
5 minute read
Norrøna er størsta granskingrskip í Norðurhøvum
Norrøna hevur í 17 ár støðugt mátað streym, hita og saltinnihald í Norðuratlantshavi. Mátingarnar vísa, at Golfstreymurin ikki er viknaður, men havið er vorðið heitari, ogtað kann sum frálíður eisini fara at ávirka tann týdningarmikla havstreymin, ið ger tað liviligt á okkara leiðum.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Ikki øll ferðafólk geva sær far um skíggjan, men tey, ið steðga á, kunnu fáa eina rúgvu av áhugaverdari kunning um tað, ið rørir seg í havinum undir skipinum.
Norrøna er ikki bert einasta ferðamannaskip, ið siglir á rutuni millum Ísland, Føroyar og Danmark. Hon er eisini størsta granskingarskip í norðurhøvum, og mátingar av streymi, salti og hita í sjónum, ið verða skrásettar umborð, eru við til at geva granskarum virðismikla vitan um havið á okkara leiðum.
TANN TÝDNINGARMIKLI HAVSTREYMURIN
Søgan um Norrønu sum granskingarskip byrjar í 2006, tá tveir amerikanskir havgranskarar, Thomas Rossby og Charlie Flagg, settu seg í samband við Smyril Line. Teir bóðu um loyvi at seta eitt tól upp á Norrønu at máta havstreym.
Jógvan í Dávastovu, sum tá var Maritime Director á Smyril Line, ivaðist onga løtu í, at tað skuldu teir báðir sleppa.
– Tað var leyst og liðugt beinanvegin. Vit sóu týdningin av at fara undir at gera slíkar mátingar, tí longu tá var nógv frammi um, at Jørðin fór at gerast heitari, og at Golfstreymurin møguliga fór at vikna, sigur hann.
Golfstreymurin, ið fer frá Norðuramerika um Atlantshav fram við Føroyum, hevur sera stóran týdning fyri veðurlagið í Norður og Miðevropa. Tað er honum fyri at takka, at tað er lutfalsliga heitt í Norðurevropa, og at hitin í havinum kring Ísland, Føroyar og Noreg er støðugur.
Fleiri granskarar hava borið ótta fyri, at Golfstreymurin kann fara at vikna. Hendir tað, verður nógv kaldari á okkara leiðum, og tað fær sera álvarsligar avleiðingar fyri liviumstøðurnar í Føroyum.
Norrøna siglir á júst tí leiðini, har best ber til at máta broytingar í havstreymunum.
– Vit høvdu jú eitt ótrúliga gott amboð til at gera slíkar mátingar, og vit vistu, hvussu týdningarmikið hetta var, so tað var ongantíð nakar ivi um, at hetta vildu vit fegin vera við til, sigur Jógvan í Dávastovu.
BLØÐRUR Í SJÓNUM
Granskararnir fingu loyvi at seta upp eitt sonevnt ADCP mátitól undir botnin á Norrønu. ADCP stendur fyri Acoustic Doppler Current Profiler og mátar havstreymin við ljóðbylgjum.
ADCP tólið varð sett upp undir botnin á skipinum, meðan tað var í dokk. Í fyrstani vóru trupulleikar við at fáa nóg neyvar mátingar, tí luftbløðrur órógvaðu signalini, tá alda var í sjónum. Tólið varð flutt fleiri ferðir, og at enda fekst tað at rigga væl. Tað tók sína tíð, tí tólið kundi bert flytast, tá skipið var í dokk tvær ferðir í eitt fimm ára skeið.
ADCP tólið á Norrønu mátar streymin niðri á 800 metra dýpi. Endamálið við ADCP mátingunum er at kanna, hvussu nógvur kaldur sjógvur floymir í Atlantshavið úr Polarhøvum, og hvussu nógvur heitur sjógvur floymir norður í Polarhøv. Hitin og saltinnihaldið í sjónum verða eisini mátað.
Granskingararbeiðið hevur á ongan hátt órógvað virksemið umborð á Norrønu. Bert hendinga ferð hevur onkur av manningini skulu tendrað okkurt aftur, sum er sligið frá.
ENN ER STREYMURIN STØÐUGUR
Mátingarnar umborð á Norrønu av havstreyminum hava víst, at Golfstreymurin er støðugur og enntá hevur hug at styrkna eitt sindur.
Jógvan í Dávastovu hevur fylgt neyvt við mátingunum frá ADCP tólinum.
– Granskararnir hava sent okkum dátur frá mátingunum, og tað hevur verið ótrúliga spennandi at fylgt við í. Eg var eitt sindur bangin fyri, at mátingarnar fóru at vísa, at Golfstreymurin var viknaður, men tíbetur er tað ikki hent enn, sigur hann.
Men hóast eingi tekin enn eru um, at Golfstreymurin viknar, er eingin trygd fyri, at tað ikki fer at henda. Sjógvurin er vorðin heitari, og tá heitari sjógvur streymar inn í Polarøkið, so tiðnar ísurin í Grønlandi. Tað ger, at sjógvurin verður feskari, og kann sum frálíður fara at mótarbeiða Golfstreyminum, so hann viknar ella broytir kós. Og hendir tað, kann tað ganga skjótt.
– Byrjar tað fyrst at loypa, so gongur skjótt. Og so verður kanska ikki liviligt í Føroyum, sigur Jógvan í Dávastovu.
Hann undrast yvir, at fólk ikki taka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í størri álvara.
– Tað, sum hendir nú, er, at náttúran er í fríum falli. Men vit taka bara alt sum givið og halda fram at liva, sum einki er hent, meðan CO2 útlátið bara veksur, sigur hann.

Norskir granskarar taka yvir
Thomas Rossby og Charlie Flagg, ið tóku stig til granskingararbeiðið umborð á Norrønu, hava nú latið arbeiðið víðari til Henrik Søiland, granskara á norska Havforskningsinstituttet, sum eisini fíggjar virksemið nú.
Steðgur var í mátingunum, meðan korona herjaði. Ætlanin var at skifta ADCP tólið út í 2020, men tað varð ov ongum orsakað av farsóttini. Í januar í ár eydnaðist at fáa ein nýtt ADCPtól sett upp, meðan Norrøna var í dokk í Odense. Í februar var Henrik Søiland í Føroyum og fekk GPS kumpassið umborð at rigga aftur. Síðani hava mátingarnar verið tiknar upp aftur.
– Tíverri hava vit ongar mátingar frá tíðini undir koronafarsóttini, men nú riggar alt aftur. Vit kunnu framvegis staðfesta, at ongar broytingar hava verið í Golfstreyminum, sigur Henrik Søiland.