Pisan 2008

Page 1


PISAN 2008 ISBN 978-99918-988-4-1 UPPLAG 1500 eintøk PRENT Føroya Prent ÚTGEVARI © Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) Vesterbrogade 17A DK-1620 København V Tlf.: (+45) 33 25 02 10 Far.: (+45) 50 46 77 35 Web: www.mfs.fo E-mail: mfs@mfs.fo Skrivstovutíð er týsdag og hósdag kl.16-18. Skrivstovan í Århus er afturlatin. Tó kann MFS í Århus røkkast á far.: (+45) 50 46 77 35 MFS í Aberdeen kann røkkast á: E-mail: faberdeen@hotmail.co.uk Endurgeving av tilfari úr Pisuni er bert loyvd, um keldan er týðiliga nevnd BLAÐSTJÓRAR Gyða Skaale Johansen - Management lesandi Kate Hammer - Sociologi lesandi Malan Kastalag Zachariassen - Sálarfrøði lesandi Anja Heinesen - Sálarfrøði lesandi UPPSETING OG UMBRÓTING Jógvan Svabo Samuelsen PERMA Arni Zachariassen MYNDIR Ymisk

Oddagrein Vælkomin góði lesari Gyða Skaale Johansen Forkvinna í MFS-Aberdeen Pisan er blað, ið Meginfelag Føroyskra Studenta gevur út á hvørjum ári til nýklaktu pisuna og til pisuna, ið eftir nøkur ár enn ikki er farin á flog. Pisan er ætlað sum íblástur til at finna útav, hvar og hvat ein kann lesa. Eisini er hon ætlað sum hentleiki til pisuna, ið longu hevur avgjørt, hvat hon skal lesa við tað, at hon kunnar um ymiskt so sum SU, ÙS, bústaðarviðurskifti, hvussu er tá ein fær børn, leinkjur til nærri kunning o.s.fr. Pisublaðið hevur í nógv ár verið skrivað av lesandi í Danmark, men í ár eru tað lesandi í Aberdeen, ið hava tikið sær av Pisuni. Hetta hevur við sær, at blaðið nú ber brá av, at tað er vorið alsamt meira vanligt at nema sær útbúgving kring heimin. Serliga er Bretland eitt alsamt vaksandi lestrarland fyri føroyingar og millum annað kann nevnast, at tað nu eru umleið 50 føroyingar í Aberdeen. Spurningurin er ikki longur bara hvat ein skal lesa, men eisini hvar. Ársins Pisa hevur greinar ið eru viðkomandi fyri tey ið hava hug at taka av tilboðnum um ÙSUN stuðul. ÙSUN dekkar nú skúlagjaldið hjá flestu universitetunum kring heimin. Eisini er møguleikin at vera lesandi í Føroyum væl umboðaður í blaðnum. Hetta mettu vit vera ein náttúrligur partur av at Fróðskaparsetrið nú fevnur um alsamt fleiri lærugreinar, eins og at MFS er meira virkið í Føroyum enn tað hevur verið í fleiri ár. Sjálvandi eru eisini útbúgvingar og viðurskifti í Danmark við í blaðnum í ár. Danmark er hóast alt tað staðið ið flestu lesarar okkara velja at fara at nema sær hægri lesnað. Møguleikarnir eru óteljandi, vit í blaðnevndini ynskja tær góða eydnu at finna tína røttu leið. Slepp streyminum fylg dreyminum.

hevur stuðlað útgávuni av Pisuni 2

Pisan 2008

Góðan lesihug.

Pisan 2008

3


Innihaldsyvirlit

Meginfelag Føroyskra Studenta

Meginfelag Føroyskra Studenta...................................................................................................................5 Í iva....................� Útbúgvingar í DK.....� At flyta heimanífrá • Anfinn Dan Christiansen, Aberdeen, Skotland.....................................................................................10 • Cecilia Nolsøe Poulsen, Keypmannahavn, Danmark..............................................................................11 • Karin Bech, Århus, Danmark.........................................................................................................13 Lýs tín lestrarbý • Bjarni í Líða, Chicago, U.S.A........................................................................................................12 • Torfinnur Jákupsson, London, U.K...................................................................................................14 • Gunnvá M. Olsen, Barcelona, Spania..............................................................................................16 • Jórun Høgnesen, Brighton, U.K.....................................................................................................17 • Yrsa Hauksdóttir, Reykjavík, Ísland................................................................................................18 • Heidi Zacharisen, Sioux Falls, U.S.A...............................................................................................19 • Kristina Christiansen, Lund, Svørríki..............................................................................................20 • Annika K. Høgnadóttir, Siloam Springs, U.S.A....................................................................................21 Lýs tína útbúgving • Sálarfrøði - í Skotlandi og Avstralia...............................................................................................22 • Sniðgevi - í Milano og Keypmannahavn...........................................................................................24 • Filmsvísindi - í Aberdeen og Hollywood...........................................................................................26 • Læknavísindi - í Arkansas og Keypmannahavn...................................................................................28 • Samfelagsfrøði - í Tórshavn og Glasgow..........................................................................................30 Longri greinar • Tóra Winther Reinert - Lívfrøði í Tórshavn.......................................................................................32 • Herborg N. Debess - Sustainable Environmental Management, SAC.........................................................33 • Ólavur Guttesen - Event Management í Leeds...................................................................................34 • Regin Arge - Aquaculture í Ås, Norra..............................................................................................35 • Alberta Mc.Leod Jacobsen - Sálarfrøði í Aalborg................................................................................36 • Malan Marnersdóttir - Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum.............................................................38 Lívið sum lesandi • Torkil Ejdesgaard, Aberdeen........................................................................................................40 • Hildur Kruse Sørensen, Odense.....................................................................................................41 Bretland, nýggi lestrardepil føroyinga.......................................................................................................42 Bústaðarviðurskifti • Ymiskir bústaðarmøguleikar...................................................................................................44 • Úr Føroyum til Aberdeen......................................................................................................46 • Hvar skal eg búgva? Keypmannahavn........................................................................................48 Starvsvenjing • Rakul Petersen, New York.....................................................................................................49 • Tórhild Johannesen, Toronto.................................................................................................50 • Barbara Djurhuus, Mauritius..................................................................................................52 Lesandi og børn.....� • Fríðgerð í Soylu, Danmark....................................................................................................56 • Tordis Reynstind, Føroyar......................................................................................................58 Praktisk viðurskifti • Broytingar í útbúgvingarskipanini í Danmark...............................................................................59 • Sálarhjálp........................................................................................................................60 • Stuðulsstovnurin................................................................................................................62 • SU-skipanin.....................................................................................................................65 • Arbeiði og SU....................................................................................................................68 • • • •

4

Føroyafrádráttur................................................................................................................69 Full skattaskylda í Føroyum...................................................................................................70 Ráðgevingin í Keypmannahavn...............................................................................................71 Leinkjur..........................................................................................................................73

Pisan 2008

Aðalráðið 2008: Bergitta Thomsen, Bennvør Ferjá Eyvindsson, Janus á Ryggi, Gunnhild Dahl Niclasen, Rúna Jakobsen, Jógvan Simonsen, Gyða Skaale Johansen og Jógvan Svabo Samuelsen. Cecilia Poulsen og Jákup Emil Hansen vanta á myndini. Títt felag! MFS er m.a. við til at fyriskipa tiltakið Markleys Útbúgving, og tað eru eisini vit, sum standa fyri Pisuni. Men MFS er tó meira enn ein kunningarmiðil. MFS er felagið hjá tær, ið ert farin undir hægri útbúgving í Føroyum ella uttanlands, og hjá tær, ið hevur valt at fara í læru uttanlands. Felagið hevur síðan 1962 virkað fyri áhugamálum teirra lesandi. Endamál Í lógini hjá felagnum stendur: ”Endamál felagsins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum og føroyingar, ið eru í læru uttanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra”. MFS er sostatt sambindingarliður ella samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum. Bygnaður Felagið er á føroysku fíggjarlógini og fær árliga eina játtan á 200.000 kr. Hægsti myndugleiki í felagnum er ráðið, ið er sett saman av upp til 11 limum. Ráðið skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.

Ráðið virkar sum savningardepil fyri tí arbeiði, ið undirnevndirnar gera. Ráðsfundur verður hildin hvønn mánað, og her verða uppskot og arbeiðið hjá undirnevndunum viðgjørd. MFS hevur eina skrivstovu í Keypmannahavn, har limir og onnur kunnu venda sær. Skrivstovan er í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A og hevur fastar upplatingartíðir hvørja viku. Sí www.mfs. fo Í løtuni eru hesar nevndir virknar í MFS: Nevndirnar í ávíkavist Keypmannahavn, Århus, Aberdeen og í Føroyum, GÚ-nevndin og Blaðnevndin. Ein kunningarnevnd og ein lestrarstevnunevnd vóru eisini í fjør, men her hevur nýggja ráðið valt at seta ábyrgdarpersónar í staðin. Nýggjar nevndir kunnu skipast undir ráðnum, endamálið skal tó vera til frama fyri tey lesandi. Tað er somuleiðis ein treyt, at formaðurin í teimum einstøku nevndunum eisini skal vera í MFS-ráðnum. Allir limir eru vælkomnir at vera við í nevndum felagsins, og hava harafturat møguleika at stilla upp til ráðsvalið, ið vanliga fer fram á ársaðalfundi felagsins í desember mánaði.

Pisan 2008

5


Í IVA Kanska ert tú ein teirra, ið longu frá barnsbeini hevur vitað, hvat tú skuldi verða, ”tá tú bleivst stór/ur”. So ert tú heppin, tí mong eru tey, ið sita líka til umsóknarfreistin er um at vera úti og grópa í tonkunum, meðan tey bíða eftir, at rætta valið skal renna fram fyri tey. Her er eitt uppskot til tín, sum ert í iva, men eisini til tín, sum longu heldur teg vita, hvør útbúgvingin skal vera. Týdningarmikið er nevniliga at seta seg væl inn í, hvat ymsu útbúgvingarnar innibera.

1 2 3

4

Førleikar

Áðrenn tú rættiliga fert í gongd við fínsorteringina, er tað eitt gott hugskot at venda eygunum í móti tær sjálvum. Hugsa um, hvørjir tínir persónligu førleikar eru—bæði teir sosialu og teir fakligu—tí hesir kunnu vera avgerandi fyri, hvussu títt temperament hóskar til skipanina av lestrinum. Um tú ongantíð hevur havt hug til bólkaarbeiði, nyttar ikki nógv at velja eina útbúgving á einum lærustovni, sum einans skipar undirvísingina sum arbeiði í bólkum. Summir lærustovnar hava eisini lítla undirvísing, og tá er gott at vita við tær sjálvum, at tú hevur bindindi ella sjálvdisiplin til at so at siga skipa tín egna lestrardag.

Púrasta á berum

Tú hevur ikki ánilsi fyri, hvat tú skalt velja, og veitst ikki um tað skal verða fuglur ella fiskur! Fyrsta stigið kann tá vera at tú gert tær greitt, hvat tú í hvussu so er ikki hevur hug til. So er gongd komin á. Kanska veitst tú longu, hvar í heiminum tú kundi hugsað tær at lisið. Brúka tá alnótuna ella læn bøkur á bókasavninum um útbúgvingar og útbúgvingarskipanir í ymsu londunum. Um tú ikki veitst, hvar útbúgvingin skal takast, er best at lesa breitt og seta sær nógva tíð av til kanningararbeiði – tað er jú eitt rættiliga týdningarmikið val, ið tú stendur yvirav. Minst til, at avgerðin er tín! Sjálvt um mamma tín kanska fegin vildi sæð teg sum lækna, so er tað tú, ið skalt liva við valinum.

5

Hvat krevst?

Av teimum 8-10 útbúgvingunum, eru nú kanska bara 4-6 útbúgvingar eftir. Kanna hvat krevst fyri at sleppa inn, og finn út av, um tú hevur neyðugu fakini? Um ikki, skalt tú ikki fella í fátt, tí tú kanst altíð taka tey vantandi fakini sum einkultfak á einum suppleringsskeiði. Um tú ikki hevur nóg góðan miðalkarakter, er møguligt at tú kanst søkja inn upp á annað so sum arbeiðsroyndir, háskúlauppihald o.s.fr. ella tað, sum í Danmark verður nevnt kvota 2. Hendan umsóknarfreistin er ikki altíð hin sama sum um tú bert søkir inn upp á karakterirnar, so neyðugt er at kann hetta frammanundan. Onkrir lærustovnar taka eisini upp út frá eini ella fleiri upptøkuroyndum.

Les breitt

Kundi tú hugsað tær eina langa útbúgving ella eina stutta, eina teoretiska ella møguliga heldur eina meira praktiska... Gott er at hugsa breitt, so ger tær greitt, hvørt tað er náttúruvísund, mál ella møguliga samfelagsviðuskifti, ið hava tín størsta áhuga. Les um allar útbúgvingar undir tínum áhugaøki, soleiðis at tú ikki av óvart vrakar eina útbúgving, tú ikki kennir. Lestrarvegleiðingar eru á øllum miðnámsskúlunum í landinum, umframt hjá LFÚ og á Altjóða Skrivstovuni. Leita tær hjálp hjá teimum, tey kunnu beina teg inn á eina kós, geva tær góð ráð og møguliga hjálpa tær at velja eini 8-10 útbúgvingar burtur úr rúgvuni.

Kanna einstakar útbúgvingar

Les meira gjølla um tær 8-10 útbúgvingarnar, sum nú eru eftir. Leita á heimasíðuni hjá útbúgvingarstovnum og finn fram til, hvussu útbúgvingarnar eru skipaðar. Nakrar útbúgvingar eru uppbygdar á tann hátt, at tann lesandi í stóran mun sjálvur velur lærugreinar og skeið. Eisini ber til at lesa meira enn eitt fak á ávísum lærustovnum, soleiðis at talan kann vera um høvuðsfak og síðufak. Aðrastaðni er útbúgvingin meira fastløgd frá byrjan og tú lesur bert eitt fak. Ger tær greitt, um undirvísingin fer fram sum fyrilestrar, floksundirvísing ella mesti denturin verður lagdur á bólkaarbeiði.

6 7

Seinastu kanningarnar

Ring ella skriva til útbúgvingarstovnarnar og bið um tilfar um útbúgvingina. Hav í huganum at talan er um reklamutilfar frá stovninum, so kanska kundi verið gott at fingið samband við onkran lesandi á útbúgvingini, sum kundi givið tær eina meira objektiva mynd av, hvussu tað er at lesa júst ta útbúgvingina. Tey lesandi kunnu eisini geva tær eina greiða mynd av gerandisdegnum, arbeiðsbyrðuni, undirvísarum og staðnum annars. Um tú ikki kennir nakran, sum er í gongd við útbúgvingina, kanst tú royna at seta teg í samband við MFS, sum møguliga kann vísa tær á onkran.

Avgerðin

Eingin ivi skal vera um, at hetta er eingin løtt avgerð at taka. Tó er hetta ein avgerð, sum tú noyðist at taka, um tú ætlar tær undir víðari lesnað. Hvussu raðfestingin á umsóknarblaðnum skal vera, er bert upp til tín. Lat ikki eina bráða avgerð stýra framtíð tíni. Tí sjálvt um tað eitt nú kann vera stuttligt at sita og uppbyggja eina heimasíðu, er ikki vist, at teldutøkni er títt umráði og tað økið, tín framtíð skal byggja á. Gott er at skriva meira enn eina útbúgving á umsóknarblaðið, ella at skriva ymsar lærustovnar, sum bjóða somu útbúgving. Tí um tú ikki sleppur inn á fyrsta valið, verður umsóknin gjørd virkin á teirri útbúgvingini, tú hevur raðfest á øðrum plássi. Minst til at vera í góðari tíð, tí ofta eru ymisk skjøl, ið skulu sendast við umsóknini. Um tú ikki sleppur inn fyrstu ferð, er ikki neyðugt at falla í fátt. Finn út av, hvussu tú kanst savna tær stig, soleiðis at møguleikarnir at sleppa inn seinni verða betri. Góða eydnu.

6

Pisan 2008

Pisan 2008

7


Náttúruvísund og tøkni Mál

Lívfrøði, heilsa og føðsla

SHÚ -

SHÚ Alkolog Kliniskur tannteknikari Tannrøktari

Undirvísing og miðlan SHÚ -

MHÚ Málslig bachelorútbúgving innan vinnu Teknmáls- og MHS-tolkur

MHÚ Bókavørður/Bókasavns- og kunningarvísund Fólkaskúlalærari Savnvørður Lærarabachelor í støddfrøði, alis- og evnafrøði Pedagog Teknmáls- og MHS-tolkur

LHÚ Amerikanskt Arabiskt Asiatisk mál Málslig kandidatútbúgving innan vinnu Europeisk mál

LHÚ Fornfrøði Audiologopædi Danskt/bókmentafrøði Heimsspeki Søga Klassisk filologi Listasøga Átrúnaðarsøga Retorik Guðfrøði Egyptologi Eystureruropa-lesnaður Pædagogik

Byggilist og bygging SHÚ Byggiteknikkari Kort- og landmátingarteknikkari MHÚ Bygningskonstruktør Diplomverkfrøðingur innan bygging LHÚ Arkitektur Sivilverkfrøðingur innan bygging Hortonom Landslagsarkitektur Landmátari

SHÚ Innleggjari Laborant Procesteknologur Produktiónsteknologur MHÚ Business development Verkfrøðingur Diplomverkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Veðurfrøði

MHÚ Bandagist/ortopædiverkfrøðingur Bioanalytikari (hospitalslaborant) Ergoterapeut Føðsla og heilsa Farmakonom Fysioterapeut Jarðarmóður Radiografur Sjúkrarøktarfrøðingur

LHÚ Aktuar Lívfrøði/jarðfrøði fakini Sivilverkfrøðingur Datalogi fakini Støddfrøði/alis- og evnafrøði fakini

LHÚ Lívfrøði Farmaceut Fólkaheilsufrøði Humanbiologi Ítróttur Kliniskur biomekanikkur Matvøruverkfrøðingur og –kandidat Lækni Sálarfrøðingur Tannlækni

Skrivstova, handil og útflutningur SHÙ Hhx 1 ár Marknaðarføringsøkonom Serviceøkonom

ÚTBÚGVINGAR Í DK

MHÚ Business development Verkfrøðingur Eksportverkfrøðingur Bachelorútbúgving innan vinnubúskap (HA)

Á landi, í vatni og í luftini

Trúgv ikki, at alt er sagt við hesum. Tekningin er ætlað sum íblástur og bara sum tað. Møguleikarnir eru óteljandi, og ætlanin er, at tú sjálv/ur skalt hugsa víðari—og kanska henda vegin finna tað, ið júst hóvar tær. Útbúgvingarnar eru býttar upp eftir longd, tvs. SHÚ, MHÚ og LHÚ, sum eru styttingar fyri ávíkavist Stutt Hægri Útbúgving 2½ ár, Miðallong Hægri Útbúgving 3-4 ár og Long Hægri Útbúgving 5 ár og uppeftir. Sí eisini www.ug.dk og “Hvad kan jeg blive” hjá Politikken.

SHÚ Flogskipari Transportlogistikari MHÙ Flúgvileiðari – sivilur Hernaðarflúgvileiðari Maskinmeistari Løgreglufólk Skipsyvirmaður

Kunningartøkni og elektronikkur

List, tónleikur, fjølmiðlar og móti

LHÙ Yvirmaður ”af linien” Hernaðarflogskipari

Samfelag og búskapur

SHÚ Fiskivinnuteknologur Landbúnaðarteknologur

SHÚ Ognaseljari Finansøkonom Reiðaríútbúgvingin Grannskoðari Toll og skatt

MHÚ Skógar- og landslagsverkfrøðingur

MHÚ Sosialráðgevi

LHÚ Agronom Forstkandidat Djóralækni Hortonom Búskaparfrøðingur innan jarðarbrúk Landslagsarkitektur

LHÚ Fólkalívsfrøði Løgfrøði Sosiologi Stjórnmálafrøði/samfelagsfrøði Búskapur

Náttúra og djór

8

LHÚ Kandidatútbúgving innan vinnubúskap (cand.merc.)

Pisan 2008

SHÚ Designteknologur Rithøvundaskúlin MHÚ Filmútbúgvingin Grafisk kommunikatión Grafisk tøkni og leiðsla Hondarbeiðslærari Fjølmiðlafólk Sjónleikaraútbúgvingarnar LHÚ Myndlistafólk Sniðgevi Filmvísund Listasøga Tónleikaútbúgvingarnar Sjónleikavisund

Ítróttur og rørsla SHÚ Rørslupedagog Ítróttarlærari Mensendieck-lærari Rútmupedagog MHÚ Avspenningspedagog

SHÚ Datamatikari IT- og elektronikktøkningur Multimediedesignari MHÚ Diplomverkfrøðingur innan elektronikk LHÚ Sivilverkfrøðingur innan informatikk Datalingvistikkur Datalogi fakini Informatikkur IT-háskúlaútbúgvingarnar

LHÚ Ítróttur

Pisan 2008

9


AT FLYTA HEIMANÍFRÁ

Hillhead

the place to be or not to be Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at býðarkultururin hjá skotum er heldur annaleiðis enn heima í Føroyum. Hillhead hevur sína egnu lítlu hugnaligu barr, sum hevur serliga lágar prísir fyri drykkivørur, og mong av dansistøðunum niðri í býnum hava serstøk tilboð til tey lesandi fleiri kvøld um vikuna. Mong av teimum, sum búgva uppi á Hillhead eru einans 17-18 ára gomul og júst flutt heimanifrá, so tey hava lætt við at taka henda kultur til sín. Tískil kann tað vera rættiliga nógvur larmur rundan um teg hvønn dag í vikuni. So um tú ynskir tær eitt stað at búgva, sum er friðarligt og tú hevur fullkomið kontroll á, hvat hendur rundan um teg, so er Hillhead nokk ikki tað allarbesta staðið at búgva.

Anfinn Dan Christiansen, 26 ár, lesur enskt og heimspeki, Aberdeen. Áðrenn eg fór heimanifrá við kós ímóti Aberdeen, var eg heldur nervøsur um, hvat kundi væntast, tá ein kom fram til Hillhead. Orsøkin handan hendan óttan var, at eg hevði fingið heldur mótsigandi frásagnir um liviumstøðurnar á Hillhead. Summi vildu vera við, at Hillhead bara var ‘The place to be’ fyri ein nýsprotnan Undergraduate student, meðan onnur høvdu heldur nei-ligar meiningar um umstøðurnar, sum Universitetið bjóðar. Minnist enn tann fyrsta tankan eg fekk, tá eg lat hurina upp til staðið, sum skuldi vera mítt heim tað næsta árið, “Huff, hetta líkist akkurát einum fongsli.” Um tú ímyndar tær eina smala gongd við trimum grønum hurðum á hvørjari síðu merktar við hvør sínum tali. Á endanum á gongdini eru tvær grønar hurðar, sum leiða inn til bæði vesini og til høgru og vinstru eru so baðiverilsi og køkur. Tað er lætt at síggja fyri sær, at plássið, sum tú skalt deila við fimm øðrum persónum ikki er ov rúgvumikið, men tá tú letur kamarið upp, sum er títt “personal space,” er lætt at fella í fullkomið vónloysi, tí tað einans er 2x3m. Sjálvandi aftaná hesa uppliving vantaði eg, at allar tær nei-ligu frágreiðinginar, sum vóru sagdar mær vóru sannar. Tó, hetta var einans í byrjani, tí at tær sosialu upplivinginar, sum tú fært við at búgva á Hillhead viga nógv meir á vektskálini enn sjálvar búðstaðarumstøðurnar.

10

Hóast tað eru nógv ung fólk á Hillhead, er ikki neyðugt at føla seg gamlan. Hillhead er rættiliga multi-kulturelt við fólkum úr øllum heimspørtum, sum mangan eru um sama aldur sum Føroyingarnir, sum koma til Aberdeen. Hetta ger, at tað er lætt at læra nógv ymisk fólk at kenna, bæði yngri, javnaldrar og eldri. Serstakliga tann fyrsta mánaðin, har fólk royna at økja um sín vinarskara. Í hesari tíðini er Hillhead, við sínum “sosialu tiltøkum”, eitt sera gott stað, har møguleikin er fyri at knýta nýggj og sterk vinarbond. Hetta resið, sum er tann fyrsta mánaðin, slækkar í ein stóran mun gjøgnum tað fyrsta semestrið, men tú kemur alla tíðina so líðandi at økja um vinarskaran, meðan tú byrt uppi á Hillhead. Hetta er samstundis tað mest tiltrekkjandi við Hillhead, tað at tú hevur møguleika at koma at kenna og liva saman við persónligheitum, sum eru rættiliga ymsik frá tær sjálvum. Spurningurin, ein er noyddur at seta sær sjálvum er: “Ynski eg at búgva í einum friðarligum øki ella í einum staði, har spontanitetur er í hásæti?” Er tú til tað fyrra, so er Hillhead kanska ikki fyrsta valið, tú skalt hugsa um. Hevur tú betur hug at sita og nikka samdur við tí seinna, ja so er Hillhead ‘the place to be’. Umstøðurnar eru kanska ikki tær allar bestu, men hetta dragar seg um sjey mánaðir av lívinum, og persónliga eri eg sera fegin um, at eg tók avgerðina um at búgva á Hillhead tað fyrsta árið av mínum universitetslívi.

Pisan 2008

Ein nýggjur heimur Tad sosiala lívið á skúlanum er gott. Ofta verdur skipað fyri tiltøkum, ballum o.s.fr. Fyri meg er hetta ikki so umráðandi - eg eri komin at kenna “en håndfuld” frá studienum, men haldi meg annars til mínar føroysku vinkonur her í Keypmannahavn. Sum lesandi í Keypmannahavn er kollegielívid eisini ein partur av gerandisdegnum. Tað fyrsta hálva árið búði eg í einum kollegiekamari úti í Hvidovre, ið liggur umleið 20 minuttir frá skúlanum. Har deildi eg køk vid 18 øðrum lesandi, og vit brúktu nógva tíð saman um kvøldarnar og í vikuskiftunum. Eftir at vera flutt á Oyrasundskollegiið er hetta felagslívið horvið - her búgva fólk sum ein kennir heimanifrá og er mest saman við teimum.

Cecilia Nolsøe Poulsen, 22 ár, lesur erhvervsøkonomi & psykology, Keypmannahavn. Tá ið farið verður undir hægri lesnað, kann tað tykjast sum at koma í ein nýggjan heim - uttan mun til, um tað er í Føroyum, Danmark, Onglandi ella Kina. Umhvørvið er nýtt, spennandi og ókent – og kann samstundis vera ræðandi. Eg, ein miðalhampa tryggleikanarkomanur, vildi royna okkurt nýtt og ókent, sum tó var so tætt við mítt nærumhvørvi sum gjørligt. Eg visti frammanundan, at eg ikki hevði hug til at fara á lestrarævintýr í einum púra ókendum landi, ókendum býi við ókendum fólkum. Vildi tó sleppa út um landoddarnar og valdi at fara til Keypmannahavnar, har vinir og familja vóru frammanundan. Hetta eri nú glað fyri, tí trygga umhvørvið gjørdi tað lættari at nýta mína orku uppá skúlagongdina frá byrjan av. Nógv hendir teir fyrstu mánaðirnar av lestrartíðini, tí nógv praktiskt skal avgreiðast, samstundis sum útbúgvingin setir tær høg krøv frá fyrsta degi. Copenhagen Business School (CBS) er ein handilsskúli, har tey lesandi stremba eftir karrierumøguleikum. Tad merkist, at fólk vita hvat tey vilja og hesum arbeiða tey hart ímóti. Vit, sum har lesa erhvervsøkonomi og psykologi, eru 125 fólk í árganginum. Útbúgving hevur bert fýra ár á baki, so enn skal nakað til, áðren hon verdur heilt optimal. Tá eg søkti inn á júst hetta studie, ivaðist eg í, hvat tad innibar. Á heimasíduni www.ug.dk stóð ein sera áhugaverd frágreiðing av útbúgvingini, men tað var ringt at ímynda mær, hvussu tað í praksis fór at vera at lesa á einum universiteti. Tað er ikki møtiskylda til teir fáu fyrilestrarnar sum eru, men ein skal lesa nógv fyri at kunna fylgja vid og klára próvtøkurnar. Tað eru umleið fýra royndir fyri hvørt hálvár, so tað ræður um at hava sjálvdissiplin, møta til fyrilestrarnar og skapa ein gerandisdag, har skúlating er ein centralur partur av degnum.

Tað er ein avbjóðing at vera føroyingur í Keypmannahavn. Danir fara ikki út um hurðina uttan sín elskaða kalendara undir arminum, og tað ber ikki til at avtala í dag, at fara á vitjan hjá nýggju donsku vinkonuni í morgin. Kalendarin hjá vinkonuni vísir nemliga, at hon ikki hevur tíð fyrr enn um tríggjar vikur. Eitt, sum føroyingurin í Keypmannahavn eisini má venja seg við, er at hann ikki longur er umgyrdur av føroysku náttúruni. Hetta kann vera ein smeitur, um ein dámar at fara ein gongutúr eftir landavegnum fyri at fáa eitt sindur av sálarfriði. Fyrsta lestrarhálvan er sum heild kend fyri at vera ógvuliga rokalig og strævin, og hetta fert tú óivað at leggja til merkis. Ein dag kennist alt sum ein sigur, tí tú ert viss/ur í, at tú hevur valt røttu kósina. Aðrar dagar kanst tú kenna brádligan heimlongsul og tú ynskir teg so innarliga heim í heitu stovuna í Føroyum. Men... tað ræður tó um at stríðast, halda áfram og seta sær sum mál at klára fyrstu lestrarhálvu. Tað er ofta ikki fyrr enn tá, at tú sært, um hetta var nakað fyri teg ella ikki. Er tað so ikki tín koppur av te, er hetta onki at skammast av. Fólk gevast dagliga við lestri, tí tey síggja, at hetta ikki var tað, tey ætlaðu, hugsaðu um ella tímdu. Men tað er týdningarmikið at geva tí ein veruligan møguleika og ikki gevast við fyrstu forðing ella avbjóðing. Hjá mær kendist nógv sum tað bera kaos, men síðan fyrsta lestrarhálva byrjaði er alt gingið sum eftir ánni. Tí leggi eg dent á, at tá tú ert komin uppá pláss, ræður tað um at halda út, lodda dýpið, kenna lestrarkrøvini og sínar egnu førleikar. Tað er týdningarmikið at festa eyguni á málið og minna teg sjálva/n á, at hetta er tað, tú vilt. Gleð teg heldur til framtíðina, um dagurin í dag ikki er, sum tú ætlaði í morgun.

Pisan 2008

11


Lýs tín lestrarbý - Chicago

avgjørt vera positivt. Einum føroyingi nýtist ikki altíð at vera um føroyingar til tess at hava tað gott, Lesandi amerikanarar eru eitt deiliga opið og stuttligt fólkaslag, og universitetsmentanin her tryggjar, at tú sum næmingur kemur at kenna eina rúgvu av fólki beinanvegin, og eg kann garantera, at tú hevur fleiri góðar vinir eftir eina viku á skúlanum. Máltillagingin er sjálvandi als eingin trupulleiki. Sig bara alt tað, tú hevur hoyrt í sjónvarpinum og í filmum ella lært í enskum, og so kemur restin (slang og fakmál) av sær sjálvum. Hvussu langt røkka pengarnar? Tað eru allarhelst ikki nógv, ið ikki hava hoyrt um fallandi kursin á dollaranum seinastu langu tíðina. Hann er nú so lágur sum hann nakrantíð hevur verið, og útlitini fyri, at hann styrknar aftur eru ikki góð. Tí røkka pengarnir longri og longri her. Prísstøðið í USA er deiliga lágt, og ketur sum Wal-Mart og Target hava pressað prí-

sin á øllum, tú nakrantíð fært brúk fyri, niður í botn, og tað fært tú notið ágóðan av. Um tú ikki keypir alt ov nógv óneyðugt, skuldi studningurin rokkið til mat og bústað. Men tað er sjálvandi gott at hava eina uppsparing ella lestrarlán at taka av tá tað kemur til at njóta tað, Chicago hevur at bjóða. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Um USA á nakran hátt tiltalar teg, ráði eg tær royna títt nýfingna pisuflog her yviri! Tak av tilboðnum frá Stuðulsstovninum, hvørs peningur røkkur til flestu amerikanskar skúlar. Her er hugnaligt, her er spennandi, og fakliga støðið er passaliga høgt. Tú upplivir sokallaða valdsmiklasta landið í heiminum innanífrá, og fordómarnir fyri tí fella fullkomiliga burtur. Spyr Altjóðaskrivstovuna ella meg (bjarni_i_l@hotmail. com) um tað praktiska. Tað er lættari, enn tú heldur. Tað er lættari, enn tú heldur. Kom!”

Århus ‘smilets by’ Karin Bech

Bjarni í Liða, 23 ár, Chicago, U.S.A. (Fólkatal: 2,833,321) Lýs tín lestrarbý Myndin av USA er næstan fullkomiliga broytt, síðan eg byrjaði at ganga í skúla her í august mánaði í 2005. Eftir eitt ár á einum lítlum universiteti í einum evarska lítlum býi í suðurstatinum Arkansas, flutti eg til Wheaton College, hálvan tíma uttanfyri miðbýin í Chicago. Fólkatalið er túsundfaldað í mun til Siloam Springs í Arkansas, og størsti munurin á hesum býnum og øðrum støðum, eg fyrr havi búð, er støddin. Støddin á øllum. M. a. liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Eg elski Chicago. Býurin hevur alt. Mær dámar væl stórbýir, og toksamband er frá skúlanum inn til eitt háhús mitt í miðbýnum. Á gøtunum har hyggi eg ofta meir uppeftir enn frameftir. Í arketektonist undurfullu miðbýarparkunum verða óteljandi tónleikafestivalar hildnir við útsýni til ‘skýlinjuna’ einumeðin og vakra Lake Michicgan hinumeðin. Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn (m.a. Teitur), sum koma hendavegin, eru nógv

12

listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Men uttanfyri miðbýin er tann veuligi Chicago. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kafé’um, har tey ungu og kulu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til vøkur og løgin heimagjørd klæði, og intimum og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til heavy metal og elektroniskan tónleik verður spælt. Bústaðarviðurskifti Bústaðarviðurskiftini á amerikonskum universitetum laga seg sjálvi. Tað er nevnliga kravt, at skúlin fær búpláss til vega til allar næmingar, sum sleppa inn. Fyrsta ári noyðist ein oftast at búgva á einum ‘dormkamari,’ men aftaná tað stendur einum frítt at finna sær ein íbúð sjálvur uttanum skúlan. Leigan er eini kr. 3-4. 000 um mánaðin á skúlanum, og kann fara undir kr. 2. 000 um tú ikki leigar ígjøgnum skúlan. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum, og hvussu er við mál tillaging? Tað er ikki serliga sannlíkt, at tú finnur fleiri føroyingar í tínum lestarbýi í USA, hvønn tú so velur. Í Chicago havi eg eina føroyska fastir, og kenni eina aðra familju. Men hetta haldi eg

Pisan 2008

Århus hevur nógv at bjóða lesandi. Fólkatali liggur um 250.000 og harav gott 40.000 eru lesandi. Århus er ein býur fyri øll. Sentralt í býnum liggur gongugøtan við øllum teimum nýggjastu mótahandlunum, men um tørvur er á onkrum smærri, er eisini møguleiki fyri at spáka sær gjøgnum latínarkvarteri, ið er fylt við handlum við meira serstøkum vørum og smáum caféum. Í býnum verður eisini stórur dentur lagdur á mentan og hetta er sjónligt um allan býin, t.d. er internationala museum AROS eitt av mittpunktunum í býnum. Longur úti liggur den ’Gamle By’, har ein kann uppliva hvussu tað var í Danmark í gomlum døgum. Eisini eru nógv tónleikatiltøk av ymsum slag. Á Train eru fleiri tónleikaframførðslur um vikuna, har nøvn sum Eivør Pálsdóttir og Teitur m.a. plaga at vera á skránni. Fyrstu vikuna í sept. er ’Århus festuge’. Tá er tað eitt tema, ið er gjøgnumgangandi alla ta vikuna, har ymisk tónleikatiltøk o.a. er á skránni. Um einum dámar væl at vera úti í náttúrini, eru góðir møguleikar at koma í parkir og skógir nærhendis býin. Eisini liggur Botanisk have mitt í býnum.

Bústðararviðurskiftini eru góð, men eftirsum, at Århus er ein vælumtóktur býur, kann tað verða torført at finna búðstað tætt við sentrum. Um søkt verður í góðari tíð, eru møguleikarnir størri at finna sær ein góðan búðstað. Fyri føroyingar er Àarstova møtistaði. Ári runt eru tiltalandi tiltøk, so sum flagdagshald, jólatiltak, pisuveitsla fyri tey, ið eru nýggj í býnum o.s.fr. Eisini er opið hvørt leygarkvøld, har tað ofta eru temakvøld á skránni. Hæddarpunktið á árinum er ræstkjøtaveitslan, har góður møguleiki er fyri at møta teimum, ið búgva uttanfyri Århus og aðrastaðni í landinum. Les meira á www.aarstova.dk. Tað kann vera torført at vera nýggjur á einum staði, har ein verður noyddur at tosa fremmanda mál, serliga í einum fakligum umhvørvi. Tað snýr seg bert um at kasta seg út í tað og venja seg við at tosa máli heilt frá byrjan av. Fólk eru forvitin og spyrja gjarna um Føroyar og máli. Í århus eru vit altíð glað fyri at síggja nýggjar føroyingar. Tað er ein spennandi býur, ið enntá verður kallaður ‘smilets by’, har tað er pláss til og góðir møguleikar fyri, at ein kann gera tað ein hevur hug til bæði í mun til útbúgving, fríðtíð og arbeiði.

Pisan 2008

13


Lýs tín lestrarbý - London tú eitt gott stað at búgva, so ert tú væl sloppin, og so nýtist tær ikki so nógv annað. Tað er týdningarmikið, at tú kemur heim til eitt stað, har ið tú tímir at vera, tí ein stórbýur sum London kann fáa teg at kenna teg eitt sindur fremmandagjørda/n. Býrt tú saman við øðrum, so er eisini týdningarmikið, at tær dámar fólkini, ið tú býrt saman við. Tryggja tær hetta við at tosa við hesi áðrenn og set nakrar fylgireglur fyri øll, ið búgva saman. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum, og hvussu er við mál tillaging?

Torfinnur Jákupsson, 24 ár, London, U.K. (Fólkatal: 8,278,251) Lýs tín lestrarbý London er býurin fyri tey kulu. Soleiðis vilja Londonbúgvar vera við. Her eru nú ikki øll av góðum bergi brotin, men tað er satt, at London sum størsti býur Evropa er sera kulur at búgva, liva og lesa í. Hann er stórur og pakkaður við tí fremmanda, men samstundis kennist hann onkursvegna sera heimligur, vakur og hugnaligur. Býurin er eisini lættur at finna runt í eftir, at tú hevur vitjað í bert stutta tíð. Sum við øllum øðrum stórbýum, so myndar harðskapur og annað líknandi lívið í býnum eisini, serliga náttarlívið. Persónliga havi eg ikki upplivað tað stóra av hesum tó, og týdningarmest er nokk bert at vita, hvussu ið ein bera seg at og hvar. Meti, at tú finnur neyvan ein stórbý við fryntligari fólki í Evropa. Við atliti til frítíðina, so hevur býurin eisini almikið at bjóða: tú kanst nýta tína frítíð til tað, ið tú vilt, tí býurin hevur alt. At tú passar uppá pengapungin, er tó eisini týdningarmikið, tí freistingarnar kunnu eisini gerast í so nógvar. Bústaðarviðurskifti Bústaðarviðurskiftini í London eru sum vera man ymisk, men um tú leitar, finnur tú. Tað er góður møguleiki fyri at finna sær eitt gott og relativt bíligt stað at búgva, um ein bert leggur eitt sindur av orku í. Tað er skilagott at tosa við ymisk bústaðarfeløg og eisini einstaklingar, ið sjálvi leiga út. Tað kann væl vera, at tú finnur ein dýrgrip í øllum hurlivasanum, sum eg sjálvur havi roynt. Hetta er kanska fyrsta stóra avbjóðingin, ið tú fært sum nýggjur Londonbúgvi. Men finnur

14

Mær vitandi eru millum tjúgu og tredivu lesandi føroyingar í London nú. Havi regluliga samband við nøkur av hesum, men kenni ikki øll, og óivað eru fleiri føroyingar, ið ein ikki veit um. Á mínum skúla eru tveir aðrir føroyingar, vit eru faktisk gamlir vinmenn, men hóast tú ikki hevur vinfólk á sama skúla, so verður tað neyvan trupulleiki at koma at kenna onnur fólk beinanvegin; málið er ein hjálp heldur enn ein forðing. Tað er eitt sera demokratiskt mál. London er eisini júst ein so stórur býur, at í dag hittir tú helst fleiri útlendsk enn bretsk í býnum, so at vera føroyingur er ikki nakað at stúrast yvir – ei heldur, um tú ikki altíð dugir at seta tínar føroysku upplivingar í samband við tær hjá hinum, ið eru bretsk ella koma aðrastaðnifrá. Munurin ímillum okkum er tað, ið bindur okkum saman. Hetta er eisini við til at mynda frálæruna og at víðka tín horisont. Sum føroyingur verður tú bara viðfarin sum áhugavert ískoyti í floksrúminum og stórbýarlívinum. Mestsum ongin kennir til Føroyar ella føroyingar, og tað er altíð grundarlag fyri einum stuttligum práti. Hvussu langt røkka pengarnar? Pengarnir røkka so langt, sum pengapungurin loyvir. Eg plagi at siga, at tað er bíligt at liva, men dýrt at búgva í London. Matur, drekka og annað er bíligt, meðan leigan er dýr. Hetta hongur tó eisini aftur saman við, hvar tú býrt. Um tú dugir tær hógv og leggur lívsstílin væl til rættis, so kanst tú loyva tær at taka av mongu tilboðunum, ið London sum stórbýur hevur at bjóða. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Um tú ikki longu dugir, so lær teg at gera mat! Tað sparir og er faktiskt ræðuliga hugnaligt.

Pisan 2008

!!! LESTRARDAGUR !!! Fríggjakvøldið 25. juli á REX í Tórshavn - frá kl. 19.00 til 22.00. Kjak - Politikkarar - Undirhald. endaliga skráin verður lýst seinni á www.mfs.fo Finnur Jensen frá Páll Finnur Páll fer at spæla.

!!! PISUDAGUR !!! Mikudagin 6. august verður Pisudagur á ungdómsdeildini hjá EIK í Tórshavn Pisudagurin vendur sær til allar pisunar ið fara undir hægri lesnað. endaliga skráin verður lýst seinni á www.mfs.fo

Pisan 2008

15


Lýs tín lestrarbý - Barcelona

Lýs tín lestrarbý - Brighton

Gunnvá M. Olsen, 25 ár, Barcelona, Spania. (Fólkatal: 1,605,602)

eisini nógv meira um aðrar mentanir og ymisk fólk enn man er vanur við heima í Føroyum.

Lýs tín lestrarbý Barcelona er ein sera spennandi og dynamiskur býur fullur av lívid alt samdøgrid. Her eru caféir, matstovur, handlar og barrir á hvørjum hornid. Streymurin av ferdafólki er stødugur alt árid – serliga frá páskaferiuni og til august. Her eru nógv útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu dikotekunum í náttarlívinum. Metroin bindur allan býin saman og ger tad sera lætt at ferdast frá einum enda til annan av býnum. Bussar koyra allan dagin og náttina vid og eisini er gott toksamband til býir uttanfyri Barcelona. At ganga runt í gamla býarpartinum er eitt satt upplivilsi; her kanst tú fara á kanningarferd í teimum óteljandi smølu gøtunum, sum húsa smáum sjermerandi matstovum, og hugnaligum handlum; her er okkurt fyri øll. Í vikuskifitnum møtast tey ungu á strondini og í Ciutadella parkini tætt vid midbýin. Fert tú oman í parkina ein sunnudag sært tú nógv ung; summi lesa, onnur hugna sær vid guitartónleiki, jonglera og onnur ganga enntá á línu. Alt árid runt eru ymisk tiltøk, m.m. uttandurakonsertir, sjónleikur og ikki at gloyma fótbóltin; lidini Barcelona og Espanyol. Siestain, sum er ímillum kl. 14 og kl. 17 kann vera eitt sindur forstýrandi um tú ert nýggjur í Spania. Mest sum allir handlarnir steingja hesar tímarnar, so tad kann vera ringt í byrjanini at skula planleggja síni ørindi. Teir stóru handlarnir í midbýnum steingja to ikki. Arbeidsdagurin er eisini ødrvísi. Her fáa tey flestu frí um kl. 20. Sjálv gangi eg í skúla um kvøldarnar frá kl. 19 til kl. 22.00 og eti so ikki døgurda fyrr enn um 23 tídina, tá eg komi heim. Bústaðarviðurskifti At finna okkurt at búgva í kann vera ein avbjóding. Her eru ymisk kollegiir og studentaíbúdir, men tad er sera ringt at fáa pláss har. Tó hava summi universitetur seravtalur vid kollegiir – hetta er vert at kanna tá tú velur títt universitet. Tad mest vanliga fyri ung her í Barcelona er at búgva 3-5 saman í íbúdum, har tú so leigar eitt kamar. Hetta er ein gódur máti at koma at koma í samband vid onnur ung uppá.

16

Hvussu langt røkka pengarnar? Burtursæð frá leigu, so er tað bíligt at liva, samanborið við Danmark og Føroyar, hóast Brighton verður sagdur at vera ein sera dýrur býur, samanborin við aðrar býir í Englandi. Pengarnir kunnu røkka langt, um ein vil, her hugsi eg bert um at liva fyri. Tað ber væl til at klára seg við studninginum her, hóast tað krevur at ein vendir hvørjari krónu. Spyr teg fyri á universitetinum; eisini eru nógvar lýsingar í avísunum og á netinum. Ein hent sída er www. loquo.com, bædi til at finna íbúd, men eisini arbeidi. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/skúlanum, og hvussu er við mál tillaging? Mær vitandi eru ikki nógvir føroyingar í Barcelona. Eg havi tó nakrar ferdir av tilvild møtt ymsum føroyingum, sum hava verid her í eitt styttri tídarskeid á td. skeidi ella sum ferdafólk. Her tosa fólk spanskt og catalan; harafturat skilja tey flestu eitt sindur av enskum. Universitetid eg lesi á fær hvørt ár fleiri og fleiri útbúgvingar á enskum. Eitt gott rád er at duga eitt sindur av sponskum um tú vilt klára teg her í Barcelona; tí at spaniumenn kunnu vera nokkso trekir at vilja tosa á enskum, serliga um tú fert út úr midbýnum og burtur frá typisku ”ferdamanna økjunum”. Um tú vilt hava undirvísing í sponskum eru eitt ótal av skúlum, id bjóda sponsk málskeid. Um hugurin er til tess, bjódar staturin catalansk málskeid ókeypis. Hvussu langt røkka pengarnar? Vid SU røkka pengarnar so nøkunlunda runt. Matur, transportur o.a. er væl bíligari enn í Føroyum, men harafturímóti er húsaleigan dýr. Tættari tú býrt midbýnum og strondini dýrari er húsaleigan. Eisini kann leggjast afturat at café mentanin her lættliga kann ávirka títt budget. Her er heilt vanligt at síggja caféirnar fullar av fólki longu frá morgunstundini av. Metro og bussprísirnir eru rímuligir. Eitt 10 túra kort kostar umleid 7 evrur. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Vís tolsemi, her møtir eingin stundisliga. Hav eyga á taskuni og ødrum lutum hjá tær allatíd. Nýt lívid og teir mongu møguleikarnir Barcelona býdur tær – tú fært ikki tíd at keda teg.

Pisan 2008

Jórun Høgnesen, 25 ár, Brighton, U.K. (Fólkatal: 155,919) Lýs tín lestrarbý Eg búgvi í Brighton, sum er í Suðuronglandiog er ein sera vakur býur. Hann er sera væl umtøktur her í Onglandi og nógv ferðafólk koma her, tí hetta er ein serligur býur, sera “arty” ella kunstnarasligur, við annarleiðis fólki, harav nógv eru listafólk. Ein er fríur at uppføra seg sum man vil. Her er nógv at nýta frítíðina til, serliga um ein hugsar um býarlív og náttarlív. Tað er altíð okkurt á skránni: Filmfestivalar, konsertir við stórum nøvnum, og nógv annað, so man nýtist ongantíð at keða seg her. Veðurlagið er eisini sera gott her, serliga um summarið. Pluss Brighton er bert 40 min frá London við toki!

Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Fólk halda ofta at tað er lættari at fara til Danmarkar at lesa, tí tað er har øll onnur fara. Tað er akkurát líka lætt at fara til England. Tað tykist sum fólk halda at ein skal tora væl, um ein fer til England ella okkurt annað land, sum ikki er Danmark - tað tykist so langt vekk frá Føroyum. Tad er líka tað fyrstu tíðina at tað kann tykjast torført, ti man skal venja seg við tað enska málið og finna sær vinfólk, yvirhøvur at koma at trívast. Men tað kemur av sær sjálvum aftaná eina stutta tíð. Eg vil bara siga at um ein bert hugsar tankan at koma til England, so er at fara. Ikki fylgja við streyminum tí tað er lættari. Fylg dreyminum, ikki streyminum!

Bústaðarviðurskifti Búðstaðarviðurskiftini eru góð. Tó er tað sera torført at finna íbúð og eisini sera dýrt at leiga her. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum og hvussu er við mál tillaging? Skúlin er uppdeildur í pørtum, har ein partur er í einum býi tætt við Brighton. Har eru 2 føroyingar. Í Brighton sjálvum er tað bara eg, sum eri føroyingur - so vítt, eg veit. Í øllum førum á skúlanum. Tað at vera einsamallur føroyingur gevur einum møguleika at læra málið nógv betur og skjótari tí man tosar tað allatíðina. Tað er torført at byrja við, men eftir eina tíð er onki problem! Tá ið man er fremmandur lærir man

Pisan 2008

17


Lýs tín lestrarbý - Reykjavík

Lýs tín lestrarbý - Sioux Falls

Yrsa Hauksdóttir, Reykjavík, Ísland. (Fólkatal: 117,898) Lýs tín lestrarbý Reykjavík er ein deiligur býur. Hann er stórbýar líkur, men hóast tað lítil og heimligur. Frítíðarmøguleikarnir eru fleiri, sum í lond flestum. Okkum dámar væl at fara ein túr í býin. Her eru nógvir flottir og fjølbroyttir handlar, sum eru dragandi. Annars ganga íslendingar nógv á kaffihús. Mitt í viku verður farið á kaffihús til ein drekkamunn ella ein bita, men um vikuskiftið verða kaffihúsini broytt til ballingarstøð. Annars hevur hetta verið ein sera langur vetur, fullur av kava. Tá hava íslendingar stuttleikan av at standa á skí ella snowboard. Hetta er nakað, sum má roynast. Bústaðarviðurskifti Eg var ógvuliga heppin at fáa íbúð á studentagarðinum. Bíðilistarnir eru langir og eg veit, at nøkur hava bíðað í meiri enn eitt ár. Seinast eg frætti, var bíðilistin áljóðandi 700, so hetta er vorðin ein politiskur trupulleiki. Hóast tað, kann eg siga, at íbúðirnar sjálvar eru deiligar – ja ein vinkona sum var og vitjaði, segði at hetta kundi ikki samanberast við tað sum er í DK. Tær eru nýggjar og rúmgóðar. Sjálv havi eg eina á 38 fermetrar, sum er rættiliga vanligt. Men húsaleigan er høg. Eg rindi uml. 4400kr. um mðr. plus ljós og hita. Eitt kamar á 12 fermetrar kostar uml. 3000kr. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum og hvussu er við mál tillaging? Hálvt ár aftaná eg byrjaði at lesa, fortaldi mamma mær at ein onnur føroysk genta las saman við mær, hana havi eg samband við í dag. Ein drongur var eisini at byrja við, men hann gavst. Ein onnur genta er komin til Íslands i M.A. í altjóða samskiftum. Annars veit eg ikki um aðrar føroyingar. Málið átti ikki at verið ein forðing, tí eg haldi, at føroyskt og íslendskt líkjast nógv. Tað kann vera, at eg haldi tað, tí eg sjálv eri íslendsk. Sjálvandi krevur tað tíð at seta seg inní eitt nýtt mál. Eg veit, at tær báðar genturnar nýta nógv enskt, tá tær skriva uppgávur og tílíkt.

18

Heidi Zachariasen, Sioux Falls, South Dakota, U.S.A. (Fólkatal: 151,300)

Hvussu langt røkka pengarnir? SU stuðulin røkkur ikki langt, ja kanska bara akkurát fyri húsaleiguna. Ísland ber orð á sær at vera eitt sera dýrt land og tí ætli eg mær ikki at mótmæla. Grønnmeti og frukt eru bílig, men kjøt er dýrt. At eta úti er dýrt. At sleppa inn í ymsu diskotekini og barrirnar plagar ikki at kosta, men ein túrur í sjálva barrina kostar tað hvíta út úr eygunum. So forbrúkið er stórt. Eg hevði ongantíð klárað meg, um eg ikki hevði samlað mær pengar áðrenn eg fór. Síðani sálarfrøði er ein krevjandi útbúgving, havi eg ikki tíð at arbeiða við síðuna av. Men summarferian er sera long, frá hálvum maj til fyrst í septembur, so tá ber væl til at forvinna pening, til at liva av tá skúlin byrjar aftur. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Eg viðmæli heilt avgjørt Ísland. Her er deiligt at vera. Fólkini eru blíð og fitt, so tað ræður bara um at sjálv/ur vera opin. Og so havi eg næstan hug til at siga: samla samla og samla so nógvar pengar sum gjørligt, áðrenn tú kemur.

Pisan 2008

Lýs tín lestrarbý Byurin eitur Sioux Falls og liggur i Amerikanska statinum South Dakota. Her búgva umleið 150.000 fólk. Býurin liggur bert 4 tímar frá Minneapolis, so tað er lætt, tá ein skal aftur og fram til Føroyar. Icelandair flýgur beinleiðis til Minneapolis. Her eru sera nógvir frítíðarmøguleikar. Millum annað eru alskyns ítróttargreinar at velja ímillum – t.d kurvabólt, softball, baseball, fótbólt, fimleik, wrestling, atletik, svimjing o.s.fr. Mentunarlig og listarlig tiltøk av ymsum slag eru nógv, so sum tónleikur, filmsýningar og framsýningar. Nógvir biografar eru og m.a camping tiltøk um summarið. Tað eru sera nógv tiltøk og møguleikar fyri børn i øllum aldri. So einum nýtist ikki at keða seg! Bústaðarviðurskifti Tað er ikki trupult at finna nakað at búgva í. Her eru nógvir íbúðarbygningar, har ein kann leiga, og so sjálvandi hús. Vit búgva sera væl, og hava eina rúmliga íbúð her á kollegiinum við øllum hentleikum. Tað er í føroyskum eygamáti sera bíligt at búgva her tá vit tosa um leigu ella keyp av íbúð/húsi. Flestu hús/íbúðir hava central air og tað er gott, tá hitin fer upp um tey 30 stigini um summarið.

Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum og hvussu er við mál tillaging? Eg veit ikki um nakran føroying i Sioux Falls. Tann nærmasti føroyingurin eg kenni, er ein vinkona hja mær, sum býr i Shakopee, sum liggur uttanfyri Minneapolis. Tað tekur mær bert 4 tímar at koyra hartil, so tað er ikki so galið. Máltillagingin gongur væl. Kortini var tað eitt sindur av einum skelki at fara undir lesnaðin, sum sjálvandi allur er a enskum. Ikki tí, at tosa var eingin trupulleiki, men tann fakligi lesnaðurin var ringur at byrja við. Nu er gott, og orðabøkurnar eru inni aftur í skápinum!. Børnini eru ótrúlig, tad tók teimum bert stutta tið – uml. 3 mánaðar, so tosaðu tey flótandi enskt. Hvussu langt røkka pengarnr? Pengarnir røkka serliga langt nu dollarin er so lágur. Matur, klæðir, bilar o.a. eru eisini sera bílig í mun til heima í Føroyum. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Tu kanst gleða teg! Vit er so væl móttikin allastaðni her. Fólk eru sera blíð, fyrikomandi og hjálpsom, og vilja gera alt fyri, at tu skalt føla teg væl. Viðvíkjandi útbúgving, eru tað sera nógvir moøguleikar. Her er ein ótrúlig náttúra og deiligt veðurlag.

Pisan 2008

19


Lýs tín lestrarbý - Lund

Lýs tín lestrarbý - Siloam Springs Annika K. Høgnadóttir, 23 ár, Siloam Springs, Arkansas, U.S.A. (Fólkatal: 13,990)

Kristina Christiansen, 28 ár, Lund, Svøríki. (Fólkatal: 76,188) Lýs tín lestrarbý Universitetið hevur deildir spreiddar út um allan býin. Her eru umleið 35.000 skrásettir næmingar, so Lund kann sigast at verða ein studentabýur. Sum lesandi í Lund skal ein verða limur í einum av teimum 12 studentaráðunum ella teimum sokallaðu natiónunum. Tær ymisku natiónirnar hava ymisk tiltøk studentarnir kunnu verða vid til. Tað er eisini her náttarlívið fyri studentarnar gongur fyri seg. Her sleppa bert studentar inn og øl er sera bíligt. Eg havi lisið socialantropologi (mannfrøði) í Lund síðan septembur 2003. Nú er bara hetta semestrið eftir og so skal eg skriva høvuðsuppgávuna. Eg havi búð í Lund alla tíðina og havi trivist øll árini her. Bústaðarviðurskifti Her er ringt at fáa bústað, men um ein skrivar seg upp í góðari tíd fær ein ofta nokkso skjótt bústað, eftirsum tey sum eru nýggj verða tikin fram um. Akademiska Föreningens Bostäder (www.afb.se) tekur sær av íbúum og kømrum til lesandi. Tá eg flutti yvir til Lund flutti eg inn á ein sokallaðan korridor. Tað vil siga eg hevði mítt egna kamar men deildi køk vid 15 øðrum lesandi. Tað haldi eg verða eina góða byrjan til studentalívið í Lund. Ein lærur fólk at kenna og nýtist ongantíð at kenna seg einsamallan. Eg búði á korridor í heili 3 ár til eg flutti inn í mína egnu lítlu íbúð. Studentalívið er ringt at sleppa undan og um ein ikki er áhugaður í at liva í einum studentabýi, so er ein møguleiki at flyta til Malmø. Tað eru eisini

20

nógv lesandi sum búgva í Keypmannahavn og koyra ímillum. Tað tekur bert ein tíma at koyra, og eitt mánaðarkort vid tokinum kostar uml. 1000dkk vid SU avsláttri. Flestu føroyingarnir sum lesa her yviri búgva hinumegin sundið. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum og hvussu er við mál tillaging? Eg veit ikki rættuliga hvussu nógvir føroyingar lesa í Lund. Men um eg skuldi givið eitt skot vildi eg sagt umleið 10. Men eg havi lagt merki til at fleiri og fleiri føroyingar koma hendan vegin. Hvussu langt røkka pengarnir? Sum lesandi í Lund fær ein SU úr Danmark. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Útbúgvingarskipanin er heilt ørðvísi enn í Danmark. Her meldar ein seg til eitt skeið hvørt semestur, og so byggir ein sína útbúgving upp sum einum lystir. Tað ber til dømis til at lesa eitt skeið í antropologi í eitt semestur, og um ein ikki heldur at tað er akkurát tað, kann ein velja at lesa eitt skeið í til dømis sociologi. Um tað kennist sum tað rætta so kann byggjast víðari upp á tað við fleiri skeiðum. Fyri at fáa eina bachelor útbúgving skal ein lesa 3 skeið í einum faki. Tað vil siga 3 ferðir 30 ETCS stig. Til dømis havi eg lisið 90 ETCS mannfrøði, 60 ETCS mannarættindi og 30 ETCS frið- og konfliktfrøði. Nú lesi eg so masterprogrammið í mannfrøði sum tekur 2 ár. Eftir sum útbúgvinarskipanin er uppbygd soleiðis, er Lund tað rætta staðið at byrjað um ein er í iva um, hvat farast skal í holt við at lesa. Meira info er at fáa á www.lu.se.

Pisan 2008

Lýs tín lestrarbý Siloam Springs er ein sjarmerandi lítil býur í norðurvestur Arkansas í USA. Her búgva eini 14.000 fólk, so tað er eitt sindur bygdasligt á tann hátt. Tó ikki meir enn vit eru von við heimanífrá. Samfelagið er vaksandi og virkið, og fólk eru ómetaliga vinarlig og fyrikomandi. Býurin er eyðkendur fyri fjølbroytta hjálpararbeiðið, og vakra nærliggjandi fjallalendið “The Ozarks”. Til dagligt, tá vit ikki gera skúlating, eru vit oftast og vitja vinfólk, á kafé, hyggja eftir klæðum, í biograf ella okkurt líknandi. Av fíggjarligum grundum ber ikki til at fara heim fleiri ferðir um árið. Heystfrítíðin og Páskafrítíðin verða tí nýttar her í statunum. Síðsta heyst vóru vit nøkur ið koyrdu til Florida, onkur annar fór til Kanada o.s.fr. Í páskafrítíðini fara nøkur til New York, og onkur annar til Las Vegas. So tað er nógv at síggja og taka sær til, um ein vil. Bústaðarviðurskifti Sum í nógvum universitetum í USA er her kravt, at næmingarnir búgva á skúlanum. Nakrar av treytunum fyri at flyta í egna íbúð eru, at tú skalt vera fyltur 22 ár, verða giftur ella hava gjøgnumført seks semestur á skúlanum. Mítt fyrsta semestur búði eg í eini íbúð á skúlanum við sjey øðrum gentum. Fyri mítt viðkomandi eri eg glað fyri, at eg hevði ta upplivingina, tí tað eru so ótrúliga nógvir munir, mentarliga, málsliga o.s.fr. at venja seg við. Nú búgvi eg saman við eini aðrari føroyskari gentu í egnari íbúð. Tað er ikki so torført at finna eina íbúð at búgva í her, og um tú skuldi havt trupulleikar við tí, hevur skúlin eisini íbúðir at leiga út til næmingar, ið ynskja tað. Tær eru snøggar og í góðum standi. Samanborið við Norðurlond er ikki dýrt at leiga ella at liva her. Hvussu nógvir føroyingar eru lesandi í býnum/ skúlanum og hvussu er við mál tillaging? Á John Brown University (JBU) í Siloam Springs eru vit í skrivandi stund sjey føroyingar. Tveir verða lidnir á jólum, meðan ein væntandi byrjar eftir summarfrítíðina. Tað er ein avbjóðing at skula tosa, lesa og hugsa á enskum. Vit nýta vanliga ikki enskt til dagligt í Føroyum og tað tekur ein ella tveir mánaðir at umstilla seg málsliga. Tað var mær ein stór

hjálp, at eg hevði verið eitt ár í Sambia, áðrenn eg kom her. Umstillingin tyktist mær tí ikki so tung. Sum áður nevnt hjálpir tað best at liva í mentanini og at tosa málið til dagliga. Tað er gott at fáa sær amerikonsk vinfólk, so tú fært vant teg við broytingina, og fyri at hjálpa og rætta uppá teg málsliga. Hvussu langt røkka pengarnir? JBU er eitt kristið universitet. Tað vil siga, bygt á kristið grundarlag og fylgir nøkrum ásettum meginreglum, og av somu orsøk er skúlin ikki SU góðkendur. Vit fáa tí ikki SU fyri livikostnað, men ÚSUN, ið er væl minni enn SU, frá stuðulsstovninum. Um ein býr á skúlanum, verður kostnaðurin hægri enn um ein flytur í egna íbúð saman við vinfólki. So tað loysir seg at flyta av skúlanum. Maturin er eisini væl bíligari enn har heima. Hinvegin, so er hetta ein mentan, ið als ikki kennir nakað til almennar ferðaskipanir, og ein sleppur ikki langt uttan bil. So sum hjá øllum lesandi so liva vit frá studningi til studningi. Heilsa til pisuna, ið ætlar at koma sama veg Skúlasystemið í USA er annarleiðis enn tað, vit kenna heimanífrá. Tað er nógv at seta seg inn í og venja seg við. Eftir míni meting, er tað er týdningarmikið at víðka sjónarringin, fáa nýggjar áskoðanir og gerast ríkari í vitan, so ein hevur okkurt at bjóða samfelagnum tá ein kemur heimaftur. Tað skal líka eisini nevnast, at JBU umboðar fólk frá 49 ymiskum londum, og eg havi lært ómetaliga nógv bæði bókliga og persónliga, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan, ta tíðina eg havi verið her.

Pisan 2008

21


LÝS TÍNA ÚTBÚGVING

SÁLARFRØÐI í Skotlandi og Avstralia

Vit vera roknað sum EU lesandi og gjalda tí ikki skúlagjald sjálvi. Vit fáa sama SU stuðul sum tey, ið lesa í Danmørk. Vit gjalda ongan skatt av SU, um vit hava fulla skattskyldu í Føroyum, so vit hava eitt lítið sindur meira at liva fyri, og harafturat er tað bíligari at liva her. Vit fáa eisini pening til eina ferð heim um árið.

Gurið Simonsen, 26 ár, Aberdeen, Skotland Hví hesa útbúgvingina? Valdi at søkja inn á sálarfrøði, tí eg visti, at eg hevði hug at arbeida vid fólki, men vildi eisini hava eina útbúgving við avbjóðingum. Slapp ikki inn í DK, men fekk grønt ljós úr Aberdeen. Tað var ein stór avgerð at taka at fara undir útbúgving á enskum, men um ein hevur gingið á studentarskúla, hevur ein heilt sikkurt havt nóg mikið av enskum til at lesa her. Tað kann tykjast tungt at byrja við, men eftir eina stutta tið hugsar ein ikki um tað. Hvussu vid upptøku, krøvum og fíggjarligum stuði? Tað er lættari at sleppa inn á útbúgvingarnar her í Bretlandi enn tad er í DK til dømis. Tað merkir tó ikki, at krøvini eru lægri, tá ein er komin inn. Istaðin hava vit royndir, sum avgerða, um vit sleppa at gera útbúgvingina lidna. Her fáa tey flestu møguleika at royna seg, men ein ma gera sítt heimaarbeiði, um ein vil sleppa ígjøgnum nálareygað. Til dømis vóru vit 500 sum byrjaðu á fyrsta ári í sálarfrøði, men eru bert 90 nú á fjórða ári.

22

Fyrsta ári hevur ein 3 fak og annað árið 2, hini árini hevur ein bert høvðusfakið. Hetta er fyri at hava møguleikan at royna ymisk fak, so ein ikki noyðist at byrja umaftur, um ein broytir meining. Hetta er ein sera góð skipan fyri tey, ið ikki enn eru heilt vís í, hvat tey vilja. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? I míni útbúgving er sera stórur dentur lagdur á gransking. Vit læra at nyta statistik telduprogram øll árini, og skriva stórar rapportir. Vit hava umleið 4 fyrilestrar um vikuna. Harafturat hava vit tímar, har vit møtast í smærri bólkum at tosa um stílaevni. Hvussu sært tú framtíðina? Tá ein søkir inn til sálarfrøði her, søkir ein inn til 4 tey fyrstu árini. Tað vil siga, at ein er bert á bachelor støði, og sostatt ikki sálarfrøðingur eftir 4 ár, men má søkja inn á víðari lesnað (masters/phd). Ein kann til dømis søkja inn á kliniska, yrkis, kriminal, barna, skúla ella terapi sálarfrøðing. Eg eri í løtuni í ferð við at søkja inn á nakrar av hesum. Ein master tekur vanliga 1-2 ár.

Pisan 2008

Karin Háskor, 22 ár, Sydney, Avstralia. Hví hesa útbúgvingina? Fleiri, sum eg lesi saman við vita nágreiniliga, hvat fyri karrieru tey stremba eftir. Persónliga havi eg enn ikki eina ávísa leið ella starv, sum eg droymi um, men havi valt at lesa sálarfrøði út frá einum áhuga fyri, hvussu menniskjað er skrúvað saman sálarliga. Eg meti tað hava størri týdning at lesa tað, ið eg haldi vera áhugavert, enn hvat kann løna seg best peningaliga. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Upptøkukrøvini til sálarfrøði eru, sum nógva aðrastaðni, rímiliga høg. Einasta kravið, tá eg søkti inn var, at eg kundi prógva, at eg dugdi enskt. Av tí, at eg hevði enskt á A støði, og yvir eitt ávíst tal í miðal, var tað ikki neyðugt hjá mær at taka eina TOEFL ella aðra líknandi roynd. Fíggjarliga havi eg sum føroyingur nógvar fyrimunir. Umframt at skúlagjaldið verður goldið, fái eg SU mánaðarliga og ferðastuðul einaferð um árið. Hóast ferðastuðulin ikki er nóg høgur til eina ferð heim um árið, skal eg ikki klaga. Tá eg samanberi meg við onnur, sum eg lesi saman við, eri eg rættiliga forkelað. Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Stórur dentur verður lagdur á, at vit sum lesandi duga at brúka tey amboð, sum verða nýtt til at gera vísindaligar kanningar við, eitt nú hagfrøði.

Harumframt havi eg havt fak so sum lívfrøði og arvalæru (genetik), sum leggja eitt gott grundarlag fyri at byggja víðari uppá. So havi eg sjálvandi eisini fleiri fak innan sálarfrøðina. Gjøgnum eina vanliga viku havi eg á leið 12 undirvísingartímar, meðan restin av tíðini fer til uppgávur og lesnað. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Mær dámar tað væl. Lestrarumhvørvið er nútímans og veitir mær sum lesandi nógvar góðar hentleikar. Hvussu sær tú framtíðina? Útbúgvingin gevur mær sera nógvar møguleikar. Tað gerst alsamt meir vanligt at fyritøkur seta í starv sálarfrøðingar til at menna trivnaðin, men eisini til at gera ymiskar kanningar. Enn veit eg ikki rættiliga, hvønn veg eg fari, men havi nøkur øki, ið eg haldi vera meir áhugaverd enn onnur, eitt nú persónsmenning.

Pisan 2008

23


SNIÐGEVI

í Milano og Keypmannahavn

Frida E.E. Poulsen, 26 ár, Milano, Italia Hví hesa útbúgvingina? Eg havi altíð havt áhuga fyri list og handarbeiði. Tó, kann tað til tíðir tykist sum, at listin væntar innan móta, men við hesari útbúgvingini havi eg møguleika at samanseta bæði. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Skúlin, ið eg gangi á, er ein privatskúli (Istituto Marangoni), sum merkir, at fígging má til. Tó, so er skúlin er SU góðkendur og tískil fái eg SU hvønn mánað og ÚSUN frá Stuðulsstovninum til skúlagjaldið. Harumframt, fái eg eisini ferðastuðul frá Stuðulsstovninum, ið røkkir til eina ferð heim og aftur hvørt ar. Fyri at sleppa inn á skúlan skal ein hava studentsprógv, søkja í góðari tíð og fígging. Tað er ikki torført at sleppa inn, men harafturímóti torført at gjøgnumføra útbúgvingina, tí at ein noyðist at vera 100 % aktivur og gera nógv heimaarbeiði. Eg vil leggja afturat, at um ein fer til eitt ikki enskt-talandi land, eru góðir møguleikar at faa fíggjarligan stuðul úr Føroyum til málsskúla og studning. Eftir mínum tykki er hetta nakað heilt serstakt, og ein og hvør átti at roynt hetta. Tað er ein stór avbjóðing, at vit hava so góðar møguleikar til at fáa ein privatskula goldnan og eisini læra eitt nýtt og spennandi mál! Um einum stendur í boði slíkar møguleikar, sum vit hava, so haldi eg, at ein skal taka av og royna tað, uttan at hugsa um at tað er ov langt vekk osfr.

24

Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Hmm innihaldið.. Tekning og tekning, mynstur læru, grafiskt arbeiði, so sum photoshop og illustrator, lista søga, klædna søga, marknaðarføring og alt innan sniðgeving. Ein vanlig vika; skúlagongd mánadag til hósdag (onkuntíð fríggjadag). 6 skúlatímar um vikuna, hvor tími varðar 2,5 tíma. Eg havi eisini altíð skúla arbeiði at gera heima. Tað er líkasum, at ein fer i skúla fyri at vísa fram tað, ið ein ger heima. So tað er upp til hvønn einstakan hvussu nógv lagt verður í skúlan. Men, um tú forsømir tímar og ikki gert títt besta hvørja ferð, er kjansur fyri, at tú ikki fært loyvi at halda áframm. Hetta kemst av, at tað er ein privatskúli, og tað er upp til skúlan hvussu hann stýrir útbúgvingini. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Lestrarumhvørvið er fantastiskt. Um tú skalt vera internationalur sniðgevi haldi eg, at tað er týdningarmikið, at tú fert til ein bý, har mótin er i hásæti. Til dømis eru Milano, London, Paris, Tokyo og New York dømi um hetta. Alt snýr seg um móta her. Og tú fært beinanvegin innlit i ‘bransjuna’. Hvussu sær tú framtíðina? Eg veit ikki hvussu verður við framtíðini. Um tú vilt hava fótin innum á onkrum stórum mótahúsi her í Milano, mást tú bjóða seg framm til at arbeida uttan løn í fyrstu syftu. Tað er ikki nakað ið liggur mær fremst í huganum aftaná 4 ár við SU. So í næmastu framtið vænti eg at arbeiða í onkrari fyritøku og fáa arbeiðsroyndir og pengar! So tá verður alt arbeiði við sniðgeving og list gjørt við síðunarav arbeiðnum. Annars, so hugsi eg um at byggja upp á útbúgvingina við at fara til Tokoyo, men enn er onki fastlagt. Alt ber til. www. marangonischool. com

Pisan 2008

Elin Christiansen, 27 ár, Keypmannahavn, Danmark Hví hesa útbúgvingina? Tað var einamest av tilvild, at eg valdi at fara undir júst hesa útbúgving. Ein vinkona, sum var í holt við útbúgvingina, fortaldi mær um hana. Eg helt beinanvegin, at tað ljóðaði sum ein sera áhugaverd útbúgving, og gjørdi tí av at søkja. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Søkt verður gjøgnum KOT (Den Koordinerede Tilmelding). Øll ið søkja, fáa eina upptøkuroynd, ið skal standast, fyri at sleppa inn. Henda royndin fevnir um eina uppgávu, ið skal loysast á Netinum, umframt eina tekniuppgávu, ið skal sendast skúlanum. Útbúgvingin er ókeypis og gevur rætt til SU. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Lesi til designteknolog á BEC Design.Útbúgvingin tekur 2 ár og er býtt upp í 4 semestur. 1. semestur er ein inngangur til restina av útbúgvingini. Her verður ein kunnaður um tær tríggjar høvuðslinjunar, útbúgvingin hevur at bjóða, nevniliga Design, Handel og Produktion. Eg valdi Design linjuna. Tað eru uml. 20 til 25 tímar við skúlagongd um vikuna. Vit verða undirvíst í øllum frá lit- og tilfarslæru til trendspotting, design, konstruktión og teldutøkni. Meginparturin av undirvísingini fer fram á vanligan hátt, við at lærarin greiðir frá; men vit arbeiða eisini nógv bæði í bólkum og sjálvstøðugt við ymiskum projektum.

og hetta hevur havt við sær, at karmarnir eru vorðnir nógv betri, enn teir vóru frammanundan. Lærararnir á skúlanum eru sera góðir, og samanhaldið á skúlanum - bæði millum næmingar sínamillum og næmingar og lærarar - er eisini sera gott. Hvussu sær tú framtíðina? Í Danmark eru starvsmøguleikarnir nógvir við eini útbúgving sum hesari. Ein kann eitt nú fáa starv sum designassistentur ella klædnakonstruktørur. Heima í Føroyum eru møguleikarnir meira avmarkaðir, av tí at klædnavinnan ikki er eins stór og aðrastaðni. Men útbúgvingin setur sum so ikki mørk fyri, hvat ein kann starvast innan, so leingi talan er um eitthvørt skapandi. Mínar framtíðarætlanir eru ikki fastlagdar enn; men dreymurin er at stovna egna fyritøku heima í Føroyum og framleiða klæðir. www.bec-design.dk

Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Mær dámar sera væl lestrarumhvørvið. Seinasta summar flutti skúlin í nýggj høli á Østerbro,

Pisan 2008

25


FILMSVÍSUNDI í Aberdeen og Hollywood

Fróði H. Joensen, 24 ár, Aberdeen, Skotland. Hví hesa útbúgvingina? Havi faktiskt onga ítøkiliga frágreiðing upp á, hví eg valdi at lesa júst film/filosofi uttan, at tað altíð hevur havt mín áhuga, og altíð hevur verið ein partur av mínari náttúru at sett spurningar við ymisk evni. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Meini at upptøkukrøvini eru Student, HF ella Handilsskúli, tó hevur ein møguleika fyri at supplera her, um ein einans hevur 10. flokk ella onkra aðra útbúgving, sum ikki lykur neyðugu upptøkukrøvini. Føroyar verða sæddar sum ein partur av EU, og tískil er ikki neyðugt við fíggjarligum stuðli frá ÚSUN meira. Danski staturin (SU) gevur føroyingum, ið lesa her, 5. 000 kr um mánaðan í 4 ár (og tað er skattafrítt), síðani rindar ÚSUN 3. 500 kr. um mánaðin. Eg búgvi á Hillhead Halls fyri 2. 500 kr um mánaðin. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? 1. semestrið hevði eg formal logic 1 og 2 og moral philosophy. Formal logic umgerð setningar til formlar fyri at finna útav, um argumentið er galdandi ella ei. Moral philosophy setur spurningar við, hvat er rætt og skeivt, sum t.d. abort, rættindir hjá djórum, deyðshjálp og m.a. 2. semestrið, sum eg eri í holt við nú, havi eg

26

philosophy – knowledge and mind og eina intro til film-miðilin. Í filosofi diskutera vit dualism, kunstigan intelligens, sinnið hjá djórum og m.a. Film-fakið er bara ein inngangur til, hvat miðilin film er fyri nakað – heilt grundleggjandi. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Ótrúliga væl. Fólk eru fyrikomandi og vinarlig, serliga útlendingarnir. Og eg vil tilmæla øllum at búgva á Hillhead fyrsta árið í Aberdeen. Her møtir ein nógvum fólki við ymsum nationalitetum, sum er við til at víðka sjónarringin hjá einum snavurskygdum Annars er universitetið sjálvt eitt stak hugnaligt stað við gomlum bygningum og steinsettum gøtum. Bókasavnið er fínasta slag, men tey eru í holt við at byggja eitt nýtt, sum skal verða liðugt í 2009. Her er eisini eitt gott og gamalt Rocky-gym á universitetøkinum. Annars er tað møguleiki fyri at spæla fótbólt, rugby, ultimate-frisbee og nógvar aðrar ítróttargreinar fyri universitetið, um ein er nóg góður. Hvussu sært tú framtíðina? Eg eri framvegis á 1. árið, so eg taki 1 ár í senn, eftir sum ein hevur møguleika fyri at “ummøblera” útbúgvingina, áðrenn farið verður í holt við 3. árið. Ivist framvegis í, um eg skal taka ein joint degree í film/filosofi, ella velja at satsa upp á annað.

Pisan 2008

Dánial Pauli Gullstein Dalbø, 27 ár, Los Angeles, California, U.S.A. Hví hesa útbúgvingina? Tí hetta er tað, sum hevur mín áhuga. Eg ivaðist leingi í hvat fyri útbúgving eg skuldi fara undir, og vildi sleppa út í heim at lesa, t.v.s eitt sindur longur vekk enn Danmark og Bretland o.s.fr., og gjørdi so av at søkja her yviri. Columbia College- Hollywood var tann einasti skúlin, sum eg søkti á her yviri, tí øll fakini vóru innan film og so lá skúlin eisini í Los Angeles, og bjóðaði tad sum eina bachelor, so skúlin hevdi alt, sum eg vildi, so tá eg einafeðr bleiv góðkendur av skúlanum, ivaðist eg ikki. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Eg søkti leingi áðrenn eg bleiv góðkendur, tað var ikki so heilt lætt. Eg sendi teldupostar og ringdi í heilum og pressaði uppá. Skúlin kravdi, at eg hevdi eitt sindur av skúlagongd, og eg havi HF útbúgving so har var ongin trupulleiki. Fíggjarligan stuðul fái eg frá SU og Stuðulsstovninum. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Innihaldið er alt innan film so sum; screenwriting, editing, acting, cinematography, producing, directing o.s.fr., har eg havi valt directing sum mítt “major”. Vit ganga eftir kvarttals systemi-

num, t.v.s vit hava somu fak 3 mánaðir í senn og skifta so 3. hvønn mánað. Vikurnar síggja líka út í 3 mánaðir í senn, so hetta kvartalið sær mín tímatalva soleidis út; mánadag havi eg 4 tímar, mikudag 8 tímar, hósdag 4 tímar. Hetta ljódar kanska ikki av so nógvum, men vit sleppa ikki at hava meir enn 5 fak um vikuna, t.v.s. 20 tímar, hvørt fak er 4 tímar, tí tað er so nógv heimaarbeiði. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Mær dámar ótrúliga væl. Skúlin er “lítil”, tað eru ikki so nógvir næmingar í hvørjum flokki, so lærararnir hava tíð til allar næmingarnar og eru ótrúliga stimulerandi fyri næmingarnar. Næstan allir lærararnir hava arbeitt innan films-ídnaðin og tað í sær sjálvum er øgiliga positivt haldi eg, tí tað eru stórfilmar, sendingar og tónleikavideo teir hava arbeitt við, og tað er jú tað, sum vit næmingar stremba eftir at sleppa at gera. Og so at skúlaumhvørvið er í hjartanum á filmsheiminum ger tad ikki verri. Hvussu sær tú framtíðina? Fyrst og fremst at sleppa inn í ídnaðin, arbeiða fyri teir stóru framleiðararnar, sum ørindadrongur ella okkurt líknandi, veit ikki ordiliga, bara sum ein fær fótin inn í ídnadin. Um ein fær okkurt betur so er tad ógvuliga gott, men ein má byrja onkustaðni. Málið er at gera mínar egnu filmar í framtíðini.

Pisan 2008

27


LÆKNAVÍSUNDI í Arkansas og Keypmannahavn

Maria Meinhardsdóttir, 22 ár , Siloam Springs, Arkansas, USA

útslitið er tí eitt miðaltal av hesum royndum, endaligu royndini og ymsum uppgávum.

Hví hesa útbúgvingina? Áhugurin byrjaði tá eg tók lívfrøði i miðnámsskúla og líka síðani, havi eg ynskt at lisið til lækna. Veruleikin er tó at eg hevði ikki farið undir hesa útbugvinga hevði eg ikki verði komið saman við Sámali, sum longu var undir somu útbugving.

Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Býurin sum eg búgvi í er lítil, umleið á stødd við Havnina, og frítíðar møguleikarnir eru tískil nakað teir somu. Tá vit fara út í vikuskiftunum plaga vit tó vanliga at fara til ein størri bý sum liggur eini 45 minuttir herfrá har nógv fleiri frítíðarmøguleikar eru. Og so sjálvandi tá vit hava veruliga frí, ella ferðiu, eru møguleikarnir óteljandi stórir. Tað er so nógv at uppliva og at síggja her í USA og bíligt at ferðast í mun til hvat vit eru von við í Føroyum. Bústaðarviðurskifini kundu ikki verið betur. Eg búgvi einsamøll í eini rúmligari íbúð við tveimum kømurum, ið liggur 10 min til gongu frá skúlanum, og tað kostar nakað tað sama sum at leiga eitt kamar í Havnini. Eg vil eisini nevna at skúlin er serliga tilroknaður trúgvandi næmingum. Ert tú trúgvandi vil eg fyri vist ráa tær at søkja, tí allir læraranir eru trúgvandi og tí læra teir ikki bert tað sum lærubøkurnar læra, men eisini hvussu vit kunnu hava ein kristnan hugsanarhátt um ymisk viðurskifti. Hetta hevur serliga verið ein fyrimunur fyri meg sum lesi náttúruvísundi.

Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? At sleppa inn var eingin trupulleiki, og tey settu ikki hægri krav enn eitt miðal gott prógv. Viðvíkjandi stuðli fái eg bert stuðul frá ÚSUN síðan John Brown University er ein kristin skúli og SU ikki góðtekur religiøsar skúlar. Tó røkka pengarnir til alt tað neyðuga. Harafturat hevur skúlin just játta at gjalda eina ferð um árið til Føroyar fyri okkum føroyingar, so tad lattur sjalvsagt um. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Eg taki bachelor í lívfrøði (kallast pre medisin, sum er við tí fyri eyga at fara á læknaskúla), og tað tekur 4 ár. Síðani fari eg víðari á lækna skúla eftir hetta, sum eisini tekur fýra ár. Hesi fyrstu fýra árini taki eg eina eitt sindur breiða bachelor, ið kallast Liberal Arts Education. Høvuðsfakið, ið eg taki er lívfrøði, men so taki eg eisini heilt ymiskar klassar, sum ikki hava við lívfrøði at gera, eitt nú søgu, enskt, og theologi. Nakað, sum mær dámar væl við hesi skúlaskipanini er at tað er ikki bara endaliga royndin sum telur. Ígjøgnum eitt semestur hava vit vanliga 4 royndir og endaliga

28

Hvussu sær tú framtíðina? Sum nu er gongur leidin moguliga til Karibiska havid at lesa vidari a laknalestrinum og sidani voni eg at koma til Foroyar at arbeida, umframt moguliga at gera okkurt valgerdandi arbeidi i tilafturskomnum londum.

Pisan 2008

Ásla Joensen, 24 ár, Keypmannahavn, Danmark. Hví hesa útbúgvingina? Mær hevur altíð dámt væl biologi og kemi og eg visti leingi, at eg skuldi lesa til okkurt innan heilsuøkið . Eg valdi medisin, tí eg haldi at læknaarbeiði er sera spennandi. Tað er samstundis ein sera breið útbúgving, sum eisini gevur mær góðar møguleikar at fara út í verðina at arbeiða, og hetta var eisini týdningarmikið fyri meg. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Fyri at koma søkja inn til medisin krevst ein miðnámsútbúgving + specifikk krøv. Upptøkan fyrigongur gjøgnum tvær kvotir, Kvotu 1 og kvotu 2. Upptøkan gjøgnum Kvotu 1 er bert grundað á miðaltalið frá prótøkunum í miðnámsskúlanum, meðan upptøkan gjøgnum kvotu 2 eisini er grundað á, hvat ein hevur tykist við eftir miðnámsútbúgvingina. Við SU melur tað fíggjarliga væl runt, men um ein hevur hug at brúka eitt sindur meir, so eru tað framúr møguleikar hjá teimum læknalesandi at arbeiða við síðuna av við at taka vaktir á sjúkrahúsum.

lærir eisini, hvussu ein samskiftar við sjúklingar, og fær undirvísing í lærugreinum so sum sálarfrøði og etik. Ein vanlig vika/dagur hjá mær: Hvussu vikan hjá mær sær út velst um tað er prótøkutíð ella ikki, men ein heilt vanligur dagur byrjar við at lesa á bókasavninum til um midagsleitið tá farið verður til ein fyrilestur í mikrobiologi, og síðani undirvísing í farmakologi. Aftaná seti eg meg so aftur á bókasavnið til tíð er at fara heim til nátturða Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Eg haldi, at tað en sera dámligur stemningur á studie’num, og ein følir seg sum ein part av einum størri felagsskapi. Haraftrat er tað ein hópur av fakligum og ófakligum tilboðum, sum ein kann fara til í frítíðini. Fríggjadagsbar, fótbóltslið, ymiskir felagsskapir og fakligir fyrilestrar eru bert nøkur fá dømi. Hvussu sær tú framtíðina? Hvussu framtíðin hjá mær fer at síggja út, eftir at útbúgvingin er liðug, hugsi eg ikki so nógv um nú, tá tað liggur so langt frammi, men møguleikarnir eru nógvir. Í løtuni hugsi eg meiri um at taka mær eitt ár frí frá studie’num og fara út at arbeiða við “læger uden grænser”.

Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Útbúgvingin inniheldur frálæru í sera nógvum ymiskum lærugreinum, og studie er bæði teoretiskt og praktiskt. T.d. fært tú eina stóra teoretiska vitan um menniskjakroppin og sjúkur. Ein

Pisan 2008

29


SAMFELAGSFRØÐI í Tórshavn og Glasgow Heidi Isaksen, 22 ár, Glasgow, Skotland

Pól Esper H. Hansen, 23 ár, Tórshavn Hví hesa útbúgvingina? Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og havi altíð fylgt ógvuliga væl við tí, sum fer fram í samfelagnum. Serliga tá ið talan hevur verið um politikk ella búskap. Tað er helst størsta grundin til, at eg valdi at fara lesa stjórnmálafrøði. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Krøvini at sleppa at lesa samfelagsfak, sum heild, um tað er í Føroyum, Danmark ella aðrastaðni eru ikki so strong. Eg meini, at á flestu lærustovnum krevst bert, at tú hevur klárað miðnámsskúlan. Tá ið tað kemur til fíggjarligan stuðul, so haldi eg, at stuðulin er á góðari leið. Tá ið tú lesur á Fróðskaparsetrinum, hevur tú ikki møtiskyldu. Tað haldi eg er sera gott, tí tað gevur tær eisini møguleika at hava eitt hálvtíðar starv við síðuna av skúlagongdini.

Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Tað fyrsta árið, eg gekk á Fróðskaparsetrinum, var lestarumhvørvið einki at reypa av. Men nú hava vit fingið ótrúliga góð hølisviðurskifti. Tað hevur gjørt lestrarumhvørvið nógv betri, tað er eisini hugaligari at lesa á Setrinum nú. Hvussu sært tú framtíðina? Eg havi eitt ár eftir at lesa á Fróðskaparsetrinum, tá havi eg eina B.S.Sc í stjórnmálafrøði. Eg kann taka eina víðari M.S.Sc útbúgving her á Setrinum, men fari eg at taka restina av míni útbúgving uttanlands, sjálvt um mær hevur dámt rættiliga væl á Setrinum.

Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Stjórnmálafrøði verður lýst sum læran um politikk, men tað er ikki bert tað, sum útbúgvingin inniheldur. Vit hava eisini lærugreinar sum t.d. búskaparfrøði, løgfrøði og økismenning. Eg haldi, at stjórnmálafrøðiútbúgvingin á Setrinum er ógvuliga fjølbroytt, og tað er ógvuliga gott. Vit eru umleið tvær til tríggjar ferðir í skúla um vikuna, og fyrilestrarnir við orðaskifti eru ímillum tveir til tríggjar tímar langir. Tað haldi eg, er óivað størsti munurin frá miðnámsskúlanum til Fróðskaparsetrið, at tú gongur ikki hevur so nógvar tímar, og at tú ikki hevur møtiskyldu. Men tú hevur ómetaliga nógv meiri at lesa, tá ið tú gongur á Setrinum.

30

Pisan 2008

Hví hesa útbúgvingina? Havi havt ætlanir um at lesa politikk í nøkur ár. Eg lesi politikk og sociologi á University of Glasgow. Eg søkti inn á universitetið at lesa politikk, men so er neyðugt at velja eina lærugrein afturat, og tað var eitt sindur tilvildarligt, at tað bleiv sociologi. Hvussu við upptøku, krøvum og fíggjarligum stuðli? Eg søkti ígjøgnum UCAS. Tað er øgiliga roksut, so eg vil ráða øðrum til at byrja í góðari tíð. Um tú søkir til eitt enskttalandi land, so er neyðugt, at tú tekur eina TOEFL ella IELTS málroynd áðrenn, og tað er umráðandi at kanna, hvar og nær tú kanst taka hesa royndina í góðari tíð. Stuðul til undirvísingargjald fær ein frá SAAS í Skotlandi, og SU letur upp ímóti 5.000 krónum í stuðli um mánaðin. Hvat er innihaldið í útbúgvingini? Hvussu sær ein vanlig vika út hjá tær? Sum sagt so lesi eg politikk og sociologi. Eina vanliga viku eri eg til 9 fyrilestrar og 3 tutorials, sum eru smáir bólkar, har vit møtast einaferð um vikuna at diskutera innihaldið í fyrilestrunum. So í alt havi eg 12 tímar um vikuna, men so fara nógvir tímar afturat til lesnað, fyrireiking, uppgávur o.a. Hvussu dámar tær lestrarumhvørvið? Mær dámar ordiliga væl. Tað er spennandi og mennandi, men eisini øgiliga strævið. Hvussu sær tú framtíðina? Eg havi ikki nakrar greiðar ætlanir fyri framtíðina. Mín útbúgving kann brúkast til nógv ymiskt, so tað verður bara spennandi at síggja, hvat hendir aftaná lokna útbúgving.

Pisan 2008

31


Lívføði á Fróðskaparsetrinum kemi, biokemi, økotoksologi, økologi (plantur, dýr og hav), støddfrøði, mikrobiologi, statistikk og mangt annað. Listi kann síggjast á heimasíðuni www.nvd.fo undir lestur, útbúgvingar. Í byrjanini á útbúgvingini vóru vit sera nógv í skúla, og høvdu stravnar langar dagar, men nú vit eru í 4 semestur, taka vit okkum meir av løttum. Mánadag eru vit bert í skúla um vit skulu gera onkrar venjingar.Týsdag hava vit Human Physiologi, har vit hava ein lækna ið lærur okkum hvussi t.d. lunguni virka, og vit hava frí á døgurað um ongar venjingar eru. Mikudag hava vit Havvistfrøði og vit eru ferdig á middagi um ongar venjingar eru. Hósdag hava vit Økotoksikologi og síðani Plantu Physiologi, vit fáa frí kl 13.00 um ongar venjingar eru. Fríggjadag hava vit Økotoksikologi og síðani Human Physiologi, og her fáa vit frí á døgurað um ongar venjingar eru.

Tóra Winther Reinert, 23 ár, Argir. Grundin til at eg valdi at lesa til biolog/lívfrøðing, var at eg helt júst hetta evni vera ótrúliga spennandi. Mær hevur altíð dámað sera væl dýr og plantur, og eg havi altíð viljað vita, hví grasið er grønt, havið er blátt og eina ørgrinnan av líknandi spurningum, ið eg nú havi fingið svar uppá. Eg visti ikki, at eg vildi lesa til biolog áðrenn eg gekk í 2.g í hoydølum. Eg helt, at eg vildi lesa til advokat. Í søgutímunum høvdu vit eitt sindur um lógir og politikk, og tá fann eg útav at tað ikki var nakað, ið eg var áhugað í. Tó var so, at vit høvdu lívfrøði, og har byrjaði eg at halda, at genetiskar sjúkur, og hvussu hesar arvaðust vera sera áhugavert, og harfrá byrjaði eg at kanna nærri biologi og hvat hetta kundi brúkast til. Nú ferð Náttúruvísindadeildin at bjóða útbúgvingina bachelor í lívfrøði út á hvørjum ári. Fyri at koma inn á Fróðskaparsetrið at lesa lívfrøði eru kravdu fakini hesi: Møguleiki 1) Støddfrøði B, Alisfrøði B og Evnafrøði B Møguleiki 2) Støddfrøði B, Alisfrøði B, Evnafrøði C og Lívfrøði A Øll ið hava staðið hesi fak sleppa inn á Fróðskaparsetrið. Stuðul fæst frá Stuðulstovninum. Innihaldið í útbúgvingini er mangt annað hest fak: Ryggleysdýr, ryggdýr, plantur, physiologi (plantur og menniskja), mikrobiologi, óorganisk kemi, organisk

32

Vit hava bert 4 fak hetta semestrið, har vit hini semestrini hava havt 5. So tað kennist sum at vit hava sera nógva frítíð. Fróðskaparsetrið er eitt sera lítið universitet, og hetta hevur við sær bæði vansar og fyrimunir, ein sosialur vansi er at flokkarnir kunnu verða nakað smáir. Fyrimunurin við at vera í einum líttlum universiteti, har talið av floksfelagum ikki er stórt, er at avstandurin millum læraran og næmingin er eingin, lærarin spyr ofta næmingarnar spurningar úr tekstinum, og næmingurin kann til einhvørja tíð spyrja læraran spurningar, um tað er í arbeiðstíð ella í frítíð. Ein av høvuðsgrundunum, at eg valdi at taka bachelorin her heima, var at hetta sambandið millum lærara og næming hjálpir næminginum at disponera lesingina.

Sustainable Environmental Management í Aberdeen Herborg N. Debess, Aberdeen. SAC – Scottish Agricultural College Av tilvild endaði eg á SAC í oktobur 2005 – haðani eg nú í summar væntandi “gradueri” við einari bachelor útbúgving. Tilvild, ja! Tað var tað veruliga. Maðurin, eg, sonur uppá 16 og dóttir uppá 14 høvdu gjørt av at vera eitt ár í Skotlandi – uttan at vit høvdu gjørt av, hvat vit skuldu gera. Børnini vóru tó innskrivaði í Aberdeen Grammar School áðrenn (uha! – tað kundi eg skrivað eina aðra grein um!). Eg spákaði á Union Street og fór inn í Career Scotland. Hugurin til at lesa eitthvørt í familju við lívfrøði var har, og ein fitt eldri kona beindi meg til SAC. Har var “open day” dagin eftir. Eg varð væl móttikin og fekk eina grundiga innføring í útbúgvingina: Sustainable Environmental Management. Sum sagt, eri eg við at vera liðug og hesi 3 árini hava verið heilt fantastisk – bæði útbúgvingin sjálv og staðið. SAC er eitt college við universitets-status (Edinburgh University). 3 deildir eru – Aberdeen, Edinburgh og Ayr (tætt við Glasgow). Útbúgvingarnar á SAC eru allar umhvørvisrættaðar – innan landbúnað, umhvørvisvernd og urtagarðsbrúk. Millum 10 og 15 greinar eru at velja ímillum og

nýggj lesandi verða tikin inn á hvørjum ári. SAC í Aberdeen er deiliga lítið (umleið 200 lesandi) og er drivið av einum ótrúliga dugnaligum leiðara – Collette Coll. Hon megnar at gera staðið til eitt gott stað at vera. Ikki bara fakliga. Menniskjaligi parturin fyllir eisini – her verður givið gætur, hvussu tú er fyri – og tey taka hond um teg. Aftaná at hava verið her í skjótt 3 ár haldi eg, at hesin formurin fyri útbúgving er skræddaraseymaður til føroyingar – ella til onnur smá samfeløg. Útbúgvingarnar eru “breiðar” – ikki spesialisering – t.d. kann eg nú søkja starv hjá IRF, Jarðfeingi, Náttúrugripasavninum, Brennistøðini í Havn, Útoyggjafelagnum, Umhvørvisstovuni, sum umhvørvisráðgevi hjá kommunum og helst annað eisini. So . . . . . . Leitið hendavegin – tit sum eru umhvørvisáhugaðið – her eru góðar útbúgvingar at fáa.

Ein vansi aftrat er at tær ymsu deildirnar eru ikki á sama staði, og man kennir ongan frá hinum deildunum. Sum bachelor í biologi, kann man lesa víðari innan sera nógv øki, og hvar sum helst á jørðini. Man kan mangt annað lesa víðari til Parasitolog, Økolog, Havbiolog, man kan specialisera seg innan plantir, dýr, hav, mold, kemi... Man kan enntá verða studentaskúlalærari aftaná. Mær dámar sera væl plantirnar, mikrobiologi, parasittar og invertibratar, tí vænti eg at eg nokk fari at taka okkurt av hesum tá eg lesi víðari.

Pisan 2008

Pisan 2008

33


Events Management í Leeds

Master in Aquaculture í Ås

Ólavur Guttesen, Leeds.

Eg havi altíð havt áhuga í fiskivinnu og serliga aling av fiski. Noreg stóð fyri mær sum eitt land við møguleikum fyri víðari lestri. Hevði hoyrt um aðrar føroyingar, sum høvdu verið har og prát við fólk við skili fyri fiski gjørdi, at eg fór at kanna hetta nærri.

Mítt navn er Ólavur Guttesen og eg lesi Events Management á UK Centre for Events Management í Leeds í Onglandi. Eg fór undir útbúgvingina í september í 2007 og vænti verða liðugur í 2010. Eg valdi at lesa Events Management (EM) eftir áhuga og eisini tí, at eg havi royndir innan júst “events”. Tað eru fá fólk, sum ikki hava spurgt “Hvat er tað”, tá eg havi greitt teimum frá, hvat fyri útbúgving eg taki. Útbúgvingin “Events Management” sigur seg sjálvt. Tað er leiðsla ella stýring av tiltøkum. Av tí at EM er ein nýggj útbúgving, eru fleiri fólk, sum ikki kenna til sjálvt fakið, sjálvt um EM hevur verið í fleiri ár - enntá øldir. tAv tí at EM er blivi til eina vinnu burturav, er blivi neyðugt við professionellum fólkið til vinnuna, uttan at nakað skal verða tikið frá teimum, sum skipa fyri tiltøkum frívilligt. UK Centre for Events Management var tað fyrsta universitetið í heiminum, sum bjóðaði eina EM útbúgving, og tað er eisini tann størsta miðstøðin í heiminum, tá talan er um lærarar og tal av næmingum. Í løtuni eru 800 næmingar, sum taka ein EM útbúgving og umleið 300 av teimum eru fyrstaársnæmingar. Miðdepilin hevur 3. høvðuslinjur: Events, Hospitality og Tourism management. Vanligt tekur útbúgvingin 4 ár, har tað seinna árið er eitt praktik ár. Tó er møguleiki, at søkja um at taka hana uppá 3 ár, sum í mínum føri. Praktik árið er sera spennandi. Av tí at EM vinnan er fjølbroytt eru arbeiðsmøguleikarnir eisini nógvir. Tað ber til at arbeiða innan ítrótt, tónleik, veitslur, ráðstevnur og nógv nógv annað runt í øllum heiminum. Næmingar hava millum annað verið í Amerika, Hong Kong, Australia og í Evropa og arbeitt. Fyri at nevna nøkur arbeiðspláss, sum næmingar hava arbeitt á eru Manchester United, Live Nation – skipa fyri fyri stórum konsertum t.d. U2 og Madonna – Hilton Hotel og Disney Land. Fakini eru eisini spennandi, serliga tí at lærarnir hava nógvar royndir í vinnuni, og tískil vita teir hvat teir snakka um. Fakini umfata millum annað marknaðarføring, leiðslumenning og mannagongdir í samband við

34

Regin Arge

ráðlegging og nógv onnur. Eitt sera spennandi útbúgving, samstundis ein hóskandi útbúgving fyri føroyingar, sum ætla sær at verða ein partur av menningini við at gera Føroyar til eitt ferðamannaland. Leeds er ein skjótt vaksandi býur. Tað búgva umleið ein millión fólk í býnum og 10 prosent eru næmingar. Leeds verður kallaður fyri “The London of the North”. Í Leeds er ringt at keða seg. Tilboðini fyri næmingar eru nógv í tali og her eru møguleikar fyri ein og hvønn, óansæð áhuga. Tað er ikki so dýrt at búgva í Leeds, men flytingin er dýr, og mann má eisini vera fyrireikaður gjalda nógv fyri at koma uppá pláss, t.d. tá talan er um sjónvarp, internet/telefon og tí sum hoyrir til eitt húsarhald. Kona mín og eg búgva í einari íbúð mitt í býnum, men tað er ikki vanligt fyri næmingar, tí fleiri búgva í næmingaheimum. Sum næmingur er tað ikki ringt at fáa arbeiði í Leeds. Samstundis liggur Leeds mitt í Onglandi, so tað ger, at tað lætt at ferðast bæði til London og til Skotlands. Um áhugi er fyri at vita meira um Leeds ella útbúgvingina, sum eg taki, so ber til at seta seg í samband við meg á ollisweet@hotmail.com ella vitja heimasíðuna http://www.leedsmet.ac.uk/ lsif/.

Pisan 2008

Kundi valt, at lisið biologi t.d. í Keypmannahavn, men fann líkasum ikki koblingina til fiskaaling ella fiskivinnu/alivinnu har. Lestrarvegleiðarar í Føroyum vistu ikki nógv um lesnað í Noregi, men fór eg til Danmarkar, kundi eg fáa ”pakkan” við allari vegleiðing um, hvussu farast skuldi fram, stuðul osv. Fór sjálvur á netið og sá, at eg kundi fáa júst somu útbúgvingar í Noregi sum í Danmark ella aðrastaðni. Noreg hevur eins og Føroyar langar tradisjónir innan fiski- og alivinnu, og eru tí nógvar útbúgvingar rættaðar júst at hesum. Norsk marin-gransking er altjóða á høgum støði. Ein kann velja at fara norður til Tromsø, suður til Oslo ella mitt í millum - til býin flestu føroyingar helst kenna best, Bergen. Tað finnast sjey universitet í Noregi spjadd um alt landið. Búgvi nú við konu og tveimum børnum og lesi nú á øðrum ári Master in Aquaculture á UMB (Universitetet for Miljø og Biovitenskap ) í Ås, 30 km. sunnan fyri Oslo, og er tað ein útbúgving innan føðslu/fóður, kynbótararbeiði av laksi og øðrum sjófiskasløgum. Útbúgvingin er mær sera áhugaverd og viðkomandi. Lestrarumhvørvið er frálíkt og fer stór gransking fram her innan fleiri vinnugreinar so sum djóra- og fiskaaling, matvørur, matematikk, fysikk, biologi, genetikk, geologi og botanikk.

Hvat kanst tú lesa í Noregi? Allar umsóknir til lesnað fara ígjøgnum Samordna Opptak. Fert tú inn á heimasíđuna www. samordnaopptak.no fært tú hópin av upplýsingum. Eisini kanst tú fáa tilsent pappírsútgávuna Søkerhandboka. Freistin at søkja er 15. apríl. Vert er at leggja til merkis, at Noreg hevur annan bygnað enn Danmark, tá talan er um karakterskala. Men á áðurnevndu heimasíđu er ein umroknari til danskan standard. Vanliga verður krav sett til Generell Studiekompetanse. Hetta er rætt og slætt Handilsskúla, students- ella HF-prógv, HFX ella líknandi. Hevur tú tey fak,

sum skulu til fyri at koma inn á hægri lærustovn í Danmark, so ert tú eisini kvalifiserað/ur til norskar lærustovnar.

Lestrarstuđul Lesur tú í Noregi fært tú danskan SU. Á heimasíðuni hjá SU stendur at lesa um hetta undir lesnaði í útlandinum. Leggjast skal til merkis, at tú mást fáa útbúgvingina góðkenda av SU, um vilt hava studning. Hetta er ikki nakar trupulleiki, so leingi útbúgvingin svarar til danskar útbúgvingar. Eisini mást tú frítakast fyri skatt – vanliga í Frederiksberg Kommunu. Tá tú ert í gongd við lesnaðin, mást við byrjan av hvørjari lestrarhálvu senda inn váttan um, at tú ert aktiv/ur í lesnaðinum. SU verður ikki sent til norskar peningastovnar, men føroyskir eru í lagi. Haðani kan stuðulin sendast til tína norsku konto.

Hvussu er í Noregi? Eg haldi ikki, tað var nakað kultursjokk fyri okkum at flyta til Noregs. Málið er lætt at skilja, hóast tær nógvu dialektirnar. Tosar ein danskt uttan tað bleyta, ella ”gøtudanskt” og tvinnur nøkur norsk orð, sum ein kemur eftir, uppí – ja, so tosar tú norskt. Ein verur góðkendur sum eitt slag av systkinabarni til norðmenn og halda norðmenn, at tað er ógvuliga forkunnugt at møta einum føroyingi, eftirsum vit ikki eru so nógv í tali. Men norðmenn kenna til Føroyar, og havi eg møtt nógvum, sum kenna onkran føroying ella sjálvi hava verið har, ella kenna ein, ið hevur verið í Føroyum. Noreg er eitt stórt og vakurt land og eru norðmenn ernir av tí. Her eru nógvir møguleikar at íðka ítrótt og annað. Kanska serliga eru úti-ítróttir væl dámdir. Fólk brúka nógv náttúruna – fara ”på tur”, antin til gongu ella ski og er ”hyttetur på fjellet” vanligt. Vit trívast væl her og kann eg viðmæla, at kanna møguleikarnar fyri lesnaði í Noregi.

Pisan 2008

35


Master i Sálarfrøði í Aalborg Eg havi í nógv ár verið áhugað í, hvussu vit menniskju eru, hví vit handla sum vit gera og hví hesar handlingar ofta eru øðrvísi í stressaðum situatiónum, og hvussu menniskju konstruera meining í sínum egna lívi. Alberta Mc.Leod Jacobsen, 24 ár, Aalborg. Við tíðini eri eg eisini blivin hugtikin av, hvussu vit menniskju í tí dynamiska samspælinum við onnur eru við til at ávirka onnur, og hvussu vit dagliga ávirkast av øðrum og tí, sum upptekur okkum. Sálarfrøði útbúgvingin tiltalar harumframt meg, tí hon loyvir, at ting, sum í samfelagnum tykjast at vera sjálvfylgjur, kunnu granskast, útfordrast og skiljast uppá ymiskar mátar, samstundis sum útbúgvingin er serstakliga spennandi við ymiskum teoretiskum og praktiskum avbjóðingum. Um tú umhugsar at lesa sálarfrøði í Aalborg ber til at hyggja á www. psykologi. aau. dk, har finnur tú upptøkukrøvini til bachlorpartin: Dansk A-niveau, Engelsk B-niveau, Historie B-niveau eller idehistorie B-niveau eller samfundsfag B-nivevau eller samtidshistorie B-niveau, Matematik B-niveau. Ùtbúgving, sum gevur atgongd: - Adgangsgivende eksamen (stx, hf, htx, hhx eller tilsvarende) - Dansk A-niveau, engelsk B-niveau, enten historie B, idehistorie B-niveau, samfundsfag B-niveau eller samtidshistorie B-niveau samt matematik B-niveau - Ansøgere med en udenlandsk adgangsgivende eksamen skal desuden have bestået Studieprøven i dansk eller have tilsvarende kvalifikationer (gælder ikke nordiske ansøgere). Hevur tú ikki eina av omanfyri nevndu útbúgvingunum, kanst tú lesa meira um, hvussu tú hevur møguleikar at kvalificera teg til at søkja um studiepláss á einum øðrum atgongugrundarlagi (dispensation) í kvotu 2 inni á www. psykologi. aau. dk. Grænsekvotienturin í kvotu 1 er 9,2 eftir 7-trinsskalanum (Sum svarar til 9,5 á 13skalanum) Her í Danmark er útbúgvingin SU heimilað. Vit

36

Tad eru tó aðrir kandidat møguleikar eisini. Aðrar linjur á yvirbygnaðinum í Aalborg eru KANUK (kognitions og neuropsykologisk orienteret linje), arbeids og organisations psykologi og pædagogisk psykologi. Fyri meg hevur yvirbygnaðurin verið serstakliga spennandi, tí nú er møguleiki fyri royna tað, ið eg áður bert havi lisið og skrivað projektir um. Vit hava meira at gera nú, men tað eri eg ikki kedd av, tí at tað er so spennandi samstundis sum, at tað vit nú gera tykist meira veruligt, av tí at vit nú eru í beinleiðis samskifti við onnur menniskju. Tað er sjálvandi torført at sita í terapeutrolluni fyri fyrstu ferð, men eg haldi, at vit fáa ógvuliga góða hjálp, tí umframt tey góðu ráðini, ið vit fáa frá okkara supervisorum (teimum meira royndu psykologunum), eru fakini og lesnaðurin, ið vit hava, relevant fyri tað praktiska, vit gera. Hetta ger eisini, at tað er meira spennandi at lesa. Á yvirbygnaðinum eru eins og á bachlorpartinum nógv ymisk spennandi fak, sum tú kanst velja ímillum. Eg havi millum

annað havt barnapsykoterapi, sum m.a. snýr seg um ”spæliterapi”, sum virkuliga bergtók meg.Til ber eisini at velja tey fakini, sum eru á øðrum linjum og hava tey sum síðufak. Eg komi at hava klientar samstundis sum eg havi undirvísing og uppgávur inntil í desembur, tá 9. semestur endar. Tá er bert specialið eftir. Mær dámar ótrúliga væl lestrarumhvørvið og haldi, at tað er lætt at koma í samband við onnur lesandi í Aalborg. Tad eru jú so nógv onnur ung, sum flyta frá heimstaðnum fyri at lesa og eru sostatt eisini áhugaði í at knýta vinarbond. Hetta hevur havt stóran týdning fyri meg og fyri mín trivnað her í Danmark. Sum psykologur hevur tú nógvar møguleikar, tí í tráð við, at psykologiin alsamt gerst meira virðismett, skapast fleiri arbeiðsmøguleikar í fleiri ymiskum yrkjum og møguleiki er fyri, at skapa sítt egna arbeiðið. Mín ætlan er at venda heim aftur, tá eg verið liðug og eg kundi gott hugsað mær eitt arbeiði við ymiskum avbjóðingum, sum partvíst umfatar terapiarbeiði.

fáa 5.007 kr um mðr. og gjalda ca. 636 í skat, soleiðis at tann lesandi hevur ca. 4.371 eftir um mðr. Á bachlor partinum (1-6.semestur) var útbúgvingin sera teoretisk. Nú eri eg á kandidatpartinum (7-10 semestur) og gangi á 8. semestri. Kandidatparturin er ein roynd at knýta teori og praksis saman og til ber at velja ímillum 4 ymiskar linjur. Eg havi valt klinisk psykologi, sum inniber, at vit hava psykoterapi við klientum umframt skúlagongd. Ein typisk vika hja mær sær soleiðis út: Mánadag eri eg sjálv í terapi, týsdag og fríggjadag havi eg klientar. Eg eri so til rádgeving hjá tveimum meira royndum psykologum týsdag og hósdag viðvíkjandi klientunum, sum eg havi. Mikudag og hósdag er undirvísing.

Pisan 2008

Pisan 2008

37


Við Føroyamálsdeildini inn í framtíðina

fyritøkum. Tey sum taka samansett MA við føroyskum og eini aðrari lærugrein sum hjánám – ella øvugt hava føroyskt sum hjánám afturat eini aðrari høvuðsgrein – kunnu verða lærarar í føroyskum í miðnámsskúlunum. Hesi seinastu 25 árini hevur Føroyamálsdeildin útvegað miðnámsskúlunum lærarar í føroyskum. Einaferð í 1980árunum gjørdist tað eitt krav fyri at fáa fast starv sum studentaskúla- og HF-lærari í føroyskum, at kandidatarnir høvdu í minsta lagi 2-ára grundútbúgvingina av Føroyamálsdeildini. Soleiðis er tað framvegis, miðnámsskúlalærarar skulu hava ein høvuðsgrein – sum kann vera føroyskt – og eina hjágrein, sum kann vera grundútbúgvingin í føroyskum um høvuðsgreinin t.d. er søga, enskt ella spanskt. Enn tykist tørvurin ikki vera nøktaður, og skulu enn fleiri ungdómar enn nú hava eina miðnámsútbúgving, so verður tørvur á fleiri føroysktlærarum langt inn í framtíðina.

Malan Marnersdóttir, Tórshavn

turat einasta stað í heiminum, har útbúgvingar í føroyskum máli og bókmentum eru at fáa heilt frá BA til MA og granskaraútbúgvingina ph.d.

Føroyamálsdeildin hevur saman við Søgu- og samfelagsdeildin hugvísindini á Setrinum um hendi. Hugvísindi er heimur fullur av spennandi granskarevnum, har endamálið er at kava langt niður í andslív, list og samskifti úr nógvum ymsum heraldshornum. Tað er eitt vítt og kvæmt granskingarøki, har nýggj hugskot í heilum bjóða gomlum fatanum av. Føroyamálsdeildin er elsta deildin á Fróðskaparsetrinum fyri ikki at siga, at hon var setrið tey fyrstu árini. Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965 í fyrsta lagi at vera hægri lærustovnur í teimum føroyskum evnunum, har málið lá fyrst fyri. Seinni komu hinir ómissiligu partarnir við, náttúruvísindi, søga og samfelagsfrøði. Soleiðis er Fróðskaparsetrið í dag tað universitetið í heiminum, sum hevur skyldu til burturav at gera rannsóknir í føroyskum viðurskiftum – sum ikki bara nýtast at vera viðurskifti í Føroyum. Føroyamálsdeildin hjá Fróðskaparsetrinum er haraf-

38

Útbúgvingar í føroyskum Framleiðslutíðin fyri ein granskara í føroyskum er 5 ár. Fyrst skal studenturin lesa og arbeiða í tvey ár fyri at taka støðisnám, har allar lærugreinirnar eru skyldubundnar. Triðja árið skal hon velja sær 3-4 evni og skriva eina BA-ritgerð og lúka BA-prógv. Fjórða og fimta árið heldur hon fram á nakað sama hátt fyri at lúka MAprógv. Síðani er tað ein spurningur um dugnaskap og fíggjarmøgleikar, um hon kann halda fram í granskaraútbúgvingini og verða doktari trý ár seinni: • • •

BA í føroyskum 3 ár – støðisnám+BAár MA í føroyskum 2 ár ph.d. 3 ár

Tað stendur ikki á hjá teimum sum hava BA og MA at fáa arbeiði t.d. sum týðarar, tekstarar, forlagsritstjórar og teksthøvundar á lýsingar-

Pisan 2008

Gransking og undirvísing Tað, sum eyðkennir universitetsútbúgvingar er, at tær eru grundaðar á vísindaliga granskingarvirksemið hjá lærarunum. Tí fer helvtin av arbeiðsorkuni hjá teimum vísindastarvsfólkunum á Føroyamálsdeildini til at granska tey mongu ymisku brigdi hjá føroyskum máli, mentan og bókmentum. Haruppí hoyrir at skriva greinir og bøkur. Deildin er harumframt samstarvspartur í útlendskum granskingarverkætlanum, sum umfata føroyskt mál og føroyskar bókmentir. Tað er tíðarkrevjandi at røkja tey sambondini, eins og tað krevur nógva orku at leggja undirvísingina til rættis við tilfari o.s.fr. Í løtuni eru sjey vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini, tríggir granskingarhjálparar og eitt skrivstovufólk. Í 2007 kostaði tað kr. 5,6 milliónir at reka Føroyamálsdeildina. Higartil hevur Føroyamálsdeildin bara útbúgvið 2 granskarar. Tað átti alla tíðina at verið í minsta lagi tvey ph.d.-lesandi á deildini. Lutvíst tí vit mugu síggja til at tryggja framhaldið á Føroyamálsdeildini. Og lutvíst skal nýggja læraraútbúgvingin væntandi hava granskaraútbúnar føroysklærarar. Í hesum viðfangi lati eg spurningin um fíggingina av ph.d.-útbúgvingunum hvíla – í løtuni veldst hon um raðfestingarnar og fíggjarorkuna hjá Granskingargrunninum.

Økja framleiðsluna Sum er tekur Føroyamálsdeildin nýggjar studentar inn annaðhvørt ár. Skulu vit økja framleiðsluna á øllum stigum, má tað bera til hjá studentum at verða tiknir upp til lestur hvørt ár. Verður Føroyamálsdeildin víðkað á henda hátt fáa vit frammíhjá eina innanhýsis synergi, sum fer at fremja ta fakligu menningina. Hon eigur eisini at umfata Læraraskúlanum og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, sum fara at kunna geva okkum á gamla Setrinum eina rúgvu á pedagogiska økinum. Fjølmiðlan Ofta hevur verið nevnt, at setrið átti at havt eina journalistútbúgving. Tað er eitt gott hugskot, men vit halda, at neyðugt er at víðka tað hugtakið og gera eina fjølmiðlaútbúgving, sum byggir á holla fakliga vitan. Tí skjóta vit upp at skipa fyri eini MA útbúgving í fjømiðlan, soleiðis at hon byggir á eitt BA prógv í føroyskum, søgu, lívfrøði o.t. Útbúgvingin skal vera teoretisk og praktisk, umfata søguligar, samfelagsligar og málsligar partar. Tískil má hon verða framd í samstarvi við aðrar deildir og skúlar á nýggja Fróðskaparsetrinum. Framtíðin Soleiðis ment kann Føroyamálsdeildin møta framtíðini. Hvussu skjótt vit skulu røkka hesum máli, er ein spurningur um politiska raðfesting, og hvussu alt Fróðskaparsetrið skal húsast, fyri ikki at tala um hvussu tað skal verða hýst í framtíðini. Eingin ivi kann vera um, at Føroyamálsdeildin eigur at slóða fyri mennandi samskifti. Tað má berast so í bandi, at mentanin ikki bara fremur útflutninginum av fiski og øðrum, sum marknaður er fyri úti í stóru verð. Men gransking av máli, bókmentum og samskifti má verða ment og á tann hátt vera við til at gera tað vert og áhugavert at liva her á landi.

Pisan 2008

39


LÍVIÐ SUM LESANDI

Lívið sum lesandi í Aberdeen

at veita starvsvenjing í tvey semestur sum liður í útbúgvingini. Aberdeen College bjóðar alt frá PR útbúvingum, kokkaskúlar til suplering av miðnámsfakum. Útbúgvingarnar á University of Aberdeen og RGU eru í flestu førum skipaðar soleiðis, at á fyrsta ári, velur tú tríggjar lærugreinar, øðrum ári tvær, triðja og fjórða ári velur tú um tú vil fara í holt við eina single ella joint degree t.v.s. um tú vil hava tvær ella eina lærugrein s.s. bara søgu ella søgu og politikk. Sigast kann, at á fyrsta ári kanst tú velja øll fakini á skúlanum, um tað so er sosiologi og tónleik. Hetta gevur tær eina breiða vitan tvey tey fyrstu árini og ein fleksibilitet við at royna ymiskar lærugreinar uttan at nýtast at setast aftur.

Torkil Ejdesgaard, Aberdeen Eftir loknað miðnámsútbúgving velja nógv fólk at fara undir hægri lesnað uttan fyri landoddarnar. í flestum førum gekk leiðin til Danmarkar og hesin tveir tíma langi flogtúrurin til Kastrup ella Billund hevur møguliga fingið íblástur frá familju, vinum og kenningum. Fyri tey hevur hetta havt allstóran týdning og í summum førum vóru tey tey fyrstu í familjuni, ið fóru undir hægri lesnað. Støðan í dag er ein onnur. Ein stórur partur av ungdóminum breiðir sínur veingir út og veitrar Føroyum farvæl, fyri at leita sær eftir kunnleika í stóru verð. Enn er Keypmannahavn tann størsti lestrarbýurin fyri føroyingar, men tó so eru tað onnur støð, ið alsamt gerast meira umtókt. Eitt av hesum støðunum er olju-høvðusstaðurin í Evropa, Aberdeen. Mangir føroyskir fiskimenn kunnu allarhelst minnast aftur á, tá teir landaðu í Aberdeen, men í dag er Aberdeen eins kendur fyri síni universitet, sum fyri síni tøttu bond til olju- og fiskivinnuna. Í Aberdeen eru eini 30.000 lesandi á trimum útbúgvingarstovnum, the University of Aberdeen (AU), Robert Gordon University (RGU) og Aberdeen College (AC). University of Aberdeen er ein av elstu útbúgvingarstovnum í Stóra Bretlandi og var stovnað í 1495, og hevur eina ótrúliga ríka bakgrund innan akademiina. Fleiri deildir teljast í millum tær bestu innan sítt øki í Bretlandi. RGU hevur eina breiða og umfatandi søgu, men er væl nýggjari, og vælumtókt fyri

40

Av tí at tað eru so mong lesandi í Aberdeen, merkir tað, at býurin er ógvuliga lívligur. Hann bjóðar so at siga alt, serliga er náttarlívið ríkt. Tað sigst, at Aberdeen hevur flest pubbar pr. íbúgvartal í Evropa. Av tí, at tað eru so nógvir næmingar í býnum, er ríkur møguleiki at koma at kenna fólk úr øllum heiminum. Líka frá Kina til Senegal og frá Malaysia til USA. Tó, so kemst ikki uttanum at hitta føroyingum á skúlunum. Tað eru alt fleiri føroyingar, ið velja at fara til Aberdeen at lesa og samanhaldið er sera gott. Mangan verður skipað fyri ymiskum tiltøkum av ymsum slag. Jólafrokosturin er blivin ein fastur táttur og er ógvuliga væl umtóktur. Eisini er tað hitt kenda “mikudagshaldið”. Av tí, at skúlarnir enda hvønn mikudag kl. 13, ber til hjá okkum at savnast niðri á strondini til eina góða kinesiska buffét e.l. Síðani gongur túrurin oftani í biograf og eftir hetta velja nógv at fáa sær eina pint ella tvær. Eitt annað, ið er sermerkt fyri Aberdeen, eru øll tey góðu studentartilboðini. Við tínum studentarkortið, eru mong støð, har avsláttur upp á 10% ella meira fæst - alt frá klæðum, mati, biograf atgongumerkum, øl o.s.fr. Hetta er eitt gott íkast fyri tey, ið bert hava SU. Alt í alt er Aberdeen ein ótrúliga lestrarvinarligur býur. So um tú ikki hevur hug at fara til Danmarkar at lesa, so er Aberdeen eitt gott alternativ fyri at fáa ein ríkt lestrarupplivlisið, harumframt hevur tú møguleika at fáa samband við nógvar fittar føroyingar.

Pisan 2008

Lívið sum lesandi í Odense Hildur Kruse Sørensen, Odense Tey flestu av tykkum hava nokk hoyrt um Odense, um ikki annað so tí at kendi yrkjarin H.C. Andersen er føddur her. Men Odense er so nógv meiri enn bara H.C.A. Odense er tann triðstørsti býurin í Danmark. Her búgva ca. 150.000 fólk. Býurin er hugnaligur og virkar ikki so stórur. Her eru nógv grøn umráði og er tað við til at gera býin enn meiri hugnaligan. Av tí at býurin ikki virkar so stórur ger at man sum føroyingur ikki følir seg heilt vilstan her. Odense hevur nógvar útbúgvingarmøguleikar og tað sæst aftur á býnum. Tad verur nógv gjørt fyri tey lesandi hvørt ár, bæði á tí sociala økinum og eisini tí fagliga. Hvørt ár í septembur verur til dømis skipa fyri eini stórari konsert ið er ókeypis fyri lesandi; sídsta ár var tad Alphabeat ið spældi, og gevur hetta teimun nyggju, sum gomlu, eina festligan byrjan á skúlaárið. Á tí fagliga økinum verur eisini nógv gjørt. Her kan t.d. nevnast ”åbent hus” ið eru tiltøk ið gera tað møguligt hjá fólki at kunna seg um tær ymisku útbúgvingarnar ið eru her. Eisini er Odense størsti súkklubyur í Danmark. Her eru sera góðar umstøður at súkkla í, bæði á trafikkeraðum vegum og øllum teimun góðu súkklubreytunum sum eru um allan byin. Hetta, millum annað, fyri at geva teimun lesandi, sum ikki hava ráð at hava bil, góðar møguleikar at koma runt. Í frítíðini nytist tær heldur ikki at keða teg. Her er nokk at velja ímillum, bædi ítróttarliga og mentunarliga. Hvørji hesi eru fari eg ikki at remsa upp tí so er ikki pláss til nakað annað. Viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum hevur Odense nakað sum verur kallað boliggaranti. Hetta er eitt tilboð sum kommunan hevur gjørt, har tú sum lesandi kann melda teg til og fáa bjóða okkurt at búgva í til tú finnur okkurt betri, og ger hetta at ongum nytist at koma her til og ikki hava nakad at búgva í. Húsaleigan er ikki høg serliga ikki um tú hevur hug at búgva á einum kollegium har húsaleigan tey flestu støð er um eini 2000 kr. um mánaðin. Odense hevur nógv lesandi og tí kan tað kanska virka sum her ikki eru so nógvir føroyingar. Allíkavæl eru vit nógv. Ofta kennur man onkran sum

býr her og viðkomandi kennur so onkran annan og hettar er við til at gera, at man kan koma at kenna teir flestu føroyingarna. Kennur man ongan, ja so er at halda eyga vid teimun tiltøkum id føroyingafelagið skipar fyri. T.d verður skipa fyri pisuveitslu í byrjanini av skúlaárinum. Allir føroyingar hava lært danskt og tí skuldi tað ikki veri so ringt at tillaga seg málsligt. Tann størsti trupuleikin er kanska at man skal læra seg at brúka tad danska skriftmálið men hesum plaga undirvísara at vera rættuliga lægaligir vid í byrjani. Um nøkur ár fáa vit eitt norðuratlantiskt hús her í Odense. Hettar er við til at skapa eitt størri samanhald millum Føroyar, Ísland, Grønland og Danmark. Hetta verur eitt hús har tað koma at vera mentunarlig tiltøk men fyrst og fremst eisini eitt hús har tær norðuratlantisku tjóðirnar kunnu møtast í tí dagliga. T.d. verur eitt kollegium knýtt til húsið har tað bert eru lesandi úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi ið kunnu søkja inn. Fyn er fin verur ofta sagt og tað vil eg fegin geva fólki rætt í. Hugsar tú um at koma til Danmarkar at lesa, ja so er Odense ein frálíkur lestrarbýur. Fyrst av øllum tí at lestrarumstøðurnar her eru so góðar men eisini tí at býurin er ógvuliga tiltalandi. Sjálv havi eg búð her í næstan 5 ár og kundi ikki hugsa mær at búð aðrastaðni í Danmark. So kom til Odense og blív ein partur av einum av einum deiligum lestrarbýið!! Heimasídur id eru gódar at hyggja eftir: www.studiebyen.odense.dk www.ff-o.dk (heimasídan hjá føroyingafelaginum í Odense)

Pisan 2008

41


Bretland:

Nýggi lestrardepil føroyinga Talið á lesandi føroyingum í Bretlandi er skjótt vaksandi. Fyri føroyingar er Bretland eitt spennandi og alternativt lestrarumhvørvi. Her eru nakrir av teimum bestu hægri lærustovnunum í heiminum, og útbúgvingarmøguleikarnir eru óendaliga nógvir. Rógvi Absalonsen Seinastu árini hava alt fleiri føroyingar leita sær aðrastaðni enn til Danmarkar at nema sær útbúgving. USA og ymisk lond í Evropa hava hýst fleiri og fleiri føroyskum lesandi síðani ÚSUN (útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum til føroyingar uttanlanda) bleiv hækkaður úr 60.000 krónum upp í 120.000 krónur fyri nøkrum árum síðani. Størsti vøksturin av føroyskum lesandi, hevur uttan ivað verið í enskttalandi londum, serliga í Stórabretlandi. Undirritaði byrjaði sína útbúgving í Aberdeen í 2003 og hevur sæð vøksturin av føroyskum lesandi í býnum fleirfaldast uppá minni enn fýra ár. Serliga Skotland og London hava nú nógv føroysk lesandi, men eisini hægri lærustovnar í Manchester, Brighton, Newcastle, Bath, York, Aberystwyth, Nottingham o.o. hava verið heim hjá føroyingum seinastu fáu árini. Lestrarumhvørvið Bretska lestrarumhvørvið er heldur øðrvísi enn tað danska. Hetta er tó ikki nakað at stúra fyri. Føroyingar hava stak góðar fyritreytir at lesa í Bretlandi, partvís tí at miðnámsútbúgvingarnar í føroyum hava fleiri lærugreinar og fleiri tímar um vikuna, enn tað sum bretar eru vanir við. Harvið koma føroyingar til Bretlands við einari ørgrynnu av vitan, sum kanska ofta virkar óneyðug, men

42

sum kann koma væl við í lestrartíðini. Eisini eru føroyingar heldur eldri enn bretar, tá ið teir fara undir hægri lestur, og hetta vísir seg eisini ofta at vera teimum til gagns. Sum heild klára føroyingar seg væl í tí bretska umhvørvinum, og tey flestu sum undirritaði hevur verið í sambandi við, hava latið heilt væl at, ikki bert viðvíkjandi praktiskum hentleikum og útbúgvingum men eisini sosiala umhvørvinum. At flyta inn í “halls” (kollegie á donskum) fyrsta lestrarár er vanligt, og har plagar ikki at tróta við møguleikum at koma at kenna fólk. Um ein ynskir at fara til ein bý har nógvir føroyingar lesa, er Aberdeen avgjørt tað næstbesta eftir Danmark. Talið á føroyingum í Aberdeen nærkast fimti, og hevur vaksið hvørt ár síðani 2002. Av tí at talið er so høgt, ber til at skipa fyri størri tiltøkum. Jólaborðhald hevur eitt nú verið fastur táttur í nøkur ár. Bústaðarviðurskifti Samanborið við Danmark er Bretland ikki serliga nógv øðrvísi, tá ið tað kemur til leiguprísir. Hinvegin eru bústaðarmøguleikarnir betri í Aberdeen enn í t.d. Keypmannahavn, av tí at tað er lættari og skjótari at finna sær okkurt at búgva í. Ein íbúð ella eitt kamar í Aberdeen plagar at liggja um +/- 300 pund um mánaðin fyri hvønn, og til ber at finna eina góða íbúð fyri rímiligan prís, um viljin er til staðar.

Pisan 2008

Í hesum sambandi hava føroyingar og onnur útlendsk lesandi ein stóran fyrimun; flestu hægri lærustovnar í Bretlandi tryggja teimum bústað í Halls of Residence (kollegie sum hoyrir til lærustovnin) fyrsta lestrarár. Tað er blivið alt meiri vanligt (eisini hjá føroyingum) at ogna sær eina íbúð í lestrartíðini. Størsti fyrimunurin er, at tá ið lestrartíðin er liðug, ber til at selja íbúðina fyri meira, enn hon bleiv keypt fyri, og harvið situr tann lesandi, eftir lokna útbúgving, eftir við peninginum, sum annars hevði verið brúktur til at gjalda fyri leigu. Tá søkjast skal Tað er altíð skilabest at vera í góðari tíð (januar -> mars) at søkja. Um avgerðin at lesa í Bretlandi ikki verður tikin fyrr enn um summarið, ber sjálvandi enn til at søkja, men tá sleppur ein bert inn, um pláss er. Fyri at hava so gott úrval av lærugreinum sum gjørligt, og fyri at fáa ymiskt praktiskt uppá pláss, áðrenn farið verður avstað (SU, ÚSUN, bústað o.a.) verður vanliga viðmælt, at ein fer í gongd so tíðliga sum gjørligt at søkja. Søkt verður gjøgnum heimasíðuna hjá UCAS (Universities and Colleges Admissions Service), www.ucas. com. Til ber at søkja fleiri útbúgvingar og lærustovnar. Serstakt fyri Bretsku skipanin er, at ein ikki noyðist at raðseta útbúgvingarnar (fyrsta val, annað val o.s.fr.). Umsøknin verður sostatt viðgjørd av øllum lærstovnum, sum síðani svara innan fyri nakrar vikur.

góðkendar útbúgvingar og útbúgvingarstovnar i Stórabretlandi. Heimasíður hjá øllum útbúgvingarstovnum kunnu eisini finnast her. education.guardian.co.uk/guides/ The Guardian -> University Guide 2006 www.timesonline.co.uk/tol/life_and_ style/education/good_university_guide/ The Times -> The Good University Guide www.aspc.co.uk Bústaðir um alt Stórabretland. http://www.accommodationforstudents. com/ Bústaðir um alt Stórabretland. Serliga ætlað lesandi. http://www.homesforstudents.co.uk/ Vinarliga vend tær til ein av hesum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi hægri lestri í Stórabretlandi: Rógvi Absalonsen, rogabs@hotmail.com MFS í Aberdeen, faberdeen@hotmail. co.uk Holger Arnbjerg (Altjóða Skrivstovan), ask@ask.fo

Hentar heimasíður www.ucas.com Universities and Colleges Admissions Service. Um ein ætlar at søkja at lesa á Undergraduate stigi (t.v.s. Bachelor), má tað gerast umvegis hesa heimasíðuna. Allar umsøknir eru elektroniskar. Heimasíðan virkar samstundis sum eitt yvirlit yvir allar

Pisan 2008

43


BÚSTAÐARVIÐURSKIFTI

Ymiskir bústaðarmøguleikar

Mangar eru ræðusøgurnar um íbúðarviðurskiftini uttanlanda, t.d. í Keypmannahavn, har íbúðarneyðin hjá teimum lesandi helst er tann størsta. Tí er neyðugt at fara tíðliga til verka, um tú veitst, hvar tú skalt byrja at lesa. Bíðirøðirnar eru langar, og tað krevur mót, orku og ikki minst tolni, um tú vilt tryggja tær eitt stað at koma til, tá tú flytir av landinum – men tað eru tey fægstu, ið flyta heimaftur vegna manglandi bústað.. Annika Helgadóttir Joensen Vit hava valt Danmark/Norðurlond, Bretland og USA sum dømi, men tørvar tær neyvari upplýsingar ella upplýsingar um onnur lond, set teg so í samband við MFS og/ella vitja heimasíðuna hjá Altjóða Skrivstovuni, á www.ask.fo Danmark/Norðurlond Í donsku stórbýunum sum Keypmannahavn og Århus kann vera ringt at fáa kamar ella íbúð, meðan t.d. Odense veitir trygd fyri, at lesandi uttan tak yvir høvdið fáa eitthvørt at búgva í innan 3 dagar. Sostatt eru íbúðarviðurskiftini ógvuliga ymisk frá býi til bý. Flestu norðurlendsku lestrarbýirnir hava tó eina skipan, ið gevur tær møguleikan at skriva teg á ein bíðilista til at fáa eitt kamar ella eina íbúð. Tú kanst skriva teg upp, tá ið tú hevur funnið útav, hvagar tú ætlar tær, men umsóknin (í Danmark) verður tó vanliga ikki gjørd virkin fyrr enn 4½ mð. innan lestrarbyrjan. Hent heimasíða: www.ungdomsboliger.dk Fyri Norðurlond sum heild: www.abo.fi/norden og www.nsbo.org Bretland Flestu hægri lærustovnar í Bretlandi hjálpa altjóða næmingum at fáa tak yvir høvdið – nógvastaðni fært tú saman við upptøkubrævinum tilboð um bústað, og aðrastaðni eigur tú skjótast gjørligt at venda tær til bústaðarávísingina á útbúgvingar-staðnum fyri at finna útav, um tey kunnu tryggja tær bústað, tá ið tú skalt byrja. Bústaðartilboðini frá lærustovnunum eru ofta kømur, ið eru knýtt at lærustovnunum og liggja tætt við - hetta verður eisini nevnt “campus”. Tað er torført at geva ein vegleiðandi kostnað fyri kamar tí tað er so stórur munur á ymsu partunum í Bretlandi, men millum kr. 2000-5000 um mánaðin uttan fyri London burdi verið á einari leið. Hent heimasíða: www.ukcosa.org.uk

44

USA Eins og í Bretlandi er vanligt, at amerikonsku lærustovnarnir bjóða tær innivist saman við upptøkubrævinum, og eisini her snýr tað seg aloftast um “campus”. Flestu fyrstaárs-næmingarnir velja at búgva á útbúgvingarstaðnum, tí tað hevur fíggjarligar fyrimunir, umframt at tú hevur størri møguleika at koma í samband við onnur lesandi. Fleiri hægri lærustovnar krevja eisini, at tú býrt á staðnum fyrsta árið. Kostnaðurin fyri at búgva á “campus” er ógvuliga ymiskur, men tú skalt rokna við at gjalda USD 5.000 um árið, íroknað mat. Hetta svarar til uml. kr. 2.900 um mánaðin. Hentar heimasíður: www.usastudyguide.com, www.wemakeithappen.dk & www.educationusa. state.gov.

Hvussu skal eg húsast? Kamar Um tú ert stakur, tá tú fert av landinum í útbúgvingarørindum, er lættast at fáa innivist í einum kamari, annaðhvørt á einum kollegii, ella privat. Tó er aloftast bíligari at leiga sær kamar á einum kollegii, har leigan vanliga liggur um kr. 1.500-2.500 um mánaðin. Um tú leigar eitt kamar frá privatum útleigara, er vandi fyri, at tú kemur at gjalda ein okursprís fyri fáar fermetrar. Studningurin skal røkka langt, so royn fyrst og fremst at fáa eitt kamar á einum kollegii. Um bíðitíðin er alt ov long, og eingir aðrir møguleikar eru, kann gerast neyðugt at leiga eitt kamar í privatum heimi at byrja við. Her skalt tú so ansa eftir, at tú ikki verður snýtt/ur. Ymiskt er, hvussu kømurini á kollegium eru onkur hava egnan køk og wc, meðan onnur hava felagskøk og –wc. Lesandi, ið hava felagskøk, halda flest øll, at tað er sera hugnaligt at gera mat og at eta saman um kvøldarnar, og harumframt er lættari at koma í samband við fólk. Á flestu kollegium er gott studentalív, og hetta tykist serliga vera galdandi fyri tey, ið deila ein part av gerandisdegnum við øðrum.

Pisan 2008

Leiguíbúð – á kollegii Leiguíbúðir eru eisini á flestu kollegium, eitttvey- og í summum førum trýrúmsíbúðir. Eittrúmsíbúðirnar eru vanliga eitt sindur størri enn kømurini og hava aloftast egnan køk og egið wc. Hesar eru roknaðar til ein persón, og kostnaðurin liggur um tað sama sum fyri eitt kamar. Tveyrúmsíbúðirnar á kollegiunum eru ætlaðar tveimum persónum, og her er lættast hjá einum pari at fáa innivist. Støddin á íbúðunum er ógvuliga ymisk frá staði til stað, men ein vanlig tveyrúmsíbúð er uml. 45-55 fermetrar við egnum køki og wc. Kostnaðurin er somuleiðis ikki tann sami allastaðni, men ein hóskandi prísur fyri eina tveyrúmsíbúð, sum er 50 fermetrar til støddar, er uml. kr. 3.300 Trírúmsíbúðirnar eru ikki nógvar í tali á flestu kollegiunum, og eru tær ætlaðar einum pari við barni. Tær eru eitt sindur størri enn tveyrúmsíbúðirnar, og kostnaðurin uml. kr. 4.000-4.500. Leiguíbúð – í íbúðarfelagi Umframt leiguíbúðir á kollegium er møguleiki fyri at leiga eina íbúð, ið ikki hoyrir til eitt kollegii. Hetta verður aloftast gjørt við at skriva seg upp á bíðilistar í íbúðarfeløgum, og her er bíðitíðin ofta sera, sera long. Ikki er óvanligt, at donsk børn fáa eitt pláss á bíðilista í dópsgávu, soleiðis at íbúðin er til taks, tá ið tey flyta heimanífrá - bíðitíðin kann vera alt frá hálvum ári til tjúgu ár. Bíðitíðin er tengd at býunum og býarpørtunum, longsta bíðitíðin er í størru býunum, har flest ung eru í somu trongu skóm. Í hesum sambandi skal sigast, at – sum við so nógvum øðrum – so er lættast at fáa íbúð ígjøgnum onkran, ið kennir onkran, ið aftur kennir onkran annan, ið veit um onkran, ið hevur eina íbúð til leigu. Flestu íbúðirnar verða útleigaðar, áðrenn eigararnir nakrantíð fáa tíð at seta lýsing í bløðini. Lutafelagsíbúð Ein lutafelagsíbúð er ein partur av privatum lutafelagi. Um tú keypir ein part av eigindóminum, gerst tú eigari og limur í lutafelagnum, og saman við hinum limunum og eigarunum hevur tú ábyrgd av felags økjum. Av tí at tú skalt gjalda tín part í lutafelagnum, áðrenn tú flytir inn í íbúðina, verður leigan eitt sindur lægri enn fyri leiguíbúðir. Í mun til leiguíbúðir, har at gjalda leigu tykist sum at blaka pening í eitt stórt, svart hol, so er lættari at síggja peningin aftur í lutfelagsíbúðum. Tá ið tú vilt selja tín part av eigindóminum, sum skal ígjøgnum lutafelagið, hevur tú møguleika at betra um íbúðina, soleiðis at virðið hækkar. Tú fært upprunaliga innskotið aftur, og á henda hátt kanst tú vinna pening

uppá tín part. Vanligt er, at tú stendur á bíðilista til lutafelagsíbúðir, og tað er ikki óvanligt, at tú bert verður skrivað/ur upp, um tú hevur kenningar ella familju, ið búgva í sama eigindómi. Lutafelagsíbúðir eru ógvuliga væl umtóktar, men útboðið samsvarar tíverri als ikki við eftirspurningin. Kostnaðurin á lutafelagsíbúðum er ógvuliga ymiskur frá býi til bý, býarparti til býarpart og er tengdur at stødd, hvussu umhvørvïð er, og um hon er í góðum ella ringum standi. Eigaraíbúð Tað er ógvuliga óvanligt, at lesandi keypa sær eina íbúð, men harafturímóti er ikki óvanligt, at foreldur keypa eigaraíbúðir til børnini, so at tey hava tak yvir høvdið, tá ið lesnaðurin byrjar. Í flestu stóru útbúgvingarbýunum, bæði í Danmark og Bretlandi, eru eigaraíbúðirnar sera dýrar, og tí er hetta aloftast ein vánalig og sera kostnaðarmikil loysn hjá teimum lesandi. Sum við lutafelagsíbúðunum so er kostnaðurin á eigaraíbúðunum tengdur at bæði stødd, hvussu hon liggur fyri, í hvørjum standi hon er og sjálvandi eisini at íbúðarmarknaðinum. Er stórur tørvur á íbúðum, so verða tær dýrari, og umvent. Eigaraíbúðirnar fáast somuleiðis við, at tú skrivar teg upp á bíðilistar í ymsu íbúðarfeløgunum. Búfelagsskapur Um tú flytir inn í ein búfelagsskap, er vanlig mannagongd, at tú fært títt egna kamar og hevur felags køk og wc. Um tú fært tað at rigga saman við hinum, er hetta ein frálíkur íbúðarháttur, og tú fert í øllum førum ikki at kenna teg einsamalla/n. Oftast kemur tú at búgva saman við øðrum lesandi, so tað kann - á nógvar háttir - bjóða uppá eitt ríkt studentalív. Ymiskt er, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri eitt kamar – hetta verður í flestu førum ásett eftir støddini á kamarinum í mun til samlaðu leiguna og talið á leigarum. Besti hátturin at koma inn í ein búfelagsskap, er at hyggja eftir uppsløgum á útbúgvingarstøðunum, nærmastu sølubúðum o.s.fr.

Pisan 2008

45


At flyta til Aberdeen Eg havi altíð vilja arbeitt við fólki, og tí var tað fyri meg eitt lætt val at fara undir hægri lesnað. At hjálpa fólkum og gera mun í teirra lívi er nakað, sum eg eisini visti at eg vildi gera. Men júst hvørja útbúgving eg skuldi velja var ikki líka lætt. Eyð Arge

festa røtur og hava tað heimligt rundan um seg. So hetta var avgjørt rætta avgerðin fyri meg.

Eg hugsaði leingi, um eg skuldi velja at lesa til sosialráðgeva, pedagog ella sálarfrøðing. Eftir at hava lisið ymiskt um serliga omanfyri nevndu útbúgvingarnar, fall valið so á sálarfrøði. Tíbetur vildi sjeikurin mín, Ólavur, eisini fáa sær hægri útbúgving, og vit gjørdu av at fara undir lesnað saman. So at velja, hvar vit skuldu fara at lesa. Eg havi altíð viljað lisið í einum enskt talandi landi, men avgerðin var hóast tað ikki løtt. Øll okkara vinfólk fóru til Danmarkar at lesa og tí hevði tað verið upplagt at vit eisni fóru til har. Tað hevði verið lætt og líka til. Men tað enskt talandi lokkaði meira. Tá ein skal velja hvat og hvar ein skal lesa, er sera týdningarmikið at lurta eftir sær sjálvum og gera júst sum ein sjálvur vil. Vinfólkini fara altíð at vera vinfólk og eftir loknan lestur fara tey flestu heim aftur til Føroyar. So vit gjørdu av at fara til Stóra Bretlands. Vit høvdu verið nakrar ferðir í Aberdeen, og University of Aberdeen bjóðaði júst tær útbúgvingarnar vit høvdu hug til. Vit gjørdu so av at fara til Aberdeen í Skotlandi at lesa. Systur mín læs longu í Aberdeen, og tað kom sera væl við, tá greiða skuldi fáast á ymsum viðurskiftum í Skotlandi. Eitt nú eru bústaðarviðurskiftini ikki sum vit kenna tey í Danmark. Universitetið bjóðar ”halls” t.v.s kollegie kømur. Men tey bjóða ikki kømur til pør. Bústaðarmøguleikin verður harafturat einans lovaður fyrsta lestrarárið. So eftir fyrsta árið verða tey flestu noydd at leiga á privata marknaðinum. Oftast eru tað vinfólk, ið velja at leiga eina íbúð saman. Keypsprísurin á íbúðum í Aberdeen er rímuliga lágur samanborið við Keypmannahavn og tí hava fleiri føroysk pør, ið lesa í Aberdeen valt at keypa sær eina íbúð, og tað valdu vit eisini at gera. Vit vóru heppin og funnu eina íbúð áðrenn vit fluttu. Tað er sjálvandi ikki neyðugt at keypa sær eina íbúð fyri at lesa í Aberdeen. Øll eru ymisk og hava ymiskar raðfestingar. Fyri meg er tað týdningarmikið at

46

Áðrenn vit kundu flyta vóru nógv parktisk viðurskifti, ið skuldu fáast frá hondini. Nógv pappír skuldu fyllast út og sendast aftur og fram. TOEFL royndin skuldi takast, SU skuldi góðkenna útbúgvingina osv. Í samband við ivamál, er ASK ein sera kærkomin hond. Endiliga kom so dagurin, tá ið vit fluttu til Skotlands! Alt var so spennandi og nýtt. Eitt tað stuttligasta fyri eina gentu er sjálvandi at sleppa at inrætta sína egnu íbúð! Vit fluttu tríggjar vikur áðrenn lesturin byrjaði, so vit høvdu góða tíð at fáa viðurskifti í rættlag áðrenn. Tá ið skúlin byrjaði, var eg ógvuliga spent. Og nú fyrsta árið skjótt er lokið, kann einans sigast, at mær dámar ótrúliga væl her á University of Aberdeen. Skúlaskipanin er øðrvísi enn í Danmark, men tað venur ein seg skjótt við. Tað fyrsta árið skal ein hava tvey onnur fak afturat tí fyrsta valinum. Hetta dámar mær sera væl, tí um tað fyrsta fakið ikki var tað rætta, ber til at lesa eitt av hinum báðum víðari, uttan at noyðast at byrja eina nýggja útbúgving og taka árið umaftur. Afturat sálarfrøði, valdi eg enskt og sosiologi. Undirvísingin fer fram í einum ”lecture hall” har millum 200-500 næmingar lurta eftir einum fyrilestri. Umframt tað, hava vit ein ”tutorial” bólk í hvørjum faki eina ferð um vikuna, har vit eru millum 10-15 næmingar sum arbeiða í bólkum, hava frammløgur, kjakast og kunnu spyrja okkara tutor um eitthvørt, ið vit ikki skiltu í fyrilestrinum. At byrja á Universitet er ikki so ringt og strævið sum nógv kanska halda. Sjálvandi skal ein lesa nógv og gera nógv burturúr. Men um tú hevur hug at lesa, so ber alt til! Ein lærir skjótt hvat krevst og væntast av tær. Aberdeen er ein rættur lestrarbýur við tveimum universitetum. Í alt eru áleið 30.000 lesandi í Aberdeen. Nógvir útlendingar lesa í Aberdeen og tú kanst vera vís/ur í at møta fólkum úr øllum

Pisan 2008

heiminum. At Aberdeen er ein lestrarbýur kann síggjast aftur í, at náttarlívið heldur ikki frí vikudagar. Dansistøðini hava opið hvørt kvøld í viku, og lesandi gagnýta møguleikan at sleppa bíliga í býin hesar dagar. Hesi kvøld verða kallað ”student nights”, tí tá er bíligari hjá studentum at fara út. Tá bilar tað einki um tað er leygarkvøld ella týskvøld. So leingi sum studentarnir kunnu spara nøkur pund, so eru tey við upp á tað. Sum sagt kann tað vera eitt sindur dýrt at leiga her í Skotlandi, men harafturímóti er ikki dýrt at keypa mat og ”hygga” sær. Her eru nógv studenta tilboð t.d hjá bussum og fitnesscentrum. At fara í biograf er bíligari um tú ert lesandi og nógvir klædnahandlar hava studenta avsláttur. Samanborið við Føroyar kann sigast, at her er bíligt at keypa inn og eta úti. SU er í løtuni uml. 5000 kr um mánaðin og tað klára vit okkum heilt væl við. Umleið 40 føroyingar lesa í Aberdeen. Vit hava øll eitt orduliga gott samanhald og blivu vit ”nýggju” ógvuligani væl móttikin av øllum av teimum, ið hava lisið her longri. Hvønn mikudag verður skipað fyri ”mikudags-haldi”, har vit møtast fyri at fara út at eta og møguligani í biograf, bowla ella á pub. Sjálvandi hava vit

Føroyingar eisini ein árligan jólafrokost, har vit í ár leigaðu ein klubba, ótu fínan mat og høvdu fingið Finn Jensen at koma at spæla og syngja fyri okkum. Tað var eitt ógvuliga hugnaligt kvøld, og eg ivist ikki í, at nógv fleiri sovorðin kvøld koma afturat. Sum sagt, hava vit føroyingar í Aberdeen eitt sera gott samanhald. Hóast vit ikki kendust tá ið vit búðu í Føroyum so eru vit øll væl her í Aberdeen, hugna okkum ofta saman og royna at taka okkum av og hjálpa hvørjum øðrum. Higartil kann eg siga, at eg avgjørt havi tikið røttu avgerðina um, hvat og hvar eg skal lesa. Skotar eru sera blíðir og hjálpsamir, og býurin Aberdeen er ein hugnaligur býur, sum er passaliga stórur, men nóg lítil til at eg kann føla, at eg er ein partur av honum. Eitt stórt pluss við at lesa í Aberdeen er, at Atlantic Airways av og á flýgur millum Vágar og Aberdeen. Tað er ikki fast ferðasamband, sum tað var fyri nøkrum árum síðani, men tey flúgva oftast fyri okkum lesandi á jólum og tá ið skúlin endar og byrjar. Tískil følist tað sum um vit lesa úti í stóra heiminum, men til tíðir hava vit tann ágóðan, at tað er bert ein tími og fimtan minuttir til vit aftur eru heima í Føroyum.

Pisan 2008

47


Hvar skal eg búgva? Keypmannahavn

Starvsvenjing í New York Eg eiti Rakul Petersen og lesi International Tourism Management á Robert Gordon University í Aberdeen, Skotlandi. Eg eri í holt við mítt triðja ár av útbúgvingini, sum tekur fýra ár. Rakul Petersen, New York.

Súsanna H. Niclasen, Keypmannahavn Eg skal niður til Keypmannahavn at lesa, men havi einki at búgva í; var nakað sein at søkja kollegium, og veit ikki hvat eg nú skal gera. Soleiðis var tað tá eg fór niður at lesa, og eg visti ikki míni livandi ráð. Eg fann tíbetur eitt kamar í Lyngby, ígjøgnum onkran eg kendi, sum eg kundi framleiga í eitt hálvt ár, og kundi so søkja víðari eftir mínum egna ta tíðina. Kamari lá langt frá universitetinum, og tað var dyrt fyri meg í transport. Kamari var møblerað tá eg flutti inn; sjálv eg átti einki annað enn eina einkulta mynd. Tað var nokso strævið at eg ikki kundi sleppa at innrætta mítt egna og gera tað heimligt. Eg mátti bara brynja meg við toli og søkja víðari eftir mínum egna; eg skuldi jú flyta aftur innanfyri eitt hálvt ár. Eg endaði við at búgva 5 ymisk støð innanfyri bert 1-1½ ár. Tað var øgiliga forvirrandi at alla tíðina skula umstilla seg, pakka og pakka út. Tað var eisini strævið ongantíð at hava sítt egna, og at ikki vita nær man kundi sláa røtur. Eg havi roynt mangt og hvat, frá at búgva á einum kollegiikamari úti í Lyngby, til at búgva í eini 43 kvadratmetra íbúð við brúsukabinu í køkinum á nørrebro, og eg havi eisini lært nógv av tí.

48

Onkrar bústaðir hevði eg tó gott kunnað verið fyri uttan, sum t.d. íbúðin við brúsu í køkinum, tað var ótrúliga ópraktiskt tá man t.d. hevði gestir Til síðst varð eg so troytt av at flyta runt og leita eftir einari ordiligari íbúð, at tað endaði við at eg keypti mína egnu 60 kvadratmetra íbúð, og tók lán, tað riggaði væl fyri meg. Eg eri sera glað fyri mín núverandi bústað, eg havi nú búð her í 3 ár. Tað eru tó ikki øll, sum hava ráð ella hug til at gera hetta, serliga nú, tá prísirnir eru farnir so nógv upp. Íbúðartrupulleikar er nakað næstan øll koma út fyri, tá tey fara undir hægri lesnað óansæð hvar man fer at lesa. Tí er tað av alstórum týdningi at man byrjar at søkja tíðliga eftir kollegiikamari ella leiguíbúð. Tað tók mær eitt ár at fáa nakað at búgva í, hóast eg søkti næstan øll kollegiir í Keypmannahavn. Tað er eisini sera týdningarmikið at man søkir eitt kollegii man tímir at búgva á, og hevði kunnað trivist á, man skal jú hóast alt búgva har nøkur ár. Tað er tó ofta lætt at finna okkurt at framleiga frá onkrum man kennur, ella frá onkrum sum kennur onkran. Tað er tí eisini gott at royna at koma í kontakt við onnur eldri lesandi, sum búgva har man ætlar sær at lesa, tey vita ofta um fólk sum royna at framleiga kømur.

Pisan 2008

Tað triðja árið av míni útbúgving er eitt praktikkár har ein kann søkja um starv innan fyri tað, ein lesur. Eg søkti um eitt starv á tveimum Country klubbum í USA. Eg fekk starvið aftan á at hava verið til eina samrøðu á skúlanum við eitt umboð frá country klubbunum. Ein Country klubbur er eitt stað, sum nógvir limir eiga saman. Á staðnum spæla limirnir golf og tennis. Klubburin hevur eisini eina matstovu og so eru nógv tiltøk fyri limirnar og teirra familjur. Sum næmingur arbeiði eg mest á matstovuni og skifti eisini imillum at hjálpa eitt sindur í køkinum og á kontórinum.

Eg eri komin at kenna nógv nýggj vinfólk og havi notið at kunna ferðast í ymiskum statum í míni frítíð og upplivað, hvat hesi støðini hava at bjóða. Um ein ynskir sól og hita, fer ein til Florida ella Kalifornia. Vil ein hava kulda og kava, kann ein vitja Colorado. So tað er ikki løgið, at flestu amerikanarar ikki hava pass og bert ferðast í USA, her eru jú so nógv ymisk støð at vitja í teirra egna stóra landi. Ynskir tú at uppliva onnur støð í einum øðrvísi umhvørvi, so er bert at tora at gera verðina minni og fara út í hana. Verðin er ikki størri enn ein ger hana :o)

Eg búgvi frítt á staðnum og fái mat tvær ferðir dagliga saman við hinum starvsfólkunum. Praktikkin er lønt, so tískil fái eg ikki stuðul frá SU hetta árið. Klubburin eg arbeiði á liggur í New York, og er ein tíma uttanfyri Manhattan við toki. Eg fari ofta inn í býin, tá eg havi frí at hyggja eftir tí ymiska, sum hann hevur at bjóða. Her eru nógvar konsertir, musicals og ein kann lættliga fáa nógva tíð at ganga við at royna tey ymisku støðini í býnum. Alt er sera bíligt her, nú dollarin er so lágur, so tá er tað eyka stuttligt at brúka pengar her yviri. Eg sá starvið sum ein góðan hátt at læra um eitt øðrvísi samfelag, sum eisini er eyðkent fyri sína góðu service, sum hevur nógv at siga innan mína útbúgving.

Pisan 2008

49


Starvsvenjing í Toronto Og hvat lesur tú so til, góða? Ja, øø…hvat lesi eg til? Tann spurningurin kann onkuntíð vera ringur at svara, tá ein sum eg ikki lesur til lækna, lærara ella aðrar góðar gamlar kendar útbúgvingar. Men tá eg nú so nógvar ferðir hevði staðið sum eitt líka stórt spurnartekin sum tann, ið spurdi meg spurningin, helt eg, tað var upp á tíðina at gera nakað við tað. Eg skuldi finna útav hvat eg lesi til! Tórhild Johannesen, Toronto. Eg lesi cand.ling.merc, ein kandidatútbúgving í ”erhvervssprog og international erhvervskommunikation” á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Ein útbúgving sum mín er sera breið og arbeiðsmøguleikarnir tilsvarandi ymiskir. Fyri at finna ta røttu leiðina fyri meg valdi eg at søkja um at sleppa í starvsvenjing á tí Danska Handilskontórinum í Toronto, Kanada. Donsku Handilskontórini eru at finna kring allan heimin og umboða Danmarks Eksportråd, sum er ein partur av Uttanríkismálaráðnum. Donsku handilskontórini bjóða seg fram til at hjálpa donskum fyritøkum, sum gjarna vilja veksa út a heimamarknaðin. Danska Uttanríkismálaráðið bjóðar lesandi frá nógvum ymiskum útbúgvingum møguleikan at arbeiða á sendistovum sinum kring heimin í seks mánaðar ella eitt ár. Sendistovurnar eru millum annað ambassadur og handilskontór. Men tá ein hevur øll heimsins lond at vejla í, hvat velur ein so? Kanada er næststørsta land í heiminum í geografiskari stødd, strekkir seg frá Atlantshavinum til Stillahavið og hevur seks ymiskar tíðarsonur. Toronto er størsti býur í Kanada við 5 milliónum íbúgvum og er samstundis mest etniskt

50

blandaði býur í heiminum. Tá tú ringir 112 í Toronto kunnu tey svara tær á 150 ymsikum málum. Kanada er veruliga eitt sindur av øllum heimsins londum og Toronto er miðpunktið í øllum. Tí var Toronto eitt eyðsæð val fyri meg. Eitt er tó at hugsa um at fara, men fyri veruliga at fara, er tað neyðugt at fáa alt tað praktiska upp á pláss. Tað praktiska kann vera so nógv ymiskt alt eftir hvar leiðin gongur, men eitt sum er felags fyri øll, er spurningurin um, hvussu ein skal fáa tað økonomiska at hanga saman. Uttanríkismálaráðið bjóðar starvsnæmingunum hjá sær 3.000 krónur um mánaðan í stuðli til húsaleigu. Samstundis er tað møguligt at fáa SU um útbúgvingarstaðið gevur merit fyri starvsvenjingina. Harafturat eru tað nógv legat, ein kann søkja, og møguleikarnir fyri at fáa pengar

Pisan 2008

tann vegin eru góðir. Eg søkti til dømis fimm legatir og fekk positivt svar frá tveimum. Stuðulsstovnurin bjóðar harumframt verkætlanarstuðul, sum er stuðul til ein ferðaseðil aftur og fram til praktikstaðið. Sjálvt um eg ikki hevði nakran posa av gulli liggjandi á loftinum, bar tað soleiðis væl til hjá mær at fáa endarnar at røkka saman. At byrja starvsvenjingina var sera spennandi. Eitt nýtt stað, nýggj fólk og nógv at læra. Sum starvsnæmingur á Handilskontórinum arbeiði eg mest sum á jøvnum føti við hini, fái ábyrgd og sleppi at taka allar tær uppgávur, eg vil. Tað eru sjálvandi eisini uppgávur, sum ikki eru so áhugaverdar, men tær skulu eisini avgreiðast. Millum tær uppgávur eg havi loyst, kann nevnast ein kaning og longri rapport um skatta-, arbeiðsmarknaðarviðu rskiftið, orku- og umhvørvispolitik í Kanada. Marknaðarkanningar og marknaðarrapportir av ymiskum á marknaðinum í Kanada, leitingar eftir lokalum distributørum og partnarum fáist eg eisini nógv við. Av og á eru messur, mótasýningar og móttøkur eisini ein partur av arbeiðinum á handilskontórinum, og tað er sera stuttligt at vera boðin við til tílík tiltøk. Nú havi eg verið í Toronto í eitt hálvt ár og havi tíbetur fleiri mánaðar eftir, tí eg eri als ikki klár at fara heim enn. Hetta hálva árið hevur verið sera læruríkt fyri meg. Eg havi havt møguleika at royna, hvussu tað ”ordiliga lívið” er. Tað besta av øllum er, at eg havi kunnað brúkt alt tað, ið eg havi lært í skúlanum. Ja, eg vildi enntá sagt, at eg havi funnið útav, hvat eg lesi til!

Pisan 2008

51


Starvsvenjing á Mauritius

skrúðgongu og sita í einum bussi í næstan 40 hitastigum, sum næstan ikki flytur seg úr stað, í næstan 3 tímar, var nú ikki tað mest hugnaliga ella stuttliga. Men at síggja øll fólkini samarbeiða við at bera altar og ymiskt, ið tey høvdu bygt, og síggja øll, ið luttóku, sjálvt um tey ikki sóu serliga religiøs út, var eitt upplivilsi fyri seg. Praktikstaðið er sum at fara uml. 50 ár aftur í tíðina. Tað er heilt týðiligt at tað er pedagogurin ella lærarinnan, sum ræður í flokkinum. Her má sigast, at tað bert eru kvinnur sum undurvísa í hesi organisatiónini. Børnini hava stóra respekt fyri lærarinnuni og gera alt tað, sum hon sigur. Onkuntíð tykist tað sum um børnini eru bangin fyri lærarinnuni og onkuntíð tykist tað, sum um tey eru stolt og glað at gera tað, sum hon sigur. Ofta gráta børnini og vilja ikki í barnagarð/skúla og hava ilt við at tola kritikk frá lærarinnuni. Lærarinnan rópar nógv eftir børnunum og onkuntíð slær hon tey. Um børnini ikki gera heimaarbeiðið líka sum lærarinnan, verður pappírið skrætt sundur og barnið skal byrja umaftur.

Eg eiti Barbara Djurhuus og lesi til pedagog í Keypmannahavn, á Københavns Pædagogseminarium. Útbúgvingin, sum er ein bachelor útbúgving, tekur 3½ ár, har 1 ár og 3 mánaðir eru praktik. Tann fyrsta praktikkin (øvelsespraktikken) er 3 mánaðir, tann næsta (1. lønta praktik) er 6 mánaðir og tann síðsta, sum eg taki nú, er eisini 6 mánaðir (2. lønta praktik). Tað síðsta hálva árið er til at skriva bachelor og til eksamiu. Barbara Djurhuus, Mauritius.

romanskir katolikkar, og ein fimtipartur muslimar, og so eru aðrar religiónir eisini.

Útbúgvingin er sera spennandi og fevnir um ymisk evnir, sum t. d. kommunikatión, sálarfrøði, samfelagsfrøði, pedagogikk og menning. Vit hava eisini kreativa undirvísing sum tónleik, drama/ teater, tekna og mála, leir-verkstað og træ/metal verkstað.

Hetta havi eg merkt nógv síðani eg kom til landið og byrjadi við mínari praktik. Praktikstaðið er á einum ”primery school”, við børnum í aldrinum 4 til 5 ár. Øll tosa franskt og duga sera illa at tosa enskt. Tað franska, sum tey tosa, er ein stórur blandingur av creol, sum er teirra høvuðsmál, og fronskum. Hetta er sera torført, tá ið ein skal arbeiða við fólki, men eg kann bara ugga meg við, at eg nokk gerist nógvar ferðir betri til at verda týðilig í mínum kropsmáli, tí her verði eg noydd at brúka tað.

Júst nú eri eg í praktikk á Mauritius og skal vera her í eitt hálvt ár. Mauritius er ein lítil oyggj í tí Indiska havinum uttan fyri Madagascar/ Suðurafrika. Síðani uml. ár 1700 hevur oyggin verið ein fronsk koloni, og sum so nógv onnur afrikonsk hjálond hevur Mauritius verið ein miðdepil fyri trælahandil og eitt paradís fyri sjórænarar. Ígjøgnum nógv ár við trælahandli og innflutningi av ymiskum fólkasløgum, er Mauritius ein stórur peruvellingur av fleiri religiónum og fólkasløgum. Uml. 60% av øllum fólkunum eru hinduar, ein triðingur

52

Eitt annað, sum eg havi merkt nógv, eru allar heiligdagarnar ella ”public holidays”, sum tey ganga øgiliga høgt upp í her niðri. Nú ein dagin var tað ”indian holiday”, har allir indarar skulu ganga til eitt vatn og so heim aftur. Eg var á veg til Port Louis, høvuðstaðin á oynni, við tí almenna bussinum. At síggja øll hesi fólkini ganga

Pisan 2008

Her er ein mynd, har ein drongur hevur teknað seg sjálvan. Tey hava havt undirvísing um fýrakantar, men hesuferð skuldu tey tekna seg sjálvan og eitt reytt súrepli. Hendan tekningin var ikki góðkend og drongurin skuldi tekna hana umaftur. Børnini sita nógv niðri, og eru úti á spæliplássinum uml. 30 minuttir um vikuna, har lærarinnan stýrir spælinum. Ein vanligur dagur sær soleiðis út: 08.00 – 09.00: Børnini møta, og hava møguleika at spæla við puslispøl inni á stovuni 09.00 – 10.00: Á wc, drekka juice og keks, undirvísing 10.00 – 12.00: Undirvísing 12.00 – 12.30: Wc, døgurði 13.00 – 14.00: Stillitími, har tey flestu børnini skulu sita á stólinum ella á madrassu og sova. Nøkur børn skulu gera skúlating saman við lærarinnuni. 14.00 – 17.00: Sita børnini niðri, kanska spæla puslispøl, og síðani verða børnini heintaði. Hví pedagog? Tey flestu sum spyrja meg hvat eg lesi, hava altið eitt lítið smíl á andlitinum, tá ið eg sigi at eg lesi til pedagog. Eg kundi blivið eitt sindur fornermað, men eg haldi nú ikki at tað hjálpir ella er til nakra nyttu. Eg kundi eisini lisið til okkurt eitt sindur meir ”spennandi” sum kanska advokat ella lækna

(sum eg havi stóra respekt fyri). Men eg havi fylgt mínum áhuga og tí, sum eg brenni fyri, og eg trúgvi ikki, at eg kundi verið meira nøgd við einari aðrari útbúgving, enn við mínari (vónandi) komandi pedagogútbúgving. Ein kann altið taka ein yvirbygnað, um ein hevur hug til tað. Og hví ikki taka av, tá ið møguleikin er til staðar? Hví Mauritius? Eg havi altið ætlað mær at farið uttanlanda at lesa, og tá meini eg ikki við Danmark og hetta var ein góður møguleiki. Ætlanin hjá mær var at fara til Cape Town í praktik, men aftaná einari framløgu um Mauritius frá eini gentu sum fyri einum ári siðani var í praktik her, fall eg púrasta fyri oynni og havi eg ikki angrað valið. Eg fari ein túr til Cape Town áðrenn eg fari aftur til Danmarkar, har eg vónandi sleppi at síggja praktikstaðið, sum eg í fyrstuni fegin vildi sleppa á. Tað er so nógv, sum eg kundi greitt frá, men eg vil enda við at siga, at eg havi virkuliga funnið útav hvussu týdningarmikið tað er at fylgja sínum hjarta og dreymum. Eg havi altíð hugsað, at um eg bert klári at gera eitt av øllum teimum tingunum, sum eg fegin vil uppliva ella gera, so er tað gott nokk. Og uttan tann góða stuðulin sum eg havi fingið frá foreldrum og beiggja mínum, veit eg ikki hvussu eg skuldi havt klárað tær strævnu tíðirnar. Og til øll tykkum við framtíðarplanum og dreymum: far avstað! Tú kanst altíð koma heim aftur :) Kærar heilsur Barbara Djurhuus (barbaradjurhuus@hotmail.com)

Pisan 2008

53


Lesandi og børn

LESANDI OG BØRN

Fíggjarlig viðurskifti Tú/tit hava sum lesandi við barni/børnum nakrar sersømdir í SU- skipanini. (sí Børn og SU.) Barnakekkur Øll foreldur í Danmark(ikki treyta av inntøkuupphædd) fáa útgoldnan barnakekk hvønn ársfjórðing. Í 2008 eru upphæddirnar áljóðandi: Børn í aldrinum 0-2 ár 3.539 kr. Børn í aldrinum 3-6 ár 3.198 kr. Børn í aldrinum 7-17 ár 2.516 kr. Frá kommuni er møguligt at søkja um “børnetilskud til uddannelsessøgende forældre”. Upphæddin er treytað av inntøku, og er í mesta lagi 5.808 kr. um árið. Hesi tølini broytast ár til ár. “Boligstøtte” Búgva tit á kollegii ella leiguíbúð er somuleiðis møguleiki at søkja um “boligstøtte” frá kommununi. “Boligstøtten” er treytað av samlaðu inntøkuni hjá hússtandinum, og verður størri um tú/tit hava eitt ella fleiri børn. Barnaansingarpláss og gjald Gjaldið fyri barnaansingarpláss í kommununi er somuleiðis treytað av inntøkuni, og fáa tit bert SU, verður plássið goldið av kommununi. Ein kann fara inn á heimasíðuna www.tborger.dk undir teiginum “selvbetjening”, her kanst tú sjálv rokna teg fram til upphæddirnar tú/tit hava rætt til viðv. “boligstøtte”, “Børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” og frípláss til ansingarpláss. Børn og SU Um tú ert sambúgvandi við einum øðrum SU-móttakara ella einligur uppihaldari hevur tú møguleika fyri at søkja eitt ískoyti frá SU. Um tú ert uppihaldari hevur tú møguleika fyri at taka eitt eyka SU-lán. Barnið skal verða undir 18 ár og hava fólkayvirlitsadressu hjá tær. Tað eru tíni viðurskifti ta fyrsta døgnið í ársfjórðinginum, sum avgerð um tú lýkur treytirnar. Ískoyti til uppihaldarar sum búgva saman við øðrum SU-móttakara Um tú ert uppihaldari og býrt saman við øðrum SU-móttakara kanst tú fáa eitt ískoyti (Sí upphæddir i greinini SU-skipanin). Tað er ein treyt at tín sambúgvi fær SU og hevur fingið SU í minsta lagi 1 mánað í ársfjórðinginum frammanundan at søkt verður. Tú kanst søkja um íkoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingarstovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá. Tú kanst ikki fáa ískoyti frá SU og samstundis søkja um “Særligt børnetilskud til uddannelsessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing. Ískoyti til einligar uppihaldarar Um tú ert einligur uppi-haldari og fært SU kanst tú fáa eitt ískoyti uppá 4.852 kr. um mánaðin. Treytin er at tú fært “Ordinært og ekstra børnetilskud” frá kommuni.

54

Pisan 2008

Tú kanst søkja um ískoyti á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði, sum skal latast útbúgvingar-stovninum. Ískoyti verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur SU frá, velur tú eisini ískoyti frá. í Tú kanst ikki fáa ískoyti sum einligur uppihaldari samstundis við “Det særlige børnetilskud for uddannel-sessøgende forældre” frá kommununi. Tú kanst ikki fáa ískoyti samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing og ættleiðing. SU-lán til uppihaldarar Uppihaldarar, sum fáa SU, kunnu fáa eitt eyka SU-lán. (sí upphæddir í greinini SUskipanin). Søkt verður á “min SU” á heimasíðuni hjá SU ella á umsóknarblaði sum skal latast útbúgvingarstovninum. Lánið verður útgoldið saman við studninginum. Um tú velur studning frá, velur tú eisini lánið frá. Tú kanst fáa lán til uppihaldarar samstundis sum tú fært ískoyti til einligar uppihaldarar ella ískoyti til uppihaldara, íð býr saman við øðrum SU-móttakara. Men tú kanst ikki fáa lánið samstundis sum tú fært eyka klipp í samband við føðing ella ættleiðing. Eyka SU tá tú fært barn Um tú fært barn meðan tú ert undir lesnaði og fær SU, hevur tú møguleika fyri at fáa eyka SU.Treytin er, at tú skalt vera lestrarvirkin mánaðin áðrenn tú fært eyka SU, men tú nýtist ikki at verða lestrarvirkin meðan tú fært eyka SU. Tú skalt verða innskrivað á útbúgvingar stovninum og lúka tey vanligu krøvini fyri at fáa SU. Mamman hevur rætt til 12 mánaðar eyka SU og pápin hevur rætt til 6 mánaðar eyka SU. Tú velur sjálv/sjálvur nær í útbúgvingini tú vil hava útgoldið eyka SU. Mamman kann fáa útgoldið eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og pápin kann fáa eyka SU frá tí mánaðinum barnið er føtt. Tú skalt nýta tey eyka klippini í tí útbúgvingini tú ert í gongd við, tá tú fært barnið. Tú kanst sostatt ikki yvirføra tey eyka klippini til eina nýggja útbúgving, heldur ikki frá eini bachelor til eina kandidatút-búgving. Tú søkir um tey eyka klippini á umsóknarblað-num “Ansøgning og ændring af SU”, umsóknar-blaðið fæst á útbúgvingar/stovninum ella tú kanst fara inn á heimasíðuna hjá SU – www.su.dk - undir søg SU. Um tú gongur á einari víðarigangandi útbúgving kanst tú fáa útgoldið eyka klippini sum einkult-klipp, dupultklipp ella miksklipp. Um tú velur miksklipp, so fært tú útgoldið eyka SU saman við tínum vanliga SU, og tá skalt tú vera lestrar-virkin og heiltíðarlesandi. Tú velur sjálv/sjálvur útgjaldingarháttin og tað er ikki neyðugt at velja sama háttin fyri øll eykaklippini. Um tú gongur á einari ungdómsútbúgving kanst tú fáa útgoldið eykaklippini sum einkultklipp ella dupultklipp. Mamman kann fáa eyka SU frá tað eru 2 mánaðir til hon er sett til at eiga, og til 12 mánaðir aftaná hon hevur átt. Pápin kan fáa útgoldið eyka SU innanfyri teir fyrstu 6 mánaðirnar aftaná at barnið er føtt. Um tú hevur fi ngið barn áðrenn útbúgvingin byr jar ella meðan tú hevur orlov, hevur tú møgulei ka fyri at fáa eyka SU. Mamman skal hava fi ngið barnið innanfyri 12 mánaðir áðrenn útbúgvingin byrjar og pápin innan 6 mánaðir áðrenn. Um tú til dømis hevur fi ngið eitt barn í apríl og byrjar útbúgvningina í september, kann mamman fáa 8 eyka klipp og pápin 2 eyka klipp. Nærri upplýsingar fáast á www.su.dk ella á www.radgevingin.dk . Onnur lond Lesandi aðrastaðnis enn í Danmark hava í skrivandi løtu rætt til 12 eyka klipp um tey fáa barn. Harumframt er altið gott at seta seg í samband við “Help and Advice” á útbugvingarstovninum ella í kommununi tú flytur til viðvikjandi eyka hjálp so sum fígging og annan stuðul fyri at fáa raðgeving um hvussu tað er júst har.

Pisan 2008

55


Lesandi og børn - Danmark Eg eiti Fríðgerð í Soylu og eri 25 ára gomul. Eg búgvi í Skive, sum er í mið-Jyllandi saman við sjeikinum Jens Petur, og okkara 2 ára gamla soni, sum eitur Allan. Fríðgerð í Soylu, 25 ár, læraralesandi Danmark.

mammur undir útbúgving, sum fáa uppaftur meira hjálp.

Eg byrjaði fyri nú næstan 2 árum síðani at lesa til lærara her í Skive á VIA university college. Eg byrjaði læraraútbúgvingina, tá Allan einans var 8 mánaðar gamal. Eg hevði verið i barsil í 6 mánaðar, arbeitt í ein mánað og so flutti eg niður til sjeikin, sum var fluttur í apríl, og hevði gjørt okkum alt til reiðar. Alt var so nýtt og spennandi, og eg gleddi meg sera nógv at byrja útbúgvingina.

Men hvussu fær ein alt at hanga saman? Halda hús, vera foreldur og royna at skapa framtíðina, ein droymir um. Tað er altíð strævið at fáa alt at hanga saman fíggjarliga tey árini, ein gongur í skúla. Tað skulu pengar til alt: leigu, hita + el, barnaansing, og eisini alt til húarhaldið. SU strekkir ikki til alla verðina, og tað vita vit væl. Tað er sum sagt hjálp at fáa!

Tað vóru 4 ár liðin, síðan eg fekk studentarprógvið, og nú hevði eg verið heima í eitt ár, uttan næstan at arbeitt og bara “hygga” mær saman við Allan, og havt alla tíðina i verðini. Tíð er kanska tað, ein ikki hevur so nógv av, tá ein er lesandi, og tí er tað avgerandi at tilrættisleggja sær tíðina. Eg haldi sjálv, at eg ikki havi verið so góð til tað, og ofta fari eg ikki í holt við fyrireiking til dagin eftir, fyrr enn Allan er farin í song. Eg vil so fegin nýta tíðina frá 15.00-20.00 saman við Jens Petur og Allan, tí tað er tann tíðin av døgninum, ein familja hevur saman. Sum oftast røkka tímarnar aftaná kl 20.00 ikki til, at eg nái alt, og tí verður klokkan ofta nógv. Tað taki eg ikki so tungt, tí eg arbeiði best, tá sólin er farin niður og tá friður er. Lesandi við børnum í Danmark hava sera góðar treytir. Tað er stór fíggjarlig hjálp at fáa, ið altíð er ein avgerandi liður, tá ein fer undir útbúgving, og serlig tá ein hevur børn. Vit eru so tvey við einum barni, men tað eru eisini fleiri einligar

56

Sum lesandi við barni og maka kann ein ikki fáa meria í SU, men sum einlig mamma fær ein dupult SU. Eisini er møguleiki at taka sær SU-lán, eisini suplerandi lán, um ein er foreldur. Frá kommununum í Danmark kann ein eisini søkja um ymiskt, sum kann hjálpa til, t.d. stuðul til at gjalda leiguna, frípláss til barnaansing og annað. Hóast eg livi saman við einum, ið ikki er lesandi skulu vit einans gjalda helvtina av barnaansingini. Í Danmark fáa foreldur ella tann, ið hevur foreldramynduleikan eisini 3. hvønn mánað ein barnakekk. Hvussu nógv ein fær, veldst um hvussu gamalt barnið/børnini eru og hvussu nógv børn ein hevur. Til tað kunnu einligar mammur søkja um eitt sum kallast “Familjubidrag”, henda upphædd verður løgd afurrat barnakekkinum. Um hetta er galdandi fyri allar kommunur í Danmark eri eg ikki heilt vís í.

tí tað er brúk fyri teimum. Eg haldi, at ein skal ikki seta seg aftur við at taka eina útbúgving hóast ein hevur børn. Útbúgvingarstovnar allastaðni í dag hava forstáilsi fyri, at tað eru fleiri, sum hava børn ella fáa sær børn undir útbúgvingini. À skúlanum har eg gangi er sera vanligt at síggja 2-3 barnavognar um dagin. Eg havi eisini havt Allan við í skúla. Sjálvandi ger ein ikki tað bara fyri at gera tað, men tað kunnu vera serligar umstøður, ið gera at ein hevur barnið við, og tað er í fínasta lagi, tí tað er pláss fyri øllum. Eg eri sera glað fyri, at eg tók avgerðina um at byrja útbúgvingina, hóast eg hevði eitt lítið barn. Fleiri spyrja, hví eg valdi Danmark, men tað var bara fyri at uppliva nakað nýtt, møta nýggjum folki og fáa nýggjar avbjóðingar. Men nú eg lýti aftur, høvdu teir fíggjarligu møguleikarnir eisini nógv at siga fyri avgerðina, og tað er tann besta avgerðin, eg havi tikið í lívinum.

Meiri fæst at vita um treytir viðvíkjandi SU á www.su.dk.

Tað er avgerandi, at ein tekur av teimum møguleikum sum eru, hóast tað av og á kann kennast sum at “útnytta” samfelagið. Men møguleikarnir eru har,

Pisan 2008

57


Lesandi og børn - Føroyar Tordis Reynstind, sjúkrarøktarfrøðilesandi í Føroyum, gift, 4 børn undir 18 ár.

Nýggjar reglur um upptøku til hægri útbúgvingar í Danmark Kelda: www.studievalg.dk/kbh

Eg fari at royna at lýsa, hvussu fíggjarligu korini hjá mær sum lesandi, foreldur at 4 børnum undir 18 ár, partur av einum húsarhaldi og viðeigari av húsum eru.

Komandi árini koma fleiri nýggjar reglur í gildi í samband við útbúgvingar í Danmark.

Tað fyrsta, eg fari at nevna er, at tað er ein sera góð hjálp, at barnastuðulin á 600,pr barn, er komin. Annars er ikki so nógv annað gott at siga um fíggjarligu karmarnar hjá foreldrum, sum fara undir lesnað í Føroyum at siga.

Frá 2008: Serligu upptøkukrøvini verða herd, serliga á universitetsútbúgvingunum- eisini til útbúgvingar, har serlig upptøkukrøv ikki áður hava verið. Allar útbúgvingar á universitetinum verða býttar upp í 6 meginøki ( hugvísindi, guðfrøði, samfelagsvísundi, náttúruvísundi, heilsuvísindi og tøknivísindi). Meginøkini fáa sonevnd økistilskilað upptøkukrøv, sum vera galdandi fyri allar útbúgvingarnar á økinum. Útbúgvingarnar undir meginøkinum kunnu harafturat fáa útbúgvingartilskilað upptøkukrøv. Serligu krøvini finnur tú á �Uddannelsesguiden�: www.ug.dk

Um hugt verður at útreiðslum og inntøkum hjá einum lesandi sæst, at her er ikki javnvág í. Útreiðslur um mánaðin: Bøkur: 650,Sjúkrakassi: 200,Innivist: 4.000,El: 500,Olja: 1.000,Hesar útreiðlur eru 6.350,- eg vil meta, at á leið hetta noyðast øll at gjalda, uppihaldarar ella ikki. Her havi eg ikki roknað mat, klæðir ella annað uppí. Inntøkur um mánaðin: ÚS: 3.607,Barnastudningur 2.400,Altso inntøkan er 6.007,- .Eitt, sum ein kann undrast á, er at vit, sum eru undir víðari lesnaði og skulu keypa bøkur og annað tilfar hvørja lestrarhálvu, fáa sama studning sum tey ungu, ið ganga á miðnámsskúla og keypur bøkur fyri eina munandi lægri upphædd. Av tí, at inntøkan er so lág, noyðist eg at arbeiða tað, sum eg kann, meðan eg lesi. Tað besta er, um eg kann hava eina inntøku uppá 4-5.000,- eyka um mánaðin. Eg hevði ynskt, at eg kundi loyvt mær bert at hugsa um at lesa og tað, sum hevur við lesnaðin at gera, men tað havi eg ikki møguleika fyri. Eg noyðist at taka hædd fyri, at um míni børn skulu hava mat og klæðir, er inntøkan hjá manninum ikki nokk at uppihalda øllum útreiðslum. Eitt, sum hevði gjørt stóran mun, hevði verði um vit, sum eru undir víðari lesnaði, vórðu frítikin fyri skatti upp til eina ávísa upphædd, sum so vaks við x tal av krónum fyri hvørt barn tú hevur undir 18 ár. Tað hevði verði nakað, sum hevði munað í húsarhaldunum hjá lesandi forsyrgjarum.

58

Broytingar í útbúgvingarskipanini í Danmark

Pisan 2008

Kvotuskipanin: Ígjøgnum kvotu 1 verður tú tikin upp við støði í miðaltalinum á miðnamspróvnum. Ígjøgnum kvotu 2 verður tú tikin upp við støði í einstaklinga meting. Um útbúgvingarstaðið tekur annað virksemi við í metingina, má tað í mesta lagi fevna um eitt tíðarskeið uppá tilsamans 12 mánaðir. Hendan tíðaravmarkingin hevur ikki verið áður. Á heimasíðuni hjá útbúgvingarstøðunum sært tú, hvørji ítøkilig metingarstøði eru á teimum einstøku útbúgvingunum. Kvota 2 á teimum longru hægru útbúgvingunum (universitetsútbúgvingunum) fevnir einans um 10% av øllum plássunum. Eyka lærugrein á A-stigi: Hevur tú tikið eina eyka lærugrein á hægsta stigi, verður próvtøkumiðaltalið hjá tær hækkað á tann hátt, at tað verður faldað við 1,03 (galdandi frá 2006). Miðaltalið verður ikki hækkað, um tú tekur lærugreinina á A-stigi, eftir at tú hevur lokið eina miðnámsútbúgving. Frá 2009 Býtistalsfrymilin: Ein sonevndur býtistalsfrymil verður innførdur. Hjá umsøkjarum, ið byrja í seinasta lagi tvey ár aftaná kravdu próvtøkuna, verður upprunaliga próvtøkumiðaltalið faldað við 1,08. Tað merkir, at umsøkjari, sum fær prógv í juni í einum ári, skal søkja um upptøku til hægri útbúgving í seinasta lagi til summarupptøkuna tvey ár seinri, um hann ynskir at fáa sítt upprunaliga próvtøkumiðaltal faldað við 1,08. Tú fært meira at vita um upptøkureglur við at venda tær til: - Lestrarvegleiðaran á skúlanum - LFÚ- ráðgevingina- www.lfu.fo - Altjóða skrivstovuna í Havn- www.ask.fo - Studievalg Í Danmark- www.studievalg.dk Eisini kann nevnast, at nýggi próvtalsstigin verður galdandi í Føroyum frá 1. August 2008.

Pisan 2008

59


Sálarhjálp

Sálarhjálp

Hjá summum er neyðugt við sálarhjalp, um tey skulu koma ígjøgnum lesnaðin. Um tú ert ein av teimum, so er vert at kanna, hvar tú fært tí bestu hjálpina áðrenn tú velur lestrarstað/land.

Bretland

Hjá teimum, ið ikki vita seg hava nakran tørv, men av ymiskum áðum fáa tørv á sálarhjalp meðan tey eru undir útbúgving, er gott at vita, at hjálp er at fáa og hvar. Niðanfyri stendur, hvussu umstøðurnar at fáa hjálp er í trimum teimum størstu lestrarlondunum hjá føroyingum.

Danmark Í Danmark er tað ”Studenterrådgivningen” ið hjálpur við sálarligum og praktiskum trupulleikum. Tey hava sosialráðgevarar, psykologar og psykiatriskar læknakonsulentar. Harumframt kunnu tey vísa teg víðari til sjálvhjálparbólkar og aðra neyðuga hjálp, sum kann vísa seg at vera betri fyri just tín tørv. ”Studenterrådgivningen” er umboðað kring alt landið, umframt at summir skúlar av sínum eintingum hava sálarfrøðingar tengdar at sær. Á heimasíðuni hjá ”Studenterrådgivningen” fært tú hugt nærri at tí býi tú lesur í og hvørja hjálp tú fært har. Heimasíðan hjá ”Studenterrådgivningen” er: http://www.studraadgiv.dk

Føroyar Fróðskaparsetrið veitir ikki ókeypis sálarhjálp, men tey veita kreppuhjálp í serligum førum. Um tú setur teg í samband vid skrivstovuna, so vísa tey víðari til rætta viðkomandi at tosa við. Annars, um tú hevur verið úti fyri onkrum álvarsligum seinasta hálva árið, ber til at fáa hjálp gjøgnum sjúkrakassan. Hetta byrjar við at tú fert til læknan, sum vísir teg víðari, og so rindar sjúkrakassin upp til 40% av rokningini, sjá nærri á http://www. psykolog.fo/default.asp?active_page_id=73

Í Bretlandi er vanligt at hjálpa tí einstaka lesandi. Hvør næmingur hevur ein ráðgeva (adviser), sum er settur at hjálpa tær við lesnaðinum. Summi fara til ráðgevan í heilum, summi bert tá tey skulu. Bretsk universitet eru privat og gera tey nógv fyri at hjálpa einstaklinginum. Eisini um tú fellur frá áðrenn tú ert liðug/ur, hetta fyri at royna at fáa teg at byrja at lesa aftur. Sálarfrøðingar eru tengdir at universitetunum, og tey hava nógva hjálp at bjóða. Øll bretsk universitet hava líknandi tænastur at bjóða. Tað ber til at fara inn á heimasíðuna hjá tí einstaka universitetinum at kunna seg um, hvussu tað er júst har. Hygg eftir ”advice”, ”help”, ”welfare” ella ”counselling”. Annars so ber altið til at seta seg í samband við sín ráðgeva, um ein ikki finnur tað. Niðanfyri verður greitt frá, hvussu tað er á University of Aberdeen. Á University of Aberdeen geva tey á hvørjum ári ein royndar stress pakka út við tilfari, ið millum annað kann hjálpa tær at slappa av og at leggja títt arbeiði betri til rættis. Eisini eru faldarir um alskins trupulleikar at heinta og telefonnummar til ymiskar hjálparlinjur, ið hava servitan innan ávísar trupulleikar. Eisini er eitt stórt bókaútval við sjálvhjálpsbókum, sum tað ber til at lána, við at rinda eitt depositum. Ein ljóslampa er tøk til teirra, ið hava vetrardepresiónir. Tað við siga, at tað ber til at bíleggja sær tíð til ljósviðgerð og leggja hesa viðgerð inn í vanliga skemaðið. Eitt tilboð nógv hava gleði av. Eisini er ein náttarlinja, sum tú kanst ringja til, tá ”counselling” tænastan er stongd. Tað eru lesandi, ið hava fingið serliga venjing, sum svara telefonini. Heimasíðan hjá ”counselling” tænastuni á University of Aberdeen er: http://www.abdn.ac.uk/counselling/ Tlf nr. er: 01224 272139 Teldupostadressan er: counselling@abdn.ac.uk

Um tú sjálv/ur velur ein sálarfrøðing er týdningarmikið, at finna ein sum tú kemur væl útav tí við. Kanningar siga, at tað oftast ikki er metodan, sum verður brúkt, men kemiin millum sálafrøðing og ”sjúklingin”, ið er tað avgerðandi fyri væleydnaða hjálp og framgongd. Tú skalt ikki verða bangin at royna nýggjan sálarfrøðing, um tann fyrsti ikki var tann rætti. Heimasíðan hjá sálarfrøðingum í Føroyum er: www.psykolog.fo

60

Pisan 2008

Pisan 2008

61


Av tí at uppskot til nýggja lóg um lestrarstuðul varð løgd fyri tingið 2. mars 2007, verða frá 1. august 2007 helst fleiri broytingar í mun til niðanfyristandandi grein.

Ásett er, at fyri hvørja áfylling t.v.s. 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan, skal tann lesandi gjalda kr. 100. Tann lesandi fær útflýggjað eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla.

SU-skipanin Stuðulsstovnurin varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av “Statens Uddannel-sesstøtte” í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin”. Føroyingar gjørdu tá reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 23. apríl 1999 varð nýggj løgtingslóg samtykt um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan og avloysti henda lóg lógina frá 1988 við seinni broytingum. Seinni eru onkrar lógarbroytingar gjørdar. Stuðulsstovnurin umsitir í dag 4 stuðulsskipanir, ið eru kunngjørdar í 4 ymiskum kunngerðum. Tó er tað rætt at nevna 5 ymiskar skipanir, tá ið tosað verður um stuðul til føroyingar, av tí at føroyingar, ið lesa í øðrum londum enn í Føroyum, fáa stuðul eftir danskari skipan.

Tær 5 stuðulsskipanirnar eru: • ÚS-skipanin (stuðul til lesandi í Føroyum – umsitin av Stuðulsstovninum) • SU-skipanin (stuðul til lesandi í Norðurlondum – umsitin av Statens Uddannelsesstøtte) • ÚSUN-skipanin (stuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond – umsitin av Stuðulsstovninum og SU) • Ferðastuðulin (ferðastuðul til lesandi útisetar – umsitin av Stuðulsstovninum) • Verkætlanarstuðulin (ferðastuðul til lesandi við hægri skúlar – umsitin av Stuðulsstovninum)

ÚS-skipanin Henda skipan er ætla teimum, ið lesa í Føroyum, bæði næmingum á miðnáms-, vinnuog hægri skúlum.

Tey, ið eru 18 ár og eldri Øll, ið eru 18 ár ella eldri fáa vanliga útbúgvingarstuðulin um tey uppfylla treytirnar. Hesi hava eisini møguleika at søkja um lán. Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir at tey eru fylt 18 ár. Eingin útbúgvingarstuðul verður útgoldin í juli.

62

Upphæddir skúlaárið 2007/2008: Stuðul um Stuðul árið í 11 um árið mðr. Heimabúgvandi Kr. 26.455 Kr. 39.677 Útibúgvandi Kr. 25.157 Lán

Kr. 2.406 Kr. 3.607 Kr. 2.287

Tey, ið eru undir 18 ár Tey, ið eru undir 18 ár fáa ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki hjá nøkrum av hesum næmingum at fáa ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul). Bókastudningurin verður latin øllum lesandi, ið ikki eru fylt 18 áðrenn 1. august 2007. Bókastudningurin er kr. 3.443, og verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Umsókn til bókastudning verður av sær sjálvum latin inn, tá tann lesandi søkir um lestrarstuðul. Vistarhaldsstudningurin verður latin lesandi undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda studning er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimstaðarbýin/bygdina og skúlabýin/bygdina er longri enn 50 km., sambært almennu ásetingunum hjá Landsverki. Mánaðarligi vistarhaldsstudningurin er kr. 2.405 í 11 mánaðir.

Ferðastuðulin innanoyggja Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum. Møguleiki er eisini at fáa studningin til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varir í minsta lagi 4 vikur.

Pisan 2008

Meginreglan er, at føroyingar, ið lesa í Danmark og í øðrum útlondum, fáa stuðul úr Danmark eftir somu treytum, sum aðrir danskir ríkisborgarar. Hetta vil siga, at føroyingar, sum lesa uttanlanda, fáa stuðul úr Danmark. Tó verða fylgjandi krøv sett, og eru hesi galdandi fyri bæði danir og føroyingar: • Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera alment góðkend av lestrarlandinum. • Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu vera av slíkum slagi, at tey eisini kunnu góðkennast av donskum myndugleikum. • Útbúgvingin skal vera ólønt, og skipað sum fulltíðarlestur. • Útbúgvingin skal í minsta lagi vera eitt samanhangandi lestrarár. • Útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Ein treyt fyri at fáa stuðulin frá SU er, at føroyingar hava danskt p-tal. Orsøkin til hetta er, at SU ikki hevur møguleika at útgjalda uttan eitt danskt p-tal. Fyri teir føroyingar, ið ikki hava danskt p-tal, útvegar SU teimum eitt frá Fredriksberg kommunu, har SU hevur heimabústað. Harafturat kann nevnast, at tað finst ein felags norðurlendsk avtala, sum í høvuðsheitum inniheldur fylgjandi (reglurnar eru tó ikki heilt eins í øllum norðurlondum): • Tá tú lesur í øðrum norðurlendskum landi, fæst vanliga stuðul frá heimlandinum. • Heimlandið avgerð hvørjar útbúgvingar hava rætt til stuðul. • Ein umsøkjari, ið fær útbúgving í einum øðrum norðurlendskum landi, kann fáa stuðul frá lestrarlandinum, um umsøkjarin hevur verið búsitandi og havt arbeiði í lestrarlandinum í minsta lagi í 24 mðr. beint undan lestrinum, ella um umsøkjarin er undir 20 ár og er fluttur saman við foreldrum sínum, ið hava búsett seg í lestrarlandinum og sum hava fast arbeiði har. • Ein treyt fyri at fáa stuðul frá lestrarlandinum er, at tann lesandi ikki fær stuðul frá heimlandinum.

ÚSUN-skipanin ÚSUN stendur fyri ÚtbúgvingarStuðul til lesandi Uttan fyri Norðurlond. Umleið 80% av føroyingunum, ið lesa uttan fyri Norðurlond, eru í ES-londum. 90 av teimum umleið 110 lesandi lesa í dag í Bretlandi. Skúlagjaldkostnaðurin er ymiskur á teimum ymisku útbúgvingunum, men í dag eru upphæddirnar vanliga millum kr. 50.000 og kr. 110.000 um árið. Stuðulsstovnurin kann í mesta lagi veita tí lesandi 120.000 um árið fyri skúlagjald. Sum vanligt ber til at læna til skúlagjaldið frá Stuðulsstovninum, um gjaldið er hægri enn tað, ið kann latast í studningi. Ásett er hvørjir útbúgvingarbólkar kunnu fáa stuðul. Hesir eru teir, ið taka hægri útbúgvingar og ganga til støðislestur (foundations studies) eftir lokna miðnámsútbúgving, um so er, at hetta er ein fortreyt fyri at sleppa undir hægri lestur. Harafturat kann stuðul veitast til skiftislestur á hægri útbúgvingum undir ávísum treytum. Stuðulin kann í mesta lagi veitast í 6 ár, tó ongantíð longur enn eitt ár út yvir ásettu lestrartíðina. Meginreglan er hin sama sum hjá føroyingum, ið lesa í Føroyum, Danmørk og øðrum norðurlondum. Lesandi fáa í dag stuðul til livikostnað í 4 ár frá SU. Er lesturin longri enn tey 4 árini, ella er tann lesandi ikki danskur ríkisborgari, men uppfyllir hann kravið um tilknýti til Føroya, hevur Stuðulsstovnurin veitt stuðul til livikostnað. Henda upphædd er altíð tann sama sum upphæddin, ið verður veitt til hægri lestur í Føroyum. Tann lesandi fær eisini møguleika at taka lestarlán. Henda skipanin veitur stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum uttanfyri Norðurlond, og er ætla teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. Krøv til málsligu fyrireikingarskeiðini: - Skeiðini skulu verða málsliga førleikagevandi til hægri lestur. Hetta merkir at luttøkan á skeiðnum ella tann endaliga próvtøkan á skeiðnum er á einum tílíkum støði, at tann lesandi nær tann málsliga førleikan, ið skal til fyri at lesa á hægri lærustovni. Skjalprógv fyri at so er má viðleggjast umsóknini.

Pisan 2008

63


- Skeiðini skulu verða fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. - Skeiðini skulu eisini góðkennast av Stuðulsstovninum.

Ferðastuðulin Endamálið við ferðastuðlinum er at stuðla føroyingum, ið leita sær í onnur lond at útbúgva seg við tí fyri eyga at koma heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra kunnu koma heim til Føroya eina ferð um árið. Nýtt Frá 1. januar 2007 eru broytingar gjørdar í §5 í kunngerðini um ferðastuðul uttanlands. Hesar broytingar viðvíkja ásetingini av ferðastuðulsupphæddunum. Ásetingin er galdandi frá 1. januar 2007 og eru fylgjandi: “Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi, búsitandi í Danmark, verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður somuleiðis ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri børn á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram. Stuðulsstovnurin ásetir eisini upphæddirnar fyri lesandi uttanfyri Danmark og børn teirra, tó í mesta lagi kr. 7.000,-. Ásetingarnar av ferðastuðlinum verða gjørdar í seinasta ársfjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. januar árið eftir.”

Verkætlanarstuðulin Endamálið við ferðastuðlinum til verkætlanir er at stuðla lesandi føroyingum á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Hetta verður gjørt við at veita fíggjarligan stuðul fyri ferðina millum lestrarlandið og landið, har ið verkætlanin skal fremjast. Umframt vanligu treytirnar fyri at fáa slíkan stuðul skal verkætlanin vera partur av útbúgvingini og góðkend á útbúgvingarstaðnum. Vert er eisini at leggja sær í geyma, at stuðul bert verður veittur fyri ferðing millum lond, og at tann lesandi í mesta lagi kann fáa henda stuðul tvær ferðir í allari útbúgvingartíðini.

64

Ætlar tú at søkja um stuðul, kann hetta antin gerast áðrenn farið verður undir verkætlanina ella meðan tú arbeiðir við verkætlanini. Tað ber ikki til at søkja um stuðul, eftir at verkætlanin er liðug. Stuðulin verður ikki goldin út, fyrr enn Stuðulsstovnurin hevur fingið tann nýtta ferðaseðilin í sambandi við verkætlanina. Stuðulin verður tað sama sum skalprógvaði ferðaseðlakostnaðurin; tó í mesta lagi kr. 6.000. Peningurin verður goldin á kontu í einum føroyskum peningastovni.

Kærumøguleikar Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini. Avgerðin hjá kærunevndini er endalig innan fyrisitingina. Tað er Landstýrið, ið setir kærunevndina, og í henni sita 3 fólk, har formaðurin er løgfrøðingur. Kærur skulu sendast til: Kærunevndin hjá Stuðulsstovninum, c/o Føroya Kærustovnur Skálatrøð 20 Postsmoga 45 Fo 110 Tórshavn.

Heimasíðan Á heimasíðu okkara - www.studul.fo - kanst tú lesa meira um tær ymisku skipanirnar - har er lógin, kunngerðir, vegleiðingar, umsóknarbløð o.a. Harafturat eru ymiskar slóðir, ið kunnu vera viðkomandi fyri lesandi.

Skrivstovan Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk – 3 skrivstovufólk, fíggjarfulltrúin og leiðarin. Avgreiðslan er stongd mánadag, opið er frá týsdegi til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15. Um tú hevur nakrar fyrispurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Stuðulsstovnin. Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 – FO-110 Tórshavn - Tlf.: 35 68 00 - Faks.: 35 68 01 T-postur: studul@studul.fo – Heimasíða: www. studul.fo Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.

Pisan 2008

SU-skipanin At fara undir lesnað er ikki ókeypis, men vit føroyingar eru so mikið hepnir, at vit hava nakrar av heimsins bestu stuðulsskipanum. Fyri at dyrgja upp undir at fólk útbúgva seg, verður nevniliga stuðul latin undir útbúgvingartíðini. Føroyingar kunnu koma undir ymsar stuðulsskipanir alt eftir hvar í heiminum teir lesa, men flestu teirra koma undir donsku SU-skipanina, sum stendur fyri Statens Udannelsesstøtte. SU-skipanin kann vera trupul at finna runt í, so niðanfyri kanst tú fáa innlit í, hvussu skipanin er uppbygd, og hvussu hon virkar. Katrin D. Apol Hvat er SU? SU er ein fíggjarlig hjálp, sum tú kanst fáa, meðan tú ert undir útbúgving, og hesin stuðulin skal ikki gjaldast aftur, men er eitt slag av løn til tín, meðan tú ert undir útbúgving. Um tú hin vegin velur at leggja SU-lán afturat studninginum, so skal hetta rindast aftur eftir loknan lesnað. Føroyingar undir hægri lestri uttan fyri Føroyar fáa vanliga stuðul eftri somu treytum sum aðrir danskir ríkisborgarar. Sum útgangsstøði kann sigast, at tú kanst fáa SU-stuðul til alla útbúgvingina, men um tú ert løntur undir útbúgvingini, fært tú ikki SU. Um bert ein partur av útbúgvingini er løntur, eitt nú undir starvsvenjing, verður SU-stuðul latin í óløntu undirvísingartíðini.

Norðurlond Sum nevnt fáa føroyingar undir lestri uttan fyri Føroyar studning frá SU-styrelsen etftir somu treytum sum danir. Í Danmark er tí rættiliga greitt, hvørjar reglur eru galdandi, men ymisk krøv eru tó, sum skulu lúkast, fyri at stuðul kann verða latin. Fyrst og fremst skal útbúgvingin vera SU-heimilað. SU-styrelsen hevur eina greiða reglugerð um, hvørjar útbúgvingar í Danmark verða góðkendar. Meginreglan er tó, at allar alment góðkendar útbúgvingar eru SU-heimilaðar, um útbúgvingin fer fram á einum alment góðkendum útbúgvingarstovni. Undirvísingin skal vera fulltíðarundirvísing og vara í minst tríggjar samanhangandi mánaðir. Tó ber til at fáa SUstudning, um tú supplerar í minst ein mánaða. Spyr á SU-skrivstovuni, um tú vilt vita meira um SU-stuðul til supplering. SU-stuðul verður bert veittur teimum, ið hava tørv á tí. Hetta merkir, at tú ikki kanst tjena óavmarkaðan pening við

síðuna av studninginum. Les meira um tað í næstu greinini. At enda er tað ein treyt, at útbúgvingin skal geva vinnuførleika í Danmark. Fyri at fáa studning til privatar útbúgvingar í Danmark er neyðugt, at Undirvísingarmálaráðið góðkennir útbúgvingina. Á www.su.dk er annars ein listi, sum vísir, hvørjar útbúgvingar geva rætt til studning. Í Norðurlondunum fáa føroyingar SU-stuðul eins og aðrir danskir ríkisborgarar, tvs. at føroyingar, sum lesa í øðrum Norðurlondum enn Danmark, eisini fáa stuðul úr Danmark alla útbúgvingartíðina. Treytirnar fyri at fáa stuðul eru á leið tær somu sum eru galdandi fyri útbúgvingar í Danmark. Tó er ein munur, at útbúgvingin minst skal vara í eitt óslitið lestrarár.

Onnur lond Føroyingar, ið velja at lesa uttan fyri Norðurlond fáa eisini SU-stuðul úr Danmark, um útbúgvingin verður góðkend av SU-styrelsen. Her skal tó viðmerkjast, at SU-stuðul bert verður latin haðani í fýra ár, men um tann lesandi uppfyllir kravið um tilknýti til Føroyar, veitir Stuðulsstovnurin eftir hetta lestrarstuðul í upp til eitt ár yvir ásetta lestrartíð. Upphæddin frá Stuðulsstovninum er altíð tann sama, sum verður veitt til hægri lestur í Føroyum (ÚS-stuðul), og møguleiki er eisini at taka lestrarlán haðani. Útbúgvingin og útbúgvingarstaðið skulu, sum nevnt, vera góðkend alment í lestrarlandinum. Tað merkir, at antin undirvísingarmálaráðið ella ein annar egnaður umsjónaðarligur myndugleiki skal góðkenna tey. Umframt hetta skal eisini góðkenning til frá donsku myndugleikunum (SUstyrelsen), áðrenn tú eigur rætt til studning. Í hvørjum einstøkum føri er tí neyðugt at kanna, um lestrarstovnurin er góðkendur ella í øðrum føri søkja um góðkenning hjá uttanlandsdeildini

Pisan 2008

65


hjá SU-styrelsen. Tað er møguligt at søkja um góðkenning, sjálvt um tú ikki longu ert upptikin við lærustovnin. Minst til at søkja um góðkenning í góðari tíð, tí tað kann taka rættiliga langa tíð at avgreiða tílíkar umsóknir, tá størsta trýstið er á SU-styrelsen. Bert útbúgvingar, ið geva vanligan vinnuførleika í Danmark, verða heimilaðar. Tvær ferðir um árið er neyðugt at senda váttan úr útlandinum til SU-styrelsen um, at tú ert lestraraktiv/ur. Um hetta ikki verður gjørt, fært tú ongan studning. Annars eru treytirnar so at siga tær somu sum í Danmark og hinum Norðurlondunum.

Stutt lestraruppihald uttanlands Um tú t.d. tekur eina útbúgving í Danmark, er eisini møguligt at taka SU-stuðulin við tær til onnur lond, um tú eitt nú kundi hugsað tær at tikið ein part av útbúgvingini aðra staðni. Treytin er tó, at lestraruppihaldið uttanlands er liður í tíni donsku útbúgving, og at tað frammanundan er góðkent av útbúgvingarstovninum í Danmark sum góðskrivaður partur av útbúgvingini. Um eitt lestraruppihald uttanlands í eitt ár bert góðskrivar tær eitt hálvt ár í donsku útbúgvingini, fært tú bert SU til eitt hálvt ár. Legg til merkis, at í hesum førinum er tað einstaka útbúgvingarstaðið, har tú hoyrir til, og ikki SU-styrelsen, ið ger av, um lestraruppihald uttanlands verða góðkend.

Mannagongd Áðrenn tú fert úr Føroyum, mást tú at fara á heimstaðarkommununa at boða frá flyting. Har fært tú at vita, hvussu tú bert teg at við pappírsarbeiði o.ø., alt eftir hvat land tú flytir til. Tú kanst undir ongum umstøðum fáa útgoldnan SU-stuðul, um tú ikki hevur eitt danskt p-tal - tað sonevnda cpr-nummarið. Tí er eitt tað fyrsta, tú eigur at minnast til, tá tú flytir av landinum í útbúgvingarørindum nevniliga at fáa eitt danskt cpr-nummar, um tú ikki longu hevur eitt. Legg væl til merkis, at neyðugt er eisini við einum donskum cpr-nummari, sjálvt um tú fert aðra staðni enn til Danmarkar at lesa. Í tílíkum føri útvegar SU tí lesandi eitt cpr-nummar frá Frederiksberg kommunu, har SU-styrelsen hevur heimabústað.

Cpr-nummarið er fortreytin fyri so at siga øllum veitingum og tænastum í Danmark, so tú kemur ikki langt uttan eitt slíkt, tí er neyðugt beinan vegin at kunna vísa á ein bústað. Søk SU skjótast til ber! Tú kanst tó í fyrsta lagi søkja SU, tá tú veitst, at tú ert sloppin inn á eina útbúgving, so tá er at gera skjótt av! Søkjast kann ikki við afturvirkandi kraft, men um umsóknin er latin inn rættstundis, so fært tú útgjald við afturvirkandi kraft. Søk eisini hóast tú enn ikki hevur fingið tær eitt cpr-nummar, tí so er umsóknin komin rættstundis! Ofta kann ganga nakað av tíð áðrenn umsóknin kemur í gjøgnum fyrstu ferð orsakað av stóra trýstinum á SU-styrelsen serliga í aug.-sept.. Tískil er gott at hava nakað av peningi við at klára seg fyri fyrstu tíðina.

Klippikortið SU-skipanin verður vanliga umtalað sum ein klippikortsskipan, har ein mánaður svarar til eitt klipp. Øll lesandi á hægri lærustovni fáa klipp til eitt ár afturat ásettu lestrartíðini. Um lestrartíðin eitt nú er fimm ár, fæst sostatt stuðul til seks ár ella 70 klipp (bert 10 klipp til seinasta lestrarárið). Møguligt er at fáa eyka klipp t.d. í samband við álvarsama sjúku ella í samband við studentapolitiskt arbeiði. SU-myndugleikarnir skulu góðkenna hesi málini í hvørjum einstøkum føri sær. Um tú skiftir útbúgving, ber ikki til at fáa eyka klipp. Klippini frá fyrru útbúgvingini verða sostatt drigin frá samlaða talinum á klippum til nýggju útbúgvingina. Tað merkir, at um tú skiftir útbúgving eftir tvey ár og velur at byrja eina nýggja útbúgving, sum er ásett til fimm ár, so kemur tú at vanta klipp til seinasta lestrarárið.

Upphæddir SU-stuðul til hægri útbúgvingar er óávirkaður av inntøku hjá foreldrum. Í 2008 fáa sostatt øll, ið eru undir hægri útbúgving og eru fylt 18 ár studning sambært hesi talvu:

Um tú flytir til Danmarkar at lesa, kanst tú ikki fáa eitt cpr-nummar, fyrr enn tú hevur fingið ein bústað. Av tí sama noyðast nógv at fáa sær ein c/o bústað hjá onkrum tey kenna, tí tað kann ofta vera torført at finna nakað at búgva í.

66

Pisan 2008

Upphædd pr. mðr. Heimabúgvandi

2.489 Kr.

Útibúgvandi

5.007 Kr.

Ískoyti einligir uppihaldarar

5.007 Kr.

Ískoyti til uppihaldara, sum býr saman við øðrum SU-móttakara

715 Kr.

Handikapp ískoyti

6.370 Kr.

Lestrarlán

2.562 Kr.

Sluttlán

6.607 Kr.

Eyka SU-lán til uppihaldarar

1.282 Kr.

SU-stuðul verður skattaður Studningurin frá SU er skattskyldug A-inntøka, men verður ikki roknað sum arbeiðsinntøka. Tað merkir, at føroyafrádráttur (sí grein um føroyafrádrátt s. 43) ikki kann nýtast í samband við skattingina av SU-útgjaldinum. Skatturin verður drigin frá studninginum, áðrenn hann verður útgoldin. Um tú onga inntøku hevur við síðuna av, liggur skatturin um 600 kr. um mánaðin. SU-styrelsen fær upplýsingar um skattin hjá tí einstaka frá skattamyndugleikunum. Hesar upplýsingar verða nýttar at rokna skattin eftir, og tú fært á hvørjum ári eina uppgerð frá SU við útrokningargrundarlagnum. Um upplýsingarnar ikki eru rættar, er tað tín egna skylda at boða skattamyndugleikunum frá. Tó so, eru skattaviðurskiftini ikki tey somu, um viðkomandi er lesandi uttanfyri Norðurlond, tí har verður inntøka, sum er uttanfyri tað ríkið viðkomandi lesur, ikki skattaður, t.v.s. at SU verður ikki skattaður. Sí skattaviðurskifti á sídu ? ella far inn á www.taks.fo. Lestrarlán Um tú gongur á eini útbúgving, ið gevur rætt til SU-stuðul, hevur tú møguleika at søkja SU-lán. SU arbeiðir við tveimum ymsum lánum: Lestrarlán og sluttlán. Fyri bæði lánini er galdandi, at tú lænur eina fasta upphædd hvønn mánað, og í báðum førum er galdandi, at tú skalt afturrinda lánið, tá tú ert liðug/ur at lesa. Eingin skattur skal gjaldast av hesum lánunum. Lestrarlánið er hugsað sum eitt ískoyti til SUstuðulin, og kann hetta vera ein góð hjálp hjá

teimum, sum einki arbeiði hava við síðuna av lestrinum og tískil møguliga eina tronga fíggjarstøðu. Lestrarlán kann einans veitast, um tú samstundis fært SU-stuðul. Tað merkir, at um tú velur studningin frá ein mánað, so kanst tú heldur ikki fáa lán. Um tú hevur brúkt øll tey tillutaðu klippini, kanst tú heldur ikki fáa lestrarlán. Tá ber í staðin til at fáa sluttlán. Sluttlánið kann einans veitast, um tú hevur brúkt øll klippini á klippikortinum, og tað verður einans latið til seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Tað merkir, at útbúgvingarstaðið skal vátta, at tú kanst verða liðug/ur við útbúgvingina innan teir 12 mánaðirnar. Í dag fáast neyvan bíligari lán enn lestrarlánini, og treytirnar eru lagaligar. Tó er av stórum týdningi at hava tað við í tonkunum, at lánið sjálvsagt skal rindast aftur. Tey eru eisini mong, ið noyðast at stríðast í nógv ár at gjalda lánið aftur eftir lokna útbúgving, so hugsa teg um meira enn eina ferð, tá tú fyrstu ferð umhugsar at taka lestrarlán. Afturrindan av lánunum Tá tú ert liðug/ur at lesa, skalt tú rinda lánið aftur. Tað er Økonomistyrelsen, sum stendur fyri umsitingini, rentunum og afturrindanini av lánunum. Nær afturrindanin skal byrja er tengt at hvat lán talan er um. Vanliga skalt tú byrja at gjalda aftur 1. januar árið eftir inniverandi ár, sum tú ert liðug/ur. Tvs. um tú t.d. verður liðugur 30. juni 2007, skalt tú byrja at rinda lánið aftur 1. januar 2008. Tú fært boð frá Økonomistyrelsen, tá tú skalt byrja at rinda aftur, men tað letur seg eisini gera, at rinda aftur áðrenn tíðina. Nærri upplýsingar Henda greinin er so ætlað at geva tær eitt innlit í, hvussu SU-skipanin er uppbygd og hvussu hon virkar. Øll viðurskifti eru ikki nevnd í greinini, men tú kanst venda tær SU-skrivstovuna á útbúgvingarstovninum, har tú ætlar at byrja at lesa. Um tú skalt aðra staðni enn til Danmarkar, kanst tú venda tær til uttanlandsdeildina hjá SU á suudlu.dk. Annars er heimasíðan hjá SU-styrelsen er rættiliga góð og gevur neyvar upplýsingar um flestu viðurskifti : www.su.dk Tú kanst eisini venda tær til Rádgevingina fyri føroyingar í Danmark: www.radgevingin.dk

Pisan 2008

67


Arbeiði og SU Um tú hevur arbeiði við síðuna av lesnaðinum, er tað eitt gott hugskot at halda eyga við inntøkunum. Mark er nevniliga fyri, hvussu stóra arbeiðisinntøku tú kanst hava við síðuna av SU-studninginum. Fer arbeiðsinntøkan upp um markið, og tú ikki hevur valt SU-klipp frá, noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur til SU, og hetta kann lættliga gerast dýrt. Umframt sjálvan studningin verður ein ábót løgd afturat, sum er 7% av tí studningi, tú hevur fingið ov nógv. Markið fyri arbeiðsinntøkunum nevnist fríupphæddin. Hon verður roknað fyri eitt heilt ár í senn, og í 2008 er fríupphæddin fyri lesandi, sum ikki búgva heima 12 x 6.370 kr. = 76.440 kr. fyri alt árið. Talið er tó kortini bert vegleiðandi. Um tú ein mánað hevur eina arbeiðsinntøku, ið t.d. fer 500 kr. upp um mánaðarligu fríupphæddinam, mást tú minnast til, at fríupphæddin kann gerast tilsvarandi 500 kr. minni ein annan mánað. Hevur tú børn undir 18 ár, hækkar fríupphæddin við 23.008 kr. um árið fyri hvørt barnið. Umframt hetta skal leggjast til merkis, at SU-studningurin ikki verður roknaður upp í fríupphæddina - hetta fevnir einans um arbeiðsinntøkur. Lesandi í løntari starvsvenjing, lestrarfarloyvi (orlov) ella sum eru “studie-inaktiv”, hava ikki rætt til SU-studning. Í hesum føri er fríupphæddin 15.908 kr. um mánaðin. Sí eisini www.su.dk.

Frával av SU-klippum Tað ber til at stýra SU-studninginum soleiðis, at samanlagda inntøkan ikki gerst ov høg. Lesandi, ið ætla sær at arbeiða, skulu tí rokna ársinntøkuna út so tíðliga í árinum sum gjørligt. Um samlaða inntøkan sær út til at gerast ov høg, kunnu klipp veljast frá í “klippikortinum” hjá SU. Hervið slepst undan at gjalda studning aftur. Frávalið kann ikki gerast við afturvirkandi kraft, og SU skal hava boð um frávalið seinast tann 15. í mánaðinum áðrenn útgjaldingin skal steðgast. Frávelur tú SU-klipp, verða bæði studningur og lán steðgaði. Tú kanst eisini sjálv/ur rokna út, hvussu nógv klipp skulu veljast frá. Til tað kanst tú brúka frymilin niðast á síðuni. Fyri hvønn frávaldan mánað fært tú eitt ískoyti til fríupphæddina. Ískoytið er 15.415 kr. - 6.172 kr. = 9.243 kr, og hetta talið skal sostatt leggjast

68

Føroyafrádráttur afturat tí vanligu fríupphæddini uppá 74.064 kr. um árið. Tey frávaldu klippini kunnu brúkast seinni í útbúgvingini. Til dømis kanst tú fáa dupultklipp (t.e. dupultan studning) teir seinastu 12 mánaðirnar av útbúgvingini. Treytin fyri at fáa dupultklipp er, at tú hevur valt nøkur klipp frá fyrr í útbúgvingini. Tú fært so tilsvarandi nógv dupultklipp. Eisini skal læristovnurin vátta, at útbúgvingin kann gerast liðug innan 12 mánaðir.

Føroyafrádrátturin og fríupphæddin Hóast lesandi føroyingar í Danmark hava tann serliga føroyafrádráttin (sí grein á næstu síðu), so merkir hetta ikki, at vit sleppa undan at fylgja teimum donsku reglunum um fríupphæddina. SU roknar fríupphæddina út eftir bruttoinntøkuni, tvs. samlaðu arbeiðsinntøkuni áðrenn skatt. Hetta er íroknað frítíðarløn, men undantikið sjálvum SU-studninginum. Um tú hevur nýtt allan føroyafrádráttin (69.000 kr.), kemur tú upp um fríupphæddina hjá SU, og so noyðist tú at gjalda ein part av studninginum aftur, um tú ikki hevur frávalt nøkur klipp.

Inntøkur áðrenn og aftaná lesnaðin Stuðulsárið hjá SU er álmanakkaárið, og tí kann tað koma tær aftur um brekku, um tú hevur eina hægri arbeiðsinntøku enn 33.804 kr. um mánaðin í sama ári sum útbúgvingin byrjar. Um tú t.d. byrjar útbúgvingina í september, mást tú ikki hava havt eina hægri inntøku enn 8 x 33.804 kr. (t.e. januar til august). Fert tú upp um hetta markið, kann ein partur av studninginum verða kravdur aftur. Sí annars www.su.dk har tú hevur møguleika at rokna hetta út sjálv/ur. Á sama hátt skalt tú ansa eftir arbeiðsinntøkuni aftan á at útbúgvingin er liðug. Her eru nevniliga tær somu reglurnar galdandi. Sum sæst eru SU reglunar nógvar og oftani er ikki annað at gera enn at rista við høvdinum og lesa SU-reglurnar ígjøgnum eina ferð afturat. Um tú ivast, so kanst tú venda tær til ráðgevarar, sum kunnu ráðgeva og svara flest øllum spurningum. Inni á heimasíðuni hjá SU - www. su.dk - er eitt sera hent rokniark, ið kann rokna út, hvussu nógv klipp tú skalt frávelja, um tú ert á markinum til at forvinna ov nógv.

Pisan 2008

Nógvir spurningar og søgur eru um føroyafrádráttin, og ikki eru søgurnar allar eftirfarandi. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark vil tí her greiða frá høvuðsreglunum viðvíkjandi føroyafrádrátti. Hvat er Føroyafrádráttur? Føroyafrádrátturin er ein serligur skatta-frádráttur ið kann játtast føroyskum lesandi í Norðurlondum, um ávísar treytir eru loknar. Frádrátturin er heimiðlaður í norðurlendsku skattaavtaluni artikel 20 og tilhoyrandi protokol. Lov nr. 190 af 12/03/1997, Lov om indgåelse af dobbeltbeskatningsoverenskomst mellem de nordiske lande.

Treytir: Høvuðstreytirnar fyri at fáa føroyafrádrátt eru hesar: • At tú var búsitandi í Føroyum, áðrenn flytingina til lestrarlandið • At uppihaldið í lestrarlandinum er fyribils í lestrarørindum • At tú ikki hevur eina útbúgving (kompetancegevandi) frammanundan • At tú ikki hevur uppihildið tær í lestrarlandinum í meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin byrjar

Eru undantøk? Tað eru undantøk frá treytini um at tú ikki má hava eina kompetancegevandi útbúgving frammanundan. Serliga har talan er um eina samanhangandi útbúgvingarætlan, har partar av útbúgvingini eru kompetancegevandi. Set teg í samband við Ráðgevingina og fá nærri at vita um undantøkini.

Hvussu stórur er Føroyafrádrátturin? Fyri ár 2008 er føroyafrádrátturin uppá 69.000 kr. í Danmark. Í hinum norðanlondunum er upphæddin ein onnur, so spyr á skattakontórinum í teirri kommununi, tú flytir til. Um tú bert er undir útbúgving ein part av árinum verður frádrátturin lutfalsliga minni, tað vil siga, um tú t.d. flytur til Danmarkar 1. sep. og byrjar at lesa tá, fært tú ein frádrátt uppá 4/12 av teimum 69.000 kr., tí tá eru bert 4 mánaðir eftir av árinum.

Umframt føroyafrádráttin hevur tú rætt til persónsfrádrátt, rentufrádrátt v.m.

Hvussu fái eg føroyafrádrátt? Tú skalt venda tær til skattamyndugleikarnar í kommununi har tú býrt. Í summum kommunum hava tey eina uttanlandadeild/specialligning sum umsitir føroyafrádráttin. Greið frá: • at tú er føroyingur undir útbúgving • at tú hevur eina inntøku, sum tú søkir føroyafrádrátt (færøfradrag) til • at tú ætlar tær heim aftaná loknan lestur

Minst til: • at hava skjalprógv fyri at tú ert undir útbúgving við. Lestrarkort, lærusáttmála ella annað prógv. • at føroyafrádráttur skal søkjast á hvørjum ári.

Um tú fært noktað føroyafrádrátt Um skattamyndugleikarnir nokta tær føroyafrádrátt hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga grundgeving. Vend tær síðani til Ráðgevingina fyri at vita um grundgevingin fyri noktilsi er røtt.

Kann føroyafrádráttur nýtast til SU? Nei, føroyafrádráttur kann bert nýtast til arbeiðsinntøku. Tú kemur sostatt til at gjalda vanligan skatt av SU. Sambært dupultskattaavtaluni kann føroyafrádráttur bert nýtast til inntøkur, sum koma undir heitið: ”Vederlag for tjenesteydelser”.

Sjálvuppgáva og føroyafrádráttur Sjálvt um tú hevur fingið føroyafrádrátt á forskudopgørelsen/skattakortinum skalt tú minnast til at skriva føroyafrádráttin á sjálvuppgávuna undir teigin: ”andre ligningsmæssige fradrag”. Annars fært tú ikki føroyafrádráttin við í ársuppgerðini og úrslitið verður ein skattarokning í staðin. Tað gongur sostatt ikki automatiskt.

Pisan 2008

69


Hvussu leingi? Tú hevur rætt til føroyafrádrátt so leingi tú lesur og lestartíðin heldur seg innan fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.

Um tú ikki fert heim Høvuðstreytin fyri at fáa føroyafrádrátt er, at tú ert í lestrarlandinum fyribils í lestrarørindum. Tað merkir, at frá tí degi tú avgerð ikki at fara heim aftaná loknan lestur, hevur tú ikki rætt til føroyafrádrátt longur. Um tú gevst ella ert liðug/ur at lesa og gert av at verða í landinum, er ikki lógarheimild fyri

at krevja peningin aftur. Fært tú trupulleikar í hesum sambandi, so vend tær til Ráðgevingina. Minst til ikki at nýta skattakort við føroyafrádrátti aftan á loknan lestur. Tú skalt hava eitt nýtt skattakort.

Ráðgevingin

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi føroyafrádrátti, ert tú vælkomin at venda tær til Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Ráðgevingin hevur hollan kunnleika og drúgvar royndir á hesum økinum.

Full skattskylda í Føroyum Føroyingar, ið lesa uttanlands, kunnu søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gevur tær rætt til vanligan persónsfrádrátt o.a., tá tú arbeiðir í Føroyum t.d. í summarfrítíðini. Føroyski skattastigin er soleiðis, at eingin kommunuskattur verður roknaður av teimum fyrstu 28.000 kr (2007). Tað er tí altíð eitt gott hugskot at søkja um at koma undir fulla skattskyldu, sjálvt um tú ikki ert vís í at fáa arbeiði í Føroyum. Toll- og Skattstova Føroya hevur útgivið ein faldara um m.a. hesi viðurskifti (“Hvussu verður við skattskylduni tá flutt verður úr Føroyum”). Um tú ynskir meira upplýsingar um hetta, kanst tú venda tær til Toll- og Skattstovuna ella LFÚráðgevingina fyri at frætta meira. Umsóknarblaðið hesum viðvíkjandi fæst frá Toll- og Skattstovuni, og tað kann eisini latast inn, áðrenn tú flytur uttanlands. Einans útisetar í góðkendum útbúgving-um, sum hava búð meira enn 4 ár í Føroyum, kunnu koma undir fulla skattskyldu í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani vórðu reglurnar broyttar eftir áheitan frá MFS, soleiðis at tær einans nýtist at søkja um fulla skattskyldu eina ferð. Broytingarnar vóru hesar: Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir áheitan frá Meginfelag Føroyskra Studenta endurskoðað kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989

70

frá Líkningarráð Føroya um lesandi og lærlingar uttanlands. MFS vísti á, at fleiri av ásetingunum í kunngerðini hava avmarkað lestrarvirksemið hjá teirra limum. Fíggjarmálastýrið hevur tí í samráði við Toll- og Skattstovu Føroya gjørt eina nýggja kunngerð, sum tekur av flestu av hesum avmarkingum. Størstu broytingarnar í nýggju kunngerðini eru: 1) at tað nú verður gjørligt hjá lesandi at skifta útbúgving uttan at missa rættin til føroysku skattskylduna 2) at tað nú ber til at nema sær eina útbúgving afturat uttan at missa føroysku skattskylduna 3) at tað nú er nóg mikið, at lesandi við byrjan av útbúgvingini skjalprógva, at tey byrja upp á eina útbúgving. Lesandi skulu tó altíð kunna prógva, at tey eru lestrarvirkin, um T & S biðjur um hetta. Lesandi skulu eisini framvegis boða T & S frá um møguligar broytingar í útbúgvingini Størsti fyrimunurin hjá føroyskum lesandi uttanlands av at varðveita føroysku skattskylduna er, at tá sleppur hin lesandi undan at verða avmarkað skattskyldugur – tvs. 42,5% í skatti av bruttoinntøkuni - um arbeitt verður í Føroyum í t.d. summarfrítíðini. Ístaðin fáa tey lesandi sum fult skattskyldug rætt til botnfrádrátt (28.000 kr.) í inntøkuni. Frádrátturin verður harumframt trektur fult út frá inntøkuni beinanvegin. Vanligt er annars at býta frádráttin javnt út á árið.

Pisan 2008

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, men er hóast hetta eitt tilboð til allar føroyingar, hvar teir so enn eru staddir. Á Ráðgevingini starvast tveir fryntligir og royndir sosialráðgevarar, ið veita føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Tær kunna bjóða einum og hvørjum ráð og persónligan stuðul. Hevur tú trupuleikar á nevndu økjum, so kann tað vera til alstóra hjálp at kunna venda sær til køn fólk og fáa loyst trupulleikarnar. Ráðgevararnir hava tagnarskyldu, eingin verður heldur skrásettur, og tí kanst tú óttaleyst venda tær til teirra - eisini anonymt. Ráðgevingin kann eisini hjálpa í viðurskiftum sum SU-stuðul, bústaðarmøguleikum, føroyafrádrátt, skattaviðurskifti, ískoyti, flyting, barnatilskot, arbeiðsloysisstuðli, bistandshjálp osfr.

Kann ráðgevingin ikki loysa tínar trupulleikar, so kunna ráðgevarnir vísa á aðrar møguleikar fyri hjálp og vegleiða um, hvagar tú kanst venda tær. Ring, skriva ella vitja Ráðgevingina - øll eru vælkomin. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 E-mail: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag 11.30 – 15.30 Mikudag 14.00 – 18.00 Fríggjadag er stongt.

Pisan 2008

71


Leinkjur um útbúgving Føroyar

Yvirlit yvir fleiri hægri útbúgvingarstøð í Noregi. www.ped.lex.no

Lesandi.fo Heimasíða fyri lesandi á miðnámsskúlunum í Føroyum, m.a. við hentum upplýsingum um hægri lesnað í Føroyum. www.setur.fo

Ísland Félagsstofnun Stúdenta — www.fs.is Heimasíða við leinkjum til hægri lærustovnar í Íslandi. www.ask.hi.is

Danmark www.optagelse.dk Her kanst tú søkja um upptøku á hægri útbúgvingarstovnum Undervisningsministeriet — www.uvm.dk Henda heimasíða hevur yvirlit yvir allar útbúgvingar og útbúgvingarstovnar í Danmark. www.ug.dk www.sektornet.dk

Svøríki

Stóra Bretland Education UK — www.educationuk.org Heimasíða, ið serliga er ætlað altjóða lesandi, ið kundu hugsað sær at farið undir hægri lesnað í Stóra Bretlandi — við leinkjum til bretskar lærustovnar.

Evropa Ploteus — www.europa.eu.int/ploteus Umfatandi heimasíða við upplýsingum um útbúgvingarmøguleikar í evropeisku londunum.

Studentguiden — www.studentguiden.com Hent heimasíða hjá teimum, ið ætla sær til Svøríkis at lesa. www.vistas.nu www.studera.nu

Kring allan heim Braintrack—www.braintrack.com Fleiri enn 7.400 leinkjur til hægri lærustovnar í 192 londum. www.studyabroad.dk

Noreg Utdanning.no — www.utdanning.no

Leinkjur til bústaðarávísing Norðurlond

Stóra Bretland

Fõreningen Nordiska Studentbostãder www.nsbo.org

www.Studentaccommodation.com www.unite-students.com www.gumtree.com www.libertyliving.co.uk www.StudentUK.com www.support4learning.org.uk www.findaproperty.com www.lettingweb.com/ www.pastures-new.co.uk/ www.citylets.co.uk

Danmark www.ungdomsboliger.dk

Svøríki www.studentbostaden.se www.syoguiden.com

Noreg www.student.no www.utdanning.no

Írland

Ísland

Týskland

Félagsstofnun Stúdenta:www.studentagardar.is Háskólinn á Akureyri: www.unak.is Iðnnemasamband: www.insi.is

Deutsches Studentenwerk — www.studentenwerke.de

Finnland

USA Study Guide — www.usastudyguide.com www.wemakeithappen.dk www.educationusa.state.gov

www.soa.fi/swe

72

Pisan 2008

Education Ireland — www.educationireland.ie

USA

Pisan 2008

73


Lestrarvegleiðingar í Føroyum Studentaskúlin og HFskeiðið í Hoydølum Lestrarvegleiðarar: Elisabeth Holm og Bjørg Róin tlf. 31 46 09 Inger Flø Jørgensen og Hans Mikkelsen tlf. 31 86 09 www.hoydalar.fo Studentaskúlin og HFskeiðið á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Hanna Jensen hanna10@post.olivant. fo Óli Wolles oliwo@shey.fo tlf. 44 40 24 www.shey.fo Tekniski Skúlin í Tórshavn Lestarvegleiðarar: Lis Helgadóttir lh@tst.fo Unn Zachriasen unn@tst.fo

Tlf. 31 19 57 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.tst.fo

niels@midnam.fo tlf. 37 40 11 tlf. 37 20 82 www.midnam.fo

Klaksvíkar HF-Skeið Lestrarvegleiðari: Kári Purkhús tlf. 45 64 12 (umstilling til lestrarvegleiðing) tlf. 75 78 40

Handilsskúlin á Kambsdali Lestrarvegleiðarar: Maria Gregersen tlf. 44 49 00 (umstilling til lestrarvegleiðing) www.fh.fo

Tekniski Skúlin í Klaksvík Lestrarvegleiðari: Hanna Ziskason Hansen hanna. z.hansen@skulin.fo Olga Biskopstø olga.biskopsto@skulin. fo tlf. 45 63 11 *28 www.tsk.fo Miðnámsútbúgvingin í Suðuroy Lestrarvegleiðari: Niels M. Jakobsen

Føroya Handilsskúli, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Birgir Mortensen bm@hsh.fo tlf. 31 71 41 * 22 tlf. 31 71 77 tlf. 31 85 75 www.fh.fo Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Lestrarvegleiðari: Ingunn W. Olsen ingunwo@fiskvest.fo

tlf. 42 45 73 (umstilling til lestrarvegleiðing) tlf. 42 43 22 tlf. 22 64 68 www.fiskvest.fo LFÚ-Ráðgevingin, Tinghúsvegur 18, 3.hædd, Tórshavn Lestrarvegleiðarar: Inger Flø Jørgensen og Bjørg Róin. tlf. 31 50 15 Týsdag og hósdag frá 16.00 - 18.00 rageving@lfu.fo www.lfu.fo Altjóða Skrivstovan J.C.Svabosgøta 14 postboks 272 110 Tórshavn tlf. 32 20 65 fax 35 25 01 ask@ask.fo www.ask.fo

Hentar heimasíður Stuðul

Føroyar www.studul.fo Danmark www.su.dk Noreg www.lanekassen.no Svøríki www.csn.se Ísland www.itn.is/lin Finnland www.kela.fi/opintotuki Grønland www.ghsdk.dk

Lestrarstyrkir

Granskingarráðið www.gransking.fo ASK www.ask.fo/grunnar.html

74

Legat-Info www.legat-info.dk Legatregisteret www.legatregistret.dk Studerende Online www. so.dk/legat

Lestrarvegleiðng www.studievalg.dk/kbh www.uvm.dk www.uni-c.dk www.britishcouncil.org/denmark www.ciriusonline.dk www.ucas.co.uk www.ug.dk

Pisan 2008

www.ansa.no www.braintrack.com

Altjóða Skrivstovan www. ask.fo Á heimasíðuni hjá ASK finnur tú slóðir um útbúgving í øllum heiminum.

Kommunur www.borger.dk

Pisan 2008

75


Saman við okkum røkkur tú longri 76

Pisan 2008


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.