Fjølnir 2008 Juli

Page 10

Lýðka í luftini og eitt altjóða universitet í mótburði? O.N. GANTUJLIVUR ... og vups! hevði tú lyft steinin uppfrá, og sá nú eitt forferdiligt garterilsi ... har fóru tysjandi grátt undir steini í allar ættir at finna sær skjól ... har fóru svartaklukkur spelknar spjáklandi burtur frá bráða ljósinum ... og reyðmaðkarnir – hesar góðsligu verur, sum faktiskt smakka sum eitt millumting millum gummi og mold – vríggjaðu seg sum frægast at krúpa niður í aftur gengurnar ... onkur hendinga sløvur snigil fór seinførur skríðandi sama veg við eini slímslóð afturúr sær ... Veit ikki, um tit minnast tað? Men einaferð í tíðini vóru vit øll børn, ‘sjannheit? Og sum tær smáu vísindasinnaðu verur, børn eru, gingu vit og kannaðu heimin, vit vóru borin inn í, ‘sjannheit? Hvør hevur ikki lyft steinar upp úr svørðinum og við egnum eygum sæð, hvussu ýðandi full føroyska náttúran er av lívi? Hvør hevur ikki eygleitt endaleyst hurrandi flugur, sum upp í saman bresta móti rútinum í køkinum at sleppa út í ljósið? Hvør hevur ikki undrast á, at eiturkoppurin við krossi á rygginum – Araneus diadematus á fínum máli – klárar at forskrekkja so nógv fólk, ið annars hvørki ræðist tarv, trøll ella TAKS? Nei, tvætl. – Endamálið við hesum stubbanum var ikki, at koma við kritiskum viðmerkingum til tað orwell’ska new-speech lyndið, seinastu føroysku landsstýrini tykjast hava havt, har man broytir nøvnini á ymsu stovnunum hjá almennu fyrisitingini, soleiðis, at vit vanligu fólk skulu halda, at tey í roynd og veru gera okkurt til nyttu ... Endamálið er heldur, nú lýðkan er komin í luftina og smákyktini – eldri føroysk og nýggjari, komin higar við innfluttum grasi og plantum – aftur rakna við og tutlandi fara at putlast við at føra ættina víðari, at bera fram mín persónliga fagnað um, at man endiliga frá politiskari síðu hevur sett sær fyri, at lyfta Fróðskaparsetrið upp á eitt altjóða støði, har man kann sleppa at granska vísindi á einum heimligum grundarlag, heldur enn at ganga og mala í onkrari danskari skóg “og kanna billur!” Nú veit eg ikki, hvat tit halda, kæru lesarar; men sá nú ein dagin, at tað finnast eini 60.000 ymisk sløg av “billum”, so ... Man má for pokkir hava eitt jobs-tol, um man vil náa at dissekrera allar og kanna tær neyvari. Fróðskaparsetrið hevur verið nógv kritiserað fyri at lata skeiva fólkið traðka fram í Degi og Viku og fortelja um hugskotið at menna eitt altjóða universitet í Føroyum, tí tað er blivið skotið so dyggiliga í sænk av øllum teimum, sum halda, at viss man sigur, at man tekur útgangsstøði í heimliga umhvørvinum í sínum lestri, so er man heimføðingur og tað, ið verri er. – Men er tað ikki júst tað, vit uppliva allastaðni, har man hevur hægri lesnað? – At støðið verður tikið útfrá veruleikanum, har universitetið nú einaferð er? Hví skuldi tað so verið øðrvísi í Føroyum? Og hví skuldi tað forðað fyri, at Fróðskaparsetrið kann blíva lyft upp á eitt altjóða støði? Um klukkurnar eru føroyskar kann gera tað sama, bara undirvísingin er vísindalig!

Fjølnir juli 2008

18

Millum tvær Negl! Navn og aldur: Jóhan Pauli Helgason, 28 ár. Hvaðani ert tú? The place to be: Vestmanna! Hvat lesur tú og hvar? Stjórnmálafrøði á KU Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Hmmm, beint áðrenn? Tá var eg og fjakkaði í fjarðeystri í 8 mánaðar. Áðrenn tað sigldi eg í eitt knapt ár. Áðrenn tað gekk eg í Hoydølum og áðrenn tað var eg eitt ár í Spania... Ja so eru vit komin til fólkaskúlan og Vestmanna, har eg sleit mínar barnaskógvar. :-) Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Lestrarvalið? Ja, tað eri eg. Hvat gert tú í tíni frítíð? Havi í nógv ár brúkt ein stóran part av míni frítíð til ymiskt felagsskapsarbeiði (MFS, Unga Tjóðveldi og AFS) og sjálvandi hugnaløtur saman við unnustuni og vinum. Aftaná eg bleiv pápi fyri 15 mánaðum síðani, er meginparturin av frítíðini farin til at røkja nýggja leiklutin sum familjupápi. Besti sangur? Bohemian Rapsody hjá Queen Besti tónleikabólkur? Havi ikki rættuliga nakran favorit. Seinastu tíðina havi eg lurtað rættuliga nógv eftir Jack Johnson. Hann er kul! Besta sjónvarpsrøð? Pipar og Salt Besta bók? Tað er ógjørligt at velja eina, men Catch 22, Forbrydelse og straf og Teir sigldu úti nr. 18 eru góðar. Besti filmur? Deer Hunter, The Godfather og nógvir aðrir Lekkrasti sjónleikari? Borat Hvat er títt motto? Verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin :-) Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Skipper Skræk Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldi, sjálvandi! Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ja, tað royni eg at leggja meg eftir! Men tað er dýrt og SU setir sínar avmarkingar. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Tað er eitt av teimum tingunum, sum eg hati, so tað geri eg bara tá eg eri noyddur. Umleið 2 ferð um árið kanska. Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Ein skjótan maskinbát :-) Atlantic Airways ella Smyril Line? Hvørki Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Er nakar góður í Føroyum? Men um eg skal velja ein, so má tað verða legendan Torkil Nielsen :-) Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? SVF, politikkinum og veðrinum. Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja, tað fari eg ivaleyst. Veit bara ikki ordiliga nær. Havi ymsar ætlanir, sum eg ætli at føra út í lívið áðrenn. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Tungt høvd og tóman pung. Hví halda vit jól? Tí øll onnur gera tað - man kennir seg líkasum noyddan at fylgja við streyminum. Á ja, so er tað eisini tí lítla jesusbarnið bleiv føtt í Betlehem fyri eini 2008 árum síðani. Besta persónliga tónleika-uppliving? G! – Tað er í øllum førum ein hin besta heildaruppliving í tónleikahøpi eg enn havi havt, haldi eg.

19

Fjølnir juli 2008


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
Fjølnir 2008 Juli by MFS - Issuu