Atlantic Airways 01/2013

Page 60

ATLANTIC AIRWAYS

Søgan um Atlantic Airways Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Felagið varð formliga sett á stovn 10. november í 1987 við tveimum eigarum, Føroya Landsstýri og Cimber Air. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva at loysa Atlantic Airways úr lagdi. Raksturin gav hall fyrstu árini, og tá búskapar­kreppan í Føroy­um av álvara fór at gera um seg í 1992, var egin­ognin hjá felagnum horvin. Cimber Air var tá farið úr felag­num, og landsstýrið mátti tí einsamalt taka um endan. Loysnin var, at landsstýrið teknaði 75 milliónir krónur í nýggjum parta­peningi, og við tí eydnaðist at geva føroyska flog­­­felagnum nýtt lív. Tey ringastu kreppuárini eydnaðist ikki at fáa Atlantic Airways at geva avlop, men gongdin vendi. Í 1995 hevði felagið á fyrsta sinni avlop á rakstri­num. Hetta árið varð virksemið spakuliga víðkað til eisini at umfata flúgving til Íslands. Atlantic Airways átók sær at standa fyri hesi flúgving í sam­starvi við Air Iceland. Árini eftir gekk skjótt hjá Atlantic Airways. Felagið fór at flúgva millum Ísland og Grønland og fleiri leigutúrar úr Keyp­­manna­havn til Bosnia. Og í 1998 gjørdi Atlantic Airways av at leiga eitt flogfar aftrat. Við tveimum flogførum bar til at víðka flúgv­­ingina uppaftur meira. Fyrst varð túra­­ talið millum Føroyar og Danmark økt. Í 1998 fór felagið at flúgva til Skotlands og í 1999 eisini til Noregs. Víðkaða

AIRBUS

OY-RCC

TYPE Seats: Engines:

Airbus 319-115 144 2 x CFM 56 5B/7

Length: Wingspan: Max Speed: Max Range:

33,84 m 33,91 m 911 Km /t 5.984 Km

60

ATLANTIC REVIEW 01/2013

Type: Seats: Engines:

flúgvingin fekk stóra undirtøku millum manna, og felagið fekk tí tørv á eini varandi loysn fyri flogfør. Farið varð til samráðingar um keyp av nýggj­um flogfari í oktober 1999. Sáttmáli varð undir­skrivaður í november, og 2. februar í 2000 stóð næsta flogfarið av slagnum British Aerospace 146-200 í Vágum. Síðan hevur Atlantic Airways víðkað nógv um talið á flogførum og fráferðum. Í dag eru fýra flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Í januar 2008 undirskrivaði felagið sáttmála við Airbus um at keypa nýtt flogfar av slag­num A 319. Flogfarið varð sett í flúgving 28. mars í 2012, og stutt eftir varð farið at flúgva beinleiðis til Barcelona. Í september 2012 vann felagið Airline of the Year-heiðursløn á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin í Írlandi. Dómsnevndin segði, at avrikini at taka í nýtslu heilt nýggja navigatiónstøkni á Airbus-flogfarinum og prógva sítt stóra virði fyri Føroyar eru einastandandi. Atlantic Airways hevur síðan 2007, tá ein triðingur av felagnum varð einskildur, verið skrásett á íslendska virðisbrævamarknað­inum. Felagið er nú til próvtøku hvønn gerandis­dag á altjóða fíggjar­marknað­inum.

SN: E3357

AVRO/RJ-100 97 4 STK Honywell LF507-1F Turbofan Lenght: 31,00 M Wingspan: 26,34 M Max Cruising Speed: 800 Km/T Min Speed: 170 Km/T Max Altitude: 10.668 M Max Flighttime: 4 Hours Max Range: 3.000 Km

OY-RCE Type: Seats: Engines:

SN: E2233

AVRO/RJ-85 95 4 STK Honywell LF507-1F Turbofan Lenght: 28,55 M Wingspan: 26,34 M Max Cruising Speed: 800 Km/T Min Speed: 170 Km/T Max Altitude: 10.500 M Max Flighttime: 4 Hours Max Range: 3.000 Km


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.