7 minute read

Vitan um sjósirm gevur betri veðurforsagnir

Sjósirm hevur stóran týdning fyri veðurlagið, men enn vita vit alt ov lítið um bløðrurnar úr sjónum, ið eru spírar til skýggj í luftini. Bert fáir granskarar í heiminum granska hesa tilgongdina, sum hevur stóra ávirkan á, hvussu veðurlagið verður. Ein teirra er Sigurd Christiansen, sum er adjunktur á Fróðskaparsetrinum

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Tað byrjaði sum ein áhugi fyri spreingingum og er fyribils endað sum ein brennandi hugur at gera royndir við millum annað at bresta luftbløðrur.

Sigurd Christiansen fór eftir lokið miðnám undir eina leiðsluútbúgving í danska herinum. Har gjørdist hann partur av verkfrøðinga­regimentinum og lærdi mangt og hvat um spreingievnir og kemisk kríggj.

– Hetta við at spreingja ymiskt í luftina helt eg vera øðiliga stuttligt. Tað førdi til, at eg fór at lesa evnafrøði á Keypmannahavnar Universiteti, sigur hann.

Tá hann var liðugur við útbúgvingina sum evnafrøðingur, var hann so heppin at fáa eitt ph.d. starv á Århus Universiteti, sum snúði seg um sjósirm.

– Tað var akkurát nakað fyri meg. Fyri føroyingar er sjósirm ein partur av gerandisdegnum. Vit hava so nógv brim, sum brýtur alla staðni, so vindeygu verða full av sjóroki og mugu spulast í heilum, sigur hann.

UTTAN BITLAR EINGI SKÝGGJ

Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta, og luft verður blandað í sjógvin. Tað skapar luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Bitlar mugu vera í lofthavinum fyri at fáa skýggj, tí væta í luftini má finna eina yvirflatu at leggja seg á, so hon verður til dropar.

– Samspælið millum luftbitlar og skýggj er størsta óvissan í veðurlagsforsagnum, bæði stuttíðar forsagnum og forsagnum longri fram í tíðina.

– Tað er viðurkent, at sjósirm er millum størstu natúrligu keldurnar til luftbitlar í atmosferuni. Men hóast stóra týdningin fyri veðurlagið manglar ein grundleggjandi fatan av, hvussu sjósirm verður til, og av teimum eginleikum, sum hava týdning í sambandi við skýgerð, sigur Sigurd Christiansen.

Hann hevur nú í nøkur ár gjørt sítt til, at vit fáa eina gjøllari fatan av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvussu tað kann virka sum spíri fyri gerð av skýggjum. Úrslitini av granskingini hjá honum eru við til at geva okkum størri vitan um veðurlagið.

– Tað eru bert umleið 50 granskarar í øllum heiminum, ið kanna hesi viðurskifti. Vit eru ikki komin serliga langt við at greina samspælið millum sjósirm og skýgerð. Tað er so nógv, ið vit mugu hava greiði á, millum annað hvørji sløg av bitlum eru í luftini, sigur Sigurd Christiansen.

Tað er tó eingin ivi um, at skýggj hava stóran týdning fyri veðurlagið. Ljós skýggj endurspegla strálingina frá sólini aftur út í rúmdina. Jú fleiri hvít skýggj, jú kaldari verður tað á jørðini.

– Luftbitlar eru spírar til skýgerð, men allir bitlar eru ikki eins góðir. Sjósirm er sera gott til at gera dropar, ti tað inniheldur salt, ið sýgur nógva vætu til sín. Bitlar frá til dømis oljubrenning eru hinvegin ikki so vatnsúgvandi.

– Tað er serliga hendan vatnsúgvandi eginleikan hjá sjósirmi, ið eg havi brúkt fleiri ár til at greina. Eg havi roynt at lýst, hvørjar eginleikar sjósirm hevur í luftini, hvussu tað sýgur vætu til sín, hvussu tað verður til dropar, og hvussu tað kann frysta skýggj.

– Flestu skýggj eru fryst ella eitt bland av ísi og dropum, og meginparturin av avfallinum, sum kemur niður til okkum, byrjar sum ísur og bráðnar so á veg niður, greiðir Sigurd Christiansen frá.

Tað hevur stóran týdning at vita, hvat er í luftini, fyri at kunna gera neyvar veðurforsagnir.

– Í sjónum er ikki bert salt, men eisini ein rúgva av lívrunnum tilfari, bakterium og øðrum, sum kann ávirka sjósirmið, so tað ikki sýgur vætu til sín eins væl. Bakteriur og algur kunnu ávirka evnini hjá bitlunum til at spíra ískrystallir, og er nógv til av tílíkum tilfari, kunnu skýggini frysta nógv skjótari. Tað ger ein øðiliga stóran mun, tá tú skalt síggja, um tað til dømis fer at kava ella regna, sigur hann.

VEÐURLAGIÐ UM 30 ÁR

Størri vitan um sjósirm og luftbitlar fer eisini at gera tað møguligt at siga meira neyvt, hvussu veðurlagið verður um nógv ár.

– Tað, sum vit serliga vilja hava, er betri veðurlagsforsagnir, sum kunnu siga okkum, hvussu veðrið verður um 30, 40 ella 50 ár.

– Tann parturin, eg havi arbeitt við, er ein lítil partur av veðurlagsskipanini. Men tað er júst hesin parturin um bitlar, ið vit vita minst um. Vit hava eina hóming av, hvussu samspælið millum luftbitlar og skýggj er, men tað er sera trupult at máta, hvussu nógv er av ymiskum sløgum av bitlum í luftini. Tað kunnu vera allir møguligir bitlar, frá sjósirmi til bitlar frá brenning og dust frá Sahara.

Við veðurlagsmodellum ber til at rokna út, hvussu veðurlagið verður um nógv ár, við at meta um nøgdirnar av ymiskum luftbitlum.

– Vit kunnu rokna ymiskar framtíðarmyndir út. Um vit vænta, at tað verður meira ídnaðarligt virksemi, so verður meira til av einum ávísum slagi av bitlum. Og verða fleiri og ógvisligari ódnir, so verður nøgdin av sjósirmi hægri. Vit kunnu eisini rokna út, hvørja ávirkan tað fær á veðurlagið, um vit minka útlátið av veðurlagsgassi, sigur Sigurd Christiansen.

Vitan um luftbitlar kann eisini brúkast til at broyta veðrið, í øllum føri í nakrar dagar. Tað gjørdu kinesarar, tá OL var í Beijing í 2008. Bitlar gera skýggj, men stórar nøgdir av bitlum kunnu eisini fáa skýggini til at hvørva. Í Beijing fingu tey øll skýggj burtur við at spræna eina rúgvu av bitlum upp í luftina, og so var sól og summar í tvær vikur, meðan OL var.

– Tað ber til at forða fyri, at tað fer at regna, við at spræna stórar nøgdir av bitlum upp í luftina, so vætan verður býtt á so nógvar bitlar, at teir verða evarska smáir og ikki kunnu síggjast við berum eygum, sigur Sigurd Christiansen.

Hóast tað ber til at ávirka veðrið við at spræna bitlar upp í luftina, væntar hann tó ikki, at tað fer at kunna loysa trupulleikarnar, ið standast av mannaskaptum veðurlagsbroytingum.

– Vit vita, at bitlar frá sjósirmi í luftini eru við til at gera skýggj, sum køla jørðina. Nakrar umstríddar teoriir hava verið frammi um, at vit kunnu køla jørðina við at pumpa sjógv langt upp í luftina. Men har skal ein øðilig orka til, so tað verður í øllum føri ein ógvuliga dýr loysn, heldur Sigurd Christiansen.

HAR HAV OG LUFT MØTAST

Sigurd Christiansen flutti til Føroya fyri tveimum árum síðani og starvast nú sum adjunktur og granskari á Náttúrudeildini á Fróðskaparsetrinum. Hann er enn við í onkrum verkætlanum um luftbitlar á Århus Universiteti, men hevur ikki longur møguleika fyri at brúka ta sera framkomnu útgerðina, ið er í Danmark.

– Nú eg eri fluttur til Føroya, eri eg ikki partur av einum stórum fakligum umhvørvi, har øll arbeiddu við luftbitlum, og eg má finna mær aðrar granskingarleiðir. Eg kundi hugsað mær at havt eina lítla mátistøð, sum tey hava á Svalbard og í Norðurgrønlandi, har eg kann máta nøgdirnar av luftbitlum og gassum í Føroyum og binda tað saman við mátingum á sjónum, sum Havstovan ger.

– Men í Føroyum er eingin annar, sum fæst við tílíkar mátingar, og tað kann tí skjótt gerast øðiliga einsamalt. Ein annar møguleiki kann vera at gera evnafrøðiligar kanningar í samstarvi við lívfrøðingar fyri at máta dálking av millum annað oljuevnum í luft, kræklingi og tara, sigur hann.

Fleiri fyrimunir eru við at granska í Føroyum, hóast vísindaliga umhvørvið er munandi meira avmarkað enn í Danmark.

– Í Føroyum er skjótt at koma í samband við teir rættu persónarnar, og tað er ógvuliga stutt frá hugskoti til gerð. Og vit liggja sera væl fyri landafrøðiliga til at samantvinna hav­ og luftmátingar. Tað er júst har, ið havið og luftin møtast, at eg havi lagt mína gransking.

– Aðrir granskarar, ið kanna sjósirm á eystursíðuni av USA ella Írlandi, hava bert ein lítlan vinkul, sum teir kunnu kanna, tí luftin, ið kemur aftanífrá, er dálkað. Í Føroyum hava vit sjógv í 360 stigum rundan um okkum, sigur Sigurd Christiansen.

Sigurð Christiansen hevur í fleiri ár granskað samspælið millum sjósirm og skýgerð, ið hevur stóran týdning fyri veðurlagið.

This article is from: