Mentanarnáttin 2016

Page 2

08.00-23.00 Mariu kirkjan Varðagøta Mariu kirkjan er opin. Býarbókasavnið N. Finsensgøta 09.00-21.00 Framsýning í sambandi við at Tórshavnar kommuna fyllur 150 ár. Framsýningin ber heiti ”Tórshavn frá 1000 til 1909” við myndum, kortum og ­tekningum. Framsýning við barnatekningum, ið komu inn til teknikappingina í Umhvørvisvikuni.

Tjóðsavn Brekkutún 10.00-20.00 Umframt føstu framsýningini Tjóðsavn - mentan og náttúra er eisini serframsýningin Koltur fyrr, nú og framyvir. Ókeypis atgongd. Gróðurstøðin í Hoydølum Hvítanesvegur 10.00-20.00 Plantusølan er opin allan dagin. 12.00-19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri. Eisini verður hugni við báli og sneisabreyði. 15.00 og 17.00 Frágreiðing um framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini. 10.00-22.00

SMS á Trapputrøðni

14.00-00.00

Pannukøkubúðin Gongugøtan

10.00-18.00 Bragdið útflýggjar startnummur til Tórshavn Maraton. 15.00-17.30 Umboð frá Fólkaheilsuráðnum gera ymiskar heilsukanningar. 17.30-18.15 Kom við til Spæliland. Tónleikur og rørslufimleikur við klovninum Totti. 18.15 Burger King bjóðar ókeypis smakkiroyndir av Oreo Milkshake. 19.30-20.15 Bubu fortelur søgu og børnini fáa ókeypis frukt.

Pannukøkubúðin selur á gongugøtuni.

Galerie Focus Lambagerði 1 16.00-20.00 Framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy. Somuleiðis verður rundsýning í ­atelierinum hjá Amariel Norðoy. Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur 16.00-22.00 NÚ/NOW - Summarframsýningin 2016 letur upp, og setir tey ungu føroysku ­listafólkini, ið eru fødd aftaná 1980, í miðdepilin. Sýnd verða verk hjá 26 ungum, gávuríkum listafólkum, sum arbeiða á hvønn sín hátt við tí visuellu listini. Arktisk Kommando, Færøerne Tinghúsvegur 64 16.00-22.00 Opið hús. Møguleiki verður at vitja Arktisk Kommando Føroyar og MRCC. Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipunum Triton og Brimil, sum liggja við Eystaru bryggju.

Nærri kunning á Visittorshavn.fo og www.facebook.com/mentanarnattin


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.