1 minute read

Grót úr Tindhólmi skal samanberast við royndir frá Mars

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Níggju granskarar úr USA, Noregi, Danmark, Týsklandi og Føroyum hava í eina viku síðst í august savnað jarðfrøðiligar royndir og dátur í Tindhólmi og í Suðuroynni, sum skulu gera tað møguligt hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA at skilja jarðfrøðina á Mars betur.

Jarðfrøðiligar royndir úr Føroyum hava fyrr víst, at føroyska jarðfrøðin er sera lík jarðfrøðini á Mars. Eftir at rúmdarbilurin Perseverance er farin undir at taka borikjarnar á Mars, ber til at gera neyvari samanberingar og greiningar av ymiskum grótsløgum úr Føroyum og á Mars. AMASE verkætlanin, sum er heitið á kanningararbeiðinum í Føroyum,

– Vit vóna, at royndirnar, sum vit hava tikið nú, og tær greiningar, ið fara at verða gjørdar, fara at gera tað møguligt at skilja fleiri frábrigdi og smálutir í jarðfrøðini á Mars, sum í síðsta enda fara at geva okkum virðismikla vitan um vatn og lív á gongustjørnuni, sigur Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum er í partur av Mars 2020 vísindatoyminum hjá NASA.

Granskararnir gjørdu kanningar í fýra dagar í Tindhólmi og tríggjar dagar í Suðuroynni. Við í arbeiðinum vóru eisini fjallaklintrarar og tyrluflogskiparar.

Les meira á s. 12

This article is from: