NÝTT LIMABLAÐ
Hon ræðist ikki eina avbjóðing. So leingi trygdin er í lagi, so kastar hon seg út í tað. Bæði tá tað kemur til at loypa við fallskíggja, at kasta seg 134 metrar út við bungeejumping í Ný Sælandi, og tá tað kemur til at kasta seg út í føroyskan politikk. Hon hevur ferðast kring heimin, hevur lisið í Danmark, og er nú flutt heim aftur til heimbygdina Gøtu, har hon og maðurin byggja hús. Komandi val verður hon at síggja á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum.
Les meira um Maritu Klein Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum, í nýggjastu útgávu av Javnaðartíðindi. Les eisini oddagreinina frá løgmanni, gestagreinina, lesarabrævið, nýtt úr útheimi og mangt annað. Blaðið kann lesast her: