Berlin koyrdu vit út til OL-leikvøllin, sum varð bygdur millum 1934 og 1936, og har Jesse Owens vann Hitler neisur við at vinna gull í 100 m og 200 m renning, umframt í longdarlopi á OL-leikunum í 1936. Leikvøllurin varð nútímansgjørdur í 1960’unum, og er nú heimavøllur hjá Hertha Berlin. Éin góður dagur við góðum veðri var av. Í morgin vitja vit týningarleguna Sachsenhausen, ið liggur uttanfyri Berlin. Øll hava tað gott, og lata heilsa.

Nám X í fongsul Í dag – mikudag – fór Nám X í fongsul í Berlin. Nei, nei ... bara rólig! Vit vitjaðu gamla Stasi fongslið, ið var ímyndin av ræðuligu stýrisskipanini, ið ráddi í Eysturtýsklandi frá seinast í 1940’árunum og fram til 1989, tá Berlin-múrurin fall. Rámligt var at hoyra gamlan fanga, ið var ferðaleiðari

okkara í fongslinum, siga frá egnum royndum – hann sat inni í eitt ár, og merkti sostatt virðið á menniskjanum undir systeminum. Hann segði bart út, at hann var verdur eina millión. Lærdómurin frá vitjanini man vera, at fólkaræðið er dýrabart. Og vit eiga at geva okkara meining til kennar – líka mikið ágangin. Tí hógvarnir frá misskiltari og mistulkaðari ideologi merkjast – annaðhvørt talan er um kommunismu, facismu ella aðra, ið ‘systemið’ nýtir sum jarnbrot til egnan vinning.

Hevur mannaættin lært ? Í dag – hósdag – gekk leiðin til týningarleguna ‘Sachsenhausen’, ið liggur einar 35 km uttanfyri Berlin. Ein hin størsta ræðusøgan hjá mannaættini tekur ímóti okkum við portrið inn til ‘Sachsenhausen’. Áðrenn vit fóru úr bussunum, vórðu næmingarnir kunnaðir stutt um søguna, og bidnir um at vísa ta virðing fyri hesum staði, ið var sjálvsøgd. Eftir vitjanina var semja um, at hetta hevði ikki verið neyðugt, tí henda vitjanin brendi seg inn í sinnið teirra. Við tílíka vitjan fara tankarnir at reika, og spurningurin frá yvirskriftini meldar seg, nú vit til gerandis síggja í miðlunum allar ræðuleikarnar kring heimin. Og gott er, at miðlarnir vísa frá hesum, tí brotsmenninir mugu ongantíð fáa loyvi til at goymar teirra ræðurgerðir burtur. Hetta legði Eisinhower generálur eisini

doyðin á, tá hann gav myndatøkumonnum sínum boð um at taka myndir av ymsum týningarlegunum, hann vitjaði, eftir at bardagin var vunnin. Ný-nazistar í Týsklandi hava javnan gjørt seg inn á týningarleguna ‘Sachsenhausen’ og aðrar týningarlegur í eini roynd at fjala henda sannleika, ið menniskjaættin má taka ábyrgdina av. Eftir vitjanina endaðu vit dagin í hugnaligari matstovu, og gleða okkum til næsta dag við nýggjum upplivingum.

Angela Merkel setti fram klagu Ein av ferðaleiðarum okkara segði okkum hesa lítlu forvitnisligu søgu. Angela Merkel hevur sum ríkiskanslari í Týsklandi almennan embætisbústað tætt við Ríkisdagin í Berlin. Men nýligani kom fram, at hon búði í privatum bústaði í Berlin, og hevði gjørt hetta í rúma tíð. Á myndini sæst húsið. Niðast í húsinum var leigumál - og leigarin hevði vertshús í kjallaranum. Gangur var um kvøldið, og hesin gjørdist ov nógvur, so Angela klagaði. Og tá klagað verður, er tað alment - og soleiðis kom tað fram, at Angela Merkel í eina tíð hevur búð í privatum bústaði - uttan stóra eftiransingarmanning. Jú – víst hevur tílík ferð opnað sinnið, og lært okkum at virðismeta fólkaræðisligu samfelagsskipanina.


13

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Hvørja síðu skal eg velja? - Næmingur á múrinum

Á súkklu við Brandenburger Toreinaferð nálareygað í Berlin

Ol-liðið úr Nám X við søguliga Ol-leikvøllin

Fyrrverandi fangi “fangar” næmingarnar í avhoyringarrúminum hjá Stasi

Næmingar við markið Chechpoint Charlie


14

HugleiÐing:

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Ert tú eisini ein turr kúgv? Turið Ingadóttir Justinussen, miðlanæmingur

Veruleikin stakk sína klatrasligu hond niður í heila børkin á mær og dró til sín. Sum vakt úr koma, klárnaði tunga óvitskan, og morgunin beyð mær inn. Høvuðpínan flenti argandi, og eygnabráið orðaði ilt aftur. Magin gramdi seg, tók synd í sær sjálvum. Hevði malt pitsuna frá gjárdegnum um til brúnan vevnað í endatarminum og visti ikki, hvat hann skuldi gera við hetta. Eg unti honum mína samkenslu. Ein ótespiligur tevur, ið minti um kattarpiss gróðursetti seg í nasagluggunum. Andlitið stóð í eini skriðu, sum eg snerkti. Eg krøkti meg av húkinum við at bora høvdið niður í koddan. Fingrarnir vóru kropnir av kulda, so eg kraddaði dýnuna inn undir meg. Eg var heilsubrekað og hevði lagt meg í songina at doyggja. Hevði fingið staðfest ólekiligu hundasjúkuna, og deyðin var einasti uggi í hesum vónloysi. Ha, ha, eg flenti. Fuglarnir hoyrdust láta uttanfyri, annars var stilt. Eg royndi at blunda, men eygnabólturin var sum sandpappír inn at eygnalokinum; tað sveið. Tenninar vóru lodnar og hálsurin turrur sum Sahara. Hetta gekk ikki. Eg lyfti likamið, tungt sum træbulur, upp á reyvabøllarnar at hvíla. Tað sveið í mergi og mønu, beinagrindin var uppsmogin í reyðbrúnum rusti; eg fekk hvørki rætt armin út ella krept hann, tó, av øllum alvi, fiskað eina reyða nokia lumia upp úr taksuni. “Hey hon sjálv, hvar endaði tú í gjár?” Stóð prentað á kloyvda skerminum. Kendi ikki nummarið, so tað rein ikki við meg..

Høvuðpínutablettin froysti, tá hon varð druknað í glasinum. Luftbløðrurnar dansaðu sær veg til yvirflatan og forsyrgdu eygunum eina løtu. Ytra sjónarhornið sá, hvussu hesin leikur endurspældi seg í eygnarákinum. Úti lúnaði kjaftsvarti mjørkin millum húsatekjurnar, ein dimmlitt kúgv sást dragast har yviri á fløtuni, og stakir lyktasteyrar hómaðust í gráa farranum. Óskiljandi miðalvarpingar komu teskandi úr útvarpinum; eg var gliðin oman í køkin. Stóð við glærum koppi í hondini og eygleiddi eitt fýrakantað skepilsi, á stødd við eina ostaklokku; á borðinum lá ein snjóhvítur brævbjálvi, ið veik frá brúnliga, marmorkenda køksborðinum. Forvitnið leiddi meg yvir at honum og opnaði hann við skaftinum á einum knívi. “Góði umsøkjari til Hugbreytina á Føroya Studentaskúla & HF-Skeiði mars 2013. Tú fært hetta brævið, tí vit rokna við, at tú kanst verða upptikin í 1. flokk á Hugbreytini á Føroya Studentaskúla & HF-Skeiði komandi skúlaár. Endaliga tilsøgn um…” Eg hevði hildið ondini ímeðan eg las, men tá eg aftur dró ondina, sýntist luftin mær sum eitt andingartól. Eg var langt síðan druknað í vónloysi. Ræðslan at dumpa í lívinum, ikki at liva upp til samfelagsligu krøvini og bara at detta burtur ímillum og skula liva í skugganum hjá øllum flogvitunum, hevði sett seg sum hvítmeyrur á beina-grindina og eitt nú etið meg upp innanífrá. Eg var deyðatroytt av, at øll væntaðu so nógv av mær. Av fría frælsinum, ið bara

gjørdi niðurlagið enn størri, kláraði eg ikki at avrika. Tunnu, samantrýstu tægrarnar, ið saman myndaðu eitt pappír, vóru lagdar saman og potaðar niður aftur í brævbjálvan. Tað kitlaði í lummanum, eg var skjót at taka upp til oyra: ,,Hey Gunn! Hevur tú fingið bræv frá Studentaskúlanum?” Tað var Sára. ,,Ja, eg havi júst opnað tað,” mølmaði eg við tungari, hálvkøvdari rødd. ,,Er tað ikki feitt? Vit fara í student um nakrar mánaðar, eg meini bara.. Shit altso, eg gleði meg!” ,,Mhm.” ,,Altso ert tú slett ikki spent Gunn?” Eg smekkaði hornið á, gekk yvir til ein stól, boygdi meg niður og beit í hann. Eg var so óð og helt tað vera so synd í mær, at eg fór at lippa. Partvís eisini, tí eg fekk so ilt í tenninar. Fyri bert fáum tímun síðani var lagið av tí besta. Eg var farin við vinkonunum í føðingardagsball hjá Edvardi. Eg hevði dansað og sveittað óttan úr blóðinum. Hugsaði tá, at miðnámsskúli var bert eitt hotell ætlað sjúklingum sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Ikki væntaði eg, at veruleikin dagin eftir við síni spísku nál, fór at neyðhalda mær og sproyta giftina inn aftur í æðrarnar. Kundi eg ikki bara krógvað brævið og billað mammu inn, at eg einki hevði fingið? Eg var deigut og kendi meg sum eina turra kúgv, men kanska, um eg fór í studentaskúla, hevði tað eydnast lærarunum at mjólkað eitt sindur úr mær. Tankarn ir stóðu upp úr høvdinum sum ein melduródn; heysurin jaglaði ein seigan kjøtbita.

Við einum bresti small úthurðin aftur á bak, og løtu seinni kom mamma inn og legði billykilin á borðið. ,,Hvat hevur tú har?”, spurdi hon. Eg hevði heilt gloymt, at eg enn stóð við deyðsboðunum í hondini. Tá eg ikki svaraði henni, tók hon tað frá mær og las. Eyguni kvikaðu sær oman síðuna, áðrenn tey aftur festu seg á meg. ,,Áh, sum tað verður spennandi hjá tær góða. Nú er at byrja at gleða seg.” Vit settu okkum við borðið, og hon helt á fram: ,,Eg haldi, tú skalt velja almannaleiðina, tí henni kemur tú longst við. Altso sjálvandi skalt tú velja tað, tú tímir, men….” Pirrurnar livdu í andlitinum á henni sum stjørnuklárur himmal. Eg fann Karlsvognin í pannuni og helt meg hóma Orions-beltið har við nasaryggin. Eg sat ágrýtin og granskaði gronina á henni, tá hon brádliga órógvaði mína granskingarferð og segði: ,,Hoyrir tú, hvat eg sigi?” Hon var strævin, men mín elskaða eplamamma vildi mær bert tað besta. Ábyrgdin á tínum herðum gáva frá okkum til tín byrða, ið tung er at bera. Men, tú eigur dagin og ljósið tú eigur náttina við tú eigur stjørnurnar allar tú eigur rættin til frið. Viljin er sterkasta svørðið bítur á harðasta stál vónin er bjartasti brandur lýsir tær veg fram á mál. Ábyrgdin... Samansett brot úr yrkingini hjá Martin Joensen; “Morgun.”


15

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Surface Slóðbrótandi teldil frá Microsoft, sum er sera lættur og liggur væl í hondunum. Við Windows RT fæst bara tað besta av tí besta - teldilin til arbeiðið og undirhald.

fáa eina rúgvu á skafti.

Umslagið hevur innbygt tastatur, og á baksíðuni á skerminum er ein lúka, sum kann virka sum standari soleiðis, at skermurin kann standa uppi. Tí er hesin teldil sera smidligur og kann brúkast til fleiri endamál. Við tastaturinum og standaranum líkist teldilin einari farteldu, og tí ber til at arbeiða skjótt og væl og

P/F Formula.fo

Stiðjagøta 11

Tel. (+298) 344000

Postboks 1078

Fax (+298) 344001

Teldilin hevur Windows RT og Office Home & Business 2013 og er tí eisini sera vælegnaður til arbeiðsbrúk. Vil tú vita meira so set teg í samband við Formula.

FO-110 Tórshavn

formula@formula.fo


16

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Eru bøkur neyðugar? - Ein upplagdur møguleiki hjá okkum føroyingum at menna KT innan skúlagátt Skrivað hava

Janus, miðlanæmingur

Tað verður sett stórt spurnartekin við, um bøkur eru neyðugar í skúlanum í hesum døgum. Av tí, at tøknifrøðin er komin so langt; er tað so neyðugt at bera eina tunga tasku í staðin fyri at hava ein lítlan teldil undir arminum? Fyri fáum árum síðani skiftu teir flestu føroysku skúlarnir frá teimum gomlu, grønu krittalvunum til tær nýggju og framkomnu talvurnar. Afturat hesum eru einstakir skúlar byrjaðir uppá ta nýggju iPad skipanina. Teldilin verður nýttur sum skúlaamboð í staðin fyri bøkur. Spurningurin er so, um hann yvirhøvur verður nýttir til tað, hann veruliga kann? Spurt verður, um øll hendan tøknifrøðin betrar næminganna støði. Hann broytir ikki støðið á næmingunum, men ger tað heldur ikki verri. Út frá gransking í Danmark vísir tað seg, at næmingarnir, sum eru illa fyri fakliga, hava fingið gagn burturúr hesi skipan. Í staðin fyri at tveita fingurin í loft og rópa úrslitið, kunnu tey, ið ikki duga at greiða frá munnligt, vísa tað á talvuni við nøkrum fáum fingratrýstum á teldilinum.

30.000 kr. fyri eina bók til hvønn næming uppá eitt ár, men næmingarnir hava nógv fleiri lærugreinar enn so. Hvør teldil skal sjálvandi eisini rindast, men við hesum fæst eitt tilboð. Skúlin rindar 1.800 kr. av hvørjum teldili, so næmingarnir gjalda bert kr. 1.200 fyri teldilin, t.v.s. kr. 400 árliga. Skúlin situr so eftir við einari íløgu uppá kr. 270.000 uppá trý ár, ið er nógv lægri enn íløgan fyri pappír og bøkur yvir trý ár. Tað vil við øðrum orðum siga, at tann árliga útreiðslan er kr. 90.000 fyri teldlarnar, og fyri pappír og bøkur er útreiðslan uml. kr. 100.000.

Er prísurin ov høgur? Ein skúli við 150 næmingum brúkar umleið 70.000 kr. um árið til pappír. Bøkur skulu eisini gjaldast, og ein miðal bók kostar 200 kr. Um allir næmingarnir skulu nýta hetta, verður prísurin uml.

Ov nógv av tí góða? - Sum foreldur gremur ein seg um, at børn brúka ov nógva tíð frammanfyri skíggjanum. Ein teldil hevur jú eisini ein skíggja, og hevur somu hentleikar eins og ein telda.

Í staðin fyri at keypa eina bók í part, so keypir hann (KTvørðurin) eitt eintak og býtir tað út við teldilinum til øll.

Er nakar munur á undirvísingini? Tað er stórur munur á undirvísingini. Tíðarnýtslan er nógvar ferðir minni, og umstøðurnar betri fyri øll, eisini tey, ið eru minni minni væl fyri, og ikki tora eins væl at tosa. Við teldilinum nýtist tær ikki at tosa eins nógv, og ljóðfílar fáast til tey blindu.

Jónas, miðlanæmingur

Ein vansi við at brúka teldil í skúlanum kann vera, at næminganir ikki duga at orða seg rætt, tí at tey kunnu vísa sín skíggja uppá talvuna.

Langt á mál - Enn er ikki heilt greitt, um allir skúlarnir í Føroyum fáa hesa skipan. Um allir næming-arnir í kommununi skulu hava ein teldil í part, má kommunan rinda byrjunarvirði, sum er 3.000 kr. fyri hvønn teldil. Næminganir rinda síðan 400 kr. um árið í 3 ár. Eftir tey 3 árini eigur næming-urin teldilin. Ein loysn - Um byrjað verður við at geva ein teldil í part til næmingarnar í 1. flokki, so hava øll í skúlanum ein teldil aftaná 9 ár. Um ein kommuna ger av at seta hesa teldilskipan í verk, kann kommunan seta nakað av peningi til síðis hvørt ár í staðin fyri at rinda eina stóra upphædd beinanvegin. Fjarstøða Vit hava sæð eginleikar, ið teldilin hevur. Afturat tí kann sigast, at hann hevur enn fleiri. Tøknifrøðin er nú so framkomin, at til ber at samstarvast uttan at vera í sama landi ella yvirhøvur at kenna ein. Hetta er møguligt við eitt nú Google Drive, Dropbox, iCloud og mongum øðrum. Vit vóru í Stranda skúla og tosaðu við Andre Danielsen, KT-vørð á

Rúni, miðlanæmingur

Julian, miðlanæmingur

Fakta: - Stranda skúli - 150 næmingar - Kr. 70.000 til pappír - Kr. 30.000 til eina bók pr. næming - Kr. 90.000 um árið uppá teldlar - Skúlin fær kr. 400 aftur árliga frá hvørjum næmingi - Triðja hvørt ár fáa næmingarnir nýggjan teldil - Betri umstøður - Styttri tíðarnýtsla - Betri góðska skúlanum, um teir nýggju teldlarnar, tey júst hava fingið.

Er tøknifrøðin komin inn á skúlagongd? - Tøknifrøðin er komin innan skúlagátt. Hjá okkum á Stranda skúla 100%. Á øðrum skúlum er tað – um ikki líka nógv, so í ein stóran mun. Fyri tey flestu er tað ein sjálvfylgja, at so nógv tøkni nú er innan skúlagátt. Nútíðarsamfelagið er so bundið at tøkni í dag. So um fólkaskúlin skal útbúgva næmingarnar til samfelagið, tey liva í, so mugu vit eisini útbúgva tey tøkniliga. Betrar tøknifrøðin um næminganna støði? - Vit vita ikki enn her á Strondum, um tøknifrøðin betrar støðið á næmingunum. Tað er ov stutt tíð fráliðin enn. Men møguleikarnir eru sera nógvir. Í Danmark, har ið man eisini hevur innført teldlar, veit man, at á

summum skúlum hava teir veikaru næmingarnir fingið betri úrslit.

Tosa lærarar og næmingar sama tøknifrøðiliga mál? - Tað ber til, um lærarar og næmingar hava viljan til at læra av hvørjum øðrum. Næmingarnir eru í dag langt frammanfyri lærararnar á ávísum økjum. Men tað er á tí tøkniliga økinum. Lærarin er tann professionelli innan lærugreinarnar. Um tað skal eydnast væl við tøknini innan skúlan, mugu lærarar læra av næmingum og næmingar læra at geva vitan frá sær. Eru tað fleiri jaligar ella neiligar avleiðingar av tøknifrøðini innan skúlagongd? - Tær neiligu avleiðingarnar eru, tá ið tøknin ikki virkar eftir vild. Við teldlum eru sera nógvar forðingar burtur.


NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

17


18

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

FOkus

Íverksetarabreytin Henda breytin er til næmingin, ið hugsar um at royna at gera hugskot síni til veruleika. Við støði í føroyska vinnulívinum verða royndar verkætlanir í verki, ið avspegla føroyska vinnulívsumhvørvið. Eisini verður kunnað um fíggjarstýring, marknaðarføring og onnur amboð, ið eru neyðugur táttur í einari fyritøku, ið livir í alheimsgjørda veruleikanum. Við grundarlagi undir føroyska vinnulívinum arbeiða vit við verkætlanum, sum gera næmingin sjálvstøðugan og ábyrgdarfullan. Tú fært m.a at vita um: - Hvussu ein stovnar egna fyritøku - Føroyskt vinnulív - Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk – Kundarøkt – Fíggjarstýring og Marknaðarføring/sølulýsing.

Skrivað hevur Jóhanna M. Niclassen , miðlanæmingur

Tú fært m.a at vita um: - Hvussu ein stovnar egna fyritøku - Føroyskt vinnulív Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk – Kundarøkt – Fíggjarstýring og Marknaðarføring/sølulýsing. Miðlabreytin hevur prátað við Sólju Dianudóttir Hentze, næming á íverksetarabreytini:

Henda breytin er til næmingin, ið hugsar um at royna at gera hugskot síni til veruleika. Við støði í føroyska vinnulívinum verða royndar verkætlanir í verki, ið avspegla føroyska vinnulívsumhvørvið. Eisini verður kunnað um fíggjarstýring, marknaðarføring og onnur amboð, ið eru neyðugur táttur í einari fyritøku, ið livir í alheims gjørda veruleikanum.

Hví valdi tú íverksetarabreytina? - Tí eg havi roynt tað fyrr. Eg var til FM íverksetan í fjør, og mær dámdi tað sera væl og helt, at tað var stuttligt.

Við grundarlagi undir føroyska vinnulívinum arbeiða vit við verkætlanum, sum gera næmingin sjálvstøðugan og ábyrgdarfullan.

Ætlar tú at fáa nakað burturúr íverksetan aftaná Nám X? - Eg rokni við tí. Eg hevði væl tímað.

Ingi á Smið, lærari, til vinstru saman við einum íverksetarabólki

Hevur tú fingið nakað burturúr í ár? - Ja. Eg havi roynt tað fyrr, men eg havi lært tað meira frá grundini nú. Eg haldi, at tað ljóðar stuttligt at fara í holtur við eina stóra verkætlan, tí tá man hevur gjøgnumført uppgávuna, verður man sera glaður fyri, at man gjørdi tað. Allir næmingarnir hava verið ígøgnum “Innovation Camps” við kappingum, fyrilestrum, hugskotum og framløgumeisini hava vit fingist við ‘sølu og performance’. “Eg vil viðmæla øðrum at fara á íverksetarabreytina, um man fer í Nám X”, sigur Sólja við einum smíli.

Sólja Dianudóttir Hentze

Miðlabreytin skrivar eisini tíðindi á www.namx.fo


19

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Brynhild Haraldsen, í starvslæru hjá Føroyaprent

Starvsvenjing

Janus Ljósheim, í starvslæru hjá Sendistovuni

Floksfelagar úr Nám X kappingarneytar Seinastu tvær vikurnar hava næmingar úr Nám X verið í starvsvenjing. Teirra millum eru Brynhild Haraldsen og Janus Ljósheim, ið hava verið hjá ávikavist Føroyaprent og Sendistovuni. Felags fyri báðar hesar fyritøkurnar er, at tær arbeiða við at miðla ein boðskap annaðhvørt til kundar ella fyri kundar til aðrar kundar. Tær pakka t.d. boðskapin inn í foliu ella geva fyritøkum nýggjan samleika – tær taka myndir og skriva tekstir – og tær prenta. Lærarar í Nám X hava sum uppgávu at vitja næmingar í starvsvejingartíðini, og vit royna her at lýsa gerandisdagin hjá tveimum teirra hesar tvær vikurnar, tey eru í starvsvenjing. Brynhild Haraldsen hevur altíð havt áhuga í skapandi myndatøku – og í hesum

høpi uppi hjá Føroyaprent – eftir, at myndin er tikin. Hon roynir her ta grafisku leiðina – har viðgerðin fer fram. Janus Ljósheim hevur altíð verið áhugaður í filmsgerð og heimasíðugerð, og tí var Sendistovan eitt natúrligt val fyri hann – at royna seg í starvsvenjing. Onki er at ivast í, at starvsvenjing er mennandi, tí næmingarnir umboða jú Føroya framtíð. Sjálvandi tørvar teimum royndir – at vita, hvat rørir seg á arbeiðsmarknaðinum. Men aftur til næmingarnar. Bæði Brynhild og Janus lata sera væl at starvsvenjingarstaði teirra. Brynhild sigur livandi frá, hvussu hon hevur arbeitt við sniðgeving og uppseting – og hvussu hon hevur arbeitt saman við navnframa Inga Joensen, ið arbeiðir við

grafiskari myndum.

ráðgeving

og

Brynhild sigur frá søguni hjá Føroyaprent, ið er ein samanrenning av arkprentsmiðjuni hjá Dimmalætting og Hestprent. Virkini vórðu løgdu saman 23. juni 2004 og var tað byrjanin til Pf. Føroyaprent. Hon sigur at enda, at ein aðaltáttur í virkisprofilinum hjá Føroyaprent er, at tey hava svanamerkjagóðkenning, og at umhvørvið er altið við í ein hvørjari støðumeting av virkinum. Janus sat hugagóður við telduna og sniðgav sítt egna logo á eina T-shirt, tá lærarar vitjaðu. Eisini hevði Janus sæð, hvussu Sendistovan var høvuðsveitari av sniðgeving, prenti og básatilfari til stóru fiskivinnumessuna, NAFF, ið var í Klaksvík 9. - 11. apríl 2013. Spennandi var at

síggja, hvussu básarnir, hvør í sínum lag, høvdu fingið teirra grafiska vørumerki. Janus sigur, at hann hevur hugsað nógv um samleika og tilgjørdan samleika hjá fyritøkum, tá hann hevur arbeitt við grafiskari sniðgeving. Og her hevur hann tikið orðini til sín, ið standa á heimasíðuni hjá Sendistovuni: ‘Samleiki er ikki snið, men snið er samleiki’. Janus staðfestir, at samleiki kann altso sniðgevast – og her liggur arbeiðsuppgávan hjá fyritøkum sum Sendistovuni. Samanfatandi lata Brynhild og Janus sera væl at tíðini, tey hava verið í starvsvenjing, og senda eina tøkk til arbeiðsgevarar teirra hesar báðar vikurnar. Og hvør veit – kanska teirra arbeiðsgevarum í framtíðini …


20

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Ættleiðing Hvørt ár verða útlendsk børn ættleidd til Føroya.

Bjørk,Brynhild og Jóhild, miðlanæmingar skriva

Hví verða tey tað? Hvussu gongur tað fyri seg? Og hvussu man tað vera at verða ættleiddur til føroysku oyggjarnar? Hetta eru helst spurningar, ið stinga seg upp, tá prátað verður um hetta kensluborna evnið. Í fátøku menningarlondunum eru foreldur ofta ikki før fyri at taka sær av einum pinkubarni, ið krevur nógv. Ofta er tað fíggjarstøðan, sum er atvoldin til, at ein mamma er noydd at lata sítt barn inn á barnaheim. Tó kunnu sjúkur og aðrar liviumstøður eisini vera atvoldin til hetta. Í summum førum er fíggjar-

støðan so ring, at ein mamma leggur barn sítt uttanfyri portrið á barnaheimi í vón um, at onkur tekur tað til sín og hjálpir tí. Tað kemst helst av, at tað kostar at lata barn sítt inn á barnaheim.

Hví ættleiða Ymiskt er, hví foreldur at ættleiddum børnum hava ættleitt. Oftast verða børnini á barnaheimunum ættleidd til pør, ið ikki hava møguleika fyri at fáa børn sjálvi, eru bangin fyri viðgonguni, ella vilja gera mun og bjarga teimum, ið eingi foreldur hava. Ætlar eitt par at ættleiða, skulu tey gjøgnum eina langa og torføra tilgongd. Ein umsókn skal sendast til eitt danskt ættleiðingarfelag, ið síðan sendir hana víðari til ríkisumboðið í Føroyum.

Nógvar kanningar, nógvir spurningar og nógv pappír at fylla út. Parið skal hava búð saman í minst 2 ½ ár; fíggjarstøðan skal vera góð, og bæði skulu vera væl fyri likamliga og sálarliga. Alt, ið verður kannað, er fyri at tryggja sær, at barnið kemur til eitt gott heim. Føroyingar eru sum heild sera opin og fyrikomandi, eisini tá tað kemur til ættleidd børn, men hvussu man tað veruliga vera at verða ættleiddur til lítla oyggjaland okkara? Henda trupla íkomna støðan hjá ættleiddum hevur ført til, at føroyskt ættleiðingarfelag var sett á stovn í 2004. Vit síggja í viðtøkum felagsins, at støðið verður tikið í tørvinum og rættindunum hjá barninum, sum ásett í barnasáttmálanum hjá ST og Haag konventiónini viðvíkjandi altjóða ættleiðing.

Eisini verður sagt í viðtøkum felagsins, at ættleiðingarfelagið virkar m.a fyri: a. At øll hava somu rættindi uttan mun til uppruna b. At ættleidd verða integrerað í tað føroyska samfelagið c. A t kunna um ættleiðing, har tørvur er á tí d. At umboða áhugamálini hjá felagnum mótvegis myndugleikum


21

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

eldrunum ttleiðingarfor

man við æ ta máltíðin sa

Fyrs

Ættleiðing

Eg kundi búð á gøtuni 19 ára gamli Sasho Bjartsson var trý ár og átta mánaðar gamal, tá hann fyri fyrstu ferð í lívinum steig á land í Føroyum. Men tað er ikki av ongari orsøk, at hann er komin hagar. Sasho hevur áður búð á einum barnaheimi í høvuðsstaðnum Sofia í Buglaria til hann var trý ára gamal. Sasho hevur altíð fingið at vita, at hann hevur eina mammu í Bulgaria, sum hevur havt hann í búkinum. So tað kom ikki óvart á hann, tá foreldur hansara greiddu honum frá, at hann ikki er úr Føroyum, men er ættleiddur. At búgva í barnaheimi í Buglaria er als ikki sum at búgva í Føroyum. Tá Sasho kom til Føroya og nýggju

umstøðurnar, var alt nógv øðrvísi enn í barnaheiminum. Í barnaheiminum slapp hann millum annað bara at vera úti í garðinum og spæla. At koma til Føroya, har alt er nógv meira frítt, var sera spennandi hjá næstan fýra ára gamla Sasho. Hann royndi seg eisini fram í nýggju umstøðunum á ymsan hátt. Hann fór inn í bilar, ið ikki vóru læstir, og trýsti og snaraði øllum, ið kom honum til handa. Nakað, ið eisini var nýtt fyri hann, vóru matvanarnir í Føroyum. Til dømis kendi Sasho einki til sodavatn, tí í barnaheiminum fingu børnini bert djús at drekka. Og í barnaheiminum skuldi hann altíð eta alt upp av tallerkinum, og

Sasho rekir fløkju

ingar din, ættleið Fyrsta myn o sóu av Sash

foreldrini

hetta var als ikki líka strangt, tá hann kom til Føroya at búgva. Sasho er stoltur av at koma úr Bulgaria til júst Føroya. Hugsar hann um tað, kundi hann líka so væl verið endaður í London, ella úti á gøtuni í Bulgaria, tí hann er nú nítjan ára gamalur, og tá ið børn eru vorðin sekstan ára gomul, verða tey send út á gøtuna, tí onnur børn mugu sleppa framat í barnaheiminum. Men hann er meira enn glaður fyri, at lagnan dró hann til júst Føroya. Hetta kemst av, at hann trívist so væl í landinum, og at fólk eru sera opin fyri hvørjum øðrum. At Sasho er ættleiddur til Føroya er ikki nakað, ið fyllir nógv í lívinum hjá honum. Tí hann kennir seg eins og øll

na til tað nýggja lív

onnur – sum ein føroying. Tó kemur fyri, at hann hugsar nógv, tá ið hann tosar um tað. Eitt nú, tá hann er saman við øðrum ættleiddum. Men var hann ikki ættleiddur, hevði einki verið tað sama. Hann situr nú og tosar við okkum um hetta, og tað hevði hann ikki gjørt, var hann ikki ættleiddur, sigur hann við einum smíli. Happing og rasisma hevur aldrin verið ein trupulleiki fyri hann. Hann hevur altíð dugað væl at ignorerað tað, um onkur hevur rópt eitthvørt eftir honum. Hann heldur ikki, at húðarlitur hansara hevur gjørt, at hann er vorðin happaður – ikki meira enn, hvat onnur børn verða, tí at ljót orð verða rópt eftir øllum.

Upprunin Sasho veit ikki nógv um upprunafamiljuna úr Bulgaria. Hann veit tó navnið á mammuni, og at hann er systkin nummar tvey. Meir um familjuna veit hann ikki. Men Sasho er vísur í, at hann einaferð vil við í sjónvarpsrøðina Sporløs at leita eftir upprunafamiljuni í Bulgaria. Sum sagt er Sasho sera glaður fyri lagnu sína, og sum eisini sæst á honum, er hann ein sera lívsglaður drongur, og tað merkist á honum, at lívsgleði hansara spjaðist til tey, ið eru saman við honum.

Gerandisdagurin í Føroyum Sum 19 ára gamalur er Sasho longu eitt kent andlit í almenna rúminum. Eisini sum undirhaldari í nógvum ymsum tiltøkum - t.d. barnatiltøkum - er Sasho at síggja. Men hvussu sær hann sína egnu framtíð? - Mær hevur altíð dámað væl at arbeitt saman við fólkum – og mær dámar væl at síggja gleðina aftur í áskoðarunum og áhoyrarunum, tá eg standi frammanfyri teimum á pallinum. Enn liggur heimurin opin, men í Føroyum ætlar hann sær at verða verandi. Hann hevur ein dreym um at lata trygga uppvakstrarumhvørvinum okkurt aftur. Og tað gerst best við at virka og starvast her í Føroyum. Lívsroyndir hansara hava longu víst honum, at best er at síggja møguleikar heldur enn forðingar, og hetta fer hann altíð at leggja dent á. Hansara lívs-motto er at vísa jaligan hugburð mótvegis sær sjálvum og øðrum. Hesin jaligi hugburður hevur givið honum nógvar vinir, og er hann serstakliga takksamur fyri teir. Sasho heilsar at enda Føroya fólki við einum sælum smíli: Tað, ið tú gevur, fært tú aftur ein dag!


22

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Samrøða við John Petersen - læraran og bóltsnillingin Skrivað hevur Neli Heldarskarð, miðlanæmingur

John Petersen, fólkaskúlalærari, útbúgvin á Føroya Læraraskúla í ár 2000. (Gekk tó fyrsta árið á Skive Seminarium) Lýs teg sjálvan við trimum orðum? - Eg velji at rósa mær sjálvum, so: Fyrikomandi, Tolin og Bygdasligur :-) Hví valdi tú at gerast lærari? - Eg hevði nógvar ymiskar útbúgvingar í tonkunum, tá ið eg skuldi velja. Eg visti, at eg vildi arbeiða við fólki. Eg søkti á læraraskúla og bleiv lærari, og tað havi eg ongantíð angrað. Hvat er tað besta við at vera lærari? – Tað eru bert góð ting við at vera lærari. Eg kundi sagt nógv, men í høvuðsheitum er tað besta at arbeiða saman við nógvum góðum starvsfeløgum og at vera millum børn og ung og undirvísa teimum. Soleiðis er man við til at mynda teirra framtíð. Hetta er ein sera stór ábyrgd at hava, men eg trívist væl við tí. Hvat er tað versta við at vera lærari? – Kann ikki nevna nakað – jú, kanska at vit hava ov lítið av feriu :-) Hvat er ein góður skúladagur? – Tað er, tá ið skúladagurin endar, og tú hevur eina kenslu av, at tú hevur gjørt mun, og at næmingarnir hava lært nakað og eru nøgdir. Hvat er ikki ein góður skúladagur? – Teir dagarnir eru tíbetur ikki so nógvir í tali, men tað má vera, tá ið omanfyri nevnda kensla ikki er til staðar. Hvønn lærara minnist tú serliga aftur á frá barnaskúlanum og hví?

