Page 1


PISAN 2002/2003 ISBN 99918-919-5-1 UPPLAG: 2000 eintøk PRENT: Malchow Bogtryk ÚTGEVARI: © Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) Vesterbrogade 17A DK-1620 København V Tlf.: 33 25 02 10 www.mfs.fo E-mail: mfs@mfs.fo Skrivstovutíð er mikudag og fríggjadag kl.16-18. Skrivstovan í Århus er opin mikudag kl.16-18, tlf.: 86 13 18 61 fax: 86 18 06 04 Skrivstovan í Odense er opin týskvøld kl.19-21, tlf.: 65 93 15 25 Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd BLAÐSTJÓRAR: Halla Nolsøe Poulsen Katrin D. Apol LAYOUT: Katrin D. Apol LÝSINGAR: Halla Nolsøe Poulsen FORSÍÐA OG MYNDIR: Halla Nolsøe Poulsen og onnur

tlf. 33 23 15 87 hevur stuðlað útgávuni av Pisuni

2

Pisan 2001/2002


Innihald 1 - At Velja Enn ert tú í iva 4 At finna tann rætta lesturin 6 Útbúgvingin skal geva meining 8 Hvørjum hevur tú áhuga fyri 10 Stud.Ivi 12 Mangt broytist á mansins ævu 14 Lærdómur og gleði 18 At byrja at lesa er eitt stórt lop 20 Lestrar– og undirvísingarhættir 21 Lestrarbólkar 22

2 - Íbúðar og social viðurskifti Minst til flytifuglur Hvar skal eg búgva? Lívið sum fátækrareyv Stuðulsstovnurin Vegleiðing um SU Arbeiði og SU Føroyafrádráttur Ráðgevingin Herskylda

24 26 30 33 37 40 41 43 44

3 - lívið er meiri enn lestnaður Lívið er meiri enn lestnaður Áðrenn og aftaná Keypmannahavn Odense Århus Aalborg Fróðskaparsetur Føroya Hví útbúgva seg uttanfyri DK At lesa seg í Noregi og í USA Hví Bretland ? - Hví ikki ?? Adressur MFS-felag teirra lesandi

46 48 50 51 52 53 54 58 59 61 63 71 Pisan 2001/2002

3


Valið av útbúgving er merkt av skáksigling millum áhuga, evnir, arbeiðismøguleikar og eina ørgrynnu av ymiskum fellum. Ringt er at velja, og hóast tey góðu ráðini eru mong í tali, er tað tú, ið tekur ta endaligu avgerðina.

4

Pisan 2001/2002


Pisan er blaðið frá Meginfelag Føroyskra Studenta til tykkara, sum ætla tykkum at byrja at lesa uttanlands. Endamálið við Pisuni er at veita hjálp til øll nýggj lesandi, soleiðis at gáttin sum stígast skal yvirum, ikki skal tykjast ov høg. Í einum støðugt minkandi heimi, har samskifti av øllum slag tvørtur um landamørk økist í stórum, er umráðandi, at føroyingar eru við. Ikki bara sum einstaklingar, men eisini sum tjóð. Eins og sjónarringurin hjá tí einstaka víðkast og ríkast av at vitja onnur lond, hevur føroyska samfelagið gott av tí íbirtan, ið lesandi ungfólk bera heim við sær uttan úr heimi. Tí eru góðar orsøkir bæði fyri teg og alt samfelagið - til, at tú setir teg inn í teir veldugu útbúgvingarmøguleikarnar, ið eru til taks. Fyri bert fáum árum síðani var farið á bókasavnið at leita í tjúkkum bókum, ið sum oftast vóru á útlendskum máli at finna upplýsingar um útbúgvingar. Í dag kanst tú sita heima í tínum egna kamari og gera júst tað sama gjøgnum alnótina. Tað tekur tær nógv minni tíð at finna fram tað, tú er áhugað í, samstundis sum tú hevur eitt nógv størri úrval av útbúgvingum at velja úr. Hetta ger kanska ikki støðu ella val títt lættari, tí óivað eru nógvar útbúgvingar, tú fegin vilt søkja, og tú sleppur bert inn á eina. (í senn). Ein onnur broyting tey seinnu árini er, at tað gerst alt vanligari at samantvínna (kombinera) tvær heilt ymiskar útbúgvingar. Hetta ger, at tann einstaki hevur størri vald og ávirkan á júst sína útbúgving, og harvið eisini størri møguleikar at skilja seg út, tá lesnaðurin er liðugur, og fyrsta starvið skal søkjast.

Sum tú arbeiðir teg gjøgnum allar upplýsingarnar, mást tú minnast til at verða opin. Ikki forkasta nakað, bert tí tað er ókent og ljóðar løgið. Les ella spyr víðari, og nýt alla ta ófatuligu vitan og mongu upplýsingarnar, ið liggja á alnótini. Enn er tað soleiðis, at eini 85-90% av øllum føryingum, ið fara undir víðari lestur, fara til Danmarkar. Hetta er tó um at broytast, serliga eftir at Altjóða Skrivstovan varð stovnað. Endamálið við henni er at eggja og hjálpa føroyingum at fara útum kongaríkið at lesa, og alt fleiri velja at taka av hesum tilboði. Pisan hevur fingið fatur á nøkrum av hesum føroyingum, og tey hava skrivað grein um teirra lestrarlond. Um hugurin er til staðar at fara undir lesnað í tí stóra útlandinum, er tað umráðandi, at byrjað verður í góðari tíð at leita fram upplýsingar. Hóast ASK fegin hjálpir tær í gongd, eru nógvar freistir at verða varug við, og tú kanst ongantíð byrja ov tíðliga, bara ov seint. Mangir eru spurningarnir, tá farast skal undir víðari lesnað. Í Pisuni hevur tú eina uppslagsbók við góðum ráðum, svarum tú ikki enn kennir spurningarnar til, og greinum ið eru skrivaðar av lesandi til lesandi. Goym hana tí, eisini um tú ikki ætlar tær at lesa fyrr enn um eitt ár ella seinni. Sjálvt um hon verður skrivað hvørt ár, eru trupulleikarnir og evnini í roynd og veru tey somu, og so veitst tú, hvar tú skalt venda tær, fyri at fáa íblástur. Góða eydnu við lestrinum MFS

Pisan 2001/2002

5


Eitt land er ikki bara eitt land, ein býur ikki bara ein

býur

og

útbúgvingar-stovnur ikki

bara

ein er ein

útbúgvingarstovnur. Munurin er stórur frá staði til stað, og tí er umráðandi at seta seg væl inn í viðurskiftini, áðrenn

útbúgvingin

verður vald.

6

Pisan 2001/2002


Nógv halda Danmark vera tryggasta staðið at flyta til, men harvið eru ikki allar súðir syftar. Summi halda Keypmannahavn vera ov stóran, og trívast tí betur í Aalborg, Århus, Odense ella onkra heilt aðrastaðni. Samstundis er stórur munur á útbúgvingunum, alt eftir hvar tær eru. Sjálvandi er hesin størstur frá landi til lands, men ein útbúgving kann eisini vera heilt øðrvísi skipað í Århus, enn hon er í Keymannahavn. Hetta er til dømis galdandi fyri juraútbúgvingina og økonomiútbúgvingina. Eisini kann stórur munur vera frá skúla til skúla, og eitt gott dømi um hetta er læraraútbúgvingin, pedagogútbúgvingin og sjúkrasystraútbúgvingin. Nýt lestrarvegleiðararnar Sjálvandi er tað tú - og bara tú ið situr við avgerðini um, hvat tú ætlar tær at lesa. Men ofta kann vera torført at gera tey ymisku áhugamálini ítøkilig, og her kunnu føroysku lestrarvegleiðingarnir verða hentir. Veitst tú umleið hvat tú ætlar tær í holt við, er tað eisini altíð ein fyrimunur at kanna allar møguleikar, áðrenn tú velur skúla og bý. F l e s t u miðnámsútbúgvingarnar hava lestrarvegleiðarar (sí adressulistan aftast í blaðnum); har kanst tú fáa fyrstu góðu ráðini um, hvørjar útbúgvingar eru til taks. Umframt hetta kann lestrarleiðbeining eisini fáast hjá LFÚ-ráðgevingini í Tórshavn. Vegleiðarnir lurta og spyrja, og kunnu á tann hátt ofta hjálpa við at finna fram til, hvørjar útbúgvingar eru, men teirra uppgáva er at vegleiða og ikki at leiðbeina. Hóast lestrarvegleiðararnir ikki taka avgerðina fyri teg, kann tað væl

loysa seg at práta við teir. Tey tráspyrja fólk um, hvat tey hava hug til, og hetta kann næstan altíð geva einum eitt breiðari grundarlag til at hugsa víðari. Um tú ikki veitst, hvørja útbúgving tú skalt velja, er lestravegleiðingin sostatt ein møguleiki at hjálpa tær á glið. Útbúgvingaryvirlit Yvirlit yvir útbúgvingar í Danmark eru at finna í fleiri bókum, m.a. einum bóklingi, ið nevnist Erhvervs- og Uddannelsesvalget. (Sí annars bókalistan aftast í Pisuni). Her verður greitt frá innihaldinum í hvørjari einstakari útbúgving, hvørjar upptøkutreytir eru, og hvat útbúgvingin kann brúkast til. Eisini ber til at finna bóklingin á alnótini á adressuni www.r-u-e.dk. Umframt hetta er eitt nógv størri danskt útbúgvingaryvirlit (Duel), sum bæði finst sum bók og databasi. Nøkur góð ráð - Tosa við ein lestrarvegleiðara um útbúgvingina sum heild. Hann kann beina teg víðari og geva tær adressur og telefonnummur. - Ring til lærustovnarnar, tú hevur hug á, og tosa við lestrarvegleiðingina á skúlanum. Her vita tey neyvari at siga frá tí ávísu útbúgvingini. - Set teg í samband við onkran, sum tú veitst gongur - ella hevur gingið - á læristovninum. Tey kunnu altíð greiða meira frá ymiskum, sum lestrarvegleiðarin hevur gloymt, ella ikki lagt so stóran dent á. - Á smærru lærustovnunum kenna tey ofta teir føroysku næmingarnar, og kunnu tey tískil hjálpa tær við at koma í samband við tey. Eisini kanst tú ringja til MFS, og vit skulu royna at vísa tær á onkran. - Minst altíð til at biða um skrivliga tilfar um tær útbúgvingarnar, tú hevur hug á.

Pisan 2001/2002

7


Tíni persónligu áhugamál – hvussu stuttlig tey enn munnu vera – eru ikki nóg gott grundarlag fyri at velja

útbúgving.

Útbúgvingin, tín lívsvegur, eigur at geva meining á einum hægri støði – bæði fyri

teg

sjálvan,

fyri

samfelagið og fyri onnur.

8

Pisan 2001/2002

Lestrarvegleiðarar eru blíðir og hjálpsamir, men teir kunnu sjálvandi ongantíð taka ta endaligu avgerðina fyri teg. Heimkomin frá lestrarvegleiðing situr tú kanska við eini rúgvu av lestrarhondbókum og góðum ráðum og møguleikum... Ivaðist tú áðrenn, ivast tú kanska uppaftur meira nú. Ásannast má, hvussu torført tað er at velja í hesi frumskóg av útbúgvingartilboðum. Foreldur, vinfólk og gubbar svara øll við einum smíli tað sama, nevniliga at tú skalt velja útbúgving eftir tínum áhuga, og at tað er tú og bara tú, sum tekur avgerðina. Og so halda tey trupulleikan vera loystan. Men ivin og óvissan argar kanska enn. Tí hvat skal eg gera, tá eg havi áhuga fyri rokktónleiki, enskum fótbólti og netsurfing? Val av útbúgving er ofta ein spurningur um, hvussu tú umsetur tíni áhugamál til eitt framtíðarstarv, til eina útbúgving og ein framtíðardreym. - At velja útbúgving eftir tínum áhuga her og nú, er ov lítið grundarlag at velja útbúgving á, sigur Peter Plant, lektari í lestrar- og vinnuvegleiðing á Danmarks Lærerhøjskole. Hann vil heldur spyrja tey, sum leita sær eftir útbúgving, ein annan spurning enn tann vanliga "hvørjum tú ert áhugaður í?" Hann spyr meira grunnleggjandi: "Hvussu vilt tú ávirka heimin. Hvat vilt tú brúka títt lív til - hvat er týdningamikið fyri teg, hvør er tín missión". Hesir spurningar eru størri - og svarini geva meining, sigur Peter Plant. Hesir spurningar eru sjálvandi stórir bitar hjá einari nýklæktari pisu at svølgja. Men endamálið er, at fáa teg at hugsa teg so væl um sum til ber, men á einum meira grunnleggjandi støði, fyri at minka vandan fyri, at tú um 10 ár ikki stendur við eini útbúgving og einum arbeiði, sum fyri teg er fullkomuliga meiningsleyst. Jú meira ivingarsom og umhugsin tú ert nú, jú størri er møguleikin fyri


at tú velur rætt, tá tú velur útbúgving. Ein íløga fyri lívið - Ætlar tú tær t.d. at gerast lærari, má umhugsast, hvørt hetta er vegna longu frítíðina í fólkaskúlunum ella tí tú vilt betra um uppvøksturin hjá børnunum, ella tí tú kanska sært teg sjálvan sum lærara við gleði. Allir spurningar mugu roknast uppí. Spurningurin er, hvussu eg kann gera okkurt munagott í mínum lívi, men samstundis í lívinum hjá øðrum, heldur Peter Plant. - Í 70'unum tosaðu tey ungu nógv um innihald og meining. Alt tú gjørdi skuldi hava meining. Men tann einstaki hugsaði í veruleikanum bert um meining fyri seg sjálvan. Í dag hugsa tey flestu um meining bæði fyri seg og fyri onnur - fyri samfelagið, fyri jarðarinnar bjarging, sigur hann. Sambært Peter Plant hugsa tey ungu í dag víðari enn bert um síni egnu, persónligu áhugamál - tey hugsa størri, tá tey velja. Royn teg í veruleikanum Eisini er umráðandi, at tú roynir tað, sum tú ætlar úti í veruleikanum, áðrenn tú tekur endaliga støðu. Royn á tær sjálvum, hvat tað arbeiðið hevur við sær, sum tú kundi tonkt tær at útbúgvi teg til. Spyr t.d. ein sakførara, hvørt tú kanst sleppa til arbeiðis saman við honum í tveir dagar. Uppliva hann vitja viðskiftafólk, fara á fund og sita niðurgravaðan í pappírum restina av degnum og lesa í Karnov. Tað er eisini vert at spyrja um persónligar kontaktir frá lestrarvegleiðarum til tær lestrargreinar, tú kundi hugsa tær at søkt. Tosa við onkran, sum hevur roynt tað, sum tú ætlar tær. Spyr teg fyri allastaðni - ikki bara hjá lestrarvegleiðarum.

vera týdningamikið fyri teg og lív títt, sæð frá einum hægri sjónarhorni. Sum verkfrøðingur kanst tú jú bæði gera lutir til krígsídnaðin ella gera vatnpumpur til 3. heimin. Tað er sostatt eisini umráðandi at hava onnur í huga enn ein sjálvan, tá valið verður tikið. Kortini kann eingin nakrantíð vera heilt vísur í at hava valt rætt. Tú ert t.d. altíð noyddur at royna lesnaðin, áðrenn tú kann vera heilt vísur. Tey, sum halda, at tey eru 100 % vís í, hvat tey vilja lesa, eru kanska heldur trongdskygd, sambært Peter Plant. Eingin kann vera heilt ivaleysur í nøkrum í okkara tíð. Óvissa er kosturin, og tú kanst líka so væl læra at liva við tí sum øll onnur. Tú kanst hóast alt ikki velja lesnað ella arbeiði og harvið halda, at tú hevur valt rætt fyri lívið. Men óvissan og ivin eru hóast alt positivir eginleikar. Óvissan er drívmegi og ger ein forvitnan. Og vit noyðast øll at velja alt lívið: tú velur grein innan útbúgving, velur nýtt arbeiði fleiri ferðir, og kanska enntá eisini hjúnafelaga fleiri ferðir í lívinum. Stutt sagt: Alt lívið er eitt val, sum hevur óvissuna og ótryggleikan við sær. Í sambandi við útbúgving er óvissan støðið undir lívslangari, og persónligari útbúgving - tú veitst ongantíð, hvar tín persónliga menning, óvissan, forvitnið og alt tað tilvildarliga leiðir teg, líkamikið, hvat tú gert av at lesa, sigur Peter Plant at enda. - Men tað at ivast merkir, at tú framhaldandi ert ansin og vakin, at tú fylgir við í nútíðini, og at tú harvið hevur størri møguleika fyri at skapa innihald og meining í tínari útbúgving og arbeiði... René Hjelm

Men tað er altso ikki nóg mikið at velja út frá "karrieru", og út frá tí, sum líkist einum tryggum starvi í framtíðini, tí tað skal eisini Pisan 2001/2002

9


Vakurleiki, móti og design Tá hugsa tey flestu: Kosmetolog Designari Arkitekt Frisør Men hevur tú eisini umhugsað: Gull- og silvursmiðjur Plastik-kirurg Hondarbeiðslærari Antropolog ella etnolog. Her ber eisini til at arbeiða við móta sum funktión av samfelagsmenninginum ella at kanna klæðini í øðrum mentanum.

Útheimurin Tá hugsa tey flestu: Málsligar útbúgvingar. Á universiteti ella á handilsháskúla Ferðaleiðari Guide Flogterna Men hevur tú eisini umhugsað: Stýrmaður, navigatør Akademiøkonom. Innan hotel, restauratión og ferðavinnu Lækni, sjúkrasystir, verkfrøðingur, hondverkari o.a. Shippingstørv Økonom. T.d. at arbeiða innan altjóða

Okkurt um menniskju Tá hugsa tey flestu: Sjúkrasystir Sosialráðgevi Lækni Pedagog Lærari Men hevur tú eisini umhugsað: ... At allar útbúgvingar kunnu snarast yvir á eitt arbeiði, sum hevur við menniskju at gera - t.d. kanst tú innan nærum øll fak velja at undirvísa.

Teir stóru spurningarnir Tá hugsa tey flestu: Filosofi Religiónsvísund Gudfrøði Men hevur tú eisini umhugsað: At fleiri náttúruvísundarligar universitetsútbúgvingar sum matematik, fysik og datalogi eisini opna fyri møguleikanum fyri at fara niður í teir djúpu spurningarnir - t.d. tað óendaliga universið ella hvørt null er null ella einki!

10

Pisan 2001/2002

List, sjónleik og tónleik Og tey flestu hugsa: Sjónleikari Sangari, tónleikari, dansari Málari, teknari, arkitekt Myndahøggari Men hevur tú eisini umhugsað: Arbeiði aftanfyri leiktjaldið. T.d. Pallsmiðjur, teknikari, produsari, scenograf. Dramaturgi. Hetta er eitt universitets-studium har man lesur teatervísund, og sum t.d. kann hava við sær arbeiði sum ummælari ella PR-stjóri á einum teatri. Kokkur: kanska kann títt skapanar lyndi brúkast innan matlist. Tónleikaterapeut Fólkaskúlalærari, pedagog, har tú brúkar tíni evni uppá børn og ung. Butiksdekoratør

Hvørjum tú áhuga Hvørjum hevur tú áhuga fyri? Fylg pílunum og fá nøkur óvanlig, skeiv, løgin, stuttlig - men eisini relevant - boð uppá, hvørja útbúgving ella hvat arbeiði, tú so kann velja.

Film og fjølmiðlar Tá hugsa tey flestu: Journalistur Filmskúla-útbúgvingarnar Grafik-útbúgvingar Fotografur Men hevur tú eisini umhugsað: HA/marknaðarøkonom/cand.merc.-útbúgvingar. Ein stórur partur av starvsfólkunum á reklamustovum hava slíka útbúgving Film-, sjónvarp- og videohjálparfólkar-útbúgvingin. Kunnu lesast á teimum teknisku skúlunum har tú eisini kanst útbúgva teg til ljóð- ella ljósfólk Bókmentafrøði. Ein útbúgving, sum fleiri teksthøvundar á reklamustovunum hava Film og Fjølmiðlafrøði á Kbh. Universitet, ella Cand. Comm á RUC. Men eisini -um tú hevur gávurnar- kanst brúka einhvørja útbúgving sum støði til at formidla títt fak - t.d. á einum fakblaði


Pengar og handil Tey flestu hugsa: Banka- ella tryggingarassistent. Útbúgvingarnar á handilsháskúlunum Økonom Men hevur tú eisini umhugsað: Ognarseljara Sølufólk - eitt arbeiði, sum nógvar útbúgvingar kunnu føra til. T.d. arbeiða nógv edv-útbúgvin sum seljarar. Jurist. Nógvir juristar fáa arbeiði í vinnulívinum ella í bankaverðini. Tú kanst eisini royna teg sum “billardhajur”, men ringt -og dýrt- at finna eitt stað at útbúgva seg!

hevur fyri? Trúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Tað er hundraðtals aðrar útbúgvingar og samansetingar. Meinigin er, at tú sjálv skal hugsa víðari - og kanska tann vegin finna tað, sum júst hóvar tær.

Ferð og spenning Tá hugsa tey flestu: Løgreglumaður Sløkkiliðsmaður Jekarakorpsið Pilotur Bjargingarmaður

Náttúra, djór og plantur Tá hugsa tey flestu: Djóralækni Lívfrøðingur Gartnari Skógarteknikkari Bóndi Men hevur tú eisini umhugsað: Fólkaskúlalærari við lívfrøði sum linjufak Landskabsarkitekt/Hortonom Djórapassari Miljøverkfrøðingur - Verkfrøðingar hava ikki bara við sement at gera, teir útvikla t.d. eisini tøknifrøði, sum kann varðveita og geva okkum betri umhvørvi. Konservator á forngripasøvnum. Gera m.a. framsýningar. Kavari Laborant. Eru m.a. starvsett í umhvørvisumsiting, har tú m.a. skal heinta vatnroyndir.

Heilsa og fyribyrging Tá hugsa tey flestu: T.d. sjúkrahjálpari ella assistentur á ellisheimi Lækni Tannlækni Sjúkrasystir Men hevur tú eisini umhugsað: Økonoma. Kunnu starvast á sjúkrahúsi, har tey skipa fyri innkeypi og syrgja fyri at sjúklingarnir fáa rætta matin. Húsarhaldslærari Fysioterapeut Bandagist Levnedsmiddelkandidat ella -verkfrøðingur, har tú kanst enda í einum arbeiði har tú granskar í matvørum. Ortopædi-skómakari

Men hevur tú eisini umhugsað: Koyrilærari Flúgvileiðari Verkfrøðingur. Kann t.d. føra til eitt starv sum stjóri á sløkkistøðum! Útflutningssjaførur

Pisan 2001/2002

11


Stud.ivi

1

Ert tú í iva og veitst ikki hvat tú vilt? Ella ert tú ein av teimum, sum longu sum fimm ára gamal visti, at tú skuldi verða løgreglumaður?Hesar síðurnar eru bæði til tey, sum ikki vita hvønn lesnað tey skulu fara undir, og fyri tey, ið longu vita hetta. Ert tú í iva, er tað eitt gott hugskot at fara stigvíst til verka. Ert tú ein av teimum, ið ikki er í iva, so er tað kanska ikki so býtt at kanna allar møguleikar, somuleiðis eisini um dreymaútbúgvingin í veruleikanum er nakað fyri teg. Tú veitst ikki hvat tú vilt Tú situr heima og hugsar: Hvat havi eg hug til? Hugsar tú longur, so veitst tú oftast, hvat tú ikki hevur hug til. So ert tú longu á veg. Set tær fyri at lesa um ymiskar útbúgvingar. Tosa við lestrarvegleiðarnar, bæði á egnum skúla og teir hjá LFÚ, ella leita á alnótini og finn tað, ið tær tørvar.Gev tær góða tíð og les breitt, ikki vraka útbúgvingar, tú ikki kennir. Minst til, tað er tín útbúgving, og ikki útbúgvingin hjá foreldrum ella vinum.

2  Hvat vil eg?  Støddfrøði,

lítið ella einki?  Mál?  Stutt ella long útbúgving?  Teoretisk ella praktisk ?  Føroyar, Dan m Norðurlond, ark, onnur lond?

Tú veitst enn ikki hvat tú vilt Far til ein vegleiðara, sig honum hvat tú kanska hevur hug til, ella hvørji øki tú ert áhugað í, so kann vegleiðarin geva tær ráð. Tað er eitt gott hugskot at fáa eina eina avtalu, soleiðis at tú fært meiri enn tríggjar minuttir. Tú mást ikki halda, at nakar vegleiðari kann velja útbúgving fyri teg, og hald ikki at vegleiðararnir vita alt. Brúka vegleiðaran væl, sig honum hvat tú kanska hevur áhuga fyri, og hvat tær als ikki dámar. So kann hann møguliga hjálpa tær á veg við teimum fyrstu 5-10 útbúgvingunum

3

At skilja sundur og flokka útbúgvingar Les um hesar 5-10 útbúgvingarnar eitt nú í ”Hvad kan jeg blive” ella øðrum líknandi bókum (sí bókalistan aftast). Lesur tú innleiðandi partarnar í slíkum bókum, ber til at fáa eina mynd av teimum ymisku útbúgvingarsløgunum, sum eitt nú hvussu ein universitetslestur er lagaður. Sjálvandi skalt tú eisini hugsa um, um tú hevur møguleika at sleppa inn, men lat teg ikki ræða burtur av einum høgum miðaltali. Tú kanst hava góðar møguleikar at koma inn gjøgnum kvotu 2, ella við at royna teg og koma inn við at klára eina upptøkuroynd.

12

Pisan 2001/2002

i r? ra rn æ l u su er Hvus su er  rvið? Hvus arumhvø arbeiði?  lestr gv bólkaskal eg Er nó su nógv  H v us  lesa?


4 Nú eru 2-3 útbúgvingar eftir Ring ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og fá tey at senda tær tilfar. Tú kanst eisini fáa alt tilfar gjøgnum alnótina. Nærum allir útbúgvingarstovnar hava lagt allar lestrargreinar og innihaldið í teimum á alnótina (heimasíðu adressur eru á MFS heimasíðuni, og aftast í blaðnum). Kanna tilfarið gjølla og skriva tær niður spurningar meðan tú lesur, um tað er okkurt, ið tú ikki skilir. Minst til ikki at taka alt, sum tú lesur, fyri sannleika. Tilfarið, ið verður útgivið er reklamutilfar, og tí kunnu ymsar útbúgvingar vera myndaðar meira positivt enn tær eru. Útbúgvingarstovnarnir vilja fegnir hava so nógv lesandi sum til ber. Jú fleiri lesandi stovnurin fær, jú fleiri pengar fær hann at arbeiða við.

5

? eiði? l eg

ør havi jar møgu  Eru meg til kv leikar o stan øguleik tu 1? d a  b y plá r fyri H vus s s u  e Slep r við si? p i savn eg inn kvotu 2 i stig ? u nokk m eg ?

Aftur til lestrarvegleiðaran Nú kundi tú spurt um tínar møguleikar at koma inn. Tosa eisini við fólk, sum lesa hesar útbúgvingar. Kennur tú ongan, ið er í holt við hesa útbúgving, veit MFS kanska um onkran. Set teg tí í samband við MFS, og í felag kunna vit kanska finna onkran. Gott er eisini at tosa við vinir og familjuna um útbúgvingina. Sjálvt um tey ikki eru professionellir ráðgevar, so kunnu tey kanska siga tær, hvat ein útbúgving kann leiða fram ímóti. Tú kanst eisini nevna hugskotini hjá tær fyri lærarunum hjá tær. Teir kenna teg ofta betur enn tú trýrt. Minst til at freistirnar eru ikki tær somu í øllum londum. Umhugsar tú eitt nú at fara til Englands, er freistin ofta 1. desember.

6 i r?

 Hv

Endaspurturin Tú skalt skriva umsóknina og tú noyðist at taka eina avgerð. Hvørja útbúgving setur tú sum nummar eitt á umsóknarblaðið ? Her er bert at siga, at tú skalt velja tað, ið stendur tínum hjartað næst og ikki lúgva fyri tær sjálvum. Skriva tó helst meiri enn eina útbúgving á umsóknarblaðið. Er tú bert áhugað í einari útbúgving, so kann tað gerast neyðugt at kanna øll tey støð, sum kunnu bjóða hesa útbúgving. Skriva ikki umsóknina í síðstu løtu, tað eru altíð skjøl, sum skulu finnast. Tey, ið søkja gjøgnum kvotu 2, kunnu ofta nýta mánaðir at fáa øll prógv og skjøl til høldar. Snýtið ikki, seinast ein varð uppdagaður bleiv hann útvístur úr útbúgvingini og fekk tríggjar mánaðar treytaðan fongsulsdóm. Tað er kanska eisini neyðugt hjá onkrum at hava í huganum, at tey ikki koma inn, so er bert at hava eina aðra ætlan, sum t.d. at fara út at ferðast, á háskúla ella út at arbeiða. Møguligt er at savna stig saman, sum kunnu nýtast um tú roynir eina ferð enn at koma inn. Góða eyðnu.

Pisan 2001/2002

13


Mangt broytist á mansins ævi Hvønn skulu vit spyrja, fyri at fáa tey bestu ráðini? Lestrarvegleiðarar, lesandi, foreldur, vinir, ommur og abbar, institut for fremtidsforskning .... ? Her hava vit spurt lesandi, hvat tey lesa, hvat tey altíð ynsktu at lesa og hvat tey høvdu gjørt ,um tey kundu valt umaftur.

Frk. Rouch

Nú: Fysioterapeut Tá: Sjúkrasystir Umaftur: Fysioterapeut

Frk. Hansen

Nú: Týskt Tá: við menniskjum Umaftur: Átrúnaður

Frk. Hovsgaard

Nú: Skipara Tá: Skipara Umaftur: Skipara

Frk. Poulsen

Nú: Stjórnmálafrøði Tá: Búskaparfrøði Umaftur: Design

Frk. Magnussen

Nú: Agronom Tá: Løgreglumann Umaftur: Djóralækna

Hr. Hansen

Nú: Aktuar Tá: Skipara Umaftur: Verkfrøðing innan støddfrøði og alisfrøði

Hr. Højgaard

Nú: Jarðfrøði Tá: Organist Umaftur: Verkfrøði

Frk. Hanuson

Nú: Pedagog Tá: við menniskjum Umaftur: pedagogik/sálarfr'ði

14

Pisan 2001/2002

Frk. Gregersen

Nú: heimsspeki/ videnskabsteori Tá: tannlækni / løgfrøði Umaftur: Átrúnaðarsociologi

U


Frk. Hammer

Nú: Socialvísund Tá: Broyta heimin / bjarga heiminum Umaftur: Socialvísund / sálarfrøði

Hr. Johannesen Nú: Løgfrøði Tá: Løgfrøði Umaftur: Løgfrøði / stjórnmálafrøði

Frk. Reinert

Nú: Djóralækna Tá: Djóralækna Umaftur: Djóralækna

Frk. Kristiansen

Nú: Cand. merc / marknaðarføring Tá: Frisør Umaftur: Nationalismu/mentan

Frk. Apol

Nú: Films- og fjølmiðlavísund Tá: Tíðindafólk Umaftur: Okkurt innan mentan

Hr. Johannesen

Nú: HA Tá: Økonomi Umaftur: Grafonom

Hr. Niclassen

Nú: Løgfrøði Tá: Arbeiða Umaftur: Sálarfrøði

Um hesar báðar síðurnar prógva nakað, íðan so er tað, at tað er ikki altíð lætt at finna rætta lesnaðin. Men hví duga vit ikki altíð at velja rætt? Orsøkirnar eru nógvar.  Í summun førum vita vit ikki at vit hava valt galið fyrr enn vit undir lesnaðinum síggja leiðir vit áður ikki dugdu at ímynda okkum.  Áhugin fyri øðrum lesnaði stingur seg upp eftir at vit eru farin undir annan lesnað.  Vit vóru trygg í gomlum dreymum og settu tí ikki spurngartekin við teir.  Vit settu okkum ov lítið inn í lesnaðin áðrenn vit byrjaðu. Vit høvdu eina mynd, ið var bygd á romantiskar tankar um lesnaðin ella á framtíðar starvsmøguleikar.  Vit kenna ikki okkara egnu styrkir og veikleikar nógP væl.  Vit lurtaðu eftir øðrum heldur enn at lurta eftir innari kjensluni í okkum.  Vit tóku ikki avgerðina í álvara ... Alt hetta kanst tú gera nakað við. Í summum førum sært tú ikki vegir fyrr enn tú ert farin undir lesnað og tá kanst tú taka avgerð um hvørt tú vilt skifta lesnað ella halda áframm Avgerðin er tín. Ráðini frá hesum fólkum er tó "Nýt ta tíð, ið krevst at velja rætt fyrstu ferð"

Pisan 2001/2002

15


føroya skúlabókagrunnur

IMMA

16

Pisan 2001/2002


Pisan 2001/2002

17


Lærdómur - Lestrartíðin er besta tíð í lívinum !

Besta tíð í lívinum Tá eg fyrstu ferð hoyrdi hesi orðini, risti eg harðliga við høvdinum. Tvætl, hvussu kann tíðin, har eg uttan iva eri mest fátøk, skal sita uppi um næturnar og lesa, vera trýst við uppgávum og próvtøkum, vera besta tíð í lívinum? Um so er, so hevur lívið lítið at bjóða. Ein frálík tíð Nú nøkur ár seinni, dugi eg væl at síggja sannleikan í setninginum. Gamaní, so eri eg ikki „komin út í lívið” enn, men eitt er vist, lestrartíðin er ein frálík tíð. Fyri tey flestu av okkum, er talan um eitt nýtt lív. Vit búgva ikki heima hjá mammu og babba longur, flest okkara fara í onnur lond, og tey, vit koma sama við, eru at kalla bert ung fólk, sum hava sama gerandisdag sum vit. Føroyska samfelagið andar ikki yvir okkum, sum tað gjørdi, tá vit gingu á miðnámsskúla, og tí gerst tað eisini lættari at finna út av, júst hvør tú ert, og ikki so mikið hvør tú ert í mun til samfelagið. Tann ævigi studenturin Ræðusøgurnar eru eisini nógvar. Søgan um ”tann æviga studentin“ er ein. Ein onnur er søgan um „músina sum bara lesur og lesur, og sum livur av pasta og ketchup”. Roykur kemur ikki av ongum eldi, men her er mús eisini gjørd til elefant. Jú, vandi er fyri, at tann sosiali parturin lokkar meira enn lesnaðurin, og tú tí brúkar nógv fleiri ár um at gerast liðug/ur enn tann tilmálda sum lesiætlanin sigur. Summi vilja fegin gerast liðug so skjótt sum til ber og loyva sær tí ikki at njóta tíðina uttanfyri lesnaðin. Flestu okkara finna ein millumveg. Fegin vilja vit blíva liðug, og tí arbeiða vit eisini hart við

lesnaðinum. Afturfyri so geva vit okkum eisini løn fyri harða arbeiði við meira sosialum tímum. Fakidiot ella eldsál? Tá tað kemur til sjálvan lesnaðin, eru fordómarnir mótvegis teimum sokallaðu fakidiotunum ofta nógvir. Ofta hevur tað við sær, at lesandi vilja gera alt fyri ikki at enda sum slíkir fakidiotar - serfrøðingar verða teir eisini nevndir. Talan er aloftast um fólk, ið brenna so mikið fyri tí tey lesa, at tey hava ilt við at síggja heimin uttan fakbrillur. Tó munnu vit øll hava ein lítlan fakidiot goymdan í okkum. Kanska er hann ikki so sjónligur í gerandisdegnum, men hann er har. At sita í kantinuni eftir loknan fyrilestur og tosa við floksfelagarnar um evni, ið vóru frammi í fyrilestrinum. Brádliga at finna út av, at tú hevur sitið í skjótt tveir tímar og kjakast um sama evnið við somu persónar, sjálvt um tú í veruleikanum hevði frí. Tað er í sjálvum sær ein stór frøi. At sita og nikka játtandi, tá ein serfrøðingur úttalar seg í sjónvarpinum hevur somu positivu ávirkan á sinnið. Í teimum mongu bókunum, tú lesur í teimum ymsu fakunum, stinga ofta nøvn á høvundum seg upp, ið ikki beinleiðis eru partar av pensum. Undirvísararnir ráða tær ofta til at lesa hesar høvundar, men av tí at pensum ofta er risastórt, sært tú onga orsøk til at lesa hesar eisini. So ein dag kemur tú framvið ein bókhandil, og bók hjá hesum høvundi er á tilboð, og áðrenn tú veitst av, hevur tú keypt bókina. Enn verri er tað at tú í berum forvitni lesur hana, sjálvt um tú hevur úr at gera. Ert tú tá fakidiot ella eldsál? Sissal Kj. Kristiansen

18

Pisan 2001/2002


r og gleรฐi

Pisan 2001/2002

19


Tað stóra lopið Mynd av Maluni inn her

Samrøða við 25 ára gomlu Maluna Mikkelsen, sum lesur til ”levnedsmiddel-ingeniør” á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) í Lyngby. Hon lesur nú á triðja ári. Hví søkti tú inn á útbúgvingina? Tað var ógvuliga tilvildarligt. Eg visti als ikki hvat eg vildi. Tað einasta, eg var vís í, var, at eg ikki skuldi nakað innan mál og at skriva. Eg visti, at eg vildi niður til Danmarkar at lesa, so eg byrjaði at leita í hasi bókini “Hvad skal jeg blive” ella hvussu hon eitur og kom so bara tilvildarligt fram á hetta og helt, at tað ljóðaði áhugavert. Hugurin var at fara hasa leiðina, og tað gjørdist greitt, at eg mátti supplera evnafrøði fyri at sleppa inn á útbúgvingina. Hvussu var at byrja? Tað var sera løgið. Eitt var, at eg hevði havt eina longri pausu við at ganga í skúla, so bara tað at byrja aftur at lesa var sera løgið. Har afturat kom so, at tað var í einum øðrum landi, har tú ongan kendi og har tú (kanska serliga orsakað av málinum) altíð kendi teg býttari enn hini. Eg fór fyrst niður a supplera, so eg kom spakuliga inn í lesnaðin aftur. Eg haldi, at tað gjødi alt eitt sindur lættari. Eitt, sum eg undraðist á, var, at eg var millum tey elstu. Fá av hinum høvdu havt pausu eftir student, og vóru møguliga eisini farin úr 9. flokki á miðnámsskúla. Alt tóktist tískil lættari hjá teimum, orsakað av, at tað enn lá frískt í minninum. Tað ringasta av øllum var nokk málið. Eg havi ongantíð verið stinn í donskum, so tað var sera torført. Eg kom tó beinanvegin í ein bólk og vit hava hildið saman síðani rústúrin. Hini í bólkinum hava oftani flent at mær. Eg mangli ofta orð, tá eg skal greiða frá onkrum, men nú gongur tað fínt. Tey skilja meg, so eg tími ikki at leggja meira í tað. Hvussu er sambandið við hini? Sum sagt, so hevur rúsbólkurin hjá mær hildið saman síðani byrjan, so eg kann bara ráða til at fara við á rústúr. Vit hava tað gott saman og sjálvt um vit nú fara í hvør í sína ætt, so ætla vit at halda saman. Tað er tó mest í skúlanum, at vit eru saman og ikki so nógv í frítíðini. 20

Pisan 2001/2002

Hvussu við málinum? Tað var ræðuligt at byrja við og eg hevði ofta so ringt at málbera meg. Sjálvt um tað enn ikki er heilt í lagi, so er sjálvsálitið vorðið so mikið gott, at eg leggi einki í tað longur. Tey skilja meg! Tað ringasta er nú, tá eg skal leggja okkurt fram fyri øllum flokkinum. Tá kenni eg meg framvegis øgiliga lítla. Var tað eitt stórt fakligt lop Jú, tað má eg siga. Tú kendi beinanvegin, at tú vart á einum hægri lærustovni. Undirvísarin gav tær ein lesiplan, so tú visti, hvat tú skuldi lesa, men alt annað var upp til tín sjálvan. Nakrir undirvísarar eru sum studentarskúla-lærarar, har tú skalt lata uppgávur inn og so fáa ummæli. Tú ert eisini altíð vælkomin at seta teimum spurningar. Tað er tó eingin ivi um, at alt er á einum hægri støði. Eg hevði júst supplerað evnafrøði, so í tí kendi eg meg nokkso trygga - í eina viku ella so - tí so verður farið víðari. Vit skuldu tó brúka nógv av støddfrøðini frá 3. g, sum tó longu lá mær rættiliga fjar. Alt sum vit lesa er á enskum so tað er sera tungt at koma í gjøgnum, men man venur seg við alt. Á karakterunum sæst eisini, at støðið er hægri, men nógv klára eisini at halda seg uppi í tí hægra endanum - tað er ikki ómøguligt So skalt tú tó seta øgiliga nógva tíð av til at lesa í. Sjálv haldi eg at eg havi allan karakter-skala´in. Eg havi eisini lært, at man ikki altíð kemur ígjøgnum.


Lestrar- og undirvísingarhættir Tú hevur hoyrt tað fyrr, at lopið frá miðnámsskúla og á hægri skúlar kann tykjast stórt, tí so nógv nýtt er at venja seg við samstundis, men eisini tí at útbúgvingin nú meira enn áður gerst tín ábyrgd. Eitt skalt tú í øllum førum gera tær greitt alt fyri eitt, sjálvsdisciplin krevst, ikki minst tí at á nógvum útbúgvingum eru fáir undirvísingartímar, eingir terminskarakterir og so er heldur ikki altíð møtiskylda!!! Sum summi siga, so er undirvísingin á universitetunum ikki eitt krav, men eitt tilboð. Ráðini hiðani eru tó : Tak av hesum tilboðnum, tí tað er til fyri teg og fyri at hjálpa tær. Yvirlitið niðanfyri er ætlað at geva tær greiðu á teim mest vanligu undirvísingarhættunum, so tú betur kanst skilja frágreiðingarnar um tær ymsu útbúgvingarnar, tú lesur um. Fyrilestrar : Er ofta sjálv ímyndin av tí at lesa á hægri lærustovni, og er tað ein klassiskur undirvísingarháttur. Ofta eru nógvir næmingar til fyrilestrarnar, summa staðni heilt upp í 400. Tá er tað rættiliga sjálvsagt, at tvívegis samskifti er trupult, tó at tað til tíðir er møguligt at seta spurningar. Sum heitið (fyrilestur) eisini sigur, so er talan í høvuðsheitum um ein frásagnarlíknandi undirvísingarhátt, har undirvísarin sjálvur stýrir, sigur frá og hugleiðir. Floksundirvísing : Henda undirvísingin minnir einamest um ta, vit kenna frá fólka- og miðnámsskúlunum. Vanliga eru eini 25-35 lesandi í hvørjum flokki alt eftir hvørja útbúgving, talan er um. Undirvísarin fer ígjøgnum undirvísingartilfarið, og avtalað verður hvørja ferð, hvat skal lesast til næstu ferð. Kjak og framløgur eru ofta integreraður partur av undirvísingini. Roknivenjingar : Undirvísing, har tú stutt og greitt roknar uppgávur. Hesir tímar koyra parallelt við aðra undirvísing og oftast er ein undirvísari til staðar, sum kann hjálpa. Henda undirvísing fer í høvuðsheitum fram á náttúruvísundaligu útbúgvingunum. Starvsstovuvenjingar : Er á flest øllum tekniskum, náttúruvísundaligum og læknafrøðisligum útbúgvingum. Tímarnir eru vanliga kravdir, tvs. at tú hevur møtiskyldu fyri at kunna standa lærugreinina. Endamálið er, at næmingarnir fáa neyðugu praktisku royndirnar á júst teirra øki.

Økisskeið ("Feltkurser") : Eins og við starvsstovuvenjingunum so er endamálið at geva teim lesandi royndir við praktiskum arbeiði á egnum øki. Undirvísingarhátturin kemur fyri á fakum sum lívfrøði, jarðfrøði og fólkalívsfrøði. Farið verður út (í náttúruna) at kanna ávís øki. Tað verði seg at kanna fólkasløg, ávísar ættbólkar, plantu- og djóralív ella jarðfrøðiligar kanningar í einum avbyrgdum øki. Hesi skeiðini kunnu telja sum ein próvtøka og aloftast er møtiskylda. Starvsvenjing: Á nógvum útbúgvingum er starvsvenjing ein kravdur partur, sum skal fara fram í ávísum lestrarhálvum. Á t.d. tannlækna- og djóralæknaútbúgvingini er starvsvenjing ein fastur partur av útbúgvingini, og fer fram á sjálvum útbúgvingarstovninum. Aðrar útbúgvingar innan t.d. landbúnað og verkfrøði leggja upp til, at tú sjálvur finnur eitt stað til starvsvenjing, ið so inngongur sum partur av útbúgvingini. Á m.a. humanistiskum og samf elagsv ísundaligu m útbúgvingum er starvsvenjing ikki eitt krav, men ein møguleiki tú kanst taka í 1/2 ár. Tú skalt tí fáa starvsvenjingina góðkenda framman undan sum relevanta fyri útbúgvingina. Annars er ofta møguligt at fáa lestrartýðandi arbeiði við síðuna av lestrinum, eftir at tú hevur lisið í 2-3 ár. Tá verður nevniliga mett, at tín fakligi førleiki er ein fyrimunur í arbeiðinum. Verkætlan (projekt): Flestu hægri útbúgvingar hava fyrr ella seinni eina verkætlan á tímatalvuni, tó at tað er ymiskt, hvussu undirvísingin fer fram í hesum sambandi. Á Roskilde Universitets Center (RUC), Aalborg Universitet og á arkitektskúlunum verður so at siga arbeitt við verkætlanum burturav. Tú kanst antin velja at arbeiða einsamallur ella í bólki. Vanliga er eingin beinleiðis undirvísing í samband við eina verkætlan. Í staðin verður tú/tit knýtt at einum undirvísara, ið skal virka sum vegleiðari og ráðgevi í samband við verkætlanina. Ein verkætlan varar vanliga 1/2-1 ár. Summa staðni endar verkætlanin í eini skrivligari uppgávu, meðan tú aðrastaðni eisini skalt verja verkætlanina munnligt fyri vegleiðara og próvdómara. Katrin D. Apol

Pisan 2001/2002

21


Lestrarbólkar -ein góð hjálp á vegnum fram

Á hægri lærustovnum eru ofta fáir undirvísingartímar, hjá summum bara einir 8 tímar um vikuna. Hetta inniber tó eina hægri sjálvstøðuga lestrarbyrðu fyri tann einstaka, ið ofta kennir seg at vera sjálvlesandi. Tá er ógvuliga týðandi at hava gott sjálvsagi (sjálvdisciplin), tí eingin kannar eftir, at tú lesur tað, tú eigur. Tað kann tí ikki sigast nóg ofta : Slepp tær upp í ein lestrarbólk sum skjótast, so kunnu tit í bólkinum "ansa eftir" hvør øðrum. Orðaskvaldur, hugsar tú kanska, og heldur teg arbeiða best fyri teg sjálvan. Hetta má sigast vera ógvuliga avmarkandi tankagongd, tí í veruleikanum so er tað, at arbeiða í bólki, nakað, ið eisini tú kanst læra og enntá fara at seta prís uppá. Tí umframt tað sosiala, so er ein lestrarbólkur eisini ein vernd ímóti mótloysi. Bólkurin gevur tær eina kenslu av at hoyra til, og júst hetta hevur stóran týdning, serliga í byrjanini. Tá ið semesturplanir, hølisviðurskifti, introvikan og rústúrur alt er fingið upp á pláss, so byrjar gerandisdagurin. Tú gerst skjótt greiður yvir, at hetta sleppur tú ikki sovandi til, so tað er bara um at bróta upp um armar. Tað kann vera ógvuliga tungt at tyggja seg í gjøgnum vísundaástøðiligar tekstir á enskum og sjálvt á týskum, og torført er at finna eina lesirútmu, tá minst annaðhvørt orð skal leitast upp í orðabókini. Her er tað ofta, at mótloysið sníkir seg inn sum ein hóttandi faktorur og lívsdreymurin førkar seg longri og longri út í havsbrúnna. Tá kann ein lestrarbólkaur gerast loysnin! Ein lestrarbólkur loysir uppgávur saman, fer í gjøgnum pensum ella gevur "feedback" upp á stytri ella longri uppgávur. At arbeiða í einum lestrarbólki lærir

22

Pisan 2001/2002

teg sostatt at taka ímóti ummælum/atfinningum av tínum arbeiði, samstundis sum tú sjálvur eisini lærir at ummæla arbeiðið hjá øðrum. Hevur tú trupulleikar av ávísum undirvísara ella hevur tú torført við at skilja tað, tú lesur, kann tað vera til stóra hjálp at tosa við onnur um tína støðu, og tá er helst eingin betri enn júst tey, ið tú lesur saman við. Tað vísir seg nevniliga ofta, at tú als ikki ert tann einasti, ið hevur torført við at fylgja við. Tá tú fært møguleika at kjakast við onnur um pensum, gerst alt eisini nógvar ferðir lættari at skilja. Seinni, tá tú kemur útbúgvin út á arbeiðsmarknaðin, má tað í øllum førum metast sum ein stórur fyrimunur at duga at arbeiða í bólki fyri at loysa størri verkætlanir. Tá er eisini neyðugt at duga at bera fram (formidla) títt fak, so onnur enn tú skilja tað. Tað er jú í veruleikanum eisini júst hetta, ið endamálið við einihvørjari útbúgving man vera. Tað er ógvuliga umráðandi, at tú sjálvur ert aktivur og kanska tekur initiativ til at byrja ein lestrarbólk, tí tað er sjálvdan tann stilla og tigandi, gráa músin, ið stendur fremst í huganum hjá hinum, tá tey fara at hugsa um lestrarbólkar. Ein lestrarbólkur kann sostatt lætta tær um og møguliga eisini stytta tær lestrartíðina, samstundis sum tú kanst skapa tær týðandi , faklig sambond og finna tær vinarløg fyri lívið. Víst er tað í øllum førum, at ein lestarabólkur er ein stór hjálp og styrkur í eini tíð, har tú ofta kanst kenna teg serliga máttleysan. Katrin D. Apol


Pisan 2001/2002

23


Minst til úr Føroyum:  søk bústað samstundis sum tú søkir inn á útbúgving. Send eitt avrit av upptøkuumsøknini við. Kannað um tú kanska enntá kann søkja bústað áðrenn tú søkir skúla, ring til kollegiir.  melda flyting úr kommununi tú býrt í.  sig til um tú vilt vera verandi í kirkjuni.  søk um fulla skattaskyldu hjá Toll– og Skatt. Hetta gert tú fyrstu ferð tú arbeiðir heima í t.d. í summarfrítiðini, men um Toll- og Skattstovan krevur tað, skal tú til eina og hvørja tíð kunna vátta, at tú enn ert lesandi.  Hevur tú nógv, tú absolut vilt hava við tær til útlandið, so set teg í samband við flutningsfeløg og fá eitt tilboð frá teimum.  fyrireika teg til mentanarkvøkk. Um tú fert til Danmarkar, skal tú verða greið yvir, at sjálvt um danir tosa nógv, og nýta nógv fremmandord eru tey ikki klókari enn tú.  fyrireika teg at gerast kløkk um hvussu lítið danskt/enskt/ svenskt/norskt tú í veruleikanum dugir.  hav ríkligt av peningi við, tí tað kann lættliga taka upp til 3 mánaðar áðrenn tú fært SU. -

Fá allar vinir tínar at skriva navn, bústað og telefonnr. í eina adressubók, so tit altíð kunnu fáa fatur í hvør øðrum.

 tak orðabøkur, føroyskan tónleik og onkur ting tær dámar við tær + mynd av familjuni, tí at tú kemur at leingjast. Við at gerast limir í MFS fært tú hesar beinleiðis tænastur:

   

Limablaðið Fjølnir uml. 6 ferðir um árið.



Tú kanst søkja Grunnin Fyri Styttri Lestrarferðir (GSFL) um stuð sambandi við uppgávuskriving.

    

24

Pisan 2001/2002

ISIC-limakort, sum gevur stóran ferðaavsláttur, t.d. við Strandferðsl Ískoytisumsóknarblaðið sendandi beinleiðis við postinum. Tú kanst fáa ráðgeving frá MFS-skrivstovunum í Keypmannahavn, Årh lestrarviðurskifti.

Um tú ert yvir 26 ár fært tú 25 % avsláttur (ungdómsprís), tá tú ferð Tú kanst gerast haldari av Dimmalætting og/ella Sosialin á nótini fyr Tú fært stóran avsláttur tá MFS skipar fyri tiltøkum, so sum dansi og Tú fært ein árskalendara Tú kanst gjøgnum MFS og Vinnuhúsið fáa samband við føroyskar f uppgávu um føroysk viðurskifti.


Minst til í Danmark: - Áðrenn 4 dagar eru farnir, melda komu á kommununi, og fá eitt cpr. nr. (p-tal).  Far so við tí í bankan og fá eina konto. (Tann føroyska kontoin kann eisini nýtast)  Far á SU skrivstovuna og gev teimum konto nr. og cpr. nr. (Tú hevur sjálvandi langt síðan søkt um su, men umsøknin verður ikki viðgjørd, fyrrenn tú hevur cpr-nr.).  Tekna trygging fyri lutir tínar (minst til at tryggja súkkluna fyri stuldur).  Um tú ikki hevur nakað stað at búgva, sig so ja til tað tú fært, so verður lættari at flyta seinni.  Tá tú eftir eina tíð heldur, at tað verður ov strævið at liva av pasta og ketchup alla seinnu helvt av mánaðnum, og fert at søkja arbeiði, far so á Toll- & Skatt í nýggju kommununi, og søk um føroyafrádrátt (í Norðurlondum). ferðsluni, n, Århus og Odense í samband við m stuðul til ferðing til Føroya í

 Minst til, henda rætt hava einans tey, ið eru í útbúgvingarlandinum í lestrarørindum. Tvs. tey, ið flyta heim eftir loknan lestur.  Finn tær innføddar vinir og kenningar—serstakliga á skúlanum, og IKKI bara fylgjast við føroyingum.

ú ferðast til Føroyar. nsi og cafekvøldum.

 Finn føroyingafelagið í kommununi, tú veist ikki nær tú fært brúk fyri teimum.

skar fyritøkur, um tú vilt skriva

 Melda teg inn í MFS.

ini fyri hálvan prís.


Hóast tað kann vera torført at sleppa inn á ein lærustovn, kann tað vera enn verri at finna ein bústað. Um tú vilt hava ein góðan búðstað, eru hesir truplir at finna og ofta eru teir eisini rættiliga kostnaðarmiklir. Tað ber tó til! Tá farið verður undir hægri lestur uttan fyri Føroyar, hevur hetta eina rúgvu av sosialum og praktiskum broytingum við sær, og nógvar av teimum eru heftar at tí umhvørvi, tú kemur at búgva í. Flestu føroyingar eru vanir við at hava stuttan tein til arbeiðis ella í skúla, og ein gongutúrur uppá ein hálvan tíma verður mettur at vera langur. Tað kann tí vera trupult at venja seg við nógv størri teinar, tá ið tú fyrstu ferð situr og leitar eftir kollegiuadressum á einum korti. Í einum stórbýi sum Keypmannahavn er ikki óvanligt at nýta 1-2 tímar um dagin bara til at ferðast aftur og fram millum bústað og útbúgvingarstovn. Um tú einans velur bústaðin, eftir hvussu langt tú býrt frá útbúgvingarstovninum, er tað væl møguligt, at tú eitt hálvt ár seinni situr og iðrar teg um, at tú

26

Pisan 2001/2002

býrt so langt frá miðbýnum, at tú skal nýta fleiri tímar til at koma heim um náttina. Tí er tað líka so umráðandi at hugsa um annað enn ferðing, tá tann fyrsti bústaðurin skal veljast. Tann fyrsti bústaðurin Um tú er ung og støk, gerst tann fyrsti bústaðurin oftast eitt kollegiukamar. Hesi eru gjørd til lesandi, og ofta kennir tú onkran, sum býr har frammanundan. Summi kollegiir hava eisini íbúðir, og fleiri føroyskar familjur velja henda bústaðarmøguleikan, fyrstu ferð flutt verður úr Føroyum. Tað er ymiskt frá stað til stað, hvussu lætt tað er


at sleppa inn á eitt kollegium, men sum oftast er lættari at sleppa inn á eitt stórt kollegium enn á eitt minni. Tey størru eru merkt av nógvari til- og fráflyting, meðan tey minnu ofta hava eitt støðugari umhvørvi. Tí kunnu tey ofta vera vælumtókt og torført er tí at sleppa inn á tey. Tá søkt verður um kollegiupláss hava føroyingar stóran fyrimun, orsakað av tí stóru fjarstøðuni frá Danmark. Tess longri burtur ein býr, tess fremri kemur ein í bíðirøðini, og tí eru nógv tey bestu ráðini at søkja um bústað, áðrenn tú flytur úr Føroyum. Størri kjansur er at fáa pláss á kollegium, fyrr tú setur innflytingardagin. Kanska skalt tú á henda hátt gjalda fyri kamarið, áðrenn tú flytur inn, men um tú hevur ráð til tess, so ert tú tryggjað ein búðstað. Tað er ikki neyðugt at bíða við at søkja um bústað á einum kollegium, til tú hevur fingið vissu fyri, at tú er sloppin inn á útbúgvingina. Tú kanst søkja um kollegiukamar ella -íbúð, samstundis sum upptøkuumsóknin til útbúgvingina verður send. Tað er tó av størsta týdningi, at tú sendir eitt avrit av upptøkuumsóknini við, so kollegiuumsitingin hevur vissu fyri, at tú ætlar tær hagar. Samstundis er tað ógvuliga umráðandi at leggja tær í geyma, at tú skalt hava eitt danskt p-tal (CPRnummar) fyri at kunna søkja um stuðul frá SU. Fyri at fáa eitt slíkt, skalt tú búgva ella hava búð í Danmark. Tá umsóknarblaðið verður fylt út, kanst tú viðmerkja, at tú ongastaðni hevur at búgva, og at tú hevur bústað fyri neyðini skjótast gjørligt. Hetta kann onkuntíð skunda undir viðgerðina av bústaðarumsóknini. Á nógvum kollegium eru bæði kømur og íbúðir. Summi hava bert kømur, meðan onnur bert hava íbúðir. Tað eru tó lutfalsliga væl fleiri kollegiukømur enn íbúðir. Íbúðirnar verða bert latnar pørum og einligum við børnum Pør við børnum hava framíhjárætt.

