Sandoyar Sýðslu Javnaðarfelag var vertur fyri landsstevnuni 2024. Ein framúr væleydnað stevna, har fólk fingu nokk av øllum - politikki og undirhaldi, mati og drekka og sum altíð, góðum vinarlagi
Kjakið var eldhugað, fjølbroytt og hvast, og óivað eisini ávirkað av, at hvørki miðlar ella stroyming vóru til staðar
So tað var ein, á allan hátt, nøgdur og vælsettur hópur, sum bussurin rullaði norðurum um við midnáttarleitið
Sára Maria Herborg Barbara Sigmundur
Nevndin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag
Jens Arni Leo Hammerfoss, form. og kassameistari
Tim Wentzlau, næstformaður
Annika Eidesgaard, skrivari
Malla Dam, nevndarlimur
Jonhild Andreasen, nevnarl.
Súsanna Bertholdsen, nevndarl.
Barbara B. Hammer, tiltaksl.
Maud J. Næs, tiltakslimur
Nevndin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Marni Olsen, form.
Robert Vilhelmsen, næst. form.
Sára Gullfoss , skrivari
Hans Jacob Thomsen, kassameistari
Bente Kjær, nevndarlimur
Birna Heinesen, eykafólk
Regin Ejdesgaard, eykafólk
12 hjartamál avgreidd
Søguliga stórur
skattalætti til lág- og miðallønt
Næmingatalið í skúlaflokkunum
minkar, so meira tíð verður til einstaka barnið Hægsta barsilsútgjaldið er hækkað úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr.
Lønarlyft til lægri løntu starvsfólkini á umsorganarøkinum
Nýggj pantiskipan, so øll íløt verða latin inn sama stað 1. 2. 3. 4. 5. 6.
Ferð kemur nú á at byggja leigubústaðir, eisini saman við kommununum
SEV er styrkt, og ferð er sett á grøna orkuskiftið
Føroyingar kunnu ganga frítt í náttúruniundir ábyrgd sjálvandi.
Breið semja um tøkugjøldini frá alivinnuni
Nýtt príseftirlit skal hava vakið eyga við prísvøkstrinum
Gyltu pensjónirnar hjá politikarum eru burtur, og lønin hjá politikarum verður ikki hækkað
Dialysa sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Ljós fyri framman
Úr formansfrágreiðingini frá landsstevnuni:
Ofta fari eg til handils í grannalagnum um kvøldarnar.
Tá ið børnini eru løgst og friðurin hevur lagt seg yvir heimið. At keypa inn til morgunmat og matpakkar til næsta dag. Har fái eg kanska eitt gott prát við fólk, ella bara frið at vera eg.
Tá eg keypi inn, havi eg varnast, hvussu ymiskt fólk keypa inn. Og at atburðurin er broyttur, síðan inflatiónin fór at gera um seg.
Tað eru tey, sum skunda sær ígjøgnum handilin, grýta vørurnar í kurvina uttan at geva sær far um nøgd, innihald ella prís. Tey keypa bara.
Vir eru komin ov seint ígongd við at byggja almennar íbúðir í Føroyum.
Mett verður, at 120 búeindir vanta í í Klaksvík. Tí hóttir byggjarí frá
Bústøðum ikki privatar íleggjarar, tá ið umræður bústaðarbygging í Norðoyggjum. Hetta var millum niðurstøðurnar á tiltaki um bústaðarviðurskifti, sum Norðoya Javnaðarfelag skipaði fyri.
13. juni skipaði Norðoya Javnaðarfelag fyri almennum tiltaki um bústaðir og trivnað í Norðoyggjum. Tiltakið var alment og var í Nólsoyar Pálshúsinum, har tey bæði Eyðun Kjølbro og Ingilín Strøm løgdu fram.
Greitt er, at ov fáir bústaðir eru til leigu og til sølu í Klaksvík, og at marknaðurin er ov stirvin. Av tí sama er stórt “fermetraspill”, har nøkur sita í ov stórum eindum við ongum alternativi, meðan onnur onki hava at búgva í.
Tað verður leysliga mett, at 120 búeindir mangla í Klaksvík.
Tí fer byggjarí frá almenna bústaðarfelagnum Bústaðir ikki at hótta privatu íleggjararnar, ella gera tað minni lønsamt at byggja leiguíbúðir.
Vit í Føroyum eru komin ov seint ígongd við at byggja almennar íbúðir.
Byggitilfar er dýrkað nógv og tað ávirkar leiguprísir hjá Bústøðum, men tað almenna skal ikki gevast at byggja av teirri orsøk.
Tað er framvegis bíligari at leiga frá Bústøðum, enn frá privatum, og meira kann gerast við bústaðarskyldu og lutaíbúðir.
Býráðsumboðini ætla sær at brúka amboðið, sum eitur almentgagnligir bústaðir í Klaksvík.
Onkur av áhoyrarunum eftirlýsti meira kreativitet frá landsins síðu. Til dømis kundu sethúsaeigarar fingið stuðul til at byggja eina íbúð, og at hon afturfyri skal verða útleigað í eitt ávíst áramál. Onkur annar helt, at tíðin er búgvin at tosa um ognarskatt.
Eftir steðgin løgdu Tummas Lervig og Signhild Johannesen fram, umframt, at áhoyrararnir høvdu nógv ítøkilig ynskir.
Eitt nú, at tað skal vera lættari hjá barnavognum og rullistólum at fara tvørturum vegin. Onkur vildi síggja fleiri trø í býnum, og nógv varð tosað um bilar og parkeringsviðurskifti.
Flestu harmaðust um bilmentanina í Klaksvík, og at parkeraðir bilar fylla so nógv í býarmyndini. Ein loysn kundi verið at krevja gjald fyri parkering í miðbýnum.
At enda spældi Páll Brim nøkur løg.