Landsfundarblað2025

Page 1


UPPLIVINGFYRILÍVIÐ

VÆLKOMIN Á LANDSFUND 2025

Vit gleða okkum at vit øll koma saman til landsfundin og brúka tíð saman og práta um skótaarbeiði.

Sum skótar eru vit ein partur av ein stórum felagsskapið har vit læra um nátturu, samarbeiði og ábyrd.

Lati okkum gera hendan dagin betri fyri skótaarbeiði hjá okkum KFUM Skótunum.

Vælkomin til ein hugkveikjandi og læriríkan dag

Við skótakvøðu Landsnevndin

R Á

K

SLeygardag, 15 februar, 2025

Skótahúsinum í Fuglafirði.

SKRÁIN FYRI LANDSFUNDIN

KL 9:00 - 10:00 Morgunmatur

KL 10

Val av fundarstjóra. Góðkenning av mynstringarlistum og ásetan av gyldigum atkvøðum. Frágreiðing frá landsnevndini um virkið seinasta árið.

Grannskoðaðir roknskapir verða framlagdir til góðkenningar. Frágreiðingar um virkið í bólkunum og fíggjarviðurskifti teirra.

Ásetan og sundurbýti av limagjaldi.

12:30 - 13:30 DØGURA PAUSA

13:30 17:00 ENDA

Viðgerð av innkomnum málum. Viðgerð av uppskotum til broytingar í grundlógini, broyting ella góðkenning av viðtøkum og reglugerðum hjá samskipanini.

Val av limum og tiltakslimum í landsnevndina. Val av grannskoðara. Ymiskt.

FRÁGREIÐING FRÁ MENNINGARNEVNDINI

Vit hava lagt alla orku í at fáa okkara venjingarskipan efturhugda.

Hetta arbeiði er nú komið á mál. Vit hava fingið nýggja úlvavenjing, eftir hugda skótavenjing og nýggja ungdómsskótavenjing, so nú er øll venjingarskipanin efturhugd.

Hetta skuldi gjørt tað lættari at vit annað triða hvørt ár líka eftir hyggja skipanina um okkurt skal rættast til. Vit hava tað uppskot at hetta ferð menningar nevndin at takað sær av.

Tað sum vit nú hava sett út í kortið sum nevnd er, at vit fara at skipa okkara venjingar í eina fasta legu.

At tað í prinsippinum, bert er ein mappa man hyggur í, so sær man hvat skal gerðast og arbeiðast við.

Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði.

Hetta arbeiði má nú gerðast so vit aftur hava ordan á okkara skipan.

Vegna Menningarnevndina

Steinbjørn V. Olsen

Formaður, Gilwell skóti

RÁGREIÐING RÁ VIRKISNEVNDINI

Luttøka var góð. 11 patruljur og 6 bólkar vóru umboðaðir. Veðrið bleiv nógv verri enn vænta og tað ávirkaði lagið á patruljunum.

Skipan av umstøðum og kunning út til bólkar kundi verðið betri.

LPK

Tað var ikki optimalt at LPK´in lá samstundis sum norðurlendska ráðstevan, tó var LPK´inr væl eydna og riggaði eisini væl at hon var heldur primitiv. Nýtt ferðasteyp er tikið í brúk.

Úlvadagurin

Úlvadagurin var sera væl fyriskipaður og eydnaðist væl. Luttøkan var ávirka av, at hann bleiv fluttur til august vegna verkfall í juni.

Krossriddaravenjing

Í ár var fyrstu ferð at Krossriddarvenjingin var hildin nakað øðrvísi, tí nú eru PF-venjing og leiðslupatrulskeið komi aftur á skrá. Legan koyrdi væl, og man fekk roynt nøkur ting, hvussu hon kann skipast enn betri við broytingum frammyvir

Virkisnevndin mælir til at at eftirhyggja innihaldinum í Krossriddarvenjing, so hon ikki líkist ov nógv PF-skeið og leiðslupatruljuskeiðnum.

Skótar og úlvar kring Føroyar eru glaðir fyri tey tiltøk sum er á skrá. Luttøkan hjá leiðarum kundi verið betri. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt hjá fyriskiparum á tiltøkunum at fáa tiltaki at koyra vegna ov fáar leiðarar. Vónandi verður hetta betri komandi árið.

Virkisnevndin takkar fyri øllum teimum ið hava bjóðað seg framm at fyriskipa, og teimum sum hava hjálpt til tiltøkinum.

Virkisnevndin

Selatrað

Smátturnar. Hóast smátturnar framvegis ikki eru heilt lidnar, eru tær rættuliga hugnaligar og vera nýttar í ávísan mun. Køkar eru monteraðir og girðing er sett upp við hemsirnar fyri at tryggja móti at fólk detta niður. Nakað smávegis er tó eftir at gera við EL arbeiðinum. Ætlanin er at gera eina timbur gongubreyt millum smátturnar og eina timbur trappu oman í Úlvadalin. EL leiðingin millum smátturnar og talvuna í pallinum skal leggjast av nýggjum. Ætlanin er at gera hesi arbeiði í vár/summar.

Hvíta húsið. Ongar størri tillagingar eru gjørdar við hvíta húsið seinasta árið.

Toiletbygningurin. Ongar størri tillagingar eru gjørdar við toiletbygningin seinasta árið.

Raftirnar. Tað eru gjørd nøkur stativ til raftirnar at liggja í, so at hesar ikki skulu liggja niðri á jørðini og spillast. Hesi stativ kunnu flytast í mun til hvar tørvurin er á at nýta raftirnar.

Tryggingar. Landsnavndin hevur gjøgnumgingið tryggingarnar fyri bygningar og ognir á Selatrað. Tað vísti seg at vera rættuliga stórir manglar í tryggingarviðurskiftunum og landsnavndin arbeiðir í løtuni við at dagføra tryggingarnar so at tær samsvara við veruligu umstøðurnar.

Skýlið. Seyður hevur seinastu árini nýtt skýlið til at kroka í, og tí hevur nógvur skittur verið á gólvinum. Hettar er nú reinsað upp og hegn og portur eru sett upp uttan um skýlið.

Hoyløgan og goymslubygningurin. Arbeitt hevur verið við at gera hesar bygningar so at teir kunnu nýtast. Hettar erbeiði er tó framvegis enn ikki heilt komið á mál.

Pumpuhúsið. Pumpuhúsið niðri við smoltstøðina er framvegis ogn hjá skótunum og har goyma vit útgerð, ið er ætlað til virksemi á sjónum. Tekjan á bygninginum hevur havt ein skaða í nøkur ár og eigur hettar at vera gjørt í stand aftur. Hettar arbeiði er enn ikki sett í verk.

Ferðavinnusamstarv. Landsnevndin arbeiði í løtuni við at kanna møguleikan fyri einum samstarvi um at nýta skótadepilin til ein part av einum ferðavinnusamstarvi og harvið økna um nýtsluna av deplinum og inntøkunum. Um alt gongur eftir ætlan, verður farið umdir hettar samstarv í vár. Landsnevndin er sera spent upp á hettar arbeiði.

Fíggjarstøða. Skótadepilin er útgoldin og eingin skuld er tí at dragast við. Tó hava inntøkurnar verið rættuliga lágar og hettar hevur ført við sær at ræksturin hevur verið rættuliga passivur seinastu tíðina. Einki inn, einki út og lítið og einki virksemi. Møguleikarnir eru nógvir og lætt er at fara til verka at skipa fyri nógvum spennandi til børn, ung og vaksin. Vit eiga ein skótadepil ið hevur nógvar møguleikar.

Bárður Toftum Petersen, landsnevndarlimur

FRÁGREIÐING FRÁ BÓLKUNUM

Á Landsfundinum er tíð sett av til bólkarnar at greiða frá arbeiði og fíggjarviðurskiftum sínum. Tað er ein tími settur av til endamálið.

Umráðandi er, at hvør einstakur bólkur fyrireikar sína framløgu væl og hvør bólkur fær 4 minuttir til framløgu sína.

Møguleiki er fyri at nýta Power Point o.t. til framløguna. Framløgan skal latast inn á skrift og um tú hevur Powerpoint so skal tað eisini latast inn innan 13. Februar 2025

ATKVØÐURÆTTUR

Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir.

Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum.

Fyri at kunna atkvøða á Landsfundinum, skal ein vera limur í KFUM-skótinum í Føroyum.

Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.

Limatalið verður ásett eftir tali á teimum limum, sum eru skrásettir í limaskipanini hjá samskipanini tann 31.12. 2023( farna fíggjaárð)

Mynstringarlistin, sum er sendur bólkaleiðaranum, skal fyllast út eftir skrásetta limatalinum 31.12.2023 við nøvnum og bústaðum á teimum persónum, sum kunnu atkvøða fyri bólkin á Landsfundinum. Mynstringarlistin skal latast inn í seinasta lagi, dagin áðrenn.

ATKVØÐUR HJÁ BÓLKUM

Skótaliði Magnus Heinason

Skótaliði Gullbrandur

Skótaliði Leirvíks Páll

KFUM Skótanir við Løkin

Skótaliði Borgin

Skótaliði Túgvan

KFUM Skótanir í Kvívík

Skótalið KFUM´S

Skótaliði Royndin

Skótaliði Mikkjal á ryggi

Skótalið Nykurs rósa

Atkvøður tilsamans

3+1 Atkvøður

3 Atkvøður

3+3 Atkvøður

3 Atkvøður.

3+1 Atkvøður

3 Atkvøður.

3 Atkvøður.

3+5Atkvøður.

3 Atkvøður.

3+1 Atkvøður.

3 Atkvøður.

44 Atkvøður

Innkomin Mál

Ungdómsskótavenjingin

KJAK – Menningin av KFUM – skótinum í Føroyum

Innkomnar broytingar til Grundlógina og viðtøkurnar

Menningarnevnd

Viðtøka

Viðtøka

Viðtøka

Viðtøka

§4 stk 7

§2

Nýtt

Nýtt

Innkomnar Broytingar

Evni: Menningarnevnd

Stillari: Menningarnevnd

Verandi

7. Uppgávur: Leggja tilrættis venjingar, skeið og onnur útbúgvingartiltøk fyri patruljuførarar, ungdómsskótar, leiðarar og bólkaráðslimir. Seta skeiðleiðslu, sum hevur neyðugu útbúgving, til tey einstøku tiltøkini menningarnevndin stendur fyri. Við millumbili endurskoða

útbúgvingarskipanina hjá samskipanini, so útbúgving samsvarar við tey mál, sum landsnevndin hevur sett fyri arbeiði hjá samskipanini. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur menningarnevndini.

Nýggja

7. Uppgávur: Leggja tilrættis venjingar, skeið og onnur útbúgvingartiltøk fyri patruljuførarar, ungdómsskótar, leiðarar og bólkaráðslimir. Seta skeiðleiðslu, sum hevur neyðugu útbúgving, til tey einstøku tiltøkini menningarnevndin stendur fyri. Við millumbili endurskoða útbúgvingarskipanina og venjingarskipanina hjá samskipanini, so útbúgving samsvarar við tey mál, sum landsnevndin hevur sett fyri arbeiði hjá samskipanini. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur

Innkomnar Broytingar

Evni: Nevndir

Stillari: Skótalið KFUM´S

og Leirvíks páll

Verandi

2 Arbeiðsbólkar

1. Landsnevndin kann eftir tørvi seta arbeiðsbólkar og ásetur arbeiðsøkið teirra.

2. Selatraðsnevnd

1. Í Selatraðsnevndini sita 5 limir, harav ein teirra er úr Landsnevndini. Nevndin skipar seg við formanni og skrivara.

2. Selatraðsnevndin umsitur alt vanligt viðlíkahald av depilinum (t.e. syrgja fyri, at depilin er klárur til nýtslu av skótabólkum o.t.). Eisini hevur hon skyldu til at fyriskipa arbeiðsvikuskiftir o.t., sum fara fram á depilinum, og at seta mennandi verkætlanir í gongd.

3. Selatraðsnevndin skal gera eina fíggjarætlan, ið skal leggjast fram á landsfundi og eykalandsfundi.

4. Selatraðsnevndin kann søkja fígging frá samskipani til verkætlanir, sum skulu vera góðkendar av landsnevndini.

5.Nevndin hevur minst 4 fundir árliga. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í landsnevndini og Selatraðsnevndini.

6. Val av limum til Selatraðsnevndina er á hvørjum landsfundi. Nevndin situr í 2 ár í senn.

Nýggja

2. Depilsnevndin

1. Í depilsnevndini sita í minsta lagi 3 limir, harav ein úr landsnevndini.

2. Tað áliggur depilsnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.

3. Depilsnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar.

4. Depilsnevndin hevur í minsta lagi 4 fundir árliga.

5. Depilsnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.

6. Uppgávur: At hava um hendur vanligt viðlíkahald av skótadepilinum á Selatrað og skipa fyri arbeiðsdøgum. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur nevndini.

7. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í depilsnevndini og landsnevndini.

Innkomnar Broytingar

Evni: Umsitingarnevnd

Stillari: Skótalið KFUM´S og Leirvíks páll

Nýggja

5. Umsitingarnevndin

1. Í umsitingarnevndini sita í minsta lagi 3 limir, harav ein úr landsnevndini.

2. Tað áliggur umsitingarnevndini at virka fyri, at mál hjá landsnevndini og endamál og arbeiðsgrundreglur hjá samskipanini verða framd í mest møguligan mun.

3. Umsitingarnevndin leggur eina arbeiðsætlan fyri hvørja setu, sum skal leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar.

4. Umsitingarnevndin hevur í minsta lagi 4 fundir árliga.

5. Umsitingarnevndin kann seta arbeiðsbólkar til ávísar uppgávur.

6. Uppgávur: At hava um hendur upplýsing av skótaarbeiðinum á heimasíðu og sosialum miðlum. At gera tilfar og uppskot til inntøkufremjandi tiltøk, sum kunnu betra um fíggjarstøðuna og elva til meira virksemi hjá samskipanini og bólkunum. At umsita limaskipanina. Taka sær av uppgávum, sum landsnevndin áleggur nevndini.

7. Fundarfrásøgn verður skrivað fyri hvønn fund og send limunum í umsitingarnevndini og landsnevndini.

Safe from Harm – Samverureglur hjá Føroya Skótaráð

Samverureglurnar hjá Føroya Skótaráð eru grundleggjandi samverureglurnar fyri skótar í Føroyum og skulu tí altíð liva upp til samverureglunar hjá WOSM

Samverureglurnar eru galdandi fyri allar samskipanir, allar bólkar og allar einstakar limir undir Føroya Skótaráð

Samverureglurnar skulu eftirmetast einaferð um árið, og hetta verður gjørt á stórfundinum í mei mánaði. Safe from Harm samskiparin skal á sama fundi leggja fram hagtøl fyri árið í fór.

Framhaldandi og tilvitað brot á samverureglurnar hjá Føroya Skótaráð kunnu føra við sær, at samskipanin verður útihýst úr Føroya Skótaráð.

Sum liður í arbeiðinum at tryggja at børn og ung ár ikki verða útsett fyri ágangi, skulu samskipanirnar fáa inn barnaváttan frá øllum limum og sjálvbodnum, ið hava beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár.

Hetta hevur síðan 2. Mei 2022 eisini verið lógarkrav í Føroyum.

Hendan ásetingin skal tryggja, at fólk, ið áður hava verið revsað fyri siðamisbrot, ikki koma í samband við skótarnar

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall o.a. í sambandi við revsimál móti børnum og ungum undir 15 ár.

Barnaváttanin fæst til vegar við at útfylla eitt serligt oyðublað á heimasíðuni hjá løgregluni, sum, við samtykki frá tí, ið barnaváttanin viðvíkur, verður sent til danska Kriminalregisteret Samtykki verður givið á sama oyðublaði

Barnaváttanin skal endurnýggjast annað hvørt ár.

B. Góði felagsskapurin

Sum krav verður sett til allar leiðarar og øll sjálvboðin hjá skótunum, um at:

1. Tey vaksnu hava altíð ábyrgdina av, at børn og ung eru og kenna seg trygg, tá tey virka í skótahøpi.

2 Tey vaksnu eru altíð góðar fyrimyndir fyri børnini og skulu virka fyri, at sambondini og viðurskiftini millum børn, ung og vaksin eru sunn og góð

3. Tey vaksnu hava høvuðsábyrgdina av, at málburður, kropsburður og onnur atferð bæði barnana millum, men eisini millum børn og vaksin, er á einum sømiligum og virðiligum støði

4 Tað eru altíð mørkini hjá øðrum, ið støði skal takast í, tá vit hava við onnur fólk at gera

5 Í ítøkiligum støðum, har ivamál eru um fatanir og hendingar í samveruni millum børn, ung og vaksin, er tað altíð tørvurin hjá børnunum ella teimum ungu, ið atlit verður tikið til. Hetta er eisini galdandi, tá tað er stórur og týðandi munur á valdsstøðuni og/ella aldrinum hjá teimum vaksnu

C. Fjølbroytti felagsskapurin

Sum skótar hava vit virðing fyri fjølbroytni, og skótalívið skal sum útgangsstøði vera atkomuligt hjá øllum. Við virðing fyri ymiskleikanum:

1 Gera vit ikki mismun vegna húðarlit, átrúnað, kyn, kynsligum samleika, stætt o a

2. Góðtaka vit ikki happing og niðrandi málburð og atburð vegna omanfyristandandi.

3. Gera vit okkara ítasta til at røkka so nógvum, sum til ber, soleiðis at skótalívið er atkomuligt hjá øllum, óansæð teirra bakgrund.

D. Ágangur

Sum barna- og ungdómsfelagsskapur er ein av høvuðsábyrgd okkara at tryggja, at øll – børn, ung og vaksin – eru trygg og ikki verða útsett fyri ágangi av ymiskum slag

Kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur kann vera kropsligur, munnligur ella skriftligur

• Kropsligur ágangur er millum annað ópassandi kropsligt samband

Munnligur ágangur er millum annað ópassandi málburður við seksuellum undirtónum

Skriftligur ágangur er millum annað skriftligt og digitalt samskifti við ópassandi málburði við seksuellum undirtónum og tilfari, ið kann vera blygdanarskemmandi

Tað er revsivert at hava kynsligt samband við børn og ung undir 15 ár. Tað er eisini revsivert at hava kynsligt samband við børn og ung undir 18 ár, um tú hevur undirvísandi leiklut, so sum leiðari ella

hjálpari Ert tú eldri enn 15 ár, er tað revsivert at hava kynsligt samband við skótar, ið eru yngri enn 15. Og ert tú leiðari, hjálpari ella í øðrum undirvísingarleikluti, er tað eisini revsivert at hava kynsligt samband við skótar undir 18 ár.

Kropsligur ágangur

Kropsligur ágangur er ágangur, har tú verður útsettur fyri harðskapi ella øðrum, sum ávirkar teg kropsliga á neiligan hátt

Skótalívið kann stundum vera kropsliga krevjandi, og tað at royna síni kropsligu mørk kann vera ein gevandi partur av skótalívinum. Kortini fylgja vit við og eru varug við, nær farið verður um mark, og nær kropslig avbjóðing verður kropsligur ágangur.

