40
SJÓGVUR & FÓLK — #5
‘Ikki altíð best fyri fiskastovnar at skerja veiðina’
Tað gevur ikki meining at tvíhalda um ein einfaldan frymil sum setir natúrligan fiskadeyða alt ov lágt—fiskifrøðilig ráðgeving átti at slept dogmatikki og gjørt meira við lívfrøði og havfrøði, sigur Eivind Jacobsen, ið granskar fiskiskapin undir Føroyum. MARIA OLSEN
H
Búi Tyril
V USSU kunnu vit hækka okkara MSY (maximum sustain able yield) við 15 prosentum og kortini fiska burðardygd? Tann spurningin er Eivind Jacobsen farin undir at gran ska, í einari verkætlan sum hann vónar harvið kann geva svar upp á fleiri av teimum spurningum um fiskiskapin undir Føroyum sum fólk inn an fiskivinnuna hava reist tey seinastu mongu árini. Eivind Jacobsen er strand ingur, fyrrverandi fiskiskipari og fyrrverandi borgmeistari í Sjóvar Kommunu. Hann er eisini kendur sum vinnulívs maður—eitt nú átti hann Stranda Máling í nógv ár—og sum viðmerkjari í tí almenna rúminum; harafturat er hann kendur sum vertur fyri væl umtóktum útvarpssending um á R7, nevniliga Metis og Kom á 2069. ĺdag arbeiðir hann sum fríyrkis journalistur umframt at arbeiða við sínari gransk ingar verkætlan. “Eg havi altíð havt áhuga fyri fiskiskapi, kanska ser liga tí eg eri uppvaksin við fiskivinnuni tætt uppá,” sigur hann. “Pápi var eisini skipari, og hann veit nógv um fiskarí og søgu um fiskiskap og skip og alt tað. So har er longu ein byrjan.” Men hvat fekk teg at fara í holt við at granska fiskiveiði undir Føroyum? “Tað er fyrst og fremst áhugi fyri evninum. Har vóru eisini ábendingar um at nógv av tí sum fiskimenn siga um fiskiskap er rætt, og ráðgev ingin hjá ICES kann vera
MARIA OLSEN
Eivind Jacobsen, fyrrverandi skipari, er farin í holt við gransking innan fiskiskap undir Føroyum; Sild í framleiðslu (niðast).
ivasom. Har eru onkur glopp, nøkur ting sum ikki hanga saman tá tað kemur til ta fiskif røðiligu ráðgevingina— og tann ráðgevingin hevur jú sera stóra ávirkan á fiskivinn una, umvegis tað lógarliga umhvørvið sum vinnan hevur at innrætta seg eftir.” Hvat er tað serliga sum tú hyggur eftir í granskingini? “Partur av tí er ein grein ing av týðandi veikleikum í ávísum modellum sum verða brúkt til fiskifrøðiliga ráðgev ing. Ymiskt bendir á at støði ikki altíð verður tikið í hav lívfrøði ella havfrøði tá víst verður til vísindaliga ráðgev ing frá fiskifrøðini, men meira í einum rokniarki—einum gomlum frymli frá 1950unum
sum tíðin langt síðan er farin frá.” Kanst tú siga eitt sindur meira um tað? “Ja, har hugsi eg um tað sokallaða V PA-modellið, sum av onkrari grund vann undirtøku, kanska av tí at tað gav eitt einfalt svar upp á na kað sum er alt annað enn ein falt. Sambært tað modellið, sum tað enn verður tvíhildið um, setir man alt sum eitur natúrligur fiskadeyði til eitt konstant tal, eitt miðaltal—og tað er eitt rættiliga tilvildar liga valt tal, uttan vísindaligt grundarlag. Har sigur man at bara 20 prosent av tí fiski sum er gýtingarførur, t.e. tvey ár og eldri, doyr av natúrligum orsøkum; restin av øllum sum doyr, sigur man víðari, er tað sum verður fiskað. Og so ger man metingar av fiskastovn um út frá hesum, við at taka landingartøl og rokna aftur eftir, og ganga og dividera út frá somu premissu, nevniliga at bara ein fimtingur av fiskin um doyr natúrliga og restin sum doyr er tað sum verður fiskað.” Jamen, er tað so skeivt?
“Tað er fullkomiliga burt urv ið at brúka eitt so tilvildar ligt tal sum støði í ráðgeving ini. Hartil stendur greitt ídag at nógv meira enn fimtingurin av tí fiski sum kemur undan doyr av natúrligum ávum. Tað veruliga talið liggur uttan iva væl oman fyri 50 prosent; men veruleikin er at tað vari erar óendaliga nógv, so tað er neyvan lætt, um yvirhøvur gjørligt, at finna fram til hvat tað veruliga miðaltalið er. Ein hampiligur toskur gýtir eini 8-10 milliónir egg, eina til tvær ferðir í sínum lívi; so mikið er staðfest havlívfrøði liga—og av øllum hesum milliónunum av eggum koma í miðal bert eitt-tvey undan og verða til vaksnan fisk. Um alt kom undan, hinvegin, hevði eitt par verið nóg mikið til at hildið einum stovni uppi. Tað er púra greitt at ein sera stórur partur av fiskinum doyr natúrliga—hann kann verða etin av øðrum fiskum, kópi, hvali ella sjófugli, ella doyg gja í hungri. Síðani kemur eis ini at fiskurin flytir seg, fyrst og fremst í mun til føði, men eisini í mun til ymiskt annað í
havvistfrøðini, so sum broyt ingar í temperaturi, saltinni haldi og annað.” Men er tað ikki betri fyri fiskastovnarnar og tryggari fyri okkum at veiða ‘ov lítið’ heldur enn at veiða ‘ov nógv’? “Eg haldi vit skulu gera hvørki. Vit skulu veiða so nógv sum møguligt men burðar dygt; tað er best fyri fiska stovnarnar og tað er best fyri okkum. Tí tað sum í dagsins ráðgeving verður gloymt, men sum er heilt grundleggjandi í øllum hesum, er føðin. Fiskur er í nógvar mátar sum aðrar livandi verur og søkir seg til har ið føði er at fáa. Vit vita at fiskur sum fær ov lítið at eta, hann verður rak og veikur, og gýtir ikki. Tað merkir—og tað vita fiskimenn og flest øll sum hugsa seg um—at um tað er ov lítið av føði í part, so verður minni liviligt og minni vøkstur. So tá tú hevur ein ov stóran stovn, eisini tá talan er um ungfisk, er best fyri stovnin at fiska av honum so hann minkar; tí tá verður meira føði til tað sum livir eftir. Tí er tað ikki altíð best fyri fiskastovnar at skerja veiðina.” []