Nes kommuna - Har øll trívast - 2017

Page 1

NES.FO

NES KOMMUNA:

HAR ØLL TRÍVAST


VÆLKOMIN TIL NES KOMMUNU Sum borgarstjóri í Nes kommunu, er tað mær ein stór gleði at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Nes kommunu. Síðani 1. apríl 1967, ella í 50 ár, hevur Nes kommuna ver­ið sjálvstøðug kommuna fyri bygdirnar Nes, Toftir og Salt­ nes. Framburðurin hesi 50 árini hevur verið stórur, bæði vinnu­liga, mentanarliga og trivnaðarliga. Stóra fram- og virkisfýsnið, sum hevur eyðkent borg­ar­ ar­nar her á staðnum, sæst m.a. aftur í nógvu og stóru út­ byggingunum og góða felagslívinum í kommununi. Havna­lagið og vinnuøkið niðri við sjóvarmálan er sera nógv útbygt og hevur lagt lunnar undir stórt og fjøltáttað arb­eiðs- og vinnulív, bæði á sjógvi og landi. Nútímans umstøður eru í kommununi innan barnaansing, skúla, ítrótt og samkomulív. Eisini hevur kommunan borið so í bandi, at møguleiki hevur verið hjá ungum fólki at seta búgv, og soleiðis gjørt tað møguligt fyri fólkavøkstri. Hin 1. januar 2017 búðu 1.258 fólk í Nes kommunu. Fyri 50 árum síðani var fólkatalið 841. Trivnaður hevur hægstu raðfesting og dentur verður lagd­ ur á, at Nes kommuna er ein kommuna fyri øll. Vit leggja stór­an dent á, at borgarin og familjan trívast væl. Sam­ferðslukervið er nógv broytt og útbygt hesi 50 árini Nes kommuna hevur verið til. Og av tí at kommunan ligg­ ur sera væl fyri í miðstaðarøkinum í Føroyum, er góður møgu­leiki fyri at arbeiða kring alt meginøkið, og búgva í Nes kommunu. Hesin møguleikin verður enn betur í fram­tíðini. Arbeiðið við Eysturoyartunlinum er byrjað og í 2020 er koyrandi millum Toftir og Hoyvík uppá bert 15 min.Tunnilsmunnin á eystara armi á Skálafjørðinum er á mark­inum, har Nes kommuna byrjar, í Saltnesi, og sostatt verð­ur Nes kommuna ein tættari partur av meginøkinum í næstum. Men vit eiga ikki at gloyma, at tunnilin gongur

báð­ar vegir. Tí er avbjóðingin at skapa besta trivnað mill­um borgararnar størri enn áður, og tað er neyðugt at tryggja sær, at bygdirnar í Nes kommunu eru bygdir, har okk­ara borgarar í framtíðini trívast og vilja búgva. Gleðiligt er at síggja ungar barnafamiljur seta búgv í komm­ununi. Væntandi verður øktur eftirspurningur eftir grund­stykkjum í framtíðini og fer kommunan at gera nýggj­ar útstykkingar næstu árini. Nes kommuna hevur altíð havt nógv og gott samstarv við grannakommunurnar. Samstarv er í dag á fleiri økjum við Runavíkar- og Sjóvar kommunu, m.a. kann nevnast Skála­fjarðar Kommunala Sløkkilið, Økistænastuna Roðin, Barna­verndartænastan og Musikkskúlaskipanin. Eisini er sam­starv við Runavíkar kommunu um skúlabreytasamstarv í framhaldsdeildini, Læknamiðstøðina og vælumtóktu gøt­una við Tofta vatn. Nes kommuna liggur fram við longsta og veðurbesta fjørð­inum í landinum, Skálafjørðinum. Síðani 1914, ella í meiri enn 100 ár, hava kommunurnar fyri fjørðin havt fel­ags havnastýri fyri Skálafjørðin, nevnt Kongshavnar Havna­stýri. Bygdarráðið í Nes kommunu er spent uppá møguleikarnar í framtíðini. Vit búgva í eini kommunu, har íbúgvarnir taka ábyrgd og arbeiða fyri felags trivnaði í kommununi. Eini kommunu, har virkisfýsnið er stórt, og tí er framtíðin væl­ kom­in í Nes kommunu. Vælkomin í Nes kommunu, har øll trívast. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Aftast frá vinstru: Høgni Hansen, Petur Jákup Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, Kaj Eli Hansen og Niclas Davidsen


BØRNINI

Nes kommuna tekur sær væl av ansing og menning av børn­unum á Nesi, Toftum og Saltnesi. Kommunan er lítil, tí kunnu vit fylgja við barninum á leiðini frá vøggustovu til fólkaskúla. Vit hava øll – bæði íbúgvar og kommuna – felags ábyrgd av trivnaðinum, hetta lyfta vit í felag.


TRIVNAÐUR

04 05

NÝGGJ FÓLK

Í GOMUL HÚS SAMRØÐA:

HERVØR SABINA Á TORKILSHEYGGI OG MAÐURIN KÁRI Á TORKILSHEYGGI OG BØRNINI ANNA SABINA, JÓEL, OLIVIA SABINA OG TEKLA SABINA BÚGVA Á BREKKUVEGI MITT Í BYGDINI Á TOFTUM. TEY FLUTTU INN Í STÓRU HÚSINI Á GRÆKARISMESSU Í 2014, OG TEY TRÍVAST ØLL VÆL HAR

Grannalagið er eitt av teimum ordiliga gomlu granna­løg­ un­um í bygdini, men ættarliðskiftið hevur verið, og nú bú­ leik­ast nógvar barnafamiljur á veðurgóða Brekkuvegi.

Tey grilla og sláa tunnu við hinum í grannalagnum. Tað sæst langan veg, at gleðin og nøgdsemið skínur ígjøgnum, tá Hervør og Kári greiða frá, um gerandisdagin á Toftum.

- Nógvar yngri familjur eru komnar í grannalagið. Tað búgva 17 børn bara her á vegnum, sum vit búgva á, greiðir Her­vør frá, og vísir samstundis á, at Olivia er ein av fimm floks­feløgum í fyrsta flokki, ið búgva á sama vegi.

MENNA TÓL TIL VINNUNA Kári starvast hjá J.T. Electric á Kambsdali, har hann hev­ur teknisku ábyrgdina av undirvatnsfilmtólinum Trawl­Cam­ era, ið fyritøkan sjálv hevur ment og framleiðir. Hetta films­tólið er slóðbrótandi, og er longu selt til 18 ymisk lond. Starvið er spennandi, og er eisini ein av orsøkunum, at unga familjan, eftir átta ár í Århus, valdi at flyta heim til Føroyar. Tá hevði Kári longu arbeitt fulla tíð fyri J.T Electric í tvey ár.

TÓK 14 DAGAR Tað tók heldur ikki langa tíð hjá Hervør og Kára at semjast um, at hetta vóru húsini fyri teirra familju, tá tey vórðu sett til sølu í 2014. Tey búðu tá á Glyvrum, og leitaðu eftir hús­um á tí arminum av Skálafjørðinum. - Vit ætlaðu okkum út á Nes, so tað máttu vit líka venja okk­um við, áðrenn vit avgjørdu, at keypa hús á Toftum, sigur Kári, ið er ættaður av Nesi, við einum smíli. Listin yvir hvat vit vildu hava sum familja bleiv allur dekkaður, utt­an hetta eina og tað var staðið. Tað tók teimum tó ikki langa tíð at venja seg við hendan tank­an, tí 14 dagar eftir, at húsini vóru sett til sølu, høvdu tey keypt tey. Avgerðina hava tey ongantíð angrað. VINARLIG BYGD - Tað var spesielt, beint tá vit høvdu keypt húsini, og fóru til handils, so møttu vit toftafólki, tey vistu øll av, at vit høvdu keypt húsini, og tosaðu við okkum um tað. Tann áhug­an fær man bara í eini lítlari bygd sum hesari. Fólk leggja í hvønn annan, tað følist virkuliga vinarligt og hugna­ligt, sigur Hervør. Bæði børn og vaksin eru virknir luttakarar í felagslívinum í bygd­ini og har um leiðir, tey ganga øll í samkomuni Nebo. Anna Sabina spælir klarinett í musikkskúlanum og gongur til fimleik í Støkk, Jóel gongur til badminton í Saltangará og spælir kids volley við Ternuni og Olivia gongur til violin í musikkskúlanum og eins og eldra systirin til fimleik í Støkk. Tey koma eisini øll í barnaringin í Missiónshúsinum.

TÓNAFLOG Hervør gongur heima við eitt ára gomlu dóttrini, Teklu Sabinu. Hon fæst tó við ymiskt annað, eitt nú arbeiðir hon eitt sindur í Bónus. Sum sjálvstøðug arbeiðir hon eisini við eini verkætlan, ið eitur Tónaflog. Foreldur, ið eru í barsil og við heilt lítlum børnum, kunnu luttaka. Hon hevur í løtuni fýra bólkar og tað er heilt fullteknað til allar. Luttakararnir eru nógvir lokalir, men eisini úr granna­bygd­ un­­um, so sum Runavík, Gøtu og enntá heilt úr Klaksvík, koma fólk á skeið hjá Hervør. - Skeiðini leggja dent á nærveruna millum barn og foreldur, at royna at fáa tónleik og hugflog at renna saman, greiðir Hervør frá. Arbeitt verður við sangi, klangljóðførum, og enntá við at lurta eftir klassiskum tónleikastykkjum. GLEÐA SEG TIL TUNNILIN Tá Hervør flutti heim, var tað til fulltíðarstarv sum tekn­ máls­tulkur, men við arbeiðsdegi í Havn, og fýra børnum á Toft­um, var sera torført at fáa tað at bera til. Tí noyddist hon at siga starvið frá sær. Lítla familjan gleðir seg til, at undirsjóvartunnilin til Havn­ ar er klárur, so tað aftur fer at bera til hjá Hervør at arbeiða í Havn, innan øki, ið hon er útbúgvin.



UPPLATINGARTÍÐIR Barnaansingin í Nes kommunu hevur opið frá 7:30 til 17:15. Til ber eisini at gera avtalu um, at børnini kunnu møta frá klokkan 7:00.


TRIVNAÐUR

06 07

I BoRN OG UNG VØGGUSTOVAN OG BARNAGARÐURIN Á SVANGASKARÐI Á Svangaskarði vøggustova og barnagarður. Vøggustovan bjóðar ansing til børn úr 0 til 3 ára aldur. Í vøggustovuni eru tríggjar stovur. Barnagarðurin bjóðar ansing til børn úr 3 ára aldri til skúlaaldur. Við fótbóltsvølli og ítróttarøki sum granna, er barnagarðurin sjálvsagt ein ítróttarbarnagarður, ið leggur stóran dent á, at børnini røra seg. Her verða tey yngstu býtt í tríggjar stovur og tey elstu, skúlabólkurin, hava egna stovu. Náttúran og hagin eru somuleiðis granni hjá stovninum. Børnini fara útferðir í hagan og spæla í náttúruni. ÚR BARNAGARÐI Í SKÚLA – “SAMSPÍRIN” Elstu børnini í barnagarðinum eru í skúlabólki í eini stovu fyri seg. Í skúlabólkinum verður stórur dentur lagdur á at gera elstu børnini klár at fara í skúla. Samstarv er millum barnagarðin og Tofta skúla um málsligu menningina og talmenningina gjøgnum spæl. Endamálið er at byggja brýr millum stovn og skúla, sam­ stundis sum lærarar og námsfrøðingar samstarva á náms­ frøðiligum grundarlagi. Samstarvið er grundað á royndir hjá kenda professaranum og granskaranum Jørgen Frost, ið hevur gjørt royndir bæði í Danmark og Noregi. Í Danmark kallast hetta samstarvið “jul til jul” – vit kalla tað “Samspírin”. Samstarvið millum barnagarðin og skúlan er skipað so­ leiðis, at frá januar eru komandi lærarar knýttir at skúla­ bólkinum í barnagarðinum nakrar tímar um vikuna, og tá børnini fara í skúla í august, verður námsfrøðingur knýttur at 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna.

FRÍTÍÐARSKÚLIN Øll børn í 1. og 2. flokki í Nes kommunu fáa tilboð um at ganga í frítíðarskúla. Frítíðarskúlin er í einum húsum, sum kommunan hevur keypt til endamálið. Húsini eru á Brekku­ kletti, bert fáar minuttir til gongu frá Tofta skúla. Opið er frá kl. 11.00 til 17.15, ella frá tí, at 1. og 2. flokkur sleppa úr skúlanum. TOFTA SKÚLI Tofta skúli liggur mitt á Toftum og hevur skúlagongd frá 1. til 10. flokk. Í skúlanum verður arbeitt við trivnaðinum, ið er grundarlagið fyri allari fakligari menning. Nógv verður gjørt fyri, at øll læra at møta hvør øðrum við virðing og at skapa ein góðan felagsskap. Umframt hetta, leggur skúlin dent á, at børnini læra at samstarva bæði við ung og eldri í bygdarsamfelagnum. Tofta skúli hevur í fleiri ár samstarvað við Runavíkar kommunuskúla um breytir og vallærugreinir í 10. flokki. UNGDÓMSHÚSIÐ UH! Á Toftum er Ungdómshúsið, sum Tofta Blákrossfelag hev­ ur tikið stig til. Millum tey ungu verður húsið nevnt Uh! Eini 20-30 ung vitja regluliga Ungdómshúsið, sum um­ framt vanliga virksemið við tónleiki, teldum, borð­tenn­is, pool og øðrum spølum, skipar fyri regluligum ment­anar­og ungdómstiltøkum. Tá koma enn fleiri á vitjan í Ung­dóms­ húsinum. Endamálið við Ungdómshúsinum er at bjóða teimum ungu tryggar, ódømandi og rúsfríar karmar, har tey ungu verða stimbrað og eggjað at finna og menna síni nátúrligu evnir, so tey gerast virkin, sunn og nøgd menniskju. Nes kommuna stuðlar Ungdómshúsinum fíggjarliga.


TRIVNAÐUR

08 09

BÁTAFESTIVALUR OG VÁRDAGAR Fyrsta leygardag í mai hevur bátafelagið, síðan í 2005, skipað fyri bátafestivali á Toftum. Nógvir bátar koma til bygdina og tiltakið er sera væl umtókt. Nevndin fyri bátafestivalin heitti á kommununa um at gera eina mentanarviku í vikuni undan festivalinum. Í 2014 avgjørdi kommunan at ganga ynskinum á møti og halda várdagar. Várdagarnir byrja leygardagin undan bátafestivalinum við ruddingar- og umhvørvisdegi. Mentanar- og ítróttartiltøk eru á skránni alla vikuna. Feløg, og onnur í kommununi, hjálpa til at skipa fyri Várdøgunum. Eitt nú er felags morgunmatur, góðir gongutúrar, eydnuhjól, bátafestival-café, røður, tónleikur, fótbóltur, ferniseringar, fyrilestrar og mangt annað á skránni.

TOFTA KVINNUFELAG Á Toftum er virkið kvinnufelag, ið arbeiðir fyri javnstøðu mill­um kvinnu og mann, so tey javnbjóðis kunnu virka í heimi, yrki og samfelagi. Felagið er óheft politiskt og átrúnaðarligt. Kvinnur í Nes komm­unu tóku seg saman at stovna felagið í 1988. Um hetta mundið var kvinnurørslan sterk kring landið, og kvinnu­listar tóku seg upp í fleiri bygdum. Líka síðan felagið var stovnað hevur Tofta Kvinnufelag stillað kvinnulista upp til bygdaráðsvalini. Fyrstu ferð varð Jancy Olsen einsamøll vald inn fyri listan, men øll valini síðani hevur kvinnulistin fing­ið umboð. Tofta Kvinnufelag hevur hús saman við talvfelagnum. Fel­ ag­ið er virkið og skipar fyri tiltøkum, eitt nú stórum tombola á Várdøgunum og kafékvøldum av og á.

TÍÐ AT LIVA FRÍTÍÐARÍTRIVINI ERU NÓGV Í NES KOMMUNU. FÓT­BÓLT­ UR, FLOGBÓLTUR, KURVABÓLTUR, SVIMJING ELLA OKKURT HEILT ANNAÐ, KARM­ARNIR ERU FRAMÚR GÓÐIR. TÆTT SAM­STARV ER EIS­INI VIÐ GRANNAKOMMUNURNAR, HAR FRÍ­TÍÐARTILBOÐINI EISINI ERU NÓGV, T.D. INNAN FIM­ LEIK, HONDBÓLT OG SKÓTAR. NES KOMMUNA STUÐLAR NÝGGJ­­UM OG VERANDI FELØGUM FÍGGJARLIGA OG VIÐ KARM­­UM

FIMLEIKAHØLLIN OG SVIMJIHØLLIN Fimleikarhøllin er nýggj og bleiv bygd í sambandi við, at skúlin bleiv nógv útbygdur í 2008. Hon hevur støddina til kurvabólt, og nýstovnaða kurva­­bóltfelagið í Eysturoy hev­ur heimstað á Toftum. Flogbóltsfelagið Tern­an hevur heima­vøll í høllini. Um vetrarnar verður fimleikarhøllin brúkt til nógvan ymisk­an ítrótt. Til ber eisini at leiga høllina, umframt at kvøld­skúlin brúkar hana. Svimjihøllin í Nes kommunu kom við sum partur av stóru útbyggingini av Tofta skúla í 1981, og kann nýtast av almenninginum í upplatingartíðini ella leigast. Svimji­hyl­ur­in er 16 metrar langur og hevur tríggjar geilir. Eis­ini er eitt vælumtókt hitarúm í svimjihøllini. KVØLD- OG MUSIKKSKÚLIN Tofta skúli er eisini karmur um kvøld- og musikkskúla fyri bæði ung og vaksin. Í kvøldskúlanum eru skeið um hondarbeiði, svimjing, klav­ er­spæl, sunnan lívsstíl, grund­skeið í máli og mangt annað. Tørvurin hev­ur verið við til at tillaga virksemið, tí skúlin hevur nú fleiri styttri skeið, held­ur enn skeið, ið vara ein heilan vetur.




TRIVNAÐUR

10 11

ítróttur

FYRI ØLL

FYRI AT ÍBÚGVARNIR Í NES KOMMUNU SKULU HAVA MØGULEIKA FYRI AT ÍÐKA ÍTRÓTT, HEVUR NES KOMMUNA SETT SÆR FYRI AT HAVA NØKTANDI FYSISKAR KARMAR Á FLEIRI ØKJUM, SOLEIÐIS AT ÍTRÓTT­AR­TILBOÐ ERU MØGULIG Í KOMMUNUNI. NES KOMMUNA STUÐLAR EIS­INI NÝGGJUM OG NÚVERANDI ÍTRÓTTARFELØGUM FÍGGJARLIGA OG VIÐ KARMUM FÓTBÓLTUR – B68 Gamli heimavøllurin hjá landsliðnum, Svangaskarð, er eis­ini núverandi heimavøllurin hjá Tofta Ítróttafelag – B68. Her hava fleiri landsliðsleikarar slitið sínar barna­ gagg­ur, millum annað hetjan móti grikkum; Jóan Símun Edmunds­son. Á Svangaskarði eru tveir gras­líkis­vallir og eitt ítróttarhús. FRÆLSUR ÍTRÓTTUR - ROYSNIÐ Roysnið er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Tey venja á Svangaskarði, har renni­breyt er, við øllum fyritreytum til frælsan ítrótt. Roysnið lænir eisini fim­leika­høll­ina. FLOGBÓLTUR - TERNAN Flogbóltsfelagið Ternan æt B68 Flogbóltur inntil 2010, tá tað gjørdist egið felag. Ternan er í bestu deildini, og ven­ ur í stóru, góðu fim­leika­høllini í Tofta skúla, ið nýliga er út­bygd. SVIMJING – FLOT Føroyski svimjifepurin, sum kom við Pál Joensen røkkur eis­ini inn á Toftir, har svimjifelagið Flot heldur til í svimji­ høll­ini í Tofta skúla. Tað er her, fleiri góðir svimj­arar hava funnið sær sína hill, eitt nú Birita Debess og Astrið Fold­ ar­skarð. BORÐTENNIS V.M. Stóra fimleikarhøllin í Tofta skúla hevur eisini góðar um­ støð­ur til borðtennis og aðrar innandura ítróttargreinir, so­leið­is at nýggir lokalir felagsskapir hava møguleika at fáa inni­vist.

TOFTA TALVFELAG Eitt talvfelag er á Toftum. Felagið tekur lut í talvkappingum og er eitt av gomlu talvfeløgunum í Føroyum. Tey hava felagshús saman við Tofta Kvinnufelag. Talvfelagið hev­ur verið føroyameistari bæði fyri lið og ein­stak­lingar. TOFTA DART Dart er ein ítróttargrein í vøkstri í Føroyum, og eisini á Toft­um er eitt dartfelag sett á stovn. Tofta Dart venur 2-3 ferðir um vikuna í hølum í Tofta skúla, og luttekur í kapp­ ing­um við hini dartfeløgini í landinum. SAMSTARV VIÐ GRANNAKOMMUNURNAR Nógv samstarv er millum Nes kommunu og granna­komm­ un­urnar. Ungdómur úr grannakommununum svimur í Flot, spæl­ir flogbólt í Ternuni og ger frælsan ítrótt í Roysni. Með­an okkara ungdómur eitt nú gongur hjá KFUM skót­ un­um í Skótahúsinum við Løkin, ger fimleik við Støkk og spæl­ir hondbólt við Tjaldri. KURVABÓLTSFELAGIÐ RAVNUR Nýggjasta ítróttargreinin, ið føroyingar luttóku við á Oyggja­leikunum í Jersey er kurvabóltur. Trý kurvabóltfeløg eru í Føroyum, eitt av hesum hevur heimstað í Nes komm­ unu.


ÁSTØÐI

12 13

Nes kommuna

EIN KOMMUNA FYRI ØLL VIT VILJA SKAPA LÍV OG GANGA FREMST

Starvsfólk og bygdaráð í Nes kommunu hava orðað yvirskipaða ástøðið hjá kommununi


· · ·

Kommunan er savnandi, vísir umsorgan og gevur møgu­leik­ar fyri tí ein­ staka og familjuni at trívast, millum annað við at skapa karmar fyri frítíð og mentan. Nes kommuna tekur ábyrgd. Saman við opinleika, góðum sam­skifti og dugna­skapi, skapa vit álit ímillum borgara og kommunu. Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til um­hvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frí­tíðar- og bústaðarmøguleikum.


Trúðarlívið í

GERANDISDEGNUM Samkomulívið fyllir nógv í nær­um­hvørv­ in­um í Nes kommunu. Trúð­ar­sam­feløgini eru ein stórur partur av ger­andisdegnum hjá fleiri íbúgvum. Um­ framt andaliga leik­lutin spæla sam­kom­urnar ein stóran sos­ialan leiklut í kommununi. Tær skipa fyri alskyns til­tøkum fyri børn og vaksin. Sam­anhaldið og samveran í sam­kom­un­ um skapa tann hugn­an og tryggleikan, ið vit í Føroyum kenna so væl.

Nógv og gott samstarv er millum sam­ kom­urnar, og tíðin har hvør helt seg aft­ ur­at sínum er langt síðan farin. Eitt nú er sam­ starv um barnaring, ungdómsmøti og tiltøk um jólini, eins og konsertir og annað har nógv fólk koma, bæði úr øðrum samkomum og bygdum. Aftur­at Fríðrikskirkjuni eru tvær aðrar stórar sam­ komur; Samkoman í Nebo og Miss­ións­ hús­ið Tabor, og so er eisini Bahá’i.


TRIVNAÐUR

14 15

FRÍÐRIKSKIRKJAN Á Heygum stendur Fríðrikskirkjan sum eitt eyðkenni fyri komm­­ununa og bygdina. Haðani sæst og hoyrist hon um nær­ um alla kommununa. Kirkjan varð vígd fyrsta sunnu­dag í ad­ vent í 1994. Gamla kirkjan á Nesi frá 1843 var bliv­in nakað trong, men verður enn nýtt til serlig høvi. Sjálv byggingin, av stíl­reinu kirkjuni, fór fram í árunum 1992 – 1994, í harðastu kreppu­tíðum í Føroyum, og tí varð ein partur av arbeiðinum sjálv­boðið fyri at minka um út­reiðsl­ur­nar, og vóru tað nærum bara fólk í kommununi, sum ­tóku lut í byggingini. Umframt kirkjugongd er kirkjan javnan karmur um konsertir og ann­að. SAMKOMAN Í NEBO Samkoman í Nebo er ein brøðrasamkoma. Samkoman hev­ur ein stásiligan sal á Kneysum á Toftum, salurin varð m.a. bygd­ ur við nógvari sjálvbodnari hjálp. Fyrstu møtini í sam­komuni á Toft­um vóru í 1925 – í stovuni hjá Sannu og Andr­easi í Túni. Sal­urin varð bygdur í Gamla bø omanfyri úti í Viku. Hann varð tik­in í nýtslu á trettandu í 1935. Síðani hava nógvar umbyggingar verið at víðkað um virk­sem­ið hjá samkomuni, og í 2008 varð stóra og nýggja Nebo tikið í nýtslu. Nebo skipar eitt nú fyri familjumøti, sunnudagsskúla og ung­ dóms­møti. MISSIÓNSHÚSIÐ TABOR Missiónsarbeiðið á Toftum byrjaði í 1917, sprottið úr arb­eið­­ inum hjá Blákrossfelagnum. Tabor hevur síðani ment seg og stórtrivist í Nes kommunu. Missiónshúsið Tabor varð vígt í 1939 og síðani umbygt til stóra, vælkenda húsið í 1994. Stór­ur partur av byggingini av Missiónshúsinum var bygt av sjálv­ bodn­um, so samanhaldið vísir seg at hava stór­an týdning fyri bygda­samfelagið. Virksemið hjá Missiónshúsinum fevnir um tiltøk nærum hvønn dag í vikuni, so sum sunnudagsskúla, kórsang fyri bæði vaksin og børn, sjómanskvinnuring og møti. Eisini skip­­ar Missiónshúsið fyri serligum tiltøkum sum útferðum, bygda­leg­ um og møtirøðum. BAHÁ’Í Bahá’í á Toftum er partur av arbeiðinum hjá Bahá’í Før­oy­ar, og held­ur fleiri afturvendandi tiltøk sum lesiringar, bøn­arhald og til­tøk fyri børn. Hesi verða hildin í heiminum við at seta seg í sam­band við Bahá’í.

FORMNINNISFELAGIÐ REKUR BYGDASAVNIÐ Í PRESTAGARÐINUM Í gamla prestagarðinum á Nesi heldur Fornminnisfelagið til, ið rekur bygdasavnið. Bygdirnar Nes og Toftir eru elligomul bú­pláss, men ilt er at siga hvussu gomul. Endamálið við fel­agnum er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søg­una í kommununi sjónliga. Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum, har tann størsta framsýningin er í gamla presta­garðinum á Nesi. Prestagarðurin á Nesi er sera gamal og hevur eina langa, áhuga­ verda søgu. Núverandi bygningurin bleiv bygdur í 1862, tá V. U. Hammershaimb bleiv prestur á Nesi. Tá presta­hjúnini fluttu inn í 1863, var umbygdi prestagarðurin næst­størstu húsini í landinum, eftir Amtmanshúsini í Havn. Hammershaimb er ikki einasta stórmenni, sum hevur búð á presta­garðinum á Nesi. Heini Havreki, ið vit við vissu vita búði á Nesi í 1541, var prestur fyri alla Eysturoynna, áðrenn hann gjørdist Føroya fyrsti próstur í 1558. Afturat teimum hev­ur Fríðrik Petersen eisini búð har, og so eru bæði Magn­ us Heinason og Sjóvarbóndin føddir og uppaldir har. Mang­ ar eru tær familjur, sum kunnu føra síni ættarbond um presta­garðin á Nesi. TÍÐARLUMMARNIR Á NESI OG TOFTUM Umframt gamla prestagarðin fevnir bygdasavnið í Nes komm­unu um trý søgulig hús sum søvn: ‘Gamla Gerði’ á Nesi, Húsini á ‘Gadd’ á Nesi og Húsini ‘í Køkinum’ á Toft­ um. Gomlu húsini eru sum tíðarlummar, ið vísa okkum í 21. øld hvussu gerandisdagurin, hjá undangongufólkunum í Nes kommunu, var. Elstu húsini, Gamla Gerði, eru frá 1843 og hava moldgólv og roykstovu. Køkshúsini eru samansett í 1915 av tveimum húsum frá ávikavist 1806 og 1876, og lýsa væl søguna hjá staðnum og føroyska húsahandverkið í 20. øld. Gaddhúsini vórðu bygd í 1874, og vísa somuleiðis hvussu eini hús sóu út í farnu øld.


SØGA

16 17

Bygdasøga

NES TOFTIR SALTNES Nú er bygdasøgan her. Søgan um upprunan, um fólkið og um menningina fram til okkara dagar í bygdunum á Nesi, á Toftum og í Saltnesi. Bygdasøgan verður givin út í sambandi við, at 1. apríl 2017 eru 50 ár síðani, at Nes komm­una gjørdist sjálvstøðug kommuna. Rithøvundurin Helgi Jacobsen hevur skrivað.

Tað, sum stóð eftir aftan á sundurtøkuna av kommununum, var ein stór vinnulig framgongd í kommununi. Longu á fyrsta kommunustýrisfundinum í nýggju kommununi tók bygda­ráðið avgerð um at gera ferjulegu og havnarlag, har flaka­virkið Nykur skuldi standa. Síðani tá er havnarlagið út­bygt munandi, og tann tilgongdin heldur fram.

Bygdasøgan er í trimum bindum. Tvey bind um sjálva søg­ una hjá bygdunum og eitt bind við ættarsøgu. Ættar­søgu­ bind­ið kemur seinni í 2017. Tilsamans er talan um 1500 síð­ur við gott 700 myndum, talvum og skjølum.

Bygdirnar eru mergurin í okkara landi, og tí eru lýsingar av gerandislívinum í bygdunum eisini so virðismiklar at hava við sær inn í framtíðina, har tað at stríðast fyri at fáa mettuna og at lívbjarga sær er tað, ið fólk hava minstu kvøl av.

Bygdirnar eru allar eldri enn kommunan, og jørðildi teirra bygg­ir á sera ymiskar søgur. Nes er prestbygdin, har próst­ ar hava sitið í hundraðtals ár. Toftir er bygdin, har garð­ ar­nir vóru fáir, og har knæbøndur og fæloysingar leingi trunk­aðu seg saman í heimrustini Millum Áirnar. Saltnes var niðursetubygdin, har Óla Kristian gekk á odda, og har skúli skjótt legðist afturat. Framburðurin kom við einum frælsari samfelag, traðum, báts­pørtum og giftingarrætti. Nýggja tíðin byrjaði við klipp­fiskinum og sluppunum. Tann fjøld av fólki, ið ikki fekk hýru á sluppunum, leitaði sær til Íslands at rógva út. Fólka­talið vaks og tá tað ikki var pláss fyri øllum fram við lúnn­ingunum, gekk leiðin hjá mongum til Grønlands at taka land har. Seiggið var gott í fólkinum her. Tey keyptu skip og gingu á odda at endurnýggja føroyska skipaflotan. Við so mongum sjómonnum kundi tað ikki koma óvart á, at ónøgd var við lítla viljan at skapa sjómonnunum neyðugu karm­arnar at virka í: Eina havn, har skip trygt kundu leggja at landi. Tað staðbundna, tað lokala, hevði týdning fyri hesi fólkini, sum ikki orkaðu at síggja alt arbeiði flyta úr bygd­unum. Tað gjørdist til eitt slag av uppreistri, sum endaði við, at Nes, Toftir og Saltnes valdu at fara úr gomlu Nes sóknar komm­­unu. Her byrjar søgan hjá núverandi Nes kommunu, og tað fall natúrligt at byrja bygdasøguna við tilgongdini, tá fólkið her loysti.

Tað eru stakpartarnir í stóru myndini, ið hvørva inn í tíð­ ar­floymin, sum vit mugu festa á blað. Teir liva í huganum á summum fólkum eina tíð, í summum ættum leingi, men teir kámast umsíðir. Tí er bygdarsøgan so týdningarmikil. Bygdasøgan viðger so at siga allar tættir í bygdunum. Fyrstu búsetingarnar, niðurseturfólkini, lívsgrundarlagið sein­astu 300 árini, menningina úr fátækradømi við ein­um lítlum gerði og øskuni í heimrust til eitt framkomið sam­ felag, haga, skúla, mentan, ítrótt, handilsskap, skipa­søgu, politikk, samferðslu, heilsusøgu, krígssøgu og trúarlív umframt at søgan á ymiskan hátt skjalfestir bú­set­ing­ar­ mynstrið í gamlari og nýggjari tíð. Bygdasøgan verður vónandi ein varði í søguni hjá Toftum, Nesi og Saltnesi. Ein varði, sum kann geva ungum og kom­ andi ættarliðum góðan førning við á leiðini. At kenna sína søgu styrkir ábyrgdarkensluna fyri nútíð og framtíð. Fyrstu Gráasteinshúsini í Saltnesi. Tey vórðu bygd í 1836-37, og Óla Kristian og Inger Anna fluttu inn í húsini, eftir at tey vóru gift í 1937


Á Toftakai umleið 1958

Gamla bygdagøtan av Toftum út á Nes onkuntíð í 1930-árunum

Bretskir hermenn stilla upp niðan fyri handilin hjá D. P. Højgaard

Kravgongan í Tinganesi í 1965. Mótmælisgongur vóru ikki vanligar í 1965 og vóru tí eitt stórt stig. Og her vóru bara menn, ongar kvinnur. Talan var um stórmál, næstan sum at fara í kríggj, og kvinnurnar skuldu vera heima. Myndin sigur nógv, og eingin ivi er um, at menninir hava eina sak. Tá tað gekk striltið at fáa svar frá landsstýrismanninum, gjørdust menninir í kravgonguni treiskir og harðmæltir. Teir søgdu seg ongan veg vilja fara, fyrr enn krav teirra varð framt. Teir bíðaðu í sjey tímar í landsstýrinum í oysandi regni og lótu sær so lynda við at fáa eitt endaligt svar 12 dagar seinni. Mynd: Johan Vang

Fótbóltsliðið Zig-Zag á Toftum í 1952

Hugni í aldingarðinum niðan fyri prestagarðin á Nesi

Føroyskir útróðrarmenn til lands í Íslandi Klippfiskur verður avskipaður á Neshamri


tey, ið

UNDAN GINGU FYRI NES KOMMUNU ER ELDRAØKI IKKI BARA EITT STÓRT, MEN EISINI EITT SERA TÝDNINGARMIKIÐ VIRKISØKI. TÆTTA SAMANHALDI MILLUM ÍBÚGVARNAR Í BYGD­UN­ UM GER, AT UMSTØÐURNAR OFTA ERU SO HEIMLIGAR SUM GJØRLIGT, UM SO TEY ELDRU BÚGVA Á ELLISHEIMUM, SAMBÝLI, VITJA DAGTILHALDIÐ ELLA ERU HEIMA­BÚGVANDI. KOMMUNAN STUÐLAR EISINI FEGIN TILTØKUM, SUM TEY ELDRU Í KOMMUNUNI TAKA STIG TIL, TÍ Í NES KOMMUNU VIRÐA OG VIRÐISMETA VIT TEY, IÐ UNDAN GINGU SAMSTARV UM TEY ELDRU Eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Saman við Sjóvar og Runavíkar kommunum hevur Nes kommuna tryggjað sær eina skipaða og trygga yvir­ tøku av hesum stóra og týdningarmikla øki.

MATTÆNASTAN TIL TEY ELDRU Síðan 2007 hevur Nes kommuna havt mattænastu til tey eldru, sum nú eisini er partur av samstarvinum. Mat­tæn­ ast­an heldur til í Vesturskini á Kneysum, haðani døgurðar verða koyrdir út í heimini fimm dagar um vikuna.

Roðin umfatar nú eina Økistænastu við Heilsu­miðstøð í Runavík, Eysturoyar røktar- og ellisheim, Vesturskin á Toftum, Dagtilhaldið á Skála og Sjóvarlon á Strondum.

DAGTILHALDIÐ Í VESTURSKINI Meðan kórið í Undirhúsinum bert er fyri menn, er Dag­ til­haldið í Vesturskini fyri øll. Har hittast kvinnur tríggjar seinna­­partar um vikuna. Tær hugna sær við ymiskum ítrivi og práti, hetta hevur fingið kvinnur, ið fyrr sótu inni at koma út aftur millum fólk.

Økistænastan fevnir millum ann­að um fyribyrging, fysioog ergoterapi, heimahjálp, heima­sjúkra­røkt, sambýli og ellisheim.

SANGUR, PRÁT OG HUGNI Í Undirhúsinum, á bryggjuni á Toftum, hittast 20-30 eldri menn hvønn mikudag at syngja í Undirhúsakórinum, har­ mon­ikan er við og sangurin gongur lættur. Stórur aldursmunur er á tí yngsta og elsta sangaranum, men felags er alskurin til sang og hugurin at brúka eina løtu saman við góðum vinum og kenningum. Kórið syngur til ymisk høvi. Tað eru fyrst og fremst sálmar og anda­ligir sangir, ið eru á skránni. Tá vit koma inn á gólvið, er beinanvegin greitt, at kórið ven­ur sera miðvíst, og orðaskifti um tónalag og tempo gong­ur lívliga millum løgini. Undirhúsið á Toftum er, eins og onnur undirhús í landinum, eitt savningarstað fyri menn, ið eru komnir upp í árini. Fyri nøkrum ár­um síðan varð stig tikið til at gera eitt sangkór. Heilt ofta er boð eftir sangkórinum, og tað meira enn so hend­ur seg, at kórið kemur á gátt, tá onkur av limunum hev­ur ein merkisdag.

NÆSTAN HVØNN DAG Allar dagar uttan sunnudag, er opið, í undirhúsinum frá kl. 9-11 og aftur seinnapartin frá 14-17. Her hittast nógvir menn at práta um leyst og fast, meðan teir fáa ein kaffi­ munn. Undirhúsið liggur í kjallaranum í handlinum hjá Pidda, so menn, ið fara til handils, gera sær ofta eitt rend inn á gólv­ið. Ofta koma eisini yngri menn inn, t.d. sjómenn, ið eru heima, tí teir vita, at prátið altíð gongur væl, og kaffi er gott. Í nógvum undirhúsum er kortspæl vanligt, men soleiðis er ikki í Nes kommunu, tí her verða eingi spøl brúkt. Longu tá undirhúsið lat upp, tíðliga í 2012, varð avgerð tikin um, ikki at spæla spøl. Hetta varð gjørt eftir ráðum úr øðrum undirhúsum, tí prátið gongur ikki líka frítt, tá menn eru upptiknir av spølum.


TRIVNAÐUR

18 19


NÁTTÚRA OG UMHVØRVI

20 21

náttúran

SUM HEILD TEIR 13,9 KM2, IÐ NES KOMMUNA FEVNIR UM, HAVA EINA RÍKA NÁTTÚRU. AV HESUM ER EIN HEILT STÓRUR PARTUR LANDBRÚK OG SEYÐAHALD. MEN HER ERU EISINI STÓR NÁTT­ÚRUØKI, IÐ VERÐA BRÚKT TIL AT GEVA ÍBÚGV­UNUM SO GÓÐAR UMSTØÐUR SUM GJØR­LIGT AT NJÓTA VAKRA UMHVØRVIÐ. HER ERU TOFTAVATN OG ØKIÐ VIÐ VIND­MYLL­ URNAR Í NESHAGA VÆLUMTÓKT ÚT­FERÐAR­ MÁL

TOFTAVATN ER EIN NÁTTÚRUPERLA Kommunan hevur seinastu árini arbeitt miðvíst fyri at hugna um og varðveita økið við Toftavatn, sum ta sonnu nátt­úruperlu, tað er. Rásir eru gjørdar rundan um vatnið og økið tætt við vatnið, so lættari er hjá teimum vitjandi at vita, hvar tey kunnu ganga. Eisini verður arbeitt við at gera kunning til vitjandi og áhug­aði um søguliga virðið í Toftavatni, um lívfrøðiliga marg­feldni í náttúruni og mentanarligu ávirkanina.


VINDMYLLULUNDIN SUM GJØRDIST FRÍTÍÐARSTAÐ Økið kring vindmyllurnar í Neshaga er vorið eitt vælumtókt frí­tíðarøki, har fólk hava møguleikan at søkja náttúruna og hugna sær millum grønu vindmyllurnar. Nógv fólk leita sær dag­liga ein gongutúr niðan á vegirnar millum myllurnar at hava eina løtu burtur frá dagsins stríði og strevi. Vælkendu myllurnar standa sum varðar fyri bygdirnar, og eru sjónligar úr fleiri pørtum í landinum. Við sínum grøna liti fella vindmyllurnar inn í landslagið og boða frá, at her verð­ur elmegi framleidd úr grønari orku. SEV legði stóran dent á at fríðka økið, tá fimm nýggjar vindmyllur vórðu sett­ar upp og tiknar í nýtslu.

Nú SEV hevur sett vindmyllur upp á Eystnesi er lættari at koma heilt út á Eystnes. Borð og benkur eru sett upp fram við vegnum. Eitt listarverk setur dám á vøkru og fríu nátt­ úr­una, har útsýnið ber av øllum. Listarverkið “Vindskýli”, sum Eyðun Eliasen hevur teknað, stendur har sum myllan, ið brotnaði stóð. Í vindskýlinum, ber til at søkja sær lívd. Sam­stundis sum sólin sær inn í skýlið allan dagin.


rein og

RUDDILIG

NES KOMMUNA LEGGUR STÓRAN DENT Á AT HALDA BYGDIRNAR REINAR OG RUDDILIGAR. HER KUNNU ØLL GERA SÍTT FYRI AT HJÁLPA TIL, BÆÐI TAÐ ALMENNA, FYRITØKUR OG EINSTAKLINGAR

RUDDINGARDAGUR FYRI ØLL Á hvørjum ári skipar kommunan fyri ruddingardegi, har borg­arar í felag fríðka um bygdirnar og rudda. Hetta skap­ ar ikki bara vakrar og ruddiligar bygdir, men eisini gott sam­anhald millum borgararnar. Tí aftaná ruddingina er sið­ur, at øll hittast til ein bita frá kommununi, og síðani er undirhald á skránni við framsýningum av ymiskum slag og tónleiki. Á hesum degi bjóðar kommunan eisini ókeypis plant­ur til húski í Nes kommunu. Kommunan heitir á øll í kommununi um at taka upp órudd og lúka ókrút, sum veksur fram við vegnum, og sum liggur upp at grundøkinum hjá borgaranum. Tað, at kommunan er ruddilig og væl røkt, er til gleði fyri øll, sum búgva her, og eisini fyri tey, sum vitja okkum.

REINT VATN Í KRANANUM Kommunan ger eisini sjálv nógv burtur úr, at reinføri og um­støðurnar eru tær bestu fyri íbúgvarnar. Vatnroyndir verða regluliga tiknar, sum verða sendar til Heilsufrøðiligu Starv­stovuna til kanningar. Harafturat hevur kommunan tað mál, at øll økini í kommununi skulu hava kloakk- og vatn­viðurskifti í lagi. Í øllum útstykkingum verður vatn, kloakk, el og telefon lagt í skipaðar leiðingar.


UMHVØRVI & NÝBYGGING

22 23

GÓÐIR MØGULEIKAR AT FESTA RØTUR Í Nes kommunu eru góðir møguleikar at festa røtur, um tú skalt byggja tíni fyrstu hús, ella um núverandi hús­ini eru blivin ov lítil – ella ov stór. Grundstykkir eru byggi­klár og ætlanir eru um at byggja íbúðir á Toftum. Val­møgu­leik­ arnir eru nógvir í kommununi. GRUNDSTYKKIR OG ÚTSTYKKING Áhugin fyri grundstykki í Nes kommunu er vaksin seinastu ár­ini, men kortini er ongin bíðilisti eftir grundstykki. Tað vil siga, at grundstykki og byggiloyvi beinanvegin verða játt­ að teimum, sum eru klár at fara undir at byggja. Á ikki færri enn trimum vegum er útstykkjað seinastu árini. Tá hetta blað kemur út eru grundstykkir til sølu fram við øllum trimum vegum; við Lýðarsveg, Nesveg og Gaddaveg.

Kommunan hevur lagt seg eftir at gera tað lætt hjá borg­ ar­um at seta búgv, tí er prísurin á byggi­búnu grund­stykkj­ un­­um settur niður. ÍBÚÐIR Á TOFTUM Bústaðir hevur ætlanir um at byggja íbúðir í hjartanum í kommununi, á Kneysum. Økið er sera væl egnað til barnafamiljur og eldri. Stutt er at ganga til skúla, Undir­ hús­ið, havnalag og almennar stovnar. Ætlan er at byggja tvær lonir við 8 íbúðum í hvørjari. Lonirnar standa so­leiðis, at allar íbúðirnar hava gott og frítt útsýni og fáa gleði av góða sólarganginum á Toftum. Møguleiki er at byggja tvær lonir afturat.


VINNULÍV

24 25

TAÐ ER

STUTT TIL ARBEIÐIS NES KOMMUNA LIGGUR SENTRALT Í FØROYUM. INNTIL STÓRU SAM­FERÐSLU­ÚTBYGGINGARNAR, SUM FARIÐ VARÐ UNDIR FYRI EINARI HÁLV­ARI ØLD SÍÐANI, VAR HETTA TÝDNINGARMIKIÐ Á TANN HÁTT, AT TAÐ VAR HØGLIGT HJÁ SKIPUM OG BÁTUM AT KOMA INN Á SKÁLA­FJØRЭIN. TÁ VARÐ SAGT, AT VATN BANT PLÁSS OG STØÐ SAMAN, OG AT FJØLLINI SKILTU SUNDUR. NÚ ER TAÐ MØGULEIKIN AT FERÐAST Á VEG­UM OG BRÚM OG Í TUNLUM, SUM KNÝTIR SAMAN


Útbyggingarnar hava havt við sær, at vegasambandið er gott kring alt landið, og at teinarnir at koyra úr Nes komm­ unu og til arbeiðspláss aðrastaðni í oynni eru stuttir. Eitt nú eru ikki meiri enn tjúgu minuttir inn á Kambsdal, har stór­ur partur av ungdómunum í oynni ganga í mið­náms­ skúla. Góða samferðslukervið ber eisini við sær, at tað ber væl til at búgva í kommununi og at arbeiða í øðrum oyggjum. Eftir at Norðoyatunnilin læt upp í 2006, er tað minni enn ein hálvur tími í bili til Klaksvíkar og ein tími vestur á flog­vøllin. Av Toftum og til Havnar er ein tími við bili. Tá ið Eysturoyartunnilin í 2019 verður veruleiki, verður tað minni enn eitt korter úr Nes kommunu og umvegis rund­ koyr­ingina í Rókini og í tunlinum suður í høvuðsstaðin. Í Nes kommunu hava tey seinnu árini búsett seg alt fleiri, sum hava útbúgvingar innan stóru vælferðarøkini – heilsuøkið, skúlaøkið og almannaøkið. Sammett við størstu kommunurnar eru tað í Nes kommunu ikki eins

nógv almenn arbeiðspláss fyri tey við miðal longum og long­um útbúgvingum innan eitt nú hesi økini. Áður hevði hes­in veruleikin við sær, at tey, sum høvdu verið burturi og nomið sær útbúgving, oftast búsettu seg aðrastaðni, tá ið tey komu aftur úr útlandinum og høvdu funnið sær arb­eiði heima á klettunum. Soleiðis er tað ikki longur. Tað er stutt millum ungu familjurnar, sum búsetast í Nes komm­unu, eftir at tær hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving. Tað ræður um at finna røttu javnvágina millum samband við familju, møguleikar fyri luttøku í sosialum netverkum, upp­livingar í náttúruni og frítíðarítrivi, trivnaðin hjá børn­ un­um og avbjóðingina í arbeiðinum. Nú vísir tað seg, at val­ið alt títtari er Nes kommuna, og útlitini fyri, at tað skal verða uppaftur vanligari og upplagdari at búseta seg her í framtíðini, eru góð.



VINNULÍV

26 27

HJALLURIN

ER Í SJÓNUM ALLAR TÍÐIR HEVUR SAMBANDIÐ VIÐ SJÓGVIN HAVT STÓRAN TÝDNING FYRI LÍVSGRUNDARLAGIÐ Í NES KOMMUNU. SOLEIÐIS ER TAÐ FRAMVEGIS, HÓAST TAÐ ER STÓRUR MUNUR Á TÍ, SUM NÚ VERÐUR FINGIST VIÐ OG SO TAÐ, SUM Í NÓGV ÁR VAR GRUNDARLAGIÐ UNDIR VIRKSEMINUM OG HARVIÐ INNTØKUNI Ein av stóru avmarkingunum í virkseminum framvið sjóv­ armálanum á Toftum var, at havnarviðurskiftini ikki vóru soleiðis, sum tað er neyðugt, at tey eru í nútíðar sam­ felagnum. Undir hesum korum vóru tað fleiri, sum áttu skip í Nes kommunu undan 2. heimsbardaga, tá ið skips­fiski­ skap­urin av álvara tók seg upp hjá føroyingum. Størsta og víð­fevnasta virksemið av hesum á Toftum var tað hjá D. P. Høj­gaard, sum umframt at hava skip og reiðaravirksemi hevði eitt nú matvøru og ísenkram handil, kolasølu og timb­urhandil í Oyrum. Hetta virksemið varð so við og við í fimmti­árunum og sekstiárunum flutt inn til Runavíkar. Umstøðurnar á havnarlagnum á Toftum eru nógv betraðar sein­astu hálvu øldina. Fyrst í sjeytiárunum varð ferjulega gjørd, sum bar við sær, at tað bar til hjá ferjuni millum Skála­fjørðin og høvuðsstaðin at leggja at á Toftagjógv. Bygdarfólkið stóð saman við kommununi, tá ið flakavirkið Nykur varð bygt. Kommunan syrgdi fyri atløgubryggju og øki at byggja virkisbygningin á, og lokalar kreftir tóku stóra tak­ið at fáa flakavirki í kommununa. Í áttati árunum varð farið undir havnarútbyggingina sunnanfyri Toftagjógv, og harvið vórðu møguleikar veittir fyri, at skip og bátar kundu leggja at á Toftum. Tá ið ítróttarøkið á Svangaskarði varð víðkað síðst í áttati ár­unum var nógv grót sprongt burtur. Kommunan keypti grót­ið, sum varð lagt frá Nyki og suðureftir. Hetta er vídd­ in, har virkisbygningarnir framvið sjóvarmálanum og út móti Toftagjógv nú eru. Tilfar av Svangaskarði varð nýtt til at leingja molan soleiðis, at umstøðurnar hjá skipum og bát­um at liggja batnaðu.

So við og við batnaðu umstøðurnar hjá útróðrinum. Eyst­ an­fyri Nyk vórðu útróðrarskúrar bygdir, sum bátaeigararnir leig­aðu frá kommununi, og síðst í áttatiárunum varð báta­ havn­in í Oyrum víðkað, so tað ber til hjá opnum bátum og deksbátum at liggja trygt. Eftir at flakavirkið miðskeiðis í nítiárunum læt aftur og lóg­in um vinnuligan fiskiskap avmarkaði møguleikarnar hjá bátunum, er vinnuligi útróðurin minkaður. Lívsstílurin at hava bát og at vera á floti livir sítt fríska lív, og tað er fram­vegis virksemi í skúrunum og bátahylinum. Flakavirkið Nykur er nú saltfiskavirki, sum Faroe Origin eig­ur og rekur saman við ísvirkinum. Tá ið fiskivinnan varð endurreist miðskeiðis í nítiárunum var tað avgerandi, at fiskamarknaður varð skipaður. Høv­ uðs­støðin varð løgd á Toftagjógv, og har eru Fiska­markn­ að­ur Føroya og Landingarmiðstøðin framvegis. Í sambandi við virksemið á Landingarmiðstøðini og Fiskamarknaðinum er avleitt virksemi í økinum: Kassa­ mið­­støð var skipað, sum umsitur fiskakassar, ið mótvegis panti, riggar kring alt landið. Fiskur verður hagreiddur og pakkaður, sum er landaður á Tofta­gjógv, umframt at bygningur hjá felagnum hýsir ali­ fóðri úr Noregi. MJ Saltsølan hevur goymslu á ídnaðarøki í Oyrum. Saltið verð­ur keypt úr Ibiza og veitt keyparum kring landið.


VINNULÍV

28 29

BYGGJA FRAMTÍÐINA TANN VINNAN, SUM MEST VERÐUR ÁVIRKAÐ AV SKIFTANDI BÚSKAPARLIGUM SVEIGGJUM Í SAMFELAGNUM, ER BYGGIVINNAN. HESIN VERULEIKIN BER VIÐ SÆR, AT TAÐ ER IKKI SØRT SKIFTANDI, HVUSSU NÓGV VIRKI ERU, OG HVUSSU NÓGV FÓLK TEY HAVA Í ARBEIÐI. EISINI VÍSIR TAÐ SEG OFTA, AT HESI VIRKI ERU TENGD AT ÁVÍSUM PERSÓNUM, OG AT VIRKSEMI SKIFTIR NAVN, TÁ IÐ TALAN ER UM ÆTTARLIÐSSKIFTI Fólkatalið er nógv økt, og vinnuliga framgongdin hevur sein­astu hálvu øldina sum heild verið øgilig í Nes komm­ unu og í grannakommununum. Tað hevur borið stórar av­ bjóð­ingar við sær fyri byggimeistarar, sum bæði hava bygt set­hús og virkisbygningar. Ein av týdningarmiklu samfelagsligu uppgávunum, sum byggi­vinnan hevur verið við til at lyfta, er at hava lær­ling­ ar. Tann partin av lærutíðini, tá ið skúlagongdin er á skrá, eru lærlingarnir á tekniskum skúla í Havn ella í Klaksvík.

Ráðhúsið í Gøtu, vøggustovuna og barnagarðin á Toftum og útbyggingina av ítróttarhúsinum á Svangaskarði, sum Fótbóltssamband Føroya og Nes kommuna standa fyri. Onnur feløg í byggivinnuni eru Harald Kjeld, Haldur Vang, Pól Sondum og Allan við Rætt, Heri Hansen, Rókin og Jákup Martin Kjeld og Rók EL. Millum entrepenørfyritøkurnar eru DEH, EJ Maskinur, Falkon, Frits Johannesen, Vestcon, Vøruflutningur og APBilar og Maskinur.

Millum størstu feløgini í byggivinnuni er í løtuni KBH. Virkið hevur millum annað bygt Blákrossheimið á Nesi,

GRØR UM GANGANDI FÓT NÓGV OG FJØLBROYTT VINNULIGT VIRKSEMI ER Í NES KOMMUNU. HER ERU HANDLAR OG TÆN­ ASTU­FYRITØKUR, MEN EISINI INNAN KREATIVAR VINNUR GRØR UM GANGANDI FÓT Vinnuligi og handilsligi miðdepilin á Toftum var fyri mong um árum síðani í Oyrahandlinum.

ar­fólk, so tey lættari kunnu leggja dagin til rættis hjá fólki, sum hava autismu.

Umframt at D: P. Højgaard hevði stórt og fjølbroytt vinnu­ ligt virksemi, sum spratt frá skipunum, so høvdu teir eisini handil við toystovu. Nú er aftur lív í Oyrahandlinum. Navia hev­ur handil, sum selur tógv, bundnar vørur og tað, sum hoyr­ir upp í at binda og annað hondarbeiði. Undir somu lon er klædnahandilin Insito.

Eisini beinta.com, ið hevur staðið fyri myndunum í hesum blaði, heldur til í Oyrahandlinum. AT bókhald og OM Før­ oy­ar hava somuleiðis skrivstovu har.

Í Oyrahandlinum eru eisini onnur virki, eitt av hesum er KT fyritøkan Beak Software, sum vann føroysku út­gáv­ una av Creative Business Cup 2015. Fyritøkan hevur ment eitt samskiftisamboð til tey, ið hava autismu. Sam­ skiftisamboðið, ClearComm er ætlað til foreldur og hjálp­

Omanfyri Oyrarnar er tannlækni og tannrøkt á sama stað. Einasti matvøruhandilin á Toftum er Hjá Pidda. Talan er um handilin, sum Piddi Skaale átti, og sum dóttir hansara, Sól­run, og versonurin, Hanus Lómstein, høvdu í mong ár. Pf. Haraldsen í Fuglafirði hevur átt handilin í nøkur ár. Pf. Haraldsen og Poul Hansen Heilsøla í Havn eiga nú hand­ il­in.




VINNULÍV

30 31

millum 200.000

FISKAKASSAR SAMRØÐA: Á HAVNAØKINUM Á TOFTUM LIGGUR KASSAMIÐSTØÐIN, EIN FYRITØKA VIÐ 5 ÁRSVERKUM OG 200.000 FISKAKASSUM. SVARTA BÚMERKIÐ, IÐ PRÝÐIR HVÍTU FISKAKASSARNAR, MAN NÆRUM HVØRT MANSBARN Í FØROYUM KENNA. TÍ KASSA­MIЭ STØÐIN HEVUR KUNDAR UM ALT LANDIÐ

Við 22 árum á baki er talan um eina fyritøku, ið hevur upp­ livað upp- og niðurtúrar í feskfiskavinnuni, men við fleks­ ibl­um arbeiðsgongdum, hevur Kasssamiðstøðin duga at til­laga seg til vinnuna. Tað eru virkini og skipini, ið eiga Kassamiðstøðina, Føroya Rá­fiskaseljarafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag eiga hvør síni 50%. Kassamiðstøðin eigur um 90% av kass­ un­um, ið verða brúktir í føroysku feskfiskavinnuni, greiðir Kári í Garði, stjóri á Kassavirkinum frá. Kári er um nakar andlitið hjá fyritøkuni, hann var nevnd­ar­ for­maður fyrsta árið, tá Kassamiðstøðin var sett á stovn í 1995, og hevur verið stjóri síðan 1996. Hann hevur tí sæð eina vinnu, ið hevur hevur havt alsamt skiftandi tørvir, alt eftir hvussu fiskiskapurin hevur verið. SPROTTIN ÚR KREPPUNI – Kassamiðstøðin varð sett á stovn eftir at stóru fiska­ kon­sernirnar góvust fyrst í nítiárunum, knappliga var talan um smá reiðarí, við einum ella nøkrum fáum skipum, og hesi høvdu tørv á fiskakassum. Íblásturin kom frá bryggj­ ar­íunum, ið hava pantskipan á fløskum. Vit umsita eina pant­skipan av kassum, greiðir Kári í Garði frá. Fiskivinnan er broytt nógv síðan í 1995, og stórar konsernir eru nú aftur. Men Kári í Garði ræðist ikki, at hesar fara undir sína egnu kassaskipan.

– Vit mugu bara tryggja, at vit gera eitt so gott arbeiði, at tey ikki hava hug at skifta kassaskipan, sigur hann. FLUTTI HAR VIRKSEMIÐ VAR Fyrstu árini húsaðist Kassamiðstøðin í leigaðum hølum í Hvalvík, men í 2000 varð flutt inn á Toftir. Kári heldur, at hetta var eitt natúrligt val, tí nógv landingarvirksemið var á Toftum um hetta mundi. tí Landingarmiðstøðin og Fiska­marknaðaður Føroya vóru har. Tá vóru eisini fleiri út­ róðr­arbátar knýttir at bygdini. Hetta er nógv broytt seinnu ár­ini, men Kári í Garði vísir á, at Kassamiðstøðin øll árini hevur tillagað sítt virksemið. Við góða vegakervinum og undirsjóvartunnlunum er nær­ um alt landið knýtt saman, og Kassamiðstøðin liggur væl fyri, ikki minst nú Skálafjarðartunnilin fer at koma. Hetta er týdningarmikið vísir Kári í Garði á. – Vit hava áður havt goymslubygningar kring Føroyar, men í dag er einans neyðugt, at hava tað í Suðuroynni, greiður Kári í Garði frá. UMSITA KASSAR Eingin framleiðsla er á Kassamiðstøðini, flestu kassar verða gjørdir í Íslandi, og nakrir eru úr Noregi og Wales. Kassa­miðstøðin leigar kassarnar út, vaskar teir, umvælir, og fresar teir brotnu kassarnar til endurnýtslu.


NES KOMMUNA

Tekstur og ritstjórn: Nudlavirkið – Myndir: Beinta á Torkilsheyggi – Snið og uppseting: NiNG

KOMMUNUSKRIVSTOVAN Tel 44 75 86 – Fartel 56 50 04 Teldupostur: nes@nes.fo Opið: Týs, hós, frí 10-15. Mik. 10-12 www.nes.fo

SAMBAND VIÐ NES KOMMUNU BINGJUPLÁSSIÐ Tel 56 50 06 Opið: Týs, hós 16-20 – Ley 13-18 SVANGASKARÐ Umsjónarmaðurin 565008 TOFTA SKÚLI Tel 44 73 32 SVIMJIHYLURIN Tel 44 82 13 BÓKASAVNIÐ Tel 44 88 72 Opið: Má 16-18 – Mi 19-21 BYGDASAVNIÐ Tel 447696 & 227096 Opið: Má 16-18 – Mi 19-21 FRÍTÍÐARSKÚLIN Á BREKKUKLETTI Tel 44 87 86 & 56 50 23 BARNAGARÐURIN Á SVANGASKARÐI Tel 44 87 60 & 565021 SÓLAREYGA Tel 56 50 22

SÓLARGLOTTIN 56 50 24

HAVNARSKRIVSTOVAN Tel 44 81 44 & 56 50 10

GULLSÓLJAN Tel 56 50 25

SKÁLAFJARÐAR SLØKKILIÐ Tel 44 82 35

DREYMASÓLJAN Tel 56 50 26

BARNAVERNDARTÆNASTAN Tel 41 70 00 Opið: 09-15 Vakttelefon 23 70 90

SÓLDØGG Tel 56 50 27 VØGGUSTOVAN Á SVANGASKARÐI Tel 44 8760 & 565021 BLÁKOLLAN Tel 56 5035 SMÆRAN Tel 56 50 36 SUMMRDÁIN Tel 565037 SPÆLISTOVAN Tel 44 84 63 PRESTAGARÐURIN Á NESI Tel 44 71 71

LÆKNAR Lækni (Kári Rasmussen), Tel 44 70 10 Lækni (Avloysari), Tel 44 80 16 SKÁLAFJARÐARSAMSTARVIÐ Økisskrivstovan Tel 79 33 00 Teldupostur sam@sam.fo ELDRASAMBÝLIÐ VESTURSKIN Tel 44 85 75 MATTÆNASTAN Tel 44 86 90


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.