VFI ársfragreiðing 2014

Page 1

Visit Faroe Islands

ÁRSFRÁGREIÐING 2014


INNGANGUR 3

Innihald

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

FERÐAVINNAN 2014 Í TØLUM

4

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI

10

STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM

12

VISIT FAROE ISLANDS

16

BRANDIÐ FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM

18

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 57 MIÓ. KR.

22

FØROYAR SUM RÁÐSTEVNU- OG FUNDARLAND

28

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2014

30

ONNUR TILTØK

64


Inngangur 2014 fer afturum sum eitt sera produktivt ár fyri føroysku ferðavinnuna. Nýggja strategiin kundi nú av álvara setast í verk, eftir at grundfortreytirnar fyri ferðavinnuni í Føroyum vórðu liðugt endurskaptar í 2013. Í løtuni peika øll tølini rætt. Fleiri ferðafólk um flogvøllin, fleiri ferðafólk sjóvegis, fleiri gistingar og størri samlaður umsetningur í vinnuni. Hetta árið hevur serligt fokus verið lagt á at víðarimenna altjóða PR-arbeiðið, sosialar miðlar og Føroyar sum ráðstevnuland. Árið endaði við, at vit høvdu heili 162 fjølmiðlafólk á vitjan í 2014, herímillum nógvar av heimsins størstu miðlum, so sum National Geographic Traveler, CNN og Newsweek. PR-virðið endaði á meiri enn 57 mió. kr. í 2014. Hetta er næstan ein trífalding í mun til árið fyri. Eitt einastandandi úrslit! PR-arbeiðið, saman við einum mál­rættaðum innsatsi á sosialu miðlunum, hevur gjørt Føroyar nógv meira sjónligar á altjóða marknaðinum seinasta árið enn nakrantíð áður, og tað er bæði í printaðum og talgildum miðlum. Arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum eitt unikt land fyri ráðstevnur og fundarvirksemi er eisini sera nógv ment hetta árið og byrjar nú at geva ítøkilig úrslit. Í 2014 fingu vit eisini fyri fyrstu ferð samlað tjóðarlyklatøl fyri ferða­ vinnuna, og er tað eisini at fegnast um. Tað er av stórum týdningi at hava málitól, ið kunnu staðfesta menningina og búskaparliga týdningin av ferðavinnuni samanborið við landsbúskapin annars. Vit vilja vita í staðin fyri at gita! Sum nevnt eru vit á rættari leið, og alt bendir á, at vit longu í 2014 hava nátt uppsettu málini fyri 2015. Les nærri um hagtølini í hesi ársfrágreiðing. Nógv áhugavert er eisini hent í innlendis menningini av Føroyum í ár. Nýggj hotell og matstovur hava sæð dagsins ljós, og nýggjur terminalur er tikin í nýtslu á flogvøllinum. Hetta ger mun og hækkar støðið av upplivingini av Føroyum sum ferðamáli. Hugaligt er eisini at síggja, hvussu væl brandið er móttikið á marknaðunum, og ta slagkraft tað hevur víst seg at hava. Fleiri av

lýsingarátøkunum hava víst met høg úrslit, samanborið við líknandi átøk, og Visit Faroe Islands hevur eisini vunnið fimm virðislønir fyri lýsingarfilmin á altjóða filmsfestivalum. Hetta árið hevur staðfest týðiligari enn nakrantíð, at potentialið hjá Føroyum sum ferðafólkaland er stórt, og tað er eingin ivi um, at ferðavinnan kemur at økjast meira komandi árini. Í hesi ársfrágreiðing kunnu tit fáa eina nærri mynd av virkseminum hjá Visit Faroe Islands í hesum árinum, har vit lýsa tey ymsu virki­s­­økini, so sum fjølmiðlavitjanir, ymisk tiltøk uttanlands, samstørv eins og tiltøk í Føroyum. Góðan lesihug og takk fyri gott samstarv í 2014!

Guðrið Højgaard Stjóri, Visit Faroe Islands Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 3


Ferðavinnan 2014 í tølum

Ferðavinnan 2014 í tølum Eftir nýggju samstarvsavtaluni, millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands, sum kom í gildið 1. jan. 2013, savnar Hagstovan nú inn hagtøl um gistingina kring landið. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleig­arar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi tey búgva í, og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum ber aftur til at fylgja neyvt við, hvaðan ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og ikki minst at kunna máta uppsettu málini eins og fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs. Aftur at gistingarhagtølun­um verða framyvir eisini gjørd meira um­ fatandi lykla­tøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðar­búskapin, tal av arbeiðs­plássum eins og neyvari ferða­fólka­lýsingar.

GISTINGAR Í 2014 vóru 137.510 gistingar í Føroyum. Í 2013 var hetta talið 128.767*. Allur vøkstur­in stavar frá útlendsku marknaðu­ num. Samlað sæð var vøksturin frá útlands­marknaðunum nærum 12%, svarandi til 11.014 fleiri gistingar. Sama tíðarskeið minkaði talið av føroyskum gistingum í Føroyum við nærum 6%, svarandi til 2.271 gistingar færri. Nógv størsti vøksturin er frá norska marknaði­ num, ið vaks heili 50%, svarandi til nærum 4.000 gistingar fleiri enn árið fyri. Vøkstur var eisini í fleiri av hinum marknaðunum, herímillum Svøríki, Italia, USA, Holland og Frakland.

* talið er nakað niðurjusterað, m.a. av tí at tølini fyri Summarfestivalin eru tikin út.

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2014 1. Danmark 2. Noreg

Tað er ov stutt tíð at gera generellar saman­ beringar enn eftir bert tvey ár við teimum nýggju hagtølunum, men staðfestast kann at lutfallið millum marknaðirnar broyttist nógv hetta árið. Frá at Danmark í 2013 hevði 52,2% av teimum útlendsku gistingunum, er danski parturin nú 46,9% og næstan allur vøksturin stavar frá øðrum londum enn Danmark. Flestu gistingar verða gjørdar á gistingar­ húsum, heili 75% av teimum samlaðu gisting­­unum. Gistingarhúsini stóðu eisini fyri tí størsta vøkstrinum frá 2013 til 2014. Tveir triðingar av gistingunum verða gjørdar í Suður­streymi. Mest vanligt er tað at koma til Føroyar sum einstaklingur á eini frítíðarferð, svarandi til 55% av øllum komum. Kapaciteturin á gistingarhúsum er vaksin við

14%, hvat viðvíkur songjatali og 11% í tali av kømurum. Hóast samlaða talið av gistingum er vaksið er talið av komum lægri. Hetta merkir at gestirnir hava steðgað longri sum heild ella longri á hvørjum staði. CRUISE Talið av cruise gestum hevur verið í støðugum vøkstri í nógv ár og setti nýggj met í 2014. Talið av skipum hevur verið rættiliga støðugt seinnu árini, men tað er serliga talið av ferðafólkum sum økist. Hetta kemst av, at cruiseskipini sum heild gerast størri og hava pláss fyri fleiri gestum. Talið av cruisegestum er meira enn fimm­ faldað síðani 1999. Í 2014 vitjaðu sostatt 50.304 cruisegestir í Føroyum við 54 ymsum

3. Týskland 4. Svøríki 5. Bretland 6. Ísland 7. Finland 8. Frakland 9. Niðurlond 10. Italia

cruiseskipum. Harafturat vóru 22.970 starvsfólk umborð, og nógv av teimum velja eisini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal upp á 73.274 fólk. Størsti parturin av skipunum leggja at í Tórshavn, men seinastu trý árini hava fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík. Flestu gestir í 2014 komu úr Stóra Bretlandi, Týsklandi, USA, Canada og Australia.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 5


Ferðavinnan 2014 í tølum

Komur (”Check-in’s) í 2014, flokkaðar eftir endamáli við ferðini Í bólki (10+), business

5,4 %

Einstaklingar, business

31,1%

Í bólki (10+), leisure

8,3 %

Einstaklingar, leisure

55,2 %

100 %

Gistingarnætur 2014, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting Land

Tilsamans Broyting 2013-2014

38.464

552

8.759

586

48.361

274

1%

Føroyar

22.687

126

10.015

1.567

34.395

-2.271

-6%

Noreg

50%

10.857

154

812

184

12.007

3.995

Týskland

3.831

277

1.217

1.588

6.913

-336

-5%

Ísland

3.634

61

350

465

4.510

-672

-13%

Bretland

3.694

124

588

187

4.593

-9

0%

Svøríki

4.511

86

260

152

5.009

1.534

44%

Italia

1.291

116

328

105

1.840

292

19%

Finnland

1.768

25

95

33

1.921

581

43%

Niðurlond

1.017

101

366

360

1.844

496

37%

USA

1.200

61

322

28

1.611

506

46%

Frakland

992

86

352

477

1.907

1.265

197%

Spania

796

28

126

26

976

-82

-8%

Grønland

341

8

349

-14

-4%

691

6.016

2.012

50%

12

773%

Europa annars

4.757

Suðuramerika

153

1.490

415

1.502

1.330

Asia

484

8

95

8

595

128

27%

Avstralia og NýSæland

368

82

242

31

723

557

336%

Norðuramerika annars

268

13

12

293

11

4%

Nær og miðeystur

58

58

-119

-67%

Afrika annars

25

2

27

-79

-75%

Miðamerika og Karibia

50

58

114

99

660%

6

Norðurafrika

3

Ikki upplýst

1.145

2

103.728

2.064

Øll lond

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping

Danmørk

796 25.216

6.502

3

3

1.943

-758

-28%

137.510

8.743

7%


Gistingarnætur 2014 flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Gistingarslag

2014/01 2014/02 2014/03 2014/04 2014/05 2014/06 2014/07 2014/08 2014/09 2014/10 2014/11 2014/12 Tilsamans Broyt. 13/14

Ból og Biti

12

34

3.212

4.515

6.911

624

469

Kamping

Gistingarhús Íbúð/Hús Tilsamans

110

34

14

5.649 11.012 14.180 17.964 14.127 11.640

61

143

436

642

549

6.245

5.312

29

2.064

923

1.499

1.981

3.744

6.913

4.167

3.005

1.024

583

284

25.216

-8%

30

227

1.268

3.177

1.527

153

30

20

70

6.502

127%

2.961 103.728

3.836 4.996 7.868 7.239 13.363 19.628 28.696 20.370 14.908 7.333 5.929 3.344 137.510

8% 7%

7%

Gistingarnætur 2014, flokkaðar eftir øki og mánaði Øki

2014/01 2014/02 2014/03 2014/04 2014/05 2014/06 2014/07 2014/08 2014/09 2014/10 2014/11 2014/12

Suðurstreymur

2.616

3.281

5.839

5.011

9.489 13.000 19.005 12.956

Uttan fyri Suðurstreym 1.220

1.715

2.029

2.228

3.874

Tilsamans

6.628

9.691

Tilsamans Broyt. 13/14

10.026 4.958

4.172

2.294

92.647

5%

4.882 2.375

1.757

1.050

44.863

11%

7.414

3.836 4.996 7.868 7.239 13.363 19.628 28.696 20.370 14.908 7.333 5.929 3.344 137.510

7%

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum, mánaðarliga og fyri árið sum heild 100% 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0% 2014/01

2014/02

2014/03

2014/04

2014/05

2014/06

2014/07

2014/08

2014/09

2014/10

2014/11

2014/12

Fyri árið

Gistingarkapacitetur 2014, sengur og kømur Sengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapacitetur (sengur ella kømur * dagar í mánaði )

2014/01 2014/02 2014/03 2014/04 2014/05 2014/06 2014/07 2014/08 2014/09 2014/10 2014/11 2014/12

Tilsamans Broyt. 13/14

Sengur

28.768 25.984 28.768 27.840 29.946 29.970 30.969 30.969

29.970 30.845 29.850 30.845 354.724

11%

Kømur

13.175 11.900 13.175 12.750 13.640 13.770 14.229 14.229

13.770 14.167 13.710 14.167 162.682

14%

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 7


Ferðavinnan 2014 í tølum

Talið av cruisegestum, starvsfólkum og komum 1999-2014 50,000 45,000

Ferðafólk

Mannskap

60

Skip

50

40,000 35,000

40

30,000

30

25,000 20,000

20

15,000 10,000

10

5,000 0

0 1999

2000

2001

2002

2003

2004

2005

2006

2007

2008

2009

2010

2011

2012

2013

2014

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á www.visitfaroeislands.com/vinna

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


Stovnandi aðalfundur 1. Juli 2014 av P/F Visit Faroe Islands

NEVNDIN HJÁ VISIT FAROE ISLANDS: Johannes Jensen, Gist & Vist, formaður Jørgen Holme, Atlantic Airways Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið Rúni V. Poulsen, Smyril Line

Ingibjørg Berg, Tórshavnar Kommuna Áki L. Hansen, Eiðis Kommuna Oddbjørg Højgaard, Hotel Hafnia Jóhan Pauli Helgason, Vinnumálaráðið

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 9


Ferðavinnan 2014 í tølum

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni Eftir umbøn frá Visit Faroe Islands fór Hagstovan í 2014 í holt við at kanna búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið. Av tí, at tað tekur langa tíð at gera hesar útrokningar, drála tølini eitt ár aftur, og eru tað sostatt tølini frá 2013, ið kunnu lesast her. Eisini eru afturrokningar gjørdar, soleiðis at 2011 og 2012 eisini eru við.

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


UMSETNINGUR Útlendsk ferðafólk keyptu í 2013 tænastur og vørur fyri 577 mió. kr. Hetta er ein eyð­sýndur vøkstur frá 2011, tá umsetningurin var 448 mió. kr. Hetta er ein vøkstur upp á góð 29% hesi tvey árini. Sundurgreiningin vísir, at 77% av umsetninginum stavar frá flutnings­feløg­ unum og ferðaskrivstovunum. Umleið 12% frá gistingarstøðunum og onnur 4% frá sølu av mat- og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upp­livingar og annað virksemi. Meirvirðisgjaldið er eisini hækkandi í tíðarskeið­ inum. Úr umleið 21 mió. kr. í 2011 upp í knappar 27 mió. kr. í 2013. Útlendsk ferða­fólk hava rætt til at fáa ein part afturgoldnan, tó

er rætturin til ta afturgoldnu upphæddina minni enn tvær mió. kr øll árini. ÁRSVERK Tíverri er talið av ársverkum enn ikki full­ fíggjað, men Hagstovan vísir á 331 ársverk í 2013 samanborið við 276 í 2011. Tá ert bert flutningsfeløg, ferðaskrivstovur, gistingar og hotellvirksemi roknað við. Tað vil siga, at m.a. matstovur, upplivingarveitarar og ferða­leið­ar­ ar enn ikki eru roknað uppí. Metingin er, at samlaða talið liggur millum 400-500 ársverk fyri ta innkomandi ferðavinnuna. BTÚ Umsetningurin frá ferðavinnuni er sammett við BTÚ prosentuelt vaksandi. Úr 3,4% í

2011 upp í 4% í 2013. Um hugt verður eftir virðisøkingini heldur enn umsetninginum, sum Hagstovan mælir til er skilabest at gera, so vaks virðisøkingin úr 175 mió. kr í 2011 upp í 226 mió. kr í 2013. Sostatt stóð virðis­økingin í ferðavinnuni fyri 1,4% av BTÚ í 2011 og 1,6% í 2013. ÚTFLUTNINGSVIRÐI Ferðavinnan stóð í 2013 fyri 7,8% av samlaða føroyska útflutninginum fyri vørur og tænastur. Hetta kann sammetast við 6,8% í 2011. Um bert verður hugt eftir tænastu útflutning­ inum, stóð ferðavinnan fyri 42,8% í 2013. Hetta kann sammetast við 38,6% í 2011.

Umsetningur til útlendsk ferðandi, umframt virðisøking, mvg og ársverk, 2011 - 2013 Mió kr

2011

2012

2013

Flutningsfeløg og ferðaskrivstovur

334

410

442

Gistingar og annað hotellvirksemi

56

61

71

Matur og drykkjuvørur

18

20

20

Flutningur innanlands

14

14

16

Upplivingar

11 9 10

Klæðir

6 7 7

Annað

9 10 10

Umsetningur í alt

448

Virðisøking

175 205 226

Meirvirðisgjald Ársverk - í tali

532

577

21 24 27 276

297

331

Kelda: Hagstova Føroya, Búskaparligi týdningurin av útlendsku ferðafólkunum

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 11


Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Strategi fyri ferðavinnuna í føroyum Stórur altjóða vøkstur Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin við 4-5% árliga seinastu tíggju árini, og væntast sami vøkstur fram til 2020. Flestu lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði. Í Føroyum hava vit ikki hagtøl, sum kunnu staðfesta nágreiniliga, hvussu menningin hevur

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

verið. Tað kann kortini staðfestast, at Føroyar ikki hava staðið seg nóg væl í kappingini um at fáa ferðafólk, og at vinnuni tørvar fleiri kundar til at fáa ferð á menningina. Tað er ein sannroynd, at kapasiteturin á gistingarhúsum hevur verið so at siga óbroyttur síðan miðskeiðis í 1980unum, og lutfalsliga gistitalið er eitt av teimum lægstu í Europa.


Føroyar hevur tó eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi er hetta ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum so nógv onnur ferðatilboð. Visit Faroe Islands hevur tí í tøttum samstarvi við vinnuna gjørt eina strategi, sum hevur til endamáls at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI: 1. Samskipan av marknaðarføringini út frá einum felags brandi: Øll marknaðar­ føring skal samskipast við útgangsstøði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar fyri best møguligu effekt. 2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar. 3. Menning: Verða við til at menna vinnuna burðardygt sum heild. Fyrst og fremst vera ráðgevandi í produktmenning, íløgumenning eins og útbúgvingarmenning.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 13


Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

VISJÓN Ferðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

2020: · 200.000 gistingar íalt · + 450 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 1. mia. kr. í umsetningi

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst eina milliard krónur í umsetningi í 2020.

Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málið. Málini eru realistisk at náa við verandi fortreytum.

LANGSIKTAÐ MÁL FRAM TIL 2020 Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð! 2015: · 140.000 gistingar íalt · + 200 arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) · 600 mió. kr. í umsetningi

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt hægri gistital, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings­ feløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstrinum.

HØG RAÐFESTING AV TÍ ALTJÓÐA MARKN­AÐARFØRINGINI Til tess at fáa neyðuga vøksturin skal størst møguligur partur av játtanini komandi árini nýtast til altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at høvuðsdentur skal leggjast á marknaðarmenning fram um produkt­ menning. Fyri at leingja ta stuttu sesongina, skal Føroyar í størri mun seljast sum ferðamál alt árið. Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta fer eisini at gera tað lættari at fáa fleiri av “teimum røttu“ ferðafólkunum, ið leggja meiri pening eftir seg enn higartil. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.


VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM: Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:

tøk

B2C Átøk

A

B2B

B2C

Tiltøk Messur Verkstovur

Tiltøk Messur

B

B2B

Faldarar Tíðindabrøv Sølutilfar Kunningarferðir Heimasíða C

rá ða

Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í nýggja brandinum. Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segmentum, tvs. Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum verður eisini arbeitt við fundarog ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og søluliði. Á C-marknaðunum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd í serligum førum.

Meira útgreinað kunning fast um strategiina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

a rkn Ma

· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland · B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania, Frakland · C-marknaðir: USA, Kina, Japan, Russland, onnur europeisk lond

Øll marknaðarføring tekur nú útgangsstøði í branding-profilinum, og alt arbeiðið skal hanga saman fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.

MEDIA Fjølmiðlatúrar Tíðindaskriv Tíðindabrøv Heimasíða

B2C

Faldarar Sosialir miðlar Heimasíða

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 15


Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands P/f Visit Faroe Islands (VFI), sum í 2014 fór frá at vera stovnur undir Vinnumálaráðnum til eitt alment partafelag, hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

MISSIÓN Visit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: · Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál. · VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndug­leikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum. · VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna - bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum. STARVSFÓLK Visit Faroe Islands hevur í dag 5,2 starvsfólk.

FØRLEIKAR OG VIRKSEMI á Visit Faroe Islands

Stjóri

Marknaðarføring Privat & PR

16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Marknaðarføring Vinna

Marknaðarføring Digitalt

Skrivstova Bókhald


NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR

JÁTTAN Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2014 á 12,9 mió. kr. varð nýtt soleiðis: -8,5 mió. kr. til altjóða marknaðarføring -3,7 mió. kr. til umsiting/rakstur/lønir/intern tiltøk í Føroyum -0,7 mió. kr. til tjóðar- og gistingarhagtøl og ferðafólkakanning (bert 3. hvørt ár)

Harafturat umsat VFI tær 2,5 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir: · 1,5 mió. kr. til stuðul til økisfeløg/ kunningarstovur · 0,5 mió. kr til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar · 0,5 mió. kr. til krónu fyri krónu stuðulsjáttanini.

Hetta merkir at uml. 2/3 av játtanini hjá VFI fór beinleiðis til altjóða marknaðarføring og er hetta í tráð við málið, hóast nógv størri íløgu í hagtøl í ár enn vanligt. Stórur tørvur hevur verið á hesum tølum, sum málitól aftureftir og arbeiðsamboð frameftir. Ætlanin er at fáa gjørt øll hagtølini 3. hvørt ár.

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2014  Breið lansering av brandinum á altjóða marknaðinum - avgreitt  Liðugtgerð av brandingelementum, herundir myndir og film - avgreitt  Uppbyggja vinnuferðavinnudeild – avgreitt  Stovna MICE-netværk – avgreitt  Umskapa VFI til partafelag – avgreitt  Amboðskassa til føroyingar fyri at fáa fleiri “vanligar” føroyingar at hjálpa til við arbeiðinum – avgreitt

Upprunajáttanin til VFI í 2014 var annars á 13,4 mió. kr., men 500.000 kr vórðu fluttar til eginkapital í tí nýggja partafelagnum.

Alt hetta hevur størra játtanin gjørt møguligt: · Intro á norska marknaðin · Intro á íslendska marknaðin · Intro á svenska marknaðin · Intro á spanska marknaðin við Atlantic · Breið átøk við Smyril Line í DK · Breið átøk við Atlantic í DK · Nógv meira altjóða PR · Meira talgilda marknaðarføring · Átøk til áhugabólkar: fisking, mat, mc, vm. · Átøk til ráðstevnu- og fundarmálbólkar · Menning av heimasíðuni · Skapa eitt nýtt brand · Fyrsta floks myndatilfar · Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

 Víðarimenning av sosialu miðlunum - avgreitt  Víðarimenning av altjóða PR-arbeiðinum – avgreitt  Samskipan úteftir av sólarmyrkingini – avgreitt  Fáa tjóðarlyklatøl fyri ferðavinnuna – avgreitt  Íverkseta ferðafólkakanning fyri meira kunnleika um ferðafólkini - avgreitt  Menning av nýggjari heimasíðu – í gerð

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 17


Ferðavinnubrandið Føroyar

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


Ferðavinnubrandið Føroyar Seinast í 2012 byrjaði Visit Faroe Islands eina stóra bureau kapping um at gera nýtt ferða­vinnubrand til Føroyar. Endamálið var at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland kunnu standa sterkari og blíva meira sjónligar. Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til fram­ gongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðar­føring av Føroyum sum ferða­fólka­land skal taka útgangs­ støði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt. Samanlagt 10 samtøk úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Englandi og USA góvu hvør sítt boð uppá hvussu Føroyar skuldi brandast sum ferða­fólkaland. Avgerðin varð tikin áðrenn summar­ frítíðina – og valið fall á konseptið hjá føroysku Sansum og donsku Liquidminds.

14. august 2013 varð nýggja ferðavinnu­brandið avdúkað á stórum tiltaki í Norður­landa­húsinum, har eisini fyrsti brandingsfilm­urin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at nýggja brandið hevur verið sera væl móttikið. Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Búmerkið er listarligt, abstrakt og opið fyri tulkingum. Tann mest eyðsýnda tilvísingin er veðrurin, men eisini alda, gogguskel, stevn á víkingaskipum, ull og føroyski dansurin hava givið íblástur til skapið á búmerkinum. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 19


communities

unaffected by time

Unstoppable

welcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature

Unveil

the story of the islands

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferða­fólk sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferða­­mál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fóta­sporum, sum onnur longu hava traðkað.

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur. Nýggja brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.


BRÚK AV BRANDINUM Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni verða boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og sam­stundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

unbroken

knitting traditions

Harafturat koma vit at eggja øllum føroying­um at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftis­næmingar, í teirra digitalu kanalum, osfr. Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast. Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna

real life

unplugged

experience living room concerts

FIMM ALTJÓÐA VIRÐISLØNIR Summarfilmurin vann fimm altjóða filmsvirðislønir í 2014 innan ávíkavist katagoriirnar "Best editing" (Zagreb Tourfilm Festival), "Nature & ecotourism" (Bulgaria), "Outdoor tourism" (Baku International Tourism Film Festival), "Marknaðarføring av ferðamálum" (Kekkia) og "Best editing" (Portugal). Her heinta Tór Verland Johansen, kundastjóri, og Bogi Henriksen, kreativur stjóri, frá Sansum filmvirðislønina í Kekkia í oktober 2014. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 21


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 57 mió. kr.

22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


Altjóða fjølmiðlaarbeiðið sló øll met í 2014. Við eini íløgu á eina góða millión krónur, fekk Visit Faroe Islands eitt PR-úrslit á heilar 57,2 milliónir krónur. Hetta gevur næstan eitt trífaldað úrslit samanborið við árið fyri. Heili 162 altjóða fjølmiðlar vitjaðu Visit Faroe Islands í 2014 saman­borið við umleið 100 fjølmiðlar í 2013 og 50 í 2012. Bløðini og tíðarritini eru úr londum sum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Bretland, Týsklandi, Italia, Spania, Fraklandi, Hollandi, Belgia, Póllandi, USA, Australia, New Zealandi, Singapore, Kina og Russlandi.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 23


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


ร rsfrรกgreiรฐing 2014/ Visit Faroe Islands - 25


Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Samlaða virðið á prentaðum greinum um Føroyar í útlendskum miðlum í 2014 svaraði til yvir 36,2 mió. krónur. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Svøríki, Finnlandi, Hollandi, Fraklandi, Týsklandi, USA, Russlandi og Korea verið í Føroyum og gjørt upptøkur. Metta virðið á hesum sendingum er 16,7 mió. krónur. Harafturat kemur eitt virði á 4,3 mió. kr. í talgildum miðlum. Hetta gevur samlað 57,2 mió. kr. í PR-virði. Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum 26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

ferðamáli. Ein av stóru avbjóðingunum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi og umrøða á bloggum er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trúvirði hjá lesarunum. Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI

eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjølmiðlafólkið hevur eina avtalu við ein blaðstjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar. Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.


Hetta eru nakrir av teimum 162 miðlum sum vitjaðu Føroyar í 2014 gjøgnum VFI

verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at keypt samsvarandi lýsingarstødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur fram um eina lýsing. Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og Týsklandi um uppgávuna. Í báðum førum er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan kunnleika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undirmetast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast.

Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum, sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongutúrum og gourmet­ ferðavinnu, verða boðin hendavegin. Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d. flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur, bilaleigu og útferðir. Á tann hátt eru øll við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamáli.

FAROE ISLANDS PODCAST Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar alt árið. Í 2014 hevði Faroe Islands Podcast beint niðan fyri 64.000 niðurtøkur, sum er ein stór øking samanborið við 2013, tá talið á niðurtøkum var 37.656. Tað eru serliga enskt talandi londini, sum taka niður Faroe Islands Podcast. Í 2014 var lutfallið: USA 35%, Stóra Bretland 25%, Danmark og Canada 10% hvør, Týskland 5% og Føroyar umleið 5 %. Írestandi 10% koma úr 135 øðrum londum. Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum summarið 2014 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar. Sum eina nýggja roynd skipaði Matthew Workman saman við føroyskum samstarvsfeløgum fyri eini ferð til Føroya fyri amerikonskum ferðafólkum í summar, sum eitt beinleiðis úrslit av mongu sendingunum um Føroyar seinastu árini. Ferðin eydnaðist væl, og fyrstu bíleggingarnar eru longu komnar til túrin í 2015.

Víst verður til heimasíðuna hjá VFI, www.visitfaroeislands.com/vinna, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendskum miðlum. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 27


Føroyar sum ráðstevnuog fundarland Í 2014 er verulig ferð komin á arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamál fyri vinnuferðavinnu. Ella MICE sum tað eitur á fakmáli. Tað stendur fyri: M (Meetings), I (Incentives), C (Conferences) og E (Events / Exhibitions).

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


Eitt netverk er bygt upp, og nú eru grundar­ steinarnir í hesum netverki lagdir við teimum fyritøkum, sum standa sum stovnarar og eisini gulllimir. Hesir eru: Atlantic Airways, Hotel Føroyar, Tórshavnar Kommuna, Hotel Hafnia, Norðurlandahúsið, GreenGate Incoming, 62N Incoming, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands. Í 2015 leggjast fleiri limir afturat. Marknaðarføringstilfar er fingið til vega, soleiðis at øll neyðug amboð nú eru tøk til arbeiðið. Hesi søluamboð eru: · Heimasíða - www.visitfaroeislands.com/ meetings · Tænastukatalog · Nýggjur faldari · Nýggjur MICE filmur · Serlig MICE framløga · CRM skipan til kundarøkt Tískil kann øll orka framyvir leggjast í søluarbeiðið á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður eisini við at fáa eitt ambassadør­ netverk við føroyskum fyritøkum og stovnum upp á beinini við fólki, ið hava áhuga at draga ráðstevnur til Føroya. Meira kemur at verða arbeitt við hesum átaki framyvir, og fleiri fyritøkur hava longu víst sín áhuga. Sølu­ amboð­ini eru eisini ætlað hesum ambassa­ dørum í arbeiðinum at sannføra altjóða sam­starvsfelagar um at koma til Føroya.

HVÍ MICE? Hóast MICE snýr seg um vinnuferðavinnu, er hesin málbólkur kortini tætt knýttur at privatu ferðavinnuni, sum vit kenna hana. Hetta kemst av, at tá vinnulívsfólk eru úti í ymiskum arbeiðsørindum, gera tey sær dælt av mest sum somu tænastunum, sum ferðafólk, ið ferðast í síni frítíð. Tey bóka sær flogferðir, ofta 3-4 stjørnað gistingarhús, matstovur og mentanartilboð. Harafturat brúka tey ráð­ stevnuhøli og serligar upplivingar, sum ferðavinnufyritøkur ofta onkursvegna eisini bjóða út. Eitt MICE ferðafólk hevur ikki sjálvt goldið fyri sína ferð og uppihald. Tað hevur sum oftast arbeiðsgevarin ella ein felagsskapur, við­ komandi er knýttur at. Afturat hesum brúkar MICE ferðafólkið sjálvt pengar í landinum. Tí leggja MICE gestir oftast nógv fleiri pengar eftir seg enn vanlig ferðafólk. Vit hava ikki enn føroysk tøl, men altjóða tummulfingur­ reglan er, at eitt vanligt ferðafólk leggur í miðal 1.000 kr. eftir seg um samdøgrið, meðan eitt MICE ferðafólk leggur góðar 3.000 kr. eftir seg. Hesin peningur fer í umferð kring landið, har tey brúka pening á hotellum, á matstov­ um, á mentanarstøðum, í handlum og í náttarlívinum. MICE ferðavinnan liggur um heystið, veturin og um várið, og er tí við til at tryggja lív í ferðavinnuni vetrarhálvuna. Hon er eitt íkast hjá smávinnurekandi og hjá stóru gistingar­

húsunum hesa tíðina av árinum. Hetta eru størv, sum fjøltáttað vinnulívið í Føroyum, og hesi eru eisini góð hjá til dømis lesandi, sum kunnu hava hjávinnu afturat lestrinum vetrarhálvuna. Hetta slagið av ferðavinnu fyllir ikki so nógv í Føroyum enn, av tí at føroyska ferðavinnan søguliga hevur havt størst fokus á tí privatu ferðavinnuna, men eftir nýggju strategiini hjá Visit Faroe Islands kemur hetta at broytast. Føroyar hava allan infrastrukturin til at taka ímóti hesum slagi av ferðafólki. Vit hava stór og góð flogfør og ein nýggjan flogvøll. Vit hava fýra stjørnað gistingarhús, og vit hava fimm stjørnað ráðstevnuhøli, har til dømis Norðurlandahúsið er í heimsklassa. Eisini hava vit røttu upplivingar og góðan mat á fjølbroyttum matstovum at bjóða. Í 2014 hava vit luttikið á fleiri messum og sølutúrum, og serliga vísti luttøkan á stóru europeisku MICE messuni í Barcelona í heyst, at stórur áhugi er fyri Føroyum sum ferðamáli fyri Incentive ferðir og fyri fundir. Føroyar skulu taka møguleikan, sum er á hesum øki, har marknaðurin í løtuni spyr eftir nýggjum og øðrvísi ferðamálum, ið fólk ikki hava upplivað áður. Tí eru vit sera spent til at arbeiða víðari við hesum í 2015, sum væntandi kemur at verða eitt gott MICE ár.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 29


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Yvirlit yvir marknaðarføringsvirksemi í 2014

30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


ร rsfrรกgreiรฐing 2014/ Visit Faroe Islands - 31


Marknaðarføringsvirksemi 2014

REISEKLAR, MESSA Í BERGEN 24. – 26. januar Føroyar hevði landabás á messuni Reiseklar í Bergen, har Atlantic Airways, Greengate, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar tóku lut. VFI stóð fyri fígging av básinum. Básurin riggaði væl við flottari mynd av Kallinum, sum er partur av nýggja brandinum hjá Føroyum. Flestu vitjandi á básinum vóru 50+ og vóru sera áhugað at vitja Føroyar. Bróðurparturin visti ikki, at tað bert tekur ein góðan tíma at flúgva úr Bergen. Næstan øll tey, sum vitjaðu básin, nevndu, at tey høvdu sæð sendingarnar við Dag Lindebjerg ”Vesterhavsøyerne” í NRK og at tey, eftir at hava sæð sendingina, ynsktu at vitja Føroyar. Fyrilestrar vórðu hildnir um Føroyar sum ferðamál og nýggi filmurin varð vístur. Umleið 32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Reiseklar-messan í Bergen

45 fólk vóru til hvønn fyrilestur, sum var væl meira enn til fleiri av hinum framløgunum, sum vóru á messuni. Hetta vísir eisini stóra áhugan fyri Føroyum. Nógv fólk nýttu eisini høvi at vitja básin eftir framløgurnar, bæði fyri at tekna seg til kapping at vinna ferð til Føroyar og fyri at fáa meira kunning um Føroyar sum ferðamál. Samanumtikið verður mett, at Bergen er ein upplagdur marknaður fyri Føroyar, sum vit kunnu fáa ágóða av at arbeiða meira við. Dømi um ítøkiligar ferðir kunnu verða at fyrireika túrar fyri ”strikkeforeninger”, ”søguliga/mentanarliga áhugaði”, ”víkinga áhugað” - fleiri av teimum vitjandi nevndu, at tey høvdu vitjað Ísland, Hetland og Orkney júst av søguligum/víkinga áhuga. Høvi var eisini at tosa við ferðasmiðir í Bergenøkinum. Tey lótu sera væl at søluni til

Føroya. Ein teirra hevði til dømis bjóðað túr til Ólavsøku og hevði selt meira enn 70 pláss beinanvegin. Felagið hevði leigað eitt flogfar frá norska Widerøe til ferðina. Føroyar vann prís fyri besta bás á messuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini var, at básurin var flottast prýddur, starvsfólkini vóru íðin og eldhugað og sýndu rættan hugburð til at lokka fólk til básin. Vinningurin var ein ókeypis básur á níggju fermetrar til Reiseklar messuna 2015. Tilsamans 5.700 vitjaðu messuna. 450 tourist guides vóru latnar út, og 500 eintøk av faldaranum hjá Greengate.


Møten & Events í Malmø

MØTEN OCH EVENTS Í MALMØ 29. – 30. januar

GreenGate, 62N, Hotel Hafnia, Norðurlanda­ húsið og Visit Faroe Islands.

MICE netverkið hjá Visit Faroe Islands luttók á Møten och Events messuni, sum var í Malmø 29. og 30. januar. Malmø er eitt áhugavert øki, tí at tað er ein lutfalsliga stórur býur við nógvum virksemi, sum liggur tætt við Kastrup.

Føroyar hevði ein sera vakran bás, sum speglaði nýggja brandið og brúkti heitið Business Uninterrupted á Tjørnuvíkar­ myndini, sum varð prentað út á stóra bakveggin.

At enda komu kortini gott 70 “leads” burtur úr hesi messuni, og vit gjørdu av at vera sjónlig aftur næsta ár, tó við einum minni bási.

Góðskan á keyparum var hampuliga góð, men greitt var, at tey høvdu ikki væntað at síggja eina destinatión, sum var so relativt

Ein kapping var á básinum, og ein fundar­ fyrireikari frá fyritøkuni Alfa Laval vann eina ferð til Føroya.

Luttakandi fyritøkur á føroyska básinum vóru: Atlantic Airways, Hotel Føroyar,

langt burturi. Aðrir útlendskir seljarar lógu tættari við Malmø økið, so sum ráðstevnu­ støð í Norðursælandi.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 33


Marknaðarføringsvirksemi 2014

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARK Várið 2014 Visit Faroe Islands og Smyril Line skipaðu fyri umfatandi lýsingarher­ferð í Danmark tíðliga í 2014. Herferðin fevndi bæði um lýsingar í bløðum, m.a. Samvirke og Ældre­sagen, í tokunum og tokstøðum hjá DSB og á heimasíðum, sum venda sær til fólk, sum leita eftir ferðum. Endamálið var at skapa sølu til summarið 2014. Lýsingarnar vóru ein samanrenning av brandinum hjá Smyril Line og brandinum hjá VFI. Millum annað varð summarfilmurin brúktur til online og til lýsingarnar umborð á tokunum. Serliga toklýsingarnar, har summarfilmurin varð brúktur, vóru væleydnaðar. Lýsingarnar LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í ÍSLANDI Várið 2014 Smyril Line og Visit Faroe Islands avgjørdu at gera eitt átak saman á íslendska marknaðinum í 2014. Endamálið var at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland og Norrønu/Smyril Line sum veitara av ferðum til Føroyar. Ísland er at meta sum ein nærmarknaður hjá Føroyum, og tað er avgjørt ein marknaður, ið Smyril Line satsar uppá. Konceptið var heilt einfalt: At selja summarferðir til Føroyar við Norrønu.

BESTIL NU! FÅ 500 KR. I RABAT PR. PERSON PÅ SOMMERFERIEN TIL FÆRØERNE*

Summarfilmurin hjá Visit Faroe Islands var brúktur til endamálið. Norrøna kom siglandi inn móti havnini í góðveðri og filmurin endaði við einum góðum summarferiu tilboði. Miðlarnir, ið brúktir vóru, vóru útvarp, sjónvarp og Frettablaðið, sum kemur út í hvørt húsarhald í Íslandi. Alt í alt var lýsingarherferðin í 2014 væl eydnað og avgerð er tikin um at halda fram við einum líknandi leisti í 2015. Tá ið farið verður í holt við tílíkar herferðir, er ógvuliga umráðandi at endurtaka tær og framhaldandi halda fokus, soleiðis at Norrøna/Føroyar seta seg føst í minninum og eru eitt náttúrligt val, tá íslendingar skulu velja sær feriustað.

Ø hop

Hotelferie

Landsbyidyl

Feriehus

Tag på ø hop blandt Færøernes 18 smukke ø’er. Kør i egen bil og få de bedste oplevelser af Færøerne fra både land og havsiden. Måske den mest optimale måde at opleve Færøerne på.

Tórshavn er en lille hyggelig by sammensat af små huse i alverdens farver. Byen er charmerende og konstrastfyldt og et godt udgangspunkt for udflugter på Færøerne.

Midt i og tæt ved fredfyldte og smukke landskabsscener blot indenfor få minutters kørsel. Der er steder, hvor du næsten blot skal række armen ud for at røre en søpapegøje.

Optimale rammer. Plads til hygge med ungerne, familien eller vennerne. Frihed. Fred og ro. Feriehusene på Færøerne er alle privatejede og individuelt indrettede, så I får en autentisk oplevelse.

FRA

7.190 PR. PERSON*

* Når 2 rejser sammen til sommer på 10 dages ferie med 7 overnatninger på hotel, egen bil med, sejllads og morgenmad.

FRA

4.155 PR. PERSON

* Når 2 rejser sammen i foråret på 7 dages ferie med 3 overnatninger på hotel, egen bil med, sejllads og morgenmad.

4.155 PR. PERSON*

* Når 2 rejser sammen i foråret på 7 dages ferie med 3 overnatninger på Guest house, egen bil med, sejllads og morgenmad.

USPOLERET. UBERØRT. UNIK. FÆRØERNE.

Kåret af Lonely Planet blandt verdens bedste rejsedestinationer. Udnævnt af National Geographic som verdens mest attraktive ø destination. Bliv inspireret på smyrilline.dk Bliv inspireret på smyrilline.dk – her kan du også bestille katalog og tilmelde dig vores nyhedsbrev. * Rabatten er pr. voksen rejsende person og opnås, når 2 voksne bestiller før den 02.04.2014 og rejser sammen på pakkerejse til Færøerne med afrejse fra Hirtshals på tirsdage og hjemrejse fra Færøerne på søndage i sommerperioden (højsæsonen). Vi gør opmærksom på, at rabatten ikke kan benyttes ved køb af tilbudsprodukter. Rabatten omfatter kun køb af pakkerejser og kan ikke opnås ved køb af ren sejllads. Rabatten kan ikke benyttes ved køb i andre sæsoner eller på andre afgangsdage Bestil rejse på tlf. 96558500 og booking@smyrilline.dk. Vores rejsekonsulenter har selv besøgt Færøerne og glæder sig til at være behjælpelig.

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

FRA

FRA

4.565 PR. PERSON

* Når 2 voksne og 2 børn rejser 14 dage i foråret med 10 overnatninger, egen bil med og sejllads.


vórðu vístar á øllum 2.864 skíggjunum hjá DSB í høvuðsstaðarøkinum. Filmurin varð vístur 20. hvønn minutt umborð á tokunum og 6. hvønn minutt á tokstøðun­um. Sambært tølum hjá Gallup síggja 913.000 fólk lýsingarnar hjá DSB. Tað vil siga, at hendan lýsingarherferðin hevur rakt 46% av íbúgvunum í høvuðsstaðar­økinum. Eftirmetingin av lýsingarátakinum vísir, at á fleiri økjum sprongdi hetta lýsingaátakið mátingartólið, tá lýsingin varð samanborin við aðrar lýsingar. Sum dømi kann nevnast, at 90% av teimum, sum mintust seg hava sæð lýsingarnar, dámdu hana. Mátingartólið gekk annars bara upp í 70%,

og miðaltalið fyri aðrar lýsingar var 53%. Eisini upp á spurningin um innihaldið í lýsingini var viðkomandi, sprongdi filmurin tólið. 71% ella 7 út av 10 søgdu, at innihaldið var viðkomandi. Aðrar lýsingar lógu á 42%. 43% ella 13.731 fólk søgdu, at tey vildu fáa sær fleiri upplýsingar um Føroyar sum ferðamál eftir at hava sæð lýsingarnar. Eftir sera góðu royndirnar varð avgerð tikin um at endurtaka toklýsingarnar í desember fyri at byrja søluna av ferðaseðlum til 2015 tíðliga.

FØROYAR SUM FISKILAND Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri serligar áhuga­ bólkar, hevur Visit Faroe Islands, sum eina roynd, marknaðarført Føroyar sum fiskiferða­ mál. Avtala er gjørd við tveir veitarar í Føroyum, sum hava bjóðað fisking út. Annað er Fishing with Blástein, sum bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna. Samstarvið hevur fevnt um lýsingar í útvaldum fiski­bløð­ um í Týsklandi og Danmark, umframt at miðlafólk, sum arbeiða fyri fiskibløð, hava verið í Føroyum og fiskað fyri síðani at skriva um tað.

Ungezählt Unterschiedliche Fischarten auf den Färöer Inseln

4 Personen, Anreise mit Auto und Fähre 4 Nächte in einem modernen Haus 4 Tage gemeinsames Bootsangeln € 880 pro Person fishingwithblastein.com

teil der

Weitere Info bei unserer Agentur Tel. +49 (0) 2508-999042

215x100_Blinker_ad-korr2.indd 1

Fiskilýsing í Týsklandi

11/12/13 22.38

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 35


Marknaðarføringsvirksemi 2014

das Leben kann

unkompliziert sein

Hitt samstarvið hevur fevnt um miðlavitjanir úr Spania og Italia, eisini fyri útvald fiskibløð og heimasíður, har fólk hava verið í Føroyum og fiska serliga á Sandoynni. Saman við Greengate er ein lítil faldari gjørdur um Føroyar sum fiskiland, sum varð borin út saman við jólaútgávuni av HQ, sum er fiskiblað í Italia. Jólaaútgávan varð vald, tí tað er størsta útgávan. Faldarin verður eisini deildur út á messum, sum blaðið tekur lut í. Í 2014 var tað fiskimessa í Italia, og sami faldari verður deildur út á fiskimessum í USA, Kina, Monaco, umframt fleiri fiskimessum í Italia í 2015. Harumframt hava Føroyar verið partur av tíðindabrævi um fisking, sum VisitDenmark í Týsklandi sendir út. Tíðindabrævið verður sent út fýra ferðir um árið til 1.500 fólk, ið hava serligan áhuga í at fiska. Umframt eitt blað, sum hevði eina høvuðssøgu um Føroyar, vóru eisini minni tíðindi um Føroyar í hinum tíðindabrøvunum. Fokus í tíðinda­brævinum hevur verið á havfisking. Ætlanin er at halda fram við átøkum innan fisking í 2015, m.a. við størri samstarvi við Visit­Denmark. Norðurlandaráðið skipaði fyri workshop um fisking, the North Atlantic Recreational Fishing Workshop í Helsinki í februar. Visit 36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

visitfaroeislands.com

Faroe Islands heitti á Magna Blástein at umboða Føroyar í tiltakinum. Endamálið var at læra av teimum royndum, sum tey, ið bjóða fisking í Norðanlondum hava gjørt sær og at skapa sambond og byggja netverk

millum luttakararnar, umframt at vísa á týdningin av fiskiferðavinnu sum íkast til samlaða ferðavinnuumsetningin. Aftur­ meldingin var, at tað var eitt fínt tiltak, sum skapti góð sambond og nýggja vitan.


Átak við Atlantic Airways í Danmark

LÝSINGARÁTAK VIÐ ATLANTIC AIRWAYS Í DANMARK Várið 2014 Visit Faroe Islands og Atlantic Airways gjørdu avtalu um eitt umfatandi lýsingar­samstarv á danska marknaðinum. Útgangs­støði fyri øllum lýsingunum var brandið hjá VFI og átakið fevndi um sjónvarpslýsingar á TV2 við summarfilminum við einum ítøkiligum prís­tilboði umframt eitt sera stórt fokus á online marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli. Eitt stórt arbeiði varð gjørt fyri at eyðmerkja á hvørjum miðlum fólk, sum kunnu hugsast at vera áhuga í ferð til Føroyar, ferðast, og síðan var arbeitt við at

røkka teimum við online lýsingum og filmi og at finna tey aftur við sonevndari re-targeting.

DESTINATION TRAVEL SHOW, LONDON 6. – 9. februar

Lýsingarnar koma fram hjá útvaldum brúkar­um, sum ferðast á teimum miðlum, sum eru fevndir av lýsingarátakinum. Dømi um miðlar eru jp.dk og politiken.dk. Bæði Atlantic og VFI vóru væl nøgd við úrslitið av lýsingunum, ið høvdu 790.526 vísingar, sum førdu til 36.402 klikk, hetta er ein “click through rate” sum svarar til 4.73%, sum verður mett at vera eitt gott úrslit.

Atlantic Airways, 62N og Visit Faroe Islands høvdu bás á stóru ferðvinnumessuni Destinations Travel Show í Earl’s Court í London. Síðstu árini hevur Sunvil, sum er enskur ferðasmiður, ið selur Føroyar, verið umboð fyri Føroyar á messuni. Í ár varð avgerð tikin um at royna aftur við føroyskum landabási, tí vit síðsta árið hava upplivað størri áhuga frá nýggjum ferðasmiðjum at selja Føroyar, umframt at talið av ferða­fólkum úr Bretlandi er vaksandi.

Dentur var eisini lagdur á at optimera heima­síðuna hjá VFI, soleiðis at hon var sjónlig, tá fólk leita eftir kunning um ferðir til Føroyar.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 37


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Tað vísti seg at vera sera stórur áhugi fyri Føroyum á messuni og allar dagarnar var nógv at gera við at svara fyrispurningum frá bretum, sum vóru áhugað at ferðast til Føroya. Nógvir fyrispurningar vóru eisini um sólarmyrkingina í 2015, og einir 15 túrar til sólarmyrking vórðu seldir á messuni. Harumframt verður væntað, at einar 30 bíleggingar koma sum beinleiðis avleiðing av messuni. Tað var áhugavert at síggja, at eisini yngri fólk vóru áhugað í at ferðast til Føroya, og tað tyktiskt ikki sum nøkur stór forðing at flúgva gjøgnum Keypmannahavn ta tíðina, Atlantic ikki hevur beinleiðis flogferðir til Føroya úr London. Tokini í undirgrundini í London vórðu rakt av verkfalli fyrsta dagin av messuni, men hóast tað var fitt av fólki og vitjaði básin. Sambært fyrireikarunum av Destinations vóru tilsamans 37.485 fólk á messuni teir fýra dagarnar. Fríggja­dagurin var besti dagurin, síðan messan byrjaði fyri 10 árum síðan, meðan leygardagurin var tann næstbesti leygar­dag­ urin í søguni hjá messuni. Tilsamans vóru 500 tourist guide’ir og 250 image faldarar handaðir út á messuni, og 38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Destination Travel Show í London

62N lat umleið 650 av sínum faldarum út. Greengate hevði tikið av møguleikanum at senda sín faldara til messuna, og einir 750 av teirra faldarum vórðu latnir áhugaðum fólkum. Umframt luttøku á messuni varð eyka tíð sett av til at vitja ferðasmiðir, sum antin selja Føroyar ella hava víst áhuga í at selja Føroyar sum ferðamál. Vitjað var hjá trimum ferða­smiðum í London-økinum, har høvi millum annað var at tosa við sølufólk um Føroyar, soleiðis at tey verða betur før fyri at selja ferðamálið. Harumframt vóru fundir við umboð fyri fimm aðrar ferðasmiðir á sjálvari messuni. Mett verður, at tveir ella tríggir

nýggir ferðasmiðir fara at selja Føroyar longu í ár. Samanumtikið var luttøkan á messuni og vitjanin hjá ferðasmiðjunum sera væleydnað og mælt verður til at bíleggja bás á Destination Travel Show aftur í 2015. MIDATLANTIC Í REYKJAVÍK 6. – 9. FEBRUAR Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic, sum er átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Enda­ málið við luttøkuni er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikonskum ferðasmið­um, sum selja Ísland, og sum


Básurin á messuni í Herning

kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk.

Herning. Messan hevur seinastu árini havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Í 2013 varð leisturin fyri átakinum broyttur. Millum annað varð møguleikin at hava fram­løgu um Føroyar, sum undanfarin ár hevur drigið sera nógv fólk til føroyska økið, ikki longur til staðar. Hetta merkir, at Føroyar ikki á sama hátt vóru sjónligar á MidAtlantic, og tað gjørdi eisini, at áhugin millum føroyskar fyritøkur at taka lut var minni enn vanligt. Men hóast tað høvdu føroysku fyritøkurnar fitt av vitjanum. Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways og HK bussar.

Úrslitini av messuni í 2014 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við.

FERIE FOR ALLE MESSAN Í HERNING 21. – 23. februar Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í

Føroyski felagsbásurin var umboðaður við Atlantic Airways, 62N, Greengate og VFI. 64.520 vitjaðu messuna í 2014, har hvør dagur hevði methøgt tal av vitjandi. Umleið 2.100 faldarar úr Føroyum vórðu deildir út frá føroyska básinum. Til tess at varpa so nógv ljós á Føroyar sum gjørligt á messuni varð tikið av tilboðnum at hava fyrilestur um Føroyar. Ronald Risvig, sum hevur skipað fyri ferðum til Føroya í fleiri ár, helt fyrilestur allar dagarnar, sum fitt av fólkum vitjaðu. Harumframt hevði VFI heitt á

Gutta Winther at gera mat leygar- og sunnu­dagin á messuni, samstundis sum brot úr sendingini, Spískamarið, vórðu víst á stórskíggja. Tað var fyrstu ferð at fyriskipar­ arnir høvdu fingið fyrispurning um at sleppa at nýta fyrilestrahølið til mat, og tey hildu tað Gutti og Spískamarið í Herning

verða so mikið spennandi, at tey vóru fús at fáa tað fyriskipað. Hetta tiltakið var sera væleydnað, og maturin var uppi eftir lítlari løtu.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 39


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Serblað um Føroyar í Politiken og Jyllandsposten

SERBLAÐ UM FØROYAR Í POLITIKEN OG JYLLANDSPOSTEN 2. mars Sunnudagin 2. mars varð serblað um Føroyar borið út við Politiken og Jyllands­ posten í Danmark. Endamálið við blaðnum var at vísa dønum eina øðrvísi mynd av Føroyum. Miðlakanningar hava víst, at profilurin hjá lesarunum hjá Politiken og Jyllandsposten samsvara serstakliga væl við málbólkin hjá Føroyum sum ferðamáli, og tí eru hesir báðir miðlar rættir til júst hetta serblað. Politiken kemur út í umleið 100.000 eintøkum og Jyllandsposten í 107.000 eintøkum í sunnudags­útgávunum. Sambært tølum hjá Politiken hevur blaðið 391.000 lesarar sunnudagar og Jyllandsposten hevur 347.000 lesarar sunnudagar. Við hesum náddi átakið úti við 750.000 lesarum íalt. 40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Blaðið kom eisini út sum app, har 6.661 fólk lósu elektronisku útgávuna av blaðnum í 2014 - umframt tey sum halda Politiken og Jyllandsposten. Blaðið, sum var 20 síður til støddar, vísti eina breiða mynd av Føroyum, við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum tónleik, mat, bókmentir, húsasnið og greinar um uppløgd ferðamál kring landið. Ítøkilig úrslit sóust beinanvegin eftir útgávuna. Talið av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com var nógv hægri enn vanligt, ta vikuna blaðið kom út. Fleiri av samstarvsfeløgunum, sum høvdu lýsingar í blaðnum, fingu nógvar fyrispurningar, eftir at blaðið kom út, og seldu eisini nógv sum úrslit av fyrispurningunum. Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina

við Atlantic Airways. Heili 10.300 fólk tóku lut í kappingini, og var hetta 1.000 fleiri enn árið fyri. Sum partur av átakinum gjørdi danska Gallup eina kanning av blaðnum, sum varð borið út við Jyllandsposten. Yvirskipað vísti tað seg, at blaðið stóð seg nógv betur enn onnur serbløð, sum JP ber út. Úti við 70% av lesarunum minnast seg hava sæð blaðið, hetta fevndi um bæði kyn og fleiri aldurs­ bólkar, eisini yngri fólk. Um 60% av teimum, sum høvdu lisið blaðið, hildu, at innihaldið var viðkomandi, meira enn 50% ynsktu meira kunning um Føroyar sum ferðamál og um 40% vildu viðmæla blaðið til onnur. Yvirhøvur var hetta eitt sera gott úrslit. Til stuttleika kann nevnast, at tá DR í sendingini “Kender du typen” vitjaði heima hjá Søs Fenger, lá serblaðið um Føroyar frammi í stovuni hjá henni.


ITB MESSAN Í BERLIN 5. – 9. mars 2014 ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir í fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni, meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privat fólki, sum leita sær eftir ferðamálum. Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á messuni, ofta í samstarvi við Visit Faroe Islands. Visit

Faroe Islands var við á vinnupartinum av messuni í 2014. Endamálið við luttøkuni var at skapa sambond við fjølmiðlar, sum kunnu verða áhugað at ferðast til Føroya at gera frágreiðingar um Føroyar til týskar miðlar. Harumframt var ætlanin at fáa samband við fleiri ferðasmiðir, sum kunnu hugsast at verða áhugað í at selja Føroyar. Smyril Line hevur í gjøgnum fleiri ár bygt upp eitt net av ferðasmiðum, sum senda fólk til Føroya við Norrønu, so endamálið var at vita, um tað ber til at byggja eitt nýtt net av ferðasmiðum,

sum eisini vilja senda fólk flogvegis til Føroya úr Týsklandi. Mett er, at tað eigur at bera til at skapa sambond við ferðasmiðir, sum serliga venda sær til ávísar málbólkar, t.d. fuglaáhugað, gonguferðir, fiskiáhugað og onnur. Sum partur av messuni, skipaði Ehrenberg Kommunikation, ið er PR felagið, sum Visit Faroe Islands samstarvar við í Týsklandi, fyri morgunmatarfundi fyri sínum viðskiftafólki og fjølmiðlum, ið tey vanliga arbeiða saman við.

ITB Messan í Berlin

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 41


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Visit Faroe Islands hevði eisini samrøðu við tíðindamann frá vinnublaðnum fvw/Travel Talk um nýggja brandið, og hvussu arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Dagin eftir var ein stuttur tíðindabiti um Føroyar í avísini, sum verður gjørd til hvønn dag á messuni og deild út til allar básarnar og allar luttakararnar á messuni. 500 eintøk av tourist guide’ini og 350 eintøk av image faldaranum vórðu býtt út á messuni. Og 450 eintøk av faldaranum hjá Greengate, sum hevði tikið av møguleikanum av hava sín faldara liggjandi á messuni. 950 eintøk av faldaranum hjá Smyril Line vórðu eisini latin. Í 2014 vitjaðu 174.000 fólk messuna, 114.000 vinnudagarnar og 60.000 dagarnar fyri almenninginum. Á hesum tiltaki høvdu vit fundir við eini 10 ymisk fólk, umboðandi útvarp, bloggur, magasin og dagbløð og fríyrkisfólk, sum leita eftir søgum um nýggj ferðamál. Treytin fyri at koma á miðlavitjan í Føroyum er, at hesi fólk fáa avtalu við t.d. eina avís ella blað um at prenta søgu úr Føroyum. Umboðið fyri Visit Faroe Islands hitti m.a. tíðindakvinnu, sum hevur avtalu við landsdekkandi útvarpsrásina „Deutschlandfunk“ um at gera eina sending upp á ein tíma um tónleik í Føroyum. Har­umframt hittu vit eisini kvinnu, sum bloggar um at ferðast við børnum og manni, frá stórum matblaði, sum var áhugað at skriva grein úr Føroyum. Á sjálvum básinum vóru eisini fleiri fundir við miðlafólk, m.a. frá mentanarbløðum og avísini Die Zeit. Tað gekk eitt sindur meira 42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

striltið at fáa sambond við túroperatørar, møguliga tí tað ikki lá fyri hjá Visit Faroe Islands at verða á messuni fyrsta dagin, tá flest fólk frá vinnuni vitja. Tó vóru nakrir spennandi fundir, m.a. við fleiri ferðasmiðir úr Hollandi, sum vóru áhugað í Føroyum, eftir at tey høvdu sæð sending í hálendskum sjónvarpi úr Stóra Dímun (sendingin varð send síðst í januar 2014). Tosað varð eisini við ferðasmiðir úr Týsklandi, Belgia og øðrum londum. Hesi fingu øll innbjóðing til Visit Faroe Islands átakið, sum er upplagt høvi hjá nýggjum ferðasmiðum at uppliva Føroyar og hitta fólk í vinnuni. Høvi var eisini at hitta ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar og práta við tey um, hvat skal gerast fyri at seta meira fokus á Føroyar sum ferðamál í Týsklandi.

Avtala er gjørd við Smyril Line um at bíleggja bás til ITB í Berlin 2015. MØDE- OG EVENTMESSEN Í KEYPMANNAHAVN 12. – 13. mars MICE netverkið luttók á stóru fundarmessuni í Forum í Keypmannahavn, sum nevnist Møde- og Eventmessen. Her hava føroysku MICE fyritøkurnar luttikið seinastu árini, og tað hevur týdning alsamt at verða sjónlig á danska marknaðinum til tess at varðveita okkara jaligu støðu í hugaheiminum hjá donskum fundarplanleggjarum. Hesar fyritøkur luttóku: Atlantic Airways, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Norðurlanda­


húsið, GreenGate, 62N og Visit Faroe Islands. Básurin var snotiliga prýddur við nýggja ferðavinnubrandinum.

nærri um hendan marknað, ið í framtíðini eisini fer at gerast meira týdningarmikil fyri Føroyar.

Um 2.000 gestir vitjaðu messuna. Ein av hesum, ein fundarplanleggjari frá Tandlæge­ foreningen, vann eina ferð til Føroya, og hon hevur verið ein væleydnaðan túr her. Saman­ borið við undanfarin ár, so merktist tann munur, at stórar fyritøkur sýndu áhuga fyri Føroyum.

Fyrra dagin var skipað fyri tiltaki fyri 40 fjølmiðlum og 30 ferðasmiðum. Teir tríggir ferðavinnustjórarnir úr Danmark, Grønlandi og Føroyum hildu hvør sína framløgu. Áhugin fyri Føroyum var stórur, og komu nógv fólk fram eftir framløguna at tosa. Afturmeldingarnar upp á ferðavinnufilmin vóru heilt einastandandi – ja, so nógvar, at fleiri fólk grótu! Til stuttleika kann leggjast afturat, at verturin fyri tiltakinum, ein kend útvarpskvinna í Kina við síni egnu útvarps­ sending, varð so bergtikin av føroyska ferða­vinnufilminum og tónleikinum í honum, at hon valdi at spæla lagið hjá Eivør í síni útvarpssending dagin eftir tiltakið.

Harafturat varð høvi til at hava eina framløgu um Føroyar sum ráðstevnuland. FERÐAVINNUÁTAK TIL DROTTNINGAVITJAN Í KINA 24. – 25. apríl Politiski myndugleikin heitti á Visit Faroe Islands at vera føroyskt umboð á stórum ferðavinnutiltaki í Peking í samband við almennu vitjanina hjá Margrethu Drotning og Hendrikki prinsi í Kina í apríl. Í hesum sambandi skrivaðu VisitDenmark og kinesiska ferðaráðið undir felags avtalu landanna millum við tí endamáli at økja um ferðavinnuna hjá hvørjum øðrum. Ferðavinnustjórarnir úr Danmark, Grønlandi og Føroyum luttóku, og Scandinavian Tourist Board í Peking samskipaði tiltakið. Kina er ikki ein frummarknaður hjá Visit Faroe Islands enn, men hetta er ein skjótt vaksandi marknaður - eisini til tey norður­ lendsku londini. Høvið var at kunna seg

Fleiri fjølmiðlasamrøður vórðu eisini gjørdar um ferðavinnuna í Føroyum. Sum dømi kann nevnast eitt heilt uppslag í blaðnum, Travel. Seinna dagin var eitt netverkstiltak við hægstu stjórunum í 16 stórum kinesiskum ferðaskrivstovum, har millum onnur Hansara Kongaliga Hátign Heindrikur prinsur og danski handilsmálaráðharrin luttóku. Føroyar vóru eisini sjónligar á hesum tiltakinum og vórðu lýstar sum eitt autentiskt og øðrvísi ferðamál. Eisini varð fyrsti føroyski branding­ filmurin vístur. Á heimferðini varð høvið eisini nýtt til at luttaka á einum China Crash Course skeiði í Keyp­ mannahavn, ið Wonderful Copenhagen skipaði fyri til sínar samstarvsfelagar.

Umboðið hjá VFI slapp, sum einasti uttanfyri standandi at luttaka á tiltakinum, ið var sera áhugavert og viðkomandi. Endamálið við luttøkuni var eisini at finna út av, um hetta skeiðið skal verða nakað, ið VFI einaferð framyvir skal halda við føroysku ferðavinnuni til at fyrireika vinnuna at taka ímóti kinesiskum ferðafólki. Her er talan um ferðafólk, ið hava nøkur onnur ynski og aðrar siðir samanborið við onnur ferðafólk, sum hædd má takast fyri.

Fjølmiðlaátak í Peking

Ferðavinnustjórarnir úr Danmark, Grønlandi og Føroyum hitta danska kongshúsið á ferðavinnutiltaki í Peking

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 43


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Visit Faroe Islands 2014

44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


VFI 2014 1.- 4. mei Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við tiltakinum er at bjóða útlendskum ferða­­ smiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum fram­løgur, verkstovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentanarl­igum upp­living­um og útferð. Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni. Bæði gistingarhús, matstovur, útferðaveitarar og bussfeløg eru við í tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt. 23 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe Islands. Sum nakað nýtt fingu tey høvi til at koma til eina Hoyma-konsert í Gøtu í samstarvi við G! Talan var um eina inniliga og autentiska tónleikauppliving. Í 2014 varð sjálv verkstovan hildin í Norður­ landahúsinum og døgurðin í Østrøm. Til døgurðan á Østrøm var ein røð av tónleika­ innsløgum, sum høvdu til endamáls at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki. Um 30 útlendskir ferðasmiðir vóru við. Teir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Italia,

Spania, Hollandi, Fraklandi, Sveis, og Australia. Útlendsku keypararnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftirmetingarnar av átakinum sera góðar. LÝSINGARÁTAK Í NOREG 07. mai – 31. august Visit Faroe Islands tók saman við Atlantic Airways stig til átak hjá VisitDenmark í Noreg um at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál móti norðmonnum, sum annars vanliga ferðast til Danmarkar. Samstarvið fevndi um tvey ymisk átøk: eitt digitalt serblað í vg.no og lýsingar, sokallaðar advertorials, í vikuskiftis­ blaðnum hjá Dagens Næringsliv. Samstarvið byrjaði í 2013. Tað var eitt sindur ivasamt, um tað var rætt at arbeiða saman við VisitDenmark á teirra brandingpalli. Avgjørt varð tó at royna tað í 2013, lutvíst tí føroyska brandið ikki var klárt, og tí at mett varð, at tey, sum vanliga ferðast til Danmarkar og ofta hava verið har fyrr, eru opin fyri einum øðrum ferðamáli tætt við Noreg. Samstundis hava Føroyar tilboð, sum hesi fólkini leita eftir. Úrslitið av samstarvinum var sera positivt, og tí varð avgerð tikin um at halda fram í 2014, tó við nýggja føroyska brandinum. Aftur í 2014 var úrslitið sera gott. Tær fimm greinir­­nar um Føroyar høvdu sera høg tøl av vitjandi – tilsamans yvir 15.000 unikkar lesarar. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 45


Marknaðarføringsvirksemi 2014

BeNordic tiltakið í Milano

46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


Evnini í greinunum vóru um Føroyar sum ferðamál yvirhøvur, um Tórshavn, um binding, tónleik og um mat. Talgilda serblaðið hjá VisitDenmark hevði yvir 45.000 lesarar. Lýsingarnar í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv, D2, fingu eisini sera góða og nógva umrøðu. Lýsingarnar fevndu um tvær síður við flottum myndum. Ein var um Føroyar sum ferðamál fyri vanlig ferðafólk og ein, sum lýsti Føroyar sum vinnuferðamál. BENORDIC Í MILANO 8. – 9. mai Visit Faroe Islands, Atlantic Airways, Greengate og 62N tóku lut á BeNordic tiltaki hjá VisitDenmark, Visit Sweden, Visit Norway og Visit Finland í Milano. Endamálið við tiltakinum, sum var fyriskipað á fyrsta sinni, var at varpa ljós á Norðurlond sum ferðamál umvegis framløgur, myndir, filmar, sang og mat. BeNordic fevndi um eitt fjølmiðlatiltak, eina workshop fyri ferðasmiðir og tveir dagar, sum vóru fyri almenninginum. Føroysk ferðavinna hevur í fleiri ár verið fastur luttakari á verksmiðjum, sum Visit­ Denmark hevur skipað fyri saman við hinum

skandinavisku ferðaráðunum. Avgerð var tikin um at verða við til nýggja BeNordic tiltakið fyri at nýta høvið at hitta fjølmiðlar og almenningin eisini. Hóskvøld var tiltak fyri fjølmiðlum, har eini 80-90 miðlar tóku lut saman við ambassadør­ unum hjá Danmark, Noreg, Finnlandi og Svøríki í Italia. Hetta var eitt fínt og vælvitjað tiltak, har vit hittu umboð fyri fleiri miðlar, sum vóru áhugað í at vitja Føroyar. Tvær avtalur eru gjørdar um vitjan longu í summar. Lív Næs og Tróndur Enni framførdu við teirra inniliga sangi fyri eina sera áhugaðari fjøld. Meðan tey framførdu vórðu brandmyndirnar vístar á trimum stórskíggjum aftan fyri tey. Fríggjadag var verksmiðja, har vit hittu eina røð av italskum ferðasmiðum. Fleiri teirra seldu ikki Føroyar frammanundan, men vóru sera áhugað at frætta nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk til Føroya. Tað var eyðsýnt, at áhugin fyri beinleiðis flogsamband­ inum millum Milano og Føroyar veruliga hevði vakt áhugan at selja Føroyar. Fríggja­kvøld lat sjálvt BeNordic upp, og Lív og Tróndur framførdu aftur fyri eini fjøld, sum var sera hugtikin av tónleikinum. Leygardag og sunnudag var opið fyri almenn­­ing­inum, og sera nógv fólk nýttu høvi

at vitja og at kunna seg um ymisku ferða­ málini. Tiltakið var væl lýst, so tað var ein stór fjøld av fólkum inni allatíðina. Mett verður, at 12.000 vitjaðu tiltakið. Hetta vóru í stóran mun fólk, sum eru áhugað í Norðurlondum og teirra lívsstíli. Harafturat varð nógv gjørt við at gera vart við ferðamálini umvegis sosialu miðlarnar, so sum facebook, twitter osv. Lív og Tróndur framførdu aftur sunnudagin, og fólk stóðu í kø at rósa teimum aftaná. Gjøgnum dagarnar varð filmurin hjá Visit Faroe Islands vístur fleiri ferðir. Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar var við í tiltaki fyri almenninginum, og tað var sera áhugavert at uppliva stóra áhugan fyri Føroyum. Alt tilfarið, sum varð tikið við, var uppi sunnudagin. 600 tourist guide’ir, 300 image faldarar umframt 500 faldarar hjá Greengate og 400 hjá 62N vórðu rivin vekk. Atlantic hevði eisini tilfar við, og eisini pennar og 100 papírsfløgg vórðu tikin við, sum sóust aftur í gøtunum í Milano hetta vikuskiftið. Sum heild vóru føroysku luttakarirnir væl nøgdir. Tað er eisini ein fyrimunur, at trý tiltøk við ymiskum málbólkum liggja samstundis, so tað slepst undan at ferðast fleiri ferðir til sama stað. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 47


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Verkstova í London

Átak í Milano

48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014


VERKSTOVA Í LONDON 22. mei VisitDenmark í London skipaði fyri verkstovu, har umboð fyri ferðaráð, flutningsfeløg, gistingar­hús og ymsar veitarar av upplivingum hava høvi at hitta enskar ferðasmiðir og miðlar. VFI og Greengate tóku lut á verk­ stovuni. 14 ferðasmiðir og tríggir miðlar luttóku í tiltakinum. Samband varð knýtt við nakrar nýggjar ferðasmiðir, har lagt varð upp til at fáa teir á kunningarferð til Føroya fyri at tryggja eina møguliga sølu. Eisini hittu vit fleiri av teimum ferðasmiðunum, ið longu selja Føroyar. Tey, ið ætla at selja ferðir til sólarmyrkingina sýndu serliga stóran áhuga. Samanumtikið meta vit tó, at góðskan á hesum tiltakinum ikki var eins góð og árið fyri, serliga av tí at tað vóru ov fáir nýggir keyparar. Tískil er ætlanin bert at luttaka næsta ár, um talið av keyparum verður størri, møguliga um hetta verður gjørt í einum breiðari samstarvi við onnur norður­ lendsk ferðaráð. GOURMET ÁTAK Í MILANO 5. juni Arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar í Italia fevnir um fleiri ymisk átøk, eftir at Atlantic

Airways er byrjað at flúgva beinleiðis til Milano. Sum partur av økta virkseminum skipaði Visit Faroe Islands saman við Atlantic Airways og KOKS fyri gourmet átaki í Milano 5. juni. Tíðindafólk frá serliga mat-, ferða- og lívsstílsbløðum vórðu boðin til døgurða á matstovuni Al Pont de Ferr, sum liggur í hugnaliga Navilia økinum beint við kanalina. Matstovan, sum hevur eina Michelin stjørnu, er serliga kend fyri sín autentiska mat og umhvørvi, og tí varð mett, at júst hon hóskaði seg væl sum karmur um eitt kvøld, har Føroyar vóru í fokus. Matstovan er 30 ára gomul, og hetta var bert fjórðu ferð, at tey hava havt tiltak, har kokkar uttanífrá matgera saman við teimum. Áhugin fyri døgurðanum var so stórur, at fleiri av vanligu viðskiftafólkunum hjá matstovuni eisini ynsktu at uppliva forkunnuga døgurðan. Eigarin og kokkurin høvdu tí tikið avgerð um, at allir gestirnir tað kvøldið fingu somu matskrá við føroyskum rávørum. Hesi fólkini fingu eisini kunnandi tilfar um Føroyar sum ferðamál, so umframt at borðreiða fyri miðlafólki, varð høvi eisini at marknaðarføra Føroyar fyri øðrum gestum. Endamálið við tiltakinum var at geva miðla­ fólkunum ein smakk av Føroyum og á tann hátt at skapa áhuga fyri Føroyum sum

ferðamáli. Kokkurin á KOKS Poul Andrias Ziska og kokkurin á Al Pont de Ferr, Matias Perdomo, gjørdu fleiri rættir, sum allir vóru við føroyskum rávørum, so sum jákupsskel, havtasku, hummara og lambskjøti. Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, bjóðaði vælkomin og greiddi frá, eisini á italskum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál. Miðlafólkini vóru sera hugtikin av at verða boðin til Føroya mitt í Milano og tóku sera væl ímóti hugskotinum. Áhugin fyri at uppliva Føroyar tyktist verða sera stórur, og fleiri miðlar vóru áhugað at koma til m.a. G! festivalin. 20 miðlafólk tóku lut á døgurðanum. Hesi vóru m.a. frá stóru italsku avísunum Corriera della Sera og La Republica og frá bløðum so sum Vanity Fair, GQ, Vogue L’oumo, Marie Claire og fleiri bløðum frá stóra miðlahúsi­ num, Conde Nast. Arbeitt hevur verið víðari við at bjóða gestun­um til Føroya, so tey kunnu uppliva landið og skriva longri greinar um Føroyar. Nakrir av hesum fjølmiðlum hava longu vitjað Føroyar síðani, eitt nú Vanity Fair. Øll fingu eina fløgu við føroyskum tónleiki umframt tilfar og myndir við sær heim.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 49


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Deil Føroyar átakið

VETRARÁTAKIÐ DEIL FØROYAR 25. september Endamálið við hesum átakinum var at lyfta Føroyar sum ferðafólkaland – eisini um veturin, tá flestu veitarar annars hava ov lítið virksemi. Hetta er eisini partur av mál­ setningi­­num hjá Visit Faroe Islands. Nakað annað, sum strategiin eisini leggur áherðslu á, er at fáa føroyingar sjálvar meira virknar í at marknaðarføra Føroyar – tað síðsta tí at tað er ein sera príseffektivur háttur at fáa boðskapin um Føroyar út. Mett varð, at føroyingar, ið er eitt fólkaslag, sum er errið 50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

av sínum landi, fóru at vilja gerast partur av hesum átaki. Og tað vísti seg at vera rætt, tí undirtøkan var sera góð. Í hesum sambandi eggjaði Visit Faroe Islands øllum føroyingum at deila filmin á sosialu miðlunum og bjóða vinum og kenningum kring heimin at vitja okkara oyggjar. Átakið bestóð av einum vetrarfilmi, ið føroying­ ar skuldu deila á sosialu miðlunum. Eina viku undan tiltakinum, tann 18. september, vórðu teasara-lýsingar á føroysku portalunum við áheitanum um at deila Føroyar. Hesar fyrstu

lýsingarnar høvdu ongan avsendara, soleiðis at lýsingarnar skuldu skapa forvitni. Nógv varð gitt um, hvat hetta mundi vera. Alt, frá at eitt nýtt flogfelag mundi vera á veg, til, at Føroyar skuldu slíta frá Danmark. Tríggjar dagar seinni, tann 21. september, fóru so nýggjar lýsingar út. Hesaferð við avsendara, har greitt varð frá átakinum. Eisini vórðu lýsingar gjørdar til útvarp og sjónvarp, ið vórðu lýstar í KVF, og pressuskriv varð sent út til føroysku fjølmiðlarnar. Ein myndakapping varð eisini gjørd á Facebook, har øll kundu gera sína egnu


Lýsingar frá myndakappingini, har fólk gjørdu egnar lýsingatekstir

lýsing út frá føroyska ferðavinnubrandinum. Møguleiki var síðani, at tey, sum høvdu hug, kundu deila lýsingina við sínar vinir, men ongin skuldi noyðast til hetta. Ein eyka avleiðing av átakinum var at fáa føroyingar at taka føroyska ferðavinnubrandið til sín. Í sambandi við hetta átakið varð eisini ein amboðskassi gjørdur, ið varð lagdur út á heimasíðuna. Hesin inniheldur framløgur í ymiskum longdum eins og teir báðar film­ar­nar hjá VFI. Hann er ætlaður øllum føroyingum, ið ynskja at halda framløgur um Føroyar í ymiskum høpum. Høvuðsendamálið við sjálvum vetrarfilminum er at lýsa og marknaðarføra Føroyar sum

ferðamál í lágárstíð. Filmurin verður nýttur í samband við ymisk átøk hjá Visit Faroe Islands og vinnuni uttanlands, umframt á sosialum og øðrum miðlum. Móttøkan av filminum hevur verið sera góð og talið av jaligum afturmeldingum frá marknaðinum ovurstórt. Átakið eydnaðist sera væl og hevur higartil havt tilsamans meira enn tvær milliónir views, tá bæði filmur og myndir eru tiknar við. Vetrarfilmurin varð deildur 35.000 ferðir, sum mett verður er eitt framúr úrslit havandi í huga talið av føroyingum. Yvir 2.000 fólk valdu at gera sína egnu ferðavinnulýsing, harav størsti parturin vóru útlendingar.

MØDEMEKKA Í KEYPMANNAHAVN 12. juni Luttøkan á Mødemekka á Admiral Hotel í Keypmannahavn eydnaðist væl, har vit høvdu stak fundir við sjey góðar keyparar. Annleyg Lamhauge frá Visit Faroe Islands og Marjun Persson frá Visit Tórshavn umboðaðu gullimirnar í MICE netverkinum. Eisini vóru uppfylgjandi fundir við fleiri av teimum fundarplanleggjarunum, sum longu hava verið í Føroyum á famtúri fyrr í 2014. Fundirnir vóru við smærri og størri fyritøkur, og góðskan var ymisk frá fundi til fund, har onkur fyrispurningur var reinur leisure fyri­spurningur. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 51


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Messa í Øksnehallen

av fólkum, vóru tað tríggir seljarar fyri hvønn keypara. Hetta merkti, at tað var trupult hjá føroysku seljarunum at fáa nóg mikið av avtalum við keyparar. Grønlendsku seljar­ar­ nir høvdu sama trupulleika. Hetta er ofta ein trupulleiki, tá Ísland er vertur fyri travelmart, og avtalan er, at Grønland og Føroyar saman við Íslandi eftirmeta Travelmart og tryggja okkum, at lutfallið millum keyparar og seljarar verður meira hóskandi, næstu ferð Ísland er vertur.

Vestnorden Travelmart

Norðuratlantisku ferðavinnustjórarnir saman við Peter Greenberg frá CBS

VESTNORDEN TRAVELMART 30. sept. - 1. okt. 11 fyritøkur úr Føroyum tóku lut á Vest­norden Travel Mart, sum varð hildin í Reykjavík í ár. Fyritøkurnar, sum vóru við, vóru: 62N, Atlantic Airways, Greengate Incoming, Hotel Hafnia, Hotel Føroyar, Hotel Streym, HK Bussar, Kunningarstovurnar, Make Travel, Smyril Line og Visit Faroe Islands. Vestnorden Travel Mart er eitt sera gott høvi hjá ferðavinnuni at hitta umboð fyri ferða­ 52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

smiðir, sum eru áhugað í at selja Norðurlond og kanska serliga Ísland. Visit Faroe Islands nýtti høvi at gera avtalur við íslendskar incoming fyritøkur, sum selja ferðir til Íslands til serliga amerikanarar og asiatar. Yvirhøvur var áhugi millum íslendskar fyritøkur at selja Føroyar sum eitt eyka ferðamál til síni viðskiftafólk. Hetta árs VNTM var ikki eitt av teimum bestu, tí lutfallið millum talið av keyparum og seljarum var ov ójavnt – tað vóru ov fáir keyparar í mun til seljarar. Tað vóru gott og væl tveir seljarar til hvønn keypara. Men í tali

Týdningarmikli amerikanski fjølmiðlamaðurin Peter Greenberg ið hevur egna ferðavinnu­ sending á CBS sjónvarpsrásini, var høvuðs­ talari á tiltakinum, og eydnaðist Visit Faroe Islands at gera avtalu við Peter um at koma til Føroyar á vitjan í 2015. Føroyar verða vertir fyri VNTM 22.-23. september 2015. BÓKAMESSUR Ì GØTEBORG OG FRANKFURT Sept./okt. FarLit verkætlanin varð sett í verk fyri at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Tað er eitt samstarv


havn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serligum ferðaupplivingum. Hesuferð hevði Føroyar størri bás enn vanligt, og við stórari brandmynd var básurin sera sjónligur og fekk nógv rós.

millum Bókadeildina, Nám, Sprotan, Fróðskap og MSF. FarLit var á bókamessuni í Gøteborg 25.-28. september og í Frankfurt 8.-12. oktober. VFI hevur valt at taka lut í hesum samstarvi fyri at nýta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland í einum høpi, har tað ikki er kapping við onnur ferðavinnutilboð, sum tað t.d er á ferðavinnumessum. VFI hevði ikki egið umboð til messurnar, men verkætlanarleiðarin fyri FarLit, sum hevur ferðavinnubakgrund umboðaði VFI. Umleið 100.000 vitjaðu messuna í Gøteborg, og 270.000 vitjaðu í Frankfurt. Básurin varð bygdur upp við vøkrum myndum úr Føroyum, og tað fekk aftur nógv vitjandi at steðga á og fáa meira at vita um landið. Luttøkan eydnaðist væl, og tilsamans 2.500 faldarar vórðu býttir út. MESSA Í ØKSNEHALLEN Í KEYPMANNAHAVN 19. – 20. oktober Eins og undanfarin ár høvdu Greengate, 62N, Atlantic Airways og VFI føroyskan bás á ferðavinnumessuni Rejsemesse for kvalitetsrejser í Øksnehallen í Keypmanna­

Út við 15.800 fólk vitjaðu messuna, og umleið 650 tourist guide’ir vórðu býttar út á messuni. 300 eintøk av nýggja fugla­faldara­num vóru eisini við á messuni, og vóru teir rivnir vekk. Greengate býttu umleið 650 faldarar út, sum er væl meira enn undanfarin ár, og 62N býttu umleið 1.000 – 1.200 lítlar faldarar við dømum um ferðir til Føroya út. Luttakararnir lata sera væl at messuni hesa­ ferð. Tað vóru fleiri vitjandi, og tey virkaðu seriøs og áhugað. Fleiri túrar til Føroya vórðu seldir á messuni, sum ikki er vanligt, og onkur av luttakarunum fekk fleiri bíleggingar sum beinleiðis úrslit av messuni. Eisini var kapping um at vinna ferð til Føroya. 550 fólk ynsktu, sum partur av kappingini, at fáa tíðindabræv frá veitarunum. Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni. Millum annað ein áhugaverdur fyrilestur um Føroyar við Birthe Nedergaard frá fyritøkuni Euro Tema Special­ rejser, sum hevur selt ferðir til Føroya í fleiri ár. Eini 50 fólk lýddu á fyrilesturin, og fleiri komu á básin aftaná at frætta nærri og fáa tilfar. Harumframt var serligt tiltak, áðrenn messan lat upp, fyri kundum hjá Børsen og Mercedes Benz, har høvi var at hitta umboð á føroyska básinum, sum bjóðaðu øl frá Føroya Bjór.

ANTOR WORKSHOP Í OSLO 22. oktober Í samband við at Atlantic Airways hevur gjørt nýggja strategi, sum millum annað hevur við sær, at ein beinleiðis ruta verður úr Føroyum til Bergen, kemur føroyska ferðavinnan at marknaðarføra Føroyar meira á norska marknaðinum. Sum liður í hesum var umboð fyri Visit Faroe Islands á Antor workshop í Oslo. Fyrst var network tiltak um dagin við áhugaverdum fyrilestrum m.a. um framtíðar ferðafólk, og hvat tey fara at leita eftir av upplivingum og um framtíðar fjølmiðlalandsslagið. Tíanverri vísti tað seg, at sera fáir seljarar tóku lut á sjálvari verksmiðjuni. Tó vóru nakrir luttakarar, sum vóru sera áhugaverdir, og tey vóru boðin við til Visit Faroe Islands átakið ella á kunningarferð til Føroya. Á ferðini var eisini fundur við Visit Denmark í Oslo um samstarv í 2015 og við tiltaksfyrireikarar um serstøk átøk, sum kunnu gerast í Noreg í samband við nýggju rutuna. SØLUTÚRUR Í KEYPMANNAHAVN 28. – 29. oktober Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn luttóku á sølutúri í Keypmannahavn, sum Kursuslex skipaði fyri. Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 53


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Meet the Press tiltak í London

Mødemekka í Århus

EIBTM í Barcelona

Vit høvdu níggju fundir við stórar fyritøkur so sum Rambøll, Novo Nordisk, Amex (Maersk) og Kommunernes Landsforening. Allastaðni, har vit komu, vórðu vit móttikin sera væl, og stórur áhugi var fyri tí, sum vit løgdu fram.

næsta ár. Hetta fyri at spara pening á fíggjarætlanini, men eisini tí, at vit nú eru so nógv inni á danska marknaðinum, at vit halda tað vera nóg mikið við luttøku á Møde og Event messuni og sølutúrum heldur.

Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðindafólk.

Úrslit eru longu komin burtur úr hesi vitjan.

AITO MEET THE PRESS TILTAK Í LONDON 18. november

Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.

MØDEMEKKA Í ÅRHUS 30. oktober Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands luttóku í Mødemekka í Århus, har vit høvdu fundir við sjey fyritøkur, og aftur fingu høvi til at net­verka við møguligar nýggjar keyparar eins og heilsa uppá núverandi keyparar. Onkur túrur er longu bókaður sum úrslit av hesum Mødemekka. Kortini eru vit komin til, at vit sum tað fyrsta fara at skera Mødemekka av okkara lista fyri 54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferðasmiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt gott høvi at koma í samband við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðla­ vitjanum til Føroya, og er tí vorðið limur í AITO.

Umframt hetta tiltakið, hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum um summarið. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaði VFI á tiltakinum. Endamálið var aftur her at vísa á møguleikar fyri miðlavitjanum til Føroya.


EIBTM í Barcelona

EIBTM Í BARCELONA 18. – 20. november MICE netverkið luttók við føroyskum bási á stóru altjóða MICE messuni EIBTM í Barcelona. Hetta er ein av tveimum stórum MICE messum í Europa, og 80 % av teimum vitjandi eru úr Europa, og 20% koma úr restini av heiminum. Longu undan messuni gjørdist greitt, at sera stórur áhugi var fyri Føroyum. Vit fingu tríggjar fundarkalendarar nærum fullar av avtalum, eisini komu fólk á básin, tí tey sýndu áhuga. Umleið 140 fundir vórðu forbókaðir, og eftir at messan var liðug, vísti tað seg, at 240 viðkomandi fólk høvdu vitjað básin, har fleiri enn 200 av hesum vóru keyparar. Tað góða við at vera við til slíkar messur er, at gestirnir fyri tað mesta eru undangóðkendir, seriøsir keyparar, soleiðis at tú kanst vera vís í, at tey leads, sum tú fært, eru góð.

Miðladøgurði í Oslo

Á básinum luttók MICE netverkið, eins og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, eisini var partur av ferðini. Básurin var sera snotuliga prýddur við einari av nýggju brandingmyndunum hjá Visit Faroe Islands. Nógv varð gjørt burtur úr til hesa fyrstu stóru luttøkuna hjá MICE netverkinum, og kundu vit á hesi messu vísa nýggjan film fram, nýggja heimasíðu, nýtt tænastukatalog, nýggja framløgu og nýggjan faldara. Eftir góðu móttøkuna á altjóða MICE pallinum er avgjørt at justera okkara strategi soleiðis, at vit í minni mun fara at vera á til dømis danska og svenska marknaðinum og heldur fara at luttaka á bæði EIBTM í Barcelona og IMEX í Frankfurt, sum er onnur stóra altjóða ráðstevnan í Europa. Har náa vit eisini nógvum keyparum úr Norðurlondum.

MIÐLADØGURÐI Í OSLO 19. november Í samband við at Atlantic Airways fer at flúgva nógv meira upp á Noreg, verður eisini arbeitt meira aktivt við at fáa fleiri norskar miðlar at skriva um Føroyar. Í tí samband­ inum var avgjørt at nýta høvið at Guðrun & Guðrun høvdu pop-up handil í nýumbygda handils­húsinum Paléet mitt í Oslo í november og desember. Avtala varð gjørd um at skipa fyri døgurða fyri fjølmiðlum fyri at gera vart við Føroyar sum ferðamál og við handilin. Gutti Winther gjørdi mat til døgurðan við rávørum frá Norðfra, og gestirnir fingu eisini øl frá Føroya Bjór og snaps frá Dism. Luttakararnir vóru sera hugtiknir av góða matinum og flottu rávørun­um, og fleiri av teimum vóru áhugaði at vitja Føroyar fyri at skriva greinar.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 55


Marknaðarføringsvirksemi 2014

Gjáargarður umboðar Føroyar á InnTravel

29. mars – 4. apríl vitjaðu tvey fólk frá incoming fyritøku í Finnlandi, ið ætlar at selja Føroyar til síni viðskiftafólk, sum koma serliga úr USA og Asia. 6. maj – 13. mai vitjaði bretskur ferðasmiður, sum nýliga er byrjaður at selja Føroyar og tørvar meira kunning. 28. juni – 1. juli varð skipað fyri fam-túri við italskum ferðasmiðum saman við danska Arctic Adventure, sum selur Føroyar í Italia. 11 fólk vóru við á túrinum. Eftir døgurðan skipaðu Guðrun & Guðrun fyri tiltaki í handlinum fyri innbodnum. Sum heild eitt sera væl eydnað tiltak á hesum týdningar­­ mikla marknaði, ið, vit síggja, hevur stórar menningarmøguleikar. ÁTAK HJÁ INNTRAVEL FYRI TEIRRA KUNDUM 5. – 6. desember Enski ferðasmiðurin InnTravel, sum síðstu tvey árini hevur selt ferðir til Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltaki fyri sínum viðskiftafólki, har teirra samstarvspartar fáa høvi at vísa seg fram. Gjáargarður umboðaði Føroyar á tiltakinum. Sambært Gjáargarði var hetta eitt sera gott høvi at koma beinleiðis í samband við kundar, sum eru áhugaðir í Føroyum sum ferðamáli. Eini 1700 vitjaðu tiltakið, og tað var stórur áhugi fyri Føroyum og nógv at gera á føroyska básinum. Eirikur Suni Danielsen, stjóri á Gjáargarði, hevði fram­løgur um

56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Føroyar sum ferðamál, og tað var fult hvørjaferð við eini 100- 150 áhoyrarum. Fleiri ferðir vórðu seldar - eisini til Føroya. KUNNINGARFERÐIR FYRI LEISURE FERÐASMIÐIR Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðar­ føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendsk­um ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar, og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarization tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og gistingarhús. Í 2014 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av 50 ferðasmiðum og sølufólkum úr sjey londum, ið arbeiða við leisure ferðavinnu.

12. – 16. juni varð saman við Atlantic Airways skipað fyri fam-túri fyri enskum ferðasmiðjum. Átta fólk vóru við á túrinum. 14. – 18. juni varð saman við Atlantic Airways skipað fyri vitjan hjá tveimum japanarum, ið arbeiða í fyritøku, sum selur Føroyar. 16. – 23. juni vitjaðu tveir persónar frá finskum ferðasmiði, sum serliga selur til ung fólk, ið ynskja at taka Føroyar við í sínar pakkar. 30. mai – 2. juni vitjaði italskur ferðasmiður. Hetta var í samstarvi við Greengate og Atlantic Airways. Ferðaskrivstovan seldi Føroyar fyri nøkrum árum síðani, og er áhugað at byrja aftur og tørvar tí nýggja kunning.


MICE-kunningarferðir í Føroyum

16. . 18. september í samstarvi við Atlantic Airways vitjan av norskum ferðasmiði úr Bergen økinum, sum hevði 19 agentar við sær. 15. – 18. august vitjaði danskur ferðasmiður, sum skipar fyri fototúrum og ynskir at fáa Føroyar við í sítt útboð. Tvey fólk vóru við á ferðini. 14. – 21. september vitjaði franskur ferðasmiður, sum selur Føroyar og tørvaði betri kunning um ymsu upplivingarnar.

MICE KUNNINGARFERÐIR 25. – 27. februar og 22. – 24. apríl skipaði MICE netverkið fyri tveimum kunningarferðum fyri danskar agentar og fundarplanleggjarar.

10 fólk vóru á hvørjum túri, og hesir vóru ymiskt fyriskipaðir, soleiðis at annar av túrunum var meiri actionkendur, og hin var meiri mentanarligur. Báðir túrarnir vóru sera væleydnaðir, og afturmeldingarnar frá teimum vitjandi vóru avbera góðar. Fleiri beinleiðis bókingar eru komnar burturúr hesum, og vit hava fingið 20 nýggjar Føroya ambassadørar. 19. august varð Steen Møller, sum er stjóri fyri MICE hjá Visit Denmark á kunningarferð í Føroyum. Úrslitið av ferðini er, at Føroyar kemur at samstarva við VisitDenmark í samband við nøkur tiltøk, á norska, svenska og bretska marknaðinum.

London innan fíggjar- og KT heimin. Teir vóru sera hugtiknir av Føroyum og øllum tí, sum til ber at gera her. 6. – 8. oktober fekk MICE netverkið vitjan av Roger Kellerman og Atti Soenarso frá tíðindamiðlinum Meetings International í Svøríki. Hesi hava vit valt at samstarva við á svenska marknaðinum, tí tey hava sera góð sambond til svensku vinnuna. Roger og Atti eru nú sera góðir ambassadørar, og hava tey selt okkum inn til svenskar fyritøkur, men eisini í nógvar mátar til ta altjóða MICE vinnuna.

12. – 15. september varð skipað fyri eini siteinspection fyri áhugaverdari eventfyritøku í

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 57


Marknaðarføringsvirksemi 2014 Heimasíðan hjá Visit Faroe islands

VISITFAROEISLANDS.COM Heimasíðan visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferðasmiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum. Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Danmark, Svøríki, Italia, Týsklandi, Stóra Bretlandi og USA. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; 58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur marknaðarføringsátøk. Samlaða talið av vitjandi á visitfaroeislands. com í 2014 endaði á 201.000. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 35% samanborið við árið fyri, tá 148.000 fólk vitjaðu heimasíðuna, og næstan ein vøkstur á 100% í mun til í 2012, tá vitjanartalið var 112.000. Tann størsti vøksturin stavar frá amerikonsk­ um vitjanum, men tað áhugaverda er, at tað ikki letur til at vera samband í millum hesar vitjanirnar og teir “twitter-stormar”, ið hava verið á Twitter í samband við grindadráp. SOSIALIR MIÐLAR Arbeiðið við sosialum miðlum varð sera nógv ment og útbygt í 2014. Hetta arbeiðið fór av

álvara í gongd í 2013, eftir at VFI setti ein talgildan marknaðarførara. Síður vórðu stovnaðar á fleiri av teimum størru miðlunum, so sum Facebook, Twitter, Instagram og Pinterest. Eisini verður eitt aktivt arbeiði gjørt við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður – helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Stóra økingin av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com kann lutvíst beinleiðis tilskrivast hesum arbeiði. Ein onnur orsøk til hesa øking er, at Visit Faroe Islands hevur roynt at læra føroyingin at tagga sítt tilfar og tagga tað rætt, sum er við til at økja um kontakt­flatuna, sum er við til at breiða kunningina um Føroyar út á sosialu miðlunum. Visit Faroe Islands hevur gjørt nógv av at senda tilfar inn til kappingar og áheitanir og myndir til miðlar, um at minnast til Føroyar tá tey umtala ferðamál. Hetta gav millum annað ítøkilig úrslit, tá New York Times valdi Føroyar millum 52 tey mest áhugaverdu ferðamálini í 2014. Eisini tá National Geographic Traveler bað sínar lesarar koma við boðum upp á bestu ferðamál 2015, var tað stóra altjóða kontaktnetið hjá VFI til stóra hjálp, tá heitt var á tey um at atkvøða. Tað sama er galdandi fyri myndakappingar, har


Facebook

Twitter

nógvar av teimum altjóða kontaktunum hjá VFI verða brúktar. Tað eru nógv dømi um at hetta hevur givið úrslit. Millum annað tá myndir úr Føroyum eru blivnar dagsins mynd á til dømis heimasíðuni hjá National Geographic. Hetta er eisini sera gott fyri at skapa enn meira trafikk til heimasíðu og aðrar sosialar miðlar hjá Visit Faroe Islands.

best at tagga Føroyar einsljóðandi, og harvið yvirdoyva allan annað boðskap og myndir frá og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu, einsljóðandi tags.

sum møguligt koma at nýta tað sama taggið.

Tí setti Visit Faroe Islands sær fyri í 2014 at upplæra føroyingin at tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir #FaroeIslands.

TAGS

Meðan Visit Faroe Islands leingi hevur grundgivið væl fyri, hví vit ynskja, at Føroyar á skrift á enskum helst verður umtala sum ”The Faroe Islands”, so eru umstøðurnar á sosialu miðlunum so, at hvør brúktur bókstavur hevur týdning, av tí at plássið er avmarkað - serliga á Twitter. Tískil er valið fallið á #FaroeIslands, sum er tað mest praktiska, einsljóðandi tag, sum vónandi øll fara at brúka framyvir, tá tey leggja tilfar út. Hendan verkætlan byrjaði í 2014 í sam­ starvi við G! festivalin, og síðani hevur nógv verið gjørt burtur úr at fáa myndafólk og onnur fólk, ið eru serliga virkin á sosialu miðlunum at taka undir við hesum taggi. Hetta arbeiðið heldur fram í 2015, har vónandi so nógvir føroyingar og ferðafólk

Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er Facebook enn tann mest týðandi pallurin, og tískil er størst orka løgd í at menna talið av fylgjarum á hesi síðuni.

Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri at tilfar um Føroyar kemur rætt út er at tilfarið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar, ferða­­fólk og anti-whaling fólk verið í iva um greinin og myndin, tey leggja út á sosialu miðlunum skal taggast #Faroe, #Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands #TheFaroeIslands og so framvegis. Henda manglandi sameining av øllum tilfari um Føroyar undir eitt felags tag, hevur leingi havt negativa ávirkan á effekt og útbreiðsluna av kunningini um Føroyar á sosialu miðlunum. Serliga tá tað leingi hava verið Anti-Whaling fólk, sum hava dugað

FACEBOOK

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013, náddi við ársenda 2014 yvir 50.000 fylgjarar og við einum vikuligum reach out á 5 – 10 ferðir tað talið. Sostatt gjørdist hendan síðan tann skjótast vaksandi face­book­síðan í 2014, og er nú næststørsta facebooksíðan í Føroyum (tann einasta sum er størri, er tónleikabólkurin TÝR, ið gjøgnum fleiri ár, hevur fingið sera nógvar útlendskar fjepp­ar­ar). Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 59


Marknaðarføringsvirksemi 2014

VFI her merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grindadrápi. Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá Facebook, sum so verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddara­seymað til júst Twitter. Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning sum kelda til søgur og myndir um Føroyar frá útlendskum ferðafólkum og myndafólk­um. VFI hevur síðani kunnað sett seg í samband við útlendingarnar og fingið brúks­rættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann nýta í egnum, sosialum kanalum.

“reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á 1%. Hetta merkir, at bert 1% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn tey annars bert 1%. Hetta er eydnast væl, og royndirnar her frá hjálpa eisini á hinum pallunum.

PINTEREST

Átakið “Deil Føroyar” hevði eisini Facebook sum høvuðsmiðil, ið vísti seg at virka sera væl. Nærri kunning um hetta átak sæst aðrastaðni í ársfrágreiðingini.

Ein annar pallur er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við bert 160 teknum, men eisini tí, at

60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá kvinnuliga málbólkinum, og fleiri vitjandi á visitfaroeislands.com koma her frá. Nógv arbeiði liggur í at fáa myndir til vega og skriva góðan og kunnandi tekst til myndir­ nar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði. TWITTER

Hóast VFI í 2014 hevur megnað at trífalda talið av fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, av tí at fleiri av hesum metast at verða grinda­mótmælarar, sum brúka okkara kanal til spam og sabotagu av okkara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur teimum serliga góðan møguleika fyri. BLOGGAR Umframt omanfyri nevndu sosialu pallar arbeiðir VFI við at fáa bloggarar til at umhugsa Føroyar, tá tey skriva um eitt nú eksotisk ferðamál ella hava myndarøðir við flottum náttúrumyndum. Hetta verður millum annað gjørt við, at VFI sendir teldu­postar beinleiðis til fólkini handan bloggin, eins og myndir, greinar og leinkjur, herundir at læra hesi at tagga Føroyar og tess tilfar rætt. Hetta hevur eydnast sera væl higartil.


FALDARAR

NÝGGJUR FUGLAFALDARI

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim.

Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir fuglum, og tað hevur verið saknur í faldara um ymisku fuglarnar, sum kunnu síggjast í Føroyum. Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði stórar og góðar myndir av fuglum, umframt viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti í náttúruni millum fuglar, umframt kunning um tey trý Ramsar økini. Nýggi fuglafaldarin, sum var klárur til Visit Faroe Islands 2014 tiltakið, er í tráð við nýggja brandið. Faldarin er á donskum og enskum.

Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til síni viðskiftafólk og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.

GRATIS

IMAGEFALDARI

TOURISTGUIDE OG KORT

FÆRØERNE TOURIST GUIDE 2015 www.visitfaroeislands.com

uopdaget

Hvørt ár ger Sansir nýggja touristguide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans verða prentaðar 55.000 touristguides: 22.500 danskar, 17.500 enskar og 15.000 týskar, sum allar eru uppi, tá árið er av. Á hvørjum ári verða harafturat 25.000 kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Bæði kort og tourist­guide verða latin áhugaðum ókeypis.

Við nøkrum ára millumbili ger VFI ein so­nevndan imagefaldara. Hesin hevur eina longri livitíð enn touristguidin, tí hann er ikki so ítøkiligur. Imagefaldarin verður sendur út saman við touristguide og kortum. Umleið 30.000 imagefaldarar verða deildir út hvørt ár.

udforsk det ukendte, opdag dig selv

Verdens mest uspolerede øer Færøerne er af National Geographic Traveler blevet kåret som den mest tiltrækkende og fascinerende destination i verden blandt 111 udvalgte ø-samfund

Download vores gratis app

FAROE ISLANDS TOURIST GUIDE

www.faroeislands.com

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 61


Marknaðarføringsvirksemi 2014

ALTJÓÐA SAMSTARV VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at tað einsamalt, er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknað­irnar. Hesir eru: TRAVEL PR VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Sam­­starvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðla­vitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bret­landi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar. EHRENBERG KOMMUNIKATION Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er

62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.

miðla­vitjanir úr Spania og kunning um Føroyar á sponskum á heimasíðuni. VISITDENMARK Í TÝSKLANDI

PUBLIK PR BYRÅ VFI hevur nú eisini avtalu við svenskt PR-bureau. Hetta samstarvið er nýtt og fevnir um at skapa størri áhuga fyri fjølmiðla­ vitjan­um úr Svøríki eins og at senda út tíðindi til svenskar miðlar fyri at skapa størri fjølmiðla­umrøðu av Føroyum.

Samstarvið við VisitDenmark í Týsklandi er um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi. Í 2014 var samstarvið víðkað til eisini at fevna um kunning um Føroyar sum áhugavert stað at fiska gjøgnum tíðindabrøv, vend serliga til fiskiáhugað.

VISITDENMARK Í ITALIA VISITDENMARK Í NOREGI Samstarvið við VisitDenmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða­ smiðir, inngongd um Føroyar á italskum og sponskum á heimasíðuni hjá VisitDenmark, luttøka á verkstovum o.s.fr. VisitDenmark í Italia hevur eisini ábyrgd av spanska marknað­ inum, so samstarvið fevnir eisini um

Samstarvið við VisitDenmark í Noregi er um fjølmiðlavitjanir eins og felags innkeyp av lýsingarplássi, sum gevur Føroyum betri prísir, enn um Føroyar keypa tað sjálvi.


ร rsfrรกgreiรฐing 2014/ Visit Faroe Islands - 63


Onnur tiltøk

Onnur tiltøk AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar at hjálpa til meira við at marknaðarføra Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur lond øll eru ambassadørar fyri okkara land – óansæð um vit vilja tað ella ikki.

Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri.

Gallup stóð fyri samskipanini av arbeiðinum, og eydnaðist hetta arbeiðið avbera væl. 368 persónligar samrøður vórðu gjørdar. Ætlanin er at gera hesa kanning í trý ár.

Amboðskassin, ið inniheldur framløgur og filmar, er at finna á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com/vinna

NATA stuðlar hesi verkætlan við helvtini av kostnaðinum.

NORTH ATLANTIC MAPPING PROJECT Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt sum møguligt, er tað av týdningi at kunningin er konsekvent, soleiðis at argumentini fyri at ferðast til júst Føroyar eru greið. Tískil hevur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðskassa, ið allir føroyingar kunnu brúka um tey hava ætlanir um at halda framløgu um Føroyar, óansæð um ein er skiftisnæmingur, selur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er ein kostnaðareffektivur háttur at marknaðarføra Føroyar.

Ætlanin er, at øll trý londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, skulu nýta sama leist til at segmentera ferðafólkini, soleiðis at ferða­fólkini í teimum trimum londunum kunnu samanberast. Hetta er týdningar­ mikið av fleiri orsøkum. Lutvíst tí at nógv ferðafólk vitja øll trý londini. Og lutvíst er tað eisini ein fyrimunur at hava sama útgangs­ støði at arbeiða út frá, av tí at tey trý londini í dag samstarva meira enn áður. Visit Greenland hevur seinastu trý árini gjørt eina segmenteringskanning, sum lesandi frá George Washingtons University hava gjørt. Hesi komu til Grønlands um summarið fyri at gera samrøðurnar. Visit Faroe Islands gjørdist partur av hesi verkætlan í 2014, har føroysk ferðavinnuog marknaðarføringslesandi, ið vóru heima í summarfrí, gjørdu samrøðurnar.

64 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2014

ÚTOYGGJAFELAGIÐ - THE OUTER ISLANDS Visit Faroe Islands og Útoyggjafelagið sam­starvaðu í átaki, sum Útoyggjafelagið tók stig til, sum hevði til endamáls at seta andlit á útoyggjarnar og harvið eggja ferða­fólkum at vitja. Átakið var ein heimasíða, www.vit.fo og ein filmur í eini styttri og eini longri útgávu. Tilfarið liggur eisini sjónligt á www.visitfaroeislands.com Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina. G! FESTIVALURIN Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við


hesar vælumtóktu matsendingar klárar til útlandið og at marknaðarføra tær mótvegis útlendskum sjónvarpsrásum. Byrjað verður við at fara eftir teimum norðurlendsku lond­unum. Mett verður, at hendan sendi­ røðin kann hava jaliga ávirkan á føroyska ferðavinnu – bæði sum ferðastað og mentanardepil.

at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G! Festival og VFI samstarva kring fjøl­ miðlavitjanirnar. G! Festivalurin kann gerast ein týdningarmikil liður í at marknaðar­føra Føroyar og er hetta eitt sera gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar. Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina. SPÍSKAMARIÐ Visit Faroe Islands valdi at samstarva við Spískamarið í arbeiðinum hjá teimum at fáa

Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina. MATTILTØK SAMAN VIÐ SOLEA Visit Faroe Islands samstarvar við Solea í parti av tí fjølmiðlaarbeiðinum, sum hevur við júst mat at gera. Solea arbeiðir við at marknaðarføra Føroyar sum framleiðari av kvalitetsrávørum og sum eitt serstakt gourmet ferðamál. Talan er um ein spennandi málbólk í stórum vøkstri, har Føroyar hava nakað heilt serstakt at bjóða. Greinarnar um Føroyar, sum matland, røkka einum nýggjum og áhuga­ verdum málbólki.

Í 2014 innibar samstarvið vitjan av skotsk/ australska kokkinum Jock Zonfrillo, ið gjørdi matsending fyri Discovery Channel, sum varð innspæld í juni. Føroyar var eitt av londunum, hann vitjaði í hesi matsendingar­ røð. Eisini var ein fjølmiðlavitjan í september við millum øðrum einum av týdningarmiklastu fjølmiðlafólkunum í heiminum innan mat, Andrea Petrini. M.a. gjørdi Leif Sørensen mat fyri teimum í Kirkjubø. Stuðul varð latin til verkætlanina gjøgnum krónu fyri krónu stuðulsjáttanina. JOBMATCH VFI tók lut á Jobmatch, sum var í Norður­ landahúsinum 30. desember. Jobmatch, sum er eitt frálíkt tiltak, er eitt gott høvi at skapa sambond við lesandi í ferðavinnu, marknaðarføring og onnur atknýtt øki og at finna útav, hvørjir førleikar eru innan økið. Eisini fær VFI møguleikan at geva kunning um bæði ítøkilig starvstilboð í Føroyum og um framtíðar arbeiðsmøguleikar hjá VFI og ferðavinnuni yvirhøvur. Tað var stórur áhugi at tosa við umboðini fyri VFI á Jobmatch - um 20 ungdómar nýttu høvið at seta seg niður og tosa við VFI á Jobmatch.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 65


66 - Visit Faroe Islands / ร rsfrรกgreiรฐing 2014


Tað eru vit sum starvast á Visit Faroe Islands GUÐRIÐ HØJGAARD Stjóri

SÚSANNA SØRENSEN Marknaðarføring og fjølmiðlar

ANNLEYG LAMHAUGE Vinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 35 guri@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 38 susanna@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 36 annleyg@visitfaroeislands.com

BÁRÐUR EKLUND Digital Marknaðarføring

BRYNHILD D. WEIHE Skrivstovufólk

Fartelefon: 55 61 37 bardur@visitfaroeislands.com

Fartelefon: 55 61 39 brynhild@visitfaroeislands.com

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

Ársfrágreiðing 2014/ Visit Faroe Islands - 67


Snið og uppseting: Sansir

Visit Faroe Islands Í Gongini 9 Postsmoga 118 110 Tórshavn Tlf. +298 20 61 00 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.