
1 minute read
Jesus, um teg vil eg syngja
from Blákross, sanghefti
by Kodio
22 // Breið tínar náðiveingir
Yrkjari: Lina Sandell. Umsett: Edmund í Garði
Advertisement
Breið tínar náðiveingir, o, Jesus, yvir meg, lat hvíld hjá tær meg finna, mín allan lívsins veg! Veit tú mær ráð og megi Og lat meg dag og nátt, av tíni náði liva til síðsta andadrátt.
Útstrika mínar syndir, lat blóð títt tváa meg! Gev mær eitt heilagt sinni, sum altíð aktar teg! Í vernd og verju tína tak okkum, stór og smá, lat oss í friði hvíla, nú náttin kemur á!
23 // O, veldis Gud
Yrkjari: Carl G. Boberg, 1885. Umsett: Petur J. Sigvardsen
Intro: O, veldis Gud, eg undrandi má skoða alt ríkidømi, skart og skreyt um lond og stjørnufjøld á føgrum himnaboga, ja, alt, ið kom frá tíni skaparhond!
Tí berst mær lovsangur úr barmi út: O, veldis Gud! O, veldis Gud! Tí berst mær lovsangur úr barmi út: O, veldis Gud! O, veldis Gud!