Landsfundarblað 2023

Page 1

LANDSFUNDAR BLAÐ

VÁGUR | 11. MARS 2023
LANDSFUNDUR INNIHALDS YVIRLIT / Landsnevndini /Menningarnevndin Vælkomin til Landsfundin 2 Tilmelding til Landsfundin 3 Skrá til landsfundin 4 Ársfrágreiðing 5 Valevni til Landsfundin 14 Innkomin mál og uppskot 15 Ársfrágreiðing 7 Ársfrágreiðing 9 Ársfrágreiðing 11 Atkvøðurættur á landsfundinum 12 13 frá Selatraðsnevndini frá Virkisnevndini Frágreiðing um virksemi hjá bólkum

VÆLKOMIN Á LANDSFUNDIN 2023

Eg skal vegna landsnevndina og KFUM-skótarnir í Føroyum.

Ynskja tykkum vælkomin á Landsfund í Vági hesuferð.

Landsfundurin verður 11. Mars kl 10:00 og halda vit áfram til á leið kl 17. Royndin er vertur og gleða vit okkum at koma suður.

Vit hava nú seinasta árið havt eitt vanligt ár, eftir at farsóttin hevur havt avbjóðingar við sær.

Men sum skótar so eiga vit at finna møguleikar, og er rós til bólkarnar at hava duga at navigera í tí frumskógi av reglum og broyttum reglum, tá Covid 19 var yvir okkum.

Eitt av spennandi málinum á skránni, er tann nýggja

úlvavenjingin sum hevur veri hjá bólkinum til

hoyringar, og eru vit spent, at vísa hana fram á Landsfundinum.

Spennandi er eisini at frætta hvat bólkarnir hava fingist við seinasta árið.

Eg vóni at nógv koma suður, og at vit fáa ein góðan og virðiliga fund, har vit seta skótarørsluna í hásæti og arbeiða fyri einum góðum KFUM-skótaarbeiðið sum skal flyta okkum trygt og gott inn í framtíðina.

VER TIL REIÐAR

Við skótakvøðu

Steinbjørn V. Olsen

Skótaovasti, KFUM-skótarnir í Føroyum

SÍÐA 2
11.Mars2022-08:30-18:00 KFUM Skótarnir í Føroyum vilja fegin bjóða øllum við á Landsfundin 2023 Tilmeldin til Landsfundin 2023 Tilmeldingferframá info@skoti.fo áðrenn3.mars2023 SÍÐA 3

10:00 10:00 11:30 12:30 15:00 17:15

Skrá

Val av fundarstjóra.

Góðkenning av mynstringarlistum og ásetan av gyldigum atkvøðum.

Frágreiðing frá landsnevndini um virkið seinastu árini. Grannskoðaðir roknskapir verða framlagdir til góðkenningar.

Frágreiðingar um virkið í bólkunum og fíggjarviðurskifti teirra.

Ásetan og sundurbýti av limagjaldi.

Viðgerð av innkomnum málum.

Døgurði

Viðgerð av uppskotum til broytingar í grundlógini, broyting ella góðkenning av viðtøkum og reglugerðum hjá samskipanini.

Val av limum og tiltakslimum í landsnevndina.

Val av grannskoðara.

Ymiskt.

-Bólkar leggja fram um Selatrað

-Nýtt skótahús

-Parkeringøkið

-Hvítu húsini

-Hoyløgan v/meira

Landsfundurin er liðugur

Kaffi/the og okkurt til góman er undir fundinum.

Klokkutíðirnar eru vegleiðandi.

Smyril siglur úr

Tórshavn kl 07:00

Leygarmorgun og norð av Krambatangakl 18:30

SÍÐA 4

ÁRSFRÁGREIÐING FRÁ LANDSNENDINI

Fíggjarstøðan

Tann 28.desember 2022 hendi tað vit leingi hava bíða eftir. Tá bleiv láni hjá KFUMskótinumútgoldið.Hettaerseragottnúhavavitmøguleika,athyggja frameftir og fokusera uppá tað veruliga arbeiði sum er skótaarbeiði í bólkunum.FíggjarstøðanhjáKFUMskótinumerídaggóð

Venjingar

Samanumtikið hava allar venjingar veri hildnar sum ætlað. Tó er tað harmiligt at tað eru bólkar sum ikki koma til okkara tiltøk. Tað eru leiðarar sum brúka nógva tíð uppá at fyrireika hesi tiltøk. So gott er um vit øll stuðla uppundirokkaraarbeiðiogbjóðasegframatfyrireikaogveraviðtiltiltøkini hjáKFUM-skótinumíFøroyum.

Steinbjørn og Bogi umboða KFUM skótarnar í FSR. Bogi hevur kunnað okkum umathannstegðaríFSReftirLandsfundin.Vittakkaðhonumfyritíðina.

ÍseptemburvóruskótaovastarniríReykjavíktilnorðurlenskanfund.Hettavar sera gott og skótaovastarnir høvdu ein dag fyri seg sjálvar og har vit fingu prátaumokkaraavbjóðingarískótaarbeiðinum.Taðstuttaavtílangaer,at vithavaøllsomuavbjóðingar,Serligaattaðertorførtatfáaleiðarartilogat fáaforeldurattakaábyrgduppáseg,t.d.atkomaíbólkaráðv.m.

NorðulenskaskótaráðstevnanverðuríFøroyummai2024.

FSR
SÍÐA 5

HeimasíðanogLimaskipanin

Nú er so endiliga limaskipanin komin. Tað gekk sera leingi áðrenn vit fingu skipaninaatvirka,hettavaravstórumseinkingumhjáveitarinum.Hettavar ikkinóggott,mennúerskipaninsokominatrigga. Heimasíðan er eisini virkin. Hevði veri gott um onkur sum hevur áhuga fyri heimasíðumbjóðarsegframatskrivaogannarsatveraumsíðuna.

Hetta er orkukrevjandi arbeiði, og av tí landsnevndin hevur nógv at gera er ikkialtíðtíðtiltaðarbeiði.Sobjóðitykkumfram

Teldupostskipaninogdrev

Vit hava havt sera stórar avbjóðingar við okkara t.post skipan, Tað er alt ov ofta at vit hava mist stýringina av tí og ikki sloppin inn á skipanina. Hesin trupulleiki er nú loystur. KFUM skótarnir eru nú eigarar av øllum t.postskipanum og drevum sum vit arbeiða við. Hendan skipan virkar sera vælnúoghavavithavteinserkønanveitarasumhevursettaltuppogalter trygdargóðkent.

VælkomintilSkótaliðMikkjalsáRyggi

So er tað gleðliga hent at vit hava fingið ein nýggjan skótabólk, nýggjan og nýggjan, tað er Skótalið Mikkjals á Ryggi sum er endurstovna. Tað er at gleðastumatlokalarkreftiravendurstovnabólkinogskulutitverahjartaliga vælkomintilKFUM-skótarnaraftur.Vitynskjatykkumalttaðbestaoggóðan byráleiðini.

Vit takkað fyri eitt gott ár, og gleða okkum til nýggjar avbjóðingar í nýggja árinum. Vit vilja takkað tykkum runt um í landinum fyri tað góða arbeiði tit gerahvørjaviku.

GóðanLandsfund

VegnaKFUMskótarniríFøroyum

SteinbjørnV.Olsen

Skótaovsti

SÍÐA 6

ÁRSFRÁGREIÐING FRÁ

MENNINGARNEVNDIN

Úlvavenjingin

Úlvavenjinginhevurveriarbeittmiðvístviðsíðanásummrið2021,ínovembur í 2022 vóru vit komin á mál við arbeiðinum og hevur tað veri líka eftirhugt afturídesembur2022.

Í januar 2023 er tað sent til hoyringar hjá bólkunum, og tað uppskotið sum verðurlagtframálandsfundinumertaðlidnaarbeiðið.Hvatinnihaldiðerog hvussu vit hava gjørt, fáa tit eina framløgu á landsfundinum um. Men eitt er sikkurt,hettaereinslóbrótandivenjing,sumikkiersæddíKFUM-skótaarbeiði fyrr.

Leiðarabyrjan

Leiðarabyrjan,varhildináSelatraðíseptember,seksleiðararvóruvið,ogvar hettaeingottskeiðharokkaraleiðarar,finguvitanumokkaraskipanoghvat KFUM-skótaarbeiðibyggirá.

Úlvaleiðaraskeið

Úlvaleiðaraskeið var hildi á skótadeplinum saman við leiðarabyrjan og her vóru 8 leiðarar við. Tey sum vóru við vóru sera nøgd við skeiðið, og hava vit havtorðinihjáLordBadenPowellíhuga“learningbydoing”ogbrúktivitteori ogpraksis.Eittseragottoggevandiskeið.

SÍÐA 7

Ungdómsskótavenjingin

Ungdómsskótavenjinginvarhildineftireinstegðínógvár.Hettatiltakvóruvit sera spent uppá. Vit hava nýhugsa hesa venjing, sum var sera væl dámd, tanntíhonkoyrdiuppátaðbesta.

PF-venjing

PF-venjingvarafturáskránnií2023ogvarhettaeinseravæleydnavenjing, harvitarbeidduviðSkrálegging,Kristnikunnleika,Liðfundum,Patrúljufundum, Kvøldsetum.Patrúljansumhugtakbleivarbeittnógvvið. Skótarnir vóru sera glaðirfyrivenjinginaogvóruglaðfyriatfokusbleivsettuppápatrúljunaogat tey fingu ástøði og so loysa uppgávur, enn einaferð orðini hjá Lord Baden Powell“Learningbydoing”

FyriframmanhjáMenningarnevndini.

Hvat verður so á skránni hjá menningarnevndini, vit fara nú í holt við at hyggjaeftirallariskótavenjinginiogeftirmetavenjingina.Ogsoerætlaninat gera tillagingar, og er hetta eisini grunda á at úlvavenjingin kemur, hetta merkir at uppgávur úlvar hava havt skulu lyftast upp hjá skótinum og størri krøvsetasttilskótar,leiðararogvenjingina.

ViðSkótakvøðu

SteinbjørnV.Olsen

SkótaovastiogformaðuríMenningarnevndinihjáKFUMskótinumíFøroyum

SÍÐA 8

ÁRSFRÁGREIÐING FRÁ SELATRAÐ

Selatraðnevndin

Selatraðnevndin hevur hettar seinasta árið arbeitt við at seta hoyløguna í stand.Hoyløganerbygdnakaðeftiratskótahúsiðvarbygtí1942,sohonerút við70áragomul,sohontrongdiveruligatileinakerligahánd.

Tekjanogklædningurineruskift,umframtatgrundinerstoypttileinkomandi goymslubygning heimanfyri hoyløguna. Ætlanin er at innrætta kjallaran í hoyløgunitilverkstaðogatnýtagoymslubygningintilymiskt,iðskalstanda undirtaki.Ovarahæddiníhoyløguniverðurinnrættaðtileitthugnaligthøli,ið kannnýtasttálegureruádeplinum.

Tá hoyløgan er liðugt umvæld liggur skýlið næst fyri í umvælingar-køini. Ætlanineratbæðihoyløganogskýliðskuluhavaeinasamanfallandiútsjónd, tá alt arbeiði er liðugt. Í summar eru bæði pallurin í toiletbygningurin blivnir málaðirsvartiroghvítir, soathesirbygningarpassainnsamanviðrestini á deplinum. Hurðarnar á toiletbygninginum treingja tó framvegis at vera skiftar.

Byggiverkætlan

StórabyggiverkætlanináSkótadeplinumernúliðugog1-árasýnhevurverið umársskiftiðsamanviðarbeiðstakaranum.

Reyðaloninernútykinniðurogparkeringsøkiernúáhesumstað.

SÍÐA 9

Brúgv og demningur eru gjørd í Sandá og virkar hettar rættuliga væl. Spennandiverðurísummaratroynahylin.Stóraáarførið,iðvarbeintáðrenn jól gjørdi ongan skaða á arbeiði, hóast tað var stórt áarføri og áir fóru um bakkarnarogtvørturumvegiraðrastaðniíbygdini.Skótarnirhavaskrivaðtil Sjóvar kommunu um at fáa kommununa at betra um atkomuviðurskiftini til viðarlundina.

Smoltstøðin er nú seld og nýggi eigarin hevur brúkt rættuliga fitt av tíð at byggjaumogatgeraístand.Spennandiverðuratfrættahvatspyrstburtur úrágomlusmoltstøðini.Pumpuhúsiðertóframvegisognhjáskótunumogvit hava fingið serskildan leigusáttmála við Búnaðarstovuna um lendið undir pumpuhúsinum.

Hvítahúsiðerliðugtumvæltuttan,hartekja,klædningur,vindeyguoghurðar eruskift.Eisinieruhúsinibjálvaði.Salurinermálaðuravnýggjumumframtat nýggjborðogstólarerukeypt.Nýggjurkøksútbúnaðurviðskótaliljuniereisini keyptur.Miðhæddinogloftiðmanglaframvegisatverasettístandoggjørd hugnaliginnanhúsiðerliðugt.

Tær báðar patrúljusmátturnar eru liðugt smíðaðar. Enn manglar nakað av máling uttandura umframt at flagtekjan eisini manglar at vera skorðin og løgd á tekjuna. Innandura mangla veggirnir at vera lakkeraðir og køkarnir skulueisinisetastupp.Nakaðavelarbeiðiereisinieftiratgera.Køkarnirogalt innbúgviðtilsmátturnarstendurágoymsluniundirpallinum.Skótarnirkoma attakasæravírestandiarbeiðinum.

Í januar mánaða eru tryggingarviðurskiftini gjøgnumgingin og dagfør fyri allar bygningar og ognir á Skótadeplinum. Hesi viðurskifti hava als ikki verið nøktanditeyseinastunógvuárini.

AnnarserSkótadepilinrættuligaruddiligurogvælskipaðuímuntilhvathann hevurveriðíteyseinastumonguáriniogerhettaratfrøastum.Skótabólkar kunnu nú aftur nýta depilin aftur eftir korona og síðani drúgvu umvælingarnar.Fleirilegurhavalonguveriðádeplinumogerhettaratfrøast um.Eisinibyrjafyrispurningaratkomainnfráøðrumbólkumeisini,iðikkieru skótar.

SÍÐA 10

ÁRSFRÁGREIÐING FRÁ VIRKISNEVNDINI

Hetta seinasta árið hevur nevndin eftir hugt teimun ymisku venjingunum, sum vit hava. Onkrar smærri broytingar til vegleiðingar og venjingar eru gjørdar. Ein roynd var glørd at hava Riddara og Krossriddara saman, tó vísti taðsegatfáaskránnarogannaðatpassasamanriggarikkisovæl.

Skjaldrasveinur fær nú eina orðing og endamál. Hetta er av onkrari orsøk aldringjørt.Ogkrøvverasetttilhvørkannkomavið. Ein vegleiðing til Skjaldrasvein er ávegis, tó bíðar hetta eftir um Úlvatilfari verðurgóðkent,fyriatkrøvinitilvenjinginauppápláss.

SÍÐA 11

Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir.

Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum.

Fyri at kunna atkvøða á Landsfundinum, skal ein vera limur í KFUM-skótinum í Føroyum.

Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.

Limatalið verður ásett eftir tali á teimum limum, sum eru skrásettir í limaskipanini hjá samskipanini tann 31.12. 2022( farna fíggjaárð)

Mynstringarlistin, sum er sendur bólkaleiðaranum, skal fyllast út eftir skrásetta limatalinum

31.12.2021 við nøvnum og bústaðum á teimum persónum, sum kunnu atkvøða fyri bólkin á Landsfundinum. Mynstringarlistin skal latast inn í seinasta lagi, dagin áðrenn.

ATKVØÐUR HJÁ BÓLKUM

Skótaliði Magnus Heinason

Skótaliði Gullbrandur

Skótaliði Leirvíks Páll

KFUM Skótanir við Løkin

Skótaliði Borgin

Skótaliði Túgvan

KFUM Skótanir í Kvívík

Skótalið KFUM´S

Skótaliði Royndin

Skótaliði Mikkjal á ryggi Atkvøður tilsamans

Atkvøður

ATKVØÐURÆTTUR SÍÐA 12
3
3 Atkvøður 3+2 Atkvøður 3 Atkvøður 3 Atkvøður 3 Atkvøður 3 Atkvøður 3+5 Atkvøður 3 Atkvøður 3 Atkvøður 37 Atkvøður

Frágreiðingar frá Bólkum

Á Landsfundinum er tíð sett av til bólkarnar at greiða frá arbeiði og fíggjarviðurskiftum sínum. Hetta er ein týðandi partur av Landsfundinum og eru ein tími settur av til endamálið

Umráðandi er, at hvør einstakur bólkur fyrireikar sína framløgu væl og hvør bólkur fær 5 minuttir til framløgu sína Ein stutt frágreiðing skal gevast, sum lýsir dagliga arbeiðið í bólkinum og serstøk tiltøk, sum bólkurin hevur fyriskipað Eisini verður greitt frá fíggjarviðurskiftum hjá bólkinum. Tað er serliga áhugavert at hoyra um ymisk tiltøk, sum bólkurin hevur skipað fyri ella hevur luttikið á hesi seinastu tvey árini Umframt hetta er spennandi at vita, hvussu dagliga arbeiðið í einstøku liðunum verður skipað

Møguleiki er fyri at nýta Power Point o.t. til framløguna. Best er, um frágreiðingin eisini er á skrift og kann handast skrivaranum á Landsfundinum, so at tað skjótt og lætt kann setast inn í fundarfrásøgnina

SÍÐA 13

KFUM SKÓTARNIR Í FØROYUM

Ver partur av Landsarbeiðinum

VIT SØKJA

3 Nevndalimir

2 Tiltaslimir

1-2 skótahjálpin

1 FSR

Á Landsfundinum skal

nýggj Landsnevnd veljast

fyri tey næstu tvey árini.

Send valevnir til

info@skoti.fo

Eftir Grundlógini §14

skulu tríggjir limir og

tveir tiltakslimir veljast

í Landsnevndina.

2 landsnevndslimir

vera sitandi eftir.

Við!
Kom
SÍÐA 14

Viðtøka

Viðtøka

§15 stk 1 §15 stk 2

§13 stk 3

§13 stk 1 og 4

§6

til stuðulsgrunn Árligt gjald
Selatraðargrunnin Úlvavenjingin Legur 1. 2. 3. 4. Landsfundur Atkvøðurættur Limagjald Innliman Úlvaflokkur 1.
Grundlóg Grundlóg
Innkomin Mál Innkomin broytingar til Grundlógina og viðtøkurnar Uppskot
til
2. 3. 4. 5.
Viðtøka
SÍÐA 15

Innkomin mál

Evni: Stuðulsgrunnur

Stillari: Skótalið KFUM´S

Uppskot til Stuðulsgrunn hjá KFUM skótinum í Føroyum

Endamál

Endamálið hjá grunninum er at veita stuðul til verkætlanir og viðlíkahald hjá

skótabólkum hjá KFUM skótinum í Føroyum

Stuðilin verður latin tvær ferðir um árið; einaferð í fyrru árshálvu og einaferð í aðru árshálvu.

Játtan

Játtanin til stuðulsgrunnin er 15% av ársúrslitinum, undanfarna ár. Tó kann landsnevndin seta fleiri pengar í stuðulsgrunnin.

Um upphæddin er ov lág, fyri tað eina árið, kann stuðulsnevndin velja ikki at stuðla í eitt ár.

Um stuðulsnevndin velur ikki at stuðla, tí upphæddin er ov lág, skal tað boðast landsnevnduni og bólkaleiðarnum frá innan 15 mars.

Umsókn

Fyri at fáa stuðul úr stuðulsgrunninum, skal umsóknin latast KFUM skótinum í

Føroyum í seinasta lagi 1. Apríl til umsóknarumfarið í fyrstu hálvu, og í seinasta lagi 1. Oktober til seinnu árshálvu.

Um fleiri skótabólkar eru saman um eina verkætlan, ber til at senda umsóknina í felag.

Treytir

Stuðul verður latin til verkætlanir hjá einstøku bólkunum, umframt til viðlíkahald av ognum og keyp av útgerð.

Fyri at søkja um stuðul frá Stuðulsgrunninum skal umsøkjarin:

a) vera skótabólkur hjá KFUM skótinum í Føroyum

b) senda inn umsókn, har útgreinað verður, hvat søkt verður fyri

c) Lata KFUM skótinum í Føroyum avrit av útreiðslunum, ið søkt varð um, í seinasta lagi eitt ár eftir, at peningur varð játtaður.

SÍÐA 16

Stuðulsnevndin

Í stuðulsnevnduni sita tríggir limir. Ein frá landsnevnduni og tveir frá bólkunum.

Landsnevndarlimurin hevur ábyrgd at manna nevndina og er formaður fyri nevnduni.

Umframt skipar nevndin seg við einum skrivara og einum nevndarlimið

Tíðin at sita í nevnduni er tvey ár, men nevndarlimirnir kunnu verða afturvaldur.

Stuðulsnevndin skula vera limur í trimun ymsum KFUM skótabólkum.

Sett í gildið

Stuðulsgrunnurin verður settur í gildið á Landsfundinum í Vági tann 11 mars 2023.

Kærur

Avgerðin hjá Stuðulsnevnduni er endalig.

SÍÐA 17

1.

Innkomin mál

Evni: Árligt gjald til Selatraðargrunnin

Stillari: Skótalið KFUM´S

Árligt gjald til Selatraðargrunnin.

Álagt verður øllum bólkum eitt árligt gjald til Selatraðargrunnin fylgjandi hesum frymli.

a. Bólkar yngri enn 10 ár: 1000,-

b.Upp til 25 limir: 2000,-

c.Upp til 50 limir: 4500,-

d.60 limir og meir: 6000,-

2. Álagt verður samskipanini eitt árligt gjald til Selatraðargrunnin á 12000,-

3. Upphæddin skal flytast á konto hjá samskipanini í seinasta lagi 1. apríl. Uppkrav verður sent bólkinum í mars mánaða.

4. Peningurin er oyramerktur til eini leguhús á Skótadepilinum á Selatrað

5. Bert bygginevndin av leguhúsinum, kann á landsfundi hava eina umbøn um at fáa fígging úr grunninum.

6. Bólkarnir kunnu hava upp til trý tiltøk um árið á Selatrað, uttan at rinda meira.

7. Verður grunnurin avtikin, verða øll gjøld avtikin.

8. Hendan viðtøkan er samtykt á landsfundinum í Vági 11.mars 2023, og er galdandi til landsfundin 2033.

SÍÐA 18

Innkomin mál

Evni: Úlvavenjingin

Stillari: Menningarnevndin

Á landsfundinum verður nýggja úlvatilfari lagt fram

SÍÐA 19

Innkomin mál

Evni: Legur

Stillari: Skótalið Magnus Heinason

Á landsfundinum leggur Skótalið Magnus Heinason fram um Luttøku á tiltøkum hjá KFUM skótunum í Føroyum fyri skótar, sum ikki eru limir

SÍÐA 20

Innkomin Broytingar

Evni: Landsfundur

Stillari: Landsnevndin

Verandi

Landsfundurin verður hildin hvørt ár í mars við hesi dagsskrá.

Nýggja

Landsfundurin verður hildin síðsta leygardag í februar, við hesi dagsskrá

1. Landsfundurin er hægsti mynduleiki hjá samskipanini. 1. Landsfundurin er hægsti mynduleiki hjá samskipanini.
SÍÐA 21

Innkomin Broytingar

Evni: Atkvøðurættur Stillari: Landsnevndin

Verandi

2. Atkvøðurætt hevur hvør bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum.

Fyri at kunna atkvøða á Landsfundinum, skal ein vera limur í KFUM-skótinum í Føroyum.

Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.

2.

Nýggja

bólkur við trimum atkvøðum fyri fyrstu 50 limirnar og síðan eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar 25 limir. Sami luttakari kann hægst atkvøða við trimum atkvøðum.

Fyri at kunna atkvøða á Landsfundinum, skal ein vera limur í KFUM-skótinum í Føroyum.

Brævatkvøður til landsfundin kunnu ikki góðkennast.

Limatalið verður ásett eftir tali á teimum limum, sum eru skrásettir í limaskipanini hjá samskipanini tann 31.12. (farna fíggjaárð)

Mynstringarlistin, sum er sendur bólkaleiðaranum, skal fyllast út eftir skrásetta

limatalinum 31.12.( Farna fíggjaár) við nøvnum og bústaðum á teimum persónum, sum kunnu atkvøða fyri bólkin á Landsfundinum.

Mynstringarlistin skal latast inn í seinasta lagi, dagin áðrenn landsfundin.

Atkvøðurætt hevur hvør
SÍÐA 22

Innkomin Broytingar

Evni: Limagjald

Stillari: Skótalið KFUM´S

Verandi

3. Býtið av limagjaldinum er 60 % til bólkin og 40 % til samskipanina.

Nýggja

3. Býtið av limagjaldinum er 55% til bólkin, 35% til samskipanina og 10% til Selatraðargrunnin.

a. Limagjaldið fellur til bólkarnar og grunnin í seinasta lagið 28 desembur

b. Tá grunnurin verður avtikin, so er býtið aftur 60% til bólkin og 40% til samskipinina aftur.

SÍÐA 23

Innkomin Broytingar

Evni: Innliman

Verandi

Stillari: Landsnevndin Nýggja

1. Fyri at gerast limir hjá

KFUM-skótunum í Føroyum skal ein lata góðkenda innlimingarskjalið hjá

KFUM-skótunum í Føroyum inn.

4. Limagjaldið verður goldið við fastari flyting hvørt ár, sum er ásett í innlimingarfaldaranum hjá

KFUM skótunum í Føroyum.

1. Fyri at gerast limir hjá KFUM-skótunum í Føroyum.

Limar ein seg inn á inlimingarskipanina sum liggur á skoti.fo.

Limagjaldið verður goldið við fastari flyting hvørt ár

4. Limurin hevur sjálvur ábyrgd av at siga limaskapin upp.

S Í Ð A 2 4

Innkomin Broytingar

Evni: Úlvar

Stillari: Landsnevndin

Verandi

Úlvaflokkur (smáskótaliðið)

1. Arbeiðið í úlvaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri úlvaarbeiði, soleiðis sum samskipanin fyriskipar.

2. Úlvaliðið er býtt sundur í patrúljur, sum tó ikki arbeiða sjálvstøðugt. Liðleiðarin velur ein patrúljuførara, sum leiðir patrúljuna, og hesin hevur ein patrúljuhjálpara. Hesa leiðslu hevur patrúljuførarin tó bert í einstøkum førum, tá ið liðleiðarin metir tað gagnligt fyri arbeiðið.

3. Arbeiðið í úlvaliðnum er grundað á venjingarskipanina.

4. Leiðararnir í úlvaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so hetta verður skiftandi og áhugavert. At tryggja at limirnir ikki koma í vanda og ikki seta størri krøv til teirra enn ráðiligt er. At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimið, við foreldrafundum og øðrum. At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.

5. Liðleiðarin eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.

SÍÐA 25

Innkomin Broytingar

Evni: Úlvar

Stillari: Landsnevndin

6 Úlvaflokkurin

1.Úlvaarbeiði verður skipa, eftir grundhugsjóns Baden Powell´s um úlvaarbeiði,.og soleiðis sum samskipanin fyriskipar.

2. Úlvaliðið er býtt sundur í bandar, sum tó ikki arbeiða sjálvstøðugt. Akela (Flokksleiðarin) velur ein bandaførara, sum leiðir bandan, og hesin hevur ein bandahjálpara. Hesa leiðslu hevur bandaførarin tó bert í einstøkum førum, tá ið Akela metir tað gagnligt fyri arbeiðið.

3. Arbeiði í úlvaflokkinum er fyriskipa eftir úlvavenjingarskipanini “Mowgli og Frumskógurin”.

4. Leiðararnir í úlvaflokkinum skulu, sambært Grundlóg og

Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og

kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum

leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi. At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í flokkinum, so hetta verður skiftandi og áhugavert. At tryggja at limirnir ikki koma í vanda og ikki seta størri krøv til teirra enn ráðiligt er. At virka fyri samanhaldi millum flokkin og

heimið, við foreldrafundum og øðrum. At virka fyri góðum

samstarvi við øll liðini í bólkinum.

Nýggja
S Í Ð A 2 6
5. Akela (Flokksleiðarin) eigur ikki at vera yngri enn 18 ár.

VÆLKOMIN Á LANDSFUND 2023

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.