Javnaðartíðindi
g
DESEMBER 2018
Rigmor Dam
- Vit mugu vanda okkum um sporini
BARBARA GAARDLYKKE APOL: FRÁ SU TIL ALTJÓÐA POLITIKK
AKSEL V. JOHANNESEN:
ÍBÚÐARTRUPULLEIKIN SKAL LOYSAST
6
VIT MUGU VANDA OKKUM UM SPORINI Rigmor Dam
10
NÓGVIR BÚSTAÐIR ÁVEGIS Eyðgunn Samuelsen
14
TRÝ JAVNAÐARPOLITISK HJARTAMÁL Norðstreymoyar Javnaðarfelag
18
FRÁ SU TIL ALTJÓÐA POLITIKK Barbara Gaardlykke Apol
3 Oddagrein 4 Løgtingið stutt sagt 6 Í reyða stólinum 8 Nýtt úr útheimi 10 Í ljóskastaranum 14 Limafelagið 17 Merkisdagar og minningarorð 18 Ungmannafelagið 20 Lesarabrævið 24 Av borgini 26 Hvat nú? 28 Røður
Ókeypis talgilt limablað frá Javnaðarflokkinum ❘ Blaðstjóri: Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð ❘ Uppseting: Oluffa Joensen Útgevari: Javnaðarflokkurin, Niels Finsensgøta 14, Postboks 208, FO 100 Tórshavn, Tel. 202 202, T-postur: javnadarflokkurin@logting.fo 2
ODDAGREIN
Íbúðartrupulleikin skal loysast! Góðu limir Fleiri og fleiri vilja seta búgv í Føroyum, og hetta er sera gleðiligt. Men vit hava ikki verið nóg væl fyrireikað, og tí standa vit nú og mangla bústaðir kring alt landið. Hetta er ein avbjóðing, sum vit í Javnaðarflokkinum taka í størsta álvara, og sum vit eisini hava arbeitt hart við seinastu tíð ina. Nú skulu fleiri átøk gerast, so
íbúðartrupulleikin verður loystur skjótast gjørligt. Kjarnin í familjuni er bústaðurin, og ein fyritreyt fyri góðum livikorum og uppvakstr armøguleikum eru trygg og góð bústaðarviðurskifti. Eitt av politisku høvuðsmálunum hjá Javnaðar flokkinum er tí at virka fyri, at øll í Føroyum hava møguleika til at útvega sær ein hóskandi bústað. Hetta hava vit staðfest í bústaðar politikki okkara. Tað eru fleiri møguleikar at loysa avbjóðingina við bústaðartrotinum. Fyrst hevur tað verið umráðandi fyri okkum at fáa eina heildarmynd av tørvinum, og hvussu nógv er í gerð. Eisini hava vit arbeitt við spurninginum um, hvussu vit best møguligt kunnu gagnnýta teir bústaðir, sum í dag standa tómir kring landið. Vit hava gjørt nøkur átøk, og nú verður stig tikið til at gera enn fleiri. Leigulógin er dagførd, soleiðis at tað í dag eru størri fyrimunir av at langtíðarútleiga, og Bústaðir hava fingið heimild til at taka 250 milliónir í láni til at byggja leiguíbúð ir. Tíverri mugu vit staðfesta, at hetta ikki er nokk, og tí hevur samgongan gjørt av at gera hesi átøk afturat:
1. Minka um íløgurnar hjá landin um, til tess at frígeva hendur til at byggja hús. 2. Bústaðir kann útskriva láns brøv á upp til 250 milliónir, soleiðis at Bústaðir skjótast gjørligt kunnu fara undir at byggja 216 nýggjar og bíligar íbúðir afturat. 3. Øll langtíðarleiga verður skatta frí upp til 150.000 krónur um árið næstu trý árini. Í Javnaðarflokkinum halda vit, at føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur. Tað skal vera rúm fyri teimum, sum ynskja at byggja sær sethús, og vit eiga eisini at hava góðar almennar leigubústað ir, so láglønt hava ráð at búgva undir virðiligum korum. Harafturat eiga vit javnan at endurskoða og nýhugsa bústaðarmøguleikarnar í mun til tørvin. Tað gera nú, og vónandi fara omanfyri nevndu átøk at geva fleiri føroyingum eitt tryggari tak yvir høvdið. Við vón um eini góð og hugnalig jól
Aksel V. Johannesen, formaður
3
ALTJÓÐA SÁLARHEILSUDAGUR
løgtingið
stutt sagt
10. oktobur var altjóða dagur fyri sálarheilsu. Í hesum sambandi setti Kristianna Winther Poulsen ein skrivligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna við heilsumálum. Kristianna vísti á, at sálarheilsuliga økið er framvegis í stóran mun knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Vit skulu alla tíðina, og ikki einans í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober hava í huga, hvussu vit kunnu betra um sálarheilsuna, so at vit ikki enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju. Les fyrispurning og svar her.
DJÓNI AFTUR Í LØGTINGIÐ FISKIVINNU SAMRÁÐINGAR VIÐ ÍSLAND Nú árligu fiskivinnusamráðing arnar millum Føroyar og Ísland eru farnar í gongd, gera íslendingar greitt, at teir vilja hava størri javnvág í fiskiveiðuavtaluna við Føroyar. Íslendska fiskimálaráðið sigur, at fiskiveiðu avtalan við Føroyar gevur Føroyum 160 mió. kr.um árið. Føroyar hava 5.600 tons av botnfiski um árið umframt eina lodnukvotu, sum í mesta lagi gevur 25.000 tons um árið, men í flestu førum væl minni enn tað. Harumframt eru stórar avmarkingar í lodnufiskiskapinum hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi. Ongastaðni kemur fram, hvat íslendsk skip fiska í føroyskum sjógvi og hvat virði hesin fiskur hevur. Tí hevur Henrik Old sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein §52a fyrispurning hesum viðvíkjandi. Les fyrispurning og svar her.
4
Í samband við at Heðin Mortensen varð settur sum landsstýrismaður í samferðslumálum, kom Djóni Nolsøe Joensen aftur á ting. Flokkurin ynskir Djóna hjartaliga væl afturkomnum og blíðan byr í løgtingsarbeiðinum teir mánaðirnar, sum eftir eru av hesum valskeiði.
AÐALORÐASKIFTI UM FÓLKASKÚLAN Mikudagin 21. novembur var aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Jónleif Johannesen vísti á, at handaligu lærugreinirnar skulu styrkjast, læraratoymi skulu tryggja eina góða orku í hvørjum tíma, og leiðslurnar skulu hava góð viðurskifti, so tær megna at lofta dagsins avbjóðingum. Hoyr Jónleif greiða nærri frá í sjónbandinum her.
HJARTALIGA TIL LUKKU HEÐIN 20. novembur varð Heðin Morten sen settur sum landsstýrismaður við samferðslumálum. Heðin Mortensen hevur ætlanir um at hyggja frameftir og finna nýggjar og øðrvísi loysnir fyri allar Føroyar og alt Føroya fólk. Javnaðarflokkurin ynskir Heðini Mortensen hjartaliga til lukku við sessinum.
BÚSKAPARRÁÐIÐ
HVÍTVASKING AV PENINGI
Síðst í oktobur mánaði segði formaðurin í Búskaparráðnum seg úr starvi við tí grundgeving, at hann var misnøgdur við samansetingina av Búskaparráðnum. Hetta fekk Helenu Dam á Neystabø at seta ein fyrispurning um, hvørji stig landsstýriskvinnan við fíggjarmálum ætlar at taka, til tess at Búskaparráðið verður mannað við førleikum, sum tryggja, at Búskaparráðið megnar at røkja sína uppgávu. Eisini spurdi hon hvørji stig landsstýriskvinnan ætlar at taka til tess at tryggja, at búskaparráðið hevur atgongd til ta vitan og tey hagtøl, sum eru neyðug fyri at gera beinraknar metingar av føroyska búskapinum.
Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um hvítvasking av peningi í sambandi við, at Danske Bank kann hava brotið lógina um hvítvask við ikki at hava havt stýr á 15.000 útlendskum viðskiftafólki og pengastreymum fyri 1.500 milliardir krónur í deild bankans í Estlandi árini 2007 til 2015. Ávaringarnar trutu ikki, og kortini varð hildið áfram við at taka ímóti risaupphæddum í Estisku deildini. Tá hetta kom fram, fór stjórin frá við gyltum lógvataki. Kann hetta ávirka okkum? Kanska meira enn vit halda, heldur Bjarni Hammer, sum tí setti landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum ein munnligan fyrispurning í hesum sambandi.
Hoyr fyrispurning og svar her.
Hoyr fyrispurning og svar her.
Vilt tú gerast limur í Javnaðarflokkinum send teldupost til: javnadarflokkurin@logting.fo
5
- Vit mugu vanda okkum um sporini
Í REYÐA STÓLINUM
Sum ung var hon livandi og uppreistrarsinnað, og sum vaksin hevur hon sett sær fyri at arbeiða fyri teimum broytingunum, sum hon ynskir sær her í verðini. Millum annað at tryggja øllum fólkum javnbjóðis møguleikar at vinna sær eydnuna og at verja umhvørvið. Vit mugu endurskoða vakstrarhugtakið, tí vit kunnu ikki halda fram at taka meira, enn vit hava brúk fyri; vit mugu vanda okkum um sporini, sigur Rigmor Dam. SKRIVAÐ HEVUR: JÓNA ÓLAVSDÓTTIR DALSGARÐ Vit hittast í hugnaligu raðhúsunum í Eysturbýnum í Havn. Tað er eyðsæð, at her búgva væl lisin fólk, sum virða tónleik og list. Eg hugsi við mær sjálvari, at høvdu vit eina føroyska útgávu av sjónvarpsrøðini “Kender du typen”, so hevði tað ikki gingið long tíð, áðrenn eg gitti, at vit vóru heima hjá mentamálafrúuni og manni hennara Arnbirni Ó. Dalsgarð, rithøvunda.
Rigmor ger kaffi. Upp í eina heila kannu, hóast tað bara eru vit báðar inni. Vit skulu unna okkum tað góða í lívinum. Gott at eta og drekka. Sjokulátu, ost, kaffi, reyðvín, sex og musikk, sigur Rigmor við einum skálkabrosi, meðan hon setir á borðið.
LIVANDI BARNAÁR Rigmor vaks upp í Keypmannahavn í 70’unum, har hon gekk á stovni frá hon var smábarn. Foreldrini vóru ung, lesandi og vinstravend, og tað vóru fá børn í umhvørvinum. Barndómurin var merktur av tveimum virknum foreldrum, sum hvør sær løgdu gott í barnið. Mamman, sum er úr Havn,
kom úr einum listarligum umhvørvi, har tónleikurin fylti nógv, og pápin, sum er av Tvøroyri, kom úr eini politikarafamilju, og tí var prátið við døgurðaborðið hareftir. Foreldrini høvdu altíð dóttrina við í tí, sum
REYÐ BÓK Navn: Rigmor Dam Fødd: 18. des. 1971 Hjúnafelagi: Arnbjørn Ó. Dalsgarð Børn: Bergur, Rói og Sára Maria Útbúgving: Fólkaskúlalærari Starv: Landsstýriskvinna við mentamálum Frítíðarítriv: Kokkast, lesur, bindur, syngur í kóri og er stórforbrúkari av mentanartilboðum í býnum.
hendi rundan um tey, til fundir, ferðir, veitslur og kravgongur. Tá Rigmor var 10 ára gomul fluttu tey til Føroya at búgva. Eg var rættiliga livandi, um eg skal siga tað sjálv. Mær dámdi ikki autoritetar og eg setti spurnartekin við, hví tingini vóru, sum tey vóru. Eg havi altíð havt ta fatan, at eingin hevur sjálvskrivað vald. Mann má gera seg fortjentan til valdið, sigur Rigmor avgjørd.
STERK RÆTTVÍSISKENSLA At javnaðarhugsjónin er komin inn frá barnsbeini er tað eingin ivi um. Rigmor finnur eina lítla bók fram, sum hon gjørdi í barnagarðinum, árið fyri hon skuldi í skúla. Hon hevur teknað, og námsfrøðingarnir hava skrivað niður tankarnar handan myndirnar. Á einu síðuni er eitt há hús. Her búgva nógv fátæk fólk. Á næstu síðuni eru eini fín sethús. Her búgva tey ríku. Eg dugi at síggja, at stættarmun urin hevur fylt nógv hjá tí bert 5 ára gomlu Rigmor. Tankarnir fara til tey sjúku og veiku, og tá eins og nú fyllir rættvísi nógv, greiðir Rigmor frá, meðan hon blaðar í bókini.
FALL FYRI EINUM TJÓÐVELDISMANNI Rigmor er gift við Arnbirni Ó. Dals garð, sum hon hevur kent størsta partin av lívinum. Sum barn plagdi Rigmor at vitja fastur sína á Velba stað, og longu har komu hon og Arn bjørn at kennast. Arnbjørn sigur, at vit vóru par longu tá sum smábørn. Men vit blivu ordiligt par, tá vit vóru 14 ár og komu at ganga í flokki saman í Venjingarskúlanum, sigur Rigmor. Bæði Rigmor og Arnbjørn vóru virkin í politikki í sínum ungu árum. Hon sum limur í SU, og hann í Unga Tjóð veldi. Politikkur hevur fylt nógv heima hjá okkum, men vit hava verið rættiliga samd kortini, greiðir hon frá og leggur skemtandi afturat, at tað helst ikki hevði riggað so væl, um hann var fólkafloksmaður.
“
Hvat hevur tú lært, síðan tú fórt uppí politikk? - Eg havi lært nógv av Akseli. Vit hava ein góðan formann, og hann hevur veruliga ikki uppiborið tann mótgang, sum hann hevur fingið. Hann hevur lært meg nógv, millum annað ikki at vera for stolt og ikki at geva upp. Og so er hann ein góður løgmaður eisini.
”
FÓR UPPÍ POLITIKK At Rigmor skuldi gerast politikari kom neyvan óvart á nakran. Aftaná loknan lesnað arbeiddi hon nøkur ár sum lærari og nøkur ár sum tíðinda fólk á Sosialinum. Eitt skifti eisini sum samskiftisfólk hjá Starvsmanna felagnum. Til valið í 2011 gjørdi hon av at stilla upp, og bleiv hon nummar fýra á listanum við 271 atkvøðum.
Tað hevur nokk ligið í kortunum, at eg skuldi blíva politikari. Eg var jú virkin í SU øll ungdómsárini, og so havi eg altíð havt eina turkatrúgv uppá, at um mann vil broytingar, so má mann byrja sjálvur. Tað er um ráðandi fyri meg at føla, at tað eg geri, er størri enn eg sjálv, greiðir Rigmor frá.
“
Hvat hevur tú hug at læra ein, sum ætlar sær uppí politikk? - Tú skalt bara stilla upp, um tú ikki kanst lata vera. Og umboða alt fólkið!
”
LANDSSTÝRISKVINNA VIÐ MENTAMÁLUM Í 2015 gjørdi Javnaðarflokkurin eitt óvanliga gott val. Rigmor varð aft urvald við 396 atkvøðum og bleiv landsstýriskvinna við mentamálum. Sum útbúgvin lærari við stórum áhuga fyri mentanarøkinum, fall tað henni natúrligt, at tað bleiv hetta økið, hon skuldi taka sær av. Útbúgvingarøkið hevur altíð verið eitt hjartamál, og annars tað sosiala økið sum heild. Við at fáa pappír uppá sín kunnleika geva vit menniskjum fleiri møgu leikar á lívsins leið. Tey fáa betri løn og arbeiðskor, sita ofta tryggari í størvum sínum og kunnu útbúgva seg víðari. Tí skulu øll hava møgu leika at læra innan eitt yrki, har tey hava hug og hegni, sigur hon, og leitar sær eisini út í heim: Hóast vit hoyra mest um tað øvuta, so eru tað hendir stórir og góðir batar fyri heimsins fólk seinastu áratíggjuni. Vit hava minni fá tækradømi í dag, enn vit høvdu fyri nøkrum árum síðan. Fleiri fáa útbúgving, barnadeyðiligheitin
7
minkar, miðalaldurin hækkar og so framvegis. Tað er gott. Men vit uppliva samstundis, at tey ríku gerast ovurríkari, og at 1% situr á kakuni. Hetta er ein vandaleið. Tí hevur tað eisini verið eitt greitt mál hjá okkum at minka um ójavnan, at spjaða ríkidømið út í hvørt hús í landinum. Og, hóast roynt verður at manipulera við tølunum um ójavna, so er veruleikin, at vit hava megnað at venda gongdini. Eg havi hug at siga, at tað eydnaðist, sigur Rigmor fegin.
VIT MUGU GERA NAKAÐ NÚ! Seinastu tíðina hevur eitt annað økið eisini fylt nógv í tonkunum og ætlan unum hjá Rigmor, nevniliga heims málini um burðardygga menning og her serliga orka og umhvørvi. Hon er farin at hugsa nógv um ikki at oyðsla, og politiskt vil hon arbeiða hart fyri, at hetta økið verður raðfest høgt. Jørðin skal nokk yvirliva. Hjá henni er eitt hitastig hendanvegin ella handanvegin bara “another day at the office”. Æviga gonguverkið hevur yvirlivað mangt slíkt. Men skal vón verða fyri mannaættini, mugu vit handla nú. Og serliga vit, sum búgva í hesum partinum av heiminum, har vit bæði hava tøknil igu møguleikarnar og ráðini. Og so mugu vit inn í ein nýggjan hugs unarhátt, eisini vit javnaðarfólk, har vøkstur ikki er eitt mál í sær sjálvum, men at vit eiga nokk, men mugu býta virðini rættvísari. Snøgt sagt mugu vit ikki taka meira, enn vit hava brúk fyri; Ja, vit mugu vanda okkum um sporini, sigur Rigmor Dam at enda.
8
NÝTT ÚR ÚTHEIMI:
Broytingar við blandaðum boðskapi SKRIVAÐ HEVUR: REGIN BERG
Serliga tríggjar hendingar hava merkt politiska altjóða pallin farna ársfjórðingin – samstundis sum hóttanin frá veðurlagsbroytingum veksur. Angela Merkel hevur lagt frá sær sum leiðari í CDU og verður ikki aftur valevni til kanslarasessin. Republikanararnir mistu valdið í Umboðsmannahúsinum í USA, og Jair Bolsonaro verður forseti í Brasil. Angela Merkel hevur sitið sum kanslari í Týsklandi síðani ár 2005. Ein kann væl argumentera fyri, at hon hevur virkað stabiliserandi og staðið stinn móti populistiskum og nationalistiskum bylgjum. Hinvegin kann ein eisini ákæra Merkel fyri at hava ført ov høgravendan búskaparligan politikk, vera ov lítið visioner og ov teknokratisk, og lata upp fyri nationa listisku flokkunum við at loyva so nógvum flóttafólkum til Týsklands. Tað er torført at meta um, hvørjar broytingarnar í Týsklandi og ES verða, men tær kunnu verða stórar – serliga um gongdin hjá CDU og sosialdemokrat unum heldur áfram at vera so negativ í meiningarkanningunum, meðan tey grønu vaksa eksplosivt. Donald Trump og Republikanski flokkurin taptu miðvalið í USA. Tó at nógv mettu tað vera ógjørligt, soleiðis sum valdømini eru sett saman, so vunnu demokratarnir stórt í húsinum, og sjálvt tá so nógv fleiri demokrat ar enn republikanar stóðu fyri vali, so vaks fleirtalið hjá republikanum lítið í senatinum, og teir fingu munandi færri atkvøður – meðan demokratarnir fingu 7 fleiri guvernørar. Sostatt verður væl verri hjá Trump at føra poli tikk, og demokratarnir kunnu kanna bæði Trump og hansara ráðharrar út í æsir, samstundis sum kanningin hjá Robert Mueller tykist at fara at geva Trump fleiri og fleiri politiskar avbjóðingar. Í Brasil kunnu vit vænta okkum stórar broytingar. Hin serstakliga høgra vendi Jair Bolsonaro verður forseti í næstum, og hann fer helst at stýra Brasil við harðari hond. Umhvørvispolitikkur verður meira ella minni avtikin, stór øki av Amazonas regnskóginum verða feld, og hann hev ur hótt við at reka vinstravend politisk mótstøðufólk av landinum, ella koyra tey í fongsul. Píning og løgregluharðskapur eru heilt okey, sambært Bolsonaro, meðan javnstøða millum kynini er nakað tvætl og ónatúrligt. Samstundis veksur vísindaliga semjan um, at avleiðingarnar av umv hørvisbroytingunum kunnu verða ógvusligari og skjótari, enn vit høvdu roknað við, og at vit longu merkja alt størri avleiðingar av broytingunum. Grøna rørslan blívur sterkari kring heimin, men sum er ganga neyðugu broytingarnar alt ov seint.
Integrasjón, tungumál og fjølbroytni
LESARABRÆVIÐ
Integrasjón merkir upprunaliga at savna fleiri partar í eina heild. Í sam felagshøpi brúka vit orðið fyri, at menniskju finna eitt felags stev í um hvørvinum, har tey liva. Og vit hava góðar møguleikar fyri væl eydnaðari integrasjón í okkara samfelag. Seinastu árini hevur talið av fólki, sum eru flutt til Føroya og sum koma frá londum uttan fyri Norðurlond, verið vaksandi. Í 2017 fingu 846 persónar uppihaldsloyvi í Føroy um og av hesum fingu 71 varandi uppihaldsloyvi. Meginparturin av teimum, sum søkja um fyribils uppihald, koma í arbeiðsørindum, meðan varandi loyvi, serliga verða givin í sambandi við familjusamein ingar. Og tað eru serliga hesi seinnu, sum eg eri áhugað í. Teimum, sum ynskja sær at verða verandi í Før oyum. At gerast ein partur av sam felagnum, og vónandi eisini at fjølga um samfelagið. Hava vit nóg góðar umstøður at taka ímóti hesum fólkum í dag? Ein kann til dømis spyrja seg sjálvan, um tað er nóg gott, at útlendingar, sum
koma til Føroya, í alt ov lítlan mun fáa brúkt sína útbúgving. Er tað nóg gott, at útlendskir pápar og mammur, mugu liva í óvissu í fleiri mánaðir, áðrenn tey vita, um tey sleppa at búgva saman við børnum sínum? Er tað nóg gott, at hesi mugu bíða í mánaðir, tí at umsóknin um uppihaldsloyvi liggur í eini ovurstórari rúgvu av umsóknum á einum skrivaraborði í Danmark? Nei, skulu vit skapa fullgóðar um støður fyri tey, ið velja Føroyar sum nýtt heimland og familjur teirra, mugu vit sjálvi fáa ræðið á økinum. Tað verður arbeitt við at yvirtaka økið, og tað fegnist eg um. Vónandi ber arbeiðið skjótt á mál, tí viðurskif tini í Føroyum og í Danmark eru so ymisk, at eg meti, at uppgávan verður loyst best í nærumhvørvinum. Men hóast økið enn ikki er yvirtik ið, so er tað einki, sum forðar okkum í, at arbeiða meiri málrættað við integrasjón. Bæði áðrenn og aftaná at økið er yvirtikið, eiga vit at gera alt tað vit kunnu, til tess at fáa tey, sum eru komin til landið, at trívast her. At læra tey málið, at virða vitan
og eginleikar teirra og sum heild at savna partarnar í heildina. Ein týdningarmikil liður í arbeiðin um við góðari integrasjón er undir vísing í føroyskum. Herfyri setti eg Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um hetta týdningar mikla økið. Rigmor Dam vísir í svari sínum millum annað á, at undirvís arar í føroyskum fyri tilflytarar eru ørkymlaðir um, at tað ikki er møti skylda, tí nógvir tilflytarar arbeiða nógv og ofta um kvøldið, og tí er ringt at raðfesta skúlagongdina. Møtiskylda er ein háttur at gera tað uppá, men vit eiga fyrst og fremst at birta hug in við at vísa á teir fyrimunir, sum standast av at duga málið. Tá allir partar ynskja at luttaka, skapa vit bestu karmarnar fyri úrslitum. Integrasjón er eitt felags mál, og tí haldi eg eisini, at vinna, ráð og borgarar eiga at taka felags lógvatøk um at røkka málinum. At til dømis Mentamálaráðið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í samráð við arbeiðs gevarar og tilflytarar finna útav, hvat skal til fyri skapa góðar møguleikar fyri at luttaka í føroyskt undirvísing kring alt landið. Eisini er neyðugt við skikkaðum undirvísarum og rætta tilfarinum til undirvísing. Vit eiga tí framhaldandi at arbeiða fyri, at integrasjónin, eisini undirvís ing í føroyskum, skal eydnast. Og við væl eydnaðari integrasjón meti eg, at tilflytingin við sínum fjølbroytni bara kann gagna føroyska samfelagnum. Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Fyrispurningur og svar kunnu lesast her.
9
Í LJÓSKASTARANUM
Nógvir bústaðir ávegis SKRIVAÐ HEVUR: JÓNA ÓLAVSDÓTTIR DALSGARÐ Seinastu árini hava vit upplivað stóran búskaparvøkstur í Føroy um. Fólkatilflytingin er søguliga høg, og hetta setir trýst á bústaðar marknaðin. Avbjóðingin er trupul at loysa, tí stóri búskaparvøksturin elvir eisini til trot á arbeiðsmegi í byggi vinnuni, og tí er tað bæði trupult og dýrt at nøkta tørvin á nýggjum bú støðum í løtuni. Samgongan hevur sett sær fyri at gera nakað við avbjóðingina, um enn hetta ikki loysir allan trupulleikan. Við bústaðarpakkanum, sum verður lýstur í oddagreinini, fær Bústaðir heimild til at læna meiri pening, so leiðis at vit skjótt kunnu byggja fleiri bústaðir. Hetta tekur eitt sindur av bráðtørvinum.
BÚSTAÐARPOLITIKKUR JAVNAÐARFLOKSINS Kjarnin í familjuni er bústaðurin, og ein fyritreyt fyri góðum livikorum og uppvakstrarmøguleikum eru trygg og góð bústaðarviðurskifti. Eitt av politisku høvuðsmálunum hjá Javnaðarflokkinum er tí at virka fyri, at øll í Føroyum hava møguleika til at útvega sær ein hóskandi bústað. Føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur, so tað eru bústaðarmøguleikar fyri øll. Hetta krevur, at vit hava góðar almennar leigubústaðir, so eisini láglønt hava ráð at búgva undir virðiligum korum. Hetta kunnu til dømis vera lesandi, stakir uppihaldarar, ungar barnafamiljur, fíggjarliga veikir bólkar, førleikaskerd og eldri. Vit eiga tí ikki bert at hugsa grundstykki og sethús men eisini eigara- og leiguíbúðir, eldraíbúðir, lestraríbúðir, lutaíbúðir og raðhús. Harafturat eiga vit javnan at endurskoða og nýhugsa bústaðarmøguleikarnar í mun til tørvin. Bústaðarpolitikkur er ein samfelagslig ábyrgd. Ein aktivur almennur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar øllum borgarum rætt til ein hóskandi bústað, er eitt sjálvsagt javnaðarpolitiskt mál.
70 vardir bústaðir klárir komandi árini
Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen
Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna við bústaðar málum. Í sambandi við altjóða brekdagin, sum var hildin 10
3. desembur, helt hon røðu í Norðurlandhúsinum og segði m.a. soleiðis: At hava ein nøktandi bústað er fyritreytin fyri, at fólk trívast, mennast og hava eitt virðiligt og virkið lív. Í næstum verða vardir bústaðir bygdir í Suðurstreymi fyri 200 mió. kr. til fólk, sum bera brek, umframt børn, sum eru sett heiman. Gongst sum ætlað verða áleið 70 nútímansgjørdir og nýbygdir vardir bústaðir klárir at flyta inn í komandi árini. Harumframt verða eisini umstøður til umlætting og dagtilboð munandi betri. Tað skal vera mín vón at hesir bústaðir fara at gera mun og viðvirka til, at fólk, sum bera brek, í størri mun enn higartil fáa møguleika at velja sær ein bústað og at bústaðirnar viðvirka til eitt virðiligt og virkið lív. Les meira her.
LIDNIR LEIGUBÚSTAÐIR:
VERÐUR BYGT Í LØTUNI: Stað Verkætlan Íbúðir Norðoyggjar Klaksvík Biskupstorg 30 Hvannasund Sundsvegur 3 Eysturoy Toftir á Kneysum 18 Norðstreymoy Vestmanna Bakkavegur 6 Suðurstreymoy Tórshavn oman Mattalág 38 Tórshavn Berjabrekka III 38 Tórshavn Óðinshædd II 70 Tilsamans 203
Liðugt 2018 2018 2021 2019 2019 2020/21 2021/23
Við bústaðarpakkanum verða bygdir 216 almennir bústaðir afturat teimum 203, sum longu eru ávegis.
Kelda: Bustadir.fo
Stað Verkætlan Íbúðir Norðoyggjar Klaksvík Heygavegur 8 Klaksvík undir Kráarbrekku 24 Eysturoy Oyrarbakki undir Bjørgum 8 Leirvík við Ranggil 5 Runavík Blikagøta 16 Strendur Dávagerði 7 Suðurstreymoy Tórshavn Finsen 33 Tórshavn Heimasta Horn 24 Tórshavn Íslandsvegur 8 Tórshavn Stoffalág 8 Tórshavn Óðinshædd 22 Tórshavn Jekaragøta/Skansin 12 Tórshavn Næmingah. undir Fjalli 36 Tórshavn Studentaskúlah.á Berjab. 16 Hoyvík Karlamagnusarbreyt 34 12 Hoyvík Karlamagnusarbreyt 32 6 Vágar Sørvágur Garðsvegur 5 Sandoy Skopun Skúlavegur 2 Sandur Heimasandsvegur 1 Suðuroy Tvøroyri Heiðatrøðin 3 Vágur við Kykslið 6 Tilsamans 262
Leiga, kr/mðr 4.200 4.190-5.400 4.692-5.398 3.895-4.992 4.600-5.500 5.600 3.300-8.400 5.614-7.089 3.200-5.500 4.450 4.400-6.300 5.500-8.800 2.200 1.800 4.650-7.500 7.700 5.300 3.100 1.500 5.300-5.600 4.300-6.200
BÚSTAÐARAVBJÓÐINGAR SÍGGJAST EISINI Í LONDUNUM RUNDAN UM OKKUM
11
Um Trump var
12
løgmaður Føroya Hóskvøldið 22. nov. skipaði Javnaðarflokkurin fyri einum upplýsandi, undirhaldandi og hugnaligum tiltaki í Vestmanna Arbeiðarafelag við heitinum ”Um Trump var løgmaður Føroya”. Nógv fólk komu saman at lurta eftir Sjúrði Skaale greiða frá javnaðarhugsjónini, at seta løgmanni spurningar um førda politikkin og at eta góða kaku frá teimum røsku kvinnunum í Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
13
LIMAFELAGIÐ
3 javnaðarpolitisk ❤mál við heilsan frá Norðstreymoyar Javnaðarfelag
HEILSUPOLITIKKURIN AFTUR Á BREDDAN Í 2004 og aftur í 2008 fór Javnaðar flokkurin til val við einum nýskap andi heilsupolitiskum profili. Javnað arflokkurin og C-vitaminir blivu fólksliga ímyndin av einum nýggjum heilsupolitikki. • Vit orðaðu og settu eina heildar ætlan fyri fólkaheilsupolitikk á dagsskránna - og framdu hana í verki við slóðbrótandi tiltøkum, sum føroyingar í øllum aldri tóku til sín, m.a. við hugburðsbroytandi áherðslu á heilsugóðan livihátt. Av átøkum kunnu nevnast fyribyrgj andi fólkaheilsukanningar, almenna rúmið roykifrítt, frukt- og vatn skipanir á skúlum og arbeiðspláss um, fólkaheilsurenningar og onnur rørsluátøk, krabbameinsætlan o.s.v. 14
• Vit framdu eina digitala koll velting í heilsuverkinum við TalgilduHeilsuSkipanini og nútímansgering av laboratoriu skipan og røntgenøkið, so at allar eindir í heilsuverkinum kundu samskifta við eini samvirkandi samstundisligari informatións skipan. • Nýggja sjukrahúslóg, ið tók gomlu sjúkrahússtýrini av og setti eitt felags sjúklingaráð í staðin. • Vit fingu nýggja kommunulækna skipan við samskipaðari læknavakt í høvuðsøkjum. • Vit tóku aldargomlu sjukrakassa skipanina av og settu Heilsutrygd í staðin. • Sum eitt tvørgangandi sosial- og heilsupolitisk tiltak settu vit SSB á stovn.
• Vit settu ílegugranskingina á stovn við Ílegusavninum og løgdu grundina undir FarGen. Umframt nógv annað. Síðani 2011 hava aðrir flokkar havt ábyrgd av heilsupolitikkinum - men lítið og onki er hent. Heldur ikki Javnaðarflokkurin hev ur sýnt økinum áhuga síðani, og tí eru heldur aðrir, sum t.d. Sambands flokkurin, ið føra seg fram á hesum javnaðarpolitiska málsøki. Nú er stundin hjá okkum aftur at seta heilsupolitisku dagsskránna við ítøkiligum uppskotum, m.a.: • Seta eina skipan við viðgerðar trygd, fyrst á krabbameinsøkinum og síðani øðrum. • Raðfestingarætlan fyri serlækna økið. • Gera og seta í verk eina dagføring
av ”Fólkaheilsuætlan føroyinga 2006-2009”. • Skipa Fólkaheilsustovn Føroya við samanlegging av Landslækna embætinum, Deildini fyri arbeiðsog almannaheilsu og Fólkaheilsu ráðnum.
NÝSKIPAN AV FORSØMDUM ARBEIÐSMARKNAÐAR POLITIKKI Javnaðarflokkurin er runnin úr føroysku og norðurlendsku arbeið ararørsluni. Ein virkin arbeiðs marknaðarpolitikkur hevur tí altíð verið okkara eyðkenni og hevur flokkurin sett teir størstu reformar nar á hesum øki í verk. Í 2015 fór Javnaðarflokkurin til val við stórum málum á hesum øki - men hóast vit hava umsitið málsøkið, er onki hent, uttan at nakrar vikur eru lagdar aftrat barsilsfarloyvinum. Við teim stóru og vaksandi trupulleikunum á arbeiðsmarknað inum – ikki minst tí almenna – eigur Javnaðarflokkurin at koma við einum útspæli um eina nýskipan av arbeiðs marknaðarpolitikkinum, við m.a. átøkum sum hesum: • Nýskipan av mannagongdum í sambandi við samráðingum og seming í stríðsstøðum millum part arnar. • Arbeiðsmarknaðardepil til at vera drívmegi í einum nýskipanar politiskum trípartasamstarvi mill um løntakarafeløg, vinnufeløg og politisku skipanina. • Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar ella vaksnaútbúgvingar - setast á stovn fyri tey nógvu ófaklærdu, sum ikki fingu aðra útbúgving enn fólkaskúlan. • Útbúgvingargrunnur til fígging av løn til teirra, ið fara í farloyvi til arbeiðsmarknaðar- og vaksna útbúgvingar, eftirútbúgving o.a. førleikamenning. • Nýggja starvsfólkalóg svarandi til dagsins tørv og krøv.
• Eldrapolitiskar arbeiðsmarknaðar skipanir við fleksiblum fráfaringar skipanum, sum kunnu gera tað møguligt at vera virkin longst møguligt við lagaligum og líðandi skifti úr arbeiðslívinum.
UMHVØRVISPOLITISK HEILDARÆTLAN Áhugin fyri umhvørvis- og orku málum hevur djúpar røtur í Norð streymi. Bæði áðrenn men serliga eftir stórtøknu útbyggingarnar av vatnorkumegini í Vestmanna í 1950-unum og seinni. Og fyri 20 árum síðani vóru tað fólk higani, ið skryktu SEV úr svøvni og settu skjøtil á vindorkuframleiðsluna í Føroyum, og framvegis troka á fyri at økja um gagnnýtsluna av bæði vindorkuni og vatninum í byrgingunum. Eins og skúli og kommuna hava gingið á odda at skapa eina grøna fyrimynd. Eisini eystarumegin var tað fyrilit fyri umhvørvinum, sum fyri eini 25 árum síðani fekk kommunurnar upp í eitt samstarv, ið førdi til eina ta mest væleydnaðu kommunusamanlegging unum í Sunda kommunu. Sum dømi um áhugan og ansnið millum fólk – og sum fyrimynd fyri, hvat ber til - hevur ein av okkara virknu floksfeløgum saman við bygdafólkinum í einum av smæstu bygdunum í landinum beint undir Skælingsfjalli, bygt eina vatndrivna turbinu, sum veitir streym til hita og ljós í teim fýra húsunum í bygdini. Frá øllum síðum er áhugin fyri umhvørvisátøkum stórur - sjálvt Fólkaflokkurin hevur sínar ætlanir, sjálvt um tað mest minnir um reið arastudning í nýggjum hami. Trupul leikin er, at uppskotini til átøk peika í allar ættir, uttan at nøkur heild kann leggjast í eina miðvísa og munagóða strategi, sum kann fáa allar partar, landið og kommunurnar, vinnu feløgini, húsarhaldini og einstak lingarnar at draga somu línu.
Uppgávan snýr seg um: • At flyta nýtsluna av orku og vørum hjá húsarhaldunum yvir í grønar og burðardyggar og umhvørvis vinarligar loysnir, • At flyta dálkandi oljunýtslu hjá privatari eins og vinnuligari ferðslu til varandi orkukeldur, • At fáa eggjandi skipanir fyri at minka um burturkast og økja um endurnýtslu bæði hjá fyritøkum, húsarhaldum og einstaklingum, • At minka plastnýtsluna niður í tað minst møguliga og setir strangar treytir til burturbeining og endur nýtslu, • At seta mark fyri dálkandi olju nýtslu í skipaflotanum, seta krøv til nýíløgur í flotan, ið kunnu minka um oljunýtsluna - og stimbra gransking og menning av nýggjum loysnum bæði í flutnings- og veiði førum. • At fremja broytingar í sjálvari orkuframleiðslu- og veitingar skipanini, sum kann økja møgu leikarnar hjá nýggjum smáum og stórum aktørum, og økja utboðið av alternativum loysnum til hús arhaldini. Herí spurningurin um at net- og framleiðslueindir verða í hvør sínum feløgum, óheft av hvørjum øðrum. Men: • Alt hetta er tó bert yvirskriftir, og heldur spurningar enn svar uppá umhvørvis- og orkupolitisku avbjóðingarnar. Tí eigur Javnað arflokkurin nú at seta eitt (skjótt arbeiðandi) panel av fakfólkum og vitugum persónum, sum kann viðgera einstøk uppskot, út greina møguleikarnar og seta niðurstøðurnar í eina strategiska heildarætlan, so allir lutir og allir aktørar kunnu virka saman fyri at røkka teim málum, ið verða sett. Eina ítøkiliga heildarætlan, sum flokkurin kann leggja fram til komandi valstríðið.
15
Vitjan hjรก Kris รก Toftum
16
MINNINGARORÐ OG MERKISDAGAR
Ein heimsborgari og býarmynd í Havn er farin SKRIVAÐ HEVUR: JOHN JOHANNESSEN
(Minningarorð um vinmannin Arna Juul Arnskov, 11. august 1921 – 8. Oktober 2018) Týsmorgunin frættust boðini, at vinmaðurin Arne Juul Arnskov var farin handan sýn mánakvøldið 8. Oktober, 97 ára gamal og mettur av døgum. Tað vóru ikki meira enn fýra vikur síðani, at tey bæði Sheila fluttu úr heimi teirra í Lauritsargøtu inn á Tjarnargarð at búgva. Hann 97 ára gamal og hon 92 ára gomul, og bæði væl nøgd við at hava fingið hendan møguleika. (...) Tað var gjøgnum tíðina í Javnaðarflokkinum, at eg veruliga kom at kenna Arna Juul Arnskov, og at vit báðir gjørdust vinir. Hann var frá fyrsta degi ein hollur stuðul
22. oktobur
bæði við góðum politiskum ráðum og við menniskjaligum stuðuli, tá tað rak ímóti. Hann luttók altíð á limafundum, og tá fundurin hevði hug at vera kritiskur ímóti mær, so kundi eg vera vísur í at rokna við stuðuli frá Arnskov. Eg gjørdist ikki sørt imponeraður av samfelagsliga og politiska eldhuganum hjá hesum
manni, sum tá var farin væl um tey áttati. Enntá, tá Arne væl og virðiliga nærkaðist teimum níti árunum, sat hann í politiskum arbeiðsbólkum, sum skuldu orða framskygdar politiskar ætlanir á millum annað tí sosiala økinum, ið hann hevði ein so stóran og brennandi áhuga fyri.
22. oktobur blivu tvær raskar javnaðarkvinnur eldri. Sigrid Marie Dalsgaard, ein av okkara virknastu limum, bleiv 80 ár henda dagin, og Gudny Diana Hentze, forkvinna í Sandoyar Javnaðarfelag, bleiv 45. Flokkurin ynskir Sigrid og Gudny hjartaliga til lukku við døgunum og takkar stórliga fyri tann holla stuðul, sum tær veita flokkinum.
8. novembur
Les meira her.
8. novembur vóru eisini tveir føðingardagar í flokkinum. Finnbjørn Vang valevni og nevndarlimur í Norðoya Javnaðarfelag bleiv 40 ár og formaður okkara Aksel V. Johannesen bleiv 46. Flokkurin ynskir javnaðar-norðoy ingunum hjartaliga til lukku við degnum. 17
UNGMANNAFELAGIÐ
Frá SU til altjóða politikk SKRIVAÐ HEVUR: BARBARA GAARDLYKKE APOL
Tann, ið vil, hon ella hann kann. Tað eri eg í øllum førum sannførd um. Mín hampuliga stutta politiska lívsleið byrjaði í SU. Eg meldaði meg uppí í 2012 undir BADH-samgonguni, og hóast tásitandi samgonga var høvuðsorsøkin til, at eg valdi at gerast virkin í politikki, so havi eg aldrin angrað tað valið. Tvørturímóti hevur hevur hetta valið opnað nógvar hurðar fyri mær og mínari framtíð. Eg havi roynt eitt sindur av hvørjum í SU. At mála mótmælis skeltir og rópa herróp eyðkendi serliga mína fyrstu tíð í ungmanna felagnum. Seinni bleiv eg forkvinna. Tó var tað serliga altjóða virksemið hjá SU, sum fangaði mín stóra áhuga. SU er limur í norðurlendska 18
samstarvinum fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg, FNSU (Förbundet Nordens Socialdemokratiske Ung dom), men fíggjarliga hevur tað verið tvørligt hjá SU at hildið hetta samstarvið við líka. Vit byrjaðu tó í 2016 at gera álvara burturúr luttøku í FNSU. Spurd inn til, hví SU ikki var meiri virkið altjóða, valdu vit at siga sum var. Skjótt kom so í lag
at innføra eina solidariska skipan, har tey stóru feløgini rinda fyri tey smærru feløgini. Soleiðis kláraðu vit við góðum samstarvi at styrkja okk ara samstarv uppaftur meir. Gjøgnum FNSU fær SU atgongd til álitissessir í størri felagsskapum – tað eru norðurlendskir, evropeiskir og globalir. Hesar álitissessir royna vit at býta so javnt millum londini, sum
til ber. Í 2017 fekk eg so møguleikan at royna meg sum nevndarlim í UNR (Ungdomens Nordiske Råd), og í oktober í ár kom nýggi forseta-tittul in í hús. Hetta er annars fyrstu ferð, at ein føroyingur er forseti í UNR. Í alt hevur UNR 80 limafeløg. Í nevndini sita 9 limir úr teimum ym isku limafeløgunum. Vit luttaka til allar fundir hjá Norðurlandaráðnum, og hóast vit ikki hava atkvøðurætt,
so hava vit talurætt – og tað er har, vit ávirka. Soleiðis kann ein før oyskur ungdómspolitikari – um ein hevur viljan og mótið til tað – koma at sita til borðs saman við norður lendskum topp-politikarum úr øllum Norðurlondum. Ofta hava føroyingar lyndi til at spyrja, hvat vit yvirhøvur fáa burturúr altjóða samstarvi. Hetta er fullkomiliga skeiv tankagongd. Vit
Saman um jólini
SKRIVAÐ HEVUR: BERGUR ARNBJARNARSONUR DALSGARÐ
Nú jólini nærkast, haldi eg, at tað er vert at hugsa um kærleika og samanhald og tí ábyrgd, ið fylgir hesum hugtøkum. Tað finnast nógv sløg av einsemi um jólini. Hagtøl fyri sálarsjúkur bera greið boð um, at henda tíð, tá gleðiboðskapurin á
skulu heldur spyrja okkum sjálvi, hvat vit kunnu geva altjóða sam starvinum. Í bakspeglinum haldi eg, at SU hevur fingið nógv burturúr altjóða samstarvinum. Vit læra av hvørjum øðrum við at deila royndir og hug skot. Vit víðka um okkara politiska og samfelagsliga sjónarring. Vit útbyggja netverk og skapa sambond, sum koma at halda alt lívið.
sinni varð borin okkum, er tyngsta tíð á árinum fyri mong. Summi sita einsamøll og tára, tá jólaheilsurnar eru í útvarpinum. Onnur sakna familju og vinfólk, sum eru farin í árinum. Summar familjur rigga ikki, og tá gerast jólini tann ringasta tíðin í árinum. Børnini vita, at jólini eiga at vera góð og glað, og tí gerst tíðin serliga ring, tá jólastressið elvir til stríð og klandur. Tá vit í næstum – og tey klóku eru longu byrjað – fara út at keypa jólagávur, so mugu vit minnast til, at besta gáva, vit kunnu geva teimum, ið elska okkum, er, at vit sjálvi hava tað gott. Vit kunnu vera nógv fólk í sama rúmi men framvegis kenna einsemið. Tað er í lagi onkuntíð, men verður tað ov nógv, so kemur tunglyndið sníkjandi, og tað ávirkar okkum eisini inn í næsta árið, við tað at vit hava minni lívsgóðsku og eru minni før til arbeiðis. Politikkur snýr seg ikki bert um at leiða, men eisini um at lurta og at leggja í onnur menniskju. Tí skulu myndugleikarnir lofta teimum, sum fáa tunglyndi. Ein máti at lofta hesum fólkum er at skapa umstøður, ið eru minni streingjandi, eitt nú við fyribils niðursettari arbeiðstíð og við ókeypis vitjan til sálarfrøðing. Eg eri vísur í, at hesi bæði tilboð eru bæði fyribyrging og viðgerð, og samfelagið hevði ikki mist uppá tað – hvørki menniskjaliga ella búskaparliga.
19
LESARABRÆVIÐ
So nógv meira hava láglønt at liva fyri Undan valinum settu vit okkum fyri, at tað skuldi vera lættari at vera lágløtur í Føroyum. Við millum annað skattalækking, hækkaðum lestrarstuðli, hækkaðum Samhaldsfasta, familjuískoyti og hægri barnafrádrátti eru vit í dag komin nógv nærri hesum máli. Hetta eru vit sera fegin um. Tað er gott fyri einstøku familjurnar, fyri búskapin og fyri alt samfelagið
.Undan valinum hevði Javnaðar flokkurin eina einfalda valskrá. Fyrst og fremst staðfestu vit størstu avbjóðingarnar í samfelagnum, sum vit serliga mettu vera tríggjar: Vaks andi ójavnin, haldførið og skeiva aldurssamansetingin. Í dag kunnu vit
20
fegnast um, at ójavnin er minkaður, haldførið er batnað og tey ungu støðast og flyta aftur til Føroya. Serliga fegin eru vit um teir mongu batarnar til lág- og miðallønt, sum gera tað liviligari hjá fleiri at búgva og virka her á landi. Føroyar skulu vera fyri øll og ikki bara nøkur fá.
HER ERU NØKUR DØMI: - Ein stakur uppihaldari við eini arbeiðsmannainntøku og tveimum smábørnum hevur nú á leið 17.400 krónur meira at liva fyri um árið. - Ein pensjónistur, sum bara hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fær frá 1. januar 2019 á leið 18.000 krónur meira at liva fyri um árið. - Eitt par við tveimum arbeiðs mannainntøkum og tveimum smá børnum hevur á leið 18.400 krónur meira at liva fyri um árið.
- Ein lesandi stakur uppihaldari við tveimum børnum hevur 37.255 krónur meira at liva fyri um árið. Legg til merkis, at tølini eru aftaná skatt og avgjøld.
FLATSKATTURIN ER AVTIKIN Eitt av tí fyrsta, sum samgongan fór undir, tá vit tóku við, var at geva skattalækking til lág- og miðal lønt. Hin 1. januar 2016 lækkaði landsskatturin hjá lág- og miðallønt um við 136 milliónum krónum, og fleiri trin vórðu løgd aftur at skatta stiganum. Við hesum varð farið frá sonevnda “flatskattinum”, sum und anfarna samgonga innførdi, til eina stigvaksandi skattaskipan, har tey við lægstu inntøkunum rinda minst, og tey við hægstu inntøkuni rinda mest. Ein, eftir okkara tykki, rætt vísari skipan. Eitt av fleiri átøkum til einar javnari Føroyar. Ofta verður sagt, serliga av andstøðuni, at skattalækkingin er uppetin av avgjøldum. Hetta er ikki rætt. Tað er rætt, at nøkur avgjøld hækkaðu samstundis fyri at bøta um haldførið, men tøl frá Fíggja málaráðnum vísa, at bara skatta lækkingin gav einum persóni við eini arbeiðsmannainntøku á leið 6.500 krónur meira at liva fyri um árið hóast nøkur hægri gjøld. Harafturat hava vit samtykt at gera fløtu pensjónsskattaskipanina stigvaksandi aftur. 1. januar lækkaði pensjónsskatturin úr 40 % niður í 30 % fyri láglønt, og síðani veksur pensjónsskatturin spakuliga og stigvaksandi í mun til inntøku upp í 40%.
FAMILJUÍSKOYTI OG HÆGRI BARNAFRÁDRÁTTUR Fyri at lætta um hjá serliga sperdum barnafamiljunum valdu vit at inn føra eitt familjuískoyti. Eitt par, sum hevur tvey smábørn og eina árs inntøku á 280.000 ella minni, kann í dag fáa 27.000 krónur um árið í familjuískoyti. Ískoytið minkar síðani stigvíst til inntøkan er 380.000 um árið, tá parið kann fáa á leið 2.000 krónur um árið, sum er lægsta ískoyti. Ein stakur uppihaldari við tveimum smábørnum fær fult ískoyti, tað er 23.000 krónur um mánaðin, um inntøkan er lægri enn 200.000. For vinnur viðkomandi til dømis eina ar beiðsmannainntøku á 22.400 krónur um mánaðin er ískoytið 8.000 krónur árliga. Umframt familjuískoytið hevur samgongan eisini valt at hækka ár liga barnafrádráttin við 2.700 krón um fyri hvørt barn.
HÆGRI LESTRARSTUÐUL OG HÆGRI SAMHALDSFASTI Í Javnaðarflokkinum vilja vit styrkja um samhaldsfesti. Ikki bara millum lág- og hálønarbólkar men eisini millum ættarlið. Tí hava vit eisini raðfest lesandi og pensjónistar - tveir láglønarbólkar í samfelagnum, sum í minni mun hava møguleika at virka á arbeiðsmarknaðinum. Lestrarstuðulin er hækkaður, lesandi fáa nú lestrar stuðul alt árið, pensjónistar fáa hægri útgjald úr Samhaldsfasta og Kring varpsgjaldið er lækkað.
TÍ ER TAÐ SKILAGOTT AT GEVA BATAR TIL TEY LÆGST LØNTU Undanfarna samgonga valdi at geva eina skattalækking til tey hægst løntu í samfelagnum. Við flatskattin um hjá undanfarnu samgongu fingu tey hægst løntu á leið 6.000 krónur meira um mánaðin. Hetta sóu vit aftur í øktari bila- og flogferðasølu.
Núverandi samgonga hevur givið skattalækking til lág- og miðallønt. Omanfyri 28.000 skattgjaldarar hava fingið ágóðan av hesum. Hægstu lønirnar hava ikki fingið skattalækk ing, men heldur ikki skattahækking. Júst sum vit lovaðu undan valinum. Tá skattalækking verður veitt lág- og miðalløntum koma pengarnir í umfar í samfelagnum. Familjan, sum áður hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman, hevur í dag meira at keypa mjólk, breyð, kavadraktir og føðingardagsgávur fyri. Hetta setir gongd á vinnulívið í landinum, og hetta sæst eisini aftur í landskassanum. Skattainntøkurnar,
MVG inntøkurnar og avgjaldsinntøk urnar eru vaksnar munandi síðan skattalækkingin varð veitt lág- og miðalløntum. Tí er hetta ikki bara gott fyri einstøku familjurnar, men eisini fyri búskapin og alt samfelagið. Vit hava fingið eitt javnari sam felag. Tøl frá Hagstovuni vísa, at longu í 2016 minkaði ójavnin í sam felagnum munandi. Men vit eru ikki komin á mál, og enn eru avbjóðingar eftir at loysa. Vit hava tørv á fleiri og bíligari bústøðum, enn eru fólk í fátækraváða og ov stórur munur er á økjunum í landinum. Tí vilja vit framhaldandi virka fyri samfelagnum fyri øll.
Stakur uppihaldari við eini arbeiðsmannainntøku (22.400 kr./mðr.) og tveimum smábørnum Skattalækking
+ 6.500 kr./árið
Familjuískoyti
+ 5.500 kr./árið
Hægri barnafrádráttur
+ 5.400 kr./árið
Munur
+ 17.400 kr./árið
Par við tveimum arbeiðsmannainntøkum (44.800 kr./mðr.) og tveimum smábørnum Skattalækking
+ 13.000 kr./árið
Hægri barnafrádráttur
+ 5.400 kr./árið
Munur
+ 18.400 kr./árið
Giftur pensjónistur, sum bara hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta (frá januar 2019) Hægri ársinntøka
+ 30.000 kr./árið
Skattur og avgjøld
- 11.947 kr./árið
Munur
+ 18.053 kr./árið
Lesandi stakur uppihaldari við tveimum smábørnum Hækking í lestrarstuðli
+ 14.255 kr./árið
Familjuískoyti
+ 23.000 kr./árið
Munur
+ 37.255 kr./árið
21
Vitjan í Vágum Visti tú av, at kjakið í undir— húsinum í Miðvági kann gerast minst líka heitt sum kjakið í bretska undirhúsinum? At miðallivialdurin er hægri í Vágum enn aðrastaðni í landinum? Og at rognkelsi hevur nógv verri immunverju enn laksur? Alt hetta og nógv afturat lærdu javnaðarpolitikararnir, tá teir vitjaðu í Vágum í oktobur.
22
23
9,5 mió. kr. til Posthúsverkætlanina
AV BORGINI
Seinasti parturin av fíggingini at byggja Mentanarhúsið í Klaksvík er komin undir land. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 9,5 mió. kr til verkætlanina. Harumframt eru 2 mió. kr. játtaðar at gera Gamla Hospital í Havn liðugt.
Eftir drúgvar tingingar tryggjaði Javnaðarflokkurin 19. novembur tilsamans 11,5 mió. kr. til tvær verk ætlanir í Føroyum. Bróðurparturin fer til verkætlanina Posthúsið í Klaksvík. Endamálið er at byggja eitt nýmótans mentanarhús í býnum. Posthúsið verður umvælt og fær harafturat ein nýggjan, snotiligan tilbygning, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Hetta er ein framsøkin verkætlan, sum eldsálir í og kring kommununa hava lagt nógv fyri at finna fígging til. Ein stórur biti vantaði tó í, og tí eg eri sera fegin um, at tað – eftir áheitan frá floksfelagum í Klaksvík og í góðum samstarvi við umsitingina í kommununi, borgarstjóran og mong onnur – hevur eydnast at gera avtalu um 9,5 mió. kr. so farast kann í gongd, sigur Sjúrður Skaale, fólka tingslimur fyri Javnaðarflokkin. Avtalan er, at 4,5 mió. kr. verða játtaðar í 2019 og aðrar 5 mió. kr. í 2020.
24
Umframt Mentanarhúsið, so hevur tað eisini eydnast Javnaðarflokkinum at samráða seg til 2 mió. kr. til Gamla Hospital. Søguligi bygningurin skal nýtast sum savn, umframt at veita betri hølisviðurskifti til Fountain-húsið, ið veitir hjálp til fólk við sosialum ella sálarligum avbjóðingum. Vit hava áður gjørt avtalu um 3 mió. kr. til hesa verkætlanina, men tvær milliónir vantaðu í fyri at
kunna gera hana lidna. Stjórnin hevur frá byrjan víst stóran áhuga fyri verkætlanini, tí Gamla Hospital er tann seinasti bygningurin af sínum slag í ríkinum. Tað hevur stóran søguligan týdning at varðveita ein slíkan bygning. Tí eri fegin um, at vit við hesi avtaluni kunnu tryggja, at verkætlanin kemur á mál, sigur Sjúrður Skaale. Peningurin til Gamla Hospital verður játtaður í 2019.
Munandi færri føroysk lesandi í Danmark Fallið hevur verið støðugt seinastu árini og heili 27 prosent tilsamans, vísir eitt svar til Javnaðarflokkin frá danska ráðharranum fyri útbúgving og gransking. Føroyingar leita sær ikki í eins stóran mun til Danmarkar at lesa. Nýggjastu tølini eru fyri árini 2013 til 2017. Og tey vísa, at talið av føroyskum lesandi hesi 5 árini hevur verið støðugt fallandi – úr 986 í 2013 og niður í 721 í 2017. Tilsamans er talan um 265 færri lesandi, ið svarar til 27 prosent. Einans talið av lesandi á styttri
víðarigangandi útbúgvingum hevur verið toliliga støðugt. Í øllum hinum bólkunum av útbúgvingum er talið af føroyskum lesandi minkað munandi. Tað skerst neyvan burtur, at stóri búskaparvøksturin í Føroyum seinastu árini helst er ein høvuðsorsøk til gongdina. Men vit hava eisini ment útboðið av útbúgvingum í Føroyum, so færri hava fyri neyðini at fara av landinum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking til svarið frá Tommy Ahlers, ráðharra fyri útbúgving og gransking. Í svarinum verður upplýst, at tølini eru fyri danskar ríkisborgarar, ið eru føddir í Føroyum. Samlaða talið er tó
helst nakað hægri. Føroyingar, ið eru føddir uttanlands – til dømis meðan foreldrini hava verið lesandi – eru ikki við í hesum hagtølum. Ikki øll, men summi av hesum hava verið búsitandi í Føroyum, áðrenn tey eru farin undir útbúgving í Danmark. Tí varð annars spurt til talið av tilflytarum úr Føroyum, sum vóru innskrivað á donskum lærustovnum. Svarið frá ráðharranum tók ikki heilt hædd fyri hesum. Hetta eru áhugaverd tøl og - ber tað til - hevði tí verið gott, um vit kundu fingið tey eitt sindur neyvari, sigur javnaðartingmaðurin, sum fer at venda sær til ráðharran um málið. 25
Jólahugni í Javnaðarhúsinum Mikukvøldið 12. desembur kl. 19 skipar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri jólahugna í Javnaðarhúsinum. Vit borðreiða við gløggi, holukøkum og livandi jólatónleiki við Ester Kristiansen. Løgmaður og onnur umboð fyri flokkin luttaka, og høvi verður til prát og spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár
26
Vitjan รก Blรกkrossheiminum รก Nesi
27
Stóra havið er okkum bæði frændi og fíggindi Í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólatnu 1. novembur á Vinnuháskúlanum í Havn flutti løgmaður, Aksel V. Johannesen, fram røðu. Dagurin í dag, 1. november, er allahalgannadagur. Dagurin, tá vit minnast tey, sum farin eru á sjónum. Hesin dagurin hevur alstóran týdning fyri okkum føroyingar. Føroyar liggja mitt í norðuratlants havi. Av somu orsøk kenna vit ikki
nógv til kríggj ella vápnað stríð við onnur fólk ella onnur lond um landamørk. Spurningar um mørk og yvirvaldsrætt loysa vit við sam røðum og samráðingum. Men Føroyar eiga tó ein annan granna, sum umgirðir allar oyggjar okkara. Talan er sjálvandi um havið, sum sanniliga er okkum ein góður tænari, men sum ikki altíð er ein tespiligur harri. Havið gevur, og havið tekur. Les alla røðuna her.
Verkhúsið Virkni 25 ár 23. novembur var móttøka í Verkhúsinum Virkni, í sambandi við at verkhúsið hevur virkað í 25 ár. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, helt í hesum sambandi eina røðu. Tað liggur í navninum Verkhúsið Virkni, at her húsast virkin fólk. At her er ein virkin felagsskapur. Sam anhald gevur styrki, og her skal vera gott at vera. Júst týdningurin av ikki at sita hendur í favn – at sita fyri onki er ein av hornasteinunum undir einum slíkum verkhúsi. Tit eru virkin, og við hesum vænta vit eisini, at vit virka betur saman. Vit fáa ein betri gerandisdag og eitt innihaldsríkari lív. Tað er ikki nóg mikið ella nóg gott bara at fáa pengar fyri onki at gera. Tað hevur stóran týdning at kenna, 28
at vit gera mun, og eru vit virkin uppliva vit eisini meira. Vit fáa fleiri arbeiðsroyndir, vit koma at kenna fleiri fólk, og felagsskapurin okkara millum gerst sterkari. At koma saman og virka góðar og vakrar lutir er nakað heilt serligt. Hesir lutir, sum verða gjørdir á verk
støðunum kring landið, geva bæði gleði og gagn um allar Føroyar. Eg fari tí at takka tykkum, sum dagliga so trúføst og hugagóð evna hesar lut ir, sum koma so mongum til nyttu. Tit gera sanniliga ein mun. Les alla røðuna her.
Barnasangbók Føroya løgd fram 25. novembur varð Barnasangbók Føroya løgd fram, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, helt í hesum sambandi eina røðu í Norðurlandahúsinum.
Vit hava sett pengar av til verkætlan ir, sum snúgva seg um málmenning hjá børnum – bæði tað vanliga talaða málið, men eisini alternativar sam skiftishættir til teirra, sum ikki kunnu nýta talumál. Tað eru nógvar spenn andi verkætlanir á veg, og nakrar eru eisini lidnar. Men eg bleiv við at hugsa um hug skotið við sangbókini. Sangur er jú góður fyri alt. Og hópatals kanningar vísa, at tá vit syngja við børnum, stimbra og menna vit tey á so nógvar hættir. Sum tað stendur í fororðunum til bókina: ”Sangur skapar gleði og nærveru. Hann lærir okkum orð og tónar, ljóð og rørslur. Sangur styrkir felagskensl una” – og gransking vísir enntá, at tað, at syngja fyri smábørnum eisini kann mótvirka føðsilstunglyndi hjá mammum. Og so stimbrar sangur eisini mál og mentan.
Men, kann man spyrja - er hetta nakað, sum landsstýrið eigur at taka sær av og leggja í? Og til tað er svarið: ja! Sjálvandi er hetta ein uppgáva fyri landsstýrið! Tí vit eiga at verja okkara føroyska mál – sum jú er bulurin í allari okkara mentan. Øll gransking – eisini hjá føroysku Sissal M. Rasmussen – vísir á týdningin av at geva børnunum eitt so stórt orðfeingi, sum møguligt - so tíðliga sum møguligt. Málið er lykilin til fólkaræðið. Til
at hugsa kritiskt, til at skilja tað, sum onnur siga. Tað er lykilin til, at vit kunnu verða hoyrd og til at okkara sjónarmið eisini skulu telja við. Og orðfeingið byrjar at vaksa, áðrenn børnini sjálvi duga at siga nakað. Tí eiga vit tilvitað at stimbra orðfeingið beinanvegin. Til tess er sangur er eitt so sera gott amboð. Og tað hepna er, at øll smábørn halda ræddirnar hjá júst sínum foreldrum vera tær vakrastu. Les alla røðuna her.
29
Vælferðarlóg og bústaðaravbjóðingin Mikukvøldið 28. novembur skipaði Norðoya Javnaðarfelag fyri polit iskum fundi í Spaniastovu. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, greiddi frá uppskotinum til vælferð arlóg, ið kemur at nýskipa almanna økið, soleiðis at vit fáa eina tíðar hóskandi lóg, ið er lagað til føroysk viðurskifti. Eisini varð greitt frá, hvat samgongan ætlar at gera fyri at loysa avbjóðingarnar á bústaðar marknaðinum.
30
Søgan
31
Kom við!
Hevur tú somu grundvirði sum vit í SU og brennur tú fyri at røkka okkara málum? SU er fyri øll ung upp til 30 ár (ert tú yvir 30 ár ber til at vera stuðulslimur). Tað er lætt at gerast limur í SU. Tú skalt bara fylla út skjalið í leinkjuni niðanfyri. Tað kostar 120 kr. um árið at vera limur í SU. Tekna teg her! Umframt at SU er sera aktivt við regluligum fundum, eru vit eisini ein partur PolUng (Politiskur Ungdómur), og saman skipa vit fyri pallborðsfundum, tiltøkum og øðrum um alt landið. Og minst til, at politikkur er fyri øll!