Leygardagin 3. mai
10.00 - 17.00 Klædnaumbýtingardagur á Býarbókasavninum
Hevur tú klæðir, sum tú ikki brúkar longur?
So kanst tú koma á Býarbókasavnið og leggja tey til onnur at taka sær. Samstundis kanst tú ogna tær okkurt plagg - ókeypis - sum onnur hava latið til klædnaumbýtingardagin.
Klæðini liggja frammi á veghæddini allan dagin.
11.00 Setanin av Umhvørvisvikuni
Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd
Tórshavnar býráðs, setir umhvørvisvikuna á Vaglinum.
11.00
Plantið eitt træ
Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar á parkeringsøkinum við býráðssalin. Á bygd verður útlutan av plantupakkum og grønmetisspírum leygardagin 10. mai.
Havið posa við til planturnar.
11.00
Plantu- og matmarknaður
Plantu- og matmarknaður í Gongugøtuni í Havn við plantum, sum eru aldar í Føroyum og staðbundnum mati.
Plantualarar frá Gróðurstøðini og matframleiðarar úr øllum Føroyum luttaka, og møguleiki verður at keypa leskiligar hágóðskuvørur beinleiðis frá veitaranum.
11.00 - 14.00 Súkkluverkstaður á Vaglinum
Fólk frá Súkkluverkstaðnum hjá Gunnari vera á Vaglinum
og hjálpa tær við at fáa súkkluna til reiðar til summarið.
Verkstaðið er ókeypis, men rindast má fyri møguligt tilfar.
15.00 - 17.00 Gongutúrur í Velbastað við ferðaleiðara úr Gongufelagnum
Ein lættur túrur fyri alla familjuna við ferðaleiðara úr Gongufelagnum.
Vit ganga til Steinin á fjalli og hoyra søgnina um steinin.
Um viðrar, ganga vit eisini Niðaná. Túrurin tekur á leið 1,5 tíma.
Bussleið nr. 7 koyrir úr Steinatúni klokkan 14.54.
Til ber at koyra við bussi heim afturviðmerk tað, tá tú meldar teg til.
Túrurin er ókeypis.
Tilmelding: visitorshavn.fo
Sunnudagin 4. mai
10.00 - 13.00 Gongutúrur suður í Dalar í Nólsoy
Ein lættur túrur suður í Dalar í Nólsoy fyri alla familjuna við staðkendum ferðaleiðara. Túrurin byrjar kl. 10.00 og tekur á leið 1,5 – 2 tímar. Drekkamunnur verða at fáa aftaná túrin.
Ternan siglur av Bursatanga kl. 9.30 og úr Nólsoy kl. 13.35
Túrurin er ókeypis.
GG. Kostnaðurin fyri ferjuna er ikki íroknaður.
Tilmelding: visittorshavn.fo
12.00 - 17.00 Familjudagur í Norðurlandahúsinum
Umhvørvisvikan og Norðurlandahúsið bjóða familjum til ein spennandi dag við alskyns virksemi fyri børn og vaksin.
Á skránni verða spíriverkstovur til børn, fyrilestrar fyri vaksin, rundvísing í nýggjum vakstrartunli, sum eisini er opin at vitja, barnabio, bøtiverkstova, plantuveiðuferð og ymiskt annað ítriv, sum familjur kunnu gera saman.
Tiltøkini eru ókeypis. Opið er frá kl. 12 til 17
13.00 og 15.00 Spíriverkstovur fyri børn, 7-11 ár. Bert fyri børn
Tilmelding á nlh.fo
13.00 og 15.00 Frásøgn og rundsýning í vakstrarstunlinum
Hoyr um spennandi vakstrartunlaverkætlanina uttanfyri Norðurlandahúsið, sum kann gerast slóðbrótandi innan plantugróður í Føroyum.
14.00 - 16.00 Sashiko-brodering - ein verkstova við Erlu Matras Jensen Bøt og betra klæðir við prýðiligari japanskari brodering.
Tilmelding á nlh.fo
16.00 Grønmeti til føroyskar garðar – fyrilestur við Siggu Rasmussen og Karinu Toftegaard Tær fara at koma við góðum ráðum og tosa út frá bókini “Plantur til matna”, sum Sigga Rasmussen hevur skrivað. Teldutøka bókin fæst ókeypis á heimasíðuni hjá Nám.
15.00 - 17.00 Súkklurundferð í Havn
El-súkklurundferð kring Havnina við ferðaleiðara frá Rent-a-bike. Vit vitja søguligar og mentanarligar perlur og vøkur náttúrustøð í Tórshavn.
Túrurin byrjar uttanfyri Rent-a-bike á Sverrisgøtu 2 og varar umleið tveir tímar samanlagt. Tú fært útflýggjað el-súkklu og hjálm.
Túrurin er ókeypis og aldursmarkið er 15 ár.
Tilmelding: visittorshavn.fo
Mánadagin 5. mai
8.30 og 10.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri
1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo.
9.00 og 11.00 Vitjan á Kommunalu brennistøðini
Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á dagbjort@torshavn.fo ella á tlf. 280906.
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum - vinn eina súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.
Tiltakið er ókeypis.
17.00 - 21.00 Seyma berinet úr endurnýtslutilfari
í NýNý
Lær at seyma berinet úr endurnýtslutilfari í seymiverk stovuni NýNý hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20. Verkstovan er ókeypis, og aldursmarkið er 16 ár.
Tilmelding: visittorshavn.fo
Týsdagin 6. mai
8.30 og 10.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo.
9.00 og 11.00 Vitjan á Kommunalu brennistøðini
Tiltakið er fyri 5. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á dagbjort@torshavn.fo ella á tlf. 280906.
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum - vinn eina
súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum.
Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.
Tiltakið er ókeypis.
17.00 - 19.00 NýNý - seymiverkstova úr endurnýtslutilfari
Kom og seyma tær eitt plagg úr endurnýtslutilfari í NýNý seymiverkstovuni hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20.
Upplatingin er treytað av at tilmeldingar eru.
Melda til í seinasta lagi tveir tímar áðrenn upplating við at senda eini boð á Facebook ella Instagram vangan hjá NýNý og boða frá, nær tú ætlar tær at vera har.
Tiltakið er ókeypis.
19.00 Burðardygd í verki – veruligar avbjóðingar og loysnir
– fyrilestur í Perluni við Gittemarie Johansen
Áhugaverdur og kveikjandi fyrilestur í Perluni við rithøvundanum og umhvørvismiðlaranum, Gittemarie Johansen, eisini kend á Instagram við brúkaranum @gittemary.
Fyrilesturin snýr seg um, hvussu vit í eini tíð við veðurlagskreppu, avmarkaðum tilfeingi og óteljandi ósamsvarandi boðum finna skil í øllum hesum.
Hvussu kunnu vit brúka okkara tíð og orku til veruliga broyting uttan at drukna í maktarloysi? Gittemarie skilir ímillum greenwashing og veruligar loysnir. Hon gevur eitt hvast, men veruleikakent innlit í, hvussu bæði borgarar og fyritøkur kunnu gera mun.
Fyrilesturin er ókeypis og drekkamunnur verður at fáa.
8.30 og 10.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo.
9.00 - 11.00 Hvussu gera vit mun? – Burðardygd uttan bullshit
Tiltak fyri miðnáms- og hádeildsnæmingar í Tórshavnar kommunu í Norðurlandahúsinum. Undirvísarar melda flokkar til á torsinfo@torshavn.fo.
Tiltakið er ókeypis.
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum
- vinn eina súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.
Tiltakið er ókeypis
10.00 Ruddingardagur fyri skúlar, stovnar og virkir
Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. við at senda inn mynd frá ruddingardegnum.
Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.
Melda til í seinasta lagi 6. mai og send mynd til kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu á Ruddingardagar 2025: torshavn.fo/temu/umhvoervi/ruddingardagar-2025
17.00 Nýtt Ting- og leikasavn letur upp á Býarbókasavninum
Kristianna W. Poulsen, forkvinna á náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs bjóðar vælkomin.
Vónbjørt Vang býarbókavørður og leiðari á Býarbókasavninum greiðir frá um nýggja Ting- og leikasavnið.
Góður drekkamunnur verður at fáa.
20.00 Filmsýning í Havnar Bio: The End
Í samstarvi við Filmsfelagið sýna vit nýggja filmin hjá Oscartilnevnda leikstjóranum, Joshua Oppenheimer: Fimmogtjúgu ár eru liðin síðan ein stór umhvørvisvanlukka elvdi til, at ikki ber til at búgva á Jørðini. Húskið, sum filmurin lýsir, er byrgt inni í einum undirjørðiskum bunkara. Her royna foreldrini og sonurin at halda fast í vónini, og koma gjøgnum dagin við gerandisligum ritualum og virksemi. Men so kemur ein genta og vendur øllum á høvdið. Filmurin er ein nemandi og djúpt menniskjansligur sangleikur í eini dystopiskari framtíð, sum lýsir nøkur av seinastu fólkunum, ið til eru.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini fer at innleiða sýningina í Havnar Bio.
Les meira um filmin, og ogna tær ókeypis atgongumerki
á heimasíðuni hjá Havnar Bio: bio.fo/filmsfelagið
Hósdagin 8. mai
8.30 og 10.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu. Lærarar melda flokkarnar til á: fabrikkin@torshavn.fo.
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum - vinn eina súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum.
Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.
Tiltakið er ókeypis.
13.30 - 16.30 Lætta um burðardyggu mannagongdirnar – The Sustainable Seminar í Norðurlandahúsinum
The Sustainable Seminar er eitt seminar um burðardygd, har umboð fyri Green Producers Club (GPC) fara at greiða frá teirra arbeiði við burðardygd í skapandi vinnunum. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við Norðurlandahúsið og gevur týdningarmikið innlit í burðardyggar mannagongdir.
Á skránni er framløga um Green Producers Club, gjøgnumgongd av einstøkum dømum og framløgur um átøk innan fyri kreativa geiran.
Eisini verða verkstovur, har tú kanst royna amboðskassan hjá GPC og læra, hvussu tit kunnu brúka amboðini í tykkara egnu fyritøku ella felagsskapi.
Tiltakið er viðkomandi fyri tey, ið arbeiða við ítrótti, framførslum, filmi og sjónvarpi, við bæði størri og smærri tiltøkum, og fyri øll áhugað.
Tiltakið er alment og ókeypis.
17.00 - 19.00 NýNý - seymiverkstova úr endurnýtslutilfari
Kom og seyma tær eitt plagg úr endurnýtslutilfari í NýNý seymiverkstovuni hjá Bláa Krossi í Niels Finsens gøtu 20.
Upplatingin er treytað av at tilmeldingar eru.
Melda til í seinasta lagi tveir tímar áðrenn upplating við at senda eini boð á Facebook ella Instagram vangan hjá NýNý og boða frá, nær tú ætlar tær at vera har.
Tiltakið er ókeypis.
18.00 - 19.45 Grøna kvøldið í Kaldbakshøllini
Kom til eitt áhugavert og læruríkt kvøld í Kaldbakshøllini í Kaldbak, har umhvørvið er á breddanum við spennandi fyrilestrum, virðislønahandanum og livandi tónleiki við Guðrið Hansdóttir og Heiðriki á Heygum. Eisini verður umhvørvisstuðulin latin.
Kristianna W. Poulsen fer at greiða frá um umhvørvispolitikkin í Tórshavnar kommunu, hvør støðan er, og hvørja leið ...
kommunan velur at fara.
Gittemarie Johansen, rithøvundur og umhvørvismiðlari, fer at hava eina hvassa og kveikjandi framløgu um Greenwashing. Um tær snildir, sum fyritøkur nýta fyri at fáa okkum at halda, at tær eru meira burðardyggar, enn tær í veruleikanum eru. Hon avdúkar, hvussu brúkarar verða villleiddir – og tað týdningarmesta: hvussu tú kanst læra at gjøgnumskoða hetta!
Brellbitar verða at fáa, áðrenn vit byrja og góðbitar og kaffi í steðginum
Býarbussurin, leið 5, koyrir av Hálsi í Havn kl. 17.18 og úr Kaldbak kl. 19.55.
Tiltakið er ókeypis.
Fríggjadagin 9. Mai.
8.30 og 10.00 Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini
Umhvørvisveiða á Margarinfabrikkini fyri 1.-4. flokkar í Tórshavnar kommunu.
Lærarar melda flokkarnar til á fabrikkin@torshavn.fo
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum - vinn eina súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum. Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu.
Tiltakið er ókeypis.
17.00 - 19.00 Súkklurundferð í Havn
El-súkklurundferð kring Havnina við ferðaleiðara frá Rent-a-bike. Vit vitja søguligar og mentanarligar perlur og vøkur náttúrustøð í Tórshavn.
Túrurin byrjar uttanfyri Rent-a-bike á Sverrisgøtu 2 og varar á leið tveir tímar samanlagt. Tú fært útflýggjað el-súkklu og hjálm.
Túrurin er ókeypis og aldursmarkið er 15 ár.
Tilmelding: visittorshavn.fo
Leygardagin 10. mai
9.00
Almenni ruddingardagurin
- fyri allar borgarar, eigara-, ítrótta- og áhugafeløg
Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. við at senda inn mynd frá ruddingardegnum.
Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.
Melda til og send mynd á heimasíðuni hjá
Tórshavnar kommunu: torshavn.fo/temu/umhvoervi/ruddingardagar-2025
Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagin er týsdagin 6. mai 2025.
9.00
Ruddingardagur úti á bygd
Staðbundnu nevndirnar skipa fyri ruddingardegi. Bingjur og posar verða koyrd út til bygdirnar.
Ver við í lutakastinum um tvey gávukort upp á 6.000 kr. við at senda inn mynd frá ruddingardegnum.
Freistin at lata myndir inn og vera við í lutakastinum er 14. mai.
Melda til og send mynd á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu; torshavn.fo/temu/umhvoervi/ruddingardagar-2025
Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagin er týsdagin 6. mai 2025.
9.00
Plantið eitt træ úti á bygd
Tórshavnar kommuna letur borgarum ókeypis plantupakkar og grønmetisspírar. Hendan dagin verður latið til borgarar í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Kirkjubø, Hesti, á Hvítanesi og Velbastað.
Havið posa við til planturnar.
10.00 - 20.00 Veiðuferð á Býarbókasavninum - vinn eina súkklu
Býarbókasavnið bjóðar øllum børnum á veiðuferð eftir súkklulutum á barnabókasavninum.
Øll, sum luttaka, eru við í lutakasti um eina súkklu. Tiltakið er ókeypis.