1 minute read

Sangur til frælsi

Next Article
Føroyar

Føroyar

36 // Sangur til frælsi

Tú ert tað fagrasta eg veit, tú ert tað dýrasta á foldum, tú ert sum stjørnurnar, - sum vindurin, - sum brimbrotið, - sum fuglarnir, - sum blómurnar á bønum.

Advertisement

Tú ert trygdarstjørna mín, tú ert mín trúgv, mín vón, mín elskhug, tú ert mítt blóð og míni lungu, - míni eygu, - mínir herðar, - mínar hendur, og mítt hjarta.

Frælsi er títt vakra navn, góðlæti er tín stólta móðir, rættvísi er tín bróðir, friðurin tín systir, stríðið er tín faðir, framtíðin tín ábyrgd.

Frælsi er títt vakra navn.

37 // Villar víddir

Vælkomin út á villar víddir har lívið leika skal har frælsið fær eitt innihald og vónin gerst eitt val. Blás meg út har vindar venda og orka broytir skap har einstein møtir marx og freud og rolling stones afturat har bryggjar tú títt blómuvín uttan timburmenn og fólkaskomm tí avdottin er bakkus gamli

This article is from: