1 minute read

Her glaður eg ferðist

Next Article
Eg siti so eina

Eg siti so eina

30 // Jesu rødd her ljóðar

Yrkjari: Vilhelm Munk. Umsett: Johs. Mortensen

Advertisement

1. Jesu rødd her ljóðar, hann kallar enn í dag frelsuna hann bjóðar heilt uttan viðurlag. Nú er alt tilreiðar, og nú er frelsan nær, Jesus teg spyr nú: “Vilt tú fylgja mær?”

Vilt tú vera við? Vilt tú vera við í tí ungdómsskara, sum fríur fer avstað, fylgir Kristi eftir í hans ferðalag, Jesus teg kallar, vilt tú vera við?

31 // Her glaður eg ferðist

Yrkjari: Brynleif Hansen

1. Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg, tí eg eigi Jesus og Hann eigur meg. Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan Hann gav, og synd mína søkti í djúpasta hav.

2. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her, Hann vegurin, lívið og sannleikin er. Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð. Á, kom tí til Jesus, kom kallinum lýð.

3. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond, og eingin meg rívir úr Frelsarans hond, tann hondin, sum særd var, hon eisini ber til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger.

4. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal og síggja av sonnum, Hann leiddi meg væl. Har sólin ei setur, eg krúnu skal fá og fylgjast við Jesusi gullgøtum á.

This article is from: