Smiðjan í Lítluvík

Page 1

Smiðjan í Lítluvík


Smiðjan í Lítluvík

Smiðjan í Lítluvík, Smiðjan úti í Grind, var liðug at umvæla í 1977 og hevur síðan verið nýtt sum framsýningarhøli, gallarí. Tórshavnar kommuna eigur og rekur Smiðjuna. Húsið var upprunaliga ein smiðja, sum Restorffs Handil bygdi í 1870’árunum. Smiðurin var danin Niels Jensen, vanliga róptur Jensen Smiður. Smiðjan varð bygd vestanfyri býin, og Jensen Smiður duldi ikki fyri, at hann var vónbrotin av, at hon stóð so langt frá Havnini, ið tá ikki rakk longur enn niðan á Vaglið. Gríms Kambansgøta var tó gjørd hundrað ár frammanundan. Tað vóru menn frá Rybergs Handli (umleið

Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík


1765-1785), nógvir teirra úr Skotlandi, Onglandi og av Isle of Man, sum gjørdu steinsetta breyt úr Havn og út á Runding, har teir høvdu ríðibreyt. Smiðjan í Lítluvík varð tó ikki verandi einsamøll har úti. Omanfyri kom smiðjan hjá Sigmundi á Argjum, heimanfyri kom smiðjan hjá Askham, og heimanfyri hana kom smiðjan hjá Peturi Arge. Í umleið heila øld var eitt satt smiðjuumhvørvi her úti. Her kom eisini annað virksemi, eitt nú skómakari, bakari og karetmakari, umframt handlar. Her var eisini caféin Gamle Danmark, sum Maria Balslev lat byggja, eftir at hon var vorðin einkja í 1883. Smiðjan í Lítluvík er ætlað til myndlistaframsýningar, einstaklingaframsýningar ella smáar felagsframsýningar. Mentamáladeild býráðsins kann tó í serligum føri geva loyvi at brúka húsið til annað. Avtalur um framsýningar skulu gerast við Snarskivuna. Er áhugi fyri at leiga ber til at seta seg í samband við Snarskivuna á tel. 302010 og spyrja um tíðarskeið og treytir.


JANUAR 2016

Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · torshavn@torshavn.fo Mánadag-hósdag

kl. 9-16

Fríggjadag

kl. 9-15

www.torshavn.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.