Page 1

Meginfelag Føroyskra Studenta

FJØLNIR Árgangur 24 - 2. útgáva - juli 2008

Guðfrøðilesandi Gittar-Guru síða 9 Førleikar, netverk, fólk og pengar síða 4 Hví grindahvalir eiga at fáa frið síða 6 Sjarmuátak Setursins – Les í egnum umhvørvi síða 14 1

Fjølnir juli 2008


Oddagrein Setrið er vaknað Herfyri tosaði eg við ein ungan havnarmann, sum segði: “Tað er eitt skjótt val at fara til Keypmannahavnar at lesa, tí har lesa allir mínir vinir”. Men Setrið vil tað øðrvísi, og kavabólturin er longu farin á rull... Í fjør summar setti MFS fokus á hægri lesnað í Føroyum. Tessvegna skipaði MFS fyri tiltaki í Miðlahúsinum, ið eydnaðist avbera væl. Undirtøkan var góð, og serliga hugaligt var at síggja so nógv starvsfólk frá Setrinum. Líka síðani hava partar av Setrinum arbeitt miðvíst við nøkrum av tí, sum kom fram í kjakinum tað kvøldið. Og sum kanska tað týdningarmesta er Fróðskaparsetur Føroya farið undir eitt stórt sjarmuátak, bæði tá ið tað kemur til útbúgving og gransking í Føroyum. Átakið “Les í egnum umhvørvi” hjá Náttúruvísindadeildini er óivað tað besta dømið um hetta. við sær fleiri lesandi, sum aftur hevur við sær størri trýst á okkara fólkavaldu umboð at veita játtan, ið samsvarar við hesa gongd.

Frá at hava verið heldur forkunnugt er Setrið nú vorðið ein veruligur kappingarneyti í tráanini eftir lesandi til hægri útbúgving. Hetta sæst millum annað aftur í teim alskyns tiltøkum og lýsingum, ið hava tølandi ávirkan á tey við ambitiónum um at lesa víðari. Fyri bert fáum árum síðani fóru faldararnir hjá Setrinum beina leið í ruskspannina. Men nú er vend komin í! So at skilja, at faldararnir - og serliga tann hjá Náttúruvísindadeildini - verða lisnir.

Setrið hevur nevniliga í langa tíð ligið á løtu síðuni, men hevur nú av álvara tikið seg saman. Tað var tó serliga Náttúruvísindadeildin, ið ikki longur tímdi at bíða. Umframt tiltøk og lýsingar hava undirvísarar knýttir at deildini verið nógv frammi í miðlunum. Ikki bert í eini tilvitaðari roynd at profilera deildina, men eisini meiri óbeinleiðis, tá ið hesir í tíð og ótíð hava úttalað seg um samfelagsviðurskifti á sínum øki.

Eisini fjølmiðlarnir hava varpað ljós á týdningin at útbúgva seg í Føroyum, tí staðfest er, at alt fleiri, sum lesa aðrastaðni enn í Føroyum, ikki koma heimaftur. Og tá ið útbúgving mestsum er vorðið loysunarorðið síðani aldaskiftið, tykist tað at seta fokus á at fáa føroyingar at verða verandi í Føroyum mikið skynsamt.

Sum amerikumenn siga: ”Keep up the good work!” – Ynskiligt hevði tó verið, um eisini hinar deildarnar á tí annars so góða universiteti tóku sær um reiggj.

Við seturskvøðu GUNNHILD DAHL NICLASEN

Samanborið við fyrr, tá Setrið helt grenj um vantandi játtan vera gongda leiðin til tess at vaksa um sítt virksemi, hevur tað nú ístaðin av sínum eintingum tikið ta avgerð at profilera seg. Hetta, vælvitandi, at sjarmuátøk hava

ÚTGEVARI Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17 A DK-1620 København V Web: www.mfs.fo Mail: mfs@mfs.fo Blaðið verður sent øllum MFSlimum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

Fjølnir juli 2008

SKRIVSTOVUTÍÐIR Keypmannahavn (Føroyahúsið) Týsdag & Hósdag: Kl. 16.00 - 18.00

Tlf.: (+45) 33 25 02 10 Far.: (+45) 50 46 77 35 Århus (Áarstova) Skrivstovan er afturlatin, men MFS kann røkkast á: Far.: (+45) 50 46 77 36

2

BLAÐSTJÓRN Gunnhild Dahl Niclasen (forkvinna) Bergitta D. Thomsen Jógvan R. Simonsen Bennvør Ferjá Eyvindsson Cecilia Poulsen Jógvan Svabo Samuelsen (uppseting)

Saman við okkum røkkur tú longri

PRENT Vester Kopi, KBH.

3

Fjølnir juli 2008


Førleikar, netverk, fólk og pengar -Kjak um gransking og menning fyllir nógv í Føroyum, men enn hevur politiska skipanin ikki av álvara sett vekt aftan fyri orðini. Peningur skapir ikki vitan. Persónar við førleikum, sum arbeiða í einum altjóðagjørdum heimi kunnu flyta Føroyar fram ímóti vitanarsamfelagnum.

G

átrokandi neyðugt, at vit økja okkara virksemi innan G&M.

ransking og menning (G&M) er framtíðin. Hetta hevur verið ført fram í fleiri ár, men heldur ikki hesaferð sæst hetta aftur í fíggjarlógaruppskotinum, sum hesar dagarnar er til viðgerðar í Løgtinginum. Onkrir batar eru at hóma, men fyri tað mesta er talan um pening, sum verður brúktur upp á øktar útreiðslur sum t.d. til lønir.

Umframt at vera við, har vitan verður

skapt, og har nýggj tøknilig framstig verða gjørd, er tað avgerandi neyðugt at hava størv í Føroyum innan hesi øki. Uttan avbjóðandi og spennandi størv er tað vónleyst at gera sær nakrar vónir um at fáa ein stóran part av teimum, ið nema sær førleikar innan fyri G&M uttan fyri oyggjarnar at venda aftur.

Týdningurin av G&M

Sjálvt um økingin til G&M ikki er

eins stór og umhvørvið í Føroyum hevði vónað, so er grundin neyvan, at politikararnir ikki meta, at G&M hevur økta játtan fyri neyðini. Í viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum í Løgtinginum førdu Løgmaður, Mentamálaráðharrin og onnur fram, at gransking verður raðfest munandi hægri á fíggjarlógini fyri 2009, samstundis sum víst varð á, at gransking er avgerandi fyri búskaparvøkstri og samfelagsmenning. Politiska skipanin hevur skilt, at G&M hevur týdning – eisini í Føroyum.

T

að er ikki einans neyðugt, at føroyingar økja um innsatsin á G&M økinum fyri at framleiða vitan, men eisini fyri at vælútbúgvin fólk fáa áhugaverd og avbjóðandi størv og harvið hava hug at búgva í Føroyum. Altjóða samstarv

Í

Føroyum hava vit dugnaligar granskarar og dugnalig fólk, sum arbeiða við G&M. Talið á fólki, sum arbeiða við G&M er ikki serliga stórt, men sæð í mun til okkara stødd, er tó talan um nakrar stovnar, sum ígjøgnum nøkur ár hava ment eitt munagott G&M umhvørvi.

Í

samgonguskjalinum stendur eisini klárt, at gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking. Víðari stendur, at samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.

M

en um vit skulu gera okkum vónir um at kunna ’spæla’ við teimum stóru, er neyðugt, at vit framhaldandi brúka orku til at koma við í altjóða netverk. Vitan og vitanarframleiðsla er ikki knýtt at einstøkum støðum, men er ein vøra og aktivitetur, sum hevur frítt at fara. Fyri føroyingar er hetta ein sjálvsagdur lutur. Tey flestu, sum hava nomið sær hægri útbúgving, hava í styttri ella longri tíð verið uttanlands, og tí er tað ein natúrligur partur av arbeiðslagnum

Mugu raðfesta

F

yri at Føroyar skulu vera við í altjóða kappingini og ikki sigla afturút, er Fjølnir juli 2008

4

at samskifta á fremmandum máli við persónar úr øðrum tjóðum.

Menniskjansliga tilfeingið

G

&M umhvørvið í Føroyum er í ávísan mun merkt av einstaklingum, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði, og sum hava havt tey røttu bondini við altjóða netverk. Tí kann tað vísa seg at vera munagott fyri Føroyar, um vit av álvara ynskja at vera við í altjóða samstarvi, at føroyingar, sum eru í útbúgvingarørindum í øðrum londum, knýta bond við vegleiðarar og lestrarvinir.

Skapa og røkja netverk

F

øroyingar, sum nú eru í útbúgvingarørindum uttan fyri landoddarnar, eiga at leggja sær hetta í geyma, soleiðis at tey longu undir útbúgvingini hugsa um at røkja tey netverk, sum verða skapt undir lestrinum. Eitt gott samband við undirvísarar og lestrarfelagar vísir seg javnan at opna dyr.

S

ambært OECD er málið, at G&M skal standa fyri 3 % av BTÚ. Talið fyri Føroyar í 2003 var 0.87 % av BTÚ ella 84 mill. kr. Í 2003 var BTÚ 9,7 mia.kr. Málið hjá núsitandi samgongu er, at føroysk G&M skal náa OECD málinum.

H

invegin eru eisini fleiri, sum hava góðar royndir við at viðgera føroysk evni í teirra lestri – eitt nú til størri uppgávur so sum bachelor- og kandidatuppgávuna. Hetta kann skapa vitan og ein ávísan áhuga fyri føroyskum viðurskiftum á útlendskum lærustovnum, ið seinni kunnu vísa seg at hava góðar fylgjur fyri yrkisleiðina hjá tí einstaka – og eisini fyri føroyska G&M.

F

yri at hesin peningurin skal verða gagnnýttur á ein skynsaman hátt, er neyðugt, at fólk við førleikum innan G&M eru í Føroyum, sum vilja arbeiða á hesum økinum.

Netverk eru skipaðir einstaklingar

L

F

oyva vit okkum at líta á samgonguskjalið og útsagnir frá teimum leiðandi í landinum, fara øktar játtanir til G&M at síggjast aftur á fíggjarlógini fyri 2009. Hetta fer at føra við sær fleiri áhugaverdar møguleikar, sum verandi føroysku granskararnir og føroyingar, sum nú vinna sær førleikar innan hesi øki, kunnu fegnast um.

leiri føroyskir granskarar hava góðar og drúgvar altjóða royndir. Eitt nú hava Bogi Hansen og Pál Weihe m.a. arbeitt við støði í fígging frá ES, sum krevur at samstarvið fevnir um granskarar úr minst trimum londum. Í hesum samstarvi hava granskararnir havt møguleika at samstarva við nakrar av teimum fremstu granskarunum innan síni øki. Ígjøgnum samstarv við lyklapersónar og netverk hava spurningar verið settir, og hugskot hava verið borin fram, sum serfrøðingar í felag hava fyrihildið seg til.

F

íggingin til G&M er ein neyðugur partur, sum tó ikki kann gagnnýtast uttan at menniskjansliga tilfeingið er til dystin fús. Fólk skapa vitan. Og hesi kunnu evna Føroyar til eitt veruligt vitanarsamfelag.

H

esir báðir (aðrir persónar kundu eisini verið nevndir) hava verið við til at skipa fyri stórum altjóða stevnum í Føroyum við vísindaligum innihaldi, sum hevur verið fremjandi fyri føroysk áhugamál í altjóða høpi. Teir hava almannakunngjørt vísindalig úrslit í altjóða viðurkendum tíðarritum og hava uppbygt eitt vísindaligt umhvørvi.

5

Fjølnir juli 2008


Hví grindahvalir eiga at fáa frið Vit síggja teir, vit fegnast, vit kringa teir, vit geyla, vit jagstra teir, vit ýla, vit pína teir, vit ýla eitt sindur meira, vit drepa teir, vit fáa avgongu, vit eta teir, vit ropa!

AGGA NICLASEN meining@meyl.fo

tá skiljast øðrvísi enn at tann føroyski skúlin faktiskt eisini heldur tað vera ókey at drepa menningartarnað í Vági... bara ikki øll. Ja, sum amerikanarar siga—go figure!

H

etta her við at “hava rætt til” skal sjálvandi síggjast í samband við skylduhugtakið. Tí at hava rætt til at liva merkir, at onnur hava skyldu til at lata vera við at drepa teg. Grindadráp gongur beint ímóti hesari skyldu, og eigur tessvegna at bannast. Grundin til munarviðferð er at hvalir eru minni tilvitandi um sjálvar seg, og at hvalir hava eitt kenslulív, ið ikki stendur mát við tað hjá menniskjum. Tað er ikki tí at: “Jú men, vit tosa um djór, um hvalir, for fanin”! Hetta er fordómsupplestur, ikki nøkur grundgeving. Hetta er slagisma. Hetta er at gera mun á okkum og teimum vegna slag í eini óskilvísari roynd snávandi at penta saman eitt aftursvar, ið sigur hvalaveiðuandstøðingum ímóti.

“A prejudice against taking the interests of beings seriously, merely because they are not members of our species, is no more defensible than similar prejudices based on race or sex”

N

Hetta ljóðar ikki serliga veraldarvant, men

hetta er hin primitiva mannagongdin, tá ið føroyskir menn grýta siviliseraðu klæðini á gólvið og tríva í minnilutamentan. Hvat verri er, við hesum velja vit at blaka tann endaliga moralska sannleikan fyri borð: at vit hava skyldu til at gera tað, sum fer at hava frægastu avleiðingar fyri øll hasi, ið verða ávirkað av okkara gerðum.

U

mbønin um at lata grindahvalir fáa frið stavar ikki frá bíligum kenslupolitikki av Amnesty slagnum, men eini modernaðari og avbjóðandi gagnsemis- og avleiðingarlæru. Ein læra hjá Peter Singer, verðsins mest týðandi etikara. Læran er styðjað av vísindaligum frambrotum og hevur til endamáls at elva til eina etiska kollvelting við støði í upplýsingartíðini, hvørs setningur jú var at bjóða galdandi hugsanum av.

L

at meg dýpa. Er tað til dømis rætt at drepa brekað børn? Jú, tað er tað, um tað samanumtikið tænir barninum! Nógv halda slíka meining vera uppskakandi. Kortini stuðla hesi so heilhugað rættinum hjá kvinnuni at drepa “fostrið”, sum aftaná umleið tólvtu viku ikki longur er eitt fostur, ella mannalív, men eitt menniskja. Men etiskt er ikki nakar skilligur munur ímillum eitt 20 viku gamalt menniskja og ein nýføðing. Ella, eins og Peter Singer so beinrakin sigur: “Einki magiskt hendir undir føðingini.” Hetta merkir, at júst sum vælangandi nýføðingar hava rætt til ikki at verða skornir á háls, hava 5 mánaða gomul menniskju (í móðurlívinum) rætt til ikki at verða myrd. Men, og hervið kjarnin, hetta er ein rættur, vit onnur, í leiklutinum sum moralskir aktørar, vit, ið skilja hugtakið “rættindi”, hava veitt.

H

etta er ein læra, ið tvingar mannaættina at skoða seg á øðrvísi hátt; og tessvegna eisini ein, ið tvingar okkum at endurskoða, hvussu vit skoða hini, djór at navni. Hon greiðir frá um etiskt sambæri og rættindini hjá serliga primatum, men eisini hvalum. Og, bara so tú veitst tað, so er henda kollvelting longu væl á veg.

M

ong halda tað óivað vera mótsigandi at veita djórum menniskjugrundað rættindi. “Heilt seriøst, er tað ikki býttisligt at festa eitt reint menniskjaligt fyribrigdi upp á eitt djór, sum ikki skilur nakað slíkt?” Men ein og hvør, ið veitir nýføðingum ella brekaðum mannaverum rættindi, má eisini vera villigur at veita verum rættindi, ið heldur ikki skilja hugtakið. Tað eru teir moralsku aktørarnir, teir við førleikanum at handla, ið hava tørv á at skilja hugtakið. Hasi, vit veita rættindi, tað veri seg sjimpansur ella ógvusliga brekað børn, hava ikki tørv á at skilja hesi hugtøk.

Fjølnir juli 2008

Í

Animal Liberation frá 1975 spurdi Peter Singer granskarar—heldur hevdandi—um teir nú eisini høvdu verið fúsir at gjørt royndir við mannaverum á sama andaliga støði, so sum menningartarnaðum:

Á

effinett sama hátt sum vit bólka hasi tilhoyrandi mannaættina eftir virði, grundað á førleikar, soleiðis eiga vit eisini at bólka hasi tilhoyrandi djóraættina eftir virði. Og soleiðis, á sama hátt sum vit fordøma rasismu og sexismu, eiga vit at fordøma slagismu. Ja, eginliga verður tú ikki biðin um annað enn at víðka um hasa ringrásina, ið hevur við moralskt umhugsni at gera.

6

ettupp kjakið um hvørt tað skal vera loyvt at gera royndir við primatum er eitt gott dømi um henda myrkursins ágang. Sum vit hyggja eftir tí næstu grindini, er eitt álvarsligt kjak um vit heimilað kunna brúka apur sum reiðskap, mannaættini at frama. Vísindini hava staðfest, at ein vaksin gorilla hevur sama førleika at samskifta, somu samansettu kenslur, sama førleika at perspektivera, sama førleika at hugsa og droyma, og sama førleika at føla pínu sum ein brekaður vaksin. Og betri førleikar enn eitt fjølbrekað 3 ára gamalt barn. Tí eiga vit bert at gera royndir við gorilluni, um vit eisini eru villig at gera hesar somu royndir við einum fjølbrekaðum smábarni. Hetta er etiska avleiðingin ella, um tú vilt, kaldgløggi sannleikin. Ein sannleiki, kann eg líka skoyta uppí, sum Tony Blair í síni forsætismálaráðstíð viðurkendi við at banna øllum royndum við framstaddum verum tilhoyrandi djóraættina.

T

á ið tað eru haldgóð prógv um, at allir hvalir eru kenslusamar, skilagóðar og sosialar verur við einum veruligum moralskum virði, so kann tað jú—uttan so at tú ert slagistur!—gera tað sama, hvørt hesar verur hoyra til mannaættina ella djóraættina. Sostatt er bert eftir at staðfesta, at rætturin hjá grindahvalum at liva í ovurmát vigar uppímóti einum og hvørjum mentanarligum ágóða, ið Føroyar í síni skortandi upplýsing so primitivt verja seg við.

H

etta leiðir okkum til hvalir. Hvalir hava rættindi, men ikki rættindi samsvarandi okkum menniskju. Men teir hava rættindi samsvarandi tey veikastu av okkum, tey andaliga fjølbrekaðu og ógvusliga elliviknaðar borgarar—mannalív at navni. Hvalir, enntá grindahvalir, sum ikki teljast millum teir mest fullmentu av sínum slag, standa faktiskt ikki bert fjølbrekaðum og álvarsliga senilum borgarum kurl, men bera í ávísum føri yvir við teimum.

T

að er tó ikki bert, tá ið tað kemur til grindahvalin, at føroyskur moralur er eins flótandi sum ein bytta av máling blakað á eitt lørift hjá Óla Nicodemussen. Í donsku sendinevndini í Altjóða Hvalaveiðunevndini eru opinberiliga tveir ymiskir “skúlar”: ein danskur og ein føroyskur. Meðan tann danski er ímóti stórhvalaveiðu punktum, heldur tann føroyski tað vera ókey at drepa stórhval... bara ikki allar. Henda støða er moralskt heilt ósambærilig. Tá ið vísindi ósvitaliga greiðir frá, at heildarførleikin hjá havsúgdjórum er javnur við hann hjá teim alraveikastu av okkum, hvussu kann hetta 7

Fjølnir juli 2008


Bókaummæli - Adressumálið

Guðfrøðilesandi Gittar-Guru

FÍA LINDENSKOV donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga. Eftir Hans Andrias Sølvará Cand.mag í søgu og heimspeki Í bókini viðger rithøvundurin “Adressumálið”, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 undir teimum truplu flutningsviðurskiftunum undir fyrra heimsbardaga í Norðuratlantshavi. Málið kyknaði, tá ið nakrir sjálvstýrismenn vegna Føroya fólk ætlaðu at venda sær til bretskar myndugleikar fyri at fáa hjálp viðvíkjandi vøruflutningi til Føroya. Í bókini verður víst á, hvussu hetta málið gjørdist partur av donskum politikki eftir kríggið, tá ið ein donsk kanningarnevnd varð sett at rannsaka málið. ”Adressumálið er eitt ítøkiligt dømi um, at føroysk viðurskifti, orsakað av politisku og stjórnarligu skipanunum í ríkisfelagsskapinum, lætt kunnu vera drigin upp í danskan politikk á ein ikki serliga hepnan hátt, tá tað snýr seg um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar...”(brot úr bókini) Hetta er ein áhugaverd bók, ið gjølla viðger umrødda tíðarskeiðið í føroyskari søgu. Adressumálið hevur fyrr verið umrøtt í størri høpi í øðrum søguligum verkum, men hetta er fyrstu ferð, málið verður viðgjørt fyri seg av føroyskum søgufrøðingi. Tað, ið ger hesa bók til eina sera henta søgubók, er millum annað, at hendingarøðin í adressumálinum verður viðgjørd, øll sum hon er, og nógv av tilfarinum, ið rithøvundurin hevur nýtt, hevur ikki verið viðgjørt áður. Tá eg las bókina, má eg tó viðganga, at tað til tíðir kendist, sum rithøvundurin gekk ov nógv upp í ”smálutir”, og av tí sama vóru tað løtur, har ið mín áhugi dalaði, sum eg las. Men hetta skal tó ikki fatast sum ein atfinning ímóti skrivingarlagnum hjá rithøvundanum, ið tvørturímóti hevur gjørt nógv burturúr at býta søgugongdina upp í minni partar og skrivar á einum greiðum máli. Av tí sama kyknaði mín áhugi skjótt aftur sum eg las. Hinvegin skal havast í huga, at hetta er ein yrkisbók, ið serliga man hugtaka tey, ið hava áhuga í hesum søguliga tíðarskeiði og søguni hjá sjálvstýrisrørsluni. Men hóast mann ikki telist millum hesi, eru tað uttan iva fleiri við mær, ið fara at fáa gleði av at lesa hesa bók, tí rithøvundurin á ein lættlisnan hátt leiðir lesaran inn á hetta mál uttan at draga ov nógvar aðrar søguligar hendingar uppí, og tað skal hann hava rós fyri. Rithøvundurin hevur harafturat gjørt lesaranum tann beina, aftast í bókini at seta tær týdningarmestu hendingarnar frá 1914- 1920 upp í kronologiska raðfylgju, so til ber at fáa eitt skjótt og gott yvirlit yvir hendingarøðina. Aftast í bókini er eisini ein enskur samandráttur upp á 15 síður av hendingunum. Bókin er 172 síður, kostar 200 kr og fæst til keyps í føroysku bókhandlunum. ISBN: 978-99918-65-12-6.

Fjølnir juli 2008

8

Hann hevur svingað spakan í so kendum orkestrum sum I Am og Braquet, og flestu kenna hann nokk eisini sum tann fryntliga og fyrikomandi kjakaran á kjak.fo. Ikki so, hann hevur kontantar meiningar, serliga tá tað kemur til kristindóm. Tað var m.a. eisini tí at hann upprættaði sín egna blog – Hugsandi Trúgvandi.

JÓGVAN SVABO SAMUELSEN FORSÍÐUMYND: THOMAS KOBA

Hví guðfrøði?

S

Hví valdi tú at fara til Aberdeen at lesa?

tutta versiónin er at eg kenni meg kallaðan. Einglar opinberaðu seg ikki fyri mær ella nakað, men tá ið eg hugsaði um stóru heildina í mínum lívi, so gav og gevur gudfröði mest meining. Mín kristna trúgv hevur absolutt grundleggjandi týdning fyri meg og eg kendi tað, sum um at blíva gudfröðingur var tað besta, eg kundi gera við míni evnir. Og tað haldi eg enn. Tað er einki, sum tendrar meg meir enn gudfröði.

T

að vóru nógvir faktorar, sum spældu inn. Í fyrstu atlögu var tað ikki ein einslig avgerð: Daman (konan nú) vildi eisini lesa og vit vildu á sama universitet. Vit hövdu bæði eitt sindur av denofobi eisini. Vit vildu ikki gera líka sum öll hini og vildu royna okkurt öðrvísi. Eg tosaði eisini við fólk, sum eg leit á, sum sögdu at gudfröðisdeildin í Aberdeen var serliga góð. 9

Fjølnir juli 2008


Í Danmark hava tey teologi. Er guðfrøði tað sama?

Fyri at svara spurninginum heilt konkret, so snýr bloggurin seg um alt möguligt, sum relaterar til mín gudfröðiliga áhuga. Nökur av seinastu innleggini hava t.d. handla um brek, sex, Bíbliuna, trúarjáttanir, tónleik og Ola Wich. Eg havi áhuga í ótrúliga nógvum tingum og tað sæst aftur á blogginum.

Ja. Tú er kendur m.a. sum ein virkin kjakarin, og tú hevur tí egna blog – Hugsandi Trúgvandi – hvat snýr hann seg um?

Well.. Eg eri eitt sindur av einum

Hvussu er við tónleikinum. Nær kemur næsta útgávan har Arni! er við?

eksibitionisti - mær dámar at fortelja fólki hvat eg gangi og hugsi um og hvörjar mínar meiningar eru (sum öll, sum hava vitja kjak.fo vita!). Og tá ið gudfröðislesnaðurin byrjaði og eg byrjaði at hugsa djypri um tingini helt eg, at ein bloggur hevði verið ein góður miðil at úttrykkja onkrar av tankunum. Eg eri ikki heilt klárur yvir hvussu nógv fólk lesa bloggin, men eg velji at trúgva at Hugsandi trúgvandi á onkran hátt hevur positiva ávirkan á föroysk kristin og ikki-so-kristin. Á kristin, tí á blogginum fáa tey kanska og vónandi íblástur til at hugsa eitt sindur djypri um tingini og ikki bara ókritiskt góðtakað tað, sum mamma ella prestur siga. Á ikki-so-kristin, tí tey síggja at ikki öll kristin er akra líka og akra líka dumm. Fjølnir juli 2008

Í

lötuni arbeiði eg uppá mín egna tónleik. Bólkaformatið er feitt, men eitt sindur ópraktiskt, sum allir tónleikarar, sum lesa uttanlanda, nokk vita. So eg keypti mær eitt lítið heimastudio her fyri og siti nú og skrivi og upptaki sangir, sum eg ætli at geva út einaferð í summar ella heyst. Hvat tekst Arni við tá hann ikki bloggar, kjakast ella spælir guitar?

S

irka tað, sum ein vanligur ungur lesandi ger. Eg hugni mær saman við konuni, (alt for) ofta framman fyri sjónvarpinum. Vit og vinir fara í býin, í biograf, út at eta, á konsert, á pubb, 10

alt tað vanliga. Einsamallur plagi eg at spæla Age of Empires, meðan eg lurti eftir teologiskum podcastum, helst langt út á náttina.

Nú tú sjálvur hevur valt rættu leið, hevur tú so nøkur góð ráð til komandi lesandi, um hvussu tey besta velja sína lestrarleið?

Sum virkin guitaristur í kanska serliga Braquet & I Am, hvat er tín størsta uppliving á palli?

S

um limur í bröðrasamkomuni kann eg ikki vera prestur í fólkakirkjuni (og sjálvt um eg var, kundi eg ikki allíkavæl, tí eg lesi ikki í Danmark - sum jú er ein göla!) og tí eru fá störv, sum beinleiðis relatera til mína útbúgving, sum eg kann vóna at fáa í Föroyum. Tí er mítt útbúgvingarval beint frá hjartanum. Eg havi onga aðra motivatión enn at eg heilt einfalt elski evnið, eg studeri. Tí er mítt primera ráð, at fólk gera tað, tey brenna fyri og elska. Nógv for kliché, eg veit, men eg haldi tað passar. Viðvíkjandi lestrarstaði, so haldi eg at man skal minnast at ymiskleiki er góður - kollektiva föroyska vitanin hevur gott av nýggjum blóðið. Tað er tí gott at lesa í stöðum har onnur ikki lesa. So eg haldi, at fólk skulu hava allar möguleikarnar opnar tá ið man leitar eftir einum universiteti ella öðrum lærustovni, sum kann bjóða teimum akkurát tað, tey hava hug til.

T

að er sjálvdan at eg havi veruliga “andaligar” upplivingar á pallinum. Onnur hava tað kanska öðrvísi, men eg má konsintrera meg nokkso nógv fyri at spæla so væl at eg eri nögdur. Har eru nógvir tónar at halda skil á! Men tað eru fleiri konsertir, sum standa frammaliga í minninum sum serliga góðar. Til dömis fyrsta konsertin við I AM. Eg hevði nógv at liva upp til og haldi eg gjördi eitt rættiliga gott arbeiði. Braquet spældi einaferð fyri 10 fólkum í Keypmannahavn og tað var orduliga feitt. Tá ið vit í Braquet akkurát vóru komnir heim av okkara Amerikaferð og spældu á Fjarðafestivalinum. Góðar konsertir eru nakað snedugt nakað. Tær eru okkurt slag av primitivari orku-kommunikatión. Man skuldi trúð at framförðslur eru monologar, men tær eru, tá ið tær rigga, heilt avgjört dialogar. 11

Fjølnir juli 2008


Páskarhald í Aberdeen

Tá ið ein er føroyingur uttanlands,

samstundis sum at hetta skuldi vera eitt tiltak til frama fyri samansjóðingina, so skuldu vit eisini savna pening inn, og yvirskotið skuldi fara til eitt vælgerandi endamál.

hevur hann ofta lyndi til at gerast meira tjóðskaparsinnaður enn annars, og serliga um høgtíðir kann hendan kenslan gerast sterk. Tí vildu vit í Aberdeen fegin skipa fyri onkrum serføroyskum á páskum. Eisini av tí orsøk, at her í Skotlandi verða páskirnar ikki hildnar á ein líka hátíðarligan hátt, sum heima í Føroyum. Vit vóru í skúla bæði skírishósdag og langa fríggjadag, og tað mundu vera fleiri foreldur, ið ringdu heimanífrá fyri at spyrja, hvat vit gjørdu hesar heiligdagar,og tey gjørdust allarhelst eitt sindur kløkk, tá svarið var, at vit eru í skúla í dag.

V

it gjørdu av at hava páskahaldið fyrsta sunnudagin í okkara páskaferiu, sum var 1. páskadag. Dagurin varð hildin heima hjá einum av teimum lesandi, og byrjað var kl. 14. Uml. 20 fólk møttu. Á skránni var kalt borð, har var m.a. frikadellur og eplasalat, franskbreyð við laksi og tað, sum helst var mest forkunnugt, turrur fiskur. Omaná varð heimabakað kaka. Á borðinum stóðu egg og máling, og málað og etið var, alt í senn.

U

ppskotið til páskatiltakið kom frá einum av føroyingunum her í Aberdeen. Hann kom við tí góða hugskoti, at Fjølnir juli 2008

12

T

Rullingin byrjaði, men ikki gekk long tíð, áðrenn vit vóru umgyrd av svongum likkum. Tær vóru serstakliga áhugaðar í okkara vøkru eggum, men vit løgdu skjótt til merkis, at tað ikki var tí, at tey vóru so avbera vøkur, men tí, at tær vildu hava mat. Alsamt fleiri likkur komu, og var tað, sum um at tær róptu eftir hvørjari aðrari, at her var matur at fáa, og skjótt góvu vit upp og lótu likkurnar eta eggini.

il stuttleika varð skipað fyri kapping um tað flottast málaða eggið. Nógv vøkur egg komu inn. Dómsnevndin var sett saman av teimum, ið ikki málaðu. Kappingin var hørð, og fimm egg komu í finaluna. Eftir drúgvan fund um, hvat tað vinnandi eggið skuldi verða, varð avgerðin tikin. Dømt eftir hugflogi og sjáldsemi var tað Jens Norðberg, ið vann. Sostatt var tað hann, ið fór heim við sigrinum og einum flottum sjokoláta páskaeggi.

S

amanumtikið var hetta páskatiltak ein ógvuliga væleydnað hugnaløta, og eitt slíkt tiltak verður óivað endurtikið. Avgjørt varð at lata yvirskotið til Oxfam, ið er ein felagskapur, ið arbeiðir ímóti fátækradømi og órættvísi.

Eftir eina góða hugnaløtu saman

innandura, kom tíðin til at fara út at rulla páskareggini. Øll fóru so fitt masjerandi, meðan kavin legðist so vakur á herðar okkara. Í Aberdeen er sera grátt, og tað er ikki altíð so lætt at finna eitt stað, har tað ikki er grátt. Men vit funnu ein grønan bakka ikki so langt hiðani. 13

Fjølnir juli 2008


Sjarmuátak Setursins – Les í egnum umhvørvi

Mikukvøldið 23. apríl skipaði Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um útbúgvingar, sum eru í Føroyum. Heilt fitt av fólki var møtt, og nógv var gjørt burtur úr kvøldinum.

Eir í Ólavstovu, sum er nýggja andlitið

“ Eg vil ávara móti danskari juraútbúgving. Farið ikki har!”. Her eru føroysk viðurskifti, og tí er kulari at vera í Føroyum. Men keðiligt er at vera her, tá aldursbólkurin frá 20 og nøkur ár fram manglar. Nógv stuttligari, um tey eisini vóru í Føroyum. Eisini hevði tað verið ein búskaparligur fyrimunur, um hesin aldursbólkur var her, tí so høvdu tey arbeitt í barrum og øðrum støðum um kvøldarnar og vikuskiftini, og eisini høvdu tey brúkt nøkur oyru her í Føroyum í staðin fyri at brúka tey aðrastaðni.

hjá Fróðskaparsetrinum, beyð vælkomin. Meiningin var, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinnan í mentamálum, skuldi taka lut, men hon bar seg undan í evstu løtu. Í staðin reisti Kári á Rógvi seg upp og segði seg vera har fyri at umboða maktelituna í Føroyum. Og orsøkin til tað, var tann, at hann var tann einasti, sum ikki var farin heim úr tinginum, tá tey ringdu frá Setrinum. Farið ikki har!

K

ári tosaði um, hvat hann hevði lisið og tikist við og nevndi, at bæði hann og Kristina Háfoss høvdu lisið jura í Danmark. Orsakað av hesum eru tey í dag verri stillað, tí danska juraútbúgvingin hóskar ikki inn í føroyska samfelagið. Kári segði soleiðis: Fjølnir juli 2008

Ísland

K

ári á Rógvi nevndi eisini, at hann hevur undirvíst í Íslandi. Har lesa tey flestu í heimlandinum, men mælt verður teimum øllum til taka part av 14

undirvísingini aðrastaðni. Tey verða ongantíð skrykt upp við rót. Tey fara miðvís avstað til útlond at lesa og koma aftur til Íslands. Útheimurin kemur eisini til Íslands at lesa, har lesa fólk úr øllum heiminum. Tá vit hava fingið gongd á, kunnu vit siga tað sama. Tá verður Tórshavn ein universitetsbýur, og í honum kunnu vit eisini uppliva útheimin við øllum teimum útlendsku lesandi, sum fara at koma higar.

Náttúruvísindi

B

ogi Hansen, doktari í havfrøði, byrjaði við at siga: “Vónandi heldur restin av maktelituni í Føroyum tað sama sum Kári”. Bogi greiddi frá, hvat hann sjálvur hevur lisið og arbeitt við, og hvørjar útbúgvingar Náttúruvísindadeildin hevur at bjóða, og tað var ikki lítið, hann hevði at vísa á.

F

yri at gera tað meira áhugavert at lurta eftir, hevði Bogi tvey dømi við. Hesi dømi vóru tveir, ið høvdu lisið á NVD. Tann fyrri var Høgni Debes, sum hevur verið modell í lýsingunum hjá Náttúruvísindadeildini, sum nú eru at síggja allastaðni í Føroyum. Høgni segði skemtandi: “Gott kvøld – eg eri modell”. Og fólk flentu og klappaðu. Sjálvur las hann fyrst tvey ár í Føroyum, síðani trý ár í Danmark og síðani aftur til Føroya at gera M.A. og Ph.D á NVD. Hetta er Høgni glaður um, tí um hann hevði tikið alt í Danmark, so hevði hann bert kent

Um 50 til 100 ár

T

á onkur um 50 til 100 ár fer at spyrja, hví so stórur partur av valdselituni hevur lisið náttúruvísindi, verður svarið: “Jú, tað er tí, at tey gingu undan á útbúgvingarøkinum” Til síðst segði Kári: “Ikki bert fyri okkara skyld, men ikki minst tykkara egnu skyld, góðu lesið í Føroyum.” Hesi vóru seinastu orðini frá Kára.

15

Fjølnir juli 2008


danska náttúru og lívfrøði og onki um ta føroysku. Nú veit hann bæði um tað danska og tað føroyska.

Nógv varð klappað millum allar framløgurnar, og hýrurin var góður. Føroyamálsdeildin

B

R

ogi greiddi víðari frá um jarð- og havfrøðiútbúgvingina, sum nú er endurskoðað og útbygd. Hendan útbúgvingin er væl egnað í ali- og fiskivinnuni. Men eisini er útbúgvingin ógvuliga flexibul – eins og allar hinar útbúgvingarnar á NVD – og er eisini sera viðkomandi, um olja verður funnin kring Føroyar. Hansara næsta dømi var Oystein Patursson. Oystein hevur lisið oljuverkfrøði á Setrinum. Síðani tá hevur hann arbeitt við ymiskum spennandi, m.a. við einari havfrøðiverkætlan í Føroyum. Síðani við einari aðari havverkætlan í USA. Hetta er nakað heilt annað enn tað, hann upprunaliga las á setrinum. Ráðini hjá Oysteini vóru: “Vilja tit verkfrøði ella okkurt líknandi, er jarðog havfrøði ein góð leið”. Fjølnir juli 2008

andi Kúrberg tosaði um, hvussu tað er at lesa á Føroyamálsdeildini. Hon segði: “Tað serliga við Føroyamálsdeildini er, at tað er føroyskt”. Og helt fram at tosa um, at summi halda tað vera bygdasligt ella heimføðisligt at lesa í Føroyum, men tað helt Randi als ikki. Føroyamálsdeildin hevur so gott samstarv við onnur universitet í Norðurlondum, at tey, sum lesa í Føroyum, sleppa lættliga á skeið í øðrum londum. Randi vísti á, hvat útbúgvingin kann nýtast til, og tað var m.a. at undirvísa á miðnámsskúla, granska, arbeiða í fjølmiðlum og møguliga á lýsingarfyritøku. Hon legði dent á, at lýsingarfyritøkurnar í øllum førum hava tørv á fólki, ið dugir føroyskt. At enda nevndi Randi, at nógv framstandandi fólk í Føroyum hava lisið føroyskt, t.d. stjórin 16

á Atlantsflogi og stjórin á SamVit.

annað hetta: “Ætla tit at verða kendir akademikarar í Føroyum, so skulu tit arbeiða á Setrinum í 25 ár, og so sleppa tit í Speki ”. Síðani samanbar hann Speki við Paradise Hotel, og helt tað vera so spennandi at vita, um Elin Súsanna, leiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini, kanska fór úr næstu ferð.

Søgu- og Samfelagsdeildin

Æ

tlanin var at Gestur Hovgaard skuldi tosa um Søgu- og Samfelagsdeildina, men hann hevði borið seg undan í síðstu løtu. Tí segði Rúna Hjelm, setursskrivari, nøkur fá orð um, hvussu tað er tað lesa har, og hvørjir útbúgvingarmøguleikarar nir eru. Men tað var ikki eins áhugavert sum at hoyra um náttúruvísindadeildina. Søgu- og Samfelagsdeildin tekur ikki næmingar inn í ár, tað gera tey bert triðja hvørt ár. Men næsta ár er ætlanin eisini at kunna bjóða juralestur umframt søgu og stjórnmálafrøði, sum eisini skal endurskoðast.

----

S

tólarnir vóru fluttir til viks og Boys in a Band fyltu rúmið við góðum, lívligum og hørðum tónleiki. Afturvið varð m.a. bjóðað smoothies, nachos og frukt á pinnum, sum kundi dyppast í flótandi sjokolátu.

T

á bólkurin var liðugur at framføra, høvdu áhoyrararnir møguleika at seta spurningar og práta við starvsfólk á Setrinum og annars bara hugna sær í Miðlahúsinum eina løtu og fáa sær ein leskibita aftrat.

Dansandi akademikari undirhelt

B

rádliga kom Jákup Weihe leypandi inn eftir gólvinum. Hann segði seg vera ein dansandi akademikara, sum var í ferð við at taka eina Ph.D í dansi. Hann segði sum vera man nógv stuttligt. Millum 17

Fjølnir juli 2008


Lýðka í luftini og eitt altjóða universitet í mótburði? O.N. GANTUJLIVUR ... og vups! hevði tú lyft steinin uppfrá, og sá nú eitt forferdiligt garterilsi ... har fóru tysjandi grátt undir steini í allar ættir at finna sær skjól ... har fóru svartaklukkur spelknar spjáklandi burtur frá bráða ljósinum ... og reyðmaðkarnir – hesar góðsligu verur, sum faktiskt smakka sum eitt millumting millum gummi og mold – vríggjaðu seg sum frægast at krúpa niður í aftur gengurnar ... onkur hendinga sløvur snigil fór seinførur skríðandi sama veg við eini slímslóð afturúr sær ... Veit ikki, um tit minnast tað? Men einaferð í tíðini vóru vit øll børn, ‘sjannheit? Og sum tær smáu vísindasinnaðu verur, børn eru, gingu vit og kannaðu heimin, vit vóru borin inn í, ‘sjannheit? Hvør hevur ikki lyft steinar upp úr svørðinum og við egnum eygum sæð, hvussu ýðandi full føroyska náttúran er av lívi? Hvør hevur ikki eygleitt endaleyst hurrandi flugur, sum upp í saman bresta móti rútinum í køkinum at sleppa út í ljósið? Hvør hevur ikki undrast á, at eiturkoppurin við krossi á rygginum – Araneus diadematus á fínum máli – klárar at forskrekkja so nógv fólk, ið annars hvørki ræðist tarv, trøll ella TAKS? Nei, tvætl. – Endamálið við hesum stubbanum var ikki, at koma við kritiskum viðmerkingum til tað orwell’ska new-speech lyndið, seinastu føroysku landsstýrini tykjast hava havt, har man broytir nøvnini á ymsu stovnunum hjá almennu fyrisitingini, soleiðis, at vit vanligu fólk skulu halda, at tey í roynd og veru gera okkurt til nyttu ... Endamálið er heldur, nú lýðkan er komin í luftina og smákyktini – eldri føroysk og nýggjari, komin higar við innfluttum grasi og plantum – aftur rakna við og tutlandi fara at putlast við at føra ættina víðari, at bera fram mín persónliga fagnað um, at man endiliga frá politiskari síðu hevur sett sær fyri, at lyfta Fróðskaparsetrið upp á eitt altjóða støði, har man kann sleppa at granska vísindi á einum heimligum grundarlag, heldur enn at ganga og mala í onkrari danskari skóg “og kanna billur!” Nú veit eg ikki, hvat tit halda, kæru lesarar; men sá nú ein dagin, at tað finnast eini 60.000 ymisk sløg av “billum”, so ... Man má for pokkir hava eitt jobs-tol, um man vil náa at dissekrera allar og kanna tær neyvari. Fróðskaparsetrið hevur verið nógv kritiserað fyri at lata skeiva fólkið traðka fram í Degi og Viku og fortelja um hugskotið at menna eitt altjóða universitet í Føroyum, tí tað er blivið skotið so dyggiliga í sænk av øllum teimum, sum halda, at viss man sigur, at man tekur útgangsstøði í heimliga umhvørvinum í sínum lestri, so er man heimføðingur og tað, ið verri er. – Men er tað ikki júst tað, vit uppliva allastaðni, har man hevur hægri lesnað? – At støðið verður tikið útfrá veruleikanum, har universitetið nú einaferð er? Hví skuldi tað so verið øðrvísi í Føroyum? Og hví skuldi tað forðað fyri, at Fróðskaparsetrið kann blíva lyft upp á eitt altjóða støði? Um klukkurnar eru føroyskar kann gera tað sama, bara undirvísingin er vísindalig!

Fjølnir juli 2008

18

Millum tvær Negl! Navn og aldur: Jóhan Pauli Helgason, 28 ár. Hvaðani ert tú? The place to be: Vestmanna! Hvat lesur tú og hvar? Stjórnmálafrøði á KU Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Hmmm, beint áðrenn? Tá var eg og fjakkaði í fjarðeystri í 8 mánaðar. Áðrenn tað sigldi eg í eitt knapt ár. Áðrenn tað gekk eg í Hoydølum og áðrenn tað var eg eitt ár í Spania... Ja so eru vit komin til fólkaskúlan og Vestmanna, har eg sleit mínar barnaskógvar. :-) Ert tú glað/ur fyri valið, tú hevur tikið? Lestrarvalið? Ja, tað eri eg. Hvat gert tú í tíni frítíð? Havi í nógv ár brúkt ein stóran part av míni frítíð til ymiskt felagsskapsarbeiði (MFS, Unga Tjóðveldi og AFS) og sjálvandi hugnaløtur saman við unnustuni og vinum. Aftaná eg bleiv pápi fyri 15 mánaðum síðani, er meginparturin av frítíðini farin til at røkja nýggja leiklutin sum familjupápi. Besti sangur? Bohemian Rapsody hjá Queen Besti tónleikabólkur? Havi ikki rættuliga nakran favorit. Seinastu tíðina havi eg lurtað rættuliga nógv eftir Jack Johnson. Hann er kul! Besta sjónvarpsrøð? Pipar og Salt Besta bók? Tað er ógjørligt at velja eina, men Catch 22, Forbrydelse og straf og Teir sigldu úti nr. 18 eru góðar. Besti filmur? Deer Hunter, The Godfather og nógvir aðrir Lekkrasti sjónleikari? Borat Hvat er títt motto? Verður tað ikki í dag, so verður tað í morgin :-) Hvør hevði tú verið í eini teknirøð? Skipper Skræk Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Tjóðveldi, sjálvandi! Keypir tú vistfrøðiligan mat? Ja, tað royni eg at leggja meg eftir! Men tað er dýrt og SU setir sínar avmarkingar. Hvussu ofta keypir tú klæðir? Tað er eitt av teimum tingunum, sum eg hati, so tað geri eg bara tá eg eri noyddur. Umleið 2 ferð um árið kanska. Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Ein skjótan maskinbát :-) Atlantic Airways ella Smyril Line? Hvørki Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Er nakar góður í Føroyum? Men um eg skal velja ein, so má tað verða legendan Torkil Nielsen :-) Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? SVF, politikkinum og veðrinum. Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug/ur? Ja, tað fari eg ivaleyst. Veit bara ikki ordiliga nær. Havi ymsar ætlanir, sum eg ætli at føra út í lívið áðrenn. Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim eftir loknan lestur? Tungt høvd og tóman pung. Hví halda vit jól? Tí øll onnur gera tað - man kennir seg líkasum noyddan at fylgja við streyminum. Á ja, so er tað eisini tí lítla jesusbarnið bleiv føtt í Betlehem fyri eini 2008 árum síðani. Besta persónliga tónleika-uppliving? G! – Tað er í øllum førum ein hin besta heildaruppliving í tónleikahøpi eg enn havi havt, haldi eg.

19

Fjølnir juli 2008


RETURN ADDRESS: Meginfelag Føroyskra Studenta - Vesterbrogade 17A - 1620 København V - Denmark

Tað er eitt spæl at keypa ferðina á netinum... Tað er lætt at keypa ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Far inn á atlantic.fo og bílegg tín ferðaseðil. Tað einasta, tær nýtist, er eitt gjaldkort.

Fjølnir juli 2008

Tel 34 10 10 · Fax 34 10 01

20

atlantic.fo

Fjølnir 2008 Juli  

Scanning av gomlum bladid.

Read more
Read more
Similar to
Popular now
Just for you