LISTAMÁL

Page 1

KINNA POULSEN

KINNA POULSEN

LISTAMÁL

LISTAMÁL TEKSTIR ÚR TÍGGJUNUM UM LIST OG MENTAN

listamal_280x220_cover.indd 1-3

30/06/2017 11.14



KINNA POULSEN

LISTAMÁL TEKSTIR ÚR TÍGGJUNUM UM LIST OG MENTAN

listamal_220x280_content.indb 3

30/06/2017 11.10


Vit byggja Føroyar á aldum  12 Barbara endurvitjað  18 Sterkar og daprar hyasintir við fagurskrift  20 Sunnudagsland  22 Damlandi undir dreymsins bjørgum  24 Yrkingar sum salt  26 Komin er heystsins hin dapra tíð  28 Drotningin av svørtum – Barbara í Gongini  31 Patos – Um líðing í list 39 Ivin í skapanar­tilgongdini – Viðtal við Sunleif Rasmussen  46 Annika Hoydal – Endurljós á eit føroyskt tónaskald  52 Ein mannfólkapláta av bestu skuffu  58 Vónríkur søgutónleikur frá Teiti  60 Svallig sum eitt summarlot  62 Megin í røddini  64 Ein flóðalda a ljóði og ljósi  67 Modernað og framfýsin Operation Valentine  70 Stakkals menniskju  73 Tóm Rúm – eitt leiklistaligt bragd  77 Framúrskarandi og drúgv Havfrúgv  80 Beint nú! – Viðtal við Olaf Johannese  84 Stórfingin, skelkandi Skuld  91 Rópandi tómleiki  94 Okkum tørvar eina nýggja friðarrørslu  97 Drúgt drag  100 Sólarmyrking  102

listamal_220x280_content.indb 4

30/06/2017 11.10


Grækarismessurøða  105 Listarlig herbúgving – Ein hugleiðing um listina undir ABDH  108 TÓRSHAVN vár miðstøð og borg  117 Skulu kvinnur vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum?  118 Eitt stig víðari út í tað óítøkiliga – Viðtal við listakvinnuna Julie Sass  120 THE PEOPLE AND THE THING – Silja Strøm í Steinprenti  124 STEINPRENT har listin trívist  127 Evnið í litinum  132 Barokkmeistarin Velázquez  137 Móti ljósinum og ytstu mørkunum – Viðtal við Rannvá Kunoy  140 Góð og gomul Heystframsýning  148 Várframsýningin er frísklig, ruddilig og keðilig   151 Livandi tómleiki  154 Torbjørn Olsen – Ein feril av ævinleika  156 Still, pen og meinaleys Ólavsøkuframsýning  164 Ólavsøkuframsýningin 2016  167 Ian McKeever í Listasavninum   170 Eg føli meg heima her – Viðtal við Ian McKeever  174 Óttin og tær føstu skipanirnar  177 Biennalutankar  182 Anything is A Mirror  184 Føroyar og Konsept – Svend-Allan Sørensen  187 Ikki bara klikkaður – Viðtal við Dennis Agerblad  190 William Heinesen og myndlistin  194 Ein undangongumaður sýnir fram  202

listamal_220x280_content.indb 5

30/06/2017 11.10


30 30 –– 30 31

DROTNINGIN AV SVØRTUM Líðin eru góð tíggju ár, síðan Barbara í Gongini setti sína fyritøku á stovn í Keypmannahavn í 2006. Ein fyritøka, sum framleiðir klæðir, taskur og annað, sum føroyski sniðgevin skapar og finnur uppá, og sum eisini eitur eftir henni.

Á teirri árligu mótavikuni í Keypmannahavn, sum var fyri kortum, fekk hon heiðurin at prýða bæði forsíðu og baksíðu á The Daily, sum er blaðið hjá Copenhagen Fashion Week. Hetta er ein ítøkilig staðfesting av onkrum, sum fleiri kanska longu hava grunað; at tað gongur sera væl hjá Barbaru í Gongini og hennara fyritøku. – „Er det noget kinesisk?“ spyr ein kvinna vinkonuna, ið eins og hon sjálv er í bjartlittum violettum frítíðarklæðum við grønum fartstrípum á síðuni og kritahvítum løriftskóm við neonmynstri. Vinkonan sigur Gongini við áherðslu á stavilsið í miðjuni, gonGIni, so at tað ljóðar eitt sindur kinverskt. Munurin millum hesar báðar litríku, prátandi ferðakonurnar og tigandi, hátíðarligu, svørtu klæðini á stativinum tykist ovurhonds stórur, men tær eru báðar ógvuliga áhugaðar, tá eg greiði teimum frá, at navnið er eitt staðarnavn í Havn og somuleiðis eftirnavnið á sniðgevanum, sum er føroysk. Tær takka mær so miriliga og fara fegnar víðari sína rannsóknarferð inni hjá Østrøm, har mangt og hvat er at fáa av føroyskum handverki og design.

Kennir mótaverðina innanífrá Sniðgevin Barbara í Gongini er hálvthundrað ár og úr Havn, men hon hevur síðstu nógvu árini búð í Keypmannahavn. Tað ber til at siga, at hon kennir mótaverðina innanífrá; hon byrjaði í hvussu er á sera ungum aldri at ganga modell fyri Elspu Hardlei, Elspu í Skotinum, sum saman við manninum, Jan Hardlei hevði handilin Skotið í Bringsnagøtu. Handilin flutti seinni í SMS og síðani í Tróndargøtu. Eingin ivi er um, at Elspa við sínum serliga ansi fyri góðsku og avantgardu var eitt føroyskt stílikon, sum ávirkaði mong – ikki minst Barbaru í Gongini. Seinni í tíðini tók Barbara lut í fyriskipanini av mótasýningum í SMS fyri m.a. Klivan, men í dag eru tað hennara designhugskot, hennara tankar um snið, sum verða presenteraðir, tá modellirnar, ungar kvinnur og menn, spáka um pallin. Hugurin til list og kreativa vinnu kom tíðliga. Barbara í Gongini teknaði í fyrstani og arbeiddi við skitsum. Hon fór á designskúla í Keypmannahavn á deildina fyri unika-sniðgeving, haðani hon tók prógv í 1996. Síðan hevur hon arbeitt, og hon hevur arbeitt hart, tí tað er ikki bara sum at siga tað at lansera eitt nýtt merki. Men við sínum konsekventa, dapra og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur hon arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. Tað eru hennara design-visiónir, tað snýr seg um, men hon er ikki einsamøll í fyritøkuni. Har eru fleiri enn hon, m.a. er maður hennara, Ole Gongini Jensen, stjóri í fyritøkuni BARBARA

listamal_220x280_content.indb 30

30/06/2017 11.10


BARBARA Ă? GONGINI

listamal_220x280_content.indb 31

30/06/2017 11.10


32 – 33 32

listamal_220x280_content.indb 32

30/06/2017 11.10


Í GONGINI, sum metir sosiala ábyrgd vera sjálvsagdan part av rakstrinum; hetta sæst aftur á, at dentur verður lagdur á burðardygga framleiðslu við eitt nú endurnýtslu av pørtum av framleiðsluni.

Asymmetri Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru um somu tíð einføld og kompleks við nógvum áhugaverdum staklutum, ið ofta eru asymmetriskt staðsettir á meginbulin, sum í síni heild er merktur av avgjørdum diagonalum linjum. Kanska kann mann siga, at klæðini í seinastu kollektiónunum sum heild eru meira vanlig, meira nýtilig enn tey hava verið, men helst er ein orsøk til hesa hugsan eisini tann, at vit hava vant okkum við stílin, sum hevur verið avant garde, t.v.s. framman fyri sína egnu tíð. Eg eigi sjálv okkurt einstakt plagg frá fyritøkuni, sum eg eri sera fegin um, og tað hevði eg ikki ímyndað mær, at eg fór at gera fyri nøkrum árum síðan. Sum heild er stílurin hjá Barbaru í Gongini konsekventur, og tí ivast vit onga løtu í, at hetta eru design hjá dramatisku avantgardedrotningini, sum ikki minst plagar at skara framúr við svørtum pløggum í skiftandi tilfari; ofta brúkar hon silkimjúkt, tunt leður, men eisini ull og pløgg, sum eru bundin. Barbara í Gongini er kend sum avantgardedesignari, hennara outfit eru skulpturkend, og hennara sýningar minna í støðum um listaliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik og dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L. Thomsen/Orka og Eivør, og í sambandi við nýggjastu sýningina hevði hon fingið pop-avantgarde-improvisatiónsbólkin, Den Magnetiske Ørn, at spæla og improvisera live. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at hon heldur bæði spretta úr somu kreativu keldu.

Ein tungvektari Tíggju ár aftan á byrjanina sum sjálvstøðugt merki er Barbaru í Gongini í dag eitt design, ið av álvara verður mett millum tungvektararnar í norðurlendskum avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Sjálvt tann avantgarde-kritiska Sarah Skarum, mótaummælari í Berlingske Tidende, hevur eftir øllum at døma givið seg yvir. Í einum ummæli skrivar hon, at Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original: „Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannhavn, tí hon letur upp eina hurð inn til ein part av mótaheiminum, sum ikki líkist hinum. Tí hon hevur pláss til at vísa, at dreymir kunnu hava nógv skap. Og kanska gevur hon ungum dreingjum og gentum, sum ikki føla seg sum øll hini, eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøll. Har finst eitt fólk av svartklæddum menniskjum, tey hoyra til. Eingin er einsamallur. Heldur ikki í myrkrinum …“

Listalig avantgarde og burðardygt skilvísi Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru merkt av eini sameining millum listaliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Hugsjónarliga kunnu vit tí lýsa hesi klæðini sum grundleggjandi humanistisk – eisini tí at eitt tað fremsta málið hjá sniðskaparanum er, at hvør einasti persónur, sum fer í tey, skal føla seg sum nakað serligt, hann ella hon skal kenna seg væl í klæðunum, óansæð kyn ella aldur, eisini tey, sum van­liga kenna seg útihýst. Onkur detalja er

listamal_220x280_content.indb 33

30/06/2017 11.10


34 – 34 35

listamal_220x280_content.indb 34

30/06/2017 11.10


listamal_220x280_content.indb 35

30/06/2017 11.10


36 – 36 37

listamal_220x280_content.indb 36

30/06/2017 11.10


skemtilig, ofta ber til at variera klæðini við bondum og knappum, t.d. so at ein síður kjóli gerst stuttur. Klæðini frá Barbara í Gongini eru lutfalsliga dýr, men tey halda væl, og tað, at sniðið er so mikið konsekvent, sum tað er, og litirnir so fáir, hevur eisini við sær, at pløggini ikki so skjótt verða ómodernað. Humani hugburðurin skínur ígjøgnum í burðardyggu framleiðsluni og eisini í tilfarinum á klæðunum, sum eru mjúk og fjálg at vera í. Men hugsunarhátturin er eisini endurspeglaður í mátanum, sum Barbara í Gongini brýtur vanliga mótaformin, bæði í sínum klædnasniði og í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell á eini mótasýning trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin, um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, men er eisini um at tora at stinga út og vera øðrvísi. Tá tvær modellir á sýningini hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd hjá sniðskaparanum, har áskoðarin fær eina kenslu bæði av teimum mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Nevndu dømi eru frá Copenhagen Fashion Week í fjør. Hetta showið var um somu tíð ein mótasýning við klæðum, har tú kanst meta um stíl, útsjónd og hvussu tey einstøku pløggini rigga, men samstundis er talan um eina avantgardeframførslu við listaligum elementum av sjónleiki, stillaleiki við løgnum interaktiónum, ið tykjast snúgva seg um viðurskifti millum menniskju. Klæðini eru svørt, og huglagið er dramatiskt og myrkt, úttrykkið er elegant og kul, samstundis sum okkurt rørandi og stuttligt knýtir seg at hesum glataðu figurunum við teimum ómetaliga merkiliga reivveru- ella cocoonkendu frisurunum og lýsandi reyðu hárpraktini og skegginum, sum eru einastu koloristisku elementini í framførsluni.

Androgynt brá Í nýggjaru kollektiónunum hjá Barbaru í Gongini verður dentur lagdur á einstaklingin, einaran, tað einsamalla fantastiska menniskjað. Í staðin fyri at arbeiða dramatiskt við stórum armrørslum er úttrykkið meira stillfarandi og undirspælt við einum dekonstruktivum undirtóna, har vit hóma partar av sjálvari konstruktiónini av teimum ymisku sniðunum. Enn sum áður spælir sniðgevin við kynsleiklutir og við frammanundan viðtiknar staðfestingar um, hvat mann eigur at gera, og hvat ikki ber til. Menninir eru ógvusliga smurdir um eyguni og hava í fleiri førum stórt, sítt hár; hetta ger teir ikki femininar, yvirhøvur ikki, men sum heild kann sigast, at har er eitt ávíst androgynt brá yvir bæði teimum mannligu og kvinnuligu modellunum. Tað norðurlendska er týdningarmikið fyri Barbaru í Gongini, sum í mongu samrøðunum, ið eru gjørdar við hana, ongantíð forsømir at nevna Føroyar og týdningin, sum føroyski upprunin hevur fyri hana. Hon hevur eitt nú greitt frá í einum viðtali, at hon kennir seg ávirkaða av ógvusligu náttúruni, skulpturellu fjøllunum, skúmandi briminum, men eisini av hugskotum, sum hon hevur fingið frá tí føroyska samtíðartónleikaumhvørvinum. ◼ (2015)

listamal_220x280_content.indb 37

30/06/2017 11.10


66 – 66 67

listamal_220x280_content.indb 66

30/06/2017 11.10


EIN FLÓÐALDA AV LJÓÐI OG LJÓSI Eg væntaði mær ikki lítið av konsertini hjá Eivør Pálsdóttir í kvøld. Hon er ein einastandandi sangari og sangskrivari – tað vita vit øll. Eisini eru konsertirnar í kvøld, morgin og ovurmorgin endin á drúgvari konsertferð, og bæði Eivør og orkestrið skuldu tessvegna verið í allarbesta framførsluformi – og tá tað heila so haraftrat gongur fyri seg í tí ediliga Sjónleikarhúsinum í Havn, ja, so eru allar orsøkir til at hava góðar vónir.

listamal_220x280_content.indb 67

30/06/2017 11.10


68 – 69

listamal_220x280_content.indb 68

30/06/2017 11.10


Eivør og hennara menn vóru og eru í toppformi, allar mínar vónir vóru uppfyltar og tað við lít. Í hálvan annan tíma stóð eg í Sjónleikarhúsinum og lat meg traktera av eini sannari flóðaldu av ljóði og ljósi – litríka ljósshowið var í serflokki og rakti ekstravaganta huglagið í tónleikinum við blóðreyðum ljósaldum, sum snaraðu seg og tvinnaðust saman við tónleikinum. Aðrastaðni var huglagið blátt og stórbært, og í meira ógvisligum brotum vóru vit púrasta tikin á bóli av einum framúrskarandi lasaraljósshowi. Eg eri fullkomiliga hugtikin fjeppari og ætli ongantíð aftur á konsert um Turpin Napoleon Djurhuus ikki ger ljós!

Framúrskarandi Marius Konsertin byrjaði við, at Marius Ziska og Allan Tausen framførdu fýra sangir, og hetta var eisini út yvir tað, eg hevði væntað. Marius hevur eina yndisliga, melankolskt ljómandi ljósa rødd, sum er kend og góð, men eg havi ikki hoyrt hana so vakra, sterka og reina sum í kvøld. Heilt einastandandi gott, og eg haldi, at tann næsti sangurin hjá teimum báðum Mariusi og Allan, Runaway, sum eg ikki havi hoyrt fyrr, var hugtakandi, melodiøsur við vøkrum kórpassasjum, ein sangur, sum smeyg seg oman yvir áhoyrarnar sum besta marsipan við smáum lekkrum bitum av Alan Parsons Project og Enya.

Ein sigursparada Framførslan hjá Eivør var ein sonn sigursparada av kendum sangum frá Room, Bridges og Slør, sum hon, Mikael Blak (bass og alt millum himmal og jørð), Høgni Lisberg (trummur, kór) og Hallur Jonson (ljóð) hava spælt so ofta, at sangirnir sita á nervalagnum. Trygt, men við orku og nerv vórðu vit leidd gjøgnum universið hjá Eivør og hjá kvinnuligu yrkjarunum, hvørs tekstir hon hevur latið seg inspirerað av (Marjun S. Kjelnæs og Randi Ward). Har vóru nógvir av mínum yndissangum hjá Eivør, Remember me, Boxes og Rain við K. D. Lang countrysligum kóri, har menninir ikki stóðu langt aftanfyri Bee Gees í yndisligari harmoni, og mitt í rokinum var stilt og blátt og Mjørkaflókar, og so bleiv eg rørd, tá ljóðini og ljóðførini steðgaðu á eitt og eitt í senn eins og ein stór, vøkur og væl smurd maskina, ið steðgar upp. Tað var ikki bara eg, sum var hugtikin, fegin og rørd í kvøld. Tá eg í áðni skundaði mær til hús at skriva hesi orð, royndu áhoyrarnir fyri triðju ferð at klappa Eivør upp aftur á pallin. ◼ (20157

listamal_220x280_content.indb 69

30/06/2017 11.10


184 – 184 185

ANYTHING IS A MIRROR Ellivu ár eru liðin, síðan eg síðst ummældi eina serframsýning hjá Hansinu Iversen í Listasavni Føroya, og í grundini var tað áhugavert at leita gamla ummælið fram.

Tí í hesi ellivu ára gomlu greinini hómast ein týðiligur didaktiskur tóni í eini roynd at greiða lesaranum frá hesum løgna fyribrigdinum, sum nonfigurativar myndir (eyðsýniliga) vóru í Føroyum tá. So mikið er hent seinastu ellivu árini, at tað í dag ikki á nakran hátt tykist neyðugt at forklára Hansinu Iversen fyri føroyska listaáskoðaranum. Stóra undirtøkan í Listasavninum upplatingardagin prógvar í sjálvum sær, at Hansina Iversen er væl etablerað listakvinna, hvørs málningar, prent og prýði eftirhondini hanga í nógvum heimum og bygningum kring landið.

Ein vøkur framsýning Hansina Iversen er í listaligum undanvindi og hevur í fleiri ár sýnt stórt yvirskot, sum eisini sæst aftur í øllum teimum 23 myndunum, sum verða sýndar fram í Listasavninum – onkra einstaka havi eg sæð fyrr á framsýning í fjør, men tær flestu eru nýggjar. Framsýningin Anything is a Mirror er so óvanliga vøkur, at áskoðarin næstan missir ondina av øllum hesum undurvøkru fjálgu, skyggjandi, appilsingulu, gráu, gulu, bláu, grønu, violettu og turkis málningunum, og allur vakurleikin eigur at fáa ein og hvønn kritiskan ummælara at spyrja seg sjálvan, hvørt

listamal_220x280_content.indb 184

30/06/2017 11.11


framsýningin er ov vøkur, ov lekkur, ov samanhangandi, ov mótstøðuleys. Svarið er avgjørt nei. Sum altíð í listaligum høpi snýr tað seg um dugnaskap og ósvitaligan konsekvens, sum sett saman við listaligum kenslusemi úrslitar í eini dygdarframsýning, ið tykist ómetaliga nútíðarlig, samstundis sum okkurt afturljóð úr føroyskari listasøgu hómast. Stóra myndin á endavegginum, sum listakvinnan hevur málað á staðnum í framsýningarsalinum, er í sjálvum sær eitt bragd. Hon minnir um onkra av seinastu myndunum hjá Ingálvi av Reyni, og bæði litir og kompositiónir gera, at eg eina løtu fái surrealistiska tankan at hava smoygt mær inn í ein av ljósglitrandi málningunum hjá Zachariasi Heinesen, tí myndirnar hjá Hansinu Iversen snúgva seg í stóran mun um ljós.

Harmoni og reinleiki Uppheingingin tykist merkt av einum ynski um fullkomna harmoni og reinleika, meðan myndirnar sjálvar eru fullar av spenningum og mótstøðu, t.d. ein lag oman á lag mynd við appilsingulari og myrkagráari bakgrund, har uttasti grái formurin er settur oman á eina gulgráa grund eitt sindur skeivt, so at eitt sindur av tí gula kemur undan í erva og litar gráa kantin grønan útivið. Myndin er eitt gott dømi um nakrar litir, sum ganga aftur í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen. Formarnir eru rundleiddir sum áður, men myndarúmið tykist alsamt meira samansett hjá listakvinnuni, ið brúkar meira máling nú enn fyrr, so at myndarúmið í nógvum førum tykist stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini. Hansina Iversen er so væl fyri sum málari, at hon megnar at gera júst tað, sum hon setir sær fyri, um tað er at mana fram eitt mjúkt lot við fonløttum strokum og elatunnum litløgum, ella lagið er ógvisligari, so megnar hon eisini tað við veldugum ódnartøkum. ◼ (2014)

listamal_220x280_content.indb 185

30/06/2017 11.11


LISTAMÁL

KEYP


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.