
2 minute read
Hvussu kunnu vit brúka grundvatnið
Verkætlan
Óluva R. Ejdesgaard, jarðfrøðingur, leiðir verkætlanina um grundvatn
Vatn er ein av grundarsteinunum fyri lívi og er millum heimsins mest virðismiklu tilfeingi. Umframt at verða brúkt sum drekkivatn hevur vatn eisini sera stóran týdning í heimshøpi í vinnum sum eitt nú landbúnaði, umframt at vatn eisini kann brúkast sum orkukelda.
Grundvatn er ein av størstu spælarunum í fesktvatnsringrásini, men tað verður einans brúkt í sera avmarkaðari nøgd í Føroyum í dag.
Talið av jarðhitaboringum hevur verið vaksandi seinastu árini. Tað hevur givið meira vitan um grundvatnsgoymslur.
Óluva R.Eidesgaard fer nú saman við øðrum serfrøðingum á Jarðfeingi og Svenska Veður og Vatnfrøðistovninum undir eina verkætlan, ið skal geva eina betri heildarmynd av grundvatninum í Føroyum. Endamálið er at kanna, hvussu møguleikarnar at gagnnýta grundvatnið kunnu mennast, og hvussu tað kann brúkast á besta og burðardyggasta hátt.
Ætlanin er eisini at byggja ein alment atkomuligan online platform, ið skal liggja til grund fyri framtíðar kanningum, bæði tá tað kemur til at tryggja reint drekkivatn til borgarar og vinnu alt árið, men eisini tá tað kemur til at troyta teir orkumøguleikar, sum í dag enn eru óbrúktir.
Úrslitini frá kanningunum kunnu gerast grundarlag fyri eini meira burðardyggari nýtslu av vatni. Harumframt kunnu tey vera við til at tryggja atkomu til reint vatn eisini um summarið, tá tað við hvørt er ov lítið til av vatni. Harafturat kunnu úrslitini vera við til at økja um nýtsluna av burðardyggari orku í Føroyum.
Óluva R. Eidesgaard hevur fingið 735.000 kr. í stuðli til verkætlanina frá Granskingarráðnum. Verkætlanin er staðsett á Jarðfeingi.