Issuu on Google+

MFS

Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København

Árgangur 19, Nr 2 Okt. 2003

Meginfelag Føroyskra Studenta, Vesterbrogade 17 A 1620 KBH V

Húsakórinum tørvar mannsrøddir Húsakórið, sum er kór føroyinga í Keypmannahavn, hevur brúk fyri bassum og tenorum beinanvegin. Kórið hevur stórar ætlanir í hesum sangárinum, m.a. eina konsertferð til Føroya á heysti 2004. Til hesa ferð venur kórið fosturlands- norðurlendskar og aðrar altjóða sangir eins væl og nýggjari og eldri klassisk tónastykki. Seinni verður farið undir eitt verk, sum í løtuni verður skrivað og skal frumframførast í Norðurlandahúsinum. Kórið syngur ofta til samkomur og kirkjukonsertir og hevur sum fastan tátt at luttaka í stóru norðurlendsku jólakonsertini í Helligånds Kirken. Tað hevur ikki so stóran týdning, um tú ikki hevur sungið við kóri áður ella kanska ikki er so stinnur í nótalesing. Tað, ið er mest umráðandi, er, at tú hevur hug at syngja og møtir upp stundisliga til sangvenjingina, sum er týskvøld fra 19.00-22.00 á fyrstu hædd í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv. Kórleiðari er Tórður á Brúnni. Um tú vilt vita meira, kanst tú seta teg í samband við Astrid Viderø, forkvinnu, tlf. 39 69 30 96 ella skrivaran, Dianu Gilstón, tlf. 24 47 83 23. Eisini ber til at møta í sanghølunum komandi týskvøld klokkan 19.00.

Einligir uppihaldarar undir lestri fáa nú betri kor

Lestrarskuldin tung at bera

Mentanarnáttin 2003 í Føroyahúsinum

Væleydnað lestrarstevna á Vertshúsinum

Eitt av afturvendandi tiltøkunum hjá MFS er árliga lestrarstevnan í Føroyum. Í ár varð stevnan skipað eftir einum eitt sindur øðrvísi leisti enn undanfarin ár. Hetta vísti seg at eydnast væl, og nógv fólk vitjaði á Vertshúsinum, har stevnan varð hildin.

Lesarabræv

Vælkomin

Ráðs– og nevndararbeiði í MFS

Hevur tú hoyrt um GFSL?

Kostur og lesnaður

Verður nóg mikið gjørt fyri at eggja ungdóminum út um ríkisfelagsskapin at nema sær útbúgving?

Bryggen

Tann 27. nov. letur upp stásilig mentanarháborg í Keypmannahavn, sum skal virka sum miðsavnandi depil fyri londini í Norðuratlantshavi.

Barnaansingarmálið MFS hevur í eina tíð arbeitt fyri at føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir úr Føroyum í lestrarørindum skulu hava møguleika at skriva børn síni á bíðilista til ansingarpláss í Føroyum. Meira um málið inni í blaðnum.

Leysasøla kr. 15,-


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Oddagrein

 U p p s l a g s t a l v a n 

Nýtt lógaruppskot tryggjar einligum lestrarmøguleika Justinus Johannesen, blaðstjóri skrivar Endiliga røkist fyri, at einligar mammur og einligir uppihaldarar sum heild fáa møguleika fyri at fara undir hægri útbúgving. Higartil hava flestu uppihaldarar ikki hættað sær at farið í gongd við hægri lesnað, tí fíggjarligu útlitini hava ikki verið til staðar. Nógvar forðingar og trupulleikar, bæði av menniskjansligum og praktiskum slag hava verið, sum skuldu loysast. Hvaðani skuldi peningur fáast til vega til húsaleigu, vøggustovu og mangt annað. Nei, betur var at blíva á ”bistand” og harvið fáa tað dupulta av SU umframt barnapening og ískoyti til húsaleiguna. Eitt roknistykki, sum Undirvísingarmálaráðið hevur gjørt,

vísir tó, at sjálvt um einligir uppihaldarar í framyvir fáa dupult so nógv í stuðuli sum einlig lesandi, so fer danski staturin at spara umleið 400 milliónir krónur árliga. Hetta roknistykkið gongur tó bert upp, um helvtin av teimum, sum nú lesa við sosialum tilskoti í rygginum, velja loysnina við dupultum SU. Ì løtuni eru bert 2.200 einligar mammur og pápar, sum fáa SU, meðan nógv tann størsti parturin, umleið 6.000, fáa aðra sosiala hjálp. Kemur uppskotið hjá undirvísingarmálaráðharranum ígjøgnum, fara einligir uppihaldarar at fáa umleið 9.000 krónur um mánaðin

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

frá SU. Sjálvandi verður eisini møguleiki fyri at taka lán, um hetta gerst neyðugt. Við hesum útlitunum er einki at taka seg aftur í, at vit fara at síggja nógv fleiri uppihaldarar á teimum hægru lærustovnunum – kanska longu frá byrjanini av komandi ári. Vælkomin.

Cafékvøld tann 7. nov.

Húsakórið

Fríggjakvøldið tann 7. nov. skipar MFS fyri Cafékvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta er samstundis J-dagur við tað at jólaølið kemur á marknaðin. Í hesum sambandi verður serligur gjaldingarháttur royndur, har terningar verða kastaðir fyri at avgera prísin á ølinum. Á skránni verður annars tónleikur og møguliga eitthvørt annað, sum í skrivandi stund ikki er fingið upp á pláss enn.

Húsakórið er eitt av feløgunum í Føroyahúsinum, og telur tað umleið 40 fólk. Dirigentur er Tórður á Brúnni, og leggur kórið dent á at syngja nógvan, góðan føroyskan tónleik, men eisini útlendskan tónleik, sum fólki dámar. Húsakórið venur í løtuni týskvøld frá 19:00 til 22:00. Meiri fæst at vita við at leita sær inn á heimasíðuna hjá kórinum: www.husakorid.dk

MFS

Nærvarp okkara

Fótatraðk

Sendir úr Føroyahúsinum hvønn sunnudag kl. 13.00 - 15.00 og fríggjakvøld kl. 20.00 - 21.30 á 91,4 MHz, 98,8 hybrid (FM)

Hevur tú áhuga fyri føroyskum dansi, so eru ráð fyri tíð. Fótatraðk er føroyskt dansifelag í Keypmannahavn, sum venur annanhvønn sunnudag á loftinum í Føroyahúsinum. Dansað verður í líka vikum.

Hevur tú hoyrt um GFSL? GFSL er stytting fyri Grunnurin Fyri Styttri Lestrarferðir, og er talan um ein grunn undir MFS.



Ráðið 2002

Endamálið við grunninum er at stuðla ferðing í samband við innsavnan av tilfari til uppgávur, ið snúgva seg um føroysk viðurskifti. Tað merkir við øðrum orðum, at MFS-limir kunnu fáa ískoyti til lestrartýðandi ferðing frá MFS. Tað er MFS-ráðið, ið hevur viðgerðina av innkomnum umsóknum um hendi, og metir ráðið í hvørjum einstøkum føri um, hvørt galdandi reglur verða loknar. Fyri at hava rætt til stuðul, er m.a. neyðugt at lata MFS avrit av uppgávuni, ið gjørd varð í samband við ferðina ella í øðrum føri grein til Fjølnir. Eisini skal váttan frá lærustovninum um, at ferðin var liður í uppgávuskrivingini, latast felagnum.

Tlf.: 33 22 84 01. Fartlf.: 26 20 00 33.

Hvørjar treytir annars skulu lúkast sæst á umsóknarblaðnum, sum fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá MFS í Keypmannahavn. Eisini ber til at lesa reglugerðina hjá GFSL á www.mfs.fo

J-dagur

Jólaølið kemur á marknaðin tann 7. nov.

Útvarp Føroya í Danmarks Radio Hvørt leygarkvøld kl. 19.00 - 19.30 er føroysk tíðinda-sending á Danmark Radio AM 1062. Sendingin er ein samandráttur av tíðindasendingum gjøgnum farnu viku í ÚF. Lýsingar kunna fáast í, við at venda sær til Útvarp Føroya tlf.: + 298 31 6566

!! Sig okkum frá, um tú ella tit skipa fyri tiltaki, !! 2

19


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Innihaldsyvirlit

Danmark – Heimurin 90-15 Lív Patursson, lesandi í Reykjavík, skrivar "Liðug í Hoydølum? Nær fert tú niður?" Hetta er allarhelst spurningur, ið allar nýklaktar pisur hava hoyrt nógvar ferðir. "Nær fert tú niður?" Tað er sjálvsagt, at ein fer niður, ella hvussu? Jú, sjálvsagt fara vit føroyingar til Danmarkar at lesa. Tað er jú so nógv lættari! Og helst skal ein ikki stríðast ov nógv. Nei, vit fara niður á Oyrasundskollegiið saman við øllum vinunum og á Jacques um kvøldið (har kunnu vit eisini keypa Føroya Bjór og Club20skot). Men hví er tað so? Hvat er tað, sum ger, at vit føroyingar bara, uttan at hugsa stórvegis um tað, fara beina leið til Danmarkar at lesa? Vantandi kunning er eitt. Kann nevna til stuttleikar, at tá leið móti endanum hjá studentunum í Hoydølum 2003, var ein kunningarfundur á skúlanum um víðari lesnað. Tveir skúlatímar vórðu settir av. Hálvur annar tími varð nýttur til at kunna um lesnað í Danmark, fimtan minuttir vórðu nýttir til restina av heiminum. 15 minuttir til allan heimin og 90 minuttir til pinkulítla Danmark. Danmark er ein minimalur partur av heiminum - ein smátjóð. Men tó varð størsti parturin av kunningarfundinum í Hoydølum nýttur til at kunna um lesnað í Danmark. Rættiliga skemtiligt, skal eg sjálv siga tað! Samstundis er tað ótrúliga syrgiligt og vánaligt. Vánaligt, at føroyski ungdómurin ikki verður betur kunnaður um lesnað í útheiminum. Pisudagur í Keypmannahavn, stóð í bløðunum herfyri. Ja yvirskriftin sigur alt. MFS vónar í hesu lýsing at síggja nógv nýggj andlit á Vesterbrogade 17A. Tað eru slíkar lýsingar, ið eru at hoyra í heilum. Havi ikki hoyrt um nakran pisudag í Reykjavík. Haldi heldur ikki at nakar hevur verið í Oslo, ella nakra aðrastaðni…

At duga at hugsa sjálvstøðugt er ein ótrúliga góður eginleiki at hava, men tað ger føroyski ungdómurin ikki, tá talan er um lesna. Men góði ungdómur, hugsa um tað! Heimurin liggur opin fyri fótum okkara, møguleikarnir eru óteljandi. Meira og meira vanligt gerst tað í londunum uttan um okkum at ungdómurin fer til tey mest framkomnu londini at lesa. Har fáa tey ríka og mennandi útbúgving, umframt nýggjan íblástur. Men vit føroyingar fara í sama lag til Keypmannahavnar. Same old same old...gloymið tað – roynið okkurt nýtt for tramin!! Upplagt og sjálvsagt átti tað at verið at vit senda okkara fólk til bestu støðini í heiminum at lesa. Soleiðis kunnu vit byggja upp eitt sterkt samfelag við fólki, ið eru útbúgvin á bestu støðunum. Eitt sterkt, dugnaligt og sjálvstøðugt fólk. Hvussu nógvir lærarar í týskum í Føroyum hava t.d verið í Týsklandi og lisið týskt? Nei, vit fara til Danmarkar, tí har er best at læra týskt... láturligt!

føroyingum peningaligan stuðul til lesnað í Norðurlondum. Umframt eru avtalur gjørdar við stór universitetslond so sum Bretland og U.S.A. Fíggjarligu fortreytirnar eru har, teimum manglar bara brúkaran - teg! Kunning. Fólkinum manglar kunning. Kæru myndugleikar, duga tit ikki at síggja tað? Ella er tað bara líkamikið? Tað hevði verið positivt fyri smátjóðina Føroyar at víðka sjónarringin. Tað hevði verið ein fyrimunur hjá tjóðini. Okkum tørvar endurnýggjan og fjølbroytni. Okkum tørvar fólk við dirvi og nýggjari vitan. Ein kollvelting í hugsunarhátti føroyskra ungdóma skal til. Vit eiga framtíðina – hon liggur í okkara hondum. Vælgagnist lesari. Vónandi er hetta nakað, ið ungdómurin, sum ætlar sær at lesa, fer at hugsa um! Lív Patursson — lesandi í Reykjavík lpatursson@hotmail.com

Manglar tær onkran at venda tær til, tá tú hevur eitthvørt uppá hjartað? Send ein e-post til mfs@mfs.fo

Ferðaískoyti Um tú byrjaði at lesa um várið, skalt tú minnast at søkja um ferðaískoyti frá Stuðulsstovninum. Freistin er 31. des. 2003. Umsóknarbløð og vegleiðing kann printast út frá heimasíðini hjá Stuðulsstovninum. www.studulsstovnurin.fo/ ferdastudul/ferd.htm

Sjálvandi er ikki skeivt at fara til Danmarkar at lesa, vil ein veruliga tað. Men hví Keypmannahavn og Århus? Hví ikki London, New York ella Tokyo? Allir sera áhugaverdir og framkomnir býir. Svarið er: "nei, tað er alt ov strævið og trupult" ella "nei, tað ber ikki til” Sjálvsagt ber tað til, og, ja, tað er kanska eitt sindur truplari, men hvat so? Tað krevur ikki meira enn nakrar tímar á alnótini og hjá lestrarvegleiðingini. Tað er ikki so ringt! So er tað tey, ið halda, at tað fíggjarliga er ein fyrimunur at fara til Danmarkar at lesa. Hetta er ikki beint. Til dømis er norðurlendsk samstarvsavtala gjørd, ið millum annað tryggjar

FJØLNIR

okt. 03

ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK-1620 København V tlf. 33 25 02 10 E-postur: mfs@mfs.fo E-postur: fjolnir@mfs.fo Blaðið verður sent øllum limum hjá MFS. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til

18 18

Lívligt kjak á Vertshúsinum Annika H. Joensen

4

Brævið til kommunurnar

6

Gongdin í málinum Katrin D. Apol

7

Heimflytingin má bíða Helena D. Højgaard

9

Betri kor til einligar uppihaldarar undir lestri Justinus Johannesen

10

Lestrarskuldin tung at bera Justinus Johannesen

11

Kostur og lesnaður Justinus Johannesen

12

Mentanarnáttin 2003 Helena D. Højgaard

13

Norðurlendsk mentanarháborg verður vígd Justinus Johannesen

14

Hugurin drívur verkið Katrin D. Apol

16

Danmark—Heimurin 90-15 Lív Patursson

18

eina av skrivstovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr. 100,-. Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Opið mikudag og fríggjadag kl. 16–18. Århus: Opið týsdag kl. 16-18. Bústaðurin er: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C. tlf. 86 13 18 61

Blaðstjórn Justinus Johannesen, blaðstjóri Katrin D. Apol, seting og uppkast Helena Højgaard Jóhan Pauli Helgason Øll e ru blaðbólkin.

vælkomin

í

Prent MFS í Keypmannahavn. Prentað 2003 Evstamark Tilfar til komandi blað skal vera blaðstjóranum í hendi í seinasta lagi 10. nov. 2003. Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

3


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Lestrarstevnan 2003

Lívligt kjak á Vertshúsinum Annika H. Joensen skrivar Árliga lestrarstevnan varð í ár hildin á Vertshúsinum í Havn. Dagurin var 24. juli, og m.a. valið av hølum boðaði frá einum vertsligum og hugnaligum tiltaki. Hetta er eisini eftirmetingin hjá MFS – nógv fólk var samankomið, kjakið gjørdist lívligt, og tyktist tað, sum bæði pallborðslimir og áhoyrarar vóru væl nøgd við kvøldið. Eingin endalig loysn varð funnin uppá teir trupulleikar, sum MFS metir ger seg galdandi fyri tey lesandi ídag, men hetta var neyvan væntað. Tó vórðu evnini, ið MFS hevði valt at taka upp, viðgjørd á sakligan hátt, og øll høvdu møguleikan at siga sína hugsan. Bæði MFS, áhoyrarar og pallborðslimir høvdu nógv upp á hjartað. Vælkomin Kvøldið byrjaði við, at Absalon Eysturoy, vegna MFS, bjóðaði vælkomin. Innleiðandi greiddi Elin Súsanna Jacobsen, ið dagliga starvast á Fróðskaparsetri Føroya, frá útbúgvingarmøguleikunum á Setrinum, umframt komandi

Fjølnir nr.2, Okt. 2003 sonevndar redaktións-fundir, har uppgávur verða býttar út, og seinni tilfar verður savnað. Tað er tó blaðstjórin, sum stendur við endaligu ábyrgdini av blaðnum, og er viðkomandi eisini løntur av somu orsøk. Síðani seinasta summar hevur eingin blaðstjóri verið, men nú er endiliga eydnast at fáa hendur á einum, ið hevur átikið sær starvið. Undir stjóraloysinum hevur blaðnevndin staðið við ábyrgdini av blaðnum. Hetta hevur verið á góðari leið, um enn blaðið ikki kann sigast at vera komið út eins regluliga og ynskiligt var. Tíverri fáa vit ikki nógv tilfar

aðrastaðni enn júst í Keypmannahavn. Tó eru lestrarstevnan og pisudagurin heima í Føroyum á hvørjum sumri undantøk. Tí hevði verið gott við fólki aðrastaðni frá í hesi nevndini, so útjaðarin slapp upp í part. Vit lata ikki fundarpening, men ferðaútreiðslur til longri ferðir verða endurgoldnar í samband við ráðs- og nevndarfund. Í seinasta eintaki av Fjølnir varð gjørt vart við, at um fólk hava hugskot til eitt tiltak, men ikki hava fíggjarligu orkuna til at skipa fyri, so er møguligt at venda sær til MFS-ráðið og søkja um neyðuga stuðulin. Um ráðið metir hugskotið vera gott, verður stuðul

uttanífrá, men noyðast at leita tað mesta fram sjálvi. Breiddin á blaðnum hevði sjálvandi verið nógv størri, um fleiri fólk vóru, sum skrivaðu í blaðnum. Hetta er tí ein áheitan á fólk um endiliga at senda okkum tilfar. Eisini ber til at senda tíðindaskriv um eitthvørt, sum fer fram og sum kann hava áhuga hjá okkara lesaraskara. Sjálvandi er eisini møguligt at sleppa sær við í blaðnevndina. Har er altíð tørvur á fólki! Um tú hevur orðið í tíni makt, ella dámar væl at stinga nøsina fram, so ert tú eitt heitt evni til blaðnevndina.

játtaður til at skipa fyri tiltakinum undir navni MFS. Teimum praktisku viðurskiftunum mást tú sjálv/ur standa fyri, men møguleiki er sjálvsagt altíð at biðja um eina hjálpandi hond ella góð ráð. Ert tú ein “festapa”, sosialt engagerað/ur og dámar væl at hava við fólk at gera, so mást tú sum skjótast gerast partur av trivnaðarnevndini.

setir mørk fyri, hvussu og hvar MFS kann marknaðarførast. So ert tú djørv/djarvur og nýhugsandi er hetta ein nevnd, har tú kanst royna títt flog. Skrivstovurnar MFS hevur í løtuni tvær skrivstovur í Danmark. Onnur er í Århus og hin í Keypmannahavn. Umframt pappírsarbeiði, bóking o.s.fr. so er endamálið við skrivstovunum eisini at ráðgeva um ymisk lestrarviðurskifti. Skrivstovan í Keypmannahavn er opin fýra tímar um vikuna og tann í Århus tveir tímar. Lestrarkunning Eitt av høvuðsøkjunum hjá MFS

Nógv fólk varð samankomið á Vertshúsinum til lestrarstevnuna

útbyggingini. Síðani prátaði Terji á Lakjuni frá Stuðulsstovninum um føroysku stuðulsskipanina, har hann legði dentin á batnaðu korini hjá føroyskum lesandi, serliga um samanborið verður við onnur lond. Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni greiddi næstur frá arbeiðnum hjá skrivstovuni. Nýskapandi tanki Fyrsta evnið, ið kjakast varð um, var, hvørt ein vegleiðing um størv og yrkisleiðir er neyðug í Føroyum. Holger Arnbjerg helt tað vera eitt gott hugskot og ein nýskapandi tanki at hava eina miðstøð fyri vegleiðing. Kjartan Kristiansen frá Menningarstovuni var ikki heilt samdur við Holger og setti veruligt lív í kjakið, m.a. tí at hann legði dent á, at føroysk lesandi vóru alt ov forkelaði. Hann helt tað ikki vera neyðugt hjá føroyskum myndugleikum at borðreiða við bústaði, starvi og einum skræddaraseymaðum lívi, tá liðugt útbúni føroyingurin kemur heim aftur á klettarnar. Tvørturímóti helt hann, at tey lesandi eiga at fáa hetta til vega av egnum vilja Absalon Eysturoy bjóðaði vælkomin vegna MFS

og orku, tí at føroyska samfelagið hevur tørv á nýskapandi kreftum. Hesum var Høgni Hoydal, løgmálaráðharri, samdur í. Samstundis metti Høgni tað vera av stórum týdningi at hava ein stovn, ið ger tað møguligt at byggja upp eina útbúgving, serliga tí at útbúgvingarpolitikkur í roynd og veru ikki er høgt raðfestur á tingi. Eftir hetta var steðgur, og Eivør Pálsdóttir undirhelt við sínum sera góða tónleiki. Stórur trupuleiki Barnaansingarmálið hevur verið eitt av hjartamálið hjá MFS í longri tíð, og tí var tað av stórum týdningi at koma so tætt at eini loysn sum møguligt hetta kvøldið. Hallbera West legði, sum umboð fyri MFS, út við at greiða frá um málið og um hugsanina hjá MFS hesum viðvíkjandi. Kristina Háfoss segði seg hava royndir av hesum trupulleikum sum nýbakað mamma og var samd við Hallberu um, at trupulleikin er sera stórur hjá teimum lesandi at fáa ansingarpláss, tá tey koma heim aftur at búgva. MFS hevur leingi arbeitt fyri at gera tað møguligt 4

Trivnaðarnevndin Sjálvsagda málið hjá hesi nevnd er at betra um trivnaðin millum tey lesandi. Hetta verður vanliga gjørt við at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag so sum veitslu, dansi, cafékvøldum, kjakfundum, fyrilestrum o.s.fr. Av tí at flestu ráðslimirnir og harvið nevndarlimirnir eru búsitandi í Keypmannahavn, er tað av praktiskum ávum ikki so lætt at skipa fyri tiltøkum

KT-nevndin Kunningartøkni er lyklaorðið hjá hesi illa mannaðu nevndini. Heimasíðan er sjálvandi hjartamál nevndarinnar, og arbeitt verður við at finna fólk til nýggjan av hesi. Ert tú teldu-freak, hevur skapandi evni ella rætt og slætt hugflog til tílíkt arbeiði, so er KT-nevndin júst staðið fyri teg. Marknaðarføringsnevndin Aðalmálið hjá hesi (í løtuni lítlu) nevndini er at fáa MFS fram millum fólk – at gera vart við okkum sjálvi. Einans hugflogið

sum felagsskapi er eisini vegleiða komandi lesandi, og

at

verður stórur dentur lagdur í hetta arbeiðið. Í hesum arbeiðinum liggur m.a. lestrarkunning á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum, har umboð fyri MFS greiða frá ymsum viðkomandi viðurskiftum. Har afturat er blaðið Pisan, sum kemur út eina ferð árliga, har fokus eisini verður sett á lestrarviðurskifti serliga uttanlands. Við sama endamáli skipa vit í august á hvørjum ári fyri einum sonevndum pisufundi. Eisini skipar MFS fyri eini árligari lestrarstevnu heima í Føroyum, sum tú kanst lesa um aðra staðni í blaðnum. Vónandi hevur tú nú fingið eina størri vitan um MFS, og um dagliga virki hjá felagnum. Allir limir eru, sum sagt, altíð vælkomnir at koma sær upp í eina av nevndum okkara.

17


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Ráðs– og nevndararbeiði í MFS

Tá barnaansingarmálið varð umrøtt, sótu Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Heðin Mortensen við pallborðið

Hugurin drívur verkið Katrin D. Apol skrivar

Í seinastu útgávu av Fjølnir varð í oddagreinini fílst á, at áhugin fyri ráðs- og nevndararbeiði í MFS er so avmarkaður. Eftir áheitan frá einum limi verður her greitt frá, hvat hetta arbeiðið fevnir um. Arbeiðið í einum felagsskapi sum MFS byggir fyrst og fremst á idealismu. Eina idealismu um, at tað ber til at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi úti og heima. Fyri at siga

tað, sum tað er, so er tað hugurin, ið drívur verkið, tí arbeiðið í MFS er sjálvboðið og í størstan mun ólønt. Endamálið Í lógini hjá felagnum stendur í kap. I, § 2 : “Endamál felagsins er at skipa allar føroyingar, ið eru undir hægri útbúgving bæði uttanlands og í Føroyum eins og føroyingar, ið eru í læru uttanlands, í ein felagsskap og røkja áhugamál teirra”. MFS er sambindingarliður ella samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum. Í meira enn 40 ár hevur felagið rikið ein miðvísan studentapolitik, sum bæði hevur snúð seg um reint politisk mál og praktiskar limatænastur. Bygnaðurin MFS er ein sonevndur “paraplyfelagsskapur” undir LFÚ, men er sum so ikki knýttur at honum. Felagið er á føroysku fíggjarlógini og fær eina árliga játtan á 200.000 kr. Hægsti myndugleiki er ráðið, sum er sett saman av upp til 11 ráðslimum. Ráðið er, eins og onnur líknandi

feløg, skipað við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Ráðið virkar sum savningardepil fyri arbeiðið í undirnevndunum og hevur ein ráðsfund um mánaðin, har uppskot og arbeiði hjá nevndunum verða viðgjørd. Nevndirnar Sum so er einki til hindurs fyri, at seta á stovn eina og hvørja nevnd undir ráðnum. Sjálvsagt skal endamálið tó vera til frama fyri

tey lesandi. Eisini er tað ein treyt, at ein ráðslimur skal vera formaður í hvørjari nevnd og sostatt standa til svars fyri restini av ráðnum viðvíkjandi arbeiðinum í einstøku nevndunum. Allir limir felagsins eru sjálvsagt vælkomnir at luttaka í nevndararbeiðinum, eins og teir eru vælkomnir at stilla upp til ráðsval, ið fer fram á ársaðalfundi felagsins í februar. Í løtuni eru hesar nevndir virknar: GÚnevndin, Blaðnevndin, Trivnaðarnevndin, KT-nevndin og Marknaðarføringsnevndin. GÚ-nevndin Styttingin GÚ stendur fyri gransking og útbúgving, og sum navnið tí ber boð um, arbeiðir Granskingar- og útbúgvingarnevndin við granskingar- og útbúgvingarpolitikki, ið viðvíkir føroyskum lesandi í útlondum og á hægri lærustovnum í Føroyum tvs. á Fróðskaparsetrinum. Nevndin arbeiðir tískil fyrst og fremst við teimum politisku málunum, ið MFS viðgerð, tó verða onnur viðkomandi mál eisini viðgjørd.

Í løtuni eru serliga tvey mál, sum arbeitt verður við í hesi nevndini. Tey eru 1) Barnsburðarfarloyvisskipan fyri lesandi í Føroyum og 2) Barnaansingarmálið. Fyrra málið snýr seg um, at fáa sett á stovn eina skipan, sum veitir lesandi í Føroyum barnsburðarfarloyvi. Sum er, er hesin bólkur hin einasti í føroyska samfelagnum, sum ikki eigur henda sjálvsagda rætt, men MFS hevur nú fingið boð um, at skipanin verður sett í gildi í

næstum. Seinna málið snýr seg um, at arbeitt verður fyri, at útisetar skulu kunnu skriva børn síni á bíðilista í Føroyum, sjálvt um tey ikki eru búsitandi har heima. Á henda hátt gerst flytingin til Føroya lættari eftir loknan lesnað. Onnur mál, sum GÚ-nevndin hevur tykist við, eru m.a. avtalan við Vinnuhúsið og at fáa broytt reglugerðina viðvíkjandi fullari skattskyldu í Føroyum. Arbeiðið hjá MFS við fullu skattskylduni hevði við sær, at nakrar avmarkingar vórðu tiknar burtur, soleiðis at fólk nú kunnu skifta útbúgving ella taka nýggja útbúgving uttan at missa rættin til fulla skattskyldu í Føroyum. Hevur tú ein lítlan politikara í tær, ert “rebellur av rang”, dámar tær væl at kjakast, ella hevur tú áhuga fyri granskingarog útbúgvingarpolitikki sum heild, so er ikki at bíða, tí dyrnar inn í GÚ-nevndina standa víðopnar fyri tær. Blaðnevndin Uppgávan hjá hesi nevndini er at arbeiða við útgávu av limablaðnum Fjølnir. Nevndin heldur 16

hjá lesandi at skriva seg upp á bíðilista til ansingarpláss, hóast tey eru búsitandi uttanlanda, men hevur enn ikki eydnast. Heðin Mortensen frá Tórshavnar Býráði var samdur í, at barnaansingin er ein stórur trupulleiki, serliga í miðstaðarøkinum. Heðin

sindur ov optimistiskt, og bæði áhoyrarar og hinir pallborðslimirnir høvdu ilt við at taka hesi lyfti fyri fult.

Heitt kjak Mortensen bleiv satt at siga álopin av øllum pørtum, so kjakið gjørdist heitt. MFS vildi hava greitt svar uppá, hví útisetar undir lesnaði ikki kunnu skriva seg upp á bíðilistarnar, og støðan varð samanborin við bíðilistarnar til grundstykki, har møguleikin hjá lesandi útisetum at skriva seg upp á listarnar er til staðar. Hetta kundi Heðin Mortensen ikki rættiliga svara uppá, men hann segði seg harafturímóti kunna tryggja, at allur ansingartørvurin verður nøktaður í 2004, tvs. komandi ár. Barnaansingin verður høgt raðfest á fíggjarætlanini, og tískil verður eingin ansingartrupulleiki, heldur ikki hjá teimum lesandi. Hetta tyktisk eitt

Gransking Seinasta evnið á skránni var gransking í Føroyum, við serligum atliti at møguleikum og umstøðuni hesum viðvíkjandi. Bárður A. Niclasen greiddi frá sínari PHDgransking á náttúruvísindaligu deildini á Fróðskaparsetrinum. Hann segði Føroyar vera bæði avbjóðandi og krevjandi, sum eitt lítið granskingarøki, og av tí sama er lítil samskipan á økinum. Hetta ger eisini, at fakliga sambandið við onnur er ógvuliga lítið. Av tí at viðgerin av undanfarnu evnum gjørdist rættiliga drúgv, varð liðið seint út á kvøldið, áðrenn Bárður slapp framat. Hetta hevði við sær, at rættiliga nógv fólk vóru farin, og tí kom einki veruligt kjak burturúr granskingarmálinum, hóast tað bæði er áhugavert og viðkomandi.

Eftir at hesin parturin av kjakinum var liðugur, var steðgur, og Rakel Helmsdal las upp stuttsøgu.

Betri kor Samanumtikið kann sigast, at hetta gjørdist eitt sera væl eydnað tiltak. Kvøldið gjørdist tó í so drúgvt, og av tí sama fóru nógv fólk, áðrenn tiltakið var liðugt. Hóast ongar loysnir komu fram á stevnuni, so vórðu mál og trupulleikar viðgjørdir, ið hava serliga stóran týdning fyri føroysk lesandi. Tað er fyrst og fremst tað, ið ætlanin er við árligu lestrarstevnuni hjá MFS: at gera myndugleikar og onnur varug við støðuna hjá føroyingum undir útbúgving, at kjakast um teir galdandi trupulleikarnar, fyri at betra um umstøðurnar hjá føroyskum lesandi.

Eivør Pálsdóttir endaði kvøldið við enn einum umfari av tónleiki. Eivør Pálsdóttir setti prikkin yvir i´ið við sangi og guitarspæli á væleydnaðu lestrarstevnuni

5


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Barnaansingarmálið

Brævið til kommunurnar o.o. Keypmannahavn 8. mars 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Stílurin er varðveittur frá gamla pakkhúsinum. Myndin er tikin í mai í ár, tá skipað varð fyri rundvísing á Bryggen

Til rætta viðkomandi

Hví kunnu føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir í útbúgvingarørindum uttanlanda, ikki skriva seg uppá bíðilista til barnaansing í Føroyum? Nógvir føroyingar fara á hvørjum ári úr Føroyum og burtur í onnur lond at nema sær útbúgving. Størsti parturin av hesum leitar sær til Danmarkar. Her skal leggjast afturat, at tað í flestu førum er neyðugt hjá teimum ungu at fara uttanlanda at nema sær útbúgving, tí at hesir møguleikar ikki eru til staðar í føroyska samfelagnum. Ynskið hjá landinum eigur sjálvsagt at vera at fáa alt tað útbúna fólkið heim aftur til Føroya, tí samfelagið hevur brúk fyri teimum! Sostatt kann tað metast vera ein íløga í føroyska samfelagið at fáa fólk at venda heim – ein íløga, sum ikki eigur at verða gloymd. At hetta eisini er ynskið hjá føroysku mynduleikunum, sæst m.a. við at lesandi á hvørjum ári fáa tillutað pening til ein ferðaseðil til Føroya. Hetta fyri at varðveita sambandið við heimlandið. Nógvir, fyri ikki at siga flestu, føroyingar ynskja at venda aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, men trupulleikar við m.a. væntandi barnaansing og trupla bústaðarstøðan gera, at nógv halda seg aftur. Tíverri hava vit ikki nøkur hagtøl, sum kunnu vátta hetta, men hetta er nakað sum MFS kennir fleiri dømi um frá fyrrv. limum. Her skal leggjast afturat, at MFS, sum einasti miðil hjá teimum lesandi uttanlanda, hevur bestu føling við, hvat rørir seg millum tey lesandi uttanlanda. Her skal somuleiðis vísast á, at tað ber til hjá føroyingum undir útbúgving uttanlanda at skriva seg upp á bíðilista til grundstykki. Hví er tað so ikki gjørligt hjá fyribils útisetum at skriva børnini á bíðilista til barnaansing? Hvat varð so av hesi íløguni í útisetarnar? Um fortreytirnar í Føroyum ikki eru í lagi, so er ikki gjørligt at náa málsetninginum um, at fáa føroyingar at venda heim aftur eftir loknan lestur. Samstundis sum hetta er ein áheitan um at gera umstøðurnar hjá útisetum betri í Føroyum, so er hetta eisini ein ávaring um at taka hendan trupulleika í álvara. Tað sigur seg sjálvt, at um umstøðurnar uttanlanda eru nógv betur, so er tað sera skjótt, at heimflytingin til Føroya verður útsett og í ringasta føri ongantíð verður veruleiki. Sum bíðilistarnir eru í dag eitt nú í Havnini, eru útlitini ikki serliga góð fyri nýútbúna føroyingin. Tá hann ikki fær børnini ansaði, sleppur hann als ikki at gagnnýta nývunna tittulin, men má í staðin ganga heima. Tað kann tískil ganga rúm tíð, áðrenn viðkomandi sleppur út á arbeiðsmarknaðin – og hvat vinnur landið so? Tað tykist løgið, og í veruleikanum ikki sørt sjálvmótsigandi, at rætturin til uppskriving til ansingarpláss ikki er sjálvsagdur eins og við grundstykkjunum. Í øllum førum er tað ein sannroynd, at nógv setast aftur, og í staðin velja at taka av einum arbeiðstilboði í útlandinum, har børnini sleppa á ansingarstovn. Skjótt festa fólkini røtur, og kanska venda tey ongantíð heim aftur. Hvat fekst so burturúr íløguni í gløgga heilan, sum fekk fría ferð heim á hvørjum ári í eini 5-6 ár? Tað kann ikki vera rætt, at viðurskiftini hjá teimum lesandi uttanlanda skulu vera so nógv verri enn hjá teimum, sum eru búsitandi í Føroyum. MFS heitir tí á kommunurnar í Føroyum um at broyta verandi reglugerð, soleiðis at barnafamiljur uttanlanda, sum eru fyribils burturstaddar í lestrarørindum, kunnu skriva seg uppá bíðilista til ansingarpláss eins og barnafamiljur í Føroyum. MFS hevur sent hetta skriv til tær størstu bústaðarkommunurnar í Føroyum og til landstýrismannin í kommunumálum. MFS vil gjarna vera við í arbeiðnum at fyrireika hesar broytingar. Tit eru tískil vælkomin til at venda tykkum til MFS í hesum sambandi.

hædd, sum hava ymisk sermerki, ið eyðkenna londini. Útsýnið frá bygninginum er eisini frálíkt. Bygningurin, sum er 100 metur langur og 12 m. breiður, er eftir øllum at døma ikki tað seinasta, hetta samarbeiðið fer at hava við sær. Longu nú er nevndin farin undir at fyrireika møguliga byggjan av felags norðurlendskari kirkju og lestraríbúðum. Í nevndini fyri Bryggen sita: Vígdis

Finnbogadóttir, formaður, Marjun Hanusardóttur, næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Gudmund Árnason, Nils Bernstein, Kaj Elkrog, Søren HaslundChristensen og Kaj Kleist. Nógv áhugavert Vikuskiftið 29. og 30. novembur fær almennigurin á fyrsta sinni møguleika at vitja Bryggen, og ymiskt spennandi verður tá á skránni. M.a. verður føroyskur,

íslendskur og grønlandskur tónleikur og sangur, umframt fleiri spennandi framsýningar, har heili 21 norðurlendsk listafólk luttaka. Eisini verður møguleiki fyri at fáa ein rundtúr í húsinum, har greitt verður frá hesum søguliga bygningi.

Um Bryggen Frá 1763 til 1970 helt Kgl. Grønlandski Handilin til í bygninginum. Told- og Skat ráddi síðani yvir bygninginum fram til 1992. Seinast hava Dansk Polar Universitet hildið á staðnum.

Center

og

Københavns

Grønland, Føroyar og Ísland hava goldið tilsamans 60 milliónir av kostnaðinum. 20 milliónir eru gáva úr einum grunni hjá A.P. Møller –Mærsk. Bygningin hava londini fingið ókeypis frá danska statinum.

Vinarliga vegna MFS Hallbera West, ráðslimur og Katrin D. Apol, forkvinna í MFS

Morten Melgaard virkar sum dagligur leiðari á norðuratlantisku Bryggjuni

6

15


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Bryggen

Barnaansingarmálið

Justinus Johannesen skrivar

Katrin D. Apol skrivar

Norðurlendsk mentanarháborg verður vígd

Gongdin í málinum Hví kunnu føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir í útbúgvingarørindum uttanlanda ikki skriva seg upp á bíðilista í Føroyum? Henda spurning setti MFS Katriní vár í skrivi til tær stóru kommunurnar í Føroyum, viðkomandi ráðini (stýrini) og seinni eisini til kommunufeløgini. Misjavnt er, hvussu uppskotið er móttikið. Her ber til at fylgja gongdini í málinum higartil: 08.03.03 – Fyrsta skrivið frá MFS verður sent Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Vágs og Fuglafjarðar Kommunu umframt landsstýrismanninum í kommunumálum. 14.03.03 – Runavíkar Kommuna sendir MFS skriv um, at nærri frættist, tá málið er viðgjørt.

Hóskvøldið 27.novembur kl. 18.00 verður norðurlendska mentunarháborgin Den Nordatlantiske Brygge, í fólkamunni rópt Bryggen, tikin í nýtslu. Bryggen liggur á Strandgade 100 í Keypmannahavn. Bryggen er bygd í samráð millum Danmark, Føroyar, Grønland og Ísland. Kostnaðurin, nú húsið er liðugt, er umleið 80 milliónir. Sjálvan bygningin hevur danski staturin latið ókeypis. Den Nordatlantiske Brygge fer at hýsa føroysku og grønlendsku viðskiftastovunum og íslendsku sendistovuni. Eisini verður stórur lestrarsalur og matstovan, Noma, sum kendi danski kokkurin, Klaus Meyer, skal standa fyri.

Drívmegin Vígdis Til hátíðarhaldið hóskvøldið tann 27. novembur, sum bert er fyri innbodnum, verða millum onnur drotning Margretha, íslendski forsætisráðharrin, Annfinn Kalsberg, løgmaður, grønlendski landstingsformaðurin og ikki minst kvinnan, ið fram um onnur hevur verið drívmegin aftanfyri hesa megnar verkætlan, Vígdis Finnbogadóttir. ”Hjá mær er tað ein gamal dreymur, sum verður veruleiki, tá Bryggen letur dyrnar upp. Húsið skal verða karmur um samarbeiði landanna millum, har nútíð, framtíð, mentan, lærdómur og ídnaður skulu verða tær berandi kreftirnar,” sigur Vígdis Finnbogadóttir, sum eisini er

nevndarformaður. Hon vil tó ikki gera nakrar viðmerkingar til, um hvørt hon heldur, at Bryggen fer at hava við sær, at meira gongd fer at koma á samarbeiði um sjálvstýrið hjá føroyingum og grønlendingum. Vala verk Bryggen er upprunaliga bygd sum handilshús í 1700-talinum, men er nú umvæld av vala handverkarum. Tey upprunaligu gólvini eru varðveitt eins og berandi bjálkarnir. Á ovastu hædd verður eitt stórt framsýningarhøli, sum m.a. kann nýtast til listaframsýningar og stórar fundir av ymiskum slag. Tey trý londini, Føroyar, Grønland og Ísland, ráða yvir hvør síni 14

17.03.03 – Løgmálaráðið sendir MFS skriv um, at dagstovna- og dagrøktarøkið eru viðurskifti undir kommununum, men at tað er landsstýrismaðurin í almannamálum, ið umsitir lógina um dagstovnar og dagrøkt. Løgmálaráðið hevur tískil sent skrivið frá MFS víðari til Almannaráðið sum rætta myndugleika. (Her er helst hent eitt mistak av onkrum slag, tí svar kom seinni frá Familju- og Heilsumálaráðnum og ikki frá Almannaráðnum!!!) 20.03.03 – Klaksvíkar Kommuna sendir MFS skriv, har boðað verður frá, at málið skal viðgerast á fundi tann 9. apríl og aftur tann 29. apríl. MFS frættir nærri eftir hetta. 27.03.03 – Familju- og Heilsumálaráðið sendir MFS skriv um, at dagstovna- og dagrøktarøkið verður umsitið av kommununum, og at eingin forðing er í løgtingslógini fyri, at kommunurnar hvør sær gera broytingar í upptøkureglunum

viðvíkjandi bíðilista til barnaansing. Sambært lógini eru tað sostatt einstøku kommunurnar, ið gera upptøkureglurnar, men at hesar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.Sigmund Familju- og Heilsumálaráðið mælir MFS til at leggja fyrispurningin fyri Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. (Løgmálaráðið segði seg senda skrivið frá MFS víðari til Almannamálaráðið, men hevur helst í staðin sent tað til Familjuog Heilsumálaráðið, haðani hetta svarið kemur; sí omanfyri. Ógreitt hví so er.) 31.03.03 ­– Fuglafjarðar Kommuna sendir MFS skriv um, at málið er viðgjørt í Mentamálanevndini hjá kommununi tann 26. mars. Nevndin varð samd um, at eingin reglugerð finst fyri barnaansingina í kommununi, sum forðar útisetum (og øðrum) at skriva børn á bíðilista har. Annars verður víst á, at eingin bíðilisti er, og at tørvurin tískil verður nøktaður. 20.05.03 – Tórshavnar Kommuna sendir MFS skriv um, at Mentamálanevndin á fundi tann 7. mai samtykti at mæla frá at broyta upptøkureglurnar til ansingarstovnar í kommununi. Eisini verður víst á, at kommunan í verandi valskeiði hevur sum mál at nøkta ansingartørvin og tískil fer kommunan at veita ansingartrygd – eisini til tey, sum flyta til kommununa. 06.06.03 – MFS sendir rykkjara eftir svari til Klaksvíkar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Vágs Kommunu og Tvøroyrar Kommunu. 11.06.03 – Tvøroyrar Kommuna sendir MFS skriv um, at kommunan als einki hevur ímóti at føroyingar uttanlands skriva børnini á bíðilista í kommununi. Annars verður víst á, at tørvurin verður nøktaður, og at eingin bíðilisti er.

18.06.03 – MFS sendir Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag sama skriv, sum sent varð kommununum í Katrin Katrin mars mánaði. 20.06.03 – Klaksvíkar Kommuna sendir MFS skriv um, at málið er viðgjørt á fundi í Sosialu Nevnd tann 23.apríl. Samtykt varð at heita á Sosialu Deild um at gera eittt uppskot til broyting í upptøkureglunum fyri barnaansingina. MFS frættir nærri, tá arbeiðið er gjørt. 21.07.03 – Kommunusamskipan Føroya, KSF, sendir skriv til MFS, har víst verður á, at eingin felags upptøkureglugerð er fyri limakommunurnar í KSF. Heldur ikki eru reglurnar einsljóðandi í teim ymsu kommununum. KSF hevur verið í samband við limakommunurnar og vísir á, at Runavíkar- og Vágs Kommuna hava viðgjørt fyrispurningin frá MFS, og avgjørt varð, at børn hjá føroyingum í lestrarørindum uttanlands kunnu verða skrivað á bíðilista 6 mðr. áðrenn tey flyta heim. Hetta svarar til longdina á einum barnsburðarfarloyvi, og skuldi tann lesandi tí verið eins væl fyri og føroyingar búsitandi í Føroyum. 24.07.03 – MFS skipar fyri lestrarstevnu á Vertshúsinum í Havn, har eitt av málunum, ið verður tikið upp, er barnaansingartrupulleikin. Í pallborðinum sita Høgni Hoydal, virkandi mentamálaráðharri, Heðin Mortensen, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð og Kristina Háfoss, nýútbúgvin mamma og løgtingskvinna. Aðra staðni í blaðnum kann lesast meira um lestrarstevnuna. Sjálvandi eru vit í MFS glað fyri, at nakrar av kommununum taka tey lesandi uttanlands í álvara og 7


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

loyva teimum at skriva børnini á bíðilista í kommununi. Komið er tó ikki á mál, fyrr enn allar kommunurnar broyta reglugerðina fyri upptøku á bíðilista. Ongar sersømdir Málið hjá MFS er als ikki at skapa sersømdir fyri lesandi útisetarnar, men einans at virka fyri, at teir verða javnsettir við aðrar føroyingar, sum hava valt at gera íløgu í samfelagið á annan hátt, ið ikki hevur sum fortreyt, at tú flytir av landinum. Sjálvsagt er tað eitt persónligt val at flyta av landinum, men samstundis er tað ein íløga fyri

framtíðina hjá føroyska samfelagnum. Tí átti tað at verið sjálvsagt, at fyribils útisetar vórðu javnsettir við aðrar føroyingar búsitandi í Føroyum. Hesa javnseting uppnáddi MFS partvís, tá tað í 1992 gjørdist møguligt hjá lesandi útisetum at greiða atkvøðu til løgtingsval í Føroyum. Hetta má eisini síggjast sum eitt tekin um, at áhugi er í at fáa útbúna fólkið heim aftur á klettarnar. Talan er møguliga í løtuni einamest um eitt prinsippmál, av tí at trupulleikin viðvíkjandi barnaansingini er um at vera burtur. Skjótt kann tó ganga hin

vegin aftur, og sami tørvur uppstendur. Málið verður tískil ikki slept, hóast Tórshavnar Kommuna, sum hin einasta higartil, hevur vent teim lesandi útisetunum bakið.

 

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Mentanarnáttin 10. oktober 2003 Helena D. Højgaard skrivar

Fríggjakvøldið 10. oktober var mentanarnátt í Keypmannahavn. Millum mongu tiltøkini, sum býurin beyð býarbúgvum hetta kvøld, vóru eisini fleiri tiltøk inni í Føroyahúsinum, sum MFS og Føroyahúsið í samstarvi skipaðu fyri. Uttan at taka munnin ov fullan, kann sigast, at hetta samstarv var soleiðis skipað, at vitjandi í Føroyahúsinum hetta kvøldið høvdu møguleikan at fáa allar sansir stimbraðar. Matur sum t.d. turrur fiskur, spik og epli kundu njótast afturvið einari føroyskar bjór, meðan ein lurtaði eftir kórsangi frá Mpiri ella kvinnukórinum Brosi á stovuhæddini. Var man meira til instrumentalan tónleik, var gjørligt at leita sær uppá loft, har brøðurnir Jens og Arnbjørn Jakobsen, sum í tónleikahøpi nevna seg Jakobs, spældu guitar og sungu.

MFS limur hugsar: ”Skal eg boða MFS frá, tá eg skifti bústað? ” MFS svarar: ” JA JA JA JA JA JA... ”

8

Simonsen, ið øll lesa Film- og Medievidenskab í Keypmannahavn, vóru sýndir á loftinum. Niðri í stovuhæddini vóru myndir og ljóð eisini samansjóðað, tá Bjarni Sørensen kvøddi Grindavísuna, samstundis sum skemtitekningarnar hjá Óla P. vórðu sýndar sum ljósmyndir. Eftir hetta las Martin Fjallstein yrkingar upp eftir Christian Matras, og dansifelagið Fótatraðk fram-førdi ymisk føroysk dansispøl og kvæði. Leiddist ein av at vera áskoðari og áhoyrari, beyð høvi seg eisini til at vera virkin luttakari undir felagssanginum, ið Ian Onghamar, Jan Petersen og sjálvur Simmi stuðlaðu við ymsum ljóðførum. Meðan sungið varð, kundi ein so hvíla eyguni á Svein Sørensen, sum sat og spann og karðaði.

Var man meira til tað visuella, skríddu ikki minni enn tvær listasýningar veggirnar í húsinum. Í stovuhæddini hingu myndir hjá Brandi Patursson, meðan Harry Knudsen sýndi nýggjar málningar fram á loftinum, eins og Gunnhild Mørkøre sýndi klædnapløgg fram, sum hon hevði tilvirkað í samband við læru sína til klædnasniðgeva.

Trongdi ein tó til nakað av hvíld ella bara ynskti eina løtu av vælveru, møguliga eftir ein longri gongutúr gjøgnum gøturnar í kvøldsins mentaða býi, so kundi ein leita sær uppá loft og har fyrst kasta skógvar og hosur og síðani seg sjálvan á bríkina hjá Anju Joensen, zoneterapeuti, sum við førleika og fegni fekk blóðið at ferðast frítt frá føtrunum aftur.

Eisini livandi myndir høvdu sítt pláss hetta kvøld, tá fleiri stuttfilmir eftir ávíkavist Katrin D. Apol, Gudmund Helmsdal og Martin N.

Hinvegin vóru tað ikki føturnar, men kanska meiri afturparturin, sum hevði verið mest strongdur gjøgnum kvøldið, so fanst eisini bati á

hesum, tá Fótatraðk móti endanum á kvøldinum beyð øllum gestum og vitjandi uppí ringin - eitt tilboð, sum nógv tóku av. Samanumtikið var talan um eitt fjølbroytt kvøld, har sigast kann, at pláss var fyri tí mesta. At kvøldið eisini var hugnaligt og væleydnað, sást á teimum nógvu gestunum, sum støðgaðu á gólvinum í bæði stytri, men serliga longri tíðarbil. Eg fari vegna MFS at takka øllum, sum vóru við at gera hetta kvøld hugnaligt. Serliga vil eg tó takka teimum, sum góvu sær stundir at luttaka og skapa kvøldið.

Mentanarnátt Fyrsta mentanarnáttin í Keypmannahavn varð hildin tann 15. okt. í 1993. Tá vóru 45 luttakarar á skránni. Tiltakið hevur síðani ment seg nógv, og í fjør luttóku fleiri enn 300 stovnar. Sambært www.kulturnatten.dk er endamálið við mentanarnáttini : “ at stimulere den kulturelle nysgerrighed og oplevelsesevne hos børn og voksne, og meget gerne sammen”. Málið er at mentanarstovnarnir skulu røkka einum málbólki, ið vanliga ikki eru sonevndir “mentanarnýtarar”. Á mentanarnáttini hava stovnar møguleika at sýna evni og hugflog, og Keypmannahavn hevur møguleika at vísa andlit sum mentanarbýur.

13


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Kostur og lesnaður Justinus Johannesen skrivar

Rætta føðin gevur betri minni Ov nógv kaffi sløvar heilan Ein kanning, sum Odense Universitet nýliga hevur gjørt, vísir, at rættur kostur, svøvnur og kropslig venjing er heilt avgerðandi fyri, at tey lesandi fáa neyðuga yvirskotið, sum skal til fyri at kunna lesa allan dagin og ikki minst skilja tað, tey lesa. Kanningin vísir t.d., at kaffi gevur orku, og at smáar nøgdir av koffein klára heilan. Hóskandi nøgdir av kaffi hava við sær betri og skjótari hugsunarevni, samstundis sum tú orkar betri at halda á við uppgávunum. Tó alt við hóvsemi. Ov stórar nøgdir av kaffi kunnu eisini hava við sær, at tey lesandi gerast rastleys, snarsint, og í ávísum førum virkar ov nógv kaffi sløvandi. Kanningin vísir, at ein koppur um morgunin og ein uml. kl. tvey seinnapartin er ríkiligt til at geva heilanum neyðugu orkuna.

jarðnøtum um dagin, fær heilin tvey milligram av evninum spor, sum ger, at hann arbeiðir nógv skjótari. Eisini zink er sera avgerandi fyri, at heilin virkar til fulnar. Eitt lítið undirskot av zink hevur við sær, at minnið verður nógv verri, samstundis sum bindindini eisini vikna munandi. Zink fæst best við at eta fisk ella skeljadjór sum eitt nú jákupskeljar.

Barnaansingarmálið

Heimflytingin má bíða! Helena D. Højgaard skrivar

”Um støðan viðvíkjandi barnaansing ikki broytist, so bíði eg til dóttirin kemur í skúlaaldur. Tá kann eg vera vísur í, at vit kunnu fáa ein regluligan og samanhangandi gerandisdag. Eg havi ikki hug at fara heim til Føroya og fara í farloyvi í eitt ár ella meira, áðrenn eg kann koma til arbeiðis aftur. Eg ynski heldur ikki at belasta míni nærmastu í longri tíð, bert fyri at eg skal kunna koma heim.”

Einki slikk Fiti sløvar heilan, meðan protein hava øvugta ávirkan. Er ynskið at halda heilan kláran, skal tú tí halda teg burtur frá slikki, køkum, ísi, rís og pasta. Í staðin eigur tú at eta fisk, kalkun, skeljadjór, súrmjólk og soltið oksakjøt.

Á leið soleiðis sigur ein føroyskur pápi búsitandi í Danmark, tá prátið fellur á spurningin um at flyta heim aftur til Føroya. Maðurin, sum ikki ynskir verða nevndur við navni, hevur eftir loknan lesnað arbeitt í Danmark tey seinastu árini. Hann sigur, at orsøkin til, at hann enn ikki er fluttur heim, ikki er tann, at hann ikki ynskir at flyta heim. Serstakliga eftir at hann er vorðin pápi, er ynskið um aftur at búgva í Føroyum vorðið sterkari. Hinvegin sigur hann seg kanska ikki teljast millum teirra, sum fyri ein og hvønn prís skulu aftur til Føroya. Í øllum førum hevur hann ikki hug at flyta heim, so leingi sum hann veit seg flyta heim til eina óvissu, hvat viðvíkir ansing av dóttrini.

Frukt og grønmeti Kanningin slær eisini fast, at grønmeti, frukt, nøtir, súrepli, drúvur og fersknir fáa heilan at arbeiða meira støðugt. Við bert at eta eitt súrepli og 100 gr. av

- Eg kenni javnaldrar við børnum, sum eru fluttir heim, men tað tykist, sum um barnaansingarstøðan í nógvum førum fullkomiliga er tengd at tilvildini, um hvørt ein kennir onkran, sum

