1 minute read

Breið tínar náðiveingir

Next Article
Eg siti so eina

Eg siti so eina

Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja, fløðandi, fjarandi ert tú í mær, lyftir meg upp nú og letur meg liggja, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.

Tak í meg, ...

Advertisement

Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi, visti meg stíga á ótryggan veg, líknandi leið, men við rekandi gleði, gangi eg nú : Nú ræðist eg teg.

Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.

20 // Takk, Gud fyri tað

Orð: A. Strom. Týtt: Victor Danielsen.

Takk, Gud, fyri tað, tú gevur, Fyri tað, sum fór avstað, Fyri tíð, sum verið hevur, Fyri alt til hendan dag, Fyri myrkar heystardagar, Fyri ljósa, lýggja vár. Fyri stundir, góðar, glaðar, Fyri stríð og sorg og tár!

Fyri tað, tú víst mær hevur, Fyri tað, eg skilji ei, Fyri, tá tú hoyrir, gevur, Fyri, tá tú sigur: Nei, Fyri hjálp á neyðardegi, Fyri lívsins loyndarmál, Fyri ljós á myrkum vegi, Fyri frið í míni sál!

Fyri himmal, djúpan, bláan, Fyri hvørja myrka nátt, Fyri sól og dagar gráar, Fyri ilt og fyri gott, Fyri stríð og royndartíðir, Fyri vón, sum uppfylt varð, Fyri dag, av myrkri stígur, Fyri vón sum brast hjá mær!

This article is from: