1 minute read

Takkarkvøðan

Next Article
Villar víddir

Villar víddir

38 // Takkarkvøðan

Lag: Fjallarósan

Advertisement

Eina takkarkvøðu vit nú senda, til foreldur, systkin, vinfólk við, nú vit út frá barnaheimi venda burt frá tryggu, fjálgu móðurlið.

Systkin havi tøkk for løtur blíðar, tá vit stetlaðu um gólvið runt, sjálvt um nógv vit grenjaðu til tíðir, so rann rossatárið ofta runt.

Góði pápi, tær vit mugu takka, fyri okkum stíddust tú og sleit, ofta troyttur komst tú heim til húsa, eymliga tú tá til okkum leit.

Góða mamma, takk for strev og stríðið, sum tú ofraði til okkum smá, takk for alt tað, sum tú hevur liðið, undir byrðu sum á herðum lá.

Nú vit ætla sjálv at royna byggja, okkum heim, so fitt og fjálgt og gott, tankarnir tó heim til tykkum hyggja, heim til kæra fjálga barnaslott.

Havi takk, at tit so væl oss lærdu, takk for øll góð orð, vit hoyrdu har, gævi friður má hjá tykkum verða, og hjá tykkum, sum vit hava kær.

This article is from: