Atlantic Review 4/2013

Page 11

Í Føroyum nevna vit tað norðlýsi. Á latíni eitur tað aurora borealis, sum merkir norðari morgunroðin Í Føroyum nevna vit tað norðlýsi. Á latíni eitur tað aurora borealis, sum merkir norðari morgunroðin. Sunnanfyri nevna tey tað suðurlýsi ella aurora australis. Undir einum verða norðlýsi og suðurlýsi nevnd pólalýsi ella aurora polaris. EIN HEILSAN ÚR SÓLINI Úr sólini streyma áhaldandi løddir partiklar, mest elektronir og protonir. Nøkur samdøgur seinni koma løddu partiklarnir inn í magnetfeltið um jørðina og verða fangaðir í feltinum. Magnetiska kraftin, sum virkar á teir, hevur við sær, at teir fara í spiralrørslu sendandi móti øðrum pólinum. Har verða teir afturkastaðir og fara so sendandi aftur móti hinum pólinum alsamt í spiralrørslu um magnetfeltlinjurnar. Á sólini kann viðhvørt vera rættiligt magnetiskt ódnarveður. Tá kann sólin oysa serliga stórar mongdir av løddum partiklum úr sær, sum seinni koma í feltið um jørðina. Tá kann ovalurin breiða seg suðureftir frá norðpólinum, og vakurt norðlýsi kann vera at síggja um okkara leiðir. Tilgongdirnar, sum skapa norðlýsið, fara fram í jonhavinum um jørðina onkustaðni millum 90 og 500 km uppi. Partiklarnir úr sólini missa so við og við orku, tí teir eksitera atomini í lofthavinum, tvs. teir lyfta atomini upp í orku. Tá ið so atomini detta niður aftur í grundstøðuna, lýsir luftin, og tað er hetta ljósið, vit nevna pólalýsi.

ATLANTIC REVIEW 4/2013 / 11


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.