Ymiskt er, hvussu tey ymsu kollegiini eru at búgva á. Summi hava gott orð á sær, onnur minni gott, og hetta er ofta tengt at, hvar í býnum tey eru. Í Keypmannahavn er Oyrasundskollegiið ofta tann fyrsti bústaðurin hjá teimum, sum flyta til býin. Hetta er nógv tað størsta kollegium í landinum við út ímóti 1.500 íbúgvum, harav 300-400 føroyingum. Misjavnt er, hvussu Oyrasund er dámt millum føroyingar í Keypmannahavn. Summum dámar stak væl at búgva har, og tey kundu ikki hugsað sær at búð nakra aðrastaðni. Hinvegin finnur tú eisini føroyingar, sum ongantíð kundu funnið upp á at flutt út á Oyrasund. Sum kollegium er Oyrasund helst ikki tað versta í Keypmannahavnarøkinum, men heldur ikki tað besta. Tað liggur væl fyri, kømrini hava køk og bað,stutt er til flestu útbúgvingarstovnar og lætt er at koma til og frá. Tá útvið 1.500 fólk búgva á einum so lítlum stað, er greitt, at ymsir trupulleikar kunnu stinga seg upp. Oyrasund hevur sostatt fingið rættiliga ringt orð á seg (serliga millum fólk, sum ikki búgva har), og verður ofta rópt "tann føroyska ghettoin í Keypmannahavn". Í Keypmannahavn eru onnur kollegiir, sum bæði hava gott orð á sær og hava savnað fleiri føroyingar. Elsta kollegium í Keypmannahavn er Regensen (á

At búgva á kollegium Kollegiulívið kann vera bæði stuttligt og gevandi hjá tær, sum flytur heimanífrá fyri fyrstu ferð. Her hevur tú góðar møguleikar at koma í samband við onnur lesandi, hitta tey ”innføddu”, læra mál og siðir betur, og annars hugna tær saman við øðrum. Hinvegin er tað eisini vanligt, at fólk - sum frálíður - gerast troytt av kollegiulívinum. Flestu kollegiu hava felags køk, og lætt er at troyttast av tí tætta sambandinum tú á henda hátt fært við onnur. Nógvir føroyingar búgva ofta á sama kollegium í Danmark - serliga í Keypmannahavn og Århus. Tað kann vera stakhugnaligt í fyrstuni, men tíverri hevur hetta eisini tann vansa, at føroyingarnir flokkast saman, og ikki koma so nógv í samband við tey "innføddu". Føroyingum dámar eisini væl at vitja hvønn annan, og tað kann onkuntíð hava við sær, at torført er at fáa tíð til lesnaðin. Samanumtikið er kollegiulívið sostatt bæði positivt og negativt. Munur er á kollegium

Foto: Tim Flohr/Dakhma

Pisan 2001/2002

27


Garði). Tað liggur í sjálvum miðbýnum (Købmagergade), og er ógvuliga eftirspurt millum lesandi. Kortini hava kømrini ikki køk ella bað. Onnur dømi um kollegiir eru Studentergården (Tagensvej), Sofiegården (Christianshavn) og Rasmus Nielsen (Amager), sum er serliga kent fyri eitt gott felagslív. Millum familjur við børnum eru Kagså í Herlev og Solbakken við Enghave station vælumtókt. Tað er vert at leggja sær í geyma, at summi av hesum kollegium standa uttan fyri høvuðsupptøkumyndugleikan (CIU). Hetta merkir, at tú skal venda tær beinleiðis til kollegiið fyri at fáa umsóknarblaðið. Sí adressulista aftast í Pisuni. Ert tú óheppin, kann tað vera, at tú fært innivist á einum minni væl dámdum kollegium, ella einum, sum liggur fjart frá øllum. Endar tú til dømis í Albertslund ella Roskilde, er bert eitt at gera : Skriva teg beinanvegin á bíðilista til kollegiir, sum liggja betur fyri. Í hesum føri er lættast at sleppa inn á størru kollegiini. Tað tekur tó eitt sindur longri tíð at fáa nýtt kamar, tá ein longu hevur bústað niðri. Í Århus liggur tað størsta kollegiið Skjoldhøj Kollegiet væl uttanfyri býin. , Kømurini hava altan ella beinleiðis útgongd til grøn øki, felagsstovan (sum er fyri hvørji 12 kømur) er ógvuliga stór og barrin er rættiliga góð. Í longdini er tað tó keðiligt at búgva so langt av leið, so tey flestu standa á bíðilista til tey góðu kollegiuni í miðbýnum. Av hesum kunnu nevnast Rosensgade-, Vestergade- og Mejlgade-kollegiini. Ravnsbjerg-kollegium er eitt av teimum størru, og eisini tað liggur rættiliga fjart frá býnum og útbúgvingarstøðunum, men tað er gott, sjálvt um kømurini gott kundu verið nakað størri. Nú er Århus ikki júst nakar stórbýur, so frástøðurnar eru yvirkomiligar. Skal ein heim úr býnum eina leygarnátt á súkklu, kennist tað tó øgiliga langt. Egna íbúð Tey flestu, sum búgva á kollegium, flyta fyrr ella seinni í egna íbúð. Antin tí tey eru vorðin troytt av 28

Pisan 2001/2002

kollegulívinum, ella tí tey flyta saman við sjeikinum ella damuni. Tað er ikki heilt lætt at fáa hendur á eini góðari íbúð. Um ein hevur nóg mikið av peningi er hetta rímiliga lætt, men flestu lesandi mugu royna aðrar vegir. Tað eru fleiri ymisk sløg av íbúðum: Leiguíbúðir, eigaraíbúðir, lutafelagsíbúðir (andelsbolig) og framleiguíbúðir. Leiguíbúðir Minst stríð er av at leiga eina íbúð. Her er einki lán at gjalda aftur og aloftast er íbúðin løtt at sleppa av við. Hin vegin er hon somikið truplari at fáa hendur á. Tær privatu leiguíbúðirnar finnur tú t.d. við miðvísari leitan í lýsingarteigum í dagbløðum og annars í teim ymsu lýsingarbløðunum, ið serliga innihalda sølu, keyp og leigu av íbúðum. Í Danmark er tað serliga "Den Blå Avis", tú skalt hyggja í. Onkuntíð kanst tú vera heppin og finna eina íbúð á uppslagstalvuni í s u p e r marknaðinum. Ert tú heppin og finnur eina privata leiguíbúð, er tað av stórum týdningi, at pappírini eru í lagi. Umráðandi er - annahvørt ein kennir útleigaran ella ikki - at fáa ein løgfrøðiliga b i n d a n d i leigusáttmála, soleiðis at einki óregluligt kemur fyri. Tíverri eru fleiri dømi um, at fólk eru snýtt upp um bæði oyru á tí privata leigumarknaðinum, so vert er at ansa tær. Fyri at fáa eina almenna leiguíbúð er neyðugt, at tú ert limur í einum sonevndum "almennyttigt boligselskab". Tað kann taka fleiri ár, áðrenn ein fær hendur á eini slíkari íbúð, og tí er tað eitt gott hugskot at gerast limur beinanvegin. Tað kostar nakað, men ikki meiri enn, at tað í longdini kann loysa seg at vera limur í einum ella tveimum bústaðarfeløgum. Sum leigari kanst tú fáa leiguinnskot (boligsikring) frá kommununi, tú býrt í. Ískoytið verður roknað eftir støddini á íbúðini, hvussu nógv


búgva í henni, og hvussu stór inntøkan er. Minni inntøkan er, størri gerst ískoytið. Boligsikring kann eisini latast til kollegiuíbúðir, og í ávísum førum kann boligsikring veitast til kollegiukømur (um hesi hava køk). Eisini ber til at framleiga eina íbúð, tvs. at tú í eitt ávíst tíðarskeið leigar eina íbúð frá onkrum, sum er burturstaddur. Lutafelagsíbúðir Í longdini er tað tó bíligari at eiga enn at leiga. Her kann veljast millum tvey sløg: Eigaraíbúð ella lutafelagsíbúð (andelsbolig). Tað er rættiliga torført at fáa hendur á eini lutafelagsíbúð, tí eftirspurningurin er stórur. Kortini kanst tú vera heppin og finna eina, men leyp ikki framav við at keypa alt fyri eitt. Fá onkran, tú kennir, sum hevur skil fyri hesum, at hjálpa tær. Í einum lutafelagi eigur tú ognina saman við hinum íbúgvunum. Lutafelagið eigur og rekur ognina, og tí hava eigararnir felags ábyrgd. Innskotið í ognina kann vera rættiliga lágt, tvs. um einar 100.000 krónur. Eigur tú nakað av peningi, er møguligt at fíggja restina av innskotinum við einum bankaláni. Mótvegis eigaraíbúðunum kanst tú ikki bara selja ella útleiga eina lutafelagsíbúð uttan um lutafelagið.

góðar umstøður hjá fittum fólki, men tað øvugta kann tíverri eisini koma fyri. Seinnu árini hevur tað verið eitt ógvuliga stórt trýst á bústaðarmarknaðin í universitetsbýunum í Danmark í august og september mánaði. Ert tú óheppin og alt gongur av skriðuni til hjá tær, kanst tú royna at finna innivist hjá familju ella kenningum ta fyrstu tíðina, meðan tú leitar eftir onkrum fyri teg sjálvan. Um hetta heldur ikki ber til, er tann seinasti møguleikin at venda tær til kommunuskrivstovuna (socialforvaltningen) í býnum og spyrja, um tey vita nakað um privat kømur.

Eigaraíbúðir Eigaraíbúðir eru lættar at finna, men tær eru sum heild alt ov dýrar fyri vanlig lesandi. Um tú kortini hevur ráð, ella foreldrini vilja hjálpa tær, er ein sonn ørgrynna av eigaraíbúðum at finna í dagbløðunum. Tú kanst gera alt, tú hevur hug til við íbúðina, og tú kanst eisini selja hana, tá tú hevur hug. Vanligt er at eigararnir í bygninginum eru limir í einum eigarafelag, sum tekur sær av felags facilitetum (t.d. vaskikjallara, vatni, renovatión o.ø.). Hvør íbúð rindar tí eina ávísa upphædd til eigarafelagið, sum sonevndar "felagsútreiðslur". Hesar skulu leggjast afturat gjaldinum fyri rentur og avdráttir til bankan. Búfelagsskapir Summi lesandi veja at búgva í felagsbústaði. Hetta kann vera í øllum av teimum omanfyrinevndu sløgum av íbúðum. Ofta hanga seðlar uppi á útbúgvingarstovnunum, har lýst verður við einum leysum kamari í einum búfelagsskapi. Vert er at hava í huga, at tað krevur tol at búgva tætt saman við nógvum ymiskum fólkum, ið tú ikki kennir frammanundan. Felagsskapurin - tað at hava onkran at koma heim til - er tó samstundis eisini ein fyrimunur, ið verdur er at taka við. Ongum nýtist at sova úti Skuldi tú komið í íbúðarneyð, ber altíð til at leiga eitt kamar hjá onkrum privatum. Onkuntíð ber eisini til at venda sær til eina kunningarstovu, sum vísir til kømur hjá privatum. Tú kanst verða heppin og fáa Pisan 2001/2002

29


Skít! Mánaðurin er ikki komin í helvt og tú hevur ongar pengar. At fletta

sparibússuna

hjálpir kavablak

sum í

eitt helviti.

Seinasti útvegur er at trekkja

yvir

bankanum,

lána

pengar frá mammu o.s.fr. 30

Pisan 2001/2002

í

Øll lesandi kenna fátækradømi, og var tað ikki tann troyst, at vinirnir og lestrarfelagarnir eisini vóru á reyvini, so vildi lívið mangan kenst sum ein válan í eini oyðimørk, og tú vildi helst fingið nervasamanbrot 12 ferðir um árið. Tað at tørva pening er ein lívsstílur, ið kann vera torførurur at liva við. Í Danmark eru lesandi tann samfelagsbólkurin, sum hevur minst pening um hendi - enn minni enn tey, ið fáa "bistandshjálp". SU-studningurin er ætlaður at fíggja lesnaðin, men røkkur ikki langt. Neyvan slepst tí undan at arbeiða ella taka lán við síðuna av. Lesnaður og arbeiði Tey flestu hava arbeiði við síðuna av, antin í summarfrítíðini, ella aftaná skúlatíð. Tá føroyafrádrátturin verður havdur í huga (sí grein um føroyafrádrátt), er møguligt at koma upp á eina inntøku, sum ein kann liva av. Áðrenn tú fert úr tíni studentikosu nørdtilveru og út úr tínum kalda og fuktiga loftskamari og heldur leiðina út á privata ella almenna arbeiðsmarknaðin, so er tó gott at vita, at kanningar vísa, at lesandi, ið arbeiða meiri enn 15 tímar um vikuna, klára seg verri enn tey, ið ikki arbeiða so nógv. Lesandi í dag vilja alt, bæði fáa góðar próvtøkur og hava nógvan pening. Tey vilja bæði hava 11 tøl og vera glaðir forbrúkarar. Hetta gerst ofta ein stór lívslygn. Hetta vísir ein kanning, ið Universitetsavisen á Københavns Universitet gjørdi


Hevur tú mist pengarnar, Er synd í tær. Hevur tú mist æruna, Ert tú illa stæddur. Er vónin farin, Er alt farið.

fyri nøkrum árum síðani. Kanningin varð gjørd við at kanna 3500 lesandi, og ein niðurstøða var, at tað er samband er ímillum lestrareffekt og arbeiði, tvs. tess mera arbeiði, tess lægri lestrareffekt. Tey flestu fáa sær eitt arbeiði við síðuna av lestrinum, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tað kann vera alt frá at arbeiða á caféum, sum postmenn, reingerð, hjálpari hjá brekaðum o.s.fr. Lesandi eru mangan so fátøk og desperat, at tey taka alt,tey kunnu fáa. Yees ! Juhuu ! Eg skal reingera 1500 WC-kummur hvørja leygarnátt fyri 69.50 um tíman. Tá tú kemur heim, keypir tú kanska okkurt at troysta teg við, kanska eina nýggja plátu. Soleiðis gongur lívið. Jú meira pening tú fært, jú meira pening brúkar tú. Fyri nógv er arbeiði lívsneyðugt og vegurin fyri at yvirliva undir lestrinum. Sjálvandi kann bara eitt sindur av arbeiði merkja munin millum at liva sum ein fátækrareyv og at hava ráð til ein biograftur av og á. Tað kann tó vera trupult at síggja hvør nytta er í at arbeiða í einum pizzaria 20 tímar um vikuna, tá ein lesur løgfrøði. Um talan var um eitt arbeiði á eini sakføraraskrivstovu ella á einum universiteti, so hevði verið lættari at skilt, at fólk bíða við at gerast liðug við útbúgvingina. Áður nevnda kanning vísti eisini, at tað oftast vóru tey ungu, ið høvdu lættast við at liva av SU. Eldri lesandi eru kanska meira von

við at hava nógvan pening um hendi og hava tí verri við at minka um nýtsluna. At arbeiða við síðuna av lesnaðinum er oftast neyðugt, men kanska er tað betri at arbeiða í t.d. summarfrítíðini - heldur missa summarið og so kunna hava tað gott alt árið. Ofta verður eisini sagt, at tú ikki skalt taka tær arbeiði fyrsta lestrarárið, hetta fyri lættari at koma inn í eina góða lesirútmu. Rátt verður tí ofta til heldur at taka lán fyrsta árið og síðani byrja at arbeiða seinni, tá alt ikki er so nýtt longur, og tú ert komin inn í rutinuna av at lesa á hægri lærustovni. Ein annar útvegur er at skapa sær eina uppsparing, sum so kann "terast uppá" fyrstu tíðina, tí útreiðslurnar eru ofta nógvar, serliga í byrjanini. At yvirliva við SU Danska Forbrugerstyrelsen gjørdi fyri fáum árum síðani eina kostnaðarmeting av, hvussu ein kann yvirliva, um SU-studningurin er einasta inntøkan. Metingin gevur eitt úrslit, ið sigur, at uml. 5.400 kr. eru aloftast neyðugar. Sum sæst, røkkur SU og lestrarlánið ikki til hesar útreiðslurnar. Tølini eru tó bert vegleiðandi, og allar upphæddirnar skulu takast við fyrivarni. Til dømis kunnu flutnings- og bókaútreiðslur vera størri alt eftir, hvar tú býrt og hvar tú lesur. Útreiðslurnar eru mettar sum miðalminstamark fyri nýtsluna hjá einum lesandi í Danmark Um roknistykkið ikki gongur upp, má skavast av onkustaðni. Metingin sýnir sostatt, at ein bruttoinntøka uppá uml. 5.500 kr. er avgjørt minstamark fyri at yvirliva. Pisan 2001/2002

31


Samanlagt má roknast við einari ársnýtslu uppá uml. 66.000 kr. ella uml. 5.500 kr. um mánaðin. Sjálvandi er hetta ymiskt alt eftir hvør tú ert, men tey flestu klára seg ikki við minni. Er støðan tann, at t.d. húsaleigan, flutnings- ella matútreiðslurnar eru munandi lægri enn mett er í kostnaðarmetingini, ber til at sleppa fyri minni enn 5.000 krónur um mánaðin. Summi eru so mikið heppin, at tey bert búgva eitt hanagleiv frá útbúgvingarstovninum og tí sleppa frá at brúka pening til flutning. Hinvegin mugu onnur nýta drúgva tíð og nógvan pening til buss og tok fyri at koma fram. Fyri mong er súkklan ein hent loysn, men tá má teinurin millum bústað og skúla ikki vera ov langur. Tað letur seg ikki gera at súkkla millum Keypmannahavn og RUC, og her kostar tokkortið uml. 700 kr. um mánaðin. Í dag er tó gjørligt at søkja um stuðul til ferðaútreiðslur. Tað er gjørligt at fáa 65 % avsláttur av útreiðslum, ið liggja omanfyri 300 kr. Bøkur eru dýrar, og illa slepst undan at keypa tær. Tó ber til at læna bøkur á bókasavninum, men henda loysnin kann bara brúkast í nøkrum heilt fáum førum, tí nógv lesandi eru um fáar bøkur. Antikvariat handlar eru vanligir, her kanst tú mangan gera kvetti og fáa skúlabøkur til ein sera sámiligan prís. Sum við øllum øðrum, er ymiskt frá eini útbúgving til aðra hvussu nógv skal nýtast til bøkur og annað. Serliga í byrjanini av skúlaárinum skal nógvur peningur nýtast til útbúgvingartilfar. Í summum býum skipa studentafelagsskapirnir fyri bókamarknaðum. Tískil er møguligt at keypa brúktar bøkur fyri ein sera rímiligan prís. Lesandi við børnum Barnafamiljur hava verri við at flyta av landinum enn støk ella pør uttan børn. Summi foreldur aftra seg eisini við at fara í útbúgving, tí tey ikki halda tað vera praktiskt møguligt at sameina børn og lesnað. Við eitt sindur av ráðlegging kunnu foreldur tó fáa betri stundir til børnini, meðan tey eru undir lestri, enn um tey arbeiddui. Tað kann avgjørt vera torført at fáa endarnar at røkka 32

Pisan 2001/2002

saman. Hetta kenna øll lesandi til uttan mun til um tey hava børn ella ikki. Eins og onnur fáa barnafamiljur studning og lán frá Statens Uddannelsesstøtte og ferðaseðil frá Stuðulsstovninum. Haraftrat fæst ein barnakekkur hvønn ársfjórðing eftir at barnið er innskrivað í donsku kommununa. Barnakekkurin verður útgoldin hvønn ársfjórðing, og upphæddirnar eru: 3.125 kr fyri børn 0-2 ár, 2.650 kr fyri børn 3-6 ár og 2.250 kr. fyri børn 7-17 ár. Neyðugt er ikki at søkja um barnakekkin. Hann kemur sjálvvirkandi ársfjórðingin eftir at flutt er til Danmarkar. Støk foreldur kunnu søkja um “ordinært børnetilskud”. Hetta er 979 kr. fyri hvørt barnið um ársfjórðingin. Umframt hetta er eisini eitt sonevnt “ekstraordinært børnetilskud”, sum er 995 kr. tilsamans (ikki fyri hvørt barnið) um ársfjórðingin. Meira fæst at vita á sosialskrivstovuni í kommununi. Eitt barnaansingarpláss kostar umleið 1.500-2.500 krónur um mánaðin, alt eftir hvørja kommunu, talan er um. Í Keypmannahavnarøkinum kostar tað mest í teimum "fínu" kommununum norðanfyri, har skatturin er lágur - meðan tað er bíligari vestanfyri og sunnanfyri. Fólk við lágari inntøku kunnu eisini fáa avsláttur ella møguliga frípláss til barnaansingina við. Er inntøkan hjá báðum foreldrum undir 116.900 verður frípláss latið. Jú hægri inntøku, jú meira hækkar gjaldið.Meira fæst at vita um hetta við at venda sær til einstøku kommunurnar. Kanska ljóðar hetta torført alt samalt, men tey flestu fáa puslispælið at passa. Frával er kanska eitt gott val Mangan kann eitt frával vera eitt gott val. Ein tann størsta og svárasta royndin, ein lesandi má standa, er at vera støðufastur. At sita á einum lesisali og lesa bók eftir bók. Í mánaðir er neyðugt at sita og skriva risastórar uppgávur, projektir og serrit. Hetta kann bert lata seg gera, um ein er eitt sindur asketiskur (fráhaldandi, sjálvstemjandi). Fyrr vóru lesandi fátøk í nógv ár, men gjørdust seinni aloftast sera vællønt. Kanska tann størsta royndin var fátækradømi og at hava ein sterkan vilja. Vegurin var asketisma, hart arbeiði, nógvur og umfatanadi lestur og ikki minst ein brennandi eldhugur. Tað kann ikki sigast at vera ringt fyri nakað, at brenna 100 % fyri lestrinum. At lesa er fulltíðararbeiði og passar sjáldan saman við ov nógvum arbeiði við síðina av. Fyrr nevnda kanning vísti, at hjá alt fleiri pisum verur lesturin settur í aðru røð og frítíðin og vinnulívsroyndir verða settar fremri. Summi siga, at jú betri próvtøkan er, betri gongst ofta at fáa arbeiði aftaná. Onnur halda, at próvtøkan hevur onki at siga, tað er tað tú hevur gjørt við síðuna av lesnaðinum ið telir. Hetta fara vit ikkia at kjakast um her, men hjá summum kann eitt frával (av arbeiði) gerast eitt gott val.


Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tórshavn - Tlf.: 31 96 80 - Faks.: 35 50 55 E-mail: studul@studul.fo – Heimasíða: www.studulsstovnurin.fo

Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannel-sesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Stuðulsstovnurin umsitir í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum norðurlondum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan. Tær 5 stuðulsskipanirnar eru:  ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – umsitin av Stuðulsstovninum)  SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte)  ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU)  Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – umsitin av Stuðulsstovninum)  Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum) ÚS-skipanin Henda skipan er ætla teimum, ið lesa í Føroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnuog hægri skúlum. Sambært nýggju skipanini komu nakrar broytingar í gildi 1. august 1999 og aðrar 1. august 2000. Tær stóru broytingarnar í 1999 vóru: Studningsupphæddirnar fyri 18 ára gomul og eldri øktist við meira enn 25%.  Maksimala lánsupphæddin hækkaði við meira enn 60 %.  Stuðulin/lánið verður bert útgoldið í 11 mðr. - einki verður útgoldið í juli mánaði. 

Øll, sum lesa hægri lestur, fáa tann hægra stuðulin, t.v.s. sum útibúgvandi.  Studningsupphæddirnar verða nú prístalsviðgjørdar (hækkingin er 5,1% í ár). 

Tær stóru broytingarnar í 2000 vóru: Aldursmarkið fyri at fáa vanliga útbúgvingarstuðulin er 18 ár. Næmingurin fær sum áður stuðul mánaðin eftir at hann verður 18 ár.  Tey, ið eru undir 18 ár, fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari. Næmingar, ið fylla 18 ár í fyrru lestrarhálvuni fáa kr.1.500, og teir ið fylla seinnu lestrarhálvuna fáa kr. 3.000.  Ískoytisstuðul til vistarhald verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km. Mánaðarligi vistarhaldsstuðulin er kr. 1.577.  Ískoytisstuðul til ferðing verður latin næmingum, ið nýta Strandfaraskip Landsins til og frá skúla..  Møguleiki er hjá lesandi, ið lesa hægri útbúgving, at fáa endalán.  Stuðul verður ikki veitur, til næmingar, ið “fáa annan almannan stuðul, ið er ætlaður til livikostnað”, hvørki lán ella studningur. Hetta merkir m.a. tað, at tey, ið eru undir endurbúgving, ikki fáa stuðul frá Stuðulsstovninum. 

SU-skipanin Meginreglan er at føroyingar, ið lesa í Danmark og hinum norðurlondunum fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Hetta vil í flestu førum siga, at føroyingar sum lesa í norðurlondum fáa stuðul úr Danmark í allari útbúgvingartíðini. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar:  Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera alment góðkend av lestrarlandinum.  Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu

Pisan 2001/2002

33


vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum.  Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum fulltíðarlestur.  Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt samanhangandi lestrarár.  Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Vit vita um føroyingar, sum hava havt trupulleikar í samband við lestur í øðrum norðurlondum enn Danmark. Hesir trupulleikar koma ofta av manglandi vitan um stuðulsskipanirnar í norðurlondum, og er tí orsøkin oftast misskiljingar av ymiskum slagi. Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er tó, at føroyingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá Fredriksberg kommunu, har SU hevur heimabústað. Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inniheldur fylgjandi:  Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi, fæst vanliga stuðul frá heimlandinum.  Heimlandið avgerð hvørjar útbúgvingar hava rætt til stuðul.  Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr. beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og sum hava fast arbeiði har.  Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandinum. ÚSUN-skipanin ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka eina hægri útbúgving uttanfyri norðurlond. Hesi lesandi fáa bæði stuðul frá Stuðulsstovninum og frá SU (Statens Uddannelses-støtte). Stuðulsstovnurin letur stuðul til skúlagjald og SU letur stuðul til livikostnað. Stuðulstovnurin kann lata upp til kr. 60.000 um árið í skúlagjaldi og harafturat veita lán um skúlagjaldið er hægri. SU letur tann sama stuðulin, sum lesandi fáa til hægri lestur í Danmark, t.v.s. kr. 4.108 í stuðli um mánaðin (henda upphædd er tó

34

Pisan 2001/2002

skattaskyldug í Danmark), og harafturat er møguleiki fyri at fáa kr. 2.102 í láni um mánaðan. Nevndu upphæddir eru galdandi fyri skúlaárið 2000/2001. Harafturat kann nevnast at lesandi undir ÚSUN-skipanini eisini hava rætt til ferðastuðul. Av tí at Stuðulsstovnurin samskipar ÚSUNstuðulin við SU, verður fyri at fáa ÚSUN-stuðul sett sum treyt, at SU góðkennir útbúgvingina sum eina SU stuðulsheimilaða útbúgving. Krøvini hjá SU fyri at góðkenna útbúgvingar uttanlanda er, at útbúgvingin er ein hægri útbúgving, sum verður tikin á einum góðkendum lærustovni (góðkenningin skal vera av skúlamyndugleikunum í viðkomandi landi), og at útbúgvingin skal geva tí lesandi ein vinnuførleika, sum kann gagnnýtast í tí danska ríkinum. Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum, at koma heim til Føroya eftir lokna útbúgvingartíð. Hetta verður gjørt við, at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið. Fyri lestrarári 1999/2000 fóru nakrar broytingar fram í mun til undanfarin ár. Høvuðsbroytingarnar vóru:  Ferðarekvisisiónin er avtikin, ístaðin verður peningur útgoldin  Lánsmøguleikin í samb and við ferðastuðulin er avtikin  Tíðarfreistin er longd munandi – tað skal tó søkjast í stuðulsárinum  Fyri at fáa ferðastuðulin, skal útbúgvingin í minsta lagi vara eitt lestrarár  Fyri at fáa ferðastuðulin, skal tann lesandi búgva í lestrarlandinum  Um meira enn ½ av útbúgvingarskeiðnum er lønt, ella tann lesandi fær arbeiðsloysis-, farloyvis- ella almennastuðul í meira enn ½ av einum lestrarári, fæst ikki ferðastuðul.  Klippkortsskipan fyri miðnám (hægst 4 ár) og klippkortskipan fyri framhaldslestur (vanliga hægst 6 ár) er sett í verk. Í hesum sambandi skal tó viðmerkjast, at í uppgerðini av stuðulsárum verða øll tíðarskeið, sum umsøkjarin hevur fingið stuðul frá Føroya Landsstýri, Stuðulsstovninum ella SU íroknað.


Kærumøguleikar Verkætlanarstuðulin Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er, at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlanda í samband við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt, við at veita fíggjarligan stuðul til ferðina millum lestrarlandið og landið, har verkætlanin skal gerast.

Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, c/o Føroya Kærustovnur

Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul, skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkennast av útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja merki til, at tað bert verður veittur stuðul fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi hevur møguleika at fáa henda stuðul tvær ferðir í samlaðu útbúgvingartíðini. Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina, ella meðan tú ert í gongd við verkætlanina. Tað ber ikki til at søkja um stuðul eftir at verkætlanin er liðug. Stuðulin verður ikki útgoldin fyrrenn Stuðulsstovnurin hevur fingið kvittan fyri ferðaseðilin og møguligt ferðagjald. Stuðulin verður tann skalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi kr. 6.000. Síðani verður peningurin goldin á konto í einum føroyskum peningastovni.

Skálatrøð 20 Postsmoga 20 Fo 110 Tórshavn. Heimasíðan Stuðulsstovnurin hevur í mars mánað í ár fingið nýggja heimasíðu – www.studulsstovnurin.fo Her kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har liggja lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat liggja ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi. Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 6 fólk – 4 skrivstovufólk, ein fíggjarfulltrúi og ein leiðari. Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði, og kemst hetta ikki minst av lánsumsitingini. Í løtuni eru umleið 6.000 virknar sakir á Stuðulsstovninum. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 12 og kl. 13 – 16 og fríggjadag kl.8 –12 og kl.13 – 15.30. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við

Hesar upphæddir eru galdandi fyri stuðulsárið 2001/2002: Danmark

Europa

Aðrastaðni

(- Danmark og Grønland)

Lesandi

kr. 3.466

kr. 5.000

kr. 6.000

Børn: 0-1 ár

kr. 443

kr. 650

kr. 780

Børn: 2-11 ár

kr. 2.460

kr. 3.530

kr. 4.240

Børn: 12-16 ár

kr. 3.466

kr. 5.000

kr. 6.000

Pisan 2001/2002

35


Stuรฐulsstovnin.

36

Pisan 2001/2002


Vegleiðing um SU SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so hendan greinin roynir at geva eitt innlit í, hvussu sjálv SU-skipanin virkar, meðan sjálvar SU-reglurnar ikki verða viðgjørdar nærri. Søk sum skjótast! Føroyingar, sum lesa uttanfyri Føroyar, hava rætt til studning frá SU-skipanini, um prógvast kann, at bústaðurin er uttan fyri Føroyar. Tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum skal tú minnast til, at tú ikki kanst fáa SU útgoldnan fyrr enn tú hevur fingið eitt danskt cpr.nr. Um tú fert til eitt nú Norra ella Svøríki fært tú tilluta eitt cpr.nr. frá Frederiksberg Kommunu, har SU-Styrelsen liggur. Um tú flytir til Danmarkar at lesa, er tað eitt sindur øðrvísi. Tá kanst tú ikki fáa eitt cpr.nr. fyrr enn tú hevur funnið ein bústað. Tí noyðast nógv at fáa sær eina c/o adressu, tvs. at tey flyta inn til onkran, tey kenna í fyrstuni, tí torført er at finna nakað at búgva í í løtuni. Flytir tú til Danmarkar, er tann besti framferðarhátturin í sambandi við umsóknina um SU -studning hesin: 1. Flyt adressu úr Føroyum til Danmarkar í góðari tíð. Um tú ikki hevur fingið ein bústað, so fá eina c/o adressu hjá onkrum tú kennir í Danmark. 2. Tá adressan verður flutt, fært tú tillutað eitt danskt cpr-nr. Hetta skal nýtast í samband við umsóknina. Um tú ikki hevur nakað cpr-nr, kann tað gerast trupult at søkja um SU, og uttan cpr-nr. kann tað eisini verða torført at fáa sær eina bankakonto. Neyðugt er, at fara á sína egnu heimstaðarkommunu (í Føroyum) og fáa tey at útskrivað “internordisk flyttepapirer”, sum tú letur inn á folkaregistaranum á tí kommuni tú flytir til (ávísar kommunur í Føroyum veita eisini studning til fólk, ið fara uttanlanda at lesa). 3. Søk um SU-studning so skjótt sum møguligt. Lat umsóknina inn, sjálvt um tú enn ikki hevur fingið cpr. nummar. Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, so sjálvt um tú ikki fært SU'in fyrr enn seinni, so hevur tú latið inn rættstundis, og fær tí SU við afturvirkandi kraft. Freistin at søkja SU liggur vanliga fyrst í november. Seinasta freistin at søkja ella broyta SU í 2002 er 1. november, men SU nýtir vanliga drúgva tíð til at viðgera umsóknirnar, so best er at vera fyrivarin. Á hvørjum ári byrja um 40.000 fólk eina nýggja útbúgving, so trýstið er stórt á SU hesa tíðina. SU hevur eina heilt greiða reglugerð fyri, hvørjar útbúgvingar í Danmark eru góðkendar. Sum meginregla kann sigast, at allar "almennar” útbúgvingar geva rætt til SU-studning (t.d. universitetsútbúgvingar, handilsháskúlaútbúgvingar, teknikumútbúgvingar o.s.fr.). Summar útbúgvingar í Danmark geva ikki rætt til SU-studning, og hetta eru aloftast ymsar privatar útbúgvingar.

Tað er bert neyðugt at søkja um SU-studning einaferð. Undantikið frá hesum er, um tú skiftir útbúgving. SU-studningur til lesnað uttanfyri Danmark Føroyingar, sum byrja lesnað í einum øðrum Norðanlandi enn Danmark, kunnu fáa fullan studning og lán frá SU eftir ávísum treytum. Tann fyrsta treytin er, at SU góðkennir útbúgvingina. Um tú fert til annað Norðurland at lesa, verður tú sum oftast noydd at senda tilfar um útbúgvingina og útbúgvingarstovnin til góðkenningar hjá SU. Vanligar universitets- og háskúlaútbúgvingar verða sum oftast góðkendar av SU sum studningsverdar útbúgvingar, men í ávísum førum kann SU nokta at góðkenna eina útbúgving, tá hon eisini kann fáast í Danmark. Flestu útbúgvingar eru eitt sindur ymiskar frá landi til lands. Ætlar tú t.d. at lesa í Íslandi, skalt tú einans geva góðar próvgrundir fyri, at júst henda útbúgvingin hevur eitt serliga áhugavert (og viðkomandi) frávik frá teirri donsku. Ert tú før fyri at geva hesar próvgrundir, er torført hjá SU at nokta góðkenning av útbúgvingini. Fleiri hava roynt henda møguleika við góðum úrsliti, og um tú ivast, kanst tú spyrja lestrarvegleiðingina í Føroyum um leiðbeining. Byrjar tú at lesa í einum ES-landi (uttan fyri Norðanlond), fært tú vanliga ikki SU-studning í meira enn trý ár. Ymisk undantøk eru tó frá hesum. Hetta kann Altjóða Skrivstovan hjálpa tær við at kanna nærri. Stuðulsstovnurin arbeiddi haraftrat í fyrraárið við eini nýggjari skipan, har SU skuldi rinda trý tey fyrstu árini og Stuðulsstovnurin restina gjøgnum ÚSUN-skipanina. Tað besta tú kanst gera í hesum sambandi, er at venda tær beinleiðis til Stuðulsstovnin eftir fleiri upplýsingum. Klippikortið SU-studningurin byggir á tað sonevnda "klippikortið", har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á víðari útbúgvingum fáa klipp til eitt ár afturat tí normeraðu lestrartíðini. Henda er t.d. 5 ár, sum svarar til 58 klipp; afturat hesum koma 12 klipp, so samlaða talið av klippum gerst 70 í alt. Um Víðari lesnaður, útibúgvandi um mánaðin Lestrarstudningur:

4231 kr.

Lán:

2165 kr.

Tilsamans:

6606 kr.

Heimabúgvandi um mánaðin Lestrarstudningur:

2103 kr.

Lán:

2165 kr.

Tilsamans:

4268 kr. Pisan 2001/2002

37


útbúgvingin er normerað til meira enn 5 ár, svarar SU-studningurin til normeringina + 12 mánaðir. Umframt tey vanligu 70 klippini er møguligt at fáa eyka klipp í samband við barnsburð. Vanliga reglan er, at mamman kann fáa 12 klipp eyka, meðan pápin kann fáa 6 klipp eyka. Møguligt er eisini at fáa eyka klipp í samband við álvarsama sjúku og studentapolitiskt arbeiði. Felags fyri hesi undantøkini er, at SU-myndugleikarnir skulu góðkenna tey í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki møguligt at fáa eyka klipp, um ein skiftir útbúgving. Í hesum føri verða klippini, tú hevur nýtt til fyrru útbúgvingina, drigin frá teimum, sum nýggja útbúgvingin gevur rætt til. Tú fært sostatt bara 70 klipp, líkamikið hvussu ofta tú skiftir útbúgving. Hvussu nógv? SU-studningur til hægri útbúgvingar ávirkast ikki av inntøkuni hjá foreldrunum, sjálvt um tú ert undir 20 ár. Lestrarárið 2001/2002 fáa sostatt øll, ið taka hægri útbúgvingar, og eru fylt (ella fylla) 18 ár í lestrarárinum, SU-studning sambært talvuni á hesari síðuni. Arbeiði við síðuna av kann eisini ávirka SUstudningin, og hetta er nærri viðgjørt í greinini "Arbeiði og SU" á síðu 40. SU- stuðulin verður skattaður Eins og við øðrum inntøkum skal SU-studningurin skattast. SU-studningurin verður skattaður sum Ainntøka, men studningurin verður kortini ikki roknaður sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at Føroyafrádrátturin, ið verður nærri viðgjørdur seinni, ikki kann nýtast í samband við skattingina av studninginum frá SU. Skattur verður tikin av studninginum áðrenn tú fært hann útgoldnan. Skatturin er vanliga uml. 4-600 kr. um mánaðin, um tú onga inntøku hevur við síðuna av studninginum. Lesandi í øðrum Norðurlandi, ið fáa SUstudning, gjalda eisini skatt av studninginum í Danmark. Lestrarlán Í løtuni eru tvey sløg av lestrarlánum: studielán og sluttlán, sum ikki verða skattað. Studielán er tað vanliga lestrarlánið, sum øll uttan serligar treytir - kunnu taka afturat tí vanliga studninginum. SU – lánið er í ár 2002 2.165 kr. um mdr. Sluttlán er eitt nýtt slag av láni, sum ein kann taka í endanum av útbúgvingini. Skalt tú hava sluttlán, eru treytirnar at tú skal kunna gera útbúgvingina lidna innan fyri eitt ár, og at tú hevur brúkt øll "studnings-klippini" (sí omanfyri). Vanliga merkir hetta, at tað bert eru "speciale-lesandi" sum hava rætt til sluttlánini. Sluttlán kann ikki veitast longri enn í 12 mánaðir, og støddin á tí er í løtuni kr. 5.583 um mánaðin. Fleiri føroyingar aftra seg við at taka lán frá SU, tí tey hava hoyrt fleiri ræðusøgur um fólk, sum hava sett seg í eina sera stóra lestrarskuld. Her skal ein kortini leggja til merkis, at hesi dømini stava frá teimum sonevndu "statsgaranteraðu bankalánunum", 38

Pisan 2001/2002

sum vórðu endaliga avskaffað í 1992. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, so tað er eingin orsøk til at halda seg aftur orsakað av ræðusøgunum um tey gomlu lánini. Lestrarlán og afturrindan Afturrindanin av lánunum byrjar vanliga við árslok, eitt ár aftaná at ein er liðugur at lesa. Um tú t.d. verður liðug við útbúgvingina á sumri 2005, skalt tú sostatt byrja at gjalda SU-lánið aftur frá 1. januar ár 2007. Í lestrartíðini er rentan á lestrarlánunum 4 % um árið. Eftir loknað útbúgving broytist rentan á lánunum soleiðis, at hon svarar til diskonto hjá Nationalbankanum + 1%. Afturrindanin av lánunum tekur vanliga millum 7 og 15 ár - alt eftir støddini av teimum. Um ein hevur hug at skunda undir afturrindanina, ber eisini til at avtala hetta við Hypotekbankan. Ungdómsútbúgvingar (miðnámsútbúgvingar) Ungdómsútbúgvingar eru tær útbúgvingarnar, sum eisini vanliga verða kallaðar "miðnámsútbúgvingar" (t.d. handilsskúla- studentaskúla- og HF-útbúgvingar). SU-studningur verður vanliga latin til allar ungdómsútbúgvingar við einum ógvuliga avgerandi undantaki: Ung undir 18 ár, sum taka eina ungdómsútbúgving, hava ikki rætt til SU-studning! Henda rættin fært tú ikki fyrr enn ársfjórðingin aftan á at tú ert fylt 18 ár. SU-studningur til 18 og 19 ára gomul, ið taka eina ungdómsútbúgving, verður roknaður eftir inntøkuni hjá foreldrunum. Tá ið tú ert fylt 20 ár, verður studningurin latin eftir, um tú ert heima- ella útibúgvandi. Studningur til ungdómsútbúgvingar verður ikki taldur við í klippikortið. Fyri at fáa SU-studning til ungdómsútbúgvingar er treytin, at tú minst hevur 16 undirvísingartímar um vikuna. Lesir tú einkultfak (t.d. HF-einkultfak) er treytin, at tú hevur minst 23 tímar um vikuna, og at tú ikki áður hevur lisið fakini á sama støði. Og tú skalt hava minst 17 tímar um vikuna um tú hevur barn undir 7 ár. Einkultfak mugu endiliga ikki blandast við tey sonevndu suppleringsfakini (GSK). Her eru treytinar eisini, at tú minst hevur 16 tímar um vikuna, at tú ikki áður hevur lisið fakini á sama støði, og at skeiðið tekur minst ein mánað. Studningurin til 18-19 ára gomul í ungdómsútbúgvingum verður bæði ásettur eftir foreldrainntøkuni, og eftir um ein er heima- ella útibúgvandi. Tá ein fyllur 20 ár, verður studningurin tann sami sum hjá teimum, ið taka hægri útbúgvingar (sí talvuna á síðu 37). SU-lógin og “bistandshjálpin” Áðrenn 1.1.1996 var tað vanligt, at lesandi í farloyvi kundu fáa stuðul frá teim socialu myndugleikunum í kommununi, har tey búðu. Í dag fellur hesin rætturin heilt burtur, um nøkur SU-klipp eru eftir. Einasti møguleikin at fáa "bistandshjálp" í samband við farloyvi er: at øll vanlig SU-klipp eru brúkt, at øll eyka klipp í samband við barnsburð eru brúkt og at


allir SU-lánimøguleikar (studielán + sluttlán) eru nýttir. Lýkur tú allar hesar treytirnar, kanst tú fáa bistandshjálp í samband við farloyvi frá lesnaðinum. Einastu dyrnar sum framvegis gloppa millum lesandi og socialhjálp, eru tær sonevndu "socialu hendingarnar". Tað vil siga, at kemur tú út fyri hendingum sum avgerandi broyta tíni socialu viðurskifti (t.d. álvarsamari sjúka, skilnaði o.ø.), verður hetta roknað sum ein "social hending", sum í ávísum førum kann geva rætt til "bistandshjálp". Meginreglan er, at tann "sociala hendingin" skal hava ført við sær, at SU-stuðulin + studielánið ikki er nóg mikið til at forsyrgja familjuni og svara hvørjum sítt. Í tílíkum førum vera málini altíð viðgjørd hvør sær av kommunini, sum ein býr í. Dentur skal leggjast á, at "bistandshjálpin" verður veitt afturat SU-veitingunum (ikki øvugt), og at hon einans verður veitt í eitt avmarkað tíðarskeið. Um tú kemur út fyri slíkum hendingum, er tað eisini altíð hent at venda tær til ta føroysku ráðgevingina í Keypmannahavn. (Sí grein seinni).

fyrstu atløgu vendir tær til SU-skrivstovuna ("stipendiekontoret") á útbúgvingarstaðnum, har tú skalt byrja. Allir danskir útbúgvingarstovnar hava nevniliga eina SU-skrivstovu, sum avgreiðir allar vanligar spurningar um lestrarstudningin hjá teimum, sum lesa har. Somuleiðis kenna hesi starvsfólkini best til teir trupulleikarnar við SU-studninginum, ið kunnu taka seg upp á staðnum. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á onkrari av teim føroysku lestrarvegleiðingunum, ella á tí føroysku ráðgevingini í Keypmannahavn. Sí annars heimasíðuna hjá SU-Styrelsen á síðu: www.su.dk.

Fleiri upplýsingar Sum tað sæst, kunnu SU-reglurnar vera rættiliga truplar at fáast við hjá føroyingum, sum ikki eru vanir við danskt skrivstovuveldi. Um tær nýtist fleiri upplýsingar, er best um tú í

Information: Færøernes Turistråd Tlf. +45 33 14 83 83 / +298 31 60 55 E-mail: dk-office@tourist.fo Web-site: www.tourist.fo

Pisan 2001/2002

39


Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum.Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SUstudninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein straffrenta løgd afturat, sum er 8% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2002 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 5.383 kr. = 64.569 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin gerst tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 19.440 kr. um árið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru "studie-inaktiv", hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 13.442 kr. um mánaðin. Frával av SU-klippum Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um tann samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í "klippikortinum" hjá SU. Hervið sleppst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SUklipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast fra. Útrokningin sær soleiðis út: Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 13.442 kr. - 5.383 kr. = 8.054 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast afturat tí vanligu fríupphæddini uppá 64.596 kr. um árið.

Ársinntøkan 2002 (uttan SU) - ársfríupphæddin 2001 8.054kr.

40

Pisan 2001/2002

Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir. Føroyafrádrátturin og fríupphæddin Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðisinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt allan føroyafrádráttin (60.000 kr.) kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp. Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 23.997 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 23.997 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi. Hevur tú tískil eina hægri arbeiðisinntøku enn 23.997 kr. um mánaðin aftan á lokna útbúgving, verður ein partur av studninginum kravdur aftur. Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum einaferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU - www.su.dk - er eitt sera hent rokniprogram, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

= Talið av frávaldum klippum


Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti. Hvat er Føroyafrádráttur? Føroyafrádrátturin er ein serligur skattafrádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol.

tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 60.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum. Umframt føroyafrádráttin hevur persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Greið frá:

Treytir:



At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið



At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum



At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan



At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini. Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin? Fyri ár 2001 er føroyafrádrátturin uppá 60.000 kr., í Danmark. Hann er lægri í hinum londunum. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um

til

Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin.

 



rætt

Hvussu fái eg føroyafrádrátt?

Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar:

at tú er føroyingur undir útbúgving at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Minnst til: 

at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv.



at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

Um tú fært noktað føroyafrádrátt. Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt. Kann føroyafrádráttur nýtast til SU? Nei føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”. Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur. Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast

Pisan 2001/2002

41


til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt. Hvussu leingi? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár. Um tú ikki fert heim Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella er liðugur at lesa og avgerð at verða í landinum, er ikki lógarheimil fyri at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minnst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti

42

Pisan 2001/2002

aftaná loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A 11620 København V Tlf. 33 23 99 80 – Fax. 33 23 92 34 – E-mail: fo.raadgivning@get2net.dk Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30, mikudag 14.00 – 18.00, fríggjadag stongt.


Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark anonymt. heldur til í Føroyahúsinum í Ráðgevingin kann eisini hjálpa í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt viðurskiftum sum SU - stuðul, bústaðartilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn møguleikum, føroyafrádrátt, skattaeru staddir. viðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, Á Ráðgevingini arbeiðsloysisstuðli, starvast tveir fryntligir bistandshjálp osfr. o g r o y n d i r Kann ráðgevingin sosialráðgevarar, ið ikki loysa tínar trupulveita føroyingum hjálp leikar, so kunna og vegleiðing í ráðgevarnir vísa á sosialum, persónligum aðrar møguleikar fyri og lestrarligum hjálp, og vegleiða um spurningum. Tær hvagar tú kanst venda kunna bjóða einum og tær. hvørjum ráð og Ring, skriva ella persónligan stuðul. vitja Ráðgevingina Ruth Dal-Christiansen (vinstrumegin) og Randi H e v u r e i n Johansen átaka sær at hjálpa kleimdum útisetum. øll eru vælkomin. trupuleikar á nevndu økjum so kann tað Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark vera til alstóra hjálp at kunna venda sær Vesterbrogade 17 A til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. DK - 1620 København V Ráðgevarnir hava tagnarskyldu, eingin Tlf.: 33 23 99 80 verður heldur skrásettur og tí kann ein Fax.: 33 23 92 34 óttaleyst venda sær til teirra - eisini mail : fo.raadgivning@get2net.dk

At varðveita fulla skattskyldu heima Føroyingar ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum (t.d. í summarfrítíðini). Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 19.000 kr. Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna, ella LFÚráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll - og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgvingum, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri stuttari tíð síðan vóru reglurnar broyttar soleiðis at tú einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu einaferð. Tú skalt tó altíð kunnað vátta fyri Toll- og Skatt, at tú veruliga ert lesandi.

ÆTLAR TÚ TÆR AT FLYTA? N

- innanoyggja? - av landinum? - til Føroya? -privat– ella tænastumaður? -skrivstovur, stovnar e.l. Vit pakka niður og inn eftir ynski! Vit hava flytikassar! Vit hava altíð eitt gott tilboð!

DANNY TRANSPORT Tlf.: 31 91 92 Fax.: 31 91 93 Fartlf.: 28 41 00 Pisan 2001/2002

43


Værnepligtslovens §1, stk. 3 (lovbekendtgørelse nr. 1088 af 23. December 1998): ”Den, der er tilflyttet fra Færøerne eller Grønland efter at have opholdt sig der i mindst 10 år, kan af indenrigsministeren eller den statsamtmand, indenrigsministeren bemyndiger til det, fritages for værnepligt. Ansøgningen om fritagelse skal afgives senest 4 uger efter, at den værnepligtige har modtaget pålæg om at møde for sessionen, jf. §13, stk. 2”

Tær gomlu treytirnar fyri at sleppa undan herskyldu hjá føroyingum (og grønlendingum) í Danmark vóru, at tú hevði ”serligt tilknýti til Føroyar” og at tú bara ”fyribils var búsettur í Danmark”. ”Serligt tilknýti” til Føroyar innibar at minst eitt av foreldrunum skuldi vera føtt í Føroyum, meðan tað einki hevði at siga hvar tú sjálvur var føddur. Hetta kundi gerast ein trupuleiki hjá monnum, ið eru føddir og uppvaksnir í Føroyum, og tí kenna seg sum føroyingar, men har hvørgin av foreldrunum var føddur í Føroyum. Undantak kundi tó gerast, eisini um bæði foreldrini vóru fødd í Danmark, men tá skuldi helst søkjast í góðari tíð. Treytin um ”fyribils uppihald” í Danmark var ikki altíð líka einføld at avgera. Her mátti ’Værnepligtstyrelsen’ meta í hvørjum einstøkum føri, um persónurin leyk treytina. Tó var tað greitt, at føroyingar, ið einans vóru niðri í útbúgvingarørindum, sluppu undan. Men eftir lokna útbúgving er ringt at siga, hvat er fyribils. Er tað 2 ár, ella 10? Føroyingar koma eisini viðhvørt niður at arbeiða eina tíð, og hvør einstakur persónur skal metast av herskyldustýrinum. Grundað á fyrisitingartrupuleikar treytirnar tí broyttar.

44

Pisan 2001/2002

eru

Tann 1. januar 1999 kom omanfyristandandi lóg í gildi. Hetta inniber, at tú kanst søkja um at verða frítikin frá herskyldu í Danmark, við at vátta, undir revsilógarinnar §163, at tú í alt hevur búð 10 ár í Føroyum – ikki er neyðugt, at tað hevur verið samanhangandi.


Tú - og hini. Tað stóra lopið Tá tú leitar tær burtur í onnur lond at nema tær útbúgving, eru ógvuliga nógv ting, tú skalt hava í huganum. Møguliga er hetta fyrstu ferð, tú veruliga skalt royna títt flog, tú flytir kanska á fyrsta sinni heimanífrá og kanska fert tú fyri fyrstu ferð at kenna teg einsamallan, tí nógvar eru forðingarnar, ið tú skalt vinna á. Fyrst og fremst so kann lopið frá miðnámsskúla til lærdan háskúla tykjast stórt bæði hvat undirvísing, lærdómi og lestrarumhvørvi viðvíkir. Tá tú so afturat ert tilflytari, ert tú eisini í vanda fyri at vera smittaður av tí vælkenda mentanarhvøkkinum. Tí sjálvt um tú t.d. hevur verið í Danmark tíggjutals ferðir og ferðast, so kann tað illa sammetast við at seta búgv har. Fyrst er alt tað formliga og pappírsarbeiðið í samband við flyting og studning, ið skal fáast frá hond. Síðani kemur tað sosiala, ið er av alstórum týdningi, og sum setir sítt ófrávíkiliga merki á lestrartíð tína. Um tú flytir til eitt nú Englands, so er kanska lættari, tí har forvænta fólk ikki, at tú dugir málið flótandi, og har eru ofta serligir flokkar til tilflytarir. Eisini er lestrarumhvørvið øðrvísi, og tú ert meir saman við hinum lesandi, tí tit vanliga búgva á ”campus”, á sjálvum lestrarstaðnum. Hetta kann lætta um tað sosiala í byrjanini. Í Danmark leggja hini lesandi ikki til merkis, at tú ert øðrvísi, at tú 46

Pisan 2001/2002

ert av einum øðrum uppruna, og tí forvænta tey kanska, at tú dugir málið flótandi. Tá tú so ikki ger tað, kunnu tey fáa ta fatan, at tú t.d. ikki stendur teg so væl fakliga. Í øllum rokinum við lestrarbyrjan er sjálvandi týdningarmikið ikki at missa seg sjálvan burtur. Hin vegin so skalt tú vara teg fyri ikki at byrgja teg inni aftan fyri garðar lagaðar av fordómum. Jantelóg ella frumskógarlóg Føroyska lyndið er ikki eins og t.d. tað danska. Eins og í flest øllum lítlum samfeløgum, so kann sigast, at jantelógin eisini trívist millum landsmenn okkara. Í øllum førum, so er tað ikki væl sæð, at tú roynir at breggja tær við evnum tínum, hvørji tey enn eru, og tískil er óttin fyri at markera seg eitt væl kent fyribrigdi. Segði nakar jantelóg? Tað er í hvussu so er ein sannroynd, at øgiliga stórur partur av lesandi føroyingum í Danmark skjótt ásanna, at tey hava fingið leiklutin sum eygleiðarar á síðulinjuni. Tá tú fyrst hevur sett teg í ein leiklut, kann vera ógvuliga torført at sleppa úr honum aftur. Á sama hátt er tað eisini ein sannroynd, at tey flestu fyrr ella seinni leggja til merkis, at mikli orðafloymurin frá teim viðlesandi ikki altíð er prógv um væl undirbygda vitan og grundgevingar, men hinvegin kann tykjast sum ein roynd at káva út yvir óvissu. Danir eru fyri stóran part uppaldir við kjaki og at vegurin fram er at tora at siga sína hugsan. Tey eru ofta von at arbeiða út frá


frumskógarlógini við "survival of the fittest", meðan vit føroyingar kanska í størri mun hava fingið okkara pláss í samfelagnum í vøggugávu. Ráðini eru tí eirindaleys: Lær teg málið og legg teg so út í frumskógarstríðið. Minst til, tú ert við í einum spæli, har onnur hava sett reglarnar, so fordómum kemur tú als ongan veg við. ”Skik følge, eller land fly". (Skal hetta við???) Sambandið við hini Sum áður nevnt, so er tað í stóran mun (kanska serliga) tað sosiala, sum setir sítt merki á lestrartíð tína. Sjálvt um kenslan av at vera ein skúlaflokkur kanska er heldur fjar hjá mongum orsakað av fáum undirvísingartímum, so hevur sambandið við hini á lestrarstaðnum nógv at siga. Royn at sleppa tær upp í ein lesibólk skjótast gjørligt. Tað betrar lesidisciplinina og ikki minst tað sosiala. Far við til tiltøkini á lestrarstaðnum so sum "fredagsbar", "rustur" og faklig tiltøk. Fert tú einsamallur avstað úr Føroyum, er altíð eitt gott hugskot at royna at sleppa inn á eitt kollegie við felagskøki. Samanhaldið er ofta gott og tú fært lættari við at fella til, tá tú kennir teg sum ein part av einum felagsskapi. Øll byrjan er torfør, og tað er ikki altíð so stuttligt at kenna seg vigaðan og máldan fyri hvørt orð tú sigur. Fell tó ikki í fátt! Øll eru í somu støðu - spent, heldur ótrygg og tey kenna ongan. Av tí sama hava øll hug til at koma í

samband við hvønn annan. Ger tær tí dælt av hesum frá byrjan. Finn tær ein annan leiklut enn tann stilla, gráa músin á aftasta raði. Seinni er so nógvar ferðir tyngri at sleppa inn í hitan. Frítíðin Fá tær eitt lív við síðuna av lestrinum. Halt fram við gomlu ítrivum tínum ella finn tær nøkur nýggj. Stórbýurin er ein ótømandi kelda av møguleikum, so tað ræður bara um at kanna marknaðin og so fara á herferð. Ert tú til dans, so finnast t.d. óteljandi møguleikar fyri hesum, eisini kanst tú fáa tær til vana at ganga á jazzcafé o.s.fr. Minst til at vitja gomlu vinirnar úr Føroyum, men ver eisini opin fyri nýggjum, møguligum vinarløgum. Tað kann koma tær væl við at kenna onkran, sum kennir býin og sum tí kann hála teg við út, og vísa tær hvat goymir seg í teim smølu gøtunum eisini. Lestrartíðin verður ofta skýrd at vera besta tíðin í lívinum. Hesin pástandur verður ikki kjakaður her, men tað skal í øllum førum sigast, at um tú vilt, so kann lestrartíðin so sanniliga gerast ein góð tíð. Eisini um tú fylgir við í undirvísingini og lesur nógv. Tað ræður bert um fyrst at finna fótafestið og síðani røttu javnvágina. Katrin D. Apol

THYRA SMIDT Højskolelærer, globetrotter, tidl. Mellemøstmissionær. Er til integration, TV-2, lange cykelture, indisk the og Danmission

Pisan 2001/2002

47


Áðrenn og aftaná - Bræv er komið frá útbúgvingarstovni. Nú er eingin vegur aftur.

Spenningurin er oftast stórur áðrenn brævið frá hægri lærustovni verður latið upp; og gleðin enn størri, um ein er sloppin inn á dreymaútbúgvingina. Tó er hetta bert byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í lívinum.

48

Pisan 2001/2002


Ólavsøka. Stemningurin er góður, fólk eru glað, sólin skínur, alt er sum tað skal vera á ólavsøku. Útlitini fyri einari góðari viku eru sera góð. Tað er tí ikki lætt at opna brævið, ið mitt í øllum rokanum er komið í postkassan. Opni eg brævið og svarið er negativt, so er ólavsøkan rokin. Er svarið hinvegin positivt, íðan so kundi tað ikki verið betur. Við ambivalentum kenslum velji eg tó at opna brævið. Jú eg eri komin inn. Tey bjóða mær vælkomna. Eg skal byrja 1. september. Eg skal møtast við vinkonunum um eina lítla løtu og gleði meg ótrúliga at fortelja um gleðiligu boðini, ið komin vóru. Á veg omaneftir blívi eg tó eitt sindur tung í huga. Havi eg hug at fara hiðan úr Føroyum til ein bý, sum eg als einki kenni til? Eg kenni sum so ongan í Odense, og øll hini sum eg kenni, ja tey fara annaðhvørt til Keypmannahavnar, Aalborg ella longur út í heim. Hvat skal eg gera í Odense? H.C.Andersens by, hvat annað hevur Odense at bjóða mær, einum klossutum føroyingi? Hví var svarið eisini positivt? Eg kundi væl brúkt eitt sabbatár. Hvat hugsaði eg fyri mær at leypa beint úr Handilsskúlanum og so víðari? Hví skuldi eg eisini skunda mær so? Kundi eg ikki valt eina útbúgving, ið var verri at sleppa inn á? Ja nú er so eingin vegur aftur? Avstað skal eg! ----Fyrstu dagarnir gingu við at læra býin at kenna, ella tað vil siga, læra so mikið av býnum at kenna, at eg visti hvar Universitetið, Toll og Skatt, Kommunukontórið og teir mest basalu handlarnir lógu, í mun til hvar eg búði. Súklaði nakrar ferðir millum bústaðin og universitetið fyri at vita, júst nær eg skuldi heimanífrá um morgnarnar. Men hervið vóru ikki allar súður syftar. Fyrsti dagur á Universitetinum var enn ikki lagdur afturum bak. Heldur ikki hevði eg fingið fastan bústað, egnan bústað. Hvønn eg skuldi ganga í flokki saman við, visti eg heldur ikki. Men sum tíðin leið komu øll hesi ting uppá pláss, og áðrenn eg visti av, stóð eg aftur í Kastrup á veg heim til Føroya. Eg gleddi meg sum eitt barn at koma heim at halda jól. Fyrsta hálva árið hevði sum so gingið væl. Fyrst í november mánaði hevði eg fingið kamar á einum fittum lítlum kollegie. Eg skuldi hava køk og bað saman við tveimum øðrum gentum. Gamaní vóru tær fittar, men vinkonur vildi eg nú ikki

kalla tær. Onnur var heldur ung og fjákut, og hin var heldur seriøs eftir mínum tykki, men vit funnu hóast alt væl útav tí saman. Til alla lukku vóru onnur fólk á kollegiinum, og skjótt var ein klika íkomin, og tímarnir vit brúktu í kjallaranum vóru ikki fáir. Kjallarin hevði alt, eitt lítið kollegie kann bjóða : Poolborð, borðtennis-borð, barr, stórt sjónvarp, sauna og annað slíkt. Harðast var tað at koma gjøgnum fyrsta semesterið á Uni. Flokkurin, um ein kann kalla tað ein flokk, sum eg var komin í, var stórur, ikki færri enn 130 fólk. Tó vóru vit eisini býtt í smærri flokkar, við 20 fólkum. Saman við hesum hevði eg teir ymsu øvilisistímarnar. Tað var eisini í hesum flokkinum, at eg fekk fyrstu vinirnar. Hesi vóru somuleiðis tey fyrstu, sum fingu mínar ”anti-danskara agressiónir” yvir seg. Hetta var serstakliga teir dagarnir, tá eg helt, at tey vóru burturav sjálvbevíst. At venja seg við, at tey í fyrilestrunum altíð skuldu markera seg við eyðsæddum viðmerkingum, var ikki lætt. At tey so eisini spurdu meg, tá eg visti, at tey í roynd og veru ikki vóru áhugað í svarinum, var heldur ikki lætt. Men sum tíðin leið, lærdi eg at taka hetta, eins og tey lærdu at taka míni smáu anføll. Tá eg so stóð aftur í Havn, og tíðin nærkaðist til, at eg aftur skuldi til Danmarkar, var mótið ikki so stórt, sum tað hevði verið. Bestan hugin hevði eg at søkja arbeiði heima og ongantíð fara av landinum aftur. Próvtøkuna, sum eg skuldi upp í um hálvan januar, visti eg, at eg fór at dumpa í, tí tað sosiala lívið hevði í síðsta enda lokkað meira enn lesnaðurin. Við tungum tannabiti fekk eg tó lossað meg umborð á Atlantic aftur og aftur gekk leiðin til Odense. Í dag, 5 ár seinni, teljast millum bestu vinirnar hjá mær floksfelagar og kollegiebúgvar úr Odense. Marie, sum eg í fyrstani helt vera nakað snobbut og yvirfladisk- uttan iva tí hon sá so hamrandi gott út - fekk m.a. lokkað meg til Keypmannahavnar at taka yvirbygningin, eftir at vit høvdu lokið bachelorin í Odense. Hugurin leitar ofta aftur til fyrstu jólafrítíðina í Føroyum. Lættast hevði tá verið at sagt nei takk, eg verði verandi her. Hinvegin so hevði eg neyvan verið fegin um ta avgerðina í dag. Sissal Kristiansen, Stud.merc

Pisan 2001/2002

49


- føroyski høvuðsstaðurin í Danmark Illa lýddur í Jyllandi, men elskaður av svenskarum. Sum einast veruligi stórbýur í Danmark er ”Wonderful Copenhagen” eitt gott tilboð til føroyingar, ið hava hug á stórbýarlívinum, men sum samstundis ikki vilja kenna seg ov langt heimanífrá. Júst hvat tað er sum fær so nógvar føroyingar at flyta til Keypmannahavnar er ilt at siga, men orsøkirnar kunna vera nógvar og fjølbroyttar. Summi flyta higar vegna sjálvu útbúgvingina. Onnur orsøk kann vera at tað longu eru so nógvir aðrir føroyingar í býnum, og tí kann sjálv tilflytingin gerast lættari, hetta kann eisini hava við sær at sjálvur mentunarskelkurin verður minnið. Summi flyta til Keypmannahavnar fyri at sleppa burtur frá tí føroyska minisamfelagnum í nøkur ár, og velja tí stórbýin í kongaríkinum. Eitt er tó vist, nógvir føroyingar hava ígjøgnum árini funnið leiðina til danska høvuðsstaðin og væntandi koma fleiri tey komandi árini. Ikki er tað einans lesandi føroyingar, ið hava fest sær búgv í Keypmannahavn. Myrkamorreyðar troyggjur og bundnaturrikløð eru at síggja um allin býin, á ungum sum gomlum. Føroyar í Keypmannahavn Føroyahúsið kann sigast at vera sjálvur karmurin um føroyska mentunarlívinum í Keypmannahavn. Alskins feløg halda til í húsinum. Millum tey mongu feløgini finnast MFS, Nærvarp okkara, Fótatraðk, Talvfelagið og Húsakórið. Men tað eru ikki einans tey, ið eru virkin í teimum ymsu feløgunum, ið hava dagligu gongd í húsinum. Fert tú inn í tímunum tá kaffistovan er opin, er stórur møguleiki at síggja fólk tú kennur, og hetta er ikki einans vegna føroysku bløðini, ið liggja frammi til gestirnar at lesa í. Í vikuskiftunum skipa tey ymsu feløgini, og húsið sjálvt, javnan fyri bæði cafekvøldum og dansum. Men hetta eru ikki tey einastu tiltøkini, ið verða hildin í Føroyahúsinum. Listaframsýningar, pallborðsfundir, temakvøld, týsdagsdøgurði og bingo eru eisini evni, ið javnan standi á skránni hjá húsinum. Av øðrum, ið Keypmannahavn hevur at bjóða, ið serstakliga er ætlað føroyingum, er vert at nevna tær tríggjar kristiligar samkomurnar í býnum (Kristnastova, Samuelskirkjusamkoman og Eliasarkirkjusamkoman). Nógvur aktivitetur er í øllum trimum samkomunum bæði mitt í viku og í vikuskiftinum. Umframt hetta eru fleiri føroyingafelag í keypmannahavnar-økinum (Keypmannahavn, Ballerup og Hvidovre), ítróttarfelag (ÍF Føroyar), róðrarfeløg, kvinnufelag, listafelag, o.s.fr. Oyrasundskollegiið er allarhelst tað kollegiið har flest føroyingar búgva. Ikki at búgva á gongd við 50

Pisan 2001/2002

einum føroyingi er heldur sjáldsamt. Onnur kollegii eru eisini, ið húsa nógvum føroyingum. Her kunna nevnast Rasmus Nielsens kollegiet, Sofiegaarden, Kagsaa kollegiet, Campsax í Lyngby. Sostatt kanst tú sjálv/ur velja um tú vilt søkja inn á eitt kent “føroyskt” kollegiið, ella um tú heldur vil búgva á einum kollegie har ikki so nógvir føroyingar halda til. Útbúgvingarmøguleikar Keypmannahavn hevur so nógvar ymiskar útbúgvingarmøguleikar, at tað er næstan lættari at nevna teir sum ikki eru at finna í býnum enn teir sum eru at finna. Av serligum útbúgvingum er journalistútbúgvingin tann kendasta, ið ikki hevur funnið leiðina til høvuðsstaðin. Enn er henda bert at finna í Odense og Århus. Annars eru trý universitet í økinum (Københavns Universitet, Roskilde Universitetscenter og Danmarks Tekniske Universitet), ein Handilsháskúli, danski Landbúnaðarháskúlin, umframt ein ørgrynna av øðrum útbúgvingarstovnum (læraraskúlum, pedagogskúlum, sjúkrasystraskúli, ergoterapeutskúli, fysioterapeutskúli, o.s.fr.) Wonderful Copenhagen Í summarhálvuni er Keypmannahavn á ein serligan hátt á lívi. Um allan býin sært tú fólk sita við tey eyðkendu rundu cafeborðini og práta og hugna sær. Tað finst ein ørgrynna av cafeum í býnum, ikki bert á tí so væl kenda Stroyðnum, men í Nyhavnini, við sjógvarnar, á Vesterbro, á Nørrebro, á Østerbro, o.s.fr. Skjótt finnur tú tær eina fasta café, ið tú javnan vitjar við lestrarvinum, eina aðra ið tú vitjar saman við øðrum vinum, o.s.fr. Til teirra, ið koma til Keypmannahavnar, ið eisini vilja hava annað við í viðføri enn Føroyar í Danmark, hevur Keypmannahavn alt tað at bjóða, ið ein rættur stórbýur hevur og skal hava. Stuttligt kann vera at royna ymiskt, ið enn ikki er komið til Føroya. Eitt nú at fara á vínbarr, í Parkina at hyggja eftir dysti millum FC Keypmannahavn og Brøndby, ella í Forum at hoyra kendan útlendskan tónleikabólk. Ella hví ikki fara á Kongaliga teatrið ella eitt av teimum mongu smærru teatrunum í býnum, ella royna eina meira alternativa ítróttargrein, so sum brasilianskan kampdans.


Býarlívið hevur somuleiðis sítt at bjóða, bæði um tú hevur hug at vera millum føroyingar, eitt nú á Skarv, ella millum tey meira lokalu á Park, ella kanska millum tey liðaligu á salsabarr. Valið er hjá tí einstaka. At vera saman við føroyingum kann altíð

vera gott, men kanska ert tú ein av teimum, ið fegin vil integrera teg meira í danska samfelagið, og til hetta eru eisini nógvir møguleikar. Sissal Kj. Kristiansen

- annað enn H.C.Andersen og Vollsmose Odense er, sum flestum kunnugt, triðstørsti býurin í Danmark. Odense liggur mitt í Danmark, so her er gott samband allar leiðir. Líka stutt er til Keypmannahavnar sum til Århus og Týsklands, og tí er býurin eitt natúrligt knútapunkt fyri samferðslu og vinnu. Odense er ikki so merktur av at vera stórbýur, her eru nógv grøn umráði og fleiri villakvarterir enn bústaðarblokkar. Hann er eitt sindur sum Havnin, breiðir seg úteftir heldur enn uppeftir, sum aðrir stórbýir hava lyndi at gera. Odense Å rennur gjøgnum býin og er nógv vitjað av odenseanum og ferðafólki alt árið. Hon rennur framvið Den Fynske Landsby og ígjøgnum Fruens Bøge skógin, har fólk koma saman til uttandura tiltøk av ymsum slag, ígjøgnum Odense Zoo og Munke Mose. Her koma barnafamiljur at geva dunnunum og at sigla á ánni og ung fólk samlast fyri at hugna sær. Býurin ger sjálvsagt nógv burturúr at vera føðistaður H.C. Andersens, barnaheimið er varðveitt, her er eitt stórt savn um hann, vit hava ein sokallaðan Eventyrhave, H.C. Andersen-paraden, eitt Center for H.C. Andersen-studier á Universitetinum umframt eitt sera virkið og spennandi barnakulturhús, sum eitur Fyrtøjet. Gamli býarparturin er lítil, men væl varðveittur, og nógv verður gjørt burturúr fyri ferðafólk. Mentanarlívið her er tó so nógv annað og meira enn H.C. Andersen – her eru fleiri sjónleikarfeløg, eisini barnasjónleikarhús burturav, Carl Nielsen Koncerthús, ymisk kulturhús – millum annað tað navnframa Brandts, har eisini Tróndur Patursson hevur havt framsýningar. Í Odense búgva um 185.000 fólk, og umleið 30.000 teirra eru lesandi á hægri útbúgvingarstovnum, so tað kennst, at hetta er ein lestrarbýur. Her er eitt ríkt ungdomslív við einari ørgrinnu av møguleikum bæði innan ítrótt, tónleik, sjónleik, dans, list, o.s.fr. Studenterhuset er rættiliga nýtt, men longu stórur partur av lestrarlívinum, við nógvum tilknýttum feløgum og einari stórari og fjølbroyttari skrá. Býurin hevur eisini eitt aktivt býar- og náttarlív, við nógvum barrum, pubbum og dansistøðum – her er nakað fyri øll. Tær flestu størru útbúgvingarnar eru umboðaðar her á einum av teimum 22 útbúgvingarstøðunum, umframt nakrar sum eru serligar fyri Odense. Odense Universitet, ella sum tað nú eitur: Syddansk Universitet, er størsta útbúgvingarstaðið, og er tað í støðugari menning. Ikki bert er tað lagt saman við

størru útbúgvingarstovnunum í Suðurjútlandi, talið á útbúgvingum er vaksandi og universitetið er júst útbygt og nútímansgjørt, so tað nú er enn størri og betri. Tað hevur verið merkt av plásstroti, ikki bert tí at fleiri lesandi sleppa inn hvørt ár, men eisini tí at fleiri nýggjar útbúgvingar eru komnar afturat – eitt nú journalistik og lívfrøði fyri humanistar. Við nýggju útbyggingini er Universitetið tíðarhóskandi í 21. øldini. Odense Universitet hevur ein fyrimun framum t.d. Københavns Universitet, allar útbúgvingar, institutt og centur halda til á einum stórum campusøki, so her er altíð lætt at finna runt og at hitta onnur frá øðrum útbúgvingum. Aðrir útbúgvingarstovnar eru sjúkrasystraskúli, Odense Teknikum, tekniskir skúlar, sjónleikaraskúli, maskinmeistaraskúli osfr. Í Odense er sjálvsagt eisini eitt virkið Føroyingafelag við hølum mitt í býnum, sum vit hava saman við Íslendingafelagnum. Hetta tryggjar betur fíggjarviðurskifti, umframt at tiltøkini verða fleiri og fjølbroyttari. Vit fluttu í nýggju hølini í summar, og tey liggja sera væl fyri, mitt í býnum. Her heldur kórið til og MFS hevur skrivstovufólk tilknýtt felagnum. Umleið ein triðingur av tiltøkunum í húsinum eru felags við íslendingum, meðan restin eru mestsum serføroysk. Av føstum tiltøkum kunnu nevnast Pisuveitsla, Ræstkjøtsveitsla, jólahald og føstulávintshald. Harumframt eru matkvøld, hugnakvøld o.s.fr. Føroyingafelagið hevur egið blað, Seyðarhøvdið, sum kemur út umleið annan hvønn mánað, umframt eina heimasíðu og maillista, sum m.a. boðar frá komandi tiltøkum. Heimasíðan er á www.ffo.subnet.dk. Skalt tú til Odense at lesa, er stórur møguleiki fyri at tú kemur á eitt kollegie, har føroyingar frammanundan búgva. Her er eitt stórt gongkollegie – H.C. Ørsted kollegiet, og eitt stórt íbúðarkollegie – Rasmus Rask, umframt fleiri smærri spjadd um allan býin. Tað er vanliga stórur tørvur á kømurum og íbúðum ta fyrstu tíðina eftir, at lesturin er byrjaður, men bústaðarneyðin er ikki eins stór her sum onkra aðrastaðnis. Eftir stuttari tíð hava tey flestu funnið okkurt – og tey, sum hava børn, fáa tey inn á dagstovn umleið ein mánaða eftir, at tey eru skrivaði upp. So viðurskiftini fyri føroysk lesandi í Odense eru sum heild góð. Kristina Berg Pisan 2001/2002

51


Roskilde -

miðstaður og forstaður

Roskilde er ein øðrvísi lestrarbýur enn teir stóru býirnir í Danmørk. Roskilde er fyri tað fyrsta ikki serliga stórur. Einans umleið 50.000 fólk búgva har, og tað er lítið afturímóti t.d. Aalborg. Tó er býurin hin størsti á Sælandi, um væl at merkja ikki Keypmannahavnarøkið verður roknað uppí. At hann harafturat liggur sera miðskeiðis á oynni, ger at hann hóast lítil í vavi er eitt slag av miðstaði á Sælandi. Hetta hevur við sær, at útbúgvingar- og handilstilboðini eru rættiliga góð. Harafturat er býurin sera vakur og friðaligur, sum hann smýgur sær upp eftir líðunum fram við Roskildefjørðinum, og tískil eitt gott alternativ til Keypmannahavn, um høvuðsstaðurin onkursvegna er ov nógv av tí góða hvat bilroyki, larmi og stressi viðvíkur. Størsta styrkin hjá býnum Roskilde er helst, at hann megnar at samantvinna tvær dygdir, ið saman gera hann áhugaverdan – nevniliga søguliga keypstaðsdámin og leiklutin sum neglin á peikifingrinum á Keypmannahavn, sum peikar vestureftir. Roskilde er nevniliga í veruleikanum ein forstaður hjá Keypmannahavn, og tað er einans hálvur tími við toki inn í høvuðsstaðsins hjarta, og tokini koyra mest sum støðugt. Roskilde Universitetscenter Tó er Roskilde í teirri heldur umvendu støðu, at fleiri eru, ið pendla til býin enn úr býnum at arbeiða ella ganga í skúla. At talið er so mikið høgt, stendst fyrst og fremst av, at býurin eigur eitt lítið – men progressivt universitet, sum gerandis bara verður rópt RUC. Hóast liggjandi stutt uttanvert Roskilde, so eru tey flestu, ið har lesa, búsitandi í Keypmannahavn, og sjálvt upprunaligir roskildebúgvar hava mangan lyndi til at flyta inn í høvuðsstaðin, hóast teir lesa í teirra egna føðibýi. Onkursvegna er stórbýarlívið so lokkandi hjá summum. Tó eru nøkur, og eisini føroyingar, ið hava valt at búgva í sjálvur lestrarbýnum. Kanska tí at her er friðaligari og nærri náttúruna, men helst eisini fyri at sleppa undan at ferðast aftur og fram hvønn dag. Nógvir møguleikar Roskilde kommuna hevur langt síðani skilt sína tvíbýttu støðu, og hevur tí gjørt eina langtíðarplanlegging, har RUC er ein týðandi táttur. Um ikki so nógva tíð fara S-tokini, ið 52

Pisan 2001/2002

higartil bara hava koyrt út til Høje Taastrup, eisini at koyra út til Sønderport í Roskilde, ið liggur skamt frá dyreskuepladsen, har tiltikni Roskilde-festivalurin plagar at halda til. Her eru eisini flestu víðari gangandi skúlarnir í Roskilde, so sum Landbúnaðarháskúlin, handilsskúlin og tekniski skúlin. RUC liggur í eystara endanum av býnum, á vegnum til Keypmannahavnar. Tokið steðgar hálvan kilometur frá skúlanum, og ein gamal studentur frá teimum villu sjeytiárunum hevði helst stúrsað við at sæð hvussu nógv broytt alt er. Gamalt var at sipa til RUC sum 'universitetet på pløjemarken', tí at upprunaliga var einki annað har úti enn bara markir. Av øðrum útbúgvinarmøguleikum kunnu m.a. nevnast sjúkrarøktarskúlin og pedagogskúlin. Bústaðarmøguleikar Nú, ár 2002 er universitetið so nógvar ferðir størri, og tað er næstan ein kilometur at ganga úr enda í annan. Nakrir stásiligir bygningar eru bygdir hesi seinastu árini, og her er serliga stásiliga nýggja bókasavnið ein sannur gimsteinur og eitt fragd fyri eygað. Harumframt hevur sjálvur Roskilde býur etið seg inn á markirnar, so at nærmasti grannin hjá RUC nú er sonevndi Trekroner by, sum m.a. telur eina ørgrynnu av kollegiuplássum. Hesi eru beint við síðurnar av universitetinum og beint við tokstøðina, ið skjótt fer at gerast ein S-tokstøð við teimum bøttu ferðingarmøguleikum tað hevur við sær. Eisini inni í Roskilde eru nógv kollegiupláss, bæði í miðbýnum, suðurbýnum, vesturbýnum og Himmelev (norðurbýnum). Men líkamikið um tú velur at búgva í Trekroner ella inni í Roskilde ella onkustaðni inni í Keypmannahavn, so er Roskilde Universitetscenter helst vert at hugsa um tá ið tú velur at søkja. Staðið er tiltikið fyri sína lágu upptøkugátt og síni høgu endaligu próvtøkumiðaltøl! Her sær man fólk, ið høvdu undir miðal í student fáa góðar útbúgvingar og harvið spennandi arbeiði. So um tú hevur viljan at gerast til nakað her í lívinum, men ikki tey neyðugu miðaltølini, so er RUC ein møguleiki. Er tað nakað, RUC dugir, so er tað at forða studentunum í at missa mótið, og tað hevur ikki so lítlan týdning, tá tú kemur úr einum øðrum landi og enn ikki reiðiliga veitst hvat tað vil siga at lesa. Sámal Matras Kristiansen


lýsing, huh

Pisan 2001/2002

53


- býur teirra lesandi Í Århus eru tað tey lesandi, sum seta dagsskránna, og tí eru umstøðurnar at lesa í býnum sera góðar. Útbúgvingarstovnarnir hava gott orð á sær, og føroysku århusianararnir njóta tann róliga lívsstílin, sum ræður í býnum. Århus er ein lestrarbýur í orðsins mest bókstaviliga týdningi. Hægru lærustovnarnir eru lívsæðrar hjá býnum og súgva lesandi til sín úr øllum Jútlandi. Av tí sama er aldursbýtið í býnum so skeivt, at tað týðuliga sæst aftur, gongur tú ein túr ígjøgnum hugnaliga og snøgga miðbýin. At ung lesandi soleiðis hava hertikið býin sæst eisini aftur í góða tónleika- og cafélívinum býnum og ikki minst í Føroyingafelagnum har størsti parturin av limunum eru lesandi. Við sínum góðu 250.000 íbúgvum og nógva virksemi hevur býurin eina stødd og eitt lív, sum ger tað torført at siga um talan er um ein lítlan stórbý ella ein stóran provinsbý. Men at Århus er høvuðsstaður í Jútlandi liggur hinvegin púra fast. Av tí sama eru eins fáir århusianarar í Keypmannahavn og tað eru keypmannahavnarar í Århus, og býurin er mestsum tað sjálvsagda valið, tá jydar skulu velja lestrarbý. Føroyingum dámar væl Men hví fara føroyingar til Århus at lesa? Ein av orsøkunum er uttan iva, at teir báðir størstu lærustovnarnir í býnum, Århus Universitet og Handilsháskúlin, hava ógvuliga gott orð á sær, bæði millum tey lesandi og í vinnulívinum. Sama góða orð hevur føroyingalívið í býnum. Ein onnur orsøk er helst, at støddin á býnum tiltalar teir føroyingar, sum halda Keypmannahavn vera nakað stóran og ópersónligan. Heitið »smilets by« hevur Århus givið sær sjálvum, tí íbúgvarnir skulu eitast at vera meira vinarligir enn í øðrum størri býum. Hóast tað nokk er at taka munnin í so fullan, so er tó eingin ivi um, at stílurin í Århus er meira ságligur og niðri á jørðini enn í Keypmannahvn, og tí meira líkur føroyskum viðurskiftum. At finna bústað Tað er ikki longur nakar stórur trupulleiki at finna bústað í Århus um søkt verður í góðari tíð, tí farnu árini er nógv gjørt fyri at nøkta íbúðartørvin hjá teimum lesandi í býnum. Av teimum århusiansku kollegiunum er Skjoldhøj Kollegie eitt tað størsta og lættasta at fáa íbúð í, og tí er tað ofta har, at føroyingarnir fara fyrst. Kollegie liggur einar 20 minuttir í bussi frá miðbýnum. Men søkir tú í góðari tíð úr Føroyum, hevur tú kjans at fáa pláss á einum av nógvu smærru kollegiunum, ið liggja nærhendis universitetinum. Í Århus liggja eini tíggju heilt smá og sera væl umtókt kollegiu mitt í býarhjartanum. Bíðitíðin til eitt kamar á hesum kollegium er væl longri og liggur úr tveimum 54

Pisan 2001/2002

upp í fýra ár, men eru tað tvey sum søkja um íbúð saman, er bíðitíðin nakað styttri. Tað er við øðrum orðum best í fyrsta lagi at søkja tey kollegiu, ið liggja uttan fyri miðbýin. Tá ein er komin inn har, kan man so søkja um at fáa pláss á kolligiunum mitt í býnum. Størsta føroyingafelag Hjartað hjá føroyingalívinum í býnum er Áarstova húsið hjá Føroyigafelagnum í Århus, sum liggur væl fyri mitt í býnum. Áarstova er karmur um virksemið hjá Føroyingafelagnum og tilhaldsstað hjá limunum. Her er opið hvønn gerandisdag, og hvørt fríggjakvøld er annaðhvørt barr, dansur ella okkurt veitslutiltak. Áarstova er eisini karmurin um barnaskúlan og MFS -skrivstovuna í Århus. Við sínum umleið 170 limum er Føroyingafelagið í Århus størsta føroyingafelag í heiminum. Størsti parturin av limunum eru fólk, sum eru í Århus í útbúgvingarørindum, og tað setur sín dám á felagslívið. Føroyingafelagið fevnir um eina rúgvu av ymsum áhugabólkum og arbeiðsbólkum: Blaðbólkurin ger limablaðið Áarósan átta ferðir um árið, Ítróttarbólkurin skipar fyri flogbólti og øðrum ítrótti. Fótbóltsbólkurin hevur innandura fótbólt um veturin, Hugnabólkurin skipar fyri hugnakvøldum og útferðum og hátíðarhaldum av føroysku merkisdøgunum, og Veitslubólkurin skipar við jøvnum millumbilum fyri veitslum. Årliga ræstkjøtaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Århus er tiltikin og dregur hvørt ár føroyingar úr øllum Danmark til sín. Fá meir at vita Føroyingafelagið í Århus ger á hvørjum ári eitt blað, sum er stílað til føroyingar, ið eru á veg av landinum í lestrarørindum. Í blaðnum eru greinar um íbúðarstøðuna, lestrarmøguleikar og frítíðarlív í Århus. Eisini er ein greinarøð, har føroyingar í Århus greiða frá teirra útbúgvingum. Blaðið verður latið øllum miðnámsskúlanæmingum, ið ganga á síðsta ári. Blaðið fæst eisini á lestrarvegleiðingunum á føroysku miðnámsskúlum, á skrivstovuni hjá LFÚ umframt á Býarbókasavninum í Havn. Fært tú ikki hendur á blaðnum aðrastaðni, ber til at ogna sær tað við at senda e-post til Føroyingafelagið í Århus á adressuni ff_aarhus@hotmail.com Rúnar Reistrup


- eitt gott væl Eg sat á ”halvvejen” í innanríkis í Kastrup. Bíðaði eftir at flogfarið skuldi fara til Aalborg. Tað var eitt sindur seinkað, so eg og ein annar føroyingur sótu nú og fingu okkum ein kaffimunn. Eg kendi hann ikki, men hann segði seg hava búð í Aalborg í nøkur ár. Eg varð sjálvandi forvitin, tí eg skuldi sjálvur byrja lestur á Aalborg Universitet, og spurdi hann eitt sindur um býin. ”Aalborg er ein sera hugnaligur býur”, byrjar hann. Eg haldi at norðurjydanir eru eitt sera fyrikomandi fólkaslag. Býrin er lættur at finna runt í og bussar koyra nærum í hvønn krók. Aalborg hevur í langar tíðir verið hjartað í norðurjútlandi, bæði innan vinnulív og mentan. Universitetið í býnum er tað nýggjasta í landinum, - varð sett á stovn í 1974 - og har lesa eini 10.000 í løtuni. Eisini írtóttarliga er býurin frammi í oddinum, serliga innan fótbólt. AaB hevur verið millum bestu liðini í fleiri ár og vóru meistarar í 1999. Eg byrjaði at lesa seinast í 90-árunum og eg haldi at tað er heilt fitt av lesandi føroyingum í býnum. Havi hoyrt frá fólki, sum hava verið har longur, at tað kom rættilig gongd á tilflytingina í kreppuárunum. Føroyingar lesa ikki bara á Universitetinum, men eisini á læraraskúlunum, pedagogskúlunum og á sjúkrasystraskúlanum. Í seinastuni eru eisini nógv farin at lesa á tekniska skúlanum í býnum, umframt at lærlingar innan e.n. hotellverðina javnan eru í býnum. Musikkonservatorium er eisini í býnum, men har gongur eingin føroyingur í løtuni. Flogfarið fer ikki fyrr um ein hálvan tíma, ljóðar úr hátalarnum. So fara vit at fáa okkum eina øl, heldur aalborgarin fyri og fer í barrina. Føroyingafelagið í Aalborg, heldur hann fram, tá hann er komin við ølinum, er nokk eitt av teimum virknastu í landinum. Sjálvandi hevur tað verið upp og niður, men vanliga er nakað av fólki í hølunum. Tey kalla tað Álaborg, har er opið fríggjakvøld og leygarkvøld. Nú er nakað síðani eg var har, men tað plagar at verða hugnaligt. Vanligt er, at fara har fyrst áðrenn farið verður í ”Gøtuna”. Gøtuna? spyrji eg. Ja, Jomfru Anegade, stuttleikagøtan í Aalborg sigur hann við einum smíli. Jú, hana havi eg hoyrt um segði eg, ja, kanska tað einasta eg visti um býin áðrenn eg fór heimanífrá. Annars skipar føroyingafelagið sjálvandi fyri eitt nú fyri Ræstkjøtaveitslu og Heystveitslu.

fólk. Eisini er fótbóltur, um tú hevur hug til tað. Fintan, sum liðið eitur, er júst flutt eina deild upp, so teir hava brúk fyri góðum kreftum. Ja. tað kundi verið segði eg. Havi eina lítla karieru aftanfyri meg í HB. Hvussu eru bústaðarváninar í Aalborg? Ja, tær eru eins og aðrastani, ikki serliga góðar. Men um tú hevur søgt nakað áðrenn tú flutti niður, er tað heldur frægari, men oftast gongur eitt ár. Eg segði honum, at eg var so heppin, at sleppa at framleiga eina íbúð í eitt ár. Hann greiðir mær frá at ein skal søkja AKUAalborg, tað eru tey, ið hava við lestraríbúðinar at gera. Kostnaðurin plagar at liggja frá 1.400 kr. um mánaðin. Fryntligi føroyski Aalborgarin, festir sær nú í eina sigarett. Jú, sanniliga haldi eg at tú hevur valt rætta býin at lesa í, sigur hann. Eg var eitt sindur í iva tá eg flutti niður, men eg angri ikki á nakran hátt at eg valdi Aalborg. Býurin er akkurát passaligur til støddar, ikki ov stórur og allíkavæl ein stórbýur, umleið 170.000 íbúgvar. Eisini er samanhaldið millum øll tey lesandi gott. Studiefelagið eigur og rekur sonevnda Studentarhúsið og har eru alskyns tiltøk á skránni. Gongur tú har er skjótt at blíva innslúsaður í danska samfelagið og harvið fer tú at trívast betur. So ljóðar úr hátalarnum at vit skula fara til "gatina". Eg havi nú búð í Aalborg eitt hálvt ár og eg kann ikki siga annað enn at eg trívist sera væl. Eg eri komin at kenna nógv fólk, - bæði føroyingar og danskarar. Eg kann viðmæla øllum at velja Aalborg sum lestrarbý.Her er fínasta slag! Leif Hansen

Dugir tú at syngja, verði eg so spurdur. Tað visti eg ikki heilt, havi ongantíð gingið undir at vera góður sangari. Hann segði so, at hann var kórleiðari hjá einum føroyskum kóri í Aalborg og teimum væntaðu Pisan 2001/2002

55


FRÓÐSKAPARSETRIÐ – ein føroyskur møguleiki Á Fróðskaparsetrinum kanst tú lesa og læra um føroysk viðurskifti á føroyskum. Fróðskaparsetrið er miðdepilin fyri føroyskari gransking og er einasti hægri lærustovnur, har tað ber til at lesa hægri lestur við støði í framhaldslestur. Útbúgvingartilboðini Á Setrinum eru tríggjar megindeildir. Deildirnar taka

Náttúruvísindi

ikki studentar upp á hvørjum ári, men eftir plássi og

Lesturin

fíggjarligari orku.

Náttúruvísindadeil

á

dini er skipaður 

Føroyamálsdeildin cand.phil.



hevur

lestur

í

og

føroyskum/

við

tveimum

støðisárum. Tá ið

norðurlendskum máli og bókmentum.

tey tvey støðisárini

Náttúruvísindadeildin hevur støðisútbúgving í

eru lokin ber til at

stødd-/alisfrøði

og

lesa BS, sum er 1

í

ella 1½ ár omaná.

kolvetnisverkfrøði,

Møguleikarnir eru

jarðalisfrøði, teldufrøði, havlívfrøði og

fleiri, tá ið BS skal

kunningartøkni (hálvtíðarlestur).

veljast,

síðani

og

lív-/evnafrøði,

BS-útbúgvingar

ravmagnsverkfrøði,



exam.art.

omaná

Søgu- og samfelagsdeildin hevur exam.art., BA og cand.phil. lestur í søgu og siðsøgu og

a

n

millum n

a

ð

kolvetnisfrøði, ravmagns-verkfrøði og lívfrøði. Í heyst byrjar nýggj BS

BA lestur í stjórnmálafrøði.

útbúgving í kunningartøkni, hon verður skipað sum Føroyskt mál og bókmentir

sjálvlestur og hálvtíðarlestur. Eftir BS lesturin, 3-3½ ár,

Á Føroyamálsdeildini kanst tú taka eina fullfíggjaða

ber til at lesa til kandidat á universitetum í Danmark og

kandidatútbúgving við høvuðsgreinalestri í máli og

aðrastaðni. Fleiri studentar við BS-prógvi velja tó eisini

bókmentum. Talan er um eina sera fjølbroytta og væl

at fáa sær arbeiði innan vinnulívið beinanvegin.

dagførda útbúgving. Henda útbúgving vendir sær

56

serliga til teirra, sum kundu hugsað sær at undirvíst í

Lív- og evnafrøði

føroyskum

Annað hvørt ár (ólíka árstøl) verður tikið upp til lív-

máli

og

bókmentum

á

miðnámsskúlastøði, ella til teirra, sum hava áhuga

og evnafrøði. Hesin lestur tekur tvey ár. Eftir

fyri

støðisárini ber til at lesa BS í lívfrøði. Tikið verður upp

fjølmiðlum

og

øðrum

miðlum

og

mentanarstørvum.

til lív- og evnafrøði í 2003.

Vanliga tekur deildin upp til lestur annað hvørt ár. Í

Stødd- og alisfrøði

2002 verður tikið upp til bæði exam.art og til

Annað hvørt ár (líka árstøl) verður tikið upp til stødd- og

Pisan 2001/2002


Visti tú at....  alisfrøði. Hendan útbúgvingin tekur tvey ár. Tá ið støðisárini eru

 á Setrinum eru 159 innskrivaðir studentar

lokin ber til at velja millum fýra ymiskar BS útbúgvingar, alis- og jarðalisfrøði (1 ár), teldufrøði (1 ár), kolvetnisverkfrøði (1½ ár) og ravmagnsverkfrøði (1½ ár). Í ár verður tikið upp til stødd- og

 á Setrinum eru tilsamans 7 BA/BS-útbúgvingar

alisfrøði.

2 exam.art. útbúgvingar 2 cand. phil. útbúgvingar

Søga, siðsøga og 

samfelagsfrøði Á

S ø g u -

o g

 á Setrinum er 7 Ph.D. studentar

samfelagsdeildini ber til at taka kandidatútbúgving í søgu

og

 á Setrinum eru 20 vísindafólk

siðsøgu.

Útbúgvingin í søgu gevur undirvísingarførleika

 á Setrinum eru 4 professarar

á

miðnámsskúlastøði.

 á Setrinum eru sera góðir møguleikar

Arbeiðsmøguleikarnir eru

at sleppa til hini Norðurlondini. Tú

fjølbroyttir.

kanst fara á norðurlensk málskeið og

Søgu

samfelagsdeildin

og

lesa á universitetunum í granna-

skipar

londunum.

eisini fyri ársnámum í samfelagsfrøði

og

siðsøgu.

og

 játtanin hjá Setrinum er 16,0 milliónir

Ársnámini

 serskeiðini

kunnu

setast

saman

til

BA-útbúgving

í

stjórnmálafrøði.

 heimasíðan er: www.setur.fo   Telefonirnar eru:

Umsóknarfreist og upptøkukrøv

Føroyamálsdeildin 352520

Freistin at søkja um upptøku til lestur á Fróðskaparsetrinum í

Náttúruvísindadeildin 35 25 50

2002 er 1. juli. Svar verður sent umsøkjarum seinast í juli.

Søgu- og samfelagsdeildin 35 25 80

Lesturin

Setursskrivstovan 35 25 00

byrjar

um

mánaðarskiftið

august/september.

Upptøkukrøvini eru miðnámsútbúgving ella líknandi. Á Náttúruvísindadeildini verður harumframt kravt ávíst støði í nøkrum lærugreinum: Til stødd-/alisfrøðilestur er kravið A-støði í støddfrøði, B-støði í alisfrøði og C-støði í lívfrøði. Til lív-/ evnafrøði lestur er kravið B-støði í stødd-, alis- og evnafrøði.

Pisan 2001/2002

57


FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Upptøkur til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya Á NÁTTÚRUVÍSINDADEILDINI September 2001  Støðisútbúgving í lív-/evnafrøði – tvey ára grundútbúgving  BS í havlívfrøði – 1 árs framhaldslestur eftir støðisútbúgving Á SØGU- OG SAMFELAGSDEILDINI September 2001  exam. art. í søgu Á FØROYAMÁLSDEILDINI  Eingin upptøka í ár UPPTØKUKRØV:  Miðnámsútbúgving ella líknandi.  Lív-/evnafrøði: B-støðið í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði UMSÓKNARFREIST  30. juni 2001

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Postsmoga 272 FO – 110 Tórshavn Tel. 31 53 02 – Fax 31 89 29 Teldupostur: setur@setur.fo Heimasíða: www.setur.fo Á Fróðskaparsetri Føroya eru: 155 studentar, 20 vísindafólk og 3 Ph.D-studentar. Endamál Fróðskaparsetursins er at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit.

58

Pisan 2001/2002


Altjóða Skrivstovan

Holger Arnbjerg leiðari á Altjóða Skrivstovuni

Altjóða Skrivstovan er latin upp í J.C.SVABOS GØTU 14 í Havn (saman við setursskrivstovuni) Holger Arnbjerg, sum hevur verið lærari og lestrarvegleiðari í studentaskúlanum í Hoydølum í 10 ár, er frá 1.desember 2000 settur sum leiðari av Altjóða Skrivstovuni. Arbeitt verður við at savna saman vitan og royndir, so Altjóða Skrivstovan kann gerast ein kunningarmiðdepil fyri ungar føroyingar við miðnámsútbúgving, lesandi ella granskarar, sum vilja kunna seg um útbúgvingar og møguleikar fyri skiftislesnaði í útlondum. Endamálið er eisini at stuðla og eggja føroyingum í útbúgving aðrastaðni at taka part av útbúgvingini í Føroyum og at fáa útlendingar til Føroya at lesa í styttri ella longri tíð. Uppgávurnar hjá skrivstovuni eru: 1. At kunna og vegleiða um útbúgvingar, stuðulsmøguleikar o.a. í øðrum londum (serliga uttanfyri Danmark). 2. At røkja sambondini við hægri lærustovnar, bæði hvat viðvíkur lesandi og granskarum, og at ráðgeva viðvíkjandi góðskriving (meritering). Í arbeiðinum skal dentur leggjast á teir møguleikar fyri víðari útbúgvingar, sum eru til – serliga uttanfyri kongsríkið. Hetta verður gjørt við at kunna á ymiskan hátt, m.a. við at fara út á miðnámsskúlarnar og greiða frá bæði góðum og ringum, ið stendst av at taka partar av útbúgvingini uttanfyri Føroyar og Danmark. Síðani ársskiftið hevur serliga verið arbeitt við at fáa gjørt eina heimasíðu við øllum viðkomandi upplýsingum. Fyrsta útgávan varð løgd á netið í februar, og hon verður støðugt útbygd.

Sum lestrarvegleiðari í Føroyum kenst týðiliga, at tað er stórur áhugi fyri at lesa uttanfyri Føroyar og Danmark. Ein fyrispurningur í sambandi við kunning Meginfelag Føroyskra Studenta fyri 3. ársnæmingunum á Handilsskúlanum í Havn vísti, at ein triðingur hevði gjørt sær tankar um hetta. Í løtuni er bert ein lítil partur av øllum føroyingum, ið lesa hægri lestur, við í ÚSUNstuðulsskipanini, nevniliga 50 lesandi, harav 40 eru í Stóra Bretlandi og 10 aðrastaðni. Tað eru hesi tøl, sum landsstýrið ynskir, at Altjóða Skrivstovan skal verða við til at økja um.Mett verður, at altjóðagerðingin ger tað neyðugt, at vit í Føroyum fylgja við, hvat hendir kring um í heiminum, og kunnu styrkja um sambondini við onnur fólk og mentanir. Tað er bæði hvørjum einstøkum at gagni, men eisini samfelagnum sum heild, at taka alla, ella partar av útbúgvingini uttanfyri vanligu útbúgvingarstøðini. Altjóða Skrivstovan skal vera ein stuðul undir vaksandi áhuganum fyri kunning og hjálp hesum viðvíkjandi. Øll eru vælkomin at venda sær til skrivstovuna við spurningum, viðmerkingum ella tilfari um útbúgvingar. Altjóða Skrivstovan J.C. Svabos gøta 14 Box 272 FO – 110 Tórshavn Tlf.322065 – Fax 318929 E-postur: ask@ask.fo Heimasíða: www.ask.fo

Pisan 2001/2002

59


Hví útbúgva seg uttanfyri Danmark? Tú mennir tín málførleika. Tað hevur alt størri og størri týdning at kunna samskifta á øðrum málum, tí samfelagið er vorðið alt meria fjøltáttað, og tí lond gerast meria bundin at hvørjum øðrum. Hetta er ikki minst galdandi fyri smá lond. Tað er tí av stórum týdningi at læra at samskifta á øðrum málum enn sínum móðurmáli. Mál lærir tú best í tí landi, har tað verður tosað. Tú lærir um ymiskleikan millum mentanir. Tað, sum tú lærir við at búgva í einum øðrum landi í longri tíð, kallast interkulturel kompetansa. Í stuttum er tað at skilja og virðismeta aðra mentan og ikki máta alt út frá kendum heimligum fortreytum og normum. Hetta hevur sjálvandi týdning, tá tú hittir útlendingar í Føroyum, at tú tá skilir teirra atburð. Líka stóran týdning hevur tað, tá tú sjálv/ur ferðast í øðrum londum. Kunnleiki til aðrar mentanir kann hava avgerandi týdning eitt nú innanfyri sølu og lýsingar í samband við útflutning. Tú styrkir tína persónligu meinning. Tú ert einsamøll/einsamallur í einum fremmandum landi, har bæði mál og mentan er øðrvísi enn tað, tú ert vaksin upp við heima. Tryggleikin frá familju og vinfólkum er langt burturi. Tú noyðist at byrja av nýggjum sosialt – finna tær nýggjar vinir. Tað er eingin ivi um, at hetta er við til, at tú gerst sjálvstøðug/ur. Og tað er mennandi fyri sjálvsálitið, tá tú sært, at tað ber til. Tú setir eina fakliga meinning í gongd. Tú hevur nógv at læra í útlondum – ikki einans á serøkjum. Minst líka so týdningarmikið sum servitanin er, at tú fært nýggj sjónarhorn til lesturin. Tú lærir aðrar hættir at tulka tekstir og nýggjar hættir at loysa trupulleikar uppá. Tú fært roynt ævintýrhugin. Indiana Jones býr í okkum øllum. Ein longsul eftir ævintýrinum, tí ókenda. Tað kann vera ævintýrið langt inni í Avstralia ella loydarmálini í Rom. Ævintýrhugurin er oftast besta eggjanin at fara burtur. Hetta er einasti háttur at fáa útbúgvingina uppá. Tú ert noydd/ur at fara burtur fyri at fáa júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær, og sum tú ikki fært her ella í Danmark. Ella tú noyðist at fara uttanlands, tí tú sleppur ikki inn á júst ta útbúgvingina her vegna avmarkaða upptøku. Tak tað sum eina avbjóðing og ein møguleika fyri at uppliva nakað annað. Tað tekur seg væl út, tá tú søkir arbeiði. Tú vísir yvirfyri einum komandi arbeiðsgevara, at tú dugir at samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum, og tú dugir at tillaga teg. Vansar Tað kunna sjálvandi eisini vera vansar og trupulleikar tengdir at útbúgving í útlondum. Her skal eg einans nevna narkar, sum tann einstaki sjálv/ur má taka støðu til og royna at taka hædd fyri: Tað kann vera kostnaðarmikið. Tað kann vera torført. Tað kann vera vágið. Tað kann gera, at útbúgvingin kemur í drag. Tað er ikki lætt at vita , hvussu tú skal fara fram. Men spyr á: Altjóða Skrivstovuni – J.C. Svabos gøta 14 postboks 272, FO-110 Tórshavn – Tlf. 322065 – Fax 31 89 29

60

Pisan 2001/2002


At lesa seg í Noregi og í USA Navn mítt er Hjálmar Hátún. Eg gjørdist liðugur sum Sivilverkfrøðingur á vári 2000, og eru júst byrjaður uppá eina Ph.D verkætlan, sum verður gjøgnumførd úti á Fiskirannsóknarstovuni í samstarvi við Universitetið í Bergen. Eg tók matematiskt-fysiskt studentsprógv í 1993, og fór sama árið, saman við tveimum vinnmonnum, á fjakkaraferð runt knøttin. Var á ferð í næstan eitt ár, og tók tá við arbeiði hjá Landverkfrøðinginum her heima, sum eg røkti í tíggju mánaðir. Hesi bæði árini góðu mær góðar stundir til veruliga at finna út, av hvat eg vildi lesa, og fjakkaraferðin gav eisini inspiratión til at søkja fleiri leiðir enn bert Danmark. Eg nýtti tíðina, ið eg arbeiddi í Føroyum, til at savna tilfar um hægri læristovnar í londunum kring okkum, Skotlandi, Noregi, Svøríki og Danmark. Søkti til fleiri universitet, og valdi so NTNU (Norge Tekniske og Naturvitenskaplige Universitet) í Trondheimi. Hetta, vil eg siga, er millum tey bestu valini sum eg havi gjørt higartil.

Í Noregi Fyrireikingar, praktisk viðurskifti og mentan Tað kravdi ikki nógv av pappírsarbeiði at verða innskrivaður í skúlan, - bert ein umsøkn og so eina staðfesting at ein stóð við umsøknini. So var tað studningurin frá SU, ið heldur ikki var nøkur forðing. Nú var so klárt at fara yvir til eitt stað, har ein ikki visti nakað um bústaðarmøguleikar, skúlaskipan o.l. og heldur ikki visti um nakran føroying, sum hevði verið har í somu lestrarørindum áður. Komin til Trondheim gingu bert tríggir dagar, so hevði eg funnið mær eina íbúð og kendi meg kláran til at byrja lesnaðin. Universitetið hevur, sum so mong universitet í øðrum londum, skipanir, ið syrgja fyri íbúðarmøguleikum til studentarnar, og tá serliga fyrstaárs-studentarnar. Men eg helt tað vera líka lætt at lesa lýsingarnar í bløðunum. So var tað at gerast limur í Trondheimar kommunu og eisini at koma undir læknaskipan og tílíkt, og hetta voldi heldur ikki trupulleikar. Við øðrum orðum vóru ongar praktiskar forðingar fyri at byrja lesnað í Trondheimi, og eg veit at sama støða er við flestu aðrar hægri lestrarstovnar í Noregi og helst eisini í hinum norðanlondunum. Málsliga hava vit føroyingar ongar trupulleikar í Noregi og tær nógvu dialektirnar liggja ofta tættari at okkara máli enn tað almenna “bokmål” ger. Mentunarliga eru vit eisini skildir við normenn, og hetta ger at ein skjótt tilpassar seg til studentarlívið. Og studentarlívið í júst Trondheimi er tiltikið fyri tess margfald við tónleiki, ítrótti, sjónleiki, og ein kundi hildið á. Býurin er ein studentabýur burturav, har yvir 30.000 av teimum 140.000 íbúgvunum eru studentar.

Tað akademiska So var tað sjálvur lesnaðurin. NTNU hevur ment seg nógv tey seinastu 15 – 20 árini, fyri at nøkta tann alsamt vaksandi tørvin á tøkniligari vitan, sum serliga oljuvinnan, men eisini annar ídnaður hevur sett. Hetta hevur givið universitetinum eitt positivt umdømi, sum eisini hevur týdning, tá ein skal velja sær lestrarstað. Týdningurin av skúlans umdømi er serliga eyðsýndur tá ein ætlar sær út um norðanlond at arbeiða og tá kanska serliga í USA. Skúlans menning sæst á tali av viðurkendum granskarum, ið eru knýttir at universitetinum, tali av studentum, sum árliga verða “klaktir”, og hetta førir eisini til, at hølisviðurskiftini eru vorðin munandi betur. Eg fekk ikki gleði av tí velduga bygningi, sum nú er gjørdur til náttúruvísindina og av tí nýggja fína ítróttarbygningi, sum júst er reistur, men hetta vilja so møguligir føroyskir studentar, sum velja somu leið, fáa gleði av. Tann fakliga samansetingin á skúlanum man vera sum í hinum norðanlondunum, og eg kenni meg ikki aftanfyri aðrar, nú eg eri byrjaður í arbeiði. Hóast nógv var at gera, so føldi eg ongantíð, at ov stór byrða varð løgd á mínar herðar. Ein størri partur av studentunum á NTNU enn eitt nú í DTU (Danmarks Tekniske Universitet), gerast lidnir við sín lesnað uppá normeraða tíð, sum eg havi skilt. Ein kann spyrja, hvør orsøkin til hetta er, men eg haldi tað vera av týdningi at fáa lesnaðin aftur um bak uppá rímiliga tíð. Tað eru nógv viðurskifti at taka støðu til, tá ein byrjar hægri lesnað, og tað er av týdningi at fáa gott fótafesti beinanvegin. At vera einsamallur á nýggjum stað gav mær frið til at fáa hetta fótafesti, fyri síðani at “slúsa” meira av sosialum aktiviteti inn eftir førimuni. Mín fatan er, at hetta við hvørt kann vera trupult í Danmark.

Í USA Fyrireikingar Eftir at hava lisið í Trondheimi í 3 ár, føldi eg at eg hevði tørv á nýggjari avbjóðing, og at royna lesna í onkrum øðrum landi í eitt ár. Eg fekk samband við universitet í New Zealandi, Australia, Onglandi og USA. Eftir at hava vitja California fall valið á UC Berkeley, ið liggur nær við San Francisco. So var tað at fara í gongd við fyrireikingar til hetta, og har kom internetið veruliga til sín rætt. Byrjaði at fyrireika um jóltíðir 1997 fyri so at byrja lesnaðin í USA í august 1998, og hetta var nóg góð tíð. Tað allar fyrsta ein mátti gera var at taka eina TOEFLroynd (Test Of English as a Foreign Language), sum er eitt krav frá flestu universitetum, har enskt mál verður talað. Síðani mátti eg finna ein professara á mínum skúla (NTNU), sum hevði samband við onkran professara á fysikk-fakultetinum á UC Berkeley, og hendan fann eg eisini. Granskingar-samstarv er millum hægri lestrarstovnar, og tí er helst møguligt at finna ein persón á sínum læristaði, ið hevur samstarv við ella

Pisan 2001/2002

61


veit av onkrum professara á tí universitetinum sum ein hevur áhuga í. Frá professaranum á UC Berkeley fekk eg so eina formella “invitatión” til hansara fakultet, og hetta gørdi tað annars so drúgva pappírsarbeiði mikið lættari. Studentaskrivstovan visti við hesum, at pláss var fyri mær á skúlanum, og at eg var vælkomin, og tí var pappírsarbeiðið bert ein formalitetur. Sjálvandi krevur kontaktpersónurin á fremmanda læristaðnum, at tú kanst vísa til eina karakterútskrift, ið vísir at tú hevur áhuga fyri skúlagongdini, men eg hevði ikki kenslu av, at hetta var so altavgerandi. Eitt stutt motivatiónsbræv, sum lýsti, hví ein hevði áhuga í júst hesum læristaði, taldi eisini nógv. Eg fekk so pappírir frá UC Berkeley uppá, at eg slapp at lesa har í eitt ár, og hesi pappírir sendi eg so til Amerikonsku ambassaduna í Danmark, ið gav mær neyðugt studentarvisum (F1-visa status), ið krevst fyri at sleppa inn í landið.

Kostnaður UC Berkeley og fleiri onnur universitet í USA hava eina skipan (Concurrent Enrollment), ið gevur fremandum studentum møguleika at lesa á teirra stað í eitt ár, fyri ein nógv lægri prís, enn vanliga gjaldið er. Ein er gestur á staðnum, universitetið tekur ikki ábyrgd av, at ein fær nakað burturúr lesnaðinum, og á karakterútskriftini verður viðmerkt at hetta er “Concurrent Enrollment”, altso lesandi sum gestur. Hetta hevur tó ongan týdning, tí ein fær somu fyrilestrar sum hinir studentarnir, og tí somu fyritreytir fyri lærdómi. Ein má gjalda eitt sindur fyri innliman, um 3000 kr, og so má ein gjalda fyri hvørt fakið sær. Fyri eitt ár bleiv hetta um 32.000 kr í mínum føri. Men hetta er eitt sindur ymiskt fyri tann einstaka. Eg fekk stipendium frá NTNU, okkurt norskt legat, ÚSUN-stuðul til skúlagongdina og so SU- stuðul til livikostnað, og hetta dekkaði mínar útreiðslur. Uppihaldið í USA var kanska heldur dýrari enn eitt lestrarár í Noregi. Hetta var tó av tí, at ein upplivdi meira og gjørdi meira um seg. Um ein vil liva bíligani, so nýtist eitt slíkt uppihald, við dagsins skipan, ikki at kosta meira, enn um ein var heima. Um SU-stuðul kemur at halda fram um fullveldið verður verðuleiki, vita vit ikki enn, men hesin lestrarmøguleiki er so mikið bíligur, at møguligt er at gera hetta, eisini við einum nakað skerdum stuðuli.

At vera á staðnum Nú var so øll formalisma í lagi, og eg fleyg yvir til USA í august í 1998. Eg var so heppin at møta trimum dreingjum sum skuldu leiga eini hús í Berkeley, men sum vildu hava ein fjórða við, so eg hevði innivist eftir tveimum døgum. Einum nýtist ikki at vita, hvar ein skal búgva, áðrenn farið verður, tí tað er ikki trupult at útvega sær innivist. Skúlin (UC Berkeley) hevur eisini íbúðarskipan til studentarnar, men eisini her helt eg tað vera lættast at finna okkurt sjálvur. Ein partur av universitets kostnaðinum fór til trygging, og læknaviðurskifti, og hesi riggaðu í

62

Pisan 2001/2002

mínum føri væl. Ein skal tí ikki lata seg ræða av ræðusøgum um sjúkrarøktina í USA. Vit hava øll okkara mynd av einum typiskum amerikanara, men ofta er henda mynd bygd á ov spinkult grundarlag. Vit føroyingar hava nógv at læra av eitt nú teirra fría og opna lyndi. Universitetsumhvørvið er merkt av tess fleirtjóða atmosferu, so sjálvt tey, sum troyttast av amerikanarum hava møguleika at finna sær vinir úr øðrum londum. Skjótt gekk at fáa sær ein bólk av vinfólki, og vit fóru so til festival í Nevada oyðimørkini, biltúrar til Los Angeles, Mexico, Las Vegas, Grand Canyon, Yosemite National Park, skíferð til Lake Tahoe, jólatúr til Hawaii, konsertir í San Francisco og mangt afturat. Jú ein lærir mangt, sum ein ikki beinleiðis kann eksaminerast í, tað er víst.

Lesnaðurin So var tað aftur lesnaðurin. Í míni lærugrein, fysikk, hevur UC Berkeley ikki færri enn sjey Nobelprísvinnarar og telist millum tey mest viðurkendu universitetini í heiminum. Hetta gevur ambitión og ein kenslu av, at hava “fingurin á pulsinum”. Nógv av kendu úrslitunum í fysikk eru tá ikki bert nakað, sum ein lesur um í eini turrari bók, men nakað sum hevur ment seg á staðnum. Verkfrøðingaútbúgvingin í Noregi hevur sínar styrkir, men tað var eisini áhugavert at uppliva lestrarháttin á Berkeley. Her høvdu vit færri fak, og tað var møguligt at fordjúpa seg meira í hvørjum faki. Nakrir av professarunum vóru eisini imponerandi góðir, og hetta er av alstórum týdningi. Eg fekk nógvar “aha-reaktiónir” sum nokk ikki vildu komið í Noregi, og fakliga kendi eg, at eg vaknaði av nýggjum. Fekk eina motivatión við mær heim aftur, sum enn situr í. Eftir árið í USA fór eg aftur til Trondheim har eg so var tað seinasta lestrarárið. Árið í USA bleiv góðkent sum eitt lestrarár í Noregi, og hetta er nakað ein má hava í huga, áðrenn farið verður til fremmand støð at lesa.

Niðurstøða Fyri at taka samanum kann sigast: Eg var á norskum universiteti, NTNU, trý tey fyrstu árini og hetta gav mær gott fakligt grundarlag og var eitt gott støði fyri at koma víðari út í heim (USA) at lesa. Endaði so lesnaðin aftur í Noregi, og hetta hevur hildið míni motivatión við líka, nakað sum til tíðir kann vera trupult í eini longri útbúgving. Ein kann skipa sín lesna uttan fyri Danmark uppá nógvar ymsar mátar við góðum úrsliti. Eg havi her víst til ein hátt, sum hevur verið til stóra gleði fyri meg, og eg ivist ikki í, at fleiri kundu fingið gleði av einum líknandi framferðarhátti. At enda vil eg viðmerkja, at als einki ringt er við donskum útbúgvingum, nokk heldur hin vegin, men vit hava alternativar mátar at skipa okkara útbúgving, ið standa okkum øllum í boði.


Hví Bretland? - Hví ikki?? Cadbury sjokoláta, Manchester United og Liverpool, Quality Street á jólum og Creme-egg á páskum, Onslow ... og Mr. Bean .... = “Bretland” innanfyri føroysku bøgarðarnar. Men, hvussu við Bretlandi uttanfyri bøgarðarnar? Kundi tú búð og lisið har, ella Tú heldur nokk, at tað er ov langt at fara, ella at tú ikki dugir nóg væl enskt. Hetta skal ikki halda tær aftur. Beinleiðis samband er millum Føroyar og Bretland flog- og sjóvegis, og føroyingar eru væl fyri, bæði málsliga og skrivliga, í enskum. MEN, øll, sum tú kennir, fara til Danmarkar at lesa; tú veitst eitt sindur um lestrarlívið har, tí systkinabarnið lesur í Aalborg. Hvat veitst tú um lesnað í Bretlandi? Einki? Les víðari! Sum lesandi í Bretlandi finnur tú skjótt útav, at “universitetið” er eitt hugtak, sum fevnir um meira enn bert ein bygning, har ið undirvísing fer fram. Universitetið í Bretlandi er í nógv størri mun karmur um studentalívið enn í Danmark og fyri næmingin er universitetið miðpunktið í tí sosiala lívinum. Ofta búgva næmingarnir á campus, t.v.s. á universitetsøkinum, tað fyrsta árið, og tískil hevur universitetið annað at bjóða uppá enn bert lestrarahølir og bókasøvn. Har eru pubbir, handlar, bankar, posthús, matstovur, diskotek, teatur/ biografur, frisørur, ferðamannastova, lækni, tannlækni og ítróttar-sentur, har til ber at íðka alskyns ítrótt. Eisini, so skipa næmingarnir sjálvir fyri eini rúgvu av tiltøkum, sum verða hildin á universitetsøkinum, og alskyns felagsskapir finnast millum tey lesandi, bæði ítróttafeløg og mentannarfelagsskapir, sum allir hava til endamáls at bjóða teimum lesandi eitt sosialt lív eftir loknan skúladag. Har er alt frá kórsangi til cult-tv, har lesandi hittast at hyggja eftir ‘South Park’ ella ‘Startrek’ saman, vínsmakking, dansing, rolluspøl, rætt og slætt alt millum himmal og jørð. “Universitetið” er sostatt karmur um lestrarlívið hjá teimum lesandi, eins nógv á tí sosiala økinum sum á tí lestrarliga. Lestrarliga, so líkjast Bretland og Danmark á nógvum økjum. Men undantøk eru. Ólíka donskum universitetum, so verður tú í størri mun hildin í oyrunum undir útbúgvingini í Bretlandi. Tá tú velur eitt fak verður tú automatiskt meldað/ur til eksamiuna síðst í semestrinum. Tær verður eisini álagt at lata eitt ávíst tal av uppgávum inn, og uppmøting til tutorials (eisini nevnt øvilsistímar ella diskutiónsforum) er obligatoriskt, meðan fyrilestrar eru frívilligir. Tá fakið byrjar fyrst í árinum verða allir næmingar býttir upp í bólkar, sum hittast aðru ella triðju hvørja viku saman við einum tutori, sum antin er sjálvur fyrilestrarhaldarin ella ein PhDlesandi, sum spesialiserar seg innan fyri fakið.

Uppgávan hjá tutorinum er at hjálpa teimum lesandi, sum annars bert fáa undirvísing í einum stórum sali saman við 200 øðrum, at fáa betur innlit í fakið. Tað er væntað av tí lesandi at hann møtir væl fyrireikaður upp til tutorials, og at diskusiónir eru lívligar. Hetta hendir sjálvandi ikki í tí veruliga lívinum, men meiningin er góð nokk, tí bæði tutorials og innlatingin av uppgávum eru við til at fyrireika tann lesandi til eksamiuna síðst í semestrinum, har parat-vitan er lykilin til eitt gott úrslit. Flestu eksamiur eru skrivligar, og vanligt er at ein skal svara 3-4 spurningum av 10 møguligum. Gloym alt um 2 tímar til hvønn spurning, sum er vanligt á miðnámsskúlanum; 45 minuttir er tað vanliga ein fær til at svara hvørjum spurningi, og hvørt svarið skal gjarna verða væl sett saman við inngangi og konklusión. Sum sagt, so búgva 1.árs næmingar ofta á campus ella øðrum universitetsbústaðum í býnum. Tað er nevnliga vanligt í Bretlandi at universitetið skaffar nýkomnu studentunum bústað tað fyrsta árið; hetta er tó ikki galdandi summa staðni í London og øðrum stórbýum. Annað og triðja árið er vanligt, at studentarnir sjálvir finna bústað. Vanliga leiga 5-6 vinfólk eitt hús saman (fleiri hús eru í hvørjum býi, sum bert tæna tí endamáli at hýsa lesandi). Húsaeigarar venda sær til universitetið og boða frá at teir eru sinnaðir at leiga húsið út til lesandi. Ein listi yvir hesar bústaðir verður býttur út um várið og so er bara at leita eftir tí rætta húsinum. Tað er eingin trupulleiki um tú ikki hevur funnið nakran at búgva saman við, tí tað eru altíð fleiri hús, har bara 4-5 fólk hava funnið sær saman um eini hús, og sostatt tørva ein síðsta persón at deila leiguna við. Tískil ber væl til at finna bústað við at lesa uppsløg á universitetinum – eisini um tú ert 1. árs næmingur, og ikki hevur hug at búgva á campus. Livikostnaðurin í Bretlandi er nakað tann sami sum í Danmark. Bústaður er lutfalsliga dýrari (serliga um tú lesur í London ella øðrum stórbýi), meðan gerandismatvørur gjarna eru bíligari (London er tó dýrt). Bøkur eru bíligari enn í Danmark, og tað sama er galdandi tá tað sosiala lívið skal røktast – ein pint (hálvur litur) av øli á eini studentabarr kostar um £ 1. Tú fært vanligan SU, um útbúgvingin er góðtikin av SU-styrelsen, og hetta skal søkjast um, og um so er, so fært tú eisini skúlakostnaðin (upp til 60.000 kr) goldnan av ÚSUN. Legg til merkis at tú einans fært SU til 4 ár. Er tað tí ein útbúgving, ið tekur 4 ár, íðan so fært tú SU fyri øll árini, men tekur útbúgvingin longur enn 4 ár, so fært tú SU fýra tey síðstu árini av Pisan 2001/2002

63


útbúgvingini. So, hví fara alla tað longu leið til Bretlands at lesa, tá tú kanst loypa um har garðurin er lægstur og fara á Setrið ella til flatlond? Fyrimunir: Langar feriur - skúlaárið byrjar vanliga ikki fyrr enn seint í septembur ella fyrst í oktobur. Tú fært 1 mðr langa jólaferiu, 1 mðr. langa páskaferiu, og síðstu eksamiurnar liggja vanliga í fyrstu vikuni av juni. Tú fært betri kunnleika til tað enska málið. Og so, sum tú nokk ikki hevur hugsað um. Um tú lesur í Danmark ella í øðrum norðurlondum, so kanst tú vænta at fleiri av bókunum eru á enskum, t.v.s. ein hampuligur partur av tíðini fer til umseting – hetta sleppur tú undan um tú lesur í Bretlandi, alt fer fram á enskum (undantikið mál sjálvandi). Vansar: Tað tekur ofta langa tíð at fáa fyrsta SU’in, men so fær man hann eisini við afturvendandi kraft. Tað er ikki neyðugt at flyta til DK fyri at fáa SU. SUkontórið kann skaffa tær cpr-nummar við at melda teg til teirra addressu, og SU’in kanst tú fáa fluttan inn á tína Dankort (VISA) konto í Føroyum. Tað fylgir ofta meiri pappírsarbeið við tá ið tú søkir til Bretlands, men tað er ikki so ræðandi sum tað kann tykjast. Minst til at umsóknarfreistin er úti í desember. Tað er ikki loyvt at flyta mat inn í landið, so rullipylsan, knettið og bógvurin mugu bíða til tú kemur heim at ferðast. Er spurningurin “Hví Bretland?” skiftur út við “Hví ikki?” tína vegna? Um so er, so er bara at fara í gongd við fyrireikingarnar, og minst til, at Bretland er annað enn bert London, Manchester og Aberdeen. Heimasíðan hjá UCAS, sum er bretska svarið uppá KOT, gevur tær allar tær upplýsingarnar tær nýtist um útboð av útbúgvingum í Bretlandi. Síðan er brúkaravinarlig, og til ber antin at leita eftir eini ávísari útbúgving, ella at kanna eftir hvørjar útbúgvingar hvørt einstakt universitet hevur at bjóða uppá. www.ucas.ac.uk

64

Pisan 2001/2002

Føroyingafelagið FarBrit, sum heldur til í Skotlandi, kann veita tær hjálp viðvíkjandi praktiskum spurningum um Bretland. Tey skipa eisini fyri ymiskum tiltøkum, sum oftast verða hildin í Skotlandi. FarBrit, 13 Burnett Place, THURSO, Caithness, KW14 8RF, UK. Tel / fax / data: 01847 89 66 99 E-mail: farbrit@aol.com Ein fegin føroyingur á fjórða ári í Wales


Bústaðarávísing Stórkeypmannahavns øki: Ógvuliga hent yvirlit yvir ØLL kollegiur í økinum:

Frelsens Hærs Kollegium tlf. 31 31 41 92

www.ku.dk/sa/bolig/kollegieoversigt/html

G.A.Hagemanns Kollegium tlf. 35 26 03 13 lok. 999 Herlev Kollegiet tlf. 44 92 01 85

Keypmannahavn: Centralindstillingsudvalget (CIU), H.C.Andersens Boulevard 13,2. sal, 1553 København V, tlf. 33 11 64 44 fax 33 11 17 27 dagliga kl. 10-15, týsd. og hósd. kl. 10-18. www.ciu.dk Størri kollegiir í Keypmannahavn uttanfyri CIU: SU-kontoret på Københavns Universitet, Fiolstræde 22, 1171 København K tlf. 33 14 15 36 millum kl. 10.00-15.00. - Borchs Kollegium - Elers Kollegium Hassagers Kollegium - Regensen - Valkendorfs Kollegium

Polyteknisk Kollegiebyggeselskab, Anker Egelundsvej 1, 2800 Lyngby tlf. 45 88 11 04 fax. 45 88 11 67 dagliga kl. 9-13, mik. kl. 17-19. - Kampsax Kollegiet - Poul Bergsøe Kollegiet - P.O. Petersen Kollegiet - Proffesor Ostenfeld Kollegiet - Trørød Kollegiet - Villum Kann Rasmussen Kollegiet

Onnur kollegier í Keypmannahavn: Det Danske Spejderkorps kollegium tlf. 31 42 60 76 ella 31 42 47 96 Egmont H.Petersens Kollegium tlf. 31 35 45 75 4. Maj Kollegiet tlf. 38 34 55 99 lok. 480 Fortun Kollegiet tlf. 38 33 80 01 ella 45 87 56 59

Hjortespringskollegiet tlf. 44 91 93 00 Kagså Kollegiet tlf. 44 91 90 32 Kollegiet Solbakken tlf. 31 31 81 80 ella 33 13 21 44 Nordisk Kollegium tlf. 35 26 15 45 lok. 500 Mán.: kl. 20.00-21.00 týs.-hós. : kl. 22.00-23.00 Nybrogårdkollegiet tlf. 45 97 45 97 Otto Mønsteds Kollegiet tlf. 33 27 91 00 P.Carl Petersens Kollegiet tlf. 39 64 01 87 lok. 127 Rigshospitalets Kollegium tlf. 31 39 26 66 ella 31 39 12 05 Scharlings Studiegård tlf. 33 32 83 66 Studentergården tlf. 35 39 04 10 týsd. kl. 19.30-20.00 Vartov Kollegiet tlf. 33 13 76 70 Viggo Jarls Kollegium tlf. 45 85 87 70 Esbjerg: Esbjerg Kollegiekontor, Nygårdsvej 37, 6710 Esbjerg tlf. 76 13 50 60 fax 76 13 50 90 mán.-frí. kl. 10-12.30, hós. + kl. 14.30-17. www.esbjerg-kollegieforening.dk Odense: Kollegieboligselskabet, Hinderupgård,

Niels Bohrs Allé 21, 5230 Odense M, tlf. 66 13 40 08 fax 65 90 61 77 mán.-mik. kl. 11-15, hós. kl. 11-17, frí. stongt. www.kollegieboligselskabet.dk Roskilde: Roskilde Regionale Indstillingsudvalg (RIU), Parkvej 5, 4000 Roskilde, tlf. 42 36 22 02 kontórtíð: mán.-hós. kl. 8-16, frí. kl. 8-15, tlf. tíð: mán.-hós. kl. 13.30- 16, frí. kl. 13.30-15. Skive: Skive kollegie– og ungdomsboligforening, Frisenborgvej 6, 7800 Skive tlf. 97 52 29 33 mán.-hós. kl. 8-16, frí. kl. 8-14. Svendborg: Cama-kollegierne Svendborg, Tinghusgade 28, 5700 Svendborg tlf. 62 22 05 13, mán.-hós. kl. 9-13, hós. kl. 13.30-16, frí. stongt. www.cama-kollegierne.dk Sønderborg: Kollegiernes Kontor, Skovvej 20, 6400 Sønderborg, tlf. 74 42 48 49 fax 74 42 49 15 mán.-frí. kl. 11-15, hós. kl. 11-17. www.kollegie6400.dk Aalborg: AKU-Aalborg Kayerødsgade 35 9000 Ålborg, tlf. 98 13 44 30 mán.-frí. kl. 9-15, hós. kl. 9-17. www.aku-aalborg.dk Århus: Kollegiekontoret i Århus, Vesterport 1, st., 8000 Århus C, tlf. 86 13 21 66 fax 86 13 21 80 mán.-mik. kl. 10-14, Pisan 2001/2002

65


Bókalisti – bøkur um útbúgving Um útbúgving:

160 síðir. Kostnaður 144 kr. (eksl. moms) Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og DUEL: Dansk uddannelses og erhvervsleksikon Erhvervsvejleding, 2002. 2 bind. 1.416 síður. Útgivin av RUE– Rådet for Uddannelses- og Job, rejse og uddannelse i udlandet. av Dorte Klingelhofer og Per Billesøe. Erhvervsvejledning. -Duel hevur greinar um arbeiði og útbúgvingar 176 síðir. Kostnaður 102 kr. (incl. moms) Útgivin av Politikkens Forlag, 1996. í Danmark og uttanlanda m.a. um aupair og kibutz. Rejsebogen 2002. Arbeiðs-, lestrar- og uppihaldsmøguleikar í Erhvervsnøglen 2002. Útgivin av Aschehoug. útlandinum. 20. útgáva. Av Georg Harmsen. -Bókin viðger sera nógvar útbúgvingar og 480 síður. Útgivin av Forlaget Nuna, 2002. onnur lestrarviðurskifti. Hvad kan jeg blive 2002 22. útgáva. Bók + cdrom. 832 síður. Prísur 369 kr. (inkl. moms) Útgivin av Politikens Forlag. -Hetta verk er sera kent og hevur yvir 900 útbúgvingar og arbeiði. Viðger eisini uppbygnaðin av tí donsku útbúgvingarskipanini og gevur góð ráð um fíggjarlig viðurskifti undir lestanðinum. Karriere vejviser. Ung 2002 1.240 síður. Kostar 98,-. Útgivin av MoveOn. 2002. Ein bók um lestrar- og útbúgvingarvalið.

Directory of higher education institutions in the European Community. 2. útgáva, 1993. 576 síður. Bókin hevur upplýsingar um meiri enn 4000 skúlar í ES. Um SU: SU-loven med kommentarer av Lone Basse, Gerd Kelstrup Hansen og Pernille P. Preisler. Kostnaður 619 kr. Limakostnaður 488 kr. Útgivin av Jurist– og Økonomforbundets Forlag, 1996. Um legatir:

Uddannelsnøglen 2002. 231 síðir. Kostnaður 281 kr. (eksl moms) Útgivin av Aschehoug, 2002. Uddannelses– og Erhvervsvalget 2002 35. útgáva 207 síður. Kostnaður 24 kr. (eksl. moms) Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og Erhvervsvejleding, 2002. Ungdomsuddannelser ’02 – liste over alle ungdomsuddannelser i Danmark. 256 síður. Útgivin av Forlaget Ole Camåe. Vejledning og vejledere. Adresser 2002. 190 síðir. Fæst ókeypis. Útgivin av RUE – Rådet for Uddannelses– og Erhvervsvejleding, 2002.

Bøkur um útbúgvingar uttanfyri Danmark. DUEL – udland 2002.

66

Pisan 2001/2002

Legat Håndbogen med kollegier for alle udannelssøgende. 11. útgáva, 1999. Av Per Billesøe og Berit Jylling. 264 síðir. Kostnaður 184 kr. (incl. moms) Útginin av Billesøe & Baltzer, 2001. Kraks Fonds– og Legatvejviser 2002. Fortegnelse over 9.200 fonde. 835 síður. Kostnaður 850 kr. (incl. moms) Útgivin av Kraks Forlag. Vejviser til legater og fonde 2001/2002. 8. útgáva. 655 síðir (stórt format) Kostnaður 695 kr. (inkl. moms) Útgivin av Billesø & Baltzer, 2001.


Lestrarvegleiðingar í Føroyum Allir miðnámsskúlarnir hava lestrarvegleiðingar, sum hava opið fleiri ferðir um vikuna. Upplatingartíðirnar eru hesar: Studentaskúlin í Hoydølum Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen, Bjørg Róin, Elisabeth Holm og Jákup Strøm. studentar : tlf. 31 46 09 HF-arar : tlf. 31 86 09 Opið: Mán-hós: kl. 12.30 15.25 www.hoydalar.fo

Klaksvíkar HF-Skeið Lestrarvegleiðari: Kári Purkhús tlf. 45 64 12 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týs.: kl. 09.45 - 11.45 hós.: kl.14.00 – 15.00 frí.: kl. 08.45-10.45

Studentaskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Turid Thomsen og Óli Wolles tlf. 44 40 24 *23 Opið: Mán-frí: kl. 10.15 14.30 www.shey.olivant.fo

Tekniski Skúlin í Klaksvík Lestrarvegleiðarar: Bergur Rasmussen og Bjørn Kastalag tlf. 45 63 11 *28 eys@tsk.olivant.fo Opið: mán.: 9.50-11.20 og 12.35-13.20; týs.: 9.50-12.10 og hós.: 10.35-12.10 www.tsk.olivant.fo

Tekniski Skúlin í Tórshavn Lestarvegleiðarar: Helgi Mortensen og Lis Helgadóttir Tlf. 31 19 57 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Mán., mik. og frí. kl. 10.00-11.30 www.tst.fo

Miðnámsútbúgvingin í Suðuroy Lestrarvegleiðari: John Mortensen tlf. 37 40 11 Opið: Mán.: kl. 14.00-14.45 týs.:kl. 13.00 - 14.00 hós.: kl. 9.30 - 10.30 og 12.35-13.00

www.midnam.fo Handilsskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðari: Maria Gregersen og Karl A. Olsen Tlf. 44 49 00 (umstilling til lestrarvegleiðing) Opið: Týsdag kl. 13.55 - 14.40 Mikudag kl. 10.15 11.00 og 13.55 - 14.40 Hósdag kl. 13.55 - 14.40 Fríggjadag kl. 09.25 - 11.50 www.kambsdal.olivant.f o Føroya Handilsskúli, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Mina Reinert og Sølvi Reinert Hansen tlf. 31 71 77 * 22 Opið: Mán.: 12.00-13.45 týs.: 13.00-14.35 mik.:12.10-12.55 og 13.50-14.35 hós.: 10.50-14.35 frí.: 10.00-11.35 www.fh.fo

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Lestrarvegleiðari: Ingunn W. Olsen tlf. 42 45 73 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fiskvest.fo LFÚ-Ráðgevingin, Tinghúsvegur 18, 3.hædd Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin. tlf. 31 50 15 Opið: Týsdag kl. 16.00 - 18.00 Hósdag kl. 16.00 - 18.00 www.lfu.fo Altjóða Skrivstovan J.C.Svabosgøta 14 postboks 272 110 Tórshavn tlf. 322065 fax 31 89 29 ask@ask.fo www.ask.fo

Hentar heimasíður Leinkjur til SU ÚS (Føroyar) www.studulsstovnurin.fo SU (Danmark) www.su.dk Lånekassen (Norra) www.lanekassen.no CSN (Svøríki) www.csn.se Lín (Ísland) www.itn.is/lin FPA (Finnland) www.kela.fi/ opintotuki SUNNGU (Grønland) www.ghsdk.dk/sunngu/Dansk Version/ramhold.htm Leinkja til lærustovnar Undervisningsministeriet www.uvm.dk

Århus www.aarhuswebben.dk/dk/ uddannelse/

Hvad kan jeg blive www.n.dk/ uddannelse Sønderjylland www.vejledning.dk Lestrarstyrkir (Legat) Uddannelses– og Erhversvalget www.r-u-e.dk Granskingarráðið www.sleipnir.fo/ Handicappede studerende & kangransking didater www.dorit.ihi.ku.dk/~hsk/ Legateronline www.sol.dk/dk/io/ legater Leinkjur til kommunur Legat-Info www.legat-info.dk www.copenhagencity.dk Legatregisteret www.legatregistret.dk www.aarhuswebben.dk/dk/offentlig/ offentlig.htlm Lestrarvegleiðng www.studietræf.dk Odense www.odense.dk/filer/ studiegu/index.html Fyn www.vfu.dk

www.jubii.dk/forvaltning_Politik/ Amter_Kommuner/

Pisan 2001/2002

67


Læristovnar í Danmark Útbúgvingar sum heild Center for Information om vidergående uddannelser Http://www.ivuc.dk Uddannelse & Erhvervsvalget Http://www.r-u-e.dk Http://www.jubii.dk/ undervisning (Internet-adressurnar niðanfyri finnast eisini á heimasíðu MFS á: Htp://www.mfs.fo

Danmarks Tekniske Universitet Studievejledningen Bygning 101 A 2800 Kgs. Lyngby tlf. 45 25 11 99 www.dtu.dk

Handilsháskúlar Handelshøjskolen i København Solbjerg Plads 3 2000 Fredriksberg tlf. 38 15 38 15 www.cbs.dk

Universitet Bókavørðsskúlar Københavns Universitet Studieadministrationen Fiolstræde 22 1171 København K tlf. 33 14 15 36 www.ku.dk Århus Universitet Studiekontoret Ndr. Ringgade 1 8000 Århus C tlf. 89 42 11 11 www.au.dk

Danmarks Biblioteksskole Birketinget 6 2300 København S tlf. 32 58 60 66 www.db.dk Danmarks Biblioteksskole Langagervej 4 9220 Aalborg Ø tlf. 98 15 79 22 www.db.dk Arkitektskúlar

Syddansk Universitet (Odense, Kolding, Esbjerg og Sønderborg) Studievejledningen Campusvej 55 5230 Odense M tlf. 65 50 10 00 www.sdu.dk Roskilde Universitetscenter Studievejledningen Universitetsvej 1 Postboks 260 4000 Roskilde tlf. 46 74 20 00 www.ruc.dk Aalborg Universitet Den centrale vejledning, rum 139 Frederik Bajers Vej 5 Postboks 159 9100 Aalborg Øst tlf. 96 35 94 49 www.auc.dk 68

Pisan 2001/2002

Kunstakademiets Arkitektskole Philip de Langes Allé 10 1435 København K tlf. 32 68 60 00 www.karch.dk Arkitektskolen i Århus Nørreport 20 8000 Århus C tlf. 89 36 00 00 www.a-aarhus.dk Designskúlar Danmarks Designskole Strandboulevarden 47 2100 København Ø tlf. 35 27 75 00 www.dk-designskole.dk Designskolen Kolding Ågade 10 6000 Kolding

Det Jyske Kunstakademi tlf. 76 30 11 00 www.designskolenkolding. Mejlgade 32-34 8000 Århus C dk tlf. 86 13 69 19 www.djk.dk Københavns Mode- og Designskole Musikkonservatorier Gothersgade 175, 3 th 1133 København K Det Kgl. Danskar tlf. 33 32 88 10 Musikkonservatorium Glas & Keramikskolen på Niels Brocks Gade 1 1574 København V Bornholm Stenbrudsvej 43 tlf. 33 69 22 69 3730 Nexø www.dkdm.dk tlf. 56 49 10 03 www.glasogkeramikskolen Rytmisk .dk Musikkonservatorium Leo Mathisensvej 1 Garfiskar útbúgvingar 1437 København K tlf. 32 68 67 00 Fotografisk billedskole www.rmc.dk AOF I Århus Jægersgade 64, 1.sal Teknika 8000 Århus C tlf. 86 12 45 66 Ingeniørhøjskolen i København Skolen for Billedkunst Lautrupvang 15 Carl Jacobsensvej 16, 2750 Ballerup opg.6, 1.sal tlf. 44 80 50 88 2500 Valby-København www.cph.ih.dk tlf. 36 30 89 02 www.skolen-forIngeniørhøjskolen i Århus billedkunst.dk Dalgas Avenue 2 8000 Århus C Handilsháskúlar tlf. 86 13 62 11 www.iha.dk Handelshøjskolen I København Ingeniørhøjskolen Odense Solbjerg Plads 3 Teknikum 2000 Fredriksberg Niels Bohrs Allé 1 tlf. 38 15 38 15 5230 Odense M www.cbs.dk tlf. 66 14 03 00 www.iot.dk Handelshøjskolen i Århus Fuglesangsallé 4 Læraraskúlar 8210 Århus V tlf. 89 48 66 88 Blaagaard Statsseminarium www.hha.dk Mørkhøj Parkallé 5 2860 Søborg Kunstakademi tlf. 44 94 32 22 www.blaagaardsem.dk Det Kgl. Danske Kunstakademi Frederiksberg Seminarium Kongens Nytorv 1 Nyelandsvej 27 1021 København K 2000 Frederiksberg tlf. 33 12 68 60 tlf. 38 86 51 11 www.kunstakademiet.dk www.fredersem.dk


N. Zahles Seminarium Linnesgade 2 1361 København K tlf. 33 69 79 00 www.zahle.dk Århus Dag- og Aftenseminarium Postboks 2685 Trøjborgvej 82 8200 Århus N tlf. 86 16 02 00 www.aardassem.dk

Hovedstadens PædagogSeminarium Linde Allé 51-53 2720 Vanløse tlf. 38 76 55 00 www.hovedstasem.dk Aalborg Socialpædagogiske Seminarium Odinsgade 21 9000 Aalborg tlf. 96 31 45 50 www.aalborgspsem.dk

Sjúkrasystraskúlar Sygeplejeskolen ved Rigshospitalet Afsnit 7301 Blegdamsvej 9 2100 København Ø tlf. 35 45 70 46 www.sygeplejerskeuddann elsen-hs.dk

Sygeplejeskolen I Silkeborg Høgevej 4 8600 Silkeborg Aalborg Seminarium Mylius Erichsens Vej 131 Fyns Pædagog-Seminarium tlf. 87 98 90 00 www.aaa.dk 9210 Aalborg SØ Munkebjergvænget 7 tlf. 98 14 02 00 5230 Odense M Sygeplejeskolen i Århus www.aalsem.dk tlf. 66 15 73 03 Halmstadgade 2 Odense Seminarium Odense Socialpædagogiske 8200 Århus N tlf. 89 44 11 11 Asylgade 7-9 Seminarium www.sygeplejeskolen5000 Odense C Rømersvej 3 aarhus.dk tlf. 63 14 13 00 5200 Odense V www.odensesem.dk tlf. 66 16 70 70 Sygeplejeskolen i Aalborg www.oss-fyn.dk Søndre Skovvej 15 Socialir háskúlar 9000 Aalborg Jarðamøðraskúlar tlf. 99 32 34 84 Den Sociale Højskole i København Danmarks Kronprinsesse Sofies Vej Tannlæknaskúlar Jordemoderskole 35 Afdelingen i København Tandlægeskolen 2000 Fredriksberg c/o Rigshospitalet, afsnit Københavns Universitet tlf. 38 14 46 00 7211 Nørre Allé 20 www.dsh-k.dk Tagensvej 18 2200 København N 2200 København N tlf. 35 32 67 00 Den Sociale Højskole i tlf. 35 45 72 11 www.odont.ku.dk Århus Stenvej 4 Danmarks Tandlægeskolen 8270 Højbjerg Jordemoderskole Århus Universitet tlf. 86 27 66 22 Afdelingen i Aalborg Vennelyst Boulevard 9 www.dsh-aa.dk Vesterbro 21 D 8000 Århus C 9000 Aalborg tlf. 89 42 40 00 Den Sociale Højskole i tlf. 98 11 05 88 www.odont.aau.dk Odense Tolderlundsvej 5 Maskinmeistaraskúlar 5000 Odense C Ergo– og tlf. 66 11 32 00 Esbjerg Maskinmesterskole Fysioterapiskúlar www.dsh-o.dk Niels Bohrsvej 3 Ergoterapeutskolen i 6700 Esbjerg København Den Sociale Højskole i tlf. 75 13 01 22 Universitetsparken 4 Esbjerg www.esbjergms.dk 2100 København Ø Storegade 182 tlf. 35 36 95 95 6705 Esbjerg Ø Svendborg www.kbherg.dk tlf. 75 13 35 00 Maskinmesterskole www.dsh-e.dk A.P.Møllersvej 37 Fysioterapeutskolen i Kbh. 5700 Svendborg Universitetsparken 4 Pedagogskúlar tlf. 62 21 51 00 2100 København Ø www.svms.dk tlf. 35 36 70 22 Københavns www.kbhfys.dk Socialpædagogseminarium Sydhavnsplads 4 2450 København SV tlf. 33 24 51 55 Fysioterapeutskolen i www.kssem.dk

Århus Skejbyvej 15 8240 Risskov tlf. 86 21 11 88 www.ergoterapeut-ag.dk Fysioterapeutskolen i Aalborg Sohngårdsholmsvej 51 Postboks 7911 9210 Aalborg SØ tlf. 98 14 28 44 www.aalbergfys.dk Aðrar útbúgvingar Danmarks Journalisthøjskole Olof Palmes Allé 11 8200 Århus N tlf. 89 44 04 40 www.djh.dk Den Kgl. Veterinær- og Landbohøjskole Bülovsvej 17 1870 Frederiksberg C tlf. 35 28 28 28 www.kvl.dk Lestrarráðgevingar Studenterrådgivningen i København Kompanistræde 21, 1 1208 Kbh. K tlf. 33 12 04 80 fax. 33 12 05 30 Odense studenterrådgivning Hinderupgård Niels Bors Allé 21 5230 Odense M tlf. 66 14 04 40 fax. 66 19 05 40 Ålborg Studenterrådgivningen Vesterbro 102 9000 Ålborg tlf. 98 13 44 30 fax. 99 31 25 95 Århus Studenterrådgivningen Ryesgade 23, 1 8000 Århus C tlf. 86 19 04 88 fax. 86 19 04 95

Pisan 2001/2002

69


Læristovnar í hinum norðanlondunum Noreg

fax +47 2211 1970

Samordnet opptak Postboks 1133 Blindern N-0317 Oslo Norge tlf. +47 8154 8240

Høgskolen i Oslo Fellesatministrasjonen Wergelandsveien 27 N-0167 Oslo Norge tlf. +47 2245 2000 fax +47 2245 3065

Universitetet i Oslo Postboks 1072 Blindern N-0316Oslo Norge tlf. +47 2285 5050 www.uio.no Universitetet i Bergen Den sentrale studieadministrasjon Langesgt. 1 N-5020 Bergen Norge tlf. +47 5558 8855 fax +47 5558 9645 www.uib.no Arkitekthøgskolen i Oslo St. Olavs gaten 4 Postboks 6768 St. Olavs plass N-0130 Oslo Norge tlf. +47 2220 8316

Høgskolen i Tromsø Fellesatministrasjonen Mellomveien 110 Postboks 72 N-9005 Tromsø Norge tlf. +47 7766 0300 fax. +47 7768 9956 Universitetet i Tromsø N-9037 Tromsø Norge tlf. +47 7764 4000 www.uit.no Norges Handelshøyskole Helleveien 30 N-5035 BergenSandviken Norge tlf. +47 5595 9200 fax +47 5595 9565 Statens Kunstakademi

St. Olavsgate 32 N-0166 Oslo Norge tlf. +47 2220 0150 fax +47 2220 0573 Norges Musikhøjskole Gydas vei 6 Postboks 5190 Majorstua N-0302 tlf. +47 2246 4055 fax +47 2246 7074 Svøríki Stockholms Universitet S-106 91 Stockholm Sverige tlf. +46 8 16 2000 fax + 46 8 15 9522 www.su.se Journalistik, Medier & Kommunikation Karlavägen 104 Box 27861 S-115 93 Stockholm Sverige Operahögskolan i Stockholm Strandvägen 82 S-115 27 Stockholm Sverige

Lunds Universitet Box 117 S-221 00 Lund Sverige Tlf. 046 222 00 00 Fax. 046 222 47 20 www.lu.se Uppsala Universitet Box 256 S-751 05 Uppsala Sverige tlf. +46 018 471 0000 www.uu.se Finland Center for International Mobility P.O. box 343 Hakaniemenkatu 2 FIN-00531 Helsinki Finland tlf. +358 0 7747 7033 e-mail:cimoinfo@cimo.fi http://www.cimo.fi Ísland Háskóli Íslands Suðurgötu 101 Reykjavík tlf. +354 525 4000 fax. 552 1331 www.hi.is

Læristovnar í Stórabretlandi England University of Cambridge Cambridge CB2 ITN England tlf. +44 1223 33 7733 www.cam.ac.uk University of London Senate House Malet Street London WC1E 7HU England tlf. +44 171 636 8000 fax +44 171 636 5841 University of Oxford Universety Offices Wellington Square Oxford OXI 2JD England

70

Pisan 2001/2002

tlf +44 186 527 0001 fax +44 186 527 0708 www.ox.ac.uk The University of Salford International Office Salford Greather Manchester M5 4WT England tlf. +44 161 745 5000 fax +44 161 745 5999 Scotland University of Aberdeen King’s College Aberdeen AB24 3FX Scotland tlf. +44 1224 27 2000 fax +44 1224 48 8611

www.abdn.ac.uk The University of Edinburgh International Office 57 George Square Edinburg EH8 9JU Scotland tlf. +44 131 650 4301 fax +44 131 668 4565 Universety of Glasgow Glasgow G12 8QQ Scotland tlf. +44 141 339 8855 www.gla.ac.uk The Robert Gordon University Schoolhill Aberdeen AB10 1FR

Scotland tlf. +44 122 426 2000 www.rgu.ac.uk University of Stirling Stirling FK9 4LA Scotland tlf. +44 1786 46 7040 fax +44 1786 46 6800 Wales The University of Wales PO Box 921 Cardiff CF1 3XQ Wales tlf. +44 122 287 4839 fax +44 122 287 445


Føroysk feløg uttanlanda Føroyingafeløg Føroyingafelagið á Bornholm v/ Tordis Johannessen tlf. 56 97 00 43

Føroyingafelagið í Aarhus tlf. 86 18 06 04 v/Elin Lorenzen tlf. 20 65 77 21

fríggjakvøld kl. 20.00 á 19,4 MHz.

Opið er allar dagar kl. 16.00-19.00 leygardag stongt.

Áhugafelagið ”Neystið” v/ Sylviu Levinsohn 2610 Rødovre tlf. 36 70 94 23

Áarstova Vestergade 48D 8000 Århus C Føroyingafelagið í tlf. 86 18 06 04 Reykjavík Opið er: Dansifelagið Fótatraðk Føroyingafelagið í Esbjerg Box 4065 Mánadag- hósdag kl. 16v/ Hendrik Egholm IS-124 Reykjavík v/ Heðin Petersen 18 tlf. 32 88 69 33 Ísland Dansað verður annaðhvørt Fríggjadagsbarr kl. 21-03 Føroyingafelagið í sunnukvøld kl. 19.30 í Meginfelag fyri Føroysk Fredrikshavn Prestur Føroyahúsinum, Kbh. feløg í Danmark. (MFD) v/ Ellu Niclasen Føroyskur prestur er at v/Elinborg Joensen Markedsvej 19 hitta mánadag-hósdag Talvfelagið tlf. 44 97 04 09 9900 Fredrikshavn kl. 09.00-10.00. v/ Arild Rimestad tlf. 31 10 81 31 Føroyingafelagið í Hirthals Føroyingafelagið í Aalborg tlf. 40 63 27 25 Hittist hvørt mikukvøld í v/ Marid Højgaard v/ Fridtjolf Torgarð Føroyski skúlin í Føroyahúsinum tlf. 98 10 21 66 Keypmannahavn Føroyingafelagið í Horsens v/ Virgar T. Dalsgaard ”Firvaldar” Føroyskt Felag í Ballerup v/ Ester Joensen tlf. 53 68 17 57 v/ Maud Vissing v/ Elinborg Joensen tlf. 75 60 10 52 Hvønn fríggjadag kl. 16 Stations Allé 5A tlf. 44 97 04 09 í Føroyahúsinum 8722 Hedensted Føroyskt felag í Hvidovre Føroyingafelagið í Nuuk tlf./fax 21067 v/ Svein Fredriksen Andaligir felagsskapir Lestarfelagsskapir tlf. 43 17 67 97 Føroyingafelagið í Samuelskirkjan MFS—Meginfelag Bretlandi-Farbrit Føroyingafelagið í Thorsgade 65, Kbh. Føroyskra Studenta V/Poul Andrias Mikladal Keypmannahavn tlf. 31 85 27 24 tlf. 33 25 02 10 tlf/fax: 01847 896 699 v/ Tóru Dahl Sandberg Kirkjugongd er hvønn www.mfs.fo T-rit: farbrit@aol.com tlf. 32 29 74 23 fyrsta og triða sunnudag í mánaðinum, kl. 14.00 Arkitektur– og Onnur feløg Føroyingafelagið á desingfelagið Lollandi og Falster Eliaskirkjubólkurin v/ Annie Heinesen B – 94 v/ Ingvard Niclassen v/ Øssur Kjølbro tlf. 32 88 83 59 v/ Jóhannis H. Glerfoss tlf. 54 14 80 04 tlf. 36 77 38 20 6700 Esbjerg www.danbbs.dk/~eliaskir FFL—Felag Føroyskra tlf. 75 13 45 31 Føroyingafelagið fyri Møti hvørt leygarkvøld Læknalesandi Miðvestjylllandi kl.19.00 í Eliaskirkjuni, v/ Steen NepperFøroyska Viðskiftastovan v/ Jacobinu Herdalur Vesterbrotorv, Hovedvagtsgade 8, 2. Sal Christensen tlf. 97 10 26 72 Vesterbrogade 49, tlf. 36 41 31 49 1103 Kbh. K 1620 Kbh. V Føroyingafelagið í Odense tlf. 33 14 08 66 Sunnudagsskúli kl. 12.30 á Jurafelagið v/ Aref Olsen Oyrasundskollegiunum v/ Súsonnu Leo Føroyska Listafelagið í tlf. 66 15 82 89 og kl 14.00 í Eliaskirkjuni tlf. 32 88 68 35 Danmark v/ Heidi Poulsen Føroyingafelagið í Stjørnmálafrøðiðslesandi Kristnastova tlf. 36 17 56 55 Suðurjútlandi v/ Øssur Berghamar v/ Hallu Nølsøe Poulsen v/ Ednu Poulsen tlf. 31 55 18 09 tlf. 28 18 77 96 Húsakórið tlf. 74 66 66 65 Kristiligur fundur er hvørt v/ Sunnleif Rasmussen fríggjakvøld kl. 20.00 á VÁS—Verkfrøðingar á 1620 København V Føroyingafelagið á Birmavej 36, 2300 Kbh.S Slættanum tlf.: 43 71 06 49 Suðursælandi v/ Torleif Waagstein v/ Ruth Larsen Vitin tlf. : 77426511 Ítróttarfelagið Føroyar tlf. 53 38 24 74 Haurumsvej 35, st. th. www.ifforoyar.subnet.dk 8381 Mundelstrup Rásin - felag hjá fø. á Føroyingafelagið í tlf. 86 24 77 73 Film- og Medievidenskab Kvinnufelagið Svendborg v/ Marjun Niclasen v/ Elsu Zachariasen v/ Rannvu Krag Skýlið tlf. 46 56 14 56 Fyrrevang 40 v/ Jancy Biskupstø Klein Aðrar adressur 5700 Svendborg 5260 Odense S Nærvarp Okkara tlf. 65 95 88 70 Føroyahúsið Føroyahúsið, Kbh. Føroyskt Felag á Vesterbrogade 17A tlf. 31 22 84 01 Vestursælandi Sendir hvønn sunnudag kl. 1620 København V v/ Ragnhild Sørensen 13.00 á 98,9 MHz (FM) og tlf. 33 23 15 87 tlf. 57 83 31 96

Pisan 2001/2002

71


72

Pisan 2001/2002


MFS er einasta felagið, ið umboðar tey f ø r o y s k u l e s a n d i uttanlands og á Fróðskaparsetri num. Henda greinin skal geva eina mynd a v, hvørjum málum MFS arbeiðir við og hvørjar fyrimunir tú fært við at vera limur í MFS

Endamálið hjá MFS er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá lesandi føroyingum og harvið skapa betri umstøður hjá lesandi úti og heima. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt felag á jøvnum føti við onnur norðurlendsk og altjóða studentafeløg. MFS er samráðingarumboðið hjá lesandi føroyingum mótvegis teim føroysku myndugleikunum. Felagið hevur í góð 39 ár rikið ein miðvísan studentapolitik. Arbeiðið fevnir víða, frá reinum studentarpolitiskum málum til praktiskar limatænastur. Bygnaðurin í MFS Á hvørjum ári velja limirnir eitt ráð við ellivu limum, sum leggur høvuðsætlanirnar fyri arbeiðið hjá felagnum. Ráðið skipar seg síðani í nevndir, sum taka sær av tí dagliga arbeiðinum millum ráðsfundirnar umframt av serstøkum arbeiðsuppgávum. Nevndirnar eru: blaðnevnd,

marknaðarføringsnevnd, trivnaðarnevnd, altjóða samstarvsnevnd, granskingar– og útbúgvingarnevnd og kunningartøkninevnd. Allir limir í MFS eru vælkominir í nevndirnar. Í løtuni hevur ráðið bert ráðslimir í Danmark, men onkuntíð hava upp til fleiri ráðslimir búð í øðrum londum (t.d., Føroyum, Norra og Íslandi). MFS-arbeiðið verður skipað út frá skrivstovunum í Århus, Odense og Keypmannahavn, har øll eru vælkomin at venda sær, um tey hava okkurt at bera fram. MFS er sjálvandi eisini farið at royna seg á alnótini. Tann vegin ber eisini til at fáa fatur á MFS mfs@mfs.fo og heimasíðan - www.mfs.fo Hvør kann gerast limur? Allir lesandi føroyingar uttanlands kunnu gerast limir í MFS, líkamikið hvørja útbúgving teir eru í holt við. Tú verður roknaður sum føroyingur, um tú hevur búð minst 4 ár í Føroyum, áðrenn útbúgvingin byrjaði.

Pisan 2001/2002

73


Afturat hesum kunnu lesandi á Fróðskaparsetrinum gerast limir í MFS. Felagið fevnir sostatt bæði um lesandi úti og heima. Hóast flestu MFS-limirnir eru búsitandi í Danmark, eru limir í Noregi, Svøríki, Íslandi og Skotlandi. Sjálvt í USA eru lesandi, sum eru limir í MFS. Seinastu árini hava ymskir fakligir bólkar millum føroysk lesandi tikið seg saman um at stovna feløg, sum einans arbeiða við viðurskiftum hjá hesum fakbólkunum. Hetta eru tiltøk sum MFS stuðlar av fullum huga. Føroysk lesandi standa nógv sterkari saman, og tí arbeiðir MFS fram ímóti at hesi áhugabólkanir skipað seg sum dótturfeløg hjá MFS. Hetta gevur fyrimunir fyri allar partar. Hetta ger MFS Umframt tær vanligu tænasturnar fyri limirnar skipar MFS fyri føstum almennum tiltøkum. Á hvørjum ári verður skipað fyri lestrarvegleiðing á

miðnámsskúlunum í Føroyum fyri teimum, sum ætla at fara undir lestur á hægri lærustovnum. Fyrst í august skipar MFS fyri kunningardøgum í Føroyum, fyri fólki, ið skulu byrja hægri lestur. Um summarið skipar MFS eisini fyri eini lestrarstevnu, sum er sett saman av fleiri ymsum tiltøkum. Fjølnir er limablaðið hjá MFS. Blaðið kemur út 6 ferðir um árið, og seinnu árini hevur Fjølnir rættiliga gjørt vart við seg í tí føroyska blaðheiminum. Fjølnir hevur rúm fyri øllum tilfari, men tað eru serliga greinirnar um føroysk samfelagsviðurskifti, sum hava gjørt vart við seg. MFS er við til at umsita ferðaískoytið til lesandi útisetar saman við Stuðulsstovninum. Hetta verður gjørt soleiðis, at MFS sendir umsóknarbløðini um ferðaískoyti beinleiðis til allar njótandi MFSlimir. MFS tryggjar limum sínum ungdóms-avsláttur á

ferðaseðlum til og úr Føroyum, eisini aftaná at fólk eru vorðin 26 ár. Umframt vanligu rekvisitiónirnar kunnu allir njótandi MFS-limir fáa eitt sonevnt ISICkort. Hetta kortið er tað sama, sum verður selt av ferðamannastovuni "Kilroy", og kortið gevur avsláttur til m.a. innanoyggja ferðing í Føroyum, Atlantic Airways og altjóða studentaavsláttur. Ein onnur MFS-tænasta er Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir (GFSL), sum veitir stuðul til styttri námsferðir til Føroya. Allir njótandi limir kunnu søkja grunnin um stuðul, og í løtuni er hesin helvtin av einum ferðaseðli (aftur og fram). Treytirnar fyri at fáa stuðul eru m.a., at limagjaldið til MFS er goldið, at uppgávan skal snúgva seg um føroysk viðurskifti, at MFS fær eitt avrit av uppgávuni, ella at móttakarin skrivar eina grein til Fjølnir um tær kanningar, ið eru gjørdar. Fyri nøkrum árum síðani setti MFS eitt uppgávusavn á stovn. Savnið fevnir bæði um høvuðsuppgávur og aðrar uppgávur, ið eru skrivaðar um f ø r o y s k viðurskifti. MFS hevur samstarvast við Landsbókasavnið um at skráseta a l l a r uppgávurnar í savninum. Uppgávusavnið er nú ein partur av bókasavninum í Føroyahúsinum í

Keypmannahavn. Savnið telur uml. 100 uppgávur, og øll kunnu læna tilfar úr hesum savninum. Gjøgnum fleiri ár var spurningurin um valrætt til lesandi útisetar ovast á ynskilistanum hjá MFS. Henda fingu vit loksins í 1992. MFS skipar javnan fyri cafekvøldum og dansi í Føroyhúsinum í Keypmannahavn. Vanliga verða 2 dansikvøld og 3-4 cafekvøld hildin um hálvárið. Tilhesi tiltøk fáa limirnir stóran avsláttur. Síðan MFS varð sett á stovn, hevur millumtjóða arbeiði verið ein týðandi lutur av arbeiði felagsins. Í løtuni fer hetta serliga fram innan felagsskapin Nordisk Ordførende Møte (NOM), sum fevnir um studentarfeløg úr øllum Norðurlondum. Fundir verða hildnir tvær ferðir um árið, og summarið 1995 og 1998 varð NOM-fundurin hildin í Tórshavn.

Tey ið manna MFS-ráðið eru: Halla Nolsøe Poulsen, Bjørg Dam, Jón Henriksen, Annika Joensen, 74

Pisan 2001/2002

Sámal Matras Kristiansen, Rúnar Reistrup, Hallbera West, Katrin D. Apol,

Guðrið Weihe, Absalon Eysturoy, Unn Thomsen og Svanna Jákupsdóttir


www.mfs.fo MFS Meginfelag Føroyskra Studenta hevur síðani 1962 haft sum endamál, at skapa betri umstøður hjá føroyingum undir útbúgving úti og heima bæði politiskt, fíggjarliga og sosialt.

MFS hevur brúk fyri tær - fjølmentari vit eru, tess meira ávirkan hava vit. Um tú hevur hug at gerast limur ella um tú vilt lutaka í MFS arbeiði, so set teg í samband við MFS.

Fjølnir 6 ferðirnar um árið.

 

Upplýsing á MFS-skrivstovunum. ISIC-kort

 

50% avsláttur av haldaragjaldinum til Internet Dimmalætting og Internet Sosialin.



Stóran avsláttur av atgongumerkjum til tiltøk hjá MFS.



Stuðul frá Grunninum Fyri Styttri Lestrarferðir (GFSL).



Umsóknarblað til umsókn um valrætt í Føroyum, verða send øllum MFS-limum, tá ið løgtingsval verður útskrivað.



MFS-árskalendara



Mangt annað

mfs@mfs.fo MFS-skrivstovurnar: Á skrivstovunum er m.a. møguleiki fyri at tekna seg sum lim, fáa nýtt ella endurnýggja ISIC-kort og fáa upplýsingar um lestrarviðurskifti. Keypmannahavn: Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf.: 33 25 02 10 Fax: 33 25 02 38 mfs@mfs.fo Miku- og fríggjadag kl. 16-18

Århus: Vestergade 48 D 8000 Århus C Tlf.: 86 13 18 61 Fax : 86 18 06 04 Mikudag kl. 16-18

Odense: Nyborgvej 335, 4. th 5220 Odense SØ Tlf.: 65 93 15 25 jdjurhuus@hotmail.com Týskvøld kl.19-21

Meginfelag Føroyskra Studenta

HALDARALEPIN

MFS rindar postgjaldið

Set kross: Ja, eg vil gerast limur í MFS og m.a. fáa Fjølnir 6 ferðir um árið. Limagjald: 150 krónur. Ja, eg vil gerast haldari av Fjølni. Haldaragjald: 100 krónur. Navn: Bústaður: MFS Vesterbrogade 17A +++ 2832 +++ DK– 1620 København V

Pisan 2001/2002

75


76

Pisan 2001/2002


Pisan 2001/2002

77


Pisan 2001/2002

79

Pisan 2002  

Pisan 2002

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you