Loysingarpolitikkur í 1940-árunum

Page 1

FYRSTI PARTUR

Jákup ThorsTeinsson LoysingarpoLiTikkur í 1940-árunum Við serLigum aTLiTi aT Virki erLends paTurssonar



FYRSTI KAPITTUL

TANN DANSKA LYGNIN – ÓLAVSØKURØÐA ERLENDS PATURSSONAR (Í Kommunuskúlagarðinum í Havn 1938)

POLITIKKUR – HUGSJÓNIR, VALD OG VERULIGAR BROYTINGAR Politikkur er lýstur á mangan hátt, og mong hava lýst politikk, sum hava fingist við og/ella havt áhuga fyri politiskum viðurskiftum. Flestu munnu vera samd um, at politikkur hevur við vald og ávirkan at gera, og at ein týðandi táttur í politikki er at skipa fyri, hvussu samfelagsligu virðini verða býtt millum fólk, áhugabólkar og stovnar í samfelagnum. At fara upp í politikk sum einstaklingur, og ikki miða eftir valdi og ávirkan, er høpisleyst. At seta á stovn politiskan flokk, sum ikki gong­ ur eftir valdinum, er skilaleyst. „Tað eru bara tvær meginreglur, sum stýra øllum politikki,“ skrivaði Lenin, „Onnur er at taka valdið við øllum miðlum. Og onnur er at halda fast um valdið við øllum miðlum“3. Tann, sum vil hava politiskt vald og ávirkan á samfelagsligu viðurskiftini, má gera sær ávís krøv greið: Tað er neyðugt at lýsa og skilja politisku mót­ støðufólk síni. Hetta fyri at vinna á teimum, ella fyri at samstarva við tey (if you can´t beat them, join them) – og samstundis fáa nakað burt­ ur úr sjálvur. Tað er eisini neyðugt at hava politiska stevnu og greiðan politiskan boðskap. Tað er neyðugt at hava viljan til vald, sum er at hava viljan til politikk. „Politikkur er at vilja,“ segði Palme.

Fíggindamyndir Eitt annað er týdningarmikið, stundum ógvuliga týdningarmikið: Tað er fíggindamyndin. Hon er eitt ótrúliga sterkt politiskt vápn. Kann pol­ itikari sannføra fólkið ella veljararnar um, at tey hava ein fígginda – sum stendur sum ein ítøkilig hóttan uttanífrá ella, uppaftur betri: sum hevur sníkt seg sum snultari inn í landið, og sum er ein lívshættislig LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR

37


fimta kolonna – so er nógv vunnið. Fíggindamyndin er nógv nýtt í millumtjóðapolitikki. Í føroyskum politikki er hon nærum reindyrkað, og hon hevur nógv andlit. Hon er veruliga fjølbroytt. Hon kann verða nýtt – og verður nýtt – og allir politiskir flokkar í samfelagnum nýta hana. Og føroyingar ræðast alt: illamann, dómadag, helviti, kommun­ istar, homosexualitet, danir … You name it ! Úr øllum hesum og í sam­ bandi við alt hetta, kunnu fíggindamyndir verða skaptar, og í Føroyum er mangt, sum kann grugga spektrið og káma tann kalda veruleikan – tann veruliga valdsbygnaðin, sum stýrir samfelagnum aftan fyri tann politiska sjónleikin, sum fer fram í løgtingi og í landsstýri. Tí politikar­ ar og embætismenn stýra ikki Føroyalandi eina. Tað er minni enn so. Hesi fólk eru dýrt og vællønt fasaduprýði. Teir, sum veruliga stýra land­ inum, eru teir, sum pengarnar eiga4. Í pengunum liggur ríkið, valdið og heiðurin. Tann, ið vil stýra landinum, má veruliga koma sær fram­ at, har pengarnir eru. Tað ræður um at hava tamarhald á kapitalinum. Hetta er lættari hugsað og sagt enn ítøkiliga gjørt. Men slíkt er neyð­ ugt hjá teimum, sum vilja hava politiskt vald og samfelagsliga ávirk­ an. Erlendur visti, hvussu tey, ið hava kapitalin í hondum, stýra einum samfelagi. Hetta kom fram í útgreiningum hansara, hvussu danskur kapitalur (bæði á privata og almenna økinum) og danskur politikkur virkaðu í Føroyum og stýrdu Føroyum. Hugsanir Erlends hesum við­ víkjandi verða viðgjørdar niðanfyri. Stílar politikari ella politiskur flokkur veruliga eftir høgum málum, slíkum málum, sum eru ætlað at broyta samfelagsskipan, kasta av sær politisk og lógarbundin høft – og at seta nýggjan politiskan veruleika í staðin, eftir slíkum málum, sum røkka út um vanliga fatan og hugsan hjá fólki í gerandislívi teirra, slíkum málum, sum tey flestu halda vera ógjørlig og órealistisk, so krevst, at politikkurin verður borin av fólki, sum megna at hugsa øðrvísi. Samstundis er neyðugt at sannføra fólkið í landinum um, at tann nýggi, øðrvísi, politikkurin hevur bæði hugflog og burðarmátt. At hesin politikkur veruliga letur seg fremja í verki. Eis­ ini hetta er lættari sagt enn gjørt. Í samrøðu við útvarpsmannin Jógvan Arge segði Morid Patursson um mann sín, at „Erlendur hugsaði annarleiðis um politikk enn onnur“5. Hetta váttaðu fleiri av vinmonnum Er­ lends (t.d. H.D. Joensen og Sigurð Joensen). Í hesum sambandi er neyðugt at gera sær greitt, at vilt tú hava pol­ itiskt vald á tann hátt, at tú hugsar øðrvísi enn onnur, at tú hevur aðra sannføring um, hvussu samfelagið skal vera, hvussu politikkurin skal verða rikin (til fyrimunar fyri ávísar samfelagsstættir, sum kanska nú 38

LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR


Erlendur í 1930-árunum. Við koyrikorti og læntum bili í Íslandi.

eru kúgaðar), at tú ætlar at nýta sannføring tína og hugsjónir tínar, taka valdið við tí í hyggju at broyta samfelagið og bygnað tess á avger­ andi hátt, so er neyðugt at lýsa fíggindan, tú strembar eftir at jarðleggja. Fíggindamyndin má verða gjørd greið, so fólkið, sum tú vendir tær til við politiska boðskapi tínum, skilir, hvat politiska endamál títt er. Er vilji at seta í verk øðrvísi politikk, at skapa nýggjan samfelagsbygnað, so má politikari/flokkur ikki geva eftir fyri politiskum sjónarmiðum, grundgevingum, próvførslu o.s.fr. hjá teimum, sum sita við politiska valdinum, og sum hava tað áhugamál at varðveita siðbundna skipan, tí hon vituligt er teimum sjálvum til fyrimunar. Ítøkiliga sagt: Vilt tú loysa frá Danmark, so ber ikki til at góðtaka sjónarmiðini hjá donskum myndugleikum og viðhaldsmanna teirra í Føroyum. Hesi sjónarmið skulu verða gjørd til einkis. Skal tann endaliga loysingin røkkast og verða sett í verk, so er neyð­ ugt at sannføra fólk/veljarar um, at tað veruliga ber til at seta á stovn føroyskt tjóðveldi, og at hetta veruliga – á einhvønn hátt – loysir seg hjá meginpartinum av tí fólki, sum í Føroyum býr. Tað er neyðugt at vísa á eina politiska leið, sum byggir á nýhugsan, nýggj sjónarmið, finnist at politisku skipanini, sum er, og sum greidliga førir fram til nýggjan samfelagsform, sum meginparturin av fólkinum tekur undir við. Fólk mega og skulu verða sannførd um, at tað nýggja veruliga er betri enn tað gamla. Annars ber ikki til at taka politiska valdið í landinum. Tað er neyðugt at hava greiða og miðvísa politiska stevnuskrá. LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR

39


HØVUÐSTÆTTIR Í LOYSINGARHUGSJÓNINI Greitt orðaða og prentaða politiska stevnuskrá hevði Erlendur Paturs­ son ikki, tá ið hann helt politisku ólavsøkurøðuna í 1938; men hann hevði politiskar loysingarhugsjónir. Í høvuðsheitum tær somu, sum fylgdu honum alt lívið. Tjóðveldisflokkur og floksskrá gjørdust veru­ leiki í 1948; men hugsjónirnar høvdu fingið ávíst skap, ið hvussu er 10 ár frammanundan. Um ólavsøkurøðu sína hevur Erlendur mong ár seinni sagt, at hetta var ein long politisk tala, sum hann hevði gloymt meginpartin av; men at Janus skald hevði yrkt um, at „ … brunnið tvøst tað var títt (Føroya) merki …, „ og Erlendur mintist, at hann byrjaði og endaði taluna við, at hesa brunnu tvøstlykkju skuldu føroyingar taka niður og draga teirra gamla frælsismerki tjaldursmerkið aftur á stong6. Tað áhugaverda við hesi ólavsøkurøðu Erlends er, at tann, ið nú lesur tekstin, verður varur við tað stóra innlit, sum hesin umleið 25 ára gamli maðurin hevði fingið sær í politisku og samfelagsligu viðurskifti Før­ oya, hvussu greitt hann bar fram atfinningar sínar, hvussu hann und­ir­ bygdi tær – og hvørjar nýggjar leiðir, hann megnaði at vísa landsmonn­ um sínum á. Erlendur setti sær fyri at kanna eftir, hvat satt var í orðum skaldsins, og – um tey vóru sonn – at finna atvoldirnar til, at Føroyar høvdu fingið hetta vanvirðiliga merkið (brunnið tvøst).

Fátækradømi og stættastríð Tíðliga í røðuni vísti Erlendur á tann vánaliga fíggjarliga standin í land­ inum – vánaligur eisini, tá ið borið varð saman við viðurskiftini í øðr­ um londum. Fíggjarkreppan kom til sjóndar í tómum og hálvtómum løgtings- og kommunukassum, men fram um alt kom kreppustandurin til sjóndar í teimum smáu inntøkunum, sum tann stóra fjøldin av før­ oyingum hevði til at uppihalda lívinum við. Grundað á kanningartøl hjá Andreasi Ziska7 keypmanni í Havn vísti Erlendur síðan á sosialan órætt og sosialar skeivleikar í samfelagnum. Av 10.000 skattaborgar­ um vunnu 9.000 bara um leið 560 kr. um árið (hetta er neyvan skeivt). Hesum skuldu teir og familjur teirra liva av. Hinir uml. 1000 skatta­ borgararnir høvdu harafturímóti nógv størri inntøku. Inntøkurnar til­ samans hjá hesum túsund monnum vóru líka stórar sum inntøkurn­ ar hjá hinum níggju túsund monnunum tilsamans. 1/10 av fólkinum hevði so statt líka so nógv í inntøku sum hinir 9/10. Ella: ein einstakur maður kundi vinna eins nógv og níggju aðrir (eisini hetta er trúligt). 40

LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR


Hetta vísti, hvussu fátæksligt lívið hjá teirri stóru fjøldini var. Arbeiðs­ maðurin, fiskimaðurin ella tann, sum fekst við at dyrka ein teig, visti av egnum royndum, hvussu lítið av peningi honum varð tillutað fyri strev sítt. Erlendur tók fram sum dømi fiskimannin, sum hevði slitið upp lív og heilsu undir Íslandi og Grønlandi, og sum valla átti pening til lík­ kistuna, tá ið hann var komin á gravarbakkan. „Við at spara tað, hann kann, við at keypa tann bíligasta mat, tað bíligasta tubbak og brennivín, hepnast honum so dánt at liva síni 60-70 ár.“ Hesa lýsing skilja tey fáu, sum enn minnast 30-árini. Erlendur nýtti hetta vandamál politiskt. Hann var sosialt tilvitandi atfinnari, sum visti, at hesi vánakor høvdu nógvar óhepnar avleiðingar við sær. Ein var, at ungdómurin, ein stórur partur, ið hvussu er, vildi sleppa burtur úr Føroyum. Útlitini hjá stórum parti av ungfólkinum, sum tá vaks upp í Føroy­ um, vóru alt annað enn bjørt. Tey sóu og skiltu, hvat úrslitið av stríði og strevi foreldranna var. Tey vildu ikki hava somu lagnu. Tey søktu hægri mið enn tey, sum undanfarna ættarliðið hevði rokkið. At slíta seg upp á skipsdekki ella á jarðarteigi bara fyri mat og innivist vildu tey ikki. So var at flýggja burtur í onnur lond, har kor og framtíðarútlit vóru betri. Meginparturin av teimum ungu flutti til Danmarkar. Fólkaflytingar líkar hesari vóru ikki ókent fyribrigdi. Her vísti Erlendur á flytingarnar, sum høvdu verið úr evropeiskum londum til USA. Men hóast alt var steðgur komin í hetta. Samfeløgini í Vesturevropa høvdu so við og við skilt, at fyrsta skylda teirra var at taka sær av medborgarunum. Her hevur Erlendur helst hugsað um sosialu ábøturnar, sum vórðu fram­ dar í Norðurlondum eins væl og í londunum í Mið- og Vesturevropa í 20. øld. Men í Føroyum var fólkastreymurin út av landinum støðugur og áhaldandi í 1930-árunum. Hetta var kanska besta dømi um, hvussu vánaligur standurin var. Henda frágreiðing Erlends kann so verða undirbygd við orðunum hjá føroyingi, sum var ungur sluppfiskari í 1930-árunum: „Vit høvdu fiskað væl tann dagin. Eg var deyðamóður; men eg fekk ikki sovið á frívaktini. Tað vóru lýsnar. Serliga kropslýsnar. Tær vóru óførar. Eg fór upp úr koyggjuni og aftur í saltlastina. Eg læt meg úr teirri føroysku undirtroyggjuni. Tjúkk tyssi av lúsaeggum hingu undir hondini. Eg pilkaði egg og livandi lýs úr undirtroyggjuni og av yvirkroppinum – koyrdi niður í saltið. Knappliga hugsaði eg við mær sjálvum: Er tað veruliga hetta, tú vilt hava burtur úr lívinum ? … Og so kontrabókin ! Tað var nærum ógjørligt at fáa reiðan pening í hondina … Seinni sigldi eg í mong ár úti í stóru verð … Leingi við DFDS … Við hvørt leingist eg sum ein hundur LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR

41


Erlendur legði dent á stættastríðið, fátækradømið og ómenniskjaligu viðurskiftini hjá teirri føroysku verkamanna- og fiskimannafjøld­ ini. M.a. vísti hann á, at ein tíggjundapartur av fólkinum vann eins nógv og allir hinir níggju tíggj­undapartarnir tilsamans. Her verður skaffað í lugarinum umborð á „Kongshavn“.

eftir Føroyum. Men har er einki at koma til nú … Konan liggur grivin á kirkjugarði í Keypmannahavn, og børn og abbabørn búgva her …“8. Erlendur var sjálvandi kunnugur við viðurskifti sum hesi, sum eru lýst í hesi lítlu myndini. Tað vóru øll í Føroyum tá á døgum. Erlendur var sosialistur. Langt vinstrumegin á politiska floksraðnum. Kor fiski­ manna og verkamanna lógu honum næst í huga. Hann gjørdi vart við, at kreppan nívdi mest á hesum stóru samfelagsbólkum; men tó kendu øll sviðan av henni, legði Erlendur harumframt dent á: eisini reiðarar, handilsmenn og bøndur vóru raktir av kreppuni. Vinnuvegirnir vóru grundarlag samfelagsins. Hetta grundarlag var í vanda. Samfelagið ók á knøunum, sum Erlendur tók til.

Politiska ófrælsisstøðan Hetta var so tann búskaparligi standurin og tær avleiðingar, sum stóðust av hesum. Men hvussu so við teimum politisku viðurskiftunum ? Neyvt samband er millum politikk og búskap. Erlendur hugsaði her saman í eind politikk og búskap og vísti samstundis á, at føroyingar ongantíð høvdu fingið politiskt frælsi. Tá ið einahandilin varð avtikin, fingu før­ oyingar búskaparligt frælsi – á pappírinum. Men meðan tjóðir í Evropa vunnu aftur politiska frælsi sítt í 19. øld (sbr. donsku grundlógina frá 5. juni 1849), varð krav føroyinga at fáa „fólkating“ háað við at geva teimum eitt danskt amtsráð (løgtingslógin 1852) og ein danskan amt­ 42

LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR


mann (1821)9. Hetta er beint á tann hátt, at føroyingar fingu minni, enn teir bóðu um í 1846. Danskir myndugleikar hildu ikki føroyingar vera búnar til at fáa somu sømdir sum íslendingar, sum fingu altingið aftur í 1843 (í høvuðsheitum sum danskt stættating). Alt hetta er ógvuliga fløkt søguligt mál. Tað er í hesum sambandi neyðugt at skera gjøgnum fløktu vandamálini (víst verður til notuna niðanfyri) og staðfesta, at føroyingar, sambært Erlendi – og tað er ikki heilt skeivt – vórðu hildnir niðri í ófrælsisstøðu. Tí, tá ið nýggja demokratiska skipanin fekk gildi í Danmark, fingu føroyingar lut í hesum sum danskur landslutur – ikki sum sjálvstøðugt fólk í egnum landi. Tað fingu íslendingar harafturímóti. Teir fóru úr donskum grundlógarøki. Hetta virdu danir. Føroyingar megnaðu ikki at fara undir slíkt tjóðskaparligt frælsisstríð sum íslendingar. Føroyska fólkastýrið fekk tí annað skap enn íslendska. Sum partur av danska ríkinum fingu føroyingar lut í danska fólkastýrinum við løgtinginum (danskt amtsráð) og umboðan í danska ríkisdegnum. Eingin sigur, at slík skipan ikki kann virka. Hon hevur veruliga virkað so ella so síðan 1849. Men úr tjóðskaparpolitiskum sjónarmiði kann hetta ikki verða góðtikið, tí hetta er tjóðskaparpolitisk ófrælsisstøða. Hetta var politiskt at gera føroyingar ómyndugar, og tað legði Erlendur stóran dent á í røðu síni. Og hetta, at føroyingar vóru so fast bundnir at størri landi og politisku og búskaparpolitisku áhugamálum tess, var ein forðan fyri frælsari samfelagsligari menning og framgongd í Føroyum. Føroyar skuldu ikki mennast sum danskur ríkislutur, men á egnum tjóðskaparpolitiskum, búskaparligum og hugsjónarligum støði. Hetta, at føroyingar vóru politiskt ómyndugir, at føroyingar ikki stýrdu sínum egna landi, hevði so aftur við sær, at danskir embætismenn vórðu settir til róðurs í Føroyum. Hetta helt Erlendur sjálvandi lítið um, og tað hevði hann góðar orsakir til. Eitt brot kann sýna hetta: „ … hevur landið verið vanstýrt og vanrøktað av útlendskum embætismonnum, sum hvørki høvdu vilja, eiheldur evni til at styðja Føroyar.“ Tað er ikki einki í hesum orðum Erlends. Sjálvandi kundu danskir embætismenn, sum sendir vórðu til Føroya, hava holla fyrisitingarliga útbúgving og hartil væl av starvsroyndum; men slíkt er ikki nóg mikið til at bera Føroyar fram. Danskur embætismaður í Føroyum er eitt fyrisitingarligt og politiskt tól hjá danska ríkinum, og tað eru ríkisins áhugamál, sum hesin embætismaðurin rekur. Hetta ger hann ella hon so væl, evnini røkka, og við serligum atliti at koma sær fram og vinna sær framtíðar starvsmøguleikar. LOYSINGARPOLITIKKUR Í 1940-ÁRUNUM • FYRSTI PARTUR

43


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.