07 Vestur - HB

Page 1

1 Kappingarárið 2023 Leikskrá nr. 3 S.J.H. COMMERCIAL DIVERS K A V I N G 528464 S.J.H. OFFSHORE 214716 Vit átaka okkum alt kavaraarbeiði – her heima og kring allan knøttin Nr. 10 28. juni LØGMANSSTEYPIÐ

Dystardagur er góður dagur!

Tað er óluksáliga stuttligt at halda við 07Vestur fyri tíðina! Fyri tveimum vikum síðani fingu Víkingur bank og sunnudagin fingu so HB at merkja sviðan av at tapa ímóti einum vælspælandi 07Vestur-liði. Ímóti HB komu vit framum 1-0 við máli, sum Van Der Heyden legði snøgt framvið Teitur Matras Gestson. Í seinna hálvleiki javnaði fyrrverandi 07Vestur-leikarin Mads Borchers, og tað er honum væl unt, eftirsum Janus Svabo Samuelsen løtu seinni scoraði málið, sum tryggjaði okkum ein 2-1 sigur.

Nú, tríggjar dagar seinni, koma somu menn aftur á vitjan, og dysturin er púra opin. Á pappírinum hevur HB eitt nógv betur lið enn vit, men pappír tolir lítið av, serliga tá tað regnar. Spennandi verður at síggja, um verjan hjá okkum stendur líka trygg sum seinast. Dánjal Pauli spældi ein sín besta dyst fyri 07Vestur nakrantíð, og tað er týðiligt, hvussu væl samanspæld bak-ketan hjá okkum er.

Uros var einasti maður, ið var úti við skaða seinasta dyst. Oddur, ið hevur spælt á hansara plássi skaðaperioduna, er ein sovorðin pressari, og við sínum ótraditionella, ótroyttiliga stíli, forstýrar hann etableraðu verjukempurnar á bestu liðunum í Føroyum. Tí man tað vera eitt stórt dilemma fyri Michael Schjønberg, hvønn hann skal seta inn sum fremsta mann, tá Uros verður klárur aftur.

So, tit... komið á vøllin. Brúkið røddina hjá tykkum og stuðli okkara monnum, sum stríðast saman til síðsta sekund.

Koyr á 07 Vestur! Góðan dyst øll somul.

3
UPPTAKTIN V/ Sóley Joensen

jon@lbf.fo

Jóhannesarson

andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið

løk, men blaðið er komið út til hvønn heima

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

Fróði Heri Poulsen

4 jwveiting@gmail.com
Magnusarson Nielsen
Takk fyri!
Sørvágur
Bryggjan 17 • 380
• Faroe Islands • www.vestmek.fo
5
tú meta um framtíðina
kenna fortíðina
WW W . JANUA R. F O Lastvognskoyring v/ Erhard Dam Finn meg á Tlf: 213577 Sand- og skervsølan í Sandavági Alt innan: - tilfar - veitan - levering
Skalt
mást tú
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

HEIÐURLIG TAP ERU EIN FARIN TÍÐ

07 Vestur hevur prógvað, at góð úrslit ikki eru treytað av einstøkum spælarum, og liðið hevur av álvara vunnið sær virðing við nógvu sigrunum í seinastuni. Venjarin Michael Schjønberg er errin av sínum spælarum, sum undan dagsins dysti í hvussu er hava ávarað HB um, at tíðin er farin, tá toppliðini nærum við vissu kundu rokna við fullari úrtøku í Sørvági

Ingolf S. Olsen

- Eg havi risastóra virðing fyri mínum spælarum og teljist avgjørt millum teirra allarstørstu fjepparar.

Tað sigur Michael Schjønberg, venjari hjá 07 Vestur, undan dagsins hálvfinalu ímóti HB í kappingini um Løgmanssteypið.

Sunnudagin spældi 07 Vestur landskappingardyst ímóti HB á Dungasandi, og tá vann heimaliðið uppiborið 2-1 – á einum HB-liði við ikki færri enn seks landsliðsspælarum í hópinum.

Seinastu dystirnir hjá 07 Vestur í landskappingini hava verið ein sonn sigursrøð, og liðið hevur nú vunnið sær ta virðing, tað hevur uppiborið, heldur venjarin.

- Vit hava allatíðina vitað tað, men nógv onnur hava havt ilt við at fáa

eyga á, at nøkur serlig fótbóltsdygd var í liðnum. Soleiðis er tað bara, men eg haldi, at vit væl og virðiliga hava prógvað dygdina á vøllinum. Tað er ikki ber tilvild, at vit fyrst vinna á Víkingi og beint aftaná á HB. Av teimum seinastu 18 stigunum, vit hava spælt um í Betri Deildini, hava vit vunnið 15. Hesum, haldi eg, at fólk eiga at hava virðing fyri – og sanniliga eisini fyri spælarunum, sigur hann.

Fara eftir enn einum sigri

Michael Schjønberg heldur, at sigurin á HB sunnudagin av álvara hevur lyft 07 Vestur-spælararnar upp frá og givið teimum eyka áræði, nú teir beinanvegin aftur skulu møta HB í semifinaluni um Løgmanssteypið.

- HB er í hvussu er við fremstafingri á lofti blivið ávarað um, at tað ikki ber til bara at fara til Sørvágs og vænta at

6

vinna har – soleiðis var tað einaferð, men soleiðis er tað ikki longur. Teir dagarnir eru farnir, sigur hann avgjørdur.

Hann leggur dent á, at HB framvegis er eitt sera sterkt lið, tó at favorittleikluturin hjá søguríka havnarliðnum er viknaður nakað. At væntaninar til 07 Vestur hinvegin eru vorðnar tað størri, harmast hann tó als ikki um.

- Tað er púra greitt, at eg nógv heldur vil vera á tí liðnum, sum júst hevur vunnið, tí tú onkursvegna ert omaná tá. Men samstundis skulu vit gera okkum greitt, at talan er um ein heilt nýggjan dyst, har vit byrja við 0-0. Vit skulu á vøllin ímóti einum góðum liði, vit skulu á vøllin at fremja góð avrik, allir mans mugu verða til reiðar, og eru teir ikki tað, so vita vit úrslitið, sigur Michael Schjønberg.

- Vit fara sjálvandi eftir sigrinum, eisini sjálvt um mótstøðuliðið verður roknað fyri at vera ímillum tey bestu. Vit eru farin frá burtur frá hasum, at vit spæla dyst ímóti einum toppliði, tapa kanska 3-0 ella 4-0 og eru nøgd við tað. Hatta hava vit megnað at broytt, heiðurlig tap eru ein farin tíð. Tá vit nú fara á fótbóltsvøllin at spæla ein dyst, so fara vit á vøllin fyri at vinna, sigur hann.

Viðgongd og eyðmýgd

Tað er eyðsæð, at viðgongdin í seinastuni eisini elvir til bjartskygni hjá bæði spælarum, venjara, áskoðarum og øllum rundan um liðið. Soleiðis skal tað eisini vera, men samstundis ræður um ikki at gerast hástórir, minnir venjarin á.

- Við ársbyrjan var málið hjá okkum,

at vit skuldu hava eitt miðalgott kappingarár. Avrikini hjá spælarunum hava tó verið sera, sera góð. Tá tú ert í einari slíkari bløðru av viðgongd, sum vit eru í nú, so skalt tú loyva tær at liva í hesi bløðruni og vilja tað. Men tað er eisini týdningarmikið at minnast, hvaðani tú ert komin, og hvussu og hví tú ert komin so langt fram á leið, leggur Michael Schjønberg dent á.

- Skulu vit vinna fótbóltsdystir, so verður tað eftir somu uppskrift, sum tað alla tíðina hevur verið – og tað er við heila, við vilja og við einari rúgvu av orku, sigur hann.

Gott huglag og hørð venjing

Tað var annars eitt tíðarskeið tíðliga í kappingini, har tað als ikki gekk væl hjá 07 Vestur. Liðið hevði bara vunnið sær sjey stig í teimum fyrstu átta dystunum.

Men tað fekk ikki venjaran at víkja frá hvørki síni fótbóltshugsjón ella strategi.

- Eg eri sannførdur um, at vilt tú lyfta eitt fótbóltslið, so er tað júst liðið – allar spælararnar – tú skalt hugsavna teg um. Sama um tað er nummar 1 ella nummar 22, so skulu teir dáma at vera partur av liðnum og kenna seg virdar. Teir skulu kenna, at tað er pláss fyri teimum, soleiðis sum teir eru, tí tað havi eg sannað, at tú fært onki gott burtur úr at royna at broyta fólk og binda tey í bás.

- Huglagið á liðnum er sera gott, spælararnir eru allir væl. Vit venja hart, og tá fara teir eisini av álvara í krovið á hvørjum øðrum, gera fríspark og alt, men í umklæðingarrúminum eru allir bestu vinir aftur. Í dysti er tað hinvegin álvari, og tí skulu spælararnir vita, at tá vit venja, so er tað eisini 100 (framhald á síðu 18.)

7

Framleiðsluútgerð og umvælingar

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

8
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
9 332700 timbur@timbur.fo
á
SUMMARIÐ
TERASSUNI
» Síggj úrvalið
timbur.fo NJÓT
Á

BETONG RUNT ALT LANDIÐ

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.

Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.

10
KLIMA | TORKILSVEGUR 15 | 360 SANDAVÁGUR | TEL +298 333 555 | KLIMA@KLIMA.FO | KLIMA.FO
11 www.vaga.fo Vága kommuna stuðlar 07 Vestur SØRVÁGS KOMMUNA YNSKIR 07 VESTUR EITT GOTT KAPPINGARÁR S ør vágs Kommuna Sørvágs kommuna

Dan í Soylu

Áki Samuelsen

Mikkel Dahl

Matthias Nielsen

Jákup Thomsen

Teitur Gestsson

Viljormur Davidsen

Emil Berger Adrian Justinussen

Heðin Hansen

Ári Jónsson

Ejvind Mouritsen

Samuel Chukwudi

Bartal Wardum

Hørður Askham

Ási Dam

Rani Sørensen

Heri Mohr

Tróndur Jensen

Dánjal Reginsson

Bjarti Mørk

Leivur Guttesen

Venjari:

Jákup Martin Joensen

Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo

12 Leikari Aldur Dystir Minutir Ari Ari í H. Petersen 20 14 - - - 1260 Rasmus Juel Knudsen 20 14 - 3 - 1260 Daniel Obbekjær 20 14 3 - - 1260 Magnus H. Jacobsen 23 13 3 6 - 1167 Høgni E. Nielsen 26 13 2 2 - 965 Jóannis á Steig 26 13 - 3 - 883 Jasper Van Der Heyden 27 13 5 - - 877 Oddur í H. Petersen 22 13 3 4 - 643 Dánial Pauli Lervig 32 12 - 2 - 1010 Janus Samuelsen 24 12 2 - - 953 Uros Stojanov 34 11 5 - - 966 Albert Theis Nielsen 23 11 - - - 464 Mathias Voss 21 10 1 - - 844 Eiler Fróðason 20 10 - - - 243 Jóhann Joensen 21 9 - - - 542 Teitur Olsen 24 7 - 3 - 304 Julian Mouritsen 17 7 - - - 222 Jón í Horni Nielsen 18 4 - - - 6 Jónas Prior 16 2 - - - 17 Sámal á Steig 16 - - - -Pætur Akselsen 17 - - - -Heri Klakkstein 18 - - - -Steven Van Dijk 26 - - - -Venjari: Michael Schjønberg Leikari Mads Borchers Hanus Sørensen
Kelda: faroesoccer.com F A I R C A R R E N T A L - + 2 9 8 5 4 4 0 0 0 B I L A R T I L S Ø L U Á U N I C A R . F O Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo
Heildarloysn til kappingarføran prís lætt og ómakaleyst XBRL, skatt, bókhald, MVG, roknskap og annað BILÚTLEIGAN, OG EISINI UMVÆLA VIT SKAÐAR, LAKKERA OG SMÆRRI UMVÆLINGAR + 298 544000

GÓÐKENDUR BILVERKSTAÐUR

13
# Lið: D V J T MF MÍ MM Stig 1 KÍ 15 15 0 0 42 8 +34 45 2 HB 15 11 2 2 37 8 +29 35 3 B36 15 11 0 4 31 15 +16 33 4 Víkingur 15 7 3 5 33 18 +15 24 5 07 Vestur 14 7 1 6 24 22 +2 22 6 EB/Streymur 14 4 1 9 11 26 -15 13 7 TB 14 3 3 8 9 32 -23 12 8 B68 14 2 5 7 12 25 -13 11 9 ÍF 14 3 0 11 12 33 -21 9 10 AB 14 1 1 12 7 31 -24 4
STIGATALVAN
Kelda: faroesoccer.com Okkara málskjúttar: Uros Stojanov 5 Jasper Van Der Hayden 5 Daniel Obbekjær 3 Magnus H. Jacobsen 3 Oddur Petersen 3 Høgni Egilstoft Nielsen 2 Janus S. Samuelsen 2 Mathias Voss 1
14 Sørvágs kommuna www.sorvag.fo
15 Akranesgøta 5 Tórshavn tel. 35 45 00
16 24 V/ Kell E. Jensen Kálvalíðvegur 10 370 Miðvág tlf. 332779 og 222101 t-post: murarin@olivant.fo Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo Framleiðsluútgerð og umvælingar
Umvælingar av hydraulikstemplum Framleiðsla av hydraulikslangum Koyrandi tænasta VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
17 www.grant.fo

(framhald av síðu 7.)

prosent – har eru ongir vinir, men bara mótspælarar, tá vit eru á vøllinum undir venjing – tí tað skal vera sum at spæla ein dyst.

- Eg haldi, at spælararnir hava tikið væl ímóti hesum venjingarhugburðinum, sigur Michael Schjønberg.

Fleiri spælarar á liðnum

Trúgv og álit á hvønn einstakan spælara er eisini eitt, sum nú endurspeglast í skapi av góðum spæli og góðum úrslitum.

- Nógv hildu, at allur álopsparturin fór fyri skeytið, tá vit mistu Mads Borchers, og tað sama nú, tá Uros Stojanov bleiv skaddur. Men eg leggi dent á, at fótbóltur ongantíð snýr seg um bara ein mann. Eitt lið er sett saman av fleiri spælarum, allir hava sama stóra týdning, og sum venjari mást tú hava álit á teimum spælarum, tú hevur tøkar.

- Mær dámar ikki at standa fram eftir ein dyst, har tað kanska hevur gingið minni væl, og siga, jamen tað var tí, at hasin og hasin var skaddur og manglaði á liðnum. Tað er jú ein háan ímóti spælarunum, sum vóru á vøllinum, leggur venjarin dent á.

Uros langtíðarskaddur

Av somu orsøk brúkar hann ikki tíð og orku at iðra seg um, at málslúkurin Uros Stojanov framvegis ikki er tøkur – og heldur ikki verður tað í bræði.

Serbiski spælarin bleiv skaddur í dystinum ímóti ÍF 4. juni og roknaði tá við at vera klárur aftur til dystin

ímóti HB seinasta sunnudag. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga, Uros var áhaldsin, tá hann var til arbeiðis, so skaðin stakk upp aftur, og nú er óvist,

- Vit eru farin frá burtur frá hasum, at vit spæla dyst ímóti einum toppliði, tapa kanska 3-0 ella 4-0 og eru nøgd við tað. Hatta hava vit megnað at broytt, heiðurlig tap eru ein farin tíð. Tá vit nú fara á fótbóltsvøllin at spæla ein dyst, so fara vit á vøllin fyri at vinna, sigur Michael Schjønberg, venjari hjá 07 Vestur

nær hann aftur fær spælt.

- Tað brúki eg tó ikki tíð upp á, eg brúki tíð upp á spælararnar, sum kunnu spæla. Onkuntíð fái eg ábreiðslur fyri at hugsa so, men sum venjari haldi eg, at eg í fyrsta lagi má hugsa um spælararnar, sum kunnu gagna okkum í einum dysti. Vit hava eisini eitt gott og vælvirkandi toymi, sum kann taka sær av spælarum, sum eru skaddir, sigur Michael Schjønberg.

Álit verður afturlønt

Úrslitini vísa eisini, at maður kemur í

18

mans stað, vísir hann á.

- Tað snýr seg um at hava álit á teimum spælarunum, sum vit hava. Tak til dømis Albert, hann hevur verið fantastiskur. Tá Mathias var úti, fór Albert inn og tók yvir, og hann megnaði tann leiklutin til fulnar. Hann var eins týdningarmikil og allir hinir á liðnum. Og tað er júst soleiðis, tað er, at tú hevur eitt lið, og tú hevur nakrar spælarar – gaman í hava ikki allir neyvt somu evni, summir eru ungir og minni royndir, men í staðin geva teir alt, teir eiga í sær.

- Eitt annað dømi er Jóannes. Eg gav honum eitt pláss á miðvøllinum –nú dugi eg ikki so væl føroyskt enn, men eg skilji væl, tá fólk eru negativ og ikki skilja tað, eg geri, og nógv vóru negativ – men tað hoyri eg lítið til nú, tí nú duga øll at skilja, hví Jóannes er har. Hann arbeiðir jú sum ein hestur og er ófatiliga týdningarmikil fyri liðið.

- Og tað eru nógv onnur dømi; tá vit skiftu málmann, vóru tað nógv, sum ikki skiltu, og tá vit fóru eftur Magnus, vóru tað nógv, sum ikki skiltu, og so framvegis. Men aftur har, tað snýr seg um at sýna álit og geva fólki tað rúm, tey hava brúk fyri, og fáa tey at kenna seg heima og vera nøgd. Tí tá kunnu tey eisini fremja avrik, so tú fært tað væl afturlønt, sigur Michael Schjønberg.

Smalur hópur

07 Vestur-venjarin ásannar, at hópurin enn er smalur, og at tað merkist, tá tætt er ímillum dystirnar. Mánadagin høvdu spælararnir frí, og í gjár varð lítið gjørt burtur úr venjingini.

- Vit hava tosað um dystin, runnið

eitt sindur og sovorðið bara fyri at síggja, hvussu spælararnir eru fyri til steypadystin. Eg havi ongi boð fingið um, at nakar hevur stórvegis trupulleikar, so eg havi vónir um, at vit kunnu fara á vøllin við tí besta, vit eiga – og um tað ikki ber til, so við tí næstbesta, sigur Michael Schjønberg.

Tað slepst heldur ikki heilt undan at hugsa eitt lítið sindur um seinasta dystin í Betri Deildini undan summarsteðginum. Tann dysturin verður longu nú leygardagin ímóti AB á útivølli.

- Tað er eisini ein týdningarmikil dystur, og fyri meg sum venjara er tað ein trupul dystur. AB liggur aftast, og mínir spælarar koma har, eftir at hava vunnið fleiri dystir á rað í Betri Deildini. Kenslan er kanska, at nú klára vit alt, men tað gera vit ikki.

Evropa-dreymurin

Lagnan vil, at 07 Vestur nú nærkast tveimum hurðum í senn út í Evropa. Liðið er tvey stig frá fjórðaplássinum í Betri Deildini, sum sannlíkt gevur atgognd til evropeiskan fótbólt, og skuldi liðið vunnið kappingina um Løgmanssteypið, tryggjar tað sær luttøku í undankappingini til Europa Leage.

Tað kundi kanska verið freistandi hjá einum venjara ella liðleiðslu at sett seg at rokna upp á, hvørji sannlíkindi eru best – at enda sum nummar fýra í Betri Deildini ella at vinna steypakappingina.

Michael Schjønberg vissar tó um, at slíkar spekulasjónir liggja honum sera fjart, og at tað ikki kundi komið honum til hugs at niðurraðfest steypasemifinaluna ímóti HB fyri at standa sterkari í útidystinum ímóti AB.

- Um tað var ætlanin, so hevði tað (framhald á næstu síðu)

19

verið lættast bara ikki at manna lið í semifinaluni, blivið dømd at tapt hana 3-0, men afturfyri spart spælararnar fyri tíð, møði og skaðar og felagnum nógvar pengar. Men tað tað allarmest sannlíka úrslitið av slíkum spekulasjónum er tó, at tú stendur eftir við einari langari nøs og absolutt ongum øðrum, sigur hann.

- Einastu spekulasjónirnar hjá mær í so máta gang út upp á, hvat strategiin

skuldi verið, um tað skuldi hent, at vit komu afturút í dagsins steypadysti. Vit skulu jú spæla tveir semifinaludystir, og tí haldi eg, at tað er týdningarmikið, at vit ikki leypa á bláman og satsa alt, vit eiga, í eini roynd at javna, um vit koma afturút við einum máli. Tí vit hava jú ein heilan dyst eftir at spæla. At satsa alt kann jú lættliga enda við at geva ein ógvusligan baksláttur.

- Men tað absolutt besta er, at vit vinna semifinaludystin, og spæla vit, sum vit gjørdu sunnudagin, so vinna vit. Tað næstbesta úrslitið er, at vit megna at halda nullið, sigur Michael Schjønberg.

Tað snýr seg um at hava álit á teimum spælarunum, sum vit hava. Tak til dømis Albert, hann hevur verið fantastiskur. Tá Mathias var úti, fór Albert inn og tók yvir, og hann megnaði tann leiklutin til fulnar. Hann var eins týdningarmikil og allir hinir á liðnum. Og tað er júst soleiðis, tað er, at tú hevur eitt lið, og tú hevur nakrar spælarar – gaman í hava ikki allir neyvt somu evni, summir eru ungir og minni royndir, men í staðin geva teir alt, teir eiga í sær

20
(framhald av síðu 19.)
21 www.theview.fo Tlf. 515100 ÚTSÝNIÐ Stutt og greitt um bústaðarlán Tá tú ert á ferð Lurta á banknordik.fo/poddvarp >
22 Experience the breathtaking Faroe Islands from sea. Scan here! www.bluegate.fo DRANGARNIR SEA STACKS MÚLAFOSSUR MYKINES Boat tour to:

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

23
BYGGIVIRKI
Malltek Tel: 23 49 98 .
BETONG RUNT ALT LANDIÐ
24

Hágóðsku vørur frá

Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.

25

EG SAKNI ÚRMÆLINGAR

Albert Ellefsen

Í Føroyum er ein rúgva av góðum spælarum, men eingin sum klárar seg væl á altjóða støði. Eisini hava vit góðar venjarar, men bara ein, sum roynir seg altjóða. Samanbera vit okkum við grannarnar fyri vestan eru vit langt aftanfyri, og tað hava vit verið leingi.

Meðan fótbólturin er á veg niður er hondbólturin á veg upp. Hondbólturin hevur framum fótbóltin úrmælingar í heimsklassa ”Hvor godt folk er, kommer godt folk til”. Hondbólturin hevur eisini eina greiða ætlan.

Sum smádrongur minnist eg úrmælingin Sámal á Vágalið, sum eg pástandi var við at lyfta støðið hjá okkum øðrum.

Sámal dámdi væl at spæla – ein móti øllum. Ein altjóða leikari skal nógv annað enn at dribla, men eingin kann takað frá honum, at hann var ein úrmælingur, og kundi nógv annað. Haldi ikki at eg takið munnin ov fullan, tá ið eg sigið at tað er bara Todi Jónsson, sum hevur verið ein úrmælingur, altjóða, hóast hann ikki kom uppá tindin.

Eg undrist hví eingin føroyingur klárar at bróta múrin?

Í Føroyum er bert tann eina høllin til innandura fótbólt, Marghøllin í Vági. Sjálvt um vit í Føroyum hava eitt milt veðurlag, er veðrið ikki gott til fótbóltsvenjingar. Tí er fyrsta stig á leiðini fótbóltshallir, ein ella tvær stórar, og fleiri lítlar, sum tann í Vági, sum ger tað møguligt at hava góðar og nógvar venjingar alt árið.

Barna,- og ungdómsfótbólturin hevur tað sum heild gott, men viðhvørt ivist eg í, um hvørjar langtíðarætlanir eru fyri felag og leikara. Ofta verður tosað um tann reyða tráðin, t.e. at felagið hevur eina ætlan, sjálvt um venjarin verður skiftur, sum hendur alt ov ofta. At venjara skifta ofta ger tað trupult at halda tann reyða tráðin.

Onnur tvístøða er, hvussu børnini verða deild upp. FSF gjørdi í 2017 eina menningarætlan, har aldursuppdeiling og førleika støði verður viðgjørt. Alt gott um tað, men haldi at byrjanin U6 – U8 er

Sámal á Vágalið, ein av frægastu fótbóltsspælarunum, ið oyggin hevur fostrað

26

ov tilvildarlig, og at U16 – U18 ikki fær nóg nógvar avbjóðingar. Tað eru bert 14 føroyskir leikarar yngri enn U20, sum hava spælt í Betri deildini higartil í ár, ella minni enn 10 % av samlaða talið av spælarum. Tvey feløg Víkingur og EB/ Streymur eiga 8 av teimum 14!

DBU sum vit ofta apa okkum eftir, hevur eina støðu til førleika uppdeiling og úrvals uppdeiling. Um førleika heldur DBU, at man skal taka støði í, hvørjum støði leikarin er á, og um spælarin er klárur til hægri støði. Úrvalsvenjing er tá ið spælarar verða útvaldir til størri felag í umráðnum ella venur við einum økisliðið. Á heimasíðuni hjá DBU kanst tú lesa meira um tað, www.dbu.dk/media/9856/ dbu_holdninger_2018.pdf.

Í Føroyum er støðan ein onnur, tí vit eru bara nógv færri. Tí eiga vit at hugsa eina góða føroyska loysn, sum mennir spælarar, og ger teir klárar til hægri støðið. Eg haldi ein eigur at taka støðið í heildini, bæði tí góða spælaranum, og tí sum vil tað meira. Vit eiga at hugsa leikaramenning heldur enn úrslit. Sum sagt haldi eg at leikari sum vil meira skal fáa møguleikan til meira. Leikarin skal hava møguleika at spæla ymiskum torleika støðið, sum FSF eisini leggur upp til, hetta skal tó gerast uttan tað gongur útyvir leikara í tí eldra aldursbólkinum.

Leikari sum ikki fær dekkað sín tørv, steðgar í menningini. Sum dømi kann eg nevna at U17 dreingir spæla ongan dyst í 42 dagar um summari, væl vitandi um at teir eisini spæla við øðrum deildum, meini eg tó at kappingin hjá t.d. U17 ikki er nóg avbjóðandi. Eitt hugskot kundi verið at teir bestu í Føroyum vandu

meira saman í summar- og vetrarfrítíðini, og kanska luttóku í fleiri summar kappingum í Evropa.

Ein avgerandi lutur er tann ítróttarliga leiðslan. Feløgini hava sum vera man ikki fíggjarliga orku til at hava ein ítróttarstjóra, tí er tað ofta skiftandi nevndir, sum avgerða hvørjum støði vit skulu verða á.

Vit hava seinnu árini havt klassavenjarar, so sum Mikkjal Thomassen, Jens

Bertel Askou og Magnus Powell uttan at taka nakað frá nøkrum hava teir flutt føroyskan fótbólt og síni feløg framá. Hóast at bæði Jens Bertel og Magnus steðgaðu stutt løgdu teir lunnar, meðan Mikkjal legði ein varða.

At tú sum venjari bara ert í tínum egna dunnuhyli, og ikki ger tær royndir aðrastaðnis, ger at meningin steðgar eins og hjá leikarum. Havi ofta gjørt mær tankan, um tað ikki hevði verið betur at havt útlendskan ítróttarstjóra í FSF, ein sum kundi ment føroyska venjarar. Haldi ikki at útlendsku A-landsliðsvenjarar í nóg stóran mun hava ment føroyskan fótbólt, ikki sjónliga í hvussu er. Haldi heldur ikki at ítróttarstjórin í FSF er nóg sjónligur í almenna rúminum, tað sakni eg. Eg vildi ynskt at vit sum vilja fótbóltinum væl greitt fingu at vita hvønn veg føroyskur fótbóltur skal fara í framtíðini.

Tað er ikki óvanligt at stórar fótbóltstjóðir hava niðurtúrar. Men felags fyri allar er, at tey leggja nýggjar ætlanir. Haldi túrurin er komin til Føroyar.

Tá ið hondbólturin kann, tá ið Sverri kann, kann fótbólturin eisini.

27
25
OKKARA VØRUR Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO ÓKEYPIS TIL DYRNAR Í ØLLUM FØROYUM. | SMS 31 95 12 | SALTANGARÁ 45 95 12 | 28
KEYP EISINI

mánadag til leygardag 9-22

29
STUÐLAR ÍTRÓTTINUM Í NÆRUMHVØRVINUM

Bílegg títt kort her

betri.fo/fjepparakort

31
1.2 Búmerki, í lit, negativt
32 termel@termel.fo ▪ Tlf. 220425
33 1. 04-03-2023 07 Vestur - ÍF 1-0 2. 12-04-2023 B36 - 07 Vestur 3-2 3. 26-04-2023 AB - 07 Vestur 1-2 4. 02-04-2023 07 Vestur - B68 1-1 5. 08-04-2023 07 Vestur - KÍ 1-3 6. 16-04-2023 TB - 07 Vestur 2-1 7. 30-04-2023 07 Vestur - HB 1-3 8. 05-05-2023 07 Vestur - Víkingur 1-2 9 14-05-2023 EB/Streymur - 07 Vestur 0-5 10. 21-05-2023 07 Vestur - KÍ 0-3 11. 29-05-2023 07 Vestur - TB 2-0 12. 04-06-2023 ÍF - 07 Vestur 1-2 13. 10-06-2023 07 Vestur - Víkingur 3-2 14. 25-06-2023 07 Vestur - HB 2-1 15. 01-07-2023 AB - 07 Vestur 16. 30-07-2023 07 Vestur - EB/Streymur 17. 06-08-2023 07 Vestur - B36 18. 13-08-2023 B68 - 07 Vestur 19. 20-08-2023 KÍ - 07 Vestur 20. 27-08-2023 07 Vestur - B68 21. 02-09-2023 07 Vestur - EB/Streymur 22. 16-09-2023 ÍF - 07 Vestur 23. 24-09-2023 Víkingur - 07 Vestur 24. 01-10-2023 07 Vestur - AB 25. 07-10-2023 B36 - 07 Vestur 26. 22-10-2023 HB - 07 Vestur 27. 28-10-2023 07 Vestur - TB DYSTARSKRÁ 2023 BETRIDEILDIN
34 Vit orka betur í felag føroya orkufelag 12 12 Giljanes bussar koyra um alt landið Tel. 21 98 99 giljanes@giljanes.fo
35 Timburarbeiði Smáar og stórar uppgávur Hoygarðsvegur 1 | FO-370 Miðvágur Tlf. +298 23 44 70 | Email. traeverk@traeverk.fo

Familjubuffét

Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00

Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00

Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00

Et, alt tú orkar, fyri 139,-

(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)

Og títt barn etur fyri einans 70,-

(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Bólkar (min. 10 fólk) 100,-

(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið

www.pizza67.fo – Tel 356767

Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.

36
17 Heri Múller TIMBURMAÐUR Junkaravegur 7 340 Kvívík Tlf. 560560 19 Betong og timburarbeiði Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124

Fyrsti alari í heiminum at gevast við flogflutningi

At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát.

Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar

Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili

94%

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.