- Eg minnist væl teir flestu lærararnar frá barna skúlanum. Skal eg nevna nakran, so verður tað mín fyrsti føroysktlærari – mín egni ommubeiggi, Jóhan Hansen. Hann var nakað serligt, kanska tí hann var tann einasti í Skála skúla, sum var ein “gamal” lærari. Í framhaldsdeildini í Stranda skúla minnist eg best skúlastjóran og føroysktlæraran Edmund í Garði – kanska tí at mær dámdi so væl lærugreinina.

Hvørja telefon hevur tú? - Nú má eg hyggja eftir telefonini – ája, ein Huawei. Hvussu nógv brúkar tú teldu? - Nakað – til arbeiðsbrúk og eitt sindur til facebook og annað Í hvørjum felagi hevði tú tína bestu fótbóltstíð? - Eg havi havt eina langa fótbóltstíð :-) Spældi øll míni barna- og ungdómsár við Skála Ítróttarfelag, og tað var ein sera góð tíð. Vit taptu kanska meira enn vit vunnu, men vit høvdu tað stuttligt, og vit mentust. Sum vaksin var eg trý ár í GÍ, og vit vórðu føroyameistarar øll árini, so tað var sjálvandi eisini ein góð tíð. Men seinastu átta árini – 1997 – 2004 spældi eg við B36, og í tí tíðarskeiðinum vunnu vit eisini bæði meistaheitið og steypakappingar, og samstundis var eg partur av landsliðnum øll hesi árini, so endaliga svarið verður B36 :-) Spælir tú enn fótbólt? (Old Boys ella tílíkt) – Vit eru nakrir gamlir gubbar, sum framvegis spæla eitt sindur. Tað hevur verið nakað

Pápin

Lærarin

Bóltsnillingurin

Persónurin

av Old boys, men í ár eru vit við í 3. deild. Vit skulu helst ikki venja ov nógv, men vit ætla at vinna kortini :-)

Besta uppliving við føroyska landsliðnum? – Eg havi verið við hvørja ferð í tíðarskeiðinum 1995 – 2004. Har eru sjálvsagt fleiri góðar upplivingar. Ítróttarliga er tað tó tey bestu úrslitini, sum standa sterkast í myndini, og fyri meg kemur dysturin móti Skotlandi á Svangaskarði í 2002 altíð at standa frammarlaga. Annars hava nógvir góðir túrar verið, sum ein minnist aftur á við gleði. Tann fyrsti og tann síðsti landsdysturin eru eisini minniligir fyri meg. Tann fyrsti var í oktober 1995 í San Marino og tann síðsti var í Írlandi í 2004, har millum onnur fleiri av mínum starvsfeløgum úr Eysturskúlanum vóru áskoðarar. Tað var nakað heilt serligt! Besti viðleikari, ið tú hevur spælt saman við? – Havi spælt saman við nógvum góðum leikarum, og ringt er at taka nakran framum aðrar. Men eg má kortini nevna Jákup á Borg. Vit vóru

“makkarar” í B36 álopinum í fleiri ár, og eg haldi, at hann eigur uppleggið til nógv av teimum málunum, sum eg fekk tey árini.

Iðrar tú teg enn um, at tú ikki skoraði til 3-0 ímóti Skotlandi í 2002? - Minnist meg rætt, so hevði eg ongan stóran møguleika til at skora til 3 – 0 :-) Eg minnist bara, at eg skeyt mál til 1 – 0 og 2 – 0 og at dysturin endaði 2 - 2 Besti leikari, sum tú nakrantíð hevur leikt ímóti? - Havi leikt móti Spania, Týsklandi, Fraklandi, Hollandi og nógvum øðrum sera sterkum fótbóltstjóðum. Ofta vóru 11 fantastiskir leikarar mótstøðumenn, og ringt er at taka nakran framum. Men tað var nakað serligt at blíva t.d. uppdekkaður av Hierro ella at dystast við Guardiola hjá Spania. Kunnu vit vænta at síggja teg aftur sum venjara í framtíðini? - Í løtuni eri eg venjari hjá føroyska U19 landsliðnum hjá gentum, umframt at eg hjálpi til hjá U12 dreingjum hjá B36. Tað er sera tíðarkrevjandi at

vera venjari, og tíðina fært tú tikki aftur. So tað er lítið sannlíkt, at eg verði venjari í bestu deildini, so leingi sum børnini eru smá. Men kanska aftur um nøkur ár – vit fáa at síggja.

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? - “Hoyr her” ella “Setið tykkum niður” Hvat stressar teg? - At koma í tíðarneyð. Hvat gleðir teg? - Tað gleðir meg at eiga eina familju og at eiga frísk og glað børn, sum ríka hvønn tann einasta dag. Annars eri eg fyri tað mesta ein glaður persónur :-) Hvat gert tú um 10 ár? - Um eg havi lív og heilsu, so vænti eg, at eg geri júst tað sama sum í dag. Undirvísi í Eysturskúlanum og brúki nakað av tíð á leikvølli í Gundadali.


23

NámXtíðindi nr. 06 | www.namx.fo | Apríl 2013 | 3. árgangur

Virðing

Menning

Trivnaður


Oyruni á fartelefonina Við Eik Netbanka app’ini kanst tú altíð tjekka hvussu nógvir pengar eru á kontuni og síggja hvar og nær tú hevur brúkt pengar. Harafturat kanst tú t. d. finna nærmastu deild ella sjálvtøku – alt í einum lekrum og brúkaravinarligum sniði.

www.13-17.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.