



07 Vestur

Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
![]()





Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Navn: Eiler Fróðason
Føddur: 24. apríl 2003
Hædd: 193 cm
Vekt: 95 kg
Pláss á vøllinum: Miðverji
Besti matur: Grindabúff við eplamosi
Heimsins besti fótbóltspælari er: Kobbie Mainoo
Onnur feløg tú hevur leikt við: Einki
Hvør er tann stuttligi á liðnum: Jónatan Nattestad
Jón Nordendal
Jens Kristian Haraldsen
Næstformaður
Hvør er pressarin á liðnum: Oddur Petersen
Jens Kristian Haraldsen
Ingi Solberg
Skrivari:
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum: Jón Nielsen
Hvør er besti teknikari á liðnum: Sámal á Steig
Rannvá Gásdal
Finnbogi Niclasen
Peningarøkil:

Besti tónleikabólkur: Queen
Jóna Jacobsen
Ingibjørn Johannesen
Nevndarlimir:
Besti filmur/seria: The Office
Nevndarlimur: Jón Nordendal
Egil Petersen
Eyðvør Petersen
Ove Heinesen
Ábyrgd:
Rógvi Jacobsen
Fróði Poulsen
Ábyrgd:
Blaðbólkur:
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Blaðbólkur:
Jóanis Albert Nielsen
Fróði Poulsen
Ingolf S. Olsen
Uppseting:
Jóanis Albert Nielsen
Regin Davidsen
Uppseting: Regin Davidsen



Um dystin í dag er bara hetta at siga: mótstøðuliðið ÍF, sum bara hevur vunnið ein dyst í ár, og spælt fýra javnar. Hendan dystin eiga vit at vinna klokkuklárt.
Her seinasta heimadyst er annars uppá sítt pláss at taka samanum kappingarárið, ið fer. Tað var tíðliga greitt, at vit fóru ikki at flyta niður, og vit høvdu ikki væntað annað, tí vit hava fótað okkum í deildini. Men, eitt sera áhugavert evni stakk seg upp: hóast nógv góðkend úrslit, breiddi ein ávís ónøgd seg millum leikarar og viðhaldsfólk, tí okkara lokalu leikarar fingu lítla og onga spælitíð. Sjálvandi hjálpti tað ikki, at onkrir av útlendsku leikarunum vóru snøgt sagt vánaligir (og tann eini svarta hopleysur).
Tað, sum so hendi var, at vit skiftu venjara. Dan Brimsvík tók yvir, og fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum eru útlit fyri, at vit fara at hava sama venjara í meira enn tvey kappingarár. Lokalu leikararnir fáa nú spælitíð, og tað elska vit, men faktum er, at vit vinna millum lítið og einki. Hóast tað, merkist í prátinum millum fólk, at stemningurin positivur.
Seinastu nógvu spæliumførini hava vit ligið á einum solidum sættaplássi og tað er deiliga magiligt. Komandi kappingarár verður meira intenst, tí tá hava vit lið í bestu og í næstbestu deildini. Hetta skapar møguleika fyri størri menning av okkara leikarum, tí teir, ið ikki spæla á hægsta støði, fáa dystarvenjing á høgum støði eisini. Sjálvandi verður tað ein stór avbjóðing, men vit vóna at bæði liðini megna at halda seg í deildunum.
Og so líka eitt afturat... 07Vesturveitslan verður leygardagin 26.oktobur. Tann dagin er upplagt, at vit øll fyrst fara inn til Gøtir at heppa uppá okkara lið, og samsundis at ynskja Víkingi til lukku við FM. Tá tann dysturin er liðugur, kunnu vit feira okkara kappingarár í Dansistovuni í Sørvági – tað plagar at vera festligt
Góðan dyst og koyr á 07Vestur!


jon@lbf.fo
Jóhannesarson
Magnusarson
andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið løk, men blaðið er komið út til hvønn heima

fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Nielsen

Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur
í Sandavági

Finn meg á

Tlf: 213577
Lastvognskoyring v/ Erhard Dam


Í hesi frágreiðing gevur fregnartænastu- offiserurin eina heildarmynd av Føroyum og føroyskum viðurskiftum, frá mars 1941. Tað er sera áhugavert at síggja hvussu hann lýsir landi og fólki í Føroyum, at føroyingar vóru sparnir og dámlig og høvdu ein høgan livifót tá eftir umstøðunum. Hann greiðir millum annað. frá tí føroyska vinnulívinum, samferðsluni og samskiftinum, eins og frá post- og vøru flutningi. Hann kemur eisini inn á, skúla og hospitalsviðurskiftir, eins og hvussu føroyingar búgva. Somuleiðis greiðir hann frá fongsuls og rættarviðurskiftum, eins og tí føroyska politinum, sum tá einans taldu seks mans, har bert tveir vóru í Tórshavn. Viðurskiftini myllum føroyingar og bretar vera eisini lýst, eins og hernaðarlig viðurskiftir. Víðari kemur hann inn á fólkatal, stødd á bygdum og býum, eins og hvussu ringt tað er at fáa fatur á útbúnum fólki – her serliga handverkarum og verkfrøðingum.
Jon Sigurð Hansen. søgufrøðingur
Fregnartænastumaðurin byrjar við at greiða frá tíð landafrøðiliga, at tað eru 18 oyggjar í Føroyum og 17 av teimum eru bygdar. Fjarstøðan frá suður til norð er um 70 míl, og frá eystur til vest uml. 30 míl. Um lendi skrivar hann, at tað, sum heild eru berg út í móti havinum), og serliga á tí norðara partinum, við sera høgum fjøllum, har summi eru yvir 2000 føtur. Ein lítil partur av jørðini er Bøur, men tann størri parturin er grót, og hagi. Hann greiðir víðari frá, at fleiri av oyggjunum eru sundurskildraðar av djúpum, smølum sundum og harður
streymur rennur í gjøgnum tey. Munurin á flóð og fjøru er, sum heild lítil, bara nakrar fáar føtur, og at tað eru ógvuliga fá trø í Føroyum, og øll eru tey plantaði. Hesi vaksa seint, helst orsaka av at jørðin er so vánalig. Hann metur ikki, at nakað stað á nakrari av oyggjunum, er egnað til ein flogvøll uttan at stórt forarbeiði verur gjørt, og firðirnir eru bert egnaðir hjá vatnflogførum at lenda á í sera góðum veðrið.
Hann vísir á, at tað bert er á nøkrum fáum støðum, har mann kann leggja at við størri skipið; tær flestu havnirnar klára bara at taka í mótið minni bátum, og eftirsum at meginparturin av


strandalinjuni er høgt berg, eru fáar strendir.
Fólkið
Fjarstøðan til Skotland, 250 míl, Ísland 450 míl, Noreg 420 míl. Og 807 míl til Keypmannahavnar.
Tað næsta sum hann viðgerð er fólkið, og nevnir hann, at tað eru um 20.000 íbúgvar í Føroyum, og at tað eru um 400 danir, ið búgva í oyggjunum. Hesir arbeiða innanfyri administratiónina, ella búgva her av forrætnings áum. Hann greiðir frá at føringar eru sera dámligir, og sjálvt um teir eru sera sparnir, so hava teir eftir umstøðunum ein høgan livistandard. Teir hava ein góðan humoristiskan sans og hoyra tey flestu til tí Luthersku kirkjuna. Um føðina sigur hann, at føringar liva mest av turrum seyðakjøti, fiski og hvalakjøti. Grindadráp ferð fram á fleiri støðum í gjøgnum árði, og kaffi er tann drykkurin, ið verur mest drukkin.
Arbeiði og vinna
Um arbeiði og vinnu greiðir hann
frá, at fiskivinnan er høvuðsvinnan í Føroyum, og er ein stórur partur av av mannfólkinum burtur í hesi vinnu frá mars til novembur. Hann nevnir, at føringar forvinna 7 – 10 milliónir krónur um árið við at selja turkaðan tosk. Hann kemur eisini inn á eplir og sigur, at føringar velta rímiliga nógv eplir, sum eru sera góð, men ikki nógv annað grønmeti verur dyrka her á landi. Víðari sigur hann at rabarbur og sólber eru tær einastu fruktirnar sum veksa her og eitt sindur av hveiti og byg verur dyrka í oyggjunum. Hann nevnur somuleiðis, at nógvur seyður verur seldur ímillum tær ymisku oyggjarnar, og silvur-revar vera ældir fleiri staðir í oyggjunum.
Heimaíðnaður, býir og bygdir
Um heimaíðnað greiður hann frá, at tær einastu lokalu industriðinar eru bátasmíð, troyggjubinding og somuleiðis vera sjófuglar fangaðir, lagdir í laka og seldir av landinum; ein kolamina er í Suðuroy, og ein mylla til eitt ullspinnarí í Tórshavn, og torv verður mest brúkt sum brenni í
(framhald á síðu 24)


Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta





Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet



Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.



















VENJARI: Dan Brimsvík



VENJARI: Ólavur Larsen
Leikari:
Peter Ullum
Karl Løkin
Gundur Petersen
Tonni Thomsen
Jákup Nolsøe
Staravegur 17
Bogi Reinert-Petersen
Postsmoga 3258 110 Tórshavn
Uros Stojanov
Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Dánjal á Lakjuni
Elvio Gelmini
Jóhann Højbro
Kasper Sommerstedt
Rúnar Johnsson
Ruben Nielsen
Petur M. Lundsbjerg
Jhon Mena
og ómakaleyst XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað
Tóri Olsen
Silas Gaard
Símun Kalsø
Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo Heildarloysn
Jákup Andrias Thomsen
Elias Lervig
Jógvan á Lakjuni
Aron Kensson
Hans Jákup Lervig
Bergur Jacobsen
Tóri Traðará
Markus á Lakjuni
Rógvi Matras
Kenny Jensen
Jákup í Lambanum









Lat upp við Fingramerki, Pinkotu, Lyklakorti, Lykli og App


kr. 3.990,- 55 00 55





AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsuøkið og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA, Kosangas og Sievert. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Innan hotel og matvøruídnaðin umboðað vit FAGOR. Grillir og grillútgerð er frá Napoleon, sum vit eisini hava umboð uppá.


Tá tú ert á ferð


Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta















Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.























Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet




(framhald
Føroyum. Síðani kemur hann inn á býir, og nevnir hann at høvuðsbýirnir eru Tórshavn (4000), Klaksvík (1650), Tvøroyri (1300), Vágur (1300), og Vestmanna (1000). Restin av fólkinum býr í bygdum har fólkatali liggur millum 10 og 300 fólk. Nógvar av hesum bygdum liggja ógvuliga avskornar og eru í høvuðsheitinum tengdar av veitingum sjóvegis.
Samskiftið
Um samskiftið sigur hann, at tað við umheimin ferð fram um kápil til UK og Ísland, eins og sivilt tráðleyst og hernaðarligt tráðleyst samskiftið. Innanoyggja metur hann samskifti, at vera sera gott tá hugsa verur um fólkatalið, og greiðir hann frá, at telefonsamband er til tær flestu av oyggjunum og har hesir fasilitetir ikki eru til taks, fer sambandið fram við sendarum, í staðin. Hernaðarligar telefonir samanknýta
høvuðsstøðina á Skansanum við sjóðkanónstøðirnar og luftverjustøðirnar í Tórshavn. Hann greiðir víðari frá, at hervaldið eisini samskiftir við tráleysum telefonum. Hesi kunna samskifta frá

Mobilar telefonir sum bretar brúktu undir krígnum. (Wikipedia).

Kápilbarakkin í Sandagerið var eitt tað fyrsta, ið bretar hersettu. (Barns 2022).
høvuðsstøðini í Tórshavn til tey mest avsíðis liggjandi herdeildirnar um dagin, men hettar samskifti er ikki altíð gott um náttina.
Hernaðarligar telefonstøðir er settar upp á Toftum, og á Strondum. Hesar koma at forbinda Sjókanónstøðinar á hesum støðum og við Skansan, og høvuðsstøðina hjá herinum í Tórshavn. Ein sivil telefonlinja er yvirtikin millum Tórshavn, Toftir og Strendur.
Samferðslan
Hann vísir á, at ordiligt vegasamband er so gott sum ikki eksisterandi. Tann einasti ordiligi vegurin, sum er egnaður til trafikk, er vegurin frá Tórshavn til Kirkjubø og Velbastað, og tann frá Nesi í Eysturoy, til Fuglafjørð. Samstundis nevnir hann, at vánaligir moldvegir eru til flest allar av teimum størru bygdirnar. Samferðslan fer tí í stóran mun fram sjóvegis, og eitt eftir umstøðunum gott ferjusamband, sum lokalt verur kallað fyri ”FARTS”, er myllum tey týdningarmiklasta støðini á teimum ymisku oyggjunum.
Tað hernaðarliga sjósamskiftið viðvíkjandi flyting av hermonnum, útgerð


og ratiónum, fer í høvuðsheitinum við H.M.V. Poppy, ið er uppá 40 tons, og sum upprunaliga kemur úr Norra. Eisini verða fleiri minni leigaðir bátar brúktir sum statións bátar.
Um sivilu myndugleikanir, skúlar og hospitalir
Viðvíkjandi teimum sivilu myndugleikunum greiðir hann frá, at Føroyar
Tróndur røkti siglingina frá Tórshavn inn til Eysturoynna, undir krígnum. (Barns 2022).
hoyra til Danmark, men hava sítt egna lokala parlament, og The Foreign office hevur avgjørt at tað bretska hernaðar í mest møguliga mun vil royna, at yvirhalda danska lóg. Han greiðir víðari frá, at teir donsku embætismenninir eru millum annað Amtmaðurin, Fútin, leiðarin á telegraf statiónini, telefon stjórin, og sjúkrahús stjórin, og at tey ymisku økini í landinum eru deild í


Nonnukleystri í Tórshavn virkaði sum Milliterhospital undir krígnum. (Barns 2022).
(framhald á síðu 34)

Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00



Et, alt tú orkar, fyri 139,-

(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
Og títt barn etur fyri einans 70,-
(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Bólkar (min. 10 fólk) 100,-
(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið


www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.












mánadag til leygardag 9-22









































Kundi tú hugsað tær at sæð ein dyst í eini av heimsins bestu fótbóltsdeildum, Premier League?
Nógvir vegir eru til Premier League við Atlantic Airways. Tú kanst flúgva beinleiðis til Edinburgh, og haðani er lætt at koma víðari til allar teir stóru fótbóltsbýirnar í Onglandi.
Og í summar – frá fyrst juni til síðst í august – verður eisini flogið beinleiðis til London, har tað eru ikki færri enn sjey Premier League lið heimahoyrandi!
Edinburgh: Hvønn mánadag og hósdag
London: Hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til 31. august
Keyp nú á atlantic.fo


1.
millum sýslumenn. Um skúlarnir sigur hann, at teir eru góðir, og at fimleikahallir eru í býðinum. Víðari nevnir hann, at sivil hospitalir eru í Tórshavn, Tvøroyri, Vági, og ein sjómansskúli í Havn, og at bústaðurin hjá tí bretska konslinum er somuleiðis í Tórshavn.
Um hús, vørur á lagri og sprutt
Um hús osv. sigur hann, at tey flestu er bygd úr træið ella betong og takt við jarnplátum; elektriskt ljós er í býðunum og hitin kemur frá sentralvarma, ella frá stórum komfýrum. Nógv av húsunum hava battarídrivin radiotól, og húsini eru, sjálvt um tey ikki altíð eru so pen, væl møblerað og væl viðlíkahildin. Víðari sigur hann, at summi av húsunum í býðunum hava bað og vesið.

Bretar prúktu Poppy til at flyta m.a. hermenn, vøru og útgerð við. (Barns 2022)
Hann nevnir eisini, at oyggjarnar hava vøru á lagri til 6 mánaðir. Vøran verður førd til landi við tveimum bretskum skipum, triðja hvørja viku, eisini koma vørir til landi við føroyskum fiskiskipum. Hann greiðir eisini frá, at



tað ikki er nógv dyrka í Føroyum, og at jørðin her ikki er góð, men kann gott brúkast til eplir, og at bøurin tætt við bygdirnar verur sligin og hoyggjaður.
Víðari sigur hann, at oyggjarnar eru turrlagdar, eftirsum at tað ikki eru pubbir ella sprutthandlar. Men íbúgvarnir eru tó ikki avhaldsmenn, og hava teir loyvi til at bíleggja sprutt privat úr Onglandi, og at tað í veruleikanum verður drukkið rærriliga nógv í oyggjunum.
Um djóralívið sigur hann, at tað bara eru nakrir fáir landfuglar, sum eru um veturin í Føroyum, og at harur eru í oyggjunum, eisini nevnir hann, at tað eru ómetaligar mongdir av
sjófugli, sum reiðrast í berginum og, at tey lokalu fanga hesar fuglar við netum, leggja teir í laka og selja teir. Viðvíkjandi fiskiskapinum sigur hann, at stórar nøgdir av toski, kalva og øðrum fiski verða fiskaðir lokalt; og vera teir fyri tað mesta turkaðir og seldir til Spania. Eisini verur sild fiska ávísar tíðir á árinum; og fleiri fiskiskip vinna góðan pening við, at selja fisk til Ongland. Feskur fiskur er eisini til taks hjá hernaðarvaldinum, og verður hesin goymdur í frystigoymslum. Síðani nevnir hann veðurviðurskiftini og vísir á, at tað er temperera, og at hitaviðurskiftini eru rættiliga stabil, og at orsøkin til hettar helst er Golfstreymurin. Um summari sigur hann, at tað oftani er dis og toka. Kavi hevur verið
(framhald á síðu 36)
av og á men ikki liggjandi kavi; men harðir stormar eru ofta og veðrið er rættiliga skiftandi.
Viðurskiftini millum tey lokalu og bretska hervaldið
Um viðurskiftini við teir lokalu íbúgvarnir sigur hann, at tað er sera gott, og tað er ikki stórvegis NASIsympati at síggja, og tá soldátarnir eru á vaktarferðum á langtfrá liggjandi støðum, har hermegin ikki hevur fastar støðir, vera teir sum oftast væl móttiknir.
Hann upplýsir, at tann bretska hernaðarmegin í Føroyum tá var samansett av Lovat Scouts, fótsoldatum, kanónhermonnum, eins og hermonnum í veittu ymsar tænastur, so sum skrivstovufólk, læknar, mekanikarar, brandmenn, kokkar, osv. Tilsamans vóru teir 1186 soldatar um hettar mundi.
Taktisk viðurskiftir
Viðvíkjandi tí taktiska vísir hann á, at av tí at soldátarnir eru so spreiddir yvir oyggjarnar, virkað teir ógvuliga fáir, víðari greiðir hann frá, at keiir og lendingar eru bygdar á teimum viktigastu støðinum Skálafjørðurin er av Adminiralitetinum blivin mettur at vera

Lincon City bleiv søktur á Havnavág.

Høvuðssætið hjá flotanum var á Skansanum. (Barns 2022)
tann týdningarmiklasti fjørðurin hjá flotanum, og er hann tí ein av teimum mest týðandi støðinum at verja. Eitt oljutangaskip liggur har fyri tíðina, og koma Herskip javnan inn fyri at bunkra. Somuleiðis nevnir hann, at man hevur akkurát spent eitt anti kavbátnet tvørtur um munnan á Skálafjørðinum, og at havnin í Tórshavn er sera vánalig, og tá í hann er sunnan ella landsynningur í ættini, má øll lossing flytast inn á Skálafjørðin. Víðari sigur hann, at tað eisini eru havnir í Klaksvík, Vestmanna, Tvøroyri, og Vági; og at teir flestu bretsku trolararnir brúka Klaksvík sum støð. Har eru eisini bedingar eins og í Tórshavn.
Víðari sigur hann, at høvuðssætið hjá flotanum er á Skansanum í Tórshavn, og at Kommandanturin á Skansanum starvast har saman við sínum starvsfólkum. Hann nevnir eisini, at týggir armeraðir anti kavbáttrolarar eru stationeraðir í Tórshavn. Ein av teimum var søktur av einum fíggindasinnaðum flogfarið 21 februar, inni í Havnini í Tórshavn.
Ein av bumbuflúgvarunum var niðurskotin, og fýra av mannskapinum vóru tiknir til fanga. Ein annar trolari er nú komin í staðin fyri tann søkta. Neutral


skip úr Finnlandi og Svøríki verða somuleiðis eisini førd inn til eftirlit í Tórshavn.
Um postin og veitingar
Um postin sigur hann, at hann kemur 10 hvønn dag við armeraðum trolarum frá the Northem Patrol, og at útgangandi postur verur sendur við somu skipum, eins og við sivilum skipum. Post adressan er Faroe Islands Force. Veitingar koma við tveimum skipum, The Lanrick og Baranda, sum eru leigaðar frá av Mauritsens of Leith. Tey sigla triðju hvørja viku. Skipini røkta eisini sivilar uppgávur. Um orlov sigur hann, at 50 soldátar hava loyvi til at fáa orlov til ein og hvørja tíð, og pláss er skaffa til hettar endamál við S.S. Lanrick, og nøkur pláss eru, sum oftast at fáa umborð á teimum armeraðu trolarunum..
Um luft-, og sivilverju
Hann greiðir eisini frá, at í Føroyum
er bert løtt luftverja, umframt Vickers 5 kanónunum umborð teimum armeraðu trolarunum. Fýra Vickers. VIII luftverjukanónir, eru nýliga settar upp á Skálafjørðinum. Hettar fyri at verja tangaskipið, sum liggur har. Viðvíkjandi tí medisinska, so eru tað tveir militerið medisinskir offiserar og ein tannlækni, (sum eisini kann taka sær av medisinskum arbeiði) í oyggjunum, og heilsustøðan er góð hjá soldátunum og fáir eru sjúkir, og sivilir praktikantar syrgja fyri sjúkrarøktini á teimum meira fjaru støðinum. Smáar kioskir eru í teimum ymisku deildunum. Hann sigur víðari, at tað ofta er dansur á teimum størru legunum, og at tey lokalu undirhalda soldátunum í heiminum hjá sær, og at bretar hava ein flytbaran biograf, sum teir ferðast við til tær ymisku deildirnar. Hann vísir eisini á, at ein sivilverja er stovnað í samband við luftálop, osv. og tykist henda at virka væl. Eitt sindur av útgerð finst, og fyristøðumaður og ein (framhald á síðu 38)
fyrstuhjálpar støð er sett á stovn. Tað eru tvær brandpumpur og eitt lokalt brandlið í Tórshavn. Ongar gassmaskur eru givnar til tey sivilu, bert til fyristøðumannin. Hervaldið hevur heldur ikki enn alla útgerð til gassverju. Men arbeitt verður við at skaffa tað, og læra soldátar, eins og sivilu fyristøðufólkini, hvussu tey skulu bera seg at um eitt gass álop skuldi veri framt.
Fíggindasinnaði flogfør
Hann greiðir víðari frá, at fíggindasinnaði flogfør eru blivin rapporterað fleiri ferðir. Tey flestu av hesum hava veri vak-flogfør og veður-flogfør. Einaferð bleiv ein sivilur skotin av einum flogfarið í Hoyvík. 21. februar 1941 lupu tvey týsk flogfør á havnina í Tórshavn og á Skálafjørðinum. Ein trolari á havnarvág var sokkin men álopi á oljuskipið á Skálafjørðinum miseydnaðist. Báðar maskinurnar vóru Henkel III K, og blakaðu tær 500punds bumbur. Tað eina flogfarið varð skotin niður av eini M.G. maskinbyrsu og mannskapið fangað. Tað hevði basu í Stavanger. Í november í 1940 sleptu týskarnir tveimum torpedoum, sum ikki gjørdu nakran serligan skaða, burtursæð frá at oyðileggja eina barakk hjá teimum, ið vardu káplarnir. Nógv vindeygu vóru brotin á sjúkrahúsinum tætt við.
Bústaðir, skamtan og baðiviðurskiftir
Um bústaðir sigur hann, at teir flestu soldátarnir búgva í barakkum, men í summum førum búgva smáar deildir í sivilum bygningum. Smáir vatnbrunnar
eru, men tað er ofta tómir um summari. Viðvíkjandi klæðunum greiðir hann frá, at oljuklæðir, sydvest, buksur, leður og ullintir vestar vera deildir út til allar soldátarnar. Men sum er, hava teir einans gummistilvar til helvtina av hermonnunum.
Viðvíkjandi skamtan skrivar hann, at tær nýggju avmarkaðu skamtanirnar komu í gildi í januar, og at frískt grønmeti kemur við føroyskum skipum úr Aberdeen. Mjólk í dós verur nýtt, og fiskur verur fiskaður tá veðrið er til tað. Hesin verur lagraður í ísi í lokalum pakkhúsum. Viðvíkjandi baðiviðurskiftum sigur hann, at hervaldið er í gongd við, at byggja baðibarakkir í Tórshavn og á Toftum. Annars baða soldátarnir, sum er, á sivilum støðum. Hann greiðir frá, at tað føroyska máli er sera ringt at læra, og ongin brúkilig bók er til taks, so ein kann læra tað. Danskt verður eisini tosað í summum førum, og tað eru rímiliga nógv sum tosa enskt væl, og nógv duga eitt sindur.
Trygd, politi og fongsulsviðurskiftir
Um trygdina greiðir hann frá, at ein fregnartænastumaður er í oyggjunum, hann tekur sær serliga av at sensuri, og hann vitjar ikki nógv hinar oyggjarnar. Tað eru sum sagt ikki nógvir persónar sum hava NAZIsympati, men hann metur, at kanska hettar hevði broytt seg um fólk hildu at týskarnir fóru at vinna. Viðvíkjandi politiinum skrivar hann, at politimeistarin er hægstur fyri tí ”øgiligu politi styrkini”, sum er útgjørd av seks politistum, tveir í Tórshavn, og fýra aðrastaðni. Hesir harrar sita bara á kontór


Hermenn hugna sær inni í einari barakk.(Barnes 2022).
inum og gera ikki stórvegis til nyttu., og tey lokalu innbúgvvarnir mestsum bara flenna eftir teimum. Tað er onki sivilt fongsul eftirsum at bygningurin er tikin sum høvuðskvarter hjá hervaldinum. Tað hevur annars veri soleiðis í Føroyum, at ein bara kundi koma inn at sita dómin av, tá tað einaferð lá fyri. (menn eru jú ofta til skips).
Bygningstrupulleikar og brennievni
Hann greiðir víðari frá at tað eru ávísir bygningstrupulleikar, ið ikki eru so lættir at loysa her á landi. Sandur manglar ofta til sement og veður og vindur er ofta ein trupulleiki. Hann nevnir eisini, at tað bert er ein avmarka nøgd av
útbúnum handverkarum, og ongir verkfrøðingar uttan teir frá hervaldinum eru til taks. Um Brennievnið skrivar hann, at oljutangar eru í Tórshavn, Klaksvík á Tvøroyri og á Skálafjørðinum. Tað eru 1600 tons av gassolju og 740 tons av Kerosine, og tað eru eisini lagur av petroleum í tunnum kring landið.
Frágreiðingin gevur okkum innlit í nógv áhugaverd viðurskiftir, og sigast má, at, okkara oyggjar er sera nógv útbygdar, og sera stórar broytingar eru farnar fram, á nógvum økjum, síðan henda frágreiðing bleiv skriva fyri sløkum 80 árðum síðan.
Jon Sigurð Hansen 17.10.2024.







At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát. Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar

Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili 94%