
2 minute read
ÓTTIN FYRI VAKSINUM
Koppsetingar hava bjargað óteljandi børnum undan avlamni og deyða. Kortini hava nógv foreldur verið sannførd um, at vaksinur skaða børnini.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Advertisement
Korona-vaksinan er ikki tann fyrsta, ið møtir harðari mótstøðu. Fleiri vaksinur undan henni hava verið lagdar undir at vera skaðiligar. Serliga vaksinur, ið verða givnar børnum, hava fingið ringt orð á seg, og foreldur hava aftrað seg við at lata børnini koppseta.
Meslingar er ein álvarslig barnasjúka, ið hevur kostað túsundtals børnum lívið. MFR-vaksinan forðar fyri, at børn fáa meslingar og aðrar barnasjúkur, og sjúkurnar eru nú nærum burtur í okkara parti av heiminum. Kortini vilja fleiri foreldur ikki koppseta síni børn móti barnasjúkum.
Seiglívaðar søgur um, at børn kunnu fáa autismu av MFRvaksinuni, forða fyri, at øll børn verða koppsett og harvið vard móti álvarsligum eftirsjúkum og deyða.
Ein vísindalig grein í tíðarritinum The Lancet í 1998 hjá bretska læknanum Andrew Wakefield vildi vera við, at samband var millum MFR-vaksinuna og autismu. Greinin vísti seg at byggja á falskar fortreytir og varð seinni tikin aftur.
Fleiri aðrar kanningar hava síðani víst, at einki samband er millum MFR-vaksinu og autismu. Men søgurnar um, at børn kunnu fáa autismu av koppsetingini, hava kortini livað víðari og forða fyri, at børn eru vorðin koppsett.
LÍVMÓÐURHÁLSKRABBI OG MØÐI
Ein onnur vaksina, ið eisini hevur verið í sonnum andróðri, er HPVvaksinan, sum verjir ungar gentur ímóti at fáa krabbamein við kynsligari smittu. Vaksinan hevur verið givin gentum í 12 ára aldri og verður nú eisini givin ungum dreingjum.
Granskarar meta, at HPVvaksinan er eitt stórt frambrot í stríðnum móti krabbameini, men fleiri túsund ungar gentur hava sagt, at tær eru vorðnar illa sjúkar av vaksinuni. Tær siga frá ógvisligari møði, svimbli og pínu, sum tær halda stava frá vaksinuni.
Fleiri stórar kanningar hava víst aftur, at vaksinen er atvoldin til sjúkueyðkennini hjá gentunum. Tað hevur fingið undirtøkuna fyri vaksinuni at vaksa, men enn eru fleiri, ið ikki vilja koppsetast.
- Tað er ógvuliga trupult at sannføra foreldur um, at tey trygt kunnu lata børnini koppseta, tí óttin fyri hjáárinum vigar ofta tyngri enn óttin fyri sjúkunum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni.
Vaksinur verða givnar frískum fólki, og tað er helst ein orsøkin til, at mótstøðan er so stór.
– Tað er eingin ivi um, at koppsetingar virka. Nógv færri gentur, ið eru koppsettar, fáa lívmóðurhálskrabba. Men tað kunnu vit ikki síggja fyrrenn tjúgu ár eftir koppsetingarnar, og vit kunnu ikki vita, hvørjar gentur høvdu fingið krabba, um tær ikki høvdu verið koppsettar - Hjáárinini av vaksinunum vísa seg harafturímóti beinanvegin. Tey eru oftast lítil, men týðulig, og tað verður gjørt nógv burtur úr teimum í miðlunum, so tey tykjast meira vanlig, enn tey eru í veruleikanum, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen