07 Vestur - HB

Page 1


07 Vestur

Stovnað: 6. novembur 2007

Heimavallir:

Dungasandur í Sørvági

Valloyran í Sandavági

Postadressa:

Dungasandur 4, Sørvágur

Telefon: 590707

Telefax: 333550

T-postur:

E-postur: 07vestur@07vestur.fo

Heimasíða: www.07vestur.fo

Formaður:

LEIKARIN HESAFERÐ

Navn: Casper Gedsted Hansen

Føddur: 4. februar 2002

Hædd: 174 cm

Vekt: 74 kg

Pláss á vøllinum: Høgri bakkur

Besti matur: Tatar

Heimsins besti fótbóltspælari er: Mbappé

Onnur feløg tú hevur leikt við: Farsø/ulllits IK, AaB, FC Krasava og HB Køge

Hvør er tann stuttligi á liðnum: Teitur Olsen

Jón Nordendal

Jens Kristian Haraldsen

Næstformaður

Hvør er pressarin á liðnum: Oddur Petersen

Jens Kristian Haraldsen

Ingi Solberg

Skrivari:

Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum: Jonathan Flensborg

Rannvá Gásdal

Finnbogi Niclasen

Peningarøkil:

Hvør er besti teknikari á liðnum: Mikkel Jakobsen

Besti tónleikabólkur: B.O.C

Ingibjørn Johannesen

Jóna Jacobsen

Besti filmur/seria: Green Street Hooligan

Nevndarlimir:

Nevndarlimur:

Egil Petersen

Jón Nordendal

Eyðvør Petersen

Ove Heinesen

Ábyrgd:

Rógvi Jacobsen

Fróði Poulsen

Ábyrgd:

Blaðbólkur:

Fróði Poulsen

Jóanis Albert Nielsen

Blaðbólkur:

Fróði Poulsen

Uppseting:

Ingolf S. Olsen

Regin Davidsen

Jóanis Albert Nielsen

Uppseting: Regin Davidsen

Dystardagur er ein góður dagur

Nýtt kappingarár, nýggir leikarar og nýtt skýli. Vit skulu læra okkum nýggj nøvn og gera okkum metingar um teir nýggju leikararnar. Og teir sleppa so sanniliga at vísa sítt virði beinanvegin, tí at hava HB, KÍ og Víking í trimum teimum fyrstu dystunum, man sigast at vera ein hardcore byrjan.

Dysturin á útivølli ímóti KÍ kundi akkurát líka væl verið endaður 2-2 sum 3-1. Tá støðan var 2-1, høvdu vit tveir møguleikar, sum við eitt sindur av hepni høvdu givið mál. Tveir av okkara erfarnu leikarum, Teitur og Ari, vóru góðir handan dagin. Og tað var deiligt at síggja Dann Fróðason spæla ein heilan dyst í miðverjuni, tá hvørki Sonni Ragnar ella Jónas vóru tøkir.

Teir innleiðandi vinardystirnar hava HB ikki víst nakað serligt, men soleiðis var eisini í fjør, og er nok ikki serliga eftirfarandi. Men í teirra fyrsta dysti vóru teir frammanfyri 3-0 og B68 megnaði at koma uppá 3-2, so teir eru til at spæla við.

Tað fer helst at merkjast á áskoðaratalinum, at klokkutíðin, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla avgerandi dyst í Hollandi yvirlappar við dystin hjá okkum í dag. Men pínadoyð, sum Fjepparafelagið við Malan, Finnur, Guðrun og Christinu eru røsk! Tey tagdu ikki eina løtu í Klaksvík (uttan bara teir fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki – hvar mundu tey vera tá?) Vónandi fer nýggja skýlið at roynast væl sum basi hjá Vestursíðuni og fjepparum annars

Koyr á 07 Vestur! Góðan dyst!

jon@lbf.fo

Jóhannesarson

Magnusarson

Nielsen andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið løk, men blaðið er komið út til hvønn heima

fótbóltinum

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

Takk fyri!

Fróði Heri Poulsen

Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo

Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

Skalt tú meta um framtíðina mást tú kenna

fortíðina

Sand- og skervsølan

í Sandavági

Finn meg á

Tlf: 213577

Lastvognskoyring v/ Erhard Dam

WW W . JANUA R. F O

VRAKIÐ AV HÁLENDSKA HERSKIPINUM “WALCHEREN” VIÐ MYKINES

Ein partur av Føroya søgu og eisini Vága og Mykinesar søgu, sum ikki hevur verið so nógv at hoyrt um, er um, tá ið hálendska herskipið “Walcheren” fórst undir Føroyum.

Hendingin er annars væl dokumenterað, helst vegna tað, at so nógvir virðismiklir lutir vórðu funnir í vrakinum.

Íein herviligari sunnanódn tann 17. september 1677 spjaddist ein hálendskur handilsfloti við Føroyar. Í flotanum vóru 12 skip undir leiðslu av Johan van Dam, landfúta í Ambon. 10 skip samlaðust seinni aftur í Hvalba. Eitt skip “Het Wapen van Amsterdam” rak á land í Íslandi og varð vrak, og eitt annað, “Walcheren”, sigldi á land nakað norðanfyri Kvívík, gjørdist vrak og teir flestu av skipsmonnunum sjólótust. “Walcheren” var av størstu herskipum tá í tíðini, hevði 70 kanónir og 380 mans sigldu við skipinum, smb. hollendsku søgubókunum. At so stórt herskip var við í skipafylginum, sigur nakað um týdningin av farminum, skipini førdu. Umframt at “Walcheren” var verjuskip hjá konvoyini, hevur hon eisini ført nakað

av vøru. Teir vóru saman við tveimum øðrum skipum á veg inn á Vestmanna at kroka, hinum báðum skipunum eydnaðist í øllum góðum at sleppa inn á Vestmanna.

Vrakið loysnar og rekist um landið

Seinni losnaði vrakið av “Walcheren” og rak suðureftir og strandaði við Hvalba á Suðuroynni, losnaði aftur og partur av vrakinum fórst at enda við Mykines.

Gravgangur eftir vrakrestum Áðrenn vrakið hvarv, eydnaðist at bjarga nógv av tí. Fólk á staðnum fingu góða bjargingarløn frá reiðarínum – ein triðing av virðinum og tey veittu eisini nógva sjálvbodna hjálp. Samlaða virði av lastini hjá flotanum hevði eitt virði upp á yvir 1,3 milliónir gyllin. Eitt ófatiligt tal fyri føroyingar tá á døgum. So ætlast má, at hvørt skipi hevur ført ein farm upp á yvir

100.000 gyllin í virði hvørt. “Walcheren” hevur kortini helst ført minni enn hetta, tá hon var herskip. Bjargingin av farmi frá “Walcheren” hevði eitt virði upp á tilsamans 9700 gyllin, so ætlast má, at bert ein partur er komin aftur á eigarans hendur, tí ikki varð øll vøran latin aftur til eigararnar, skilst. Í Føroyum varð handla dúgliga við bjargaðum vørum, so sum: silkiklæði, eysturindiskir dúkar, pipar, gimsteinar, gull, silvur og krystallir –hetta var stórhending hjá føroyingum.

Føroyingar klagaðir fyri rán og stuldur

Van Couvenburgh, umboðsmaður hjá reiðarunum, royndi sjálvur at bjarga tí, ið bjargast kundi, og klagaði íðuliga til landsins myndugleikar um rán og stuldur, ið miðvingar, sørvingar og mykinesmenn og menn úr øðrum bygdum við gjørdu seg sekar í. Í løgtingsbókini 1666 – 67

og í vártings og løgtingsbókini 1667 –90 finnast nógv sakarmál, ið viðvíkja bjarging av farminum av “Walcheren”. Suðurstreymoyar prestur, ið longu var í ónáðum hjá myndugleikunum, misti kjóla og kraga vegna handil við nøkrum av hesum vørum.

