Sjógvur & Fólk — #5

Page 9

9

SJÓGVUR & FÓLK — #5

Framherja tó ávaring afturvið

Gaffiltrukkur til arbeiðis at hjálpa til at fáa fongin hjá Akraberg yvir í frostgoymsluna hjá Bergfrost; Fryst fiskavøra verður lossað úr lastini á Akraberg.

MARIA OLSEN

Frystilínuskipið Stapin skuldi til Eystur Grønlands í næstum, um tað mundið vit tosaðu við reiðaríið tíðliga í august. Eins og Stapin hevur hitt línuskipið hjá Framherja, Skørin, fingið væl av góðum toski í eina tíð; túrarnir hjá Skørini eru tó sum vera man væl styttri við tað at talan er um feskfisk. TÝÐANDI SAMSTARV ĺ leiðslufrágreiðingini til ársroknskapin hjá Framherja varð sligið fast, eins og árið fyri, at útlit eru fyri lønandi rakstri; tó varð samstundis ávarað um at úrslitini kunnu skjótt fara at minka munandi við tí almenna vinnupolit­ ikki sum hevur verið førdur. “Landsins leiðsla hevur avgjørt at partur av Barentshavs kvot­ uni og pelagiska tilfeingin­um skal seljast á uppboðssølu,” varð staðfest. “Hetta gongur út yvir lønsemið og úrslitið hjá felagnum.”

Stjóri er Anfinn Olsen. Elisabeth Eldevig og hann stovn­aðu felagið í 1990unum sam­an við tí íslendska felagn­ um Samherji, og eiga tað framvegis saman. Parturin hjá Samherja er tó spakuliga mink­aður gjøgn­ um árini og er ídag um 24 prosent. Anfinn Olsen og Elisabeth Eldevig hava bæði master út­ búgving innan fiskivinnu­ tøkni. Tá tey stovnaðu Fram­ herja og byrjaðu í smáum, var bú­skap­ar­lig kreppa í Føroyum. Av­bjóð­ingarnar vóru stórar, og

tað var alt annað enn lætt at koma í gongd. “Tað tekur langa tíð at bygg­ja nakað upp í hesari vinn­u ni,” viðmerkti Anfinn Olsen. “Tú sleppur ikki und­ an at gera ein stóran innsats yvir longri tíð og tú noyðist at toyggja teg nógv og veru­ liga stríðast fyri tí eisini—og vænt­a at forðingar eru á vegn­ um. Eitt sum var ógvuliga tor­ført, serliga tey fyrstu árini, var at tað kravdist nógv meira likvidir pengar enn hvat vit høvdu roknað við. Tað fyrsta skip­ið vit keyptu var eitt ódn­

MARIA OLSEN

artak, og tað var kortini alt ov lít­ið av kvotu til at fáa veruligt virk­semi í. So tað var eitt baks øll tey árini at leggja lunnar undir tað sum so við og við bleiv til hesa fyritøkuna.” Samstarvið við íslendingar hevur havt stóran týdning. “Tað tætta samstarvið vit hava havt við Samherja hevur giv­ið báðum pørtum nógvar fyri­munir, til dømis innan fiski­ v innutøkni men eisini handils­ l iga og fíggjarliga,” legði stjórin afturat. “Nú sigur tann nýggja lóg­ in at útlendingar skulu ikki

kunna eiga nakran part í før­ oysk­um fiskiskipum. Vit hava tó framvegis eina vón um at pol­it­i k­a rar fáa tann partin broytt­an aftur áðrenn skaðin av tí verður ov stórur. Tí at heilt forbjóða útlendskari lut­ tøku í vinnuni er sum at skjóta seg sjálvan í fótin; vit eiga at loyva tí í avmarkaðan mun, og hava eitt munadygt eftirlit við at tey mørk sum lógin setir verða yvirhildin. Upp á tann mátin tryggja vit at ágóðin frá tí føroyska fiskiríkidøminum kemur tí føroyska samfelagn­ um til góðar.” []

JENS KRISTIAN VANG


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
Sjógvur & Fólk — #5 by Nordixis - Issuu