Sjógvur & Fólk — #5

Page 8

8

SJÓGVUR & FÓLK — #5

Framgongd hjá

Villur ella aldur fiskur… (framhald av s. 7) øðrum, aftaná 8 ella 12 ára upp­ sagnar­ t íð, eigur alarin í høvuðs­ heit­u m 12 ára gamlar aliringar at niðurskriva, meðan reiðarin hevur eitt 8 ára gamalt skip sum longu tá skal vera liðugt niðurskrivað og hava mist sítt virði, sum er absurd. Út frá hesum er greitt, um nakað, at eitt fiskiloyvi eigur at hava longri upp­ sagn­ar­tíð enn eitt aliloyvi. Eitt nú gjørdi Strand­ ferðsl­ a n, sum hoyrir und­i r Sam­ferðslu­mála­ ráð­ið, í juni 2019 nýggj­a r sáttmálar um buss­koyring, og longdi ára­m­á l­ið úr fimm upp í sjey ár, hetta tí at fimm ára avtala varð mett at vera ov stutt.

Semja var soleiðis um at báðir part­ar fingu nakað burt­ur­úr at leingja ára­ málið av­talan var gald­andi. Hóast nøkur saklig grundgev­ ing fyri áseting av longdini á ali- og fiskiloyvum ikki sæst, so ger tað seg galdandi at bæði áramálini eru ásett í góðum tíðum, tó at tað serliga er í ringum tíðum at ein lóggáva skal standa sína roynd. “Tað er greitt at loyvini hjá ali­ vinn­u ni eru munandi trygg­a ri og betri enn tey hjá fiski­v innuni,” segði Hanus Hansen. “Men hví tað er so—er tað eft­ir øllum at døma eingin sum veit.” []

Skipini hjá Framherja fiska væl, ikki minst góðum toskatíðum heima og á fjarleiðum fyri at takka; og makrelur er guff, serliga tá veiddur við nót til japanskar keyparar—tó ávarar leiðslan móti uppboðssølu av fiskirættindum.

GRUNDLEGGJANDI TREYTIR: FISKIVINNA/ALIVINNA Fiskivinnan

Alivinnan

Loyvi/rættindi 8 ár

Loyvi/rættindi 12 ár

E

Tilfeingisgjald uppsjóvarfiskur 10-30% Tøkugjald 5% Tilfeingisgjald botnfiskur 0%

Tøkugjald 5%

Antitrust 20%

Antitrust 50%

Max útlendskur ognarskapur 0%

Max útlendskur ognarskapur 100%

Uppboðssøla av rættindum 15-25%

Uppboðssøla av rættindum 0%

Menningarkvotur 8,5%

Menningarkvotur 0%

Útlendsk luttøka… (framhald av s. 6) av nakrari størr­i ætlan ella strategi. Við øðrum orðum sæst eingin reyður tráður í hes­um avgerðum; hinvegin tykist talan vera um lóg sum verður smíðjað ad-hoc. Um alivinnan er nøgd við støðuna so er tað kanska tí at vinnan hevur verið við í tilgongd­ ini, sannlíkt av tí orsøk at hon hevur samskipað síni áhugamál væl og talað sína søk við felags rødd. Hvat viðvíkur kørmunum fyri fiskivinnuna er hinvegin samtykt á tingi at allir útlendingar skulu út úr vinnuni í seinasta lagi í 2024. Tað merkir at teir útlendingar sum eiga noyð­ast at selja. Um teir ikki gera tað, so missir felagið loyvi at reka vinnu. Lóg­gávan loyvir sostatt ikki at tey sum áttu áðrenn lógin bleiv samtykt framhaldandi kunnu eiga—beint

Laksaaling á Gøtuvík.