12 12

kennir onkran. At flyta er í sær sjálvum eitt stórt stig, og við einum barni er ikki eins stór rúmd fyri tilvild, sum tá ein bert hevur seg sjálvan at taka sær av. Sum eisini stendur at lesa aðra staðni í blaðnum, hevur MFS seinastu tíðina arbeitt við at fáa kommunalar politikarar at broyta reglugerðirnar fyri uppskriving á barnaansingarbíðilistarnar, soleiðis at føroyingar í lestrarørindum uttanlanda eisini kunnu skriva børnini á bíðilista. Tá MFS fyrr í ár skipaði fyri lestrarstevnu í Føroyum, varð millum annað kjakast um hesar reglugerðir. Við á fundinum og íðin í kjakinum vóru millum onnur Heðin Mortensen býráðspolitikari í Tórshavn, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal landspolitikarar úr Tjóðveldisflokkinum. Hvør í sínum lag ásannaðu tey, at barnaansingarbíðilistarnir vóru ein trupulleiki og hetta serliga í Tórshavn. Í felag vóru tey tó eisini samd um, at trupulleikin ikki var nóg stórur til, at hann helt nøkrum útisetum, sum veruliga ynsktu at flyta heim, aftur. Sostatt vóru tey ímóti ynskinum hjá MFS um at broyta áður nevndu reglugerðir. Heðin Mortensen avvísti broytingunum, tí hann metti tær verða óneyðugar, tá nú barnaansingartrupulleikin fór at hvørva tey komandi tvey- trý árini. Høgni Hoydal tók undir við Heðini og metti somuleiðis, at tørvurin á broytingunum fór at vera passé,

men skoytti samstundis uppí, at tað tyktist honum órímiligt, at útisetar skuldu vænta sær at flyta heim til at kalla búgvið borð. Tað má vera ábyrgdin hjá tí einstaka at finna og skapa sær eitt pláss í tí føroyska samfelagnum. Um tað er órímiligt av útisetum at ynskja at seta børnini á barnaansingarbíðilista eina tíð undan ætlaðu heimflytingini, kann verða upp til tann einstaka at meta um. Ein kann tó spyrja um, hvørt samfelagið ikki hevur eina ábyrd, og vv. hesum ítøkiliga málinum ikki minst hevur møguleika at skapa nakar karmar og fyritreytir til teir nýútbúnu føroyingarnar, sum umframt barnaansingartrupulleikan eisini hava arbeiðs- og búðstaðartrupulleikar at taka sær av í strembanini eftir at skapa sær eitt pláss í Føroyum. Viðvíkjandi støðuni hjá áður nevnda pápanum tykist tað í hvussu so er ikki vera ein spurningur um órímiligheit. ”Eg hevði nokk kunnað fingið eitt arbeiði í Føroyum, og búðstaðartrupulleikan hevði eg við tíðini nokk eisini kunnað loyst, men eg missi hugin, tá eisini barnaansing er ein trupulleiki. Eg ynski at flyta heim til Føroya, men ikki at fara heim fyri at verða settur aftast í bíðirøðini til barnaansing og sostatt bíða í eitt ár ella meira, til eg kann fara til arbeiðis.”

9


Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Betri kor til einligar uppihaldarar undir lestri

Fjølnir nr.2, Okt. 2003

Lestrarskuldin tung at bera

Justinus Johannesen skrivar

Justinus Johannesen skrivar

Møguleikarnir hjá einligum mammum at fara undir víðari lesnað verða munandi betri, um eitt lógarupsskot frá undirvísingarmálaráðharranum, Ullu Tørnæs, verður samtykt á Fólkatingi. -Eftir míni hugsan er talan um eitt uppskot, sum veruliga kann vera við til at seta skjøtul á møguleikan og hugin hjá einligum mammum at fara undir hægri útbúgving. Hetta sigur skrivustovustjórin fyri lestrarvegleiðingina á Københavns Universitet, Jacob Lange við Fjølnir. Hann leggur afturat, at tað má vera samfelagsins áhugi, at einligar mammur eisini koma við í flokkin av vællærdum kvinnum.

Sambært Jacob Lange, sum sjálvur hevur verið við til at útvega ráðharranum neyðugu upplýsingarnar til lógaruppskotið, er talan um eina góða loysn. Nógvar einligar mammur vilja heldur vera á ”bistand” enn at liva av SU, sum undir øllum umstøðum krevur, at tær hava annað arbeiði við síðuna av ella mugu lána fyri at kunna svara hvørjum sítt. Tí er lítil og ongin møguleiki hjá teimun at fara undir hægri lesnað, sjálvt um tær hava hugin, sigur hann. Lógaruppskotið hjá Ullu Tørnæs kemur fyri í hesi tingsetuni, og um tað verður samtykt, kann tað longu koma til sín rætt fyrst í komandi ári.

Lógarupsskotið leggur upp til, at einligir uppihaldarar skulu hava dupultan SU-stuðul uttan at missa barnastuðul ella íbúðarískoyti.

28-ára gamla Jórun, sum er einlig mamma vid tveimum børnum, ynskir ikki at standa fram undir fullum navni og bústaði, men

sigur, at um henni stendur í boði dupultur SU-stuðul, og um hon samstundis varðveitir barnastuðulin og íbúðarískoyti, vil hon skjótast gjørligt fara undir at lesa til sjúkrasystir. -Tað er ein gamal dreymur, sum gerst veruleiki, um eg kann lata meg í hvíta búnan og kalla meg sjúkrasystir. Eg eri ikki kunnað byrjað, tí fíggjarligu umstøðurnar hava ikki verið til vildar. Nú tíðir nógv tó uppá, at vend er um at koma í, og hetta gleðir ikki bara meg, men allar einligar uppihaldarar, sum hava bíðað við at fara undir hægri lesnað, tí fíggjarligu umstøðurnar ikki hava verið nøktandi.

Nógv av teimum lesandi, sum læntu túsundvís av krónum til lesturin í 70´unum og 80´unum sita í dag við eini lestrarskuld, sum tey ongantíð sleppa av við. Seinastu tølini frá danska Fíggjarstýrinum, sum tekur sær av ógoldnari lestrarskuld, vísa, at fleiri enn 15.000 borgarar í danska ríkinum –herundir eisini føroyingar - hava ein skuld, sum er vaksin teimun langt upp um høvdið. Skuldin stavar í høvuðsheitum frá tíðini áðrenn 1993, tá møguleiki var fyri at lána pening í bankanum við eini lutfalsliga høgari rentu. Danska Fíggjarstýrið hevur longu yvirtikið skuldina hjá teimum, sum ongan møguleika hava fyri at gjalda, og her tosa vit um mong túsund. Kunnu hjálpast Fólkatingið hevur tí avgjørt at hyggja nærri at, hvussu hjálp kann veitast teimum harðast raktu skuldarunum. Ein møguleiki er at eftirgeva skuldina, ella kanska kann ein skilagóð avdráttarskipan fáast í lag. -Talsmaðurin fyri útbúgving hjá SF, Morten Homann sigur við Fjølnir, at ein bólkur av

skuldarum er, sum kann arbeiða til tey fáa pensión, men sum ongantíð náa at verða skuldarleys. Hesi hava verið sera óheppin at lána pening í einum tíðarbili, tá rentan var sera høg, og tá samfelagið næstan kravdi, at tey skuldu lána pening fyri at fara undir hægri lesnað. Einki húsalán Ein teirra, sum lænti nógvan pening, var Torben Pedersen, sum var liðugur at lesa í 1989. Í mínum føri havi eg goldið 200.000 krónur av eini upprunaligari skuld uppá 250.000. Hóast hetta skyldi eg framvegis 378.000 krónur. Torben Pedersen er ikki einsamallur, tí mong eru tey, sum eru í sama báti sum hann. Hjá okkum, sum ikki hava fingið arbeiði har lønin er himmalhøg, er tað næstan ómøguligt at fáa húsalán ella spara saman til pensión. Og av tí at skuldin ongantíð verður ov gomul, kunnu vit fara á pensión, og framvegis noyðast at gjalda gamla lestrarskuld. Hetta er tískil skrúvan uttan enda. Torben Pedersen sigur, at hann veit um eina kvinnu, sum hevur eina lestrarskuld upp á meira enn

eina millión krónur. Avdráttarskipan Í dag er eingin møguleiki fyri at fáa eina meira liðiliga avdráttaskipan fyrr enn 12 ár eftir, at tú er liðugur við lesnaðin. Krøvini fyri at fáa eftirgivið skuldina eru eisini sera strong. Spurningurin er tí, um Fólkatingið er sinnað at broyta lógina. Danski Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann er ímóti at eftirgeva lestrarskuld og skírir uppskotið eina ”glíðibreyt”. Í dag kunnu tey lesandi lána pening beinleiðis frá statinum við eini nógv lægri rentu – umleið trý ella fýra prosent. Áðrenn 1993 var rentan í miðal millum 13 og 18 prosent fyri tey sokallaðu statsgaranteraðu lánini. Vit bóðu SU-Styrelsen um góð ráð og vegleiðing til teirra, sum ganga við tonkunum um at taka minni ella størri lestrarlán. Frá teimum vóru boðini greið: -Vit leggja okkum ikki út í, hvussu tey lesandi bera seg at við at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman.. ”Hetta er teirra avgerð og ikki okkara”, ljóðar tað úr SU-Styrelsen.

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-

Dimmu og Internet- Sosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS

10

11


Fjølnir - Árgangur 19 - Nr. 2 - Oktober 2003