Kanónir undir Mykinesi

7. og 8. juni 1871 fær skipið hjá Restorff, “Lerkurin”, fatur á tveimum málmkanónum undir Mykinesi og førir tær til Havnar. Onnur kanónin var 5 ¼ alin long meðan hin var 4 alin og 21 tummar long. Tilfarið var fyri ein stóran part kopar. Á tí størru kanónini kundi lesast: “Johannes” aftan fyri fangholið og framman fyri holið var merkið: ein sirkul við einum stórum V mitt inni í, undir vinstra v-beininum stóð o og undir høgra v. Hesar kanónirnar vórðu sagaðar sundur og seldar av landinum fyri 2.000 ríkisdálarar. Hildið verður, at (framhald á síðu 16.)

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo

BETONG RUNT ALT LANDIÐ

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.

Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.

Venjari: Dan Brimsvík

Leikari: Reinis Reinholds

Viljormur Davidsen

Noah Mneney

Mathias Voss

Dan í Soylu

Telefon

Heini Sørensen

Klavs Kramens

Emil Pedersen

Ejvind Mouritsen

Ári Jónsson

Leivur Guttesen

Bjarti Mørk

Sammy Skytte

Ási Dam

Jógvan Ósá

Bartal Wardum

Jákup Thomsen

Jonas Enkerud

Venjari: Adolfo Sormani

Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo

STIGATALVAN

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo

Vit røkka út í hvønn krók

Eitt trygt grundarlag

Vit leggja dent á at hava dygdarbesta útbúnaðin. Hetta gera vit fyri at tryggja góðsku, tíðarætlan og prísstøði. Okkara fjølbroytti útbúnaður ger, at vit kunnu átaka okkum allar gravi-, lyfti- ella flutningsuppgávur fyri bæði vinnu- og privatkundar.

Skanna meg

(framhald av síðu 7.)

kanónirnar stavaðu frá “Walcheren”.

Tann 9. apríl 1979 eydnaðist tað vaktar- og bjargingarskipinum “Tjaldrinum” at bjarga tveimum kanónum upp av havsins botni við Mykines, sum ætlaðust at stava frá “Walcheren”. Kanónirnar eru úr jarni, umleið 2 metrar til longdar og tvørmátið við endarnar er ávíkavist eini 20 cm. og 40 cm. Tær vóru illa farnar av briminum, men rustskónin var kortini bert 3 – 30 mm.

Tað var ikki av tilvild, at leitað var júst á hesum stað, tí tað var søgn í Mykinesi, at kanónir skuldu liggja har. Annars skriva bæði J. C. Svabo (1781-82) og J. Landt (1800) um kanónir, sum síggjast væl í góðum veðri tætt við land undir Mykinesi, og Svabo nevnir eisini, at onkur skal hava roynt at fingið tær upp, men mátti gevast, tí línurnar vóru rotnar.

Byrsa funnin í Hvalba

Annað er eisini funnið av “Walcheren”. John Berg í Nesi fann eina gamla byrsu í sandinum í Nesi í Hvalba, tá tey summarið 1996 ruddaðu sandin, sum róptur verður Lítlibøur. John sá nakað stinga upp úr sandinum, og tað vísti seg at vera ein byrsubrók, sum varð tjúkt løgd við forsteinaðum sandi. Byrsan var hildin at vera umleið 400 ára gomul. Danskir serfrøðingar hugdu at myndum av byrsuni og hildu seg kunna siga við vissa, at byrsan er hollendsk og stavar frá umleið

Oyggin Walcheren í Hollandi, sum skipið hevði navn sítt eftir

ár 1600. Tvey turkaskip strandaðu í Hvalba ár 1628, men meira sannlíkt er, at byrsan stavar frá hollendska skipinum “Walcheren”, søgdu søgufrøðingarnir. Ymist annað av hesum skipi er funnið aðrastaðni í Føroyum, m.a. funnu kavarar nakrar lutir norðan fyri Kvívík, og fyrst í 1980-árunum fekk Jens Chr. Svabo kanónir í trolið. Fornminnissavnið hevur byrsuna í varðveitslu. Byrsan er í ringum standi, men kortini kann sigast, av hvørjum slag byrsan er. Savnið hevur onga aðra líka byrsu.

BETONG RUNT ALT LANDIÐ

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

Hágóðsku vørur frá

Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.

Familjubuffét

Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00

Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00

Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00

Et, alt tú orkar, fyri 139,-

(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)

Og títt barn etur fyri einans 70,-

(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Bólkar (min. 10 fólk) 100,-

(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið

www.pizza67.fo – Tel 356767

Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.

mánadag til leygardag 9-22

Kundi tú hugsað tær at sæð ein dyst í eini av heimsins bestu fótbóltsdeildum, Premier League?

Nógvir vegir eru til Premier League við Atlantic Airways. Tú kanst flúgva beinleiðis til Edinburgh, og haðani er lætt at koma víðari til allar teir stóru fótbóltsbýirnar í Onglandi.

Og í summar – frá fyrst juni til síðst í august – verður eisini flogið beinleiðis til London, har tað eru ikki færri enn sjey Premier League lið heimahoyrandi!

Edinburgh: Hvønn mánadag og hósdag

London: Hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til 31. august

Keyp nú á atlantic.fo

1. 09-03-2025 KÍ - 07 Vestur 1-3

2. 16-03-2025 07 Vestur - HB

3. 30-03-2025 Víkingur - 07 Vestur

4. 04-04-2025 NSÍ - 07 Vestur

5. 13-04-2025 07 Vestur - FC Suðuroy

6. 17-04-2025 TB - 07 Vestur

7. 25-04-2025 07 Vestur - B36

8. 03-05-2025 B68 - 07 Vestur

9. 09-05-2025 07 Vestur - EB/Streymur

10. 16-05-2025 07 Vestur - TB 11. 25-05-2025 07 Vestur - B68

12. 31-05-2025 EB/Streymur - 07 Vestur

13. 14-06-2025 07 Vestur - KÍ

14. 22-06-2025 07 Vestur - HB

15- 27-06-2025 B36 - 07 Vestur

16. 05-07-2025 FC Suðuroy - 07 Vestur

17. 02-08-2025 07 Vestur - Víkingur

18. 10-08-2025 NSÍ - 07 Vestur

19. 17-08-2025 HB - 07 Vestur

20. 23-08-2025 07 Vestur - TB

21. 30-08-2025 07 Vestur - B36

22. 14-09-2025 FC Suðuroy - 07 Vestur

23. 21-09-2025 Víkingur - 07 Vestur

24. 28-09-2025 07 Vestur - NSÍ

25. 04-10-2025 07 Vestur - KÍ

26. 19-10-2025 B68 - 07 Vestur

27. 25-10-2025 07 Vestur - EB/Streymur

TrygdarTøkni er ein fyriTøka við sTórari fagligari viTan innan Trygdarøkið

Okkara serkunnleiki er aT veiTa ráðgeving O

Og heildarlOysnir innan elekTrOniska- Og mekaniska Trygd, herundir sølu, uppseTan Og viðlíkahald av vakmyndaTólum, alarmskipanum Og elekTrOniskum lásaskipanum.

AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsuøkið og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA, Kosangas og Sievert. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Innan hotel og matvøruídnaðin umboðað vit FAGOR. Grillir og grillútgerð er frá Napoleon, sum vit eisini hava umboð uppá.

Tá tú ert á ferð

Fyrsti alari í heiminum at gevast við

At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát. Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar

Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili 94%

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.