mótsett tí sum er galdandi í ali­v inn­ uni. Eingin almenn grundgeving fyri­ liggur fyri hesari áseting, sum eisini er partur av politiskum semjum gjørd­ar á náttartíð handan stongdar dyr. Ein avleið­ing av hesum er at Íslands­sátt­málin er uppsagdur. Tað varð tó ikki nevnt í viðmerkingunum til fiski­v innu­nýskipanina. Hvør avleiðingin verður av av­tal­ um við ES og Bretland fæst neyvan at vita fyrr enn í 2024. Og um parta­ brøv­ini verða tvangsseld, kann talan ger­ast um endur­g jaldskrøv tá av torn­ ar. Tó er einki av hesum viðgjørt í við­merkingunum til ta samtyktu fiski­v innu­ný­skipanina, og tí ber held­ ur ikki til at siga hvat fyri støðu Løg­ ting­ið hevur til hetta. []

MARIA OLSEN

Búi Tyril

IN AV TEIMUM fremstu og mest fjøl­ táttaðu fyritøkunum innan ta føroysku fiskivinnuna, Framherji, hevði eina netto­sølu sum kom upp á nærum 550 milliónir krónur í fjør, sambært rokn­skapin, næstan 100 mió. meira enn árið fyri. Ársúrslitið táttaði upp ímóti 85 mió. kr., eitt yvirskot 14 mió. hægri enn tað sum lá á botnlinjuni fyri 2017. Samtakið rindaði tilsamans 101 mió. í skatti og tilfeingisgjøldum í 2018, svarandi til 54 prosent av úrslitinum áðrenn skatt; árið fyri rindaði samtakið 56 mió. í skattum og avgjøld­ um, sum umboðaði 44 ps. av úrslit­inum áðrenn skatt. Miðaltalið á fulltíðarsett­um starvsfólkum vaks upp í 128, úr 122. Virksemið í Framherja er sterkt fokuserað á fiskivinnu men er samstundis spreitt yvir fleiri lyklaøki innan hesa vinnu á sjógvi og landi. Eitt er uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg; eitt annað frystitrolarin Akraberg; eitt triðja línuskipini Stapin og Skørin; og eitt fjórða lut­ vísur ognarskapur í reið­a rín­u m og upsa- og saltfiskavirkinum Faroe Or­igin, frystivirkinum Pelagos og frostgoymsl­uni Bergfrost. Fagraberg tekur rættiliga nógv og hevur al­ tíð verið kendur fyri at fiska væl; tí umboðar hann eisini ein trivaligan part av virkseminum í Framherja. Tann heldur minni men væl nýggjari Høgaberg—sum eisini er betur útgjørdur hvat køling viðvíkur—hevur, í samstarvi við Pelagos og japanskar fiskakeyparar, veitt makrel við nót í eina tíð sum eitt slag av royndar verkætlan fyri at vita um teir kræsnu keypararnir kundu góð­ taka vør­una. Sambært upplýsingar frá Framher­ ja og Pelagos hevur hetta eydnast so mikið væl at fitt av nótafiskaðum makreli varð útfluttur til Japan í fjør, og tann samhandilin heldur fram. Akraberg, sum fiskar við dupultum troli, gjørdi herfyri ein roktúr í Barentshavinum og kom heim í juli við 920 tonsum av frystum toski og 400 tonsum av súrløgu, aftan á fiskarí í bert 18 dagar. Umframt tosk og hýsu fiskar Akraberg eis­ini rækjur. Skipið hevur tó ikki eina fult útgjørda rækjuverksmiðju um­ borð, og tí verður tann veiðin fram­ leidd sum frystar posa­rækjur. Og tá tað ikki er nøkur verksmiðja í Føroyum sum tekur ímóti rækjum, er loyvt føroyskum fiskiskipum at landa rækjur uttanlands, og hetta hevur Akraberg eisini gjørt brúk av nakrar ferðir.

Reiðarin, vinstrumegin, á brúnni umborð á Akraberg, saman við Eyðun á Bergi, skipara; Akraberg inni á Fuglafirði í juli aftan á roktúr (niðri undir); Fagraberg (niðast vinstru­ megin á mótsettu síðu); Høgaberg (niðast høgru­ megin á mótsettu síðu).

MARIA OLSEN


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.