1 minute read

Eg siti so eina

Next Article
Nummar

Nummar

Niðurlag

Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prærians fløtur, fjøll og líð.

Advertisement

Eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her, við longsli eg taki teg í favn, aftaná hesa longu vandamiklu ferð, eg teski títt elskaða navn.

Niðurlag ...

41 // Upp á tá

Hon er her í kvøld, stendur har so svinn. Hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn. Letur sum um hon ikki visti av, at tá av er tornað, kemur hon við mær.

Upp á tá leitar hon, upp á tá sveimar hon, skymast rundan um seg, hyggur eftir mær.

Og nú trínur hon spelkin fram á gólv, yndislig og von, líkasæl og køld. Men eg síggi tað, eingin annar sær, síggi at hon dansar bara fyri mær.

Upp á tá...

Einki hóvasták ger hon burturúr, tá hon biður meg koma út í tún. Veika hjarta mítt togar hon við sær fram um 100 onnur gjøgnum larm og vas.

Upp á tá ...

This article is from: