




Summarferian er við at vera av og vit skulu í gongd aftur. Onkrar broytingar eru hendar síðan seinast. Størsta broytingin er sjálvandi, at nýggi høvuðsvenjarin hjá okkum eitur Lars Arne Nielsen. Hann er royndur venjari, sum vónandi klárar at byggja víðari á positivu menningina hjá besta mansliðnum.
Nýggja navnið í leikarahópinum er Ási Dam. Hann er leigaður frá HB, og kemur uttan iva at spæla á vinstra bakki, nú Rasmus Knudsen, tíverri, er farin heimaftur til Danmarkar. Til dystin í dag er status annars at Jasper Van der Heyden ivasamur og Jóannes hevur leikbann.
Tey, ið fylgja við í søgum um leikaraflytingum, hava helst lisið mangt og hvat um Magnus Holm Jacobsen. Fyrst ljóðaði, at hann skuldi til Pólland at spæla. Hesum avvísti formaður okkara, Jón Nordendal, staðiliga. Seinni úttalaði Magnus seg um málið, og sigur seg hava skrivað undir sáttmála við Chrobry Glogów í Póllandi. Her er tað so at fløkjan verður fullkomin, tí Jón Nordendal sigur at spælaraloyvið hjá Magnus er hjá 07 Vestur enn. Soleiðis sum støðan er í løtuni, sær tað út til, at Magnus ikki er við í hópinum.
Liðið sum vit skulu vinna ímóti er EB/Streymur. Vit hava 22 stig og teir hava 13 stig. Hjá okkum eru stadigvekk bara 5 stig upp til Víking á 4. plássi, so trý stig halda spenningin við líka í toppinum.
Koyr á 07Vestur! Góðan dyst.
jon@lbf.fo
Jóhannesarson
andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið
løk, men blaðið er komið út til hvønn heima
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Fróði Heri Poulsen
Fótbóltsspæl í Vágum byrjaði sum flestum kunnugt við einum presti. Í Vága prestagjald kom í 1893 prestur úr Danmark, sum æt Carl
Johansen (f.1867). Hann var hálvur føroyingur, uppvaksin í Keypmannahavn. Carl var av ágrýtnastu fótbóltsspælarum í sínum ungu
árum og spældi við einum tí besta fótbóltsliðnum í Keypmannahavn
Jan Erik Simonsen
Fyrst í 1900 fór Carl, sum ofta varð nevndur fótbóltspresturin, undir at læra dreingir í Miðvági at spæla fótbólt
á
sandinum. Og tað var ikki leingi, til dreingir í Sandavági tóku táttin upp eftir miðvingum, keyptu sær bólt og fóru í gongd. Teir smádreingirnir, sum fyrst skipaðu fyri í Sandavági, vóru tveir
bóndasynir á Sondum, Tummas Georg Thomsen í Haraldsstovu (f.1893) og
Jákup Jacobsen við Ánna (f.1893), og
hava teir báðir tá verið um 810 ára aldur. Síðani komu eldri dreingir við, og í november í 1906 varð Sandavágs
Bóltfelag stovnað. Eingin veit at siga frá, hvønn dag felagið varð stovnað, men at tað var fyrst í november, vita menn við vissu.
Fyrsti formaður í felagnum var 17 ára gamli Petur Elias Petersen, (f.1889), sum var sonur bóndan og bátasmiðin á Steig. Árið fyri, hin 22. januar í 1905, høvdu teir í Miðvági, við fótbóltsprestinum Carl Johansen á odda, stovnað Miðvágs
Myndin av Steig og oman ímóti Valloyruni, miðskeiðis í 1930-árunum
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
mars í 1905. So ikki kann sigast annað enn, at fótbóltspresturin hevði stóra ávirkan á vágamenn, og vóru teir tíðliga á veg við fótbóltinum. Leggjast kann afturat, at TB varð stovnað í 1892, KÍ og HB í 1904 og VB í 1905. Og hesi vóru fótbóltsfeløgini, 3 í Vágum og 7 tilsamans um alt landið, heilt fram til 1913, tá EB varð stovnað.
Sandurin var álitið
Á Valloyruni á vetrartíð. Um leið 1923 og 1924.
Fystu árini var bara spælt um veturin. Undir hersetingini var eisini spælt um sumrarnar.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
Bóltfelag. Í Miðvági vórðu dystir spældir á sandinum, men tá flóð var, lá sandurin undir, so tá bar illa til at spæla dyst, og hvørja ferð dystur skuldi skipast, mátti ansast eftir sjóvarfallinum. At soleiðis hevur verið, er helst ilt at hugsa sær til í dag.
Knappar 8 vikur aftaná at miðvingar stovnaðu sítt felag, stovnaðu sørvingar Sørvágs Bóltfelag. Hetta var tann 17.
Í Sandavági varð spælt niðri á sandinum fyrstu árini. Sandurin var væl størri tááðrenn hersetingina (19401945). Og so var tað Valloyran, sum kundi nýtast til fótbóltsvøll. Sum navnið sigur, er hetta ein vallað oyra, sum lá undir í vatni, tá tað regnaði illa og áin var stór, ella tá toybil var, og áin leyp. Og hinumegin frá tá lágætt og brim var, og ósin fyltist upp við sjógvi, lá Valloyran eisini undir. So umstøðurnar vóru einki at reypa av fyrstu árini.
Byrja at spæla dystir
Fyrsti dystur hjá Sandavágs Bóltfelag var ímóti Miðvágs Bóltfelag, MB. Dysturin varð spældur á sandinum í Miðvági, og sandavágsmenn vóru so avsmurdir. (framhald á síðu 18.)
VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
Umvælingar av hydraulikstemplum
Framleiðsla av hydraulikslangum
Koyrandi tænasta
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.
Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.
Egilstoft
Jóannes Davidsen
Gutti Dahl-Olsen
Jákup Hummeland
Andras Olsen
Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Bogi Reinert-Petersen
Dánjal Godtfred
Virgar Jónsson
Markus Hellisdal
Niels Pauli Danielsen
Filip Djordjevic
Bergur Poulsen
Hans Pauli á Bø
Rani Hansen
Sverri Mariusarson
Tóki Johannesen
Arnbjørn Hansen
Arnar Dam
Niklas Kruse
Fayo Kruse
Gutti Jóhansson
Rani í Soylu
David Vang
Venjari:
Sigfríður Clementsen
Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo
Fyrsta og annað lið hjá Sandavágs Bóltfelag í 1916. Fremst f.v. Emil Petersen á Steig, Ísak Petersen (hjá Dánjal Fredrikki), Dánjal Petersen (hjá Masu), Petur Heinesen á Lofti, Knút Jacobsen (hjá Elsu og Andriasi), Sofus Hansen (hjá Lávusi). Í miðjuni f.v. Edvard Heinesen á Lofti, Tummas Albert Thomassen, Dánjal Nielsen (hjá Niels Jakku), Zakaris Heinesen á Lofti, Ferdinand Heinesen, Hjalmar Nielsen (hjá Niels Jakku), Jóan Carl Joensen (hjá Jógvani hjá Siggu), Jóan Jakku Otto Heinesen. Aftast f.v. Tummas Nielsen (hjá Skómakaranum), Jákup Jacobsen (hjá Dekninum), Niels Joensen (hjá Jógvani hjá Siggu), Erik Jacobsen (við Ánna), Dávur Magnussen (hjá Dáva-Lisu), Zacharias Nielsen (hjá Skómakaranum), Jóannes Albert Johansen, Ingvard Jacobsen (við Ánna). Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
Hetta var ikki undarligt í, tí fótbóltspresturin var venjari hjá MB. Og miðvingar vóru millum teir bestu í Føroyum og vóru fyrstu árini fleiri ferðir føroyameistarar. Sandavágsmenn vóru harafturímóti sjálvlærdir við ongum venjara. So tað var munur á. Frá 1908 til 1914 spældu sandavágsmenn móti hinum liðunum í Vágum. Sandavágsmenn taptu allar dystir hetta tíðarskeiðið. Men í 1914 kom broyting í, tí tá megnaðu teir at spæla javnleik, 11, ímóti størsta kappingarneytanum í øll ár, miðvingum. Longd leiktíð mátti til, og tá fekk MB eitt mál og gjørdist føroyameistari tað árið.
Frá 1914 til 1932 vórðu enn við
sama lag bert dystir spældir ímóti miðvingum og sørvingum. Í 1932 fóru sandavágsmenn fyri fyrstu ferð av oynni at spæla fótbólt. Hetta var tó eitt samansett lið við 5 miðvingum og 6 sandavágsmonnum. Teir spældu ein dyst ímóti HB, og havnarmenn vunnu 21. So longu í 1932 var fyrsta fótbóltssamstarv millum grannafeløgini í oynni.
Sum áður nevnt var Petur Elias Petersen, á Steig (f.1889), fyrsti formaður felagsins frá 1906 til 1910.
Í 1910 tók Petur Heinesen, nevndur
Petur á Lofti (f.1891), við sum formaður. Hann sat í sessinum til 1917, og hann var eisini ein av stovnarunum í 1906.
Síðani kom Ingvard Jacobsen við Ánna (f.1897) (skyldmaður núverandi formann í 07vestur). Hann gjørdist formaður í 1917 og sat heilt til 1933. Hann var ein sannur fongur fyri felagið og størsti stuðul hjá fótbóltsfelagnum í bygdini. Bæði Petur og Ingvard spældu fótbólt, og tað var siðvenja tá, at ein av leikarunum var formaður.
Í 1933 gjørdist Jóan Jakku Simonsen (f.1905), nevndur Simonsen, formaður. Hann sat frá 1933 til 1938. Tað var í hesum tíðarskeiði, at felagið skifti navn til Sandavágs Ítróttarfelag, og aftur her veit eingin neyvt, nær hetta hendi. Simonsen var annars ógvuliga áhugaður felagsmaður og góður fótbóltsspælari. Hin 14. december í 1940 ognaði hann felagnum vakra stong við merkinum, ið havast kundi við á fótbóltsferðum og til skrúðgongur.
Tá Simonsen legði frá sær sum for
Fyrsta lið hjá SÍF í 1938. Draktin var hvít troyggja og svartar buksur. Føroyskt flagg á bringuni, vinstrumegin og eitt SÍF-búmerki høgrumegin. Fremst f.v. Dánjal Petur Nielsen, Henning Johansen, Gunnar Magnussen. Aftast f.v. Niels Marius Petersen, Sigurð Heinesen, Vilhelm Hansen, Jóan Jakku Simonsen, Jóan Jakku Thomsen í Haraldstovu, John Petersen, Edvard Petersen, Hans Marius JoenJacobsen. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
maður í 1938, kom ein annar Jóan Jakku inn sum formaður. Hetta var Jóan Jakku Thomsen í Haraldstovu (f.1915), sum var formaður frá 1938 til 1944.
Jóan Jakku í Haraldsstovu var ágrýtin formaður og var eisini fótbóltsspælari.
Jóan Jakku, sum bretar bara róptu “Big Thomsen” eftir høga vakstrarlagnum, hevði eitt so knasandi hart skot, at bretar og helst fleiri føroyingar við, ræddust, tá “kanónkúlurnar” komu flúgvandi frá tánni á “Big Thomsen”.
Í 1944 røkti Jens Pauli Joensen (f.1917) formanspostin í eitt ár. Hin 17. november í 1945 tók Niels Marius (framhald á næstu síðu)
Í 1938 var farið undir at stoypa garð framvið vøllinum á Valloyruni. Myndin er frá 1940-árunum.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
Petersen (f.1920) við eftir hann, og hann sat heilt til 1957.
Stríðið at fáa Valloyruna til fótbóltsvøll
Tá byrjað var at spæla fótbólt á Valloyruni, vóru umstøðurnar vánaligar, og
limirnir í felagnum stríddust nógv við at halda vøllin við líka. Tó vóru ikki allir í bygdini, sum góvu fótbóltsspæli nakran serligan ans, og onkur kundi taka til, at teir ungu ikki gjørdu annað enn runnu eftir einum “leðurpetti”. Tað kom eisini meiri enn so fyri, at tá maður skuldi
Í 1938 varð farið undir at stoypa garð framvið vøllinum á Valloyruni. Myndin er frá 1950-árunum.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki
Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet
Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.
Á Valloyruni í 1930-árunum. Jóan Jakku Thomsen í Haraldsstovu við rygginum til. Leggið til merkis grasvøllin.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
tekja ein hjall ella annað úthús, var farið oman á Valloyruna at skera flag at tekja við. Ítróttarfelagið átti ikki Valloyruna, og limirnir máttu bara tiga og bøta um vøllin aftur.
Í 1938 byrjaðu menn at gera garð framvið vøllinum móti ánni, tí tað var eingin friður av áarlopum fyri norðan og brimi og uppgangi fyri sunnan. Um somu tíð varð vøllurin gjørdur størri. Hetta var stórarbeiði upp á allar mátar, tí peningaligur stuðul mátti útvegast, arbeiðið var umfatandi, og jarðareigararnir við Valloyruna vildu ikki av við sína ogn. Men Jóan Jakku í Haraldsstovu gavst ikki so. Hann megnaði til síðst at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Pengar komu til felagið, jarðareigararnir
góvu seg og lótu bøstykkini frá sær. Og arbeiðskraftini syrgdi ítróttarfelagið sjálvt fyri.
Undir hersetingini var lívligt
Í 1942 komu bretar í Vágar, og tá teir vóru flestir, gingu um leið 10.000 húsanna millum her vesturi. Orsøkin til høga talið var, at teir valdu sær Vágoynna til herstøð, bygdu sjúkrahús í Sandavági, flúgvarabeding við Vatnið og flogvøll uppi í haganum í Sørvági, og samstundis kundi Sørvágur vera djúphavn frá náttúrunar hond. Bretar kláraðu at manna 18 fótbóltslið, og dystir vórðu spældir ímóti øllum liðum her vesturi. Í Sandavági vóru t.d. tvey lið, fyrsta og annað lið.
So eini 2224 fótbóltslið vóru tá í Vág
Fótbóltsdystur á Valloyruni í 1950-árunum. SÍF er í reyð/grønu draktunum, teir fingu frá bretsku hermonnunum. Leggið til merkis, hvussu lágt vøllurin liggur í lendinum. Undir hersetingini, 1940-1945, minkaði sandurin nógv, og tá doyði alt fótbóltsspæl burtur har. Meðan Valloyran varð umvæld og fekk uppstigan. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
Á myndini sæst, at arbeiðið at stoypa garð um Valloyruna er liðugt. Arbeiði sum byrjaði í 1938 var liðugt í 1951. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
um. Og lívligt var á Valloyruni í Sandavági, á sandinum í Miðvági og á Dungasandi í Sørvági. Um summarið, tá veðrið var til vildar, vórðu viðhvørt tríggir dystir leiktir um dagin í Sandavági. Bretum dámdi best at spæla dyst á Valloyruni, tí har var grasvøllur. Í hinum báðum bygdunum varð leikt á sandinum.
Tað nógva virksemið á vøllinum á Valloyruni gjørdi hann til eitt evjudíki, og illa gekst hjá Jóan Jakku í Haraldsstovu og hinum í nevndini at fáa bretsku hermenninar at taka lut í viðlíkahaldsarbeiðinum, ið var øgiligt hesa tíðina. So eina ferð hevði nevndin fingið nokk, og tá bretar næstu ferð komu á vøllin, stóð ein “herur” av ungum sandavágsmonnum við hávaksna Jóan Jakku á odda fyri teimum og sýtti teimum at leika á vøllinum, um teir ikki kundu bøta um hann. Tá kom vend í.
Vestanbøndurnir
Besta liðið hjá bretsku herdeildini, Lovat Scouts, ið var úrvalslið, hevði verið í Havn, í Klaksvík og í Suðuroynni og vunnið alt. Men teir taptu ímóti fyrsta liði
hjá SÍF á Valloyruni hin 7. september í 1941.
Ongastaðni í Føroyum hava so nógvir dystir verið leiktir, hvørki fyrr ella seinni, sum í Sandavági undir hersetingini, árini 1942, 43 og 44.
Og av somu orsøk fingu liðini hjá Sandavágs Ítróttarfelag nógva dystarvenjing og vóru uppi í betra endanum av teimum føroysku liðunum. Á fyrsta liði hjá felagnum spældu teir 57 dystir hesi trý árini og taptu bara 10 av teimum; restina spældu teir javnt ella vunnu.
So nógvir fótbóltsspælarar vóru í Sandavági hesi árini, at Steigin og Sandar kundu mannað hvør sítt lið. Og var onkur dystur teirra millum.
Í steypakappingini í 1942 spældi SÍF ímóti B36, sum tá var eitt av bestu liðunum í landinum. Í Sandavági vann B36, 21. Og í Havn til seinna dystin vann SÍF 21. So nú var javnt eftir tveir dystir, og longd leiktíð varð fyriskipað. Tá fekk SÍF tvey mál, og vunnu teir tískil 41 í Gundadali. Hetta var sjáldsama gott úrslit fyri fyrsta lið hjá SÍF. Tá var tað, at B36’arar yrktu frálíkan sang um “Vestanbøndurnar”.
Havi roynt at spurt meg fyri um hendan sang hjá B36, men tey kenna einki til hann. Tey vistu tó um søguliga dystin. So um onkur, ið lesur hetta, eigur eitt eintak av sanginum, hoyra vit fegin frá tykkum.
Í Sandavágs Ítróttarfelagi høvdu teir skipað úttøkunevnd. Í henni sótu 3 limir, sum gjørdu av, hvør skuldi sleppa við at spæla dyst. Undir hersetingini (19401945) sótu Ingvard Jacobsen við Ánna, Thor Nielsen hjá skómakaranum og
(framhald á síðu 38.)
mánadag til leygardag 9-22
betri.fo/fjepparakort
Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00
Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00
Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00
(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)
(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)
www.pizza67.fo – Tel 356767
Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.
(framhald av síðu 27.)
Áhugin fyri fótbólti í bygdini síðst í 1940-árunum var so mikið stórur, at garðurin eystan fyri ánna altíð var morreyður av gomlum kotakløddum monnum, eisini til venjing. Teir stuttleikaðu sær, teir gomlu. Og hvíldu seg. Á garðinum sita f.v. Dánial Petur Hansen, Einar Hentze, Edvin Hentze, Albert Thomassen, Hans Ivar Juul Danielsen og Jens Pauli Petersen. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag. Á Garði, varð gøtan nevnd, sum var ímillum býlingarnar Steig og Sandar. Hon gekk fram við heimrustgarðinum, ið var fram við Ánni
Dánjal Petersen hjá Masu í hesi nevnd. Tá fingu spælarar í bygdini formlig fótbóltsboð.
At enda
Leggjast kann afturat, áðrenn endað verður og hetta gerst ov rúgvusmikið, at fleiri ættarnøvn ganga aftur í 07 Vestur av teimum, sum nevnd eru í hesum søguligu brotum úr søguni hjá SÍF. Kann nevna formannin Jón Nordendal, sum átti tveir skyldmenn við Ánna, Jákup og Ingvard, ið gingu á odda við fótbóltinum í Sandavági í fyrstuni.
Teir í Haraldsstovu Petersen á 07 Vesturliðnum eiga oldurabbabeiggjan, Tummas Georg Thomsen, langabban
Gerið so væl at koma til fótbóltsdyst móti B36, 2.liði, á vøllinum í Havn tann 3/9-1944. Pláss tygara er merkt við X, “H.i.frh.” (Høgri, innari, framherji). Sandavágs Ítróttarfelag.
Mynd: Sandavágs Fornminnafelag
Annað lið hjá SÍF um várið í 1956. Draktirnar fekk SÍF frá bretsku hermonnunum. Litirnir
á blusunum vóru: reytt og grønt.
Fremst f.v. Jógvan Elias Thomsen, Knút Joensen (við steypi) og Hans Pauli Heinesen.
Miðjan f.v. Heini S. Petersen, Jens Pauli Johannesen á Lofti og Andreas Simonsen
Aftast f.v. Tummas Heri Hentze (Hiaba), Torstein Thomassen (Steyni), Hans Arni Nielsen, Dion Hansen og Einar Hentze. Mynd: Sandavágs Fornminnafelag.
Jóan Jakku Thomsen í Haraldsstovu. Høgni Egilstoft Nielsen og Jón í Horni Nielsen, eiga skyldmenn í báðar ættir hjá abbanum, sum áttu ein stóran leiklut í fótbóltinum í Sandavági.
Nevnast kunnu: langabbi Høgna, Dánjal Petersen, Dánjal hjá Masu, langabbin og langabbabeiggjarnir hjá báðum, Zacharias, Tummas, Thor og Vilhelm Nielsen. Og á hinari síðuni, Uppi í
Húsi, Jóannes, Petur Hentze og Jóan Jakku Simonsen, sum vóru millum teir bestu, og annars vóru øll dupultu systkinabørnini, dreingirnir Uppi í Húsi fótbóltsmenn, meira og minni. Abbi teirra, Høgna og Jón, Hans Arni Nielsen, sat í fleiri ár í nevndini og var spælari í SÍF.
Góðan dyst, koyr á 07 Vestur!!
At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát.
Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar
Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili
94%