




07 Vestur

Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Stovnað: 6. novembur 2007
Heimavallir:
Dungasandur í Sørvági
Valloyran í Sandavági
Postadressa:
Dungasandur 4, Sørvágur
Telefon: 590707
Telefax: 333550
T-postur:
E-postur: 07vestur@07vestur.fo
Heimasíða: www.07vestur.fo
Formaður:
Navn: Casper Gedsted Hansen
Føddur: 4. februar 2002
Hædd: 174 cm
Vekt: 74 kg
Pláss á vøllinum: Høgri bakkur
Besti matur: Tatar
Heimsins besti fótbóltspælari er: Mbappé
Onnur feløg tú hevur leikt við: Farsø/ulllits IK, AaB, FC Krasava og HB Køge
Hvør er tann stuttligi á liðnum: Teitur Olsen
Jón Nordendal
Jens Kristian Haraldsen
Næstformaður
Hvør er pressarin á liðnum: Oddur Petersen
Jens Kristian Haraldsen
Ingi Solberg
Skrivari:
Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum: Jonathan Flensborg
Rannvá Gásdal
Finnbogi Niclasen
Peningarøkil:
Hvør er besti teknikari á liðnum: Mikkel Jakobsen
Besti tónleikabólkur: B.O.C
Ingibjørn Johannesen
Jóna Jacobsen
Besti filmur/seria: Green Street Hooligan
Nevndarlimir:
Nevndarlimur:
Egil Petersen
Jón Nordendal
Eyðvør Petersen
Ove Heinesen
Ábyrgd:
Rógvi Jacobsen
Fróði Poulsen
Ábyrgd:
Blaðbólkur:
Fróði Poulsen
Jóanis Albert Nielsen
Blaðbólkur:
Fróði Poulsen
Uppseting:
Ingolf S. Olsen
Regin Davidsen
Jóanis Albert Nielsen
Uppseting: Regin Davidsen
Vit skulu sjey ár aftur í tíðina, tá vit seinast leiktu ein landskappingardyst í bestu deildini á Dungasandi ímóti FC Suðuroy. Ella TB/FC-Suðuroy/Royn sum teir itu tá. Hetta var 18. mars í 2018, og vit taptu dystin 2-1. Ein 17 ára gamal Stefan Radosavljevic skoraði bæði málini hjá gestunum hendan dagin, ímeðan Ken Fagerberg skoraði okkara. Av teimum sum vóru á dómaraseðlinum tann dystin eru tríggir framvegis í 07 Vestur; Janus Samuelsen, Dann Fróðason og Jóannis á Steig.
Hóast 07 Vestur liggur aftast við einum stigið, so eru vit farorittar í dag, í øllum førum hjá veddingarfyritøkum og hjá Sona tipparum. Og á heimavølli ímóti einum uppflytara eiga vit at fáa fulla úrtøku.
Hóast tapini í ár, so hevur spælið slett ikki verið so galið. Skráin hevur verið trupul, ímóti topp 4 frá í fjør, men vit hava skorað mál í øllum dystunum uttan ímóti Víkingi. Men tað var hóast alt á útivølli ímóti føroyameistarunum, og teir skoraðu heldur ikki. Og eitt stig á útivølli ímótí FM-vinnarunum er so avgjørt góðtikið. Við einum sigri í dag lyfta vit okkum fleiri fet upp eftir listanum, og tað er við góðum treysti vit fara á Dundasand í dag.
Koyr á 07 Vestur!
Góðan dyst!
jon@lbf.fo
Jóhannesarson
Magnusarson
Nielsen andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið løk, men blaðið er komið út til hvønn heima
fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur
í Sandavági
Finn meg á
Tlf: 213577
Lastvognskoyring v/ Erhard Dam
Ein partur av Føroya søgu og eisini Vága og Mykinesar søgu, sum ikki hevur verið so nógv at hoyrt um, er um, tá ið hálendska herskipið “Walcheren” fórst undir Føroyum.
Hendingin er annars væl dokumenterað, helst vegna tað, at so nógvir virðismiklir lutir vórðu funnir í vrakinum.
Sonni Jacobsen
Íein herviligari sunnanódn tann 17. september 1677 spjaddist ein hálendskur handilsfloti við Føroyar. Í flotanum vóru 12 skip undir leiðslu av Johan van Dam, landfúta í Ambon. 10 skip samlaðust seinni aftur í Hvalba. Eitt skip “Het Wapen van Amsterdam” rak á land í Íslandi og varð vrak, og eitt annað, “Walcheren”, sigldi á land nakað norðanfyri Kvívík, gjørdist vrak og teir flestu av skipsmonnunum sjólótust. “Walcheren” var av størstu herskipum tá í tíðini, hevði 70 kanónir og 380 mans sigldu við skipinum, smb. hollendsku søgubókunum. At so stórt herskip var við í skipafylginum, sigur nakað um týdningin av farminum, skipini førdu. Umframt at “Walcheren” var verjuskip hjá konvoyini, hevur hon eisini ført nakað
av vøru. Teir vóru saman við tveimum øðrum skipum á veg inn á Vestmanna at kroka, hinum báðum skipunum eydnaðist í øllum góðum at sleppa inn á Vestmanna.
Vrakið loysnar og rekist um landið
Seinni losnaði vrakið av “Walcheren” og rak suðureftir og strandaði við Hvalba á Suðuroynni, losnaði aftur og partur av vrakinum fórst at enda við Mykines.
Gravgangur eftir vrakrestum Áðrenn vrakið hvarv, eydnaðist at bjarga nógv av tí. Fólk á staðnum fingu góða bjargingarløn frá reiðarínum – ein triðing av virðinum og tey veittu eisini nógva sjálvbodna hjálp. Samlaða virði av lastini hjá flotanum hevði eitt virði upp á yvir 1,3 milliónir gyllin. Eitt ófatiligt tal fyri føroyingar tá á døgum. So ætlast má, at hvørt skipi hevur ført ein farm upp á yvir
100.000 gyllin í virði hvørt. “Walcheren” hevur kortini helst ført minni enn hetta, tá hon var herskip. Bjargingin av farmi frá “Walcheren” hevði eitt virði upp á tilsamans 9700 gyllin, so ætlast má, at bert ein partur er komin aftur á eigarans hendur, tí ikki varð øll vøran latin aftur til eigararnar, skilst. Í Føroyum varð handla dúgliga við bjargaðum vørum, so sum: silkiklæði, eysturindiskir dúkar, pipar, gimsteinar, gull, silvur og krystallir –hetta var stórhending hjá føroyingum.
Føroyingar klagaðir fyri rán og stuldur
Van Couvenburgh, umboðsmaður hjá reiðarunum, royndi sjálvur at bjarga tí, ið bjargast kundi, og klagaði íðuliga til landsins myndugleikar um rán og stuldur, ið miðvingar, sørvingar og mykinesmenn og menn úr øðrum bygdum við gjørdu seg sekar í. Í løgtingsbókini 1666 – 67
og í vártings og løgtingsbókini 1667 –90 finnast nógv sakarmál, ið viðvíkja bjarging av farminum av “Walcheren”. Suðurstreymoyar prestur, ið longu var í ónáðum hjá myndugleikunum, misti kjóla og kraga vegna handil við nøkrum av hesum vørum.
7. og 8. juni 1871 fær skipið hjá Restorff, “Lerkurin”, fatur á tveimum málmkanónum undir Mykinesi og førir tær til Havnar. Onnur kanónin var 5 ¼ alin long meðan hin var 4 alin og 21 tummar long. Tilfarið var fyri ein stóran part kopar. Á tí størru kanónini kundi lesast: “Johannes” aftan fyri fangholið og framman fyri holið var merkið: ein sirkul við einum stórum V mitt inni í, undir vinstra v-beininum stóð o og undir høgra v. Hesar kanónirnar vórðu sagaðar sundur og seldar av landinum fyri 2.000 ríkisdálarar. Hildið verður, at (framhald á síðu 16.)
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.
Venjari: Dan Brimsvík
Leikari:
Rasmus Olsen
Hunter Bell
Jimmy Abdul
Emmanuel Andorful
Pætur Augustinussen
Jákup Joensen
Salmundur Bech
John Villi Leo
Olivur Thomsen
Eliasu Champang
Alexander Kilgour
Dánjal Godtfred
Teit Hjelm
Fríði Holm
Olaf Godtfred
Bjartmar Holm
Ari Joensen
Frans á Løgmansbø
Jónas Thomsen
Tróndur Sjúrðarson
Venjari: Palli Augustinussen
Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Vit leggja dent á at hava dygdarbesta útbúnaðin. Hetta gera vit fyri at tryggja góðsku, tíðarætlan og prísstøði. Okkara fjølbroytti útbúnaður ger, at vit kunnu átaka okkum allar gravi-, lyfti- ella flutningsuppgávur fyri bæði vinnu- og privatkundar.
(framhald av síðu 7.)
kanónirnar stavaðu frá “Walcheren”.
Tann 9. apríl 1979 eydnaðist tað vaktar- og bjargingarskipinum “Tjaldrinum” at bjarga tveimum kanónum upp av havsins botni við Mykines, sum ætlaðust at stava frá “Walcheren”. Kanónirnar eru úr jarni, umleið 2 metrar til longdar og tvørmátið við endarnar er ávíkavist eini 20 cm. og 40 cm. Tær vóru illa farnar av briminum, men rustskónin var kortini bert 3 – 30 mm.
Tað var ikki av tilvild, at leitað var júst á hesum stað, tí tað var søgn í Mykinesi, at kanónir skuldu liggja har. Annars skriva bæði J. C. Svabo (1781-82) og J. Landt (1800) um kanónir, sum síggjast væl í góðum veðri tætt við land undir Mykinesi, og Svabo nevnir eisini, at onkur skal hava roynt at fingið tær upp, men mátti gevast, tí línurnar vóru rotnar.
Byrsa funnin í Hvalba
Annað er eisini funnið av “Walcheren”. John Berg í Nesi fann eina gamla byrsu í sandinum í Nesi í Hvalba, tá tey summarið 1996 ruddaðu sandin, sum róptur verður Lítlibøur. John sá nakað stinga upp úr sandinum, og tað vísti seg at vera ein byrsubrók, sum varð tjúkt løgd við forsteinaðum sandi. Byrsan var hildin at vera umleið 400 ára gomul. Danskir serfrøðingar hugdu at myndum av byrsuni og hildu seg kunna siga við vissa, at byrsan er hollendsk og stavar frá umleið
Oyggin Walcheren í Hollandi, sum skipið hevði navn sítt eftir
ár 1600. Tvey turkaskip strandaðu í Hvalba ár 1628, men meira sannlíkt er, at byrsan stavar frá hollendska skipinum “Walcheren”, søgdu søgufrøðingarnir. Ymist annað av hesum skipi er funnið aðrastaðni í Føroyum, m.a. funnu kavarar nakrar lutir norðan fyri Kvívík, og fyrst í 1980-árunum fekk Jens Chr. Svabo kanónir í trolið. Fornminnissavnið hevur byrsuna í varðveitslu. Byrsan er í ringum standi, men kortini kann sigast, av hvørjum slag byrsan er. Savnið hevur onga aðra líka byrsu.
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.
Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00
Et, alt tú orkar, fyri 139,-
(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
Og títt barn etur fyri einans 70,-
(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Bólkar (min. 10 fólk) 100,-
(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið
www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.
mánadag til leygardag 9-22
Kundi tú hugsað tær at sæð ein dyst í eini av heimsins bestu fótbóltsdeildum, Premier League?
Nógvir vegir eru til Premier League við Atlantic Airways. Tú kanst flúgva beinleiðis til Edinburgh, og haðani er lætt at koma víðari til allar teir stóru fótbóltsbýirnar í Onglandi.
Og í summar – frá fyrst juni til síðst í august – verður eisini flogið beinleiðis til London, har tað eru ikki færri enn sjey Premier League lið heimahoyrandi!
Edinburgh: Hvønn mánadag og hósdag
London: Hvønn týsdag og leygardag frá 1. juni til 31. august
Keyp nú á atlantic.fo
1. 09-03-2025 KÍ - 07 Vestur 1-3
2. 16-03-2025 07 Vestur - HB 1-2
3. 30-03-2025 Víkingur - 07 Vestur 0-0
4. 04-04-2025 NSÍ - 07 Vestur 4-1
5. 13-04-2025 07 Vestur - FC Suðuroy
6. 17-04-2025 TB - 07 Vestur
7. 25-04-2025 07 Vestur - B36
8. 03-05-2025 B68 - 07 Vestur
9. 09-05-2025 07 Vestur - EB/Streymur
10. 16-05-2025 07 Vestur - TB
11. 25-05-2025 07 Vestur - B68
12. 31-05-2025 EB/Streymur - 07 Vestur
13. 14-06-2025 07 Vestur - KÍ
14. 22-06-2025 07 Vestur - HB
15- 27-06-2025 B36 - 07 Vestur
16. 05-07-2025 FC Suðuroy - 07 Vestur
17. 02-08-2025 07 Vestur - Víkingur
18. 10-08-2025 NSÍ - 07 Vestur
19. 17-08-2025 HB - 07 Vestur
20. 23-08-2025 07 Vestur - TB
21. 30-08-2025 07 Vestur - B36
22. 14-09-2025 FC Suðuroy - 07 Vestur
23. 21-09-2025 Víkingur - 07 Vestur
24. 28-09-2025 07 Vestur - NSÍ
25. 04-10-2025 07 Vestur - KÍ
26. 19-10-2025 B68 - 07 Vestur
27. 25-10-2025 07 Vestur - EB/Streymur
TrygdarTøkni er ein fyriTøka við sTórari fagligari viTan innan Trygdarøkið
Okkara serkunnleiki er aT veiTa ráðgeving O
Og heildarlOysnir innan elekTrOniska- Og mekaniska Trygd, herundir sølu, uppseTan Og viðlíkahald av vakmyndaTólum, alarmskipanum Og elekTrOniskum lásaskipanum.
AGA - Føroyar er veitari av øllum gasssløgum innan heilsuøkið og ídnaðarvinnuna. Øll gasssløg og gassútgerð eru av merkinum AGA, Kosangas og Sievert. Innan ídnaðarvinnuna hava vit eisini umboð uppá alla sveisiútgerð, elektrodir o.a av merkinum ESAB. Innan hotel og matvøruídnaðin umboðað vit FAGOR. Grillir og grillútgerð er frá Napoleon, sum vit eisini hava umboð uppá.
Tá tú ert á ferð
At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát. Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar
Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili 94%