Sjógvur & Fólk — #5

Page 15

15

SJÓGVUR & FÓLK — #5

við eystanlond

Útflutningsvirði í 1.000 kr: Størstu 24 keyparalond

Á fiskivinnumessu í St. Pætursborg, Hákun Djurhuus hittir ráðharra úr Murmansk; Frá Economic forum í St. Pætursborg fyri stuttum— sendimaðurin saman við m.a. umboðum fyri Vónina (niðast).

størri sínámillum samstarv, er eitt árligt búskaparforum tey kalla Eur­ asian Week, eitt forum bæði fyri EABS lond­ini og triðjalond so sum Føroyar. Í fjør var Armenia vertur fyri til­takinum, og tá vóru umboð fyri al­ mennu Føroyar og Vinnu­húsið við. Í ár verður Eurasian Week í Kyrgyzstan frá 24. til 27. september, og næsta ár verður tað í Hvítarusslandi. Sambært sendimann­in geva hesi tiltøk góðar møgu­leik­ar at byggja upp samband við myndugleikar og vinnulív í EABS londunum. “Tað er for­bið­ið interessant at hoyra per­spektivini hjá hesum lond­um um hvar tey fara, ikki minst í mun til triðja­lond,” viðmerkti hann. Umframt hesi tiltøk er eis­ini eitt risastórt árligt altjóða búskaparligt forum í St. Pætursborg, har føroysk

vinnu­umboð og umboð fyri før­oyskar myndug­leikar hava verið við. Á hvør­ jum ári luttaka yvir 10.000 fólk úr meira enn 120 londum, so hetta er eitt tað størsta í heiminum av sínum slag har stór ­f yri­t økur luttaka, umframt bæði stjórnar­l eið­a rar og uttanrík­ sráðharrar. Eitt nú var ein stór send­ inevnd úr USA við seinast, hóast tey politisku viðurskift­ini mill­um USA og Russland hava verið eitt sindur ivasom í seinastuni. Har­a fturat var ES um­ boðað, umframt ein­støk ES lond og EBS londini. Hákun Djurhuus legði dent á at hesin stóri altjóða áhugin fyri tí ið fyriferst í EABS økinum er ein spegling av at tað hendir sera nógv har. STERKUR STERTUR Russland er ídag so nógv tann størsti einstaki marknaðurin fyri føroysk­a r

fiska­vørur, og tað er serliga alifiskur og pelagiskur fiskur vit útflyta til Russ­ lands. Útivið 30 prosent av tí russiska inn­flutninginum av fiskavørum kemur úr Føroyum, skilst—og tað sigur ikki lítið, tí Russland er stórt, og fólkum har dámar væl fisk. “Tað er vanligt at síggja føroysk­ an laks á menu’ini á matstovum her,” segði Hákun Djurhuus. “Og tá eg sigi at eg eri úr Føroyum, er tað ikki óvanligt at fólk smílast og vísa seg at vita nokkso nógv um okk­ ara land.” Hetta gevur ikki bert eina mynd av tí alstóra týdningi tann russiski marknaðurin hevur fyri føroyskan út­ flutning og búskap, og harvið fyri livi­ støðið og vælferðina tí í føroyska sam­ felagnum—tað vísir at Føroyar er eitt óvæntað sterkt vørumerki í Russlandi. Tá Føroyar í 2011 við Jacob Vest­ er­gaard sum fiski­mála­ráð­harra, eftir úrslita ­­leys­a r sam­r áðingar við hini makrel ­lond ­ini, ásetti sær sína egnu makrel­k votu uppá 150.000 tons, gjørd­ist ein avleiðing at ES boykottaði før­oyskan makrel. Tískil mátti finnast ein nýggjur marknaður fyri hend­a n fisk ­in. Og tá so ES og onnur lond sam­ tyktu eitt handils­bann ímóti Russland í 2014, fór táverandi løgmaður, Kai Leo Johannesen, til Russlands at sam­ ráðast um sølu av føroysk­um laksi til russarar. Hesar hendingar góvu Før­oyum eina serstøðu á tí russ­iska marknað­ in­um. Hygg­ja vit at teimum før­oysku út­ flutn­ings­tølunum, sæst at í ár­u n­u m 2008-2010 var ávís­ur út­flutn­ingur til Russ­lands, men hesin kann næst­a n kallast ein við­fáningur í mun til tað ið hendi seinni. Í 2011 er eitt lop upp­eft­ir, og í 2012 nærkast út­flutn­i ng­u rin eini hálvari milliard krón­u r. Síð­ani tekur gongd­ in veru­liga dik á seg, og í 2016 tátt­ar sølan til Russlands í tvær milliardir kr. 2017 var eitt serliga gott ár, har útflutn­ing­ur­in kom upp á hálva triðu mill­iard, og í 2018 lá hann væl oman fyri tvær milliard­ir. So tað er einki at taka seg aftur í at hetta snýr seg um ovur­honds stór virði, serliga fyri eitt so lítið land sum Føroyar.

2017 2018 Russiska Ríkjasambandið 2.534.412 2.190.711 Stóra Bretland 769.537 840.205 Danmark 562.693 705.710 USA 778.959 705.303 Kina 460.106 644.248 Noreg 465.082 379.722 Italia 292.587 336.106 Póland 252.626 270.405 Spania 227.458 256.486 Frankaríki 249.691 236.363 Týskland 746.993 209.093 Niðurlond 447.278 188.515 Ísland 120.306 142.807 Nigeria 92.964 132.005 Portugal 44.826 71.295 Svøríki 74.624 56.867 Grønland 46.286 56.816 Litaua 67.092 56.666 Kanada 32.536 55.644 Japan 60.027 51.631 Sam. Arabisku Emiratini 36.814 51.006 Belgia 52.635 47.986 Ukraina 13.675 40.850 Grikkaland 35.002 34.522

Útflutningsvirði í milliardum kr til Russiska Ríkjasambandið 2008-2018 3.0 2.5 2.0 1.5 1.0 .5 0

08 09 10 11 12 13 14 15 16 17 18

Kelda: Hagstova Føroya

KAPPINGIN KEMUR Føroyar hava fyri neyðini at smíða meðan jarnið er heitt, tí tað ber ikki til at siga nær handilsbannið hjá ES mót­veg­is Russlandi verður av­tik­ið og tey viðurskiftini verða norm­a l ­is­erað. Handilsbannið er nýliga blivið longt við ein­um ári, og enn bendir einki á at tað verður avtikið innan stutta tíð; men tá ið tað eina­ferð hendir, missa Føroyar ta ser­støðu á tí russiska markn­að­in­um sum vit hava havt nú tey seinnu árini. “Tá hevði verið gott um vit vóru kom­in á mál við einari frí­handils­ avtalu,” segði sendi­maðurin. “Tí vit skulu minn­ast til at Føroyar eru lítlar (Framhald á næstu síðu)

Føroysk sendifólk kring heimin FØROYAR hava sendifólk í Moskva, Brússel, Keypmannahavn, London, Reykjavík, og nú eisini Beijing. Tey føroysku sendi­fólkini eru í starvi í fýra ár í senn við møguleika fyri at leing­ja setanina nakað. Tey virka eitt nú sum millumliður mill­ u m føroyskar og útlendskar myndugleikar og millum føroyskt og útlendskt vinnulív. Eis­ ini arbeiða tey við at tryggja vunn­in rættindi og vinna nýggj rættindi fyri Føroyar, umframt at markn­aðarføra landið á ymsum økjum og viðgera fyrispurn­ing­a r frá fólki úr vinnu og øðrum pørtum. []


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.
Sjógvur & Fólk — #5 by Nordixis - Issuu