Sloans Hús

Page 1

Sloans HĂşs


Sloans Hús Jógvan Simonsen í Hoyvík, kallaður Kaptain Simonsen, keypti grundøki við Tinghúsvegin í 1885. Hann doyði sama árið, men einkjan lat húsini byggja í 1885/86. Sama árið doyðu bæði hon og elsta barnið av tuberklum. Eftir at hjúnini vóru deyð arvaðu ómyndugu børnini Kaptain Simonsenshús. Sambært Færøernes Sorenskriveri yvirtekur William Sloan saman við øðrum húsini 22. juli 1891. Eigararnir lata húsini til „Det Religions Samfund Christne Brødre“, treytað av at húsini verða bústaður hjá tí ella teimum trúboðarum, sum prædika brøðranna vegna. Sloans Hús standa beint niðanfyri Heinesens Hús við Tinghúsvegin. Í Sloans Húsum er gongd, køkur, stór stova og lítil stova. Uppi á loftinum eru vesi/bað og tvey kømur. Húsini verða mest brúkt til fundarvirksemi og eru væl egnað til tað. Tórshavnar Kommuna eigur Sloans Hús og hevur latið tey til Samkomuna í Ebenezer at reka og ráða yvir. Vetrarmánaðirnar koma ymiskir bólkar regluliga saman í húsunum, kvinnur og menn, eldri sum yngri. Vinafelagið Føroyar – Ísrael hevur eisini virksemi har og hevur m.a. opið hús á ólavsøku. Vanliga hevur eisini Evangeliska Røddin sínar fundir í Sloans Húsum. Tá Sloanssalurin (grundin undir Havnar bio) varð bygdur í 1879, bleiv Sloan fastbúgvandi í Havn. Hann búði sam­an við familju síni á loftinum í hesum húsum til flutt varð inn í Kaptain Simonsenshús í 1891. Tá Sloanssalur varð ov trongur í 1905, varð Ebenezer bygt. William Gibson Sloan, trúboðari, sum kom til Føroya úr Skotlandi í 1865, búði í húsunum, sum eisini vórðu brúkt sum „forsamlinghus“ í. Hetta sama húsið brúkti Tórshavn­ar kommuna seinni sum bæði býráðssal og skrivstovu, eftir at Ebenezer var bygt. Býráðið helt til her fram til 1918, tá flutt varð oman í Arnes Minde í Bringsnagøtu.


Virksemi Sloans var grundarsteinurin undir stovnan av Brøðrasamkomunum í Føroyum. Víðari hepni hevði hann ikki við sínum arbeiði fyrrenn mong ár seinni, men tá hann doyði í 1914 vóru Brøðrasamkomurnar í stórum vøkstri. Í innganginum til bók sína „Men Gud gav vøkst“, skrivar Sigurd Berghamar soleiðis: „Hugsa tær, at tú ert staddur niðri við ósan, har sum Havnará rennur út í Eystaruvág. – Hetta er …. seinast í 1860-árunum. Tú hoyrir sang og fert eftir ljóðinum, aftur um húsini Undir Kjallara, har sum Sjóvinnubankin er nú, nú Trygd. Uppi á Doktaragrund stendur ein ókunnumaður og syng­ ur. Fólk, ið búgva har uttanum, hava gloppað vindeyguni, og nøkur, kanska mest børn, standa uttanum. Maðurin syngur „gudiligar“ sangir, og hann hevur óvanliga vakra rødd. Men hetta er nakað nýtt og líkist als ikki tí, tey eru von við. Hann heldur eina stutta talu á donskum máli, men tað hoyrist, at hann er ikki dani. Onkur veit at siga, at hetta er William Sloan. Hann er úr Skotlandi og hevur verið nakrar ferðir og ferðast í føroyskum bygdum og talað Guds orð. Tey vita at siga, at maðurin er sera vinaligur, og at børnini plaga at flokkast um hann, tá hann kemur.“ Í einum ummæli av Gamla Sloan tekur William Heinesen, rithøvundur og granni, soleiðis til: „Tað hendi av og á, tá ið vit spældu í havanum hjá Sloan, at hesin hvítskeggjuti og svartklæddi, altíð so stillfarandi og fryntligi bretski trúboðarin kom og legði hondina á høvur okkara og segði: „Tro på Jesus,“ og eg minnist, at hetta kendist sum ein signing. William Sloan var miðalmaður av vøkstri, klænligur, men heldur herðabreiður. Eg minnist ongantíð at hava sæð sálarreinari og eymari eygnabrá enn hansara. Tað er eyðsæð, at hesin maðurin út í odd og egg var ein góð og stór sál, ein boðberi av einum gleðiligum boðskapi, ein evangelistur í sannari merking. Sum hann stendur har í urtagarðinum millum leyv og blómur – so langt afturi í tíðini, og tó enn so merkiliga týðiligur og livandi fyri minnið – vil eg altíð í takksemi og ærufrykt minnast William Sloan.“ Sloan er grivin í gamla kirkjugarði við Dalavegin í Havn.


JANUAR 2016

Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · torshavn@torshavn.fo Mánadag-hósdag

kl. 9-16

Fríggjadag

kl. 9-15

www.torshavn.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.