Tí siga vit sum skótar, at:

1 Harðskapur verður ikki góðtikin; ikki millum børn og ung, men als ikki millum vaksin, børn og ung

2 Tey vaksnu hava ábyrgd av at ansa eftir, at aktivitetirnir hjá børnum og ungum ikki fara um mark, og at børn og ung eru kropsliga trygg í skótahøpi.

Kensluligur ágangur

Kensluligur ágangur er ágangur móti kensluliga integritetinum. Kensluligur ágangur kann millum annað vera happing, hóttanir, háðan, skamman og útihýsan frá felagsskapinum.

Fyri tann einstaka kann kensluligur ágangur vera sera álvarsamur, og tí siga vit sum skótar, at:

1. Happing og háðan verður ikki góðtikin. Sjálvandi skal vera pláss fyri at stuttleika sær við øðrum, men vit skulu øll vera varug við, nær hetta fer um mark og verður til happing og háðan. Hav altíð í huga mørkini og fatanirnar hjá teimum, sum tú ert í felagsskapi við.

2. Hóttanir, ið hava til endamáls at kroysta onnur at gera ting, ið ikki eru røtt, ella sum verða nýttar at happa, kunnu ikki góðtakast

3. Útihýsan frá felagsskapinum skal bera fara fram eftir grundiga viðgerð og við haldgóðum orsøkum. Útihýsan frá felagsskapinum skal eisini altíð síggjast sum seinasta loysn, tá allar aðrar loysnir eru royndar, ella tí at tann, sum verður útihýstur, er framhaldandi og beinleiðis til ampa ella vanda fyri onnur

Svík

Sum skótar og sum menniskju kunnu vit øll enda í støðum, har vit hava tørv á hjálp ella meira umsorgan enn vanligt. Tað kann vera, at vit hava tørv á at tosa við onkran, ella at vit hava tørv á samkenslu í sambandi við støður, har vit eru kroyst.

Hetta er serliga galdandi fyri børn og ung, ið ofta eru meira sárbar enn tey vaksnu, serliga tá tey eru burturi frá sínum foreldrum ella verjum.

Sum skótar miðja vit altíð eftir at veita eina hjálpandi hond ella eitt lurtandi oyra til hvønn annan, og tey vaksnu hava ábyrgd av, at børn og ung altíð hava onkran at venda sær til, um okkurt er áfatt.

Talan er um umsorganarbrot ella umsorganarsvík, tá onkur, ið er bundin av einum øðrum, ikki fær ta hjálp og umsorgan, ið viðkomandi hevur fyri neyðini

E. Mannagongdir

Tað kann henda seg, at leiðarar, hjálparar ella onnur sjálvboðin fremja ágang móti børnum ella øðrum vaksnum.

Sum vaksin hevur tú skyldu at boða frá, um tú veit um ágang ella hevur grundaðan illgruna um ágang.

Tað kann vera trupult at vita, nær talan er um ópassandi ella revsiverdar gerðir ella atburðir, og tí er umráðandi, at tú ongantíð stendur einsamallur í støðuni og skal taka avgerðir

Eini góð ráð eru at venda tær til bólkaleiðsluna ella til leiðsluna í samskipanini Eru ivamálini um onkran, ið situr í bólkaleiðslu ella í samskipanini, ber eisini til at venda tær til Safe from Harm samskiparan hjá Føroya Skótaráð (Símun Michael Sørensen, smsoren@olivant fo)

Safe from Harm samskiparin varðveitir allar áheitanir, soleiðis at fylgjast kann við um talan er um mynstur í bólkum, samskipanum ella hjá tí einstaka.

Minst tó til, at hevur tú grundaðan illgruna um revsiverdan ágang, mást tú boða løgregluni frá umgangandi. Harumframt mást tú eisini boða Safe from Harm samskiparanum frá, hevur tú meldað eitt mál til løgregluna.

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.