1 minute read

MAGNETISKIR ARMAR

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Hevur tú kannað eftir, um armurin er blivin magnetiskur, eftir at tú hevur latið teg koppseta ímóti Covid 19?

Advertisement

Fleiri filmsklipp hava verið í umfari á sosialu miðlunum, sum vísa, at myntir og annað hefta móti arminum, eftir at fólk hava fingið prik við koronuvaksinu. Onkur hevur hildið, at hetta er prógv um, at eitt mikrochip er sníkt inn undir húðina.

Milliónir av fólki hava hugt at filmsklippum, ið mótstøðufólk móti koronavaksinum hava lagt út, og sum eru spjadd á netinum í rúkandi ferð.

Fleiri serfrøðingar hava roynt at víst hesum aftur. Teir hava millum annað víst á, at onki koronakoppingarevni hevur magnetiskt metall í sær. Og nálirnar, ið verða brúktar, eru sera tunnar og kunnu ikki rúma einum magnetiskum partikli, sum er nóg sterkur at halda einari mynt.

Eisini bólkurin ”Spyr ein lækna um korona” hevur fingið spurningin, um armurin verður magnetiskur eftir koppsetingina.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, gjørdi sær ómak at svara einum spurningi frá einum, ið hevði upplivað, at armurin var vorðin magnetiskur eftir koppsetingina, tí ein mynt hekk føst, har prikið var givið.

Hann gjørdi ein lítlan film, sum vísti, at myntir ikki eru magnetiskar, og greiddi frá, at tað helst vóru leivdir av klistri frá plástrinum, ið fingu myntina at hanga fasta.

Marnar Fríðheim Kristiansen væntar ikki, at vit nakrantíð fara at sleppa heilt av við koronu. – Eftir at vit hava fingið tað nýggja deltafrábrigdið, sær út til, at vit øll einaferð fara at møta koronu. Korona er komið fyri at vera, og vit noyðast at liva við, at vit kunnu verða smittað, eisini um vit eru koppsett. Men vandin er nógv minni, um vit verða koppsett, og tað minkar í øllum føri stórliga um vandan fyri at gerast álvarsliga sjúk ella doyggja av sjúkuni, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

This article is from: