07 Vestur - HB

Page 1

1 Kappingarárið 2023 Leikskrá nr. 3 S.J.H. COMMERCIAL DIVERS K A V I N G 528464 S.J.H. OFFSHORE 214716 Vit átaka okkum alt kavaraarbeiði – her heima og kring allan knøttin Nr. 9 25. juni

07 Vestur eita vit!

Sikken ein fantastiskur dystur vit upplivdu á Dungasandi fyri tveimum vikum síðani! Vit komu framum 2-1 móti Víkingi við tveimum straffum frá Magnus Holm, aftaná at hava verið afturút 0-1. Og tá so Oddur í røttum Zlatan-stíli saksaði bóltin í netið, eftir at tað hevði staðið 2-2 í eina løtu, vildi rómurin ongan enda taka. Tey vóru heilt nógv, ið merktu sviðan at feiringini morgunin eftir, tí á country var upplagt at feira sigurin til tann ljósa morgun. 3-2 gjørdist frálíka úrslitið, og tað hevði við sær, at vit nú hava 19 stig, bara tvey stig frá fjórðaplássinum.

HB, sum vitja í dag, vunnu seinast ein arbeiðssigur ímóti B36 við einari perlu av einum frísparksmáli, ið okkara Mads Borchers setti í netið. Men vit behøvast ikki at vera bangin fyri HB. Okkara lið er sterkt, og hevur ongantíð fyrr hildið so javnt høgt støði ígjøgnum eina heila kapping. Tað er tó eingin loyna, at bonkurin hjá okkum á pappírinum er tynri enn tann hjá HB, og tað sæst eisini á stigatalvuni. Vit skulu bara minnast, at einki lið hevur spælt okkum niður í ár, so her er bara at finna fightara-viljan frá Víkinga-dystinum frammaftur.

Eyðsýnt er, at fleiri av okkara leikarum stórtrívast á vøllinum, tá teir hoyra fjepparabólkin hjá okkum rópa og trumma, og tað skapar góðan stemning millum áskoðararnar eisini. So sparrið í og rópið alt hvat tit eru ment til dystin í dag og aftur ímóti sama liði á heimavølli mikudagin.

Koyr á 07 Vestur! Góðan dyst øll somul.

3
UPPTAKTIN V/ Sóley Joensen

jon@lbf.fo

Jóhannesarson

andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið

løk, men blaðið er komið út til hvønn heima

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

Fróði Heri Poulsen

4 jwveiting@gmail.com
Magnusarson Nielsen
Takk fyri!
Sørvágur
Bryggjan 17 • 380
• Faroe Islands • www.vestmek.fo
5
tú meta um framtíðina
kenna fortíðina
WW W . JANUA R. F O Lastvognskoyring v/ Erhard Dam Finn meg á Tlf: 213577 Sand- og skervsølan í Sandavági Alt innan: - tilfar - veitan - levering
Skalt
mást tú
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

TVEIR BYGDARÁÐSFORMENN Í MIÐVÁGI

Kommunusøga fyri Miðvág er skrivað og klár til útgávu. Júst nær tilfarið verður útgivið og hvussu t.v.s. í einum ella fleiri umførum, er ikki heilt greitt í løtuni. Men tað verður helst greitt um ikki so langa tíð. Í teimum trimum bókunum um Miðvágs kommunu eru søgur um øll møgulig evni hjá kommununi. Fari her at taka brot fram um tveir bygdaráðsformenn í Miðvági: Rasmus Niclasen og Sørin Danielsen.

Fyrsti formaðurin var tó eingin minni enn Mikkjal á Ryggi, men hann røkti bert starvið í góðan mána í 1915, so lat hann starvið frá sær og helt áfram í nøkur ár sum vanligur limur. Eftir hann tók Rasmus Niclasen við sum formaður og var formaður í 5 ár, frá 1915 til 1920, tá hann andaðist.

Deyðin kaldur og náðileysur harri

Formaðurin í forstandarskapinum í Miðvági, Rasmus Niclasen, handilsmaður, var bert 49 ára gamal tá hann andaðist, smb. kirkjubókini, av heilabløðing. Hann var eisini løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1914 og til hann andaðist í 1920. Rasmus hevði nomið sær handilsútbúgving bæði í Skotlandi og á Orkinoyggjunum. Hann var ættaður úr Norðistovu í Sørvági men fór ungur til Miðvágs at vera í handlinum hjá Godtfred Heinesen, ættaður úr Nýggjustovu í Sørvági. Eftir deyða Godtfreds í 1894, fekk handilin navnið Fa. J. Heinesen & Co. Sonur Godtfreds, Jógvan Heinesen, rak handilin eftir faðirin. Rasmus giftist 1894 í Miðvágs kirkju, Mariannu, dóttir Godtfreds. Í 1898 kom Rasmus við í felagið og róku Rasmus og svágurin, Jógvan, handilin í felag til ár 1900, tá Jógvan doyði á ungum árum av inn-

6
Sonni Jacobsen Rasmus og Henrikka Niclasen

vortis bruna. Í 1901 keypti Rasmus einkjuna eftir Jógvan út fyri 10.000 kr. og yvirtók handilin einsamallur undir navninum, Rasmus Niclasen’s handel. Marianna, kona Rasmusar, doyði í 1906, 39 ára gomul, av heilabløðing. Rasmus giftist uppaftur í 1909 við Henrikku Danielsen, ið var systir Mikkjal á Ryggi. Í 1913 var eldur í handilshúsunum á Bakkanum í Miðvági, og trý av húsunum brunnu í grund. Tá fór Rasmus at handla í húsunum, sum Andrias Joensen, innanfyri Á, seinni handlaði í.

Í Dimmalætting 24. januar 1920

skrivar ein Magnus Joensen stutt

minningarorð um Rasmus Niclasen (á donskum): Deyðin er ein kaldur og náðileysur harri. Hann spyr ikki um aldur, yrki og støðu í samfelagnum.

Náttina til 21. januar doyði Rasmus Niclasen, eftir at hava verið sjúkur í eini tveir mánaðir. Boðini vekja sorg í hansara stóra vinaskara og hjá teim-

um, sum hann dagliga kom saman við. Rasmus Niclasen var vanliga væl dámdur. Hansara gerðandisligi og natúrligi verumáti gav honum nógvar vinir. Hann hevði ein reinan og fíntfølandi hugsanarhátt; var gávumildur og vælgerðin móti teimum, sum trongdu hjálp. Minni um henda mann verður varðveitt, ikki bert í familjuni, men av nógvum føroyingum.

Á forsíðuni í Dimmalætting, sama dag, stendur deyðslýsingin, har einkjan, Henrikke Niclasen, stendur undir. Har m.a. stendur, at hennara elskaði maður, Rasmus Niclasen, svav inn í Harranum mikudagin hin 21. januar 1920. Jarðaferðin verður frá heiminum 25. h.m. kl. 12 middag.

Rasmus Niclasen er einasti kommunustýrislimur fyri Miðvágs kommunu, sum er deyður meðan viðkomandi sat í kommunustýrinum.

Eftir hann tók Hans Niklái Niclasen, handilsmaður, við sum formaður og (framhald á síðu 18.)

7
Býlingurin Við Kirkjar í Miðvági.

Framleiðsluútgerð og umvælingar

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

8
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
9 332700 timbur@timbur.fo
á
SUMMARIÐ
TERASSUNI
» Síggj úrvalið
timbur.fo NJÓT
Á

BETONG RUNT ALT LANDIÐ

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.

Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.

10
KLIMA | TORKILSVEGUR 15 | 360 SANDAVÁGUR | TEL +298 333 555 | KLIMA@KLIMA.FO | KLIMA.FO
11 www.vaga.fo Vága kommuna stuðlar 07 Vestur SØRVÁGS KOMMUNA YNSKIR 07 VESTUR EITT GOTT KAPPINGARÁR S ør vágs Kommuna Sørvágs kommuna

í Soylu

Áki Samuelsen

Mikkel Dahl

Matthias Nielsen

Jákup Thomsen

Teitur Gestsson

Viljormur Davidsen

Emil Berger

Adrian Justinussen

Heðin Hansen

Ári Jónsson

Ejvind Mouritsen

Samuel Chukwudi

Bartal Wardum

Hørður Askham

Ási Dam

Rani Sørensen

Heri Mohr

Tróndur Jensen

Dánjal Reginsson

Bjarti Mørk

Leivur Guttesen

Venjari:

Jákup Martin Joensen

Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo

12 Leikari Aldur Dystir Minutir Ari Ari í H. Petersen 20 13 - - - 1170 Rasmus Juel Knudsen 20 13 - 3 - 1170 Daniel Obbekjær 20 13 3 - - 1170 Magnus H. Jacobsen 23 12 5 5 - 1077 Høgni E. Nielsen 26 12 2 2 - 875 Jóannis á Steig 26 12 - 3 - 814 Jasper Van Der Heyden 27 12 4 - - 797 Oddur í H. Petersen 22 12 3 4 - 553 Uros Stojanov 34 11 5 - - 966 Dánial Pauli Lervig 32 11 - 2 - 920 Janus Samuelsen 24 11 1 - - 863 Albert Theis Nielsen 23 10 - - - 454 Eiler Fróðason 20 10 - - - 243 Mathias Voss 21 9 1 - - 754 Jóhann Joensen 21 8 - - - 521 Teitur Olsen 24 7 - 3 - 304 Julian Mouritsen 17 7 - - - 222 Jón í Horni Nielsen 18 3 - - - 5 Jónas Prior 16 2 - - - 17 Sámal á Steig 16 - - - -Pætur Akselsen 17 - - - -Heri Klakkstein 18 - - - -Steven Van Dijk 26 - - - -Venjari: Michael Schjønberg Leikari Mads Borchers Hanus Sørensen Dan
Kelda: faroesoccer.com F A I R C A R R E N T A L - + 2 9 8 5 4 4 0 0 0 B I L A R T I L S Ø L U Á U N I C A R . F O
3258
Tórshavn
Staravegur 17 Postsmoga
110
Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Heildarloysn til kappingarføran prís lætt og ómakaleyst XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað BILÚTLEIGAN, OG EISINI UMVÆLA VIT SKAÐAR, LAKKERA OG SMÆRRI UMVÆLINGAR + 298 544000

GÓÐKENDUR BILVERKSTAÐUR

13
# Lið: D V J T MF MÍ MM Stig 1 KÍ 14 14 0 0 40 7 +33 42 2 HB 14 11 2 1 36 6 +30 35 3 B36 14 10 0 4 29 14 +15 30 4 Víkingur 14 6 3 5 28 18 +10 21 5 07 Vestur 13 6 1 6 22 21 1 19 6 EB/Streymur 13 4 1 8 10 24 -14 13 7 TB 14 3 3 8 9 32 -23 12 8 B68 13 2 5 6 11 23 -12 11 9 ÍF 13 3 0 10 12 28 -16 9 10 AB 14 1 1 12 7 31 -24 4
STIGATALVAN
Kelda: faroesoccer.com Okkara málskjúttar: Uros Stojanov 5 Jasper Van Der Hayden 4 Daniel Obbekjær 3 Magnus H. Jacobsen 3 Oddur Petersen 3 Høgni Egilstoft Nielsen 2 Janus S. Samuelsen 1 Mathias Voss 1

AFTURHVARV

Dagsins ”Afturhvarv” er aftur ein tekning frá einum fótbóltsdysti. Hesaferð ímillum MB og B68 sum eftir øllum at døma ikki spældi so friðarliga av. SÍF vann 4­3, og dómaratrio var úr SÍ. ;)

14
AKTUELLA HORNIÐ, í Dimmalætting, tann 23. september 1976
15 Akranesgøta 5 Tórshavn tel. 35 45 00
16 24 V/ Kell E. Jensen Kálvalíðvegur 10 370 Miðvág tlf. 332779 og 222101 t-post: murarin@olivant.fo Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo Framleiðsluútgerð og umvælingar
Umvælingar av hydraulikstemplum Framleiðsla av hydraulikslangum Koyrandi tænasta VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
17 www.grant.fo

(framhald av síðu 7.)

sat sum formaður til 1926, tá Sørin Danielsen gjørdist formaður.

Sørin Danielsen kemur í forstandarskapið

Eftir at Rasmus Niclasen var deyður, skrivaði forstandarskapið til valnevndina í Miðvági fyri at spyrja, hvør ið skuldi gerast limur í forstandarskapinum fyri Rasmus Niclasen, sum var deyður. Men her fekk valnevndin ein trupulleika, tí eingin eykamaður var á listanum hjá Rasmusi, tí teir vóru allir valdir í forstandarskapið við valið í 1918. Valnevndin skrivaði so til Amtið hvussu farast skuldi fram og spurdi, um t.d. ein av hinum listunum kundi setast? Amtið svarðaði aftur, at smb. kommunulógini frá 1872, skuldi í hesum førinum fara fram nýval av einum limi. Valið av einum limi í forstandarskapið varð sett at vera 10. apríl 1920. Men bert ein listi við einum

valevni kom inn, og á fundi í valnevndini 28. mars 1920, varð Sørin Danielsen, timburmaður, sum stóð á listanum, valdur uttan atkvøðugreiðslu, við tað at einki mótvalevnið var. Og ætlaða valið fall tí, smb. lógini, burtur. Sørin Danielsen hevði eisini stillað upp til valið í 1918, men rakk tá ikki sess. Hann var longu 1.10.1915 valdur í valnevndina fyri Miðvágs sókn.

Sørin Danielsen fer frá

Ein kann siga, at Sørin Danielsen stóran part av fyrru helvt av 1900 árunum, hevði verið sjálv ímyndin av Miðvágs kommunu. Sørin var útbúgvin timburmaður, var óðalsbóndi og hevði posthúsið í Miðvági frá 1934 til 1965, sum hann hevði tikið við eftir faðir sínum og var posthúsið í sethúsum hansara á Rubekshálvmørk. Sørin fórí 1950 úr sóknarstýrinum eftir at hava sitið í 30 3/4 ár, frá 28.3.1920 til 31.12.1950. Harav stóran part av tíðini sum formaður.

Sørin Danielsen fór tó ikki úr politikki í fyrstu atløgu, men fór heldur hægri upp. Við valið 1950 varð hann valdur í Løgtingið og sat hann í Løgtinginum setuna 1950 – 1954. Hesa setuna hevði Vága valdømi 3 tinglimir. Teir vóru: Sámal Ellefsen, Fólkaflokkurin, Sørin Danielsen, Sambandsflokkurin og D.P. Danielsen, Tjóðveldisflokkurin.

Bókin “Løgtingið 150 III” sigur m.a. um tingmanningina í Vágum: “Merkisvert var tað, at tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum var pápi tingmannin í Tjóðveldisflokkinum.”

18
Sørin Danielsen
19 www.sorvag.fo
20 www.theview.fo Tlf. 515100 ÚTSÝNIÐ TÍN LÝSING HER? Set teg í samband við 07 Vestur
21 Drekka foreldur tíni ov illa?
meira á barnaár.fo Modelmynd Stutt og greitt um bústaðarlán Tá tú ert á ferð Lurta á banknordik.fo/poddvarp >
Les
22 Experience the breathtaking Faroe Islands from sea. Scan here! www.bluegate.fo DRANGARNIR SEA STACKS MÚLAFOSSUR MYKINES Boat tour to:

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

23
BYGGIVIRKI
Malltek Tel: 23 49 98 .
BETONG RUNT ALT LANDIÐ
24

Hágóðsku vørur frá

Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.

25

KAPPINGARLEISTURIN STENDUR FYRI FALLI

Í nógv ár, ja ræðuliga nógv ár, hevur deildarskipanin verði 10 lið í trimum deildum. Í ár ásannaði man tó, at tað gav ikki meining at onnur deild var 10 lið, tí so vóru tað tvey lið sum ikki sluppu upp í part. Onnur deild var tí víðkað til 12 lið. Annars er ikki tað stóra hent í kappingarleistinum í nógv ár.

Dysturin í dag er millum eitt av stórfeløgunum í Føroyum og eitt av lítlu feløgunum sum miðvíst hevur bygt upp og tí er í sterkastu útgávu nakrantíð. Hóast hetta, so er klassamunur á vøllinum og sjálvt um vónin er stig, so er veruleikin at tá krevst bæði hegni og hepni. Vit vóna sjálvandi at tað fellur rætta vegin. Tit vita, bólturin er rundur.

Landsliðið er í fríum falli. Hóast tað var nógv jaligt frá seinna dystinum, so lýgur úrslitið ikki. Tvey trivalig tap og nú er ferðin niður eftir styrkislistanum hjá FIFA blivin í so lang. Føroyar er nú á 129 plássið.

Tað hevur týdning at føroyska kappingin hvørt einasta umfar bjóðar

leikarunum av. Bara tá leikarar fáa avbjóðingar mennast teir og tað vil styrkja grundina á landsliðnum. Tíðin er komin at føroyskur fótbóltur fer at hugsavna seg um at bøta um altjóða standin. Ein liður í hesum er at broyta kappingarleistin, so liðini spæla fleiri týdningarmiklar dystir. Ein máti at gera hetta uppá er at skipa grundspæl í bólkum, har eini fýra til seks lið eru í hvørjum bólki og síðani spæla endaumfar har liðini møta javnbjóðis liðum. Um man hugsar sær tveir bólkar við seks liðum, spæla liðini 10 dystir í grundspælinum. Eftir hetta verður ein ovari bólkur og ein niðari bólkur har liðini spæla tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Hetta gevur tilsamans 25 dystir í kappingarárinum. Til ber eisini tá at skipa grundspæl um heysti og endaspæl um várið, so FM-vinnarin fer beint til Europadystir.

Um tað mangla dystir, so ber til at skipa steypakappingina at fevna um fleiri umfør.

Tað er neyðugt at seta hol á kjakið hvussu fótbólturin skal mennast frameftir, annars verður tað ikki longi til vit verða drumbar í fjórðu deild.

26
Eyðun Jakobsen
27
25
OKKARA VØRUR Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO ÓKEYPIS TIL DYRNAR Í ØLLUM FØROYUM. | SMS 31 95 12 | SALTANGARÁ 45 95 12 | 28
KEYP EISINI

mánadag til leygardag 9-22

29
STUÐLAR ÍTRÓTTINUM Í NÆRUMHVØRVINUM

Bílegg títt kort her

betri.fo/fjepparakort

31
1.2 Búmerki, í lit, negativt
32 termel@termel.fo ▪ Tlf. 220425
33 1. 04-03-2023 07 Vestur - ÍF 1-0 2. 12-04-2023 B36 - 07 Vestur 3-2 3. 26-04-2023 AB - 07 Vestur 1-2 4. 02-04-2023 07 Vestur - B68 1-1 5. 08-04-2023 07 Vestur - KÍ 1-3 6. 16-04-2023 TB - 07 Vestur 2-1 7. 30-04-2023 07 Vestur - HB 1-3 8. 05-05-2023 07 Vestur - Víkingur 1-2 9 14-05-2023 EB/Streymur - 07 Vestur 0-5 10. 21-05-2023 07 Vestur - KÍ 0-3 11. 29-05-2023 07 Vestur - TB 2-0 12. 04-06-2023 ÍF - 07 Vestur 1-2 13. 10-06-2023 07 Vestur - Víkingur 3-2 14. 25-06-2023 07 Vestur - HB 15. 01-07-2023 AB - 07 Vestur 16. 30-07-2023 07 Vestur - EB/Streymur 17. 06-08-2023 07 Vestur - B36 18. 13-08-2023 B68 - 07 Vestur 19. 20-08-2023 KÍ - 07 Vestur 20. 27-08-2023 07 Vestur - B68 21. 02-09-2023 07 Vestur - EB/Streymur 22. 16-09-2023 ÍF - 07 Vestur 23. 24-09-2023 Víkingur - 07 Vestur 24. 01-10-2023 07 Vestur - AB 25. 07-10-2023 B36 - 07 Vestur 26. 22-10-2023 HB - 07 Vestur 27. 28-10-2023 07 Vestur - TB DYSTARSKRÁ 2023 BETRIDEILDIN
34 Vit orka betur í felag føroya orkufelag 12 12 Giljanes bussar koyra um alt landið Tel. 21 98 99 giljanes@giljanes.fo
35 Timburarbeiði Smáar og stórar uppgávur Hoygarðsvegur 1 | FO-370 Miðvágur Tlf. +298 23 44 70 | Email. traeverk@traeverk.fo

Familjubuffét

Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00

Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00

Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00

Et, alt tú orkar, fyri 139,-

(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)

Og títt barn etur fyri einans 70,-

(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Bólkar (min. 10 fólk) 100,-

(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið

www.pizza67.fo – Tel 356767

Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.

36
17 Heri Múller TIMBURMAÐUR Junkaravegur 7 340 Kvívík Tlf. 560560 19 Betong og timburarbeiði Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124

Fyrsti alari í heiminum at gevast við flogflutningi

At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát.

Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar

Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili

94